61 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "årsregnskabsloven"
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)
Ár 2007, 20. februar, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”
Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1) “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af årsregnskabsloven”.
Viðmerkingar
Viðmerkingarnar undir pkt. 1 bakstøði, pkt. 2 lógararbeiði, pkt. 3 hoyringar og pkt. 4 fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar eru felags fyri øll uppskotini, sum verða løgd fram samstundis, t.e.:
1. Uppskot til ríkislógartilmæli um ígildissetan av ársroknskaparlógini
2. Uppskot til ríkislógartilmæli um ígildissetan av partafelagslógini
3. Uppskot til ríkislógartilmæli um ígildissetan av smápartafelagslógini
4. Uppskot til ríkislógartilmæli um ígildissetan av lóg um vinnurekandi grunnar
5. Uppskot til ríkislógartilmæli um ígildissetan av lov om visse erhvervsdrivende virksomheder
Undir pkt. 5 og 6 verður greitt nærri frá uppskotinum til nýggja ársroknskaparlóg.
1. Bakstøði
Í grannalondunum og í ES/EBS- limalondunum verður vinnufelagslóggávan javnan dagførd, og miðað verður eftir at tillaga (harmonisera) lóggávuna í ymsu londunum soleiðis, at tað gerst lættari hjá fyritøkum at virka um landamørk, herundir at veita og fáa fígging. Endamálið við vinnufelagslóggávuni í ES er eftir Traktatini um Tann Europeiska Felagsskapin (TEF, danskt: Traktaten om Det Europæiske Fællessskab, TEF), at tryggja, at partaeigarar, avtalupartar, kreditorar, heruppií íleggjarar og arbeiðstakarar, fáa javnbjóðis vernd uttan mun til, hvar í ES/EBS felagið hevur heimstað. Tær trygdir, sum kravdar verða í einstøku limalondunum til vernd av luttakarunum í feløgunum og av kreditorum o.ø., skulu eftir artikkul 44, stk. 2, litra g í TEF verða “líka tyngjandi”. Við hesum slepst undan, at nøkur lond hava víðfevnda vernd av t.d. kreditorum og minnilutapartaeigarum, meðan onnur hava meira liberala lóggávu. Hetta hevði í prinsippinum kunna darvað fyritøkum at sett seg niður í einum øðrum limalandi. Einsháttaðar reglur hevur umframt tann fyrimun, at fyritøkur, sum hava virksemi í fleiri londum, kenna tær grundleggjandi reglurnar.
Eisini tí at vit, um vit skulu kunna gera okkum galdandi á einum alt meira altjóðagjørdum marknaði, har kapitalur, vørur og tænastur hava frítt at fara millum lond, og har tað er frælsur niðurseturættur og frælsi at søkja sær arbeiði hjá hvørjum øðrum, er neyðugt, at lóggávan verður dagførd soleiðis, at hon verður tillagað tí lóggávu, sum er galdandi í londunum, vit samtarva við, og sum kann beina av vegnum forðingar, sum kunnu darva føroyskum fyritøkum at virka í útlandinum og útlendskum her.
Galdandi vinnufelagslóggáva, sum fevnir um omanfyri nevndu lógir, varð sett í gildi í Føroyum í 1993, og er stórt sæð ikki broytt síðani. Skotið verður tí upp, at lóggávan verður dagførd og moderniserað soleiðis, at hon verður í samsvari við lóggávuna í grannalondunum og í londunum, vit samstarva við.
Nýggja lóggávan gevur fyritøkunum størri frælsi at skipa síni viðurskifti, samstundis sum lóggávan við hesum kemur á javnbjóðis støði við lóggávuna í grannalondunum. Hetta skuldi styrkt kappingarføri hjá føroysku fyritøkunum, og er eisini ein fortreyt fyri at útlendskar fyritøkur skulu vísa Føroyum áhuga.
2. Lógararbeiðið
Ætlanin hevur verið at yvirtaka málsøkið vinnufelagsrættur, men tað er eisini ætlanin, at lóggávan áðrenn yvirtøkuna skal dagførast.
Ein arbeiðsbólkur undir “Erhvervs- og Selskabsstyrelsen” hevur í eitt ár saman við Vinnumálaráðnum arbeitt við at dagføra lóggávuna. Sum nevnt snýr tað seg um:
1. ársroknskaparlógina
2. partafelagslógina
3. smápartafelagslógina
4. lóg um vinnurekandi grunnar, umframt
5. lov om visse erhvervsdrivende virksomheder.
Lov om visse erhvervsdrivende virksomheder hevur ikki fyrr verið í gildi í Føroyum.
Landsstýrið gjørdi mótvegis donsku myndugleikununum vart við, tá farið varð undir at tilevna útkastini til kongligar fyriskipanir, at landsstýrið ynskti, at reglur við støði í Danmarkar ES- limaskapi í størst møguligan mun vórðu varðveittar soleiðis, at føroyskar fyritøkur kunnu fylgja ES- reglunum, hóast Føroyar ikki eru limir í ES. Útkastini til kongligar fyriskipanir eru í størst møguligan mun tilevnað í samsvari við hetta.
