62 Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om aktieselskaber"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 20. februar, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om aktieselskaber

 

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1)  “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om aktieselskaber”.

 

Viðmerkingar

 

I. Bakstøði

Víst verður til felags viðmerkingarnar til uppskotini um at dagføra vinnufelagslóggávuna, sum er í uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta ársroknskaparlógina í gildi í Føroyum, sum samstundis er framlagt, løgtingsmál nr. 61/2006.

 

II. Galdandi lóg

Upprunalógin er lov nr. 370 frá 13. juni 1973 om aktieselskaber. Partafelagslógin varð sett í gildi í Føroyum við kgl. fyriskipan nr. 250 frá 3. mai 1993 om ikrafttræden for Færøerne af lov om aktieselskaber. Lógin varð sett í gildi her við teimum lógarbroytingum, sum framdar vórðu í Danmark smbrt. lógarkunngerð nr. 659 frá 25. september 1991, sum hendan varð broytt við lóg nr. 886 frá 21. desember 1991 og lóg nr. 1060 frá 23. desember 1992.

 

III. Lógarbroytingar

Fyriskipanin setir lóg nr. 1094 frá 22. desember 1993, lóg nr. 122 frá 18. februar 1994, lóg nr. 442 frá 1. juni 1994, lóg nr. 365 frá 14. juni 1995, lóg nr. 1072 frá 20. desember 1995, lóg nr. 377 frá 22. mai 1996, lóg nr. 386 frá 22. mai 1996, lóg nr. 1007 frá 23. desember 1998, lóg nr. 1056 frá 23. desember 1998, lóg nr. 449 frá 7. juni 2001, lóg nr. 302 frá 30. apríl 2003, lóg nr. 303 frá 30. apríl 2003, lóg nr. 453 frá 10. januar 2004, lóg nr. 226 frá 31. mars 2004, lóg nr. 604 frá 24. juni 2005 og lóg nr. 246 frá 27. mars 2006, lóg nr. 455 frá 22. mai 2006 og lóg nr. 538 frá 8. juni 2006 í gildi fyri Føroyar.

 

IV. Uppskotið

Hetta uppskotið dagførir partafelagslógina soleiðis, at lógin samsvarar við lógina soleiðis, sum lógin er galdandi í Danmark, sum seinast er broytt við lov nr. 538 frá 8. juni 2006.

 

Danska vinnufelagslóggávan hevur í stóran mun støði í Danmarkar ES-limaskapi, og landsstýrið hevur ynskt, at hesar reglurnar í størst møguligan mun verða varðveittar í lógini, soleiðis sum hon verður sett í gildi her.

 

V. Høvuðsbroytingar í mun til galdandi lóg

 

Partafeløg, sum landið eigur heilt ella partvíst

§ 2 a varð sett inn í partafelagslógina við L 1995/365. Ásetingin allýsir statslig partafeløg. Í nevndu lóg og eisini seinni við L 1996/377 vórðu í partafelagslógini og í ársroknskaparlógini ásettar serligar reglur fyri statslig partafeløg. Endamálið er at geva almenninginum betri møguleika at fylgja við í statsligum partafeløgum. Hetta verður tryggjað við øktum almenningi viðvíkjandi roknskapar-viðurskiftunum, eigarviðurskiftunum, aðalfundinum o.a. í statsligum partafeløgum. Við nevndu lógum vórðu somu krøv um upplýsingar til almenningin, sum sett verða partafeløgum, sum eru skrásett á virðisbrævamarknaði, sett statsligum partafeløgum, m.a. at fjølmiðlar hava rætt at vera til staðar á aðalfundinum smbrt. § 65, stk. 4 í uppskotinum.  § 2 a, stk. 2 er ein serlig áseting fyri Føroyar, sum heimilar Erhvervs- og Selskabsstyrelsen at áseta reglur,  um landsstýrið metir, at serlig samfelagslig áhgugamál tala fyri tí, at feløg, sum landið hevur tað í § 2 a, stk. 1 nevnda tilknýtið til, skulu verða fevnd av reglunum um statslig partafeløg. Víst verður til serligu viðmerkingarnar niðanfyri.

