1-8 Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-1

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 2. mars, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Tórbjørn Jacobsen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

 til

eykajáttanarløgtingslóg

fyri mars 2007-1

 

 

                                   § 7.  Útbúgving og gransking

 

                                                             A. Yvirlit

  Játtanar yvirlit

  Tús. kr.                                                            Netto                       Útreiðslur               Inntøkur

  Útreiðsluætlan                                                         7.500                          7.500                         -

  Løgu ætlan                                                                    -                                -                          -

  Útbúgving og gransking                                                                          7.500                          -

     7.23.2.  Fólkaskúlin                                                                                7.500                          -

 

 

                                                           B. Játtanir

                                                                                                                     Útr.            Innt.

                                                                                                                           - Tús. kr. -

    7.23.2.  Fólkaskúlin v.m.

       23.2.09.  Atlantic Adventure Eftirskúlin í Hvalba                                 J:                  -                   -  

                                                                                                      EYJ:        7.500                  -  

  

Viðmerkingar:

9. mai 2000 samtykti Løgtingið í fullari semju lóg um eftirskúla.

 

Endamálið við lógini er at skipa viðurskiftini, áseta karmarnar og tann almenna stuðulin til eftirskúlar í Føroyum, soleiðis at áhugað kunnu fara undir virksemið.

 

Lógin er galdandi fyri eftirskúlar, sum undirvísa aldursbólkum samsvarandi 8.- 10. flokki í fólkaskúlanum. Høvuðsreglan er, at næmingarnir búgva á skúlanum.
 

Landsstýrismaðurin kann geva loyvi til, at skúlagongd eftir 10. flokk eisini kemur undir lógina.

 

Landsstýrismaðurin skal góðkenna ein eftirskúla, áðrenn farast kann undir undirvísingina.

 

Fyri at fáa góðkenning skal eftirskúlin vera:

  1. Ein fakligur og/ella námsfrøðiligur valmøguleiki í mun til almenna skúlan,

  2. skipaður fyri at nøkta ein størri undirvísingartørv enn vanligt, ella skipaður fyri næmingar við breki.

Eftirskúlin hevur skyldu at taka næmingar úr øllum landinum.

 

Í nýggju fólkaskúlalógini er undirvísingarskyldan longd til 9 ár, og tí eru ásetingarnar í lógini, um at næmingar í 8. – 10. fl. kunnu lúka undirvísingarskylduna á annan hátt, neyðugar.

 

Tað ber illa til at noyða næmingar, sum av onkrari orsøk ikki trívast í fólkaskúlanum ella ikki megna at fylgja undirvísingini, at halda á, til 9 ára undirvísingarskyldan er lokin, uttan at hava serlig undirvísingartilboð at bjóða.

 

Eftirskúli er tí ein góður valmøguleiki hjá hesum næmingum og er eisini nevndur í fólkaskúlalógini, uttan tó at nakar eftirskúli er í Føroyum.

 

Eftir at Norrøni Eftirskúlin læt aftur á heysti 1999, er greitt, at hesin undirvísingar-møguleiki kann ikki fara fyri skeyti. At næmingar og foreldur teirra vilja hava henda undirvísingarmøguleika, sæst best av tí, at fleiri enn 100 næmingar fara árliga í eftirskúla í Danmark. Hinvegin er ikki rætt at flyta føroyskar næmingar til Danmarkar at ganga á einum føroyskum eftirskúla í Danmark.

 

Henda uppgáva eigur at verða loyst í Føroyum.


Síðani síðst í sjeytiárunum hevur verið arbeitt við at seta á stovn eftirskúla sum eitt øðrvísi undirvísingartilboð til ungdóm í 14 – 18 ára aldri.

 

Eftirskúlafelagið, ið varð stovnað 8. nov. 1979, søkti fleiri ferðir landsstýrið um loyvi at seta á stovn eftirskúla, og fyrst í áttatiárunum søkti felagið eisini um loyvi at byggja eftirskúla, men byggimálið varð ikki samtykt í Landsskúlaráðnum.

 

Landsskúlaráðið helt, at nýggja fólkaskúlalógin, ið júst var sett í verk um sama mundið, bøtti nógv um møguleikarnar hjá fólkaskúlanum at skipa skúlagongdina hjá næmingunum eftir tørvinum hjá tí einstaka.