3. Hoyringar
Uppskotini hava verið til hoyringar hjá:
Advokatunum Turið og Demmus Hentze,
Advokatfelagnum við Strond,
Avokatfirma Annfinn V. Hansen,
Advokatgarðinum,
Advokatskrivstovuni, Fr. Petersensgøta 9,
Advokatvirkinum, Skansavegur 1,
Faroe Law,
Heygum og Petersen, advokatum,
Poul Hansen og Jónfinn Thomsen, advokatum,
Føroya Fiskimannafelag,
Maskinmeistarafelagnum,
S&K-felagnum,
ADS-data P/F, 826 Trongisvágur,
Agnar á Dul sp/f, Gerðagøta 31, Klaksvík,
Búskaparstovuni, Klaksvík
Óla Regin Hansen, Postboks 227, Fo-100 Tórshavn,
Dánial Petur Dam, Postrúm 2225, Fo-100 Argir,
Victor Nielsen, Klaksvíksvegur 77, Fo-700 Klaksvík,
Sp/f Grannskoðan, Boks 139, Fo-700 Klaksvík,
Sp/f Grannskoðaravirkinum, J. Broncksgøta 16, Tórshavn,
P/F Grannskoðaravirkinum Inpact,
Spect, Staravegur 17, Fo-100 Tórshavn,
Grannskoðaravirkinum Højmose, Fo-370 Miðvágur,
Rasmussen og Weihe p/f,
Eysturoyar Bókhaldsstovu,
Revisión, Postboks 1195, Fo-100 Tórshavn,
Roknskaparfelagnum sp/f, J.C. Svabosgøta 48, Fo-100 Tórshavn,
Kaupthing,
Landsbanka Føroya,
Føroya Banka,
Eik,
Suðuroyar Sparikassa,
Norðoya Sparikassa,
Framtaksgrunninum,
Vinnuframagrunninum,
Føroya Handilsskúla,
Handilsskúlanum á Kambsdali,
Menningarstovuni,
Vinnuhúsinum,
Reiðarafelagnum.
Hoyringssvar er komið frá Felagnum fyri Løggildar Grannskoðarar, Suðuroyar Sparikassa og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Yvirhøvur verður tikið undir við, at vinnfelagslóggávan verður dagførd samsvarandi uppskotunum. Mælt verður eisini til, at broytingar, sum verða gjørdar í donsku lóggávuni, verða framdar í Føroyum so hvørt.
Ítøkiligu viðmerkingarnar viðvíkja serliga nýggju ársroknskaparlógini. Bæði Felagið fyri Løggildar Grannskoðarar og Føroya Arbeiðsgevarafelag mæla til, at møguleiki skal vera hjá føroyskum feløgum at gera ársroknskap eftir altjóða roknskaparreglum (IFRS). Føroya Arbeiðsgevarafelag vísir á, at tað er óheppið at linka krøvini til, hvørji feløg skulu upplýsa umsetningin. Felagið fyri Løggildar Grannskoðarar metir tað óheppið at lækka markið fyri, hvørjar fyritøkur hava skyldu at lata ársroknskapin grannskoða. Felagið setir eisini spurning við, hvørt uppbýtið í nýggju ársroknskaparlógini í roknskaparklassar ikki eigur at tillagast føroyskum viðurskiftum, og vísir á týdningin at dagføra grannskoðanarlóggávuna og herundir týdningin av at seta krøv til eftirútbúgving og góðskueftirlit, og metir tað vera sera óheppið at stytta freistina at lata inn roknskap úr 7 niður í 5 mánaðir.
4. Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar
Roknast má við meira umsiting hjá Skráseting Føroya, serliga orsakað av nýggju ársroknskaparlógini.
5. Nýggja ársroknskaparlógin
Í uppskotinum til kongligu fyriskipanina er uppskot um at seta í gildi fyri Føroyar ársroknskaparlógina frá 2001 – lóg nr. 448 frá 7. juni 2001 um latan av ársroknskapi o.a. (ársroknskaparlógin) hjá vinnurekandi fyritøkum við seinni broytingum. Lógin hevur seinni broytt heiti til “ársroknskaparlógin”.
Ársroknskaparlógin frá 2001 kemur í staðin fyri ársroknskaparlógina frá 1981– lóg nr. 284 frá 10. juni 1981 um latan av ársroknskapi hjá ávísum vinnufeløgum o.ø. við seinni broytingum, sum eru settar í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan nr. 248 frá 3. mai 1993.
Uppskotið dagførir og moderniserar ársroknskaparlóggávuna. Lógin er ongantíð dagførd síðani lógin varð sett í gildi her í 1993, og reglurnar hava tískil ikki fylgt stóru menningini, sum er farin fram á økinum uttanlands.
Í 1999 gav Erhvervs- og Selskabsstyrelsens Regnskabsråd eina frágreiðing út um endurskoðan av donsku ársroknskaparlógini. Frágreiðingin nevndi nøkur viðurskifti, sum gjørdu, at táverandi ársroknskaparlógin ikki reguleraði ársroknskapirnar hjá fyritøkum á nøktandi hátt.
Regnskabsrådet vísti á, at tann væntaða altjóða og tøkniliga menningin vildi m.a. hava hesar avbjóðingar við sær:
Menningin gongur skjótari og skjótari. Tað merkir, at søgulig informasjón ikki longur í sama mun kann brúkast at spáa um framtíðina. Henda staðfesting krevur eina meira framlítandi (værdibaseret) roknskaparinformasjón.