 

Fylgibroytingar í samb. v. nýggju ársoknskaparlógina frá 2001

Í sambandi við nýggju ársroknskaparlógina vórðu ásetingarnar í kapittul 8 A í gomlu ársoknskaparlógini ikki tiknar við í nýggju  lógina, og vórðu í ymsan mun fluttar yvir í einstøku vinnufelagslógirnar, alt eftir hvussu neyv reguleringin er í ymsu lógunum. Tað snýr seg um

 

 

Avtøka av bústaðarkravinum

Eftir galdandi lóg skal minst ein av stovnarunum vera búsitandi í danska ríkinum uttan so, at Skráseting Føroya veitir undantak frá kravinum.

 

Stjórar og í minsta lagi helvtin av nevndarlimunum skulu vera búsitandi í danska ríkinum uttan so, at Skráseting Føroya veitir undantak frá kravinum.

 

Somu ásetingar við neyðugum tillagingum eru galdandi fyri avtøkustjórar.

 

Við L/226/2004 varð bústaðarkravið tikið av í Danmark, og skotið verður upp, at tað sama verður galdandi fyri føroyskar fyritøkur. Í viðmerkingunum til L/226/2004 segði danska stjórnin m.a.

 

”Ved at fjerne bopælskravene gøres det lettere for udenlandske investorer og iværksættere at engagere sig i dansk erhvervsliv”. … ”Forslaget skal ses i lyset af den øgede internationalisering og udvidelse af EU. Forslaget vil lette selskabernes mulighed for at sammensætte den mest hensigtsmæssige ledelse for selskabet uafhængig af de pågældendes statsborgerskab og bopæl. I 1996 blev bopælskravene i anpartsselskaber ophævet. Forslaget betyder således, at reglerne for aktie- og anpartsselskaber bliver ensartede. Forslaget forventes ikke at medføre væsentlige jurisdiktionsmæssige problemer i forbindelse med inddrivelse af kreditorkrav, idet ophævelsen af bopælskravet i anpartsselskabsloven ikke har voldt særlige problemer af denne art”.

 

Elektróniskir nevndarfundir

Nevndarfundir kunnu eftir § 56, stk. 4 verða hildnir elektróniskt.

 

Skrivligir nevndarfundir

Nevndin kann frammanundan einum nevndarfundi avgera, at ávís nærri tilskilað mál skulu viðgerast skrivliga. Einhvør nevndarlimur kann tó krevja, at nevndarfundur verður hildin, § 56, stk. 3.

 

Elektróniskur aðalfundur heilt ella partvíst

Aðalfundurin kann avgera, at aðalfundurin heilt ella partvíst skal verða elektróniskur smbrt. § 65.

 

Yvirtøkutilboð

Við lóg 604/2005 vórðu settar nýggjar §§ 81 b – 81 h inn í lógina (samstundis vórðu §§ 20 b, c og d broyttar, og nýggj § 20 e sett inn). Ásetingarnar viðvíkja bert feløgum, sum eru skrásett á einum virðisbrævamarknaði, og regulera ta støðuna, at ein fyritøka verður yvirtikin. Hesar reglurnar hava samband við ásetingina í § 31 í lov om værdipapirhandel, sum samstundis varð broytt (broytingarnar, sum vórður gjørdar í lov om værdipapirhandel í l 604/2005, eru settar í gildi í Føroyum), og sum áleggur tí, sum yvirtekur eina fyritøku, at seta fram tilboð til allar partaeigararnar um at selja honum partabrøvini til somu treytir. §§ 81- 81 h í partafelagslógini regulera so, hvussu partaeigararnir skulu bera seg at í eini tílíkari støðu.