 

Eisini var nýggj lóg um frítíðarundirvísing í umbúna, og sostatt fór eisini at verða bøtt um undirvísingartilboð í frítíðini bæði til ung og vaksin. Landsskúlaráðið helt tí, at fyrst áttu hesar nýggju lógir at verðið troyttar, áðrenn støða varð tikin til eftirskúla.

 

Tað eyðnaðist ikki eftirskúlafelagnum at vinna ljóð fyri hesum skúlaformi, og leitaði felagið tí út um landoddarnar til Genner í Suðurjútlandi, har Norrøni Eftirskúlin varð settur á stovn eftir danskari lóggávu, lóg nr. 659 frá 25. okt. 1988 um fólkaháskúlar, landbúnaðarskúlar, húsarhaldsskúlar og eftirskúlar.

 

Norrøni Eftirskúlin var ein privatur sjálvsognarstovnur, rikin av Stuðulsfelagnum fyri Norrøna Eftirskúlan og fíggjaður við statsstuðli og næmingagjaldi. Føroya landsstýri hevur síðani 1989 latið skúlanum fíggjarligan stuðul, sum fyrstu árini var 260.000 kr., men lækkaði stuðulin fyrst í nítiárunum til 200.000 kr.

 

Skúlin flutti ikki til Føroya, men til Hygum, har undirvísingin helt fram til á heysti 1999, tá skúlin læt aftur, tí næmingatalið var so nógv lækkað, at fíggjarligt grundarlag var ikki at halda fram við virkseminum.

Árið eftir, 9. mai 2000, fingu vit so lóg um eftirskúla í Føroyum, men nú skjótt sjey ár seinni er framvegis eingin skúli settur á stovn.

Eftirskúlin er fyri sama aldursbólk, sum næmingar fólkaskúlans í 8. – 10. fl.

 

Talan er ikki bert um eina framhaldsdeild afturat, men um ein vistarskúla, ið samskipar undirvísing, frítíð, sosiala samveru, skyldur og arbeiðsuppgávur.

 

Næmingarnir eru burturav á skúlanum eitt langt tíðarskeið, teir læra at vera felags um nógv viðurskifti, mugu samstarva og hava fyrilit hvør fyri øðrum, samstundis sum teir hava ábyrgd av at klára seg sjálvar.

 

Ítøkilig ætlan um fyrsta eftirskúlan í Føroyum varð løgd fram á tíðindafundi 10. oktober 2006 umborð á Smyrli.

 

Eftirskúlin verður kallaður Atlantic Adventure Eftirskúlin. Hann skal liggja í Hvalba, og hann skal rúma 80 næmingum.

 

Umsóknin um at seta skúlan á stovn hevur verið til viðgerðar í Mentamálaráðnum síðani í okt. 2006.

 

Upplýst er Løgtinginum, at politisk støða verður tikin til málið, tá ið viðgerðin er liðug, men har hevur bert einans fundur verið um málið, síðan tað varð latið Mentamálaráðnum.

 

Parturin hjá landinum í eftirskúlanum fyri 2007 varð settur til at vera 7,5 milliónir krónur, men eingin játtan kom á fíggjarlógina fyri 2007, sum er tann seinasta veruliga fíggjarlógin, sum gjørd er fyri næsta løgtingsval.

 

Undir fíggjarlógarviðgerðini varð við aðru viðgerð skotið upp at játta 7,5 mió. kr. Tá hetta uppskotið fall, varð við triðju viðgerð skotið upp at játta 5 mió. kr. til at fara undir hendan harðliga tiltrongda skúla.

Hetta uppskotið fall tíverri eisini.

Stórur tørvur er á einum eftirskúla í Føroyum. Hagtøl vísa, at umleið 120 føroyskir skúlanæmingar  fara uttanlands á eftirskúla um árið.

 

Skúlin fer at líkjast eftirskúlum í grannalondum okkara. Tað merkir, at rúm verður fyri handaligu/kreativu lærugreinunum í størri mun enn í fólkaskúlanum.

 

Ætlanin er, at nýggi eftirskúlin skal rúma 80 næmingum. Hetta er fyrst og fremst ætlað sum eitt tilboð til næmingar í 10. flokki. Gongst sum stigtakararnir ætlað, verður skúlin klárur at taka í nýtslu í august í 2009.

 

Dettur málið niðurfyri nú, er stórur vandi fyri, at alt fellur niðurfyri, siga teir sjey borgarstjórarnir í kommununum  í Suðuroynni.

 

Teir mótmæltu, at eftirskúlin í Hvalba ikki var við í fíggjarlógini fyri 2007, og undir víðari fíggjarlógarviðgerðini heittu teir staðilig á landsstýrið um at taka skúlan við í fíggjarlógina.