Tær fíggjarligu upplýsingarnar kunnu í minni mun standa einsamallar. Hesar mugu í størri mun verða stuðlaðar av upplýsingum um umhvørvi, eins væl sum aðrar kvalitativar og ikki-fíggjarligar upplýsingar um fyritøkuna ofta eru neyðugt ískoyti til tann fíggjarliga roknskapin.
Regnskabsrådet vísti á, at tann væntaða altjóða og tøkniliga menningin vildi m.a. eisini hava hesar avbjóðingar við sær:
• Tilgongdin av nýggjum roknskaparbrúkarum, sum ofta ikki hava serligt innlit í roknskaparviðurskifti, merkir, at ársroknskapir skulu lagast til, at hesir brúkarar eisini kunna nýta hesar. Her tykist tað ”værdibaserede” roknskaparkonseptið at appellera til teir nógvu roknskaparbrúkararnar. Men eisini tøkniligir møguleikar kunnu nýtast til at stuðla eina meira brúkaravinarliga framløgu av upplýsingum.
• Økjandi altjóðagerð elvir til, at neyðugt er við altjóða roknskaparreglum – framum bert at hava europeiskar reglur. Altjóða roknskaparreglur elva til eina harmonisering, sum aftur merkir lægri transaksjónsútreiðslur fyri tað hækkandi talið av fyritøkum, sum hava altjóða handilssambond.
5.1. Størstu broytingarnar:
• Allar vinnurekandi fyritøkur eru sum meginregla fevndar av lógini
• Struktururin í lógini er broyttur
• Færri valmøguleikar
• Fleiri aktiv og passiv, sum skulu innroknast í javnan, t.d. finansiel leasing
• ”Forsigtighedsprincippet” er niðurtónað
• Lógin leggur seg eftir at fylgja altjóða reglum og er meira ”balance orienteret”
• Nýta marknaðarvirði (dagsværdi) fyri partar av javnanum
• Fyrsta stig til at fylgja altjóða roknskaparreglum
• Nýggja ársroknskaparlógin kom við hugtakinum roknskaparklassar, tí lógin skuldi rúma roknskaparreglur fyri øll vinnurekandi og vera meira ”overskuelig”. Strukturin ger tað møguligt at rúma reglur fyri allar vinnurekandi fyritøkur, eisini tær fyritøkur, ið áður vóru umfataðar av bókhaldskunngerðini. Ætlandi skal tað eisini vera lættari hjá teimum smærru fyritøkunum at lesa lógarásetingarnar
• Nýggi struktururin verður vanliga nevndur ”Spælikubbamyndilin”.
5.2. Rættvísandi mynd
Eftir galdandi lóg er tað bert ársroknskapurin og konsernroknskapurin, sum skulu geva eina rættvísandi mynd av aktivum og passivum hjá felagnum/konsernini, fíggjarligu støðu og úrslitið. Ársfrágreiðingin (frágreiðingin frá leiðsluni) er ikki fevnd av kravinum.
Uppskotið víðkar generalklausulin ”eina rættvísandi mynd” til at fevna um alt, sum við einum tekniskum samliheiti nevnist ”ársrapportin”. Tað merkir, at umframt resultatuppgerð, javna, peningastreymsuppgerð og notur skal eisini ársfrágreiðingin frá leiðsluni geva eitt íkast til eina samlaða rættvísandi mynd.
5.3. Allar vinnurekandi fyritøkur eru sum meginregla fevndar av lógini
Galdandi ársroknskaparlóg fevnir beinleiðis um partafeløg, partnarafeløg (kommanditpartafeløg), smápartafeløg umframt íognarfeløg og kommanditfeløg, har allir luttakarar við fullari ábyrgd eru eitt parta- smáparta- ella kommanditpartafelag ella eitt felag við samsvarandi rætsformi. Ein røð av øðrum fyritøkum eru fevndar av lógini orsakað av tilvísingum í lógum, galdandi fyri hesar fyritøkurnar.
Eitt av endamálunum við lógaruppskotinum er at savna allar roknskaparreglur fyri rakstrarbúskaparligar (fíggjarligar) roknskapir í eina lóg, soleiðis at fyritøkur ikki skulu kaga í fleiri lógir fyri at staðfesta, hvørt tær eru fevndar av rakstrarbúskaparligum roknskaparreglum og so av hvørjum.
Í uppskotinum eru allar vinnurekandi fyritøkur í útgangsstøði fevndar av kravinum at gera ársfrágreiðing. Undantiknar eru tó fíggjarfyritøkur og fyritøkur, fevndar av lóg um roknskaparverkið hjá statinum, ella fevndar av roknskaparreglum, ásettar við ella við heimild í lóg um kommunur. Økonomiministarin er í ferð við at gera uppskot til lóg um fíggjarfyritøkur, har reglurnar um ársfrágreiðing og grannskoðan eru í samsvari við hetta uppskotið.
Uppskotið fevnir nú eisini beinleiðis um vinnurekandi grunnar og vinnurekandi fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd. Fyritøkur við persónligari ábyrgd eru umframt einkultar ásetingar bert fevndar av kravinum í lógaruppskotinum til ársfrágreiðing, um tær sjálvbodnar gera eina slíka.