 

Feløg, sum ynskja tað, fáa møguleika til, at partaeigararnir kunnu samtykkja eina skipan um, at serlig rættindi ella avmarkingar, sum eru knýtt at partabrøvunum, verða suspenderað í sambandi við eitt yvirtøkutilboð, tann sonevnda gjøgnumbrotsreglan. Partaeigararnir kunnu somuleiðis samtykkja eina skipan um, hvussu aðalfundurin skal viðvirka í sambandi við yvirtøkutilboð. Meginreglur verða ásettar fyri, hvussu tað skal verða veitt hesum partaeigarunum (við serligum rættindum o.a.) kompensasjón fyri møguligt tap, og ásettar verða serligar innloysingarreglur fyri minniluta-partaeigarar, sum ikki hava tikið ímóti yvirtøkutilboðnum.

Motiveringin fyri uppskotinum var m.a at gera tað lættari at útvega vágafúsan kapital.

Møguleiki fyri at útluta ekstraordinert

Sambært § 109 a kann aðalfundurin heimila nevndini at útluta eyka vinningsbýti, um ársroknskapurin loyvir tí. Útlutan av eyka vinningsbýti, kann eisini gerast í øðrum virðum enn reiðum peningi.

Sambært § 124 a verður møguligt at útluta vinningsbýti, meðan felag er í likvidasjón.

Avtøka av yvirkursgrunni

Í § 111 eru stk. 2 og 3 tikin úr. So yvirkursgrunnur verður burtur.

Avtøka av felag

Sambært § 125 a kann leiðslan í einum felag biðja Skráseting Føroya um at upploysa felagið uttan likvidasjón ella tvingsilsavtøku í skiftirættinum. Bert skal ein váttan frá leiðslu um, at ongin skuld er í felagnum, og ein váttan frá T & S fylgja við fráboðanini.

 

VI. Tillagingar til serlig føroysk viðurskifti

 

§ 2a, stk. 2

Ásetingin er nýggj samanborið við verandi fyriskipan. Við tí nýggju ásetingini verður møguleiki givin Erhvervs- og Selskabsstyrelsen, við kunngerð, at áseta reglur um, at ávísar fyritøkur, sum eru ogn hjá landinum, skulu vera fevndar av reglunum fyri partafeløg hjá statinum, um landsstýrið metir, at serlig samfelagslig áhugamál tala fyri hesum. Í tílíkum føri vera eyðkennini fyri, nær ein fyritøka skal vera fevnd av reglunum fyri partafeløg hjá statinum, ásett eftir samráðingar við landsstýrið. Um ein fyritøka, ið er ogn landsins, verður fevnd av hesum reglum, skal fyritøkan fylgja øllum teimum serligu reglunum, sum eru galdandi fyri partafeløg hjá statinum í partafelagslógini og ársroknskaparlógini.

§ 3, stk. 2, § 52, stk. 1, § 149, stk. 2

Er broytt, av tí at værgemålsloven ikki er galdandi í Føroyum.

§ 6 b, stk. 2, § 86, stk. 3

Ávísingar til lógina um løggildar og skrásettar grannskoðarar eru strikaðar, av tí at lógin ikki er galdandi í Føroyum. Føroysku grannskoðaralógirnar eru galdandi í staðin.

§ 6 c, § 11, § 12, § 21, § 28 d, § 36, § 42, § 44, § 46, § 48 i, § 54 a, § 56, § 69, §§ 72-73, § 75, § 81 c og d, § 82, § 84, § 109 a, §§ 116-118 a, §§ 121-126 a, § 134 d, i, m og n, § 135, § 136 a, d og i, §§ 151-154, § 156, § 156 a, §§ 157-157 b, § 158, § 158 a, § 159 b, § 160, § 173, § 179

 Í ásetingunum, har Erhvervs- og Selskabsstyrelsen virkar sum skrásetandi myndugleiki, er tann føroyski skrásetingarmyndugleikin settur í staðin fyri Erhvervs- og Selskabsstyrelsen.