 

Í málinum um eftirskúlan varð sagt, at tað var trupult at áseta neyvt, hvørjar fíggjarligar avleiðingar uppskotið hevði við sær.

 

Orsøkirnar eru, at tað eru so nógv ókend viðurskifti, sum hava ávirkan á fíggjarligu avleiðingarnar fyri land, kommunur og fólkaskúlan.

 

Serliga trupult er við nakrari vissu at siga, um ella hvussu stórt tal av eftirskúlum verður sett á stovn, og somuleiðis, hvussu nógvir næmingar fara á eftirskúla.

 

Hetta átti ikki at hildið okkum aftur í at fara undir tann fyrsta skúlan av slagnum, heldur tvørturímóti.

 

Sum nevnt fara umleið 100 næmingar árliga á danskar eftirskúlar. Hetta tal gevur ábending um, at grundarlag er fyri einum ella tveimum eftirskúlum. Áhugin hjá feløgum teirra brekaðu er eisini stórur fyri stovnseting av einum eftirskúla.

 

Landsstýrið ber eftir uppskotinum 70% av kostnaðinum av rakstrarútreiðslunum. Skúlarnir hava tørv á kostdeild og eftiransing alt samdøgrið og eru tí nógv dýrari at reka enn vanligir fólkaskúlar.

 

Tað er trupult við bert nøkulunda vissu at gera eina forsøgn yvir útreiðslurnar.

 

Virksemið hjá eftirskúlunum verður lutvíst fíggjað við stuðli, sum landsstýrismaðurin og kommunurnar útvega. Írestandi fígging skal útvegast við næmingagjaldi og/ella privatum stuðli.

 

Landskassans partur er:

  1. Til allar rakstrarútreiðslur, heruppií útreiðslur til løn til skúlaleiðara, lærarar og onnur starvsfólk, ljós og hita, leigu, viðlíkahald, undirvísingartilfar, trygging o.s.fr, verða latin í mesta lagi 70 % av kostnaðinum.

  2. Til keyp av húsum, bygging ella um- og uppíbygging av húsum til eftirskúla verða eftir landsstýrismansins góðkenning sum rentu- og avdráttarfrítt lán latin í mesta lagi 50 % av virðinum eftir virðismeting.

Til keyp av innbúgvi og undirvísingaramboðum eftir landsstýrismansins góðkenning verða latin í mesta lagi 50 % av kostnaðinum í stuðli.

 

Landsstýrið skal frammanundan góðkenna fíggjarætlanina, undirvísingarætlanina og skipan av øllum størvum, og tí hevur landsstýrið góðar møguleikar at hava eftirlit við gongdini.

 

Landsstýrisins stuðul verður í høvuðsheitum veittur samsvarandi stuðlinum til fólkaháskúlar. 70 % verða latin til allar vanligar rakstrarútreiðslur.

 

Til vanligt undirvísingartilfar sum t. d. bøkur, pappír verða latin 70%, meðan størri undirvísingaramboð fáa 50% í stuðli.

 

Kommunali stuðulin skal útroknast við grundarlagi í vanliga rakstrinum hjá tí einstøku kommununi, har næmingurin búði, áðrenn upptøkuna á skúlan.

 

1. viðgerð 21. mars 2007. Løgtingsmálini 1-8, 1-9, 1-10 og 1-11/2007 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 27. apríl 2007 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu hava vegna Tjóðveldisflokkin lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð 21. mars 2007 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17., 19., 24. og 26. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við nevndina fyri eftirskúlan í Hvalba og landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen) vísir á, at tað ber ikki til at byrja eina so stóra verkætlan við eini eykajáttan. Fortreytin er, at ein samlað ætlan verður gjørd, ið allir avvarðandi partar taka undir við, fyri síðani at leggja eina verkætlanarlóg fyri Løgtingið.

 

Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

 

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen og Kári P. Højgaard) vísir á, at landsstýrið hevur havt møguleikan at fyrireika og tikið støðu á fíggjarlógini 2007, tí ein samlað ætlan varð løgd fyri landsstýrið, áðrenn fíggjarlógin varð samtykt.

 

Minnilutin tekur undir við málinum, treytað av, at kommununar eisini seta av kr. 7,5 mió. í verandi fíggjarári. Undir hesum treytum mælir minnilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 30. apríl 2007. Málið fall 10-0-20. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.