79 Uppskot til samtyktar um at fyrireika fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
Ár 2007, 2. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
samtyktar um at fyrireika fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy
Løgtingið tekur undir við, at landsstýrismaðurin í vinnumálum fer undir samráðingar við privat felag ella feløg um at gera fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy og fast samband um Skálafjørðin og samsvarandi hesum leggur fram løgtingslógaruppskot, sum neyvari ásetir treytirnar.
Viðmerkingar til uppskotið
1. Orsøkin til, at uppskotið verður gjørt
Orsøkin til, at uppskotið verður gjørt, er, at landsstýrismaðurin ynskir at fáa politiska undirtøku fyri at fara undir fyrireikingar av fasta sambandinum millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy og millum eystara og vestara arm á Skálafjørðinum.
Av tí, at talan er um størstu einstøku verkætlan í Føroya søgu, og tí hetta verður høvuðsfarleiðin millum høvuðsstaðarøkið, Skálafjørðin, bygdirnar eystanfyri Gøtueiði og Norðoyggjar, hevur tað serliga stóran týdning, hvussu Løgtingið velur at fremja hesa verkætlan.
Endamálið við hesum uppskoti er sostatt eisini at geva Løgtinginum høvi at kjakast um, hvussu verkætlanin best verður framd í verki.
Privata felagið P/F Skálafjarðartunnilin hevur gjørt forkanningar av verkætlanini, og hevur í januar 2007 søkt Vinnumálaráðið um konsessjón til at gera fast samband millum Suðurstreymoy og Tórshavn og tvørtur um Skálafjørðin. Áðrenn landsstýrismaðurin fær svarað umsóknini frá privata partafelagnum, má løgtingslóg taka støðu til, hvussu verkætlanin skal fremjast í verki.
Eftir uppskotinum verður farið undir samráðingar við privat felag um treytirnar fyri, at felagið kann fáa loyvi (konsessjón) til at gera og reka tunnilin. Politiska viðgerðin í samgonguni hevur víst, at flokkarnir ynskja eina privata loysn, og tað tykist, sum ynski hevur verið um at fara í samráðingar við P/F Skálafjarðartunnilin, sum Kaupthing og Føroya Lívstrygging eiga.
Í løtuni er tað bert P/F Skálafjarðartunnilin, sum hevur søkt um konsessjón, men Eik Banki, Føroya Banki og TF Holding hava í februar mánaði í brævi til Vinnumálaráðið boðað frá, at feløgini meta seg vera før fyri at standa fyri hesari verkætlanini og vænta, at konsessjónin verður boðin út.
Ein fortreyt fyri at kunna bjóða konsessjónina út er, at landið ræður yvir úrslitinum frá forkanningunum, so tað ber til at gera útbjóðingartilfar. Í hesum føri hevur P/F Skálafjarðartunnilin tó gjørt forkanningarnar, so um landið ikki keypir forkanningarnar frá felagnum ella ger sínar egnu forkanningar, er í løtuni bara eitt felag, sum tað ber til at fara í realitetssamráðingar við.
2. Um verkætlanina
Fasta sambandið
Verkætlanin fevnir um at fáa til vega fast samband millum Skálafjørðin og Tórshavn og fast samband tvørtur um Skálafjørðin. Ymiskir hættir eru at røkka hesum endamáli. Tá tað snýr seg um fasta sambandið millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy, eru ikki aðrir møguleikar viðgjørdir enn undirsjóvartunnil. Streymoyarmegin liggur tunnilsinntakið nokk so fast (nærhendis Sundi), meðan tað enn ikki er avgjørt, hvar tunnilsinntakið skal verða Skálafjarðarmegin. Teir møguleikar, sum eru viðgjørdir higartil, eru á Lághálsi á vestara armi, við Toftavatn á eystara armi ella ein rundkoyring í undirsjóvartunlinum við íbindingum til bæði tey nevndu støðini.
Tá tað snýr seg um sambandið upp á tvørs av Skálafjørðinum, eru tveir ymiskir møguleikar: brúgv ella undirsjóvartunnil. Um nevnda loysnin við rundkoyring í undirsjóvartunlinum verður vald, verður hetta samstundis sambandið millum eystara og vestara armin.
Farið verður ikki í smálutir við linjuføringina nú, tí Løgtingið fær høvi at kjakast um linjuføringina, tá sjálv verklagslógin verður løgd fyri Løgtingið seinni í ár.
Alt eftir, hvør loysn verður vald, verður samlaði kostnaðurin av verkætlanini væntandi millum 750 og 950 mió. kr.
Verkætlanin kann við rættiliga stórari vissu fíggjast 100% við inntøkum frá nýtslugjøldum, eisini við einum lutfalsliga lágum nýtslugjaldi.
Samfelagsbúskaparliga er fasta sambandið helst besta einstaka íløga innan infrakervið, sum tað ber til at fremja í dag. Kostnað-nyttu kanningar vísa, at sjálvt við nýtslugjøldum gevur íløgan eitt nyttuvirði fyri samfelagið, sum kann metast javnt við uml. 2-2,5 milliardir kr. í nútíðarvirði, roknað yvir 30 ár. Talan er bæði um sparda tíð og brennievni, færri ferðsluóhapp og minni slit á vegirnar og akførini.
Avleiddar verkætlanir
Sjálvan tunnilin og íbindingarvegirnar er ætlanin, at partafelag skal standa fyri, og hetta ávirkar tí ikki útreiðslurnar hjá landskassanum. Hinvegin verður neyðugt at framskunda gerð av tunlinum Kambsdali/Gøtudali-Skálabotni ella vegagerð omanfyri bygdirnar á eystara armi á Skálafjørðinum.
Hvørja av hesum verkætlanum, neyðugt verður at framskunda, er treytað av, hvussu linjuføringin verður. Kemur fasta sambandið millum Skálafjørðin og høvuðsstaðarøkið upp á eystara armi á Skálafjørðinum, verður neyðugt at framskunda ein veg omanfyri bygdirnar á eystara armi og omanfyri Gøtugjógv. Verandi veganet á eystara armi er als ikki egnað at bera so nógva gjøgnumkoyrandi ferðslu, sum væntast kann, um hetta verður høvuðsfarleiðin.
Kemur fasta sambandið millum Skálafjørðin og Tórshavn hinvegin upp á vestara armi á Skálafjørðinum, verður neyðugt at framskunda verkætlanina at gera tunnil millum Kambsdal/Gøtudal og Skálabotn. Verður hetta ikki gjørt, er stórur vandi fyri, at ferðslan, sum kemur norðanífrá til rundkoyringina við Skipanes, velur at fara eftir eystara armi og so yvir um komandi fasta sambandið tvørtur um fjørðin, tí tað verður styttri strekki at koyra í mun til at koyra til Skálabotn og út eftir vegnum á vestara armi.
Vísir tað seg, at tað er gjørligt at gera rundkoyring í undirsjóvartunlinum við einari íbinding til hvønn arm á Skálafjørðinum, má í minsta lagi onnur av nevndu verkætlanum fremjast.
Ein tunnil Kambsdal/Gøtudal - Millum Fjarða verður mettur at kosta uml. 160-180 mió. kr., meðan ein vegur omanfyri bygdirnar á eystara armi verður