5.4. Spælikubbamyndulin
Sjálvt um øki lógarinnar verður víðkað, vil tað tó ikki siga, at allar fyritøkur skulu gera ársfrágreiðing eftir somu ásetingum. Viðkanin hevur heldur ikki við sær økt tal av fyritøkum, sum eru undarlagdar lógarásetta grannskoðan, ella sum skulu almannakunngera ársfrágreiðingina. Higartil brúktu støddarmørk í lógini um ávísar vinnurekandi fyritøkur eru tey somu í lógaruppskotinum. Hesi støddarmørkini hava við sær, at ávísar fyritøkur so sum lutafeløg og vinnurekandi feløg bert skulu gera rakstrarbúskaparligar ársroknskapir, eru tær størri enn eitt ávíst.
Støddarmørkini í galdandi ársroknskaparlóg, sum hevur støði í europeiskum roknskapardirektivum, eru tey somu sum í lógaruppskotinum. Hesi mørkini áseta ikki, hvør skal gera ársroknskapir, men bert hvørjar nágreiniligar ásetingar fevna um tær einstøku fyritøkurnar.
Galdandi ársroknskaparlóg er ikki býtt upp eftir stødd á fyritøkunum. Hinvegin eru undantøk, sum eru grundað á stødd fyritøkunnar, savnaði í einum serligum kapitli. Smáar fyritøkur skulu tí fyrst lesa allar ásetingarnar í lógini, fyri síðan at koma eftir, at tær eru undantiknar fleiri av teimum.
Uppskotið er tvørturímóti tilevnað sum ein spælikubbamyndul. Prinsippið í myndlinum er, at smáar fyritøkur skulu fylgja lutfalsliga fáum, generellum krøvum, meðan størri fyritøkur skulu fylgja fleiri og meiri nágreiniligum krøvum. Hetta fer fram á tann hátt, at flestu av roknskaparásetingunum í uppskotinum eru býttar i roknskaparklassar A, B, C og D, sum hvør hevur sínar roknskaparásetingar.
Í myndlinum er A lægsti kubbin við heilt fáum ásetingum, meðan hinir kubbarnir hava ískoytis roknskaparreglur, sum byggja omaná lægru kubbarnar. Ásetingar tættleikin verður fyrst týðandi í roknskaparklassa B, sum í veruleikanum inniheldur kjarnuna av reglunum í spælikubbamyndlinum. Fyri fyritøkur í roknskaparklassa B eru krøvini tó munandu færri og minni kompliserað enn fyri roknskaparklassarnar C og D. Harvið sleppa hesar fyritøkurnar undan nógvum av teimum krøvum, sum moderniseringin og altjóðagerðin hava við sær. Harumframt hevur uppskotið fleiri lættar við sær í mun til galdandi lóg, men eisini eyka krøv, serliga fyri C og D fyritøkurnar.
Fyrimunurin við myndlinum er, at smáar fyritøkur í prinsippinum bert nýtast at lesa, hvat er neyðugt hjá teimum, tí tær bert eru fevndar av klassa A ella B. Miðalstórar og stórar fyritøkur eru fevndar av fleiri roknskaparklassum og skulu tí seta seg inn í alla ella størri part av lógini.
Spælikubbamyndulin
Verður ein fyritøka fevnd av klassa B skulu reglurnar í klassa B og A fylgjast.
Verður fyritøkan fevnd av klassa C skulu reglurnar í klassa C, B og A fylgjast o.s.fr.
Roknskaparklassarnir A, B, C og D
• Hvønn klassa fyritøkan kemur í veldst um stødd og løgfrøðligt skap (samanber myndilin á næstu síðu)
• Myndilin hevur við sær, at smáar fyritøkur – t.d. tær fyritøkur, sum í dag bert eru umfataðar av roknskaparreglunum í bókhaldskunngerðini – kunnu lata sær lynda við bert at lesa kapittulin um klassa A
• Tær fyritøkur sum eru eitt sindur størri – parta- og smápartafeløg v.m. – skulu lesa víðari um klassa B
•
Feløgini í klassa C og D eru nógv færri enn í A og
B, sum í flestu førum eru einstaklingafyritøkur, íognarfeløg, smápartafeløg og
partafeløg. Klassarnir C og D eru í høvuðsheitum
partafeløg
Roknskaparklassarnir
Klassi D
|
Fyritøkur skrásettar á virðisbrævamarknaðinum og almennar fyritøkur
|
Fyritøkur skrásettar á virðisbrævamarknaðinum og almennar líkamikið stødd
|
Klassi C
|
Stórar og meðalstórar fyritøkur
|
Stórar fyritøkur *): Javni > 119 mió. kr. Umsetningur > 238 mió. kr. Starvsfólk > 250 Meðalstórar fyritøkur *): Javni 29-119 mió. kr. Umsetningur 58-238 mió. kr. Starvsfólk 50-250
|
Klassi B
|
Smáar fyritøkur
|
Smáar fyritøkur *) Javni 0-29 mió. kr. Umsetningur 0-58 mió. kr. Starvsfólk 0-50 |
Klassi A |
Fyritøkur við persónligari ábyrgd
|
Fyritøkur við persónligari ábyrgd sum velja at gera roknskap
|
*) 2 av 3 ásetingunum skulu vera loknar 2 fylgjandi roknskaparár fyri at koma í ávísan klassa.
5.5. Serliga viðvíkjandi lættum viðvíkjandi grannskoðanarskylduni hjá smærri fyritøkum
Við L. 245/2006 varð § 135 í ársroknskaparlógin broytt soleiðis, at tað vórðu veittir lættar viðvíkjandi grannskoðanarskylduni hjá ávísum smærri fyritøkum. § 135 (stk. 1 – 3) hevur nú hesa orðing
»§ 135. En virksomhed, der har pligt til at udarbejde årsrapport efter reglerne for regnskabsklasse B, C eller D, skal lade sin årsrapport revidere af en eller flere revisorer, jf. dog 2. pkt. En virksomhed, som er omfattet af regnskabsklasse B, jf. § 7, stk. 1, nr. 2 kan undlade at lade årsrapporten revidere, hvis virksomheden i to på hinanden følgende regnskabsår på balancetidspunktet ikke overskrider to af følgende størrelser, jf. dog stk. 2 og 3:
1) En balancesum på 1,5 mio. kr.,
2) en nettoomsætning på 3 mio. kr. og
3) et gennemsnitligt antal heltidsbeskæftigede i løbet af regnskabsåret på 12.
Stk. 2. Undtagelsen i stk. 1, 2. pkt. gælder ikke for erhvervsdrivende fonde, jf. § 3, stk. 1, nr. 3, idet disse har pligt til at lade årsrapporten revidere uanset størrelse.
Stk. 3. Undtagelsen i stk. 1, 2. pkt. gælder ikke for virksomheder, der besidder kapitalandele i andre virksomheder, og som udøver betydelig indflydelse over en eller flere af disse virksomheders driftsmæssige eller finansielle ledelse.
5.6. Serliga viðvíkjandi IFRS- standardunum
Eftir ES- fyriskipan (forordning) 1606/2002/EF frá 19. juli 2002 um nýtslu av altjóða roknskaparstandardum International Accounting Standards (IAS), sum ES hevur góðkent smbrt. sonevnda IAS-fyriskipanin, skulu, eftir art. 4 í fyriskipanini, feløg, sum eru skrásett á einum ES/EBS virðisbrævamarknaði, frá 1. januar 2005 gera konsernroknskap eftir altjóða roknskaparstandardum. Limalondini kunnu eftir art. 5 loyva ella krevja, at eisini onnur feløg kunnu/skulu nýta roknskaparstandardirnar.
Altjóða rokskaparstandardirnir, sum talan er um, eru roknskaparstandardir, sum The International Accounting Standards Board, IASB hevur gjørt. Teir IAS/IFRS standardirnir, sum galdandi eru í ES, eru teir, sum ES eftir art. 6 í fyriskipanini hevur góðkent eftir eini serligari proseduru, og sum eru kunngjørdir í ES - Tíðindum sum forordningar (fyriskipan). Fyriskipanirnar fáa, tá tær eru kunngjørdar í ES- Tíðindum, uttan víðari beinleiðis virkna, og skulu, sum tað verður sagt í EU- Karnov 2005, 1, s. 9: “... anvendes umidelbart i deres EF- retlige form, dvs uden lovgivers mellemkomst”.
Sum nevnt, gevur IAS - fyriskipanin limalondunum ávísan valmøguleika viðvíkjandi, hvussu fyriskipanin verður gjøgnumførd. Danmark hevur við L 99/2004 valt at gjøgnumføra soleiðis, at § 137 í ársroknskaparlógini varð broytt soleiðis, at kravið um at nýta roknskaparstandardirnar eisini er galdandi, hóast felagið ikki ger konsernroknskap, og at onnur feløg kunnu, men skulu ikki, nýta standardirnar, men um tey nýta teir, so skulu teir verða nýttir í síni heild.
Eftir uppskotinum til kgl. fyriskipan um at seta nýggju ársroknskaparlógina í gildi í Føroyum verða reglurnar um at lata ársroknskap eftir altjóða roknskaparstandardum ikki settar í gildi her. Í notati, dagfest 17. juli 2006, viðvíkjandi “Bemærkninger til udkast til anordning om ikrafttræden for Færøerne af årsregnskabsloven” VMR j. nr. 200600419, skrivar Erhvervs- og Selskabsstyrelsen um orsøkina til tað:
“De særlige regler om aflæggelse af årsrapport efter de internationale regnskabsstandarder, som udspringer af en EU- forordning, og som blev indført ved lov nr. 99 af 18. februar 2004, er dog ikke medtaget i anordningsudkastet. Det skyldes, at forsordninger er direkte gældende i medlemsstaterne. Der er p. t. ikke hjemmel til at sætte forordninger kraft ved anordning for Færøerne og Grønland”.
Vinnumálaráðið hevur boðað Erhvervs- og Selkabsstyrelsen frá, at tað er eitt føroyskt ynski, at IFRS- standardirnir kunnu verða nýttir í Føroyum.
5.7. Serliga viðvíkjandi ásetingum í galdandi ársroknskaparlóg viðvíkjandi grannskoðarum
Harafturat verður serliga víst á, at ein røð av ásetingum í kapittul 8 a í fyrru ársroknskaparlógini viðvíkjandi grannskoðan, varð flutt til ta donsku grannskoðanarlóggávuna við ársroknskaparlógini frá 2001. Tað snýr seg um § 61 a, stk. 1, 2. pkt., § 61 b, stk. 3, § 61 e, stk. 1, 1. og 2. pkt., stk. 2 og 4, § 61 g, stk. 1 og 2, § 61 i og § 61 j, 1. lið í fyrru ársroknskaparlógini. Viðkomandi ásetingar verða settar inn í ta føroysku grannskoðanarlóggávuna, av tí at grannskoðanarlóggávan er føroyskt málsøki.
6. Serligar viðmerkingar viðvíkjandi frávikum í uppskotinum til kongliga fyriskipan
§ 1, stk. 3, nr. 2:
Ávísingin til “lóg um roknskapin hjá statinum” er broytt til ta røttu, føroysku lógina.
§ 4, stk. 3 og 6, § 8, stk. 2, § 15, stk. 4, § 112, stk. 3, nr. 3, yvirskriftin til kapittul 19, §§ 138-141, §§ 143-152, §§ 154-157, §§ 159-163:
Av tí at Føroyar hava egnan skrásetingarmyndugleika, er skrásetingamyndugleikin settur inn alla staðni, har Erhvervs- og Selskabsstyrelsen er skrásetingarmyndugleiki í danska lógartekstinum.
§ 5, stk. 1, nr. 2, § 5 stk. 3, nr. 1, § 6, stk. 1, nr. 2, § 70, stk. 1, nr. 2, § 112, stk. 1, § 143, stk. 3, § 144, stk. 1, nr. 1:
Ásetingarnar eru skipaðar soleiðis, at tað er møguleiki hjá føroyskum fyritøkum at brúka viðkomandi undantaksmøguleikar. Orðingin “ her í landinum” er tískil skoytt upp í fleiri staðni. Harafturat er hædd tikin fyri, at serligar avtalur kunnu vera samtyktar fyri Føroyar við lond, sum ikki eru limir í ES/EBS.
§ 7, stk. 1, nr. 4, § 15, stk. 4, § 108, § 131, § 148, § 154, stk. 1, § 155, stk. 3, § 158, § 159, stk. 1, og fylgiskjal 1, A, nr. 5:
Ásetingarnar og tilhoyrandi yvirskriftir eru skipaðar eftir § 2 a, stk. 2 í kongligu fyriskipanini viðvíkjandi gildiskomu av partafelagslógini fyri Føroyar.
Í § 2 a, stk. 2 verður skotið upp, at Erhvervs- og Selskabsstyrelsen fær heimild til at áseta reglur um, at feløg, har landið hevur sama samband við felagið, sum eitt móðurfelag hevur til eitt dótturfelag, skulu fylgja teimum donsku reglunum fyri partafeløg hjá statinum, um serlig samfelagslig viðurskifti tala fyri tí. Definisjónin av partafeløgum hjá statinum í kongligu fyriskipanini viðvíkjandi ársroknskaparlógini er lagað eftir tí.
§ 8, § 22, stk. 1, síðsta pkt., § 23, stk. 3, § 78, stk. 1, síðsta pkt., § 102, § 109, stk. 1, § 137, § 159, stk. 1, síðsta pkt., § 160, 2. pkt., § 163, § 164 og § 265, stk. 7:
Ásetingarnar eru lagaðar eftir, at reglurnar um nýtslu av altjóða roknskaparstandardum, sum hava uppruna í einari ES-fyriskipan, fyribils ikki kunnu setast í gildi fyri Føroyar. Víst verður til viðmerkingarnar niðanfyri til § 137.
§§ 18 og 135 a:
Ásetingarnar eru lagaðar eftir, at grannskoðanarlóggávan er føroyskt málsøki.
§ 90:
Av tí at almenn ognarmeting ikki verður gjørd í Føroyum, er avgerðin ikki tikin við í kongligu fyriskipanina.
§ 107:
“Danske datterselskaber” og “ dansk moderselskab” er broytt til “føroysk dótturfeløg” og føroyskt móðurfelag”.
Yvirskriftin til part IX og yvirskriftin til § 143:
“I Danmark” er broytt til “her í landinum” fyri at tilskila, at ásetingarnar eisini eru galdandi fyri Føroyar.
