Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

62. fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin 2. mars, kl. 13.35, varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Heidi Petersen, Hergeir Nielsen, Annita á Fríðriksmørk. Johan Dahl, Andrias Petersen, Heðin Zachariasen, Jørgen Niclasen, Jógvan við Keldu og Poul Michelsen, løgmaður, landsstýrismennir Bjarni Djurholm, Jógvan á Lakjuni, Jacob Vestergaard, Bárður Nielsen og Bjørn Kalsø, og ríkisumboðsmaðurin vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:
 

1.    Framløga
Formaðurin boðaði frá at
- Edmund Joensen, løgtingsformaður, hevur lagt fram tingmál nr. 92/2006: Uppskot til broyting  í tingskipan Føroya Løgtings.
- Poul Michelsen, løgtingsmaður, vegna seg sjálvan hevur lagt fram tingmál nr. 85/2006: Uppskot til
samtyktar um skipanina fyri Sendistovu Føroya í Íslandi
- Jógvan við Keldu og Kári P. Højgaard, løgtingsmenn, vegna seg sjálvar hava lagt fram tingmál nr. 69/2006: Uppskot til samtyktar um tilráðingar frá Norðurlandaráðnum í 2006 og um frágreiðing um virki ráðsins í 2006
- Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin hevur lagt fram tingmál nr. 94/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
- Tórbjørn Jacobsen og Høgni Hoydal, løgtingsmenn, vegna Tjóðveldisflokkin hava lagt fram tingmál nr. 104/2006: Uppskot til samtyktar um undirstøðukervi í Svínoy,
- Tórbjørn Jacobsen,
løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin hevur lagt fram tingmálini, nr. 93/2006: Uppskot til samtyktar um alment listakeyp og nr. 77/2006: Uppskot til samtyktar um berghol millum bygdirnar Funning og Gjógv
- Tórbjørn Jacobsen og Páll á Reynatúgvu, løgtingsmenn, vegna Tjóðveldisflokkin hava lagt fram tingmál. nr. 81/2006: Uppskot til samtykar um Týðaragrunn Landsins
- Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helmsdal, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmenn, vegna Tjóðveldisflokkin hava lagt fram tingmálini nr. 80/2006: Uppskot til samtyktar um at taka fult ræði á útlendingamálum, nr. 86/2006: Uppskot til samtyktar um at taka fult ræði á umsiting av loftrúminum, nr. 89/2006: Uppskot til løgitngslóg um at taka fult ræði á uttanríkistrygdar- og verjumálum, nr. 95/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin), nr. 96/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (barnafrádráttur), nr. 99/2006: Uppskot til løgtingslóg um Búskapargrunn Føroya, nr 1-8/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-1, nr. 1-9/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-2, nr. 1-10/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-3 og nr. 1-11/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-4
- Bill Justinussen, Jenis av Rana og Karsten Hansen, løgtingsmenn, vegna Miðflokkin hava lagt fram tingmál nr. 97/2006: Uppskot til samtyktar um samskatting hjúnum.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 73/2006: Uppskot til samtyktar um at góðkenna sáttmála um marknaseting á havleiðunum millum Føroyar og Ísland og nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

      - Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 71/2006: Uppskot til løgtingslóg um barnavernd (rættargangsreglur), nr. 72/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg (forsorgarlógin), nr. 76/2006: Uppskot til løgtingslóg um keyp av nýggjari kt-heildarskipan til Almannastovuna og nr. 82/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (foreldragjald)
- Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmálini nr. 75/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um mál, ið hoyra undir fasta gerðarrættin, nr. 78/2006: Uppskot til løgingslóg um broyting í løgtingslóg um Búnaðargrunn, nr. 79/2006: Uppskot til samtyktar um at fyrireika fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy, nr. 102/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu, nr. 103/2006: Uppskot til løgtingslóg um kavaravinnu og kavaraútgerð, nr. 105/2006: Uppskot til løgtingslóg um spreingievni og spreingiarbeiði v.m., nr. 107/2006: Uppskot til løgtingslóg um landsjørð, nr. 109/2006: Uppskot til løgtingslóg um at stovna partafelag at reka Vága Floghavn, nr. 110/2006: Uppskot til løgtingslóg um kapping og nr. 111/2006: Uppskot til løgtingslóg um tryggingarvirksemi
- Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýri hevur lagt fram tingmálini nr. 83/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir, nr. 84/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir, nr. 87/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd, nr. 88/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov omændring af færdselsloven og pasloven, nr. 90/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broyting í “lov for Færøerne om rettens pleje”, nr. 91/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broyting í “lov for Færøerne om rettens pleje og nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit,
- Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýri hevur lagt fram tingmálini nr. 106/2006: Uppskot til løgtingslóg um lestrarstuðul og nr. 108/2006: Uppskot til løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung,

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 6. mars 2007, kl. 13.30, við hesi dagsskrá:

 

1.        1. viðgerð av tingmáli nr. 61/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”

2.        1. viðgerð av tingmáli nr. 62/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar  ”lov om aktieselskaber”

3.        1. viðgerð av tingmáli nr. 63/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Lov om anpartsselskaber”

4.        1. viðgerð av tingmáli nr. 64/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Lov om erhvervsdrivende fonde”

5.        1. viðgerð av tingmáli nr. 65/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder”
Málini nr. 61/2006, 62/2006, 63/2006, 64/2006 og 65/2006 verða viðgjørd undir einum og beind í vinnunevndina.

6.        Svar upp á fyrispurning nr. 100-26/2006 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Páll á Reynatúgvu, løgtingsmanni, viðvíkjandi Sandoyartunlinum

7.        Framløga

 

Fundur lokin kl. 13.50

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein

skrivari