§ 20 c, stk. 1 og stk. 3, § 23, § 24, stk. 3, § 32, stk. 1, § 34, stk. 2, § 40, § 46, stk. 1, § 62, § 65 b, stk. 5, § 117, stk. 2, § 123, stk. 1, § 134, stk. 2 og stk. 4, § 135, stk. 6, § 158, stk. 1-4, § 158 a, § 159 b, stk. 3

Ávísingar til almannakunngerðir í Statstidende ella Registreringstidende eru broyttar til, at kunngerðir verða lýstar í tí samsvarandi føroyska blaðnum til almennar kunngerðir.

§ 28 d, § 48 i, stk. 1, § 51, stk. 3, § 53, stk. 2, § 54 a, stk. 1, § 56, stk. 7 og 8, § 65, stk. 3, § 73, stk. 3, § 75, stk. 3, § 76, stk. 3, § 76 a, stk. 1, § 84, stk. 2, § 157 b, § 157 c, stk. 1 og 2, § 157 d

Ávísingin til partafeløg hjá statinum er rættað sum ein avleiðing av § 2 a, stk. 2.

§ 82, stk. 4, § 117, stk. 4, § 118a, stk. 4

Ávísingar til ríkiskassan eru broyttar til landskassan.

§ 109 a, stk. 4, § 124 a, stk. 5, § 134 m, stk. 4, § 134 n, stk. 3, § 154, stk. 4 og 5, § 158 a

Ásetingarnar eru skipaðar soleiðis, at tað, mótsett í partafelagslógini, ikki er eitt krav, at ein hevur eina edv-kunningarskipan, men at hetta bert er ein møguleiki.

§ 147

Ásetingin viðvíkjandi deildum (filialum) er skipað sambært verandi fyriskipan.

§ 153, stk. 1

Navnaásetingin er lagað eftir verandi fyriskipan.

§ 154, stk. 7 og 8

Heimildin til at áseta gjøld er latin landstýrinum eins og í verandi fyriskipan.

§ 162, stk. 1

Sambært § 162, stk. 1 í uppskotinum um fyriskipanina verður fyriskipanin sett í gildi tann 1. januar 2008, tað er sami gildiskomudagur sum m.a. fyriskipanin viðvíkjandi ársroknskaparlógini.

§ 163

Ásetingin er ikki tikin við, tí hon gevur myndugleika til at seta lógina í verk í Grønlandi og Føroyum. Ásetingin er endurgivin í notu 1 í innganginum til uppskotið um fyriskipanina.

§§ 164, 165, 167, § 168, stk. 1, §§ 170 og 175

Ásetingarnar eru ikki tiknar við, tí tær ikki hava týdning longur, ella ikki hava týdning fyri Føroyar.

§ 166, § 168, stk. 2-5, §§ 169, 171 og § 173, stk. 8

Ásetingarnar, sum eru umskiftisásetingar, eru tillagaðar.

 

 

VII. Avleiðingar fyri landskassan og vinnuna

Víst verður til felags viðmerkingarnar til uppskotini um at dagføra vinnufelagslóggávuna í uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta ársroknskaparlógina í gildi í Føroyum, sum samstundis er framlagt, løgtingsmál nr. 61/2006.

VIII. Viðgerð og hoyringar

Víst verður til felags viðmerkingarnar til uppskotini um at dagføra vinnufelagslóggávuna í uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta ársroknskaparlógina í gildi í Føroyum, sum samstundis er framlagt, løgtingsmál nr. 61/2006.

 

Skjøl

1.             Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om aktieselskaber

2.             Broytingar í P/F-lógini.

1. viðgerð 6. mars 2007. Løgtingsmálini nr. 61, 62, 63, 64 og 65 vórðu viðgjørd undir einum og beind í vinnunevndina, sum tann 27. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt uppskotið fram tann 20. februar 2007, og eftir 1. viðgerð tann 6. mars 2007er tað beint vinnunevndini.

 

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundum 16., 19. og 29. mars og 26. apríl 2007.

 

Nevndin hevur havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum og embætisfólk.

 

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Víst verður annars til álit í løgtingsmálið nr. 61/2006.

 

2. viðgerð 30. apríl 2007. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 2. mai 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.