§ 137:
Fyritøkur, skrásettar á virðisbrævamarknaði við heimstaði í Danmark, hava skyldu til at leggja fram konsernsroknskap eftir altjóða roknskaparstandardum sambært grein 4 í fyriskipan Ráðsins um nýtslu av altjóða roknskaparstandardum. Grein 4 í fyriskipanini er beinleiðis galdandi í limalondunum og má tí ikki útinnast við lóg. Í grein 5 eru harafturímóti nakrir valmøguleikar, sum limalondini kunnu útinna við lóg. Hesir valmøguleikar eru nýttir í § 137 í ársroknskaparlógini, soleiðis at ikki-fíggjarligar børsnoteraðar fyritøkur við heimstaði í Danmark fáa skyldu til eisini at brúka altjóða roknskaparstandardir í ársroknskapi teirra. Fyri allar aðrar fyritøkur við heimstaði í Danmark, sum eru fevndar av ársroknskaparlógini, er tað sjálvboðið, um tær vilja brúka altjóða roknskaparstandardir. Reglurnar hava, sum nevnt, uppruna í einari ES-fyriskipan. Tað er í løtuni ikki heimild til at seta ES-fyriskipanir í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan. § 137 við tilhoyrandi ávísingum v.m., jb viðmerkingarnar til § 8 o.a., er tí ikki tikin við í uppskotinum til kongligu fyriskipanina. Hetta hevur við sær, at ikki-fíggjarligar børsnoteraðar fyritøkur við heimstaði í Føroyum í ársfrágreiðing síni einans skulu fylgja reglunum í roknskapar-flokkinum D. Harumframt hevur hetta við sær, at føroyskar fyritøkur, sum eru fevndar av ársroknskaparlógini – eins væl børsnoteraðar sum aðrar fyritøkur við heimstaði í Føroyum – ikki hava møguleika fyri sjálvbodnar at brúka altjóða roknskaparstandardir (IFRS) í ársroknskapi teirra í tann mun, sum ásetingarnar eru í ósamsvari við reglurnar í ársroknskaparlógini.
§ 138, stk. 3:
Ásetingin er ikki við, av tí at ongar reglur eru fyri, at føroyskar fyritøkur skulu senda inn grønar roknskapir, t.e. upplýsingar um ávís umhvørvis viðurskiftir sambært umhvørvislóggávuni.
§ 138, stk. 4:
Møguleiki verður givin fyri, at ársfrágreiðingin kann sendast inn eins væl á føroyskum og á donskum.
§ 151, stk. 5 og § 162, stk. 3:
Avgerðin er tillagað soleiðis, at avgjøld fara í landskassan og kunnu innheintast við panting. Møguleikin fyri at gera lønareftirhald er ikki tikin við, av tí at slíkar reglur ikki finnast fyri Føroyar.
§ 151, stk. 6, og § 162, stk. 4:
Ásetingin um, at innheintingarmyndugleikin kann eftirgeva avgjøld v.m., er ikki tikin við, tí slíkar reglur ikki eru fyri Føroyar.
§ 156, stk. 3, 159, stk. 1, 3. pkt., § 159 a, § 163, stk. 3, og § 164, stk. 5:
Ásetingarnar í ársroknskaparlógini um eftirlitið hjá Fondsrådet við partaársfrágreiðingum og ársfrágreiðingum hjá børsnoteraðum fyritøkum, og um avgjøld fyri hetta eftirlitsvirksemið, sum varð innsett við lóg nr. 491 frá 9. juni 2004, eru ikki tiknar við í kongligu fyriskipanina viðvíkjandi ársroknskaparlógini. Ásetingarnar hava við sær eina herðing av eftirlitinum við stakroyndum við ársfrágreiðingunum og partaársfrágreiðingunum hjá børsnoteraðum virkjum. Ásetingarnar skulu síggjast í sambandi við tey herdu roknskaparkrøvini fyri børsnoteraðar fyritøkur við heimstaði í Danmark, jb viðmerkingarnar í § 137 omanfyri viðvíkjandi altjóða roknskaparstandardum, sum í løtuni ikki kunnu setast í gildi fyri Føroyar.
§ 165 og § 168:
Í § 165 verður skotið upp, at fyriskipanin kemur í gildi tann 1. januar 2008.
Fyritøkur, sum ynskja tað, kunnu tó brúka fyriskipanina við afturvirkandi kraft fyri eitt roknskaparár, sum byrjar áðrenn ta ásettu tíðina fyri gildiskomuna samsvarandi við § 168, stk. 1.
Ásetingarnar í § 165, stk. 3-6, § 168, stk. 1, 2. pkt., og 168, stk. 2 eru ikki tiknar við, tí at tær ikki longur eru aktuellar.
§ 165, stk. 7 er ikki tikin við, av tí at hon viðvíkur nýtslu av altjóða roknskaparstandardum, sum heimild ikki er til at seta í gildi í Føroyum í løtuni, jb viðmerkingarnar til § 137 omanfyri.
§ 169:
Ásetingin er ikki tikin við, av tí at hon ikki longur er aktuell.
§ 170:
Ásetingin, sum veitir heimild til at seta lógina í gildi við fyriskipan, er endurgivin sum nota 1 til inngangin í kongligu fyriskipanini.
Uppskot til “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af årsregnskabsloven”.
1. viðgerð 6. mars 2007. Løgtingsmálini nr. 61, 62, 63, 64 og 65 vórðu viðgjørd undir einum og beind í vinnunevndina, sum tann 27. apríl 2007 legði fram soljóðandi
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt uppskotið fram 20. februar 2007, og eftir 1. viðgerð tann 6. mars 2007 er tað beint vinnunevndini.
Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 16., 19. og 29. mars og 26. apríl 2007.
Nevndin hevur havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum og embætisfólk.
Sum tað framgongur av uppskotinum, er talan um at dagføra vinnufelagslóggávuna soleiðis, at hon verður tillagað lóggávuni í okkara grannalondum og ES-limalondunum.
Talan er um 5 uppskot í sambandi við vinnufelagslóggávuna, sum eru løgd fram. Hesi eru:
1. Uppskot til ríkislógartilmæli um ígildissetan av ársroknskaparlógini
2. Uppskot til ríkislógartilmæli um ígildissetan av partafelagslógini
3. Uppskot til ríkislógartilmæli um ígildissetan av smápartafelagslógini
4. Uppskot til ríkislógartilmæli um ígildissetan av lóg um vinnurekandi grunnar
5. Uppskot til ríkislógartilmæli um ígildissetan av “lov om visse erhvervsdrivende virksomheder”.
Hóast nevndin er samd um hesa dagføring av vinnufelagslóggávuni, so er nevndin eisini samd um, at tvey viðurskifti ikki eiga at broytast, sum skotið er upp.
· § 15, stk. 4 um innlatan av ársroknskapum eigur at verða broytt frá 5 mánaðum til 6 mánaðir, sum ein avleiðing av tí broyttu freistini í § 138, stk. 1.
· § 135, stk. 1, nr. 1 og 2 um mørkini fyri, nær ein fyritøka kann sleppa undan at verða grannskoðað, verða minkað við eini helvt, tvs. at javnin er broyttur frá 1,5 mió. kr. til 0,75 mió. kr., og nettoumsetningurin er broyttur frá 3 mió. kr. til 1,5 mió. kr.
· Sum ein avleiðing av at broyta freistina til 6 mánaðir, so verður eisini neyðugt at broyta § 143, stk. 1 um, at filialir hjá útlendskum fyritøkum eisini hava somu freist.
Grundgevingarnar fyri broytingunum eru m.a., at arbeiðsbyrðan hjá grannskoðaravirkjum verður økt, um freistin verður stytt við 2 mánaðum. Orsøkin til ynski um at broyta markið fyri fyritøkur, sum ikki skulu grannskoðast, við 50 % er, at um hetta verður gjøgnumført, er neyðugt við herdum eftirliti hjá skattamyndugleikunum og hjá Skráseting Føroya, og tað verður mett sum ein trupulleiki hjá tí føroysku umsitingini, og hevði tá verðið neyðugt við fleiri almennum starvssetanum til hetta eftirlit.
Ein samd nevnd setir tí fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
1)
§ 15, stk. 4 verður
orðað soleiðis:
“Stk. 4. Beslutning om
omlægning af regnskabsår skal være truffet i så god tid, at anmeldelse herom kan
indsendes til den færøske registreringsmyndighed, så den er modtaget hos
registreringsmyndigheden senest 6 måneder efter udløbet af det regnskabsår, som
ønskes ændret, dog senest 6 måneder efter omlægningsperiodens udløb. For
aktieselskaber, der følger reglerne for statslige aktieselskaber, jf. § 2 a,
stk. 2 i aktieselskabsloven, som ikraftsat for Færøerne ved kongelig anordning,
og for børsnoterede virksomheder er fristen dog 4 måneder. Modtages anmeldelsen
efter fristen i 1. eller 2. pkt., nægtes registrering.”
2)
§ 135, stk. 1 verður
orðað soleiðis:
“ § 135.
En virksomhed, der har pligt til at
udarbejde årsrapport efter reglerne for regnskabsklasse B, C eller D, skal lade
sin årsrapport revidere af en eller flere revisorer, jf. dog 2. pkt. En
virksomhed, som er omfattet af regnskabsklasse B, jf. § 7, stk. 1, nr. 2, kan
undlade at lade årsrapporten revidere, hvis virksomheden i to på hinanden
følgende regnskabsår på balancetidspunktet ikke overskrider to af følgende
størrelser, jf. dog stk. 2 og 3:
1) En balancesum på 0,75 mio. kr.,
2) en nettoomsætning på 1,5 mio. kr. og
3) et gennemsnitligt antal heltidsbeskæftigede i løbet af regnskabsåret på 12. ”
3)
§ 138, stk. 1, verður
orðað soleiðis:
Ӥ 138. Virksomheder, omfattet
af regnskabsklasse B, C og D, skal uden ugrundet ophold efter godkendelsen
indsende den godkendte årsrapport til den færøske registreringsmyndighed, jf. §
3, stk. 1 og § 7. Årsrapporten skal være modtaget hos registreringsmyndigheden
senest 6 måneder efter regnskabsårets afslutning, idet fristen dog er 4 måneder
for virksomheder, omfattet af regnskabsklasse D. Der kan ikke dispenseres fra
disse frister, jf. dog §§ 140 og 141.”
4) § 143, stk.
1 verður orðað soleiðis:
” § 143. Filialbestyrerne for en filial, der er registreret hos den
færøske registreringsmyndighed som filial af en udenlandsk virksomhed, skal
indsende den udenlandske virksomheds reviderede årsrapport, så den er modtaget
hos registreringsmyndigheden senest 6 måneder efter regnskabsårets afslutning.
Der kan ikke dispenseres fra fristen. Filialens eget regnskab kan ikke indsendes
i stedet.”
Soleiðis broytt tekur ein samd nevnd undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
2. viðgerð 30. apríl 2007. Broytingaruppskot frá samdari vinnunevnd til §§ 15, 135, 138 og 143 samtykt 28-0-0. Uppskot til ríkislógartilmæli soleiðis broytt samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 2. mai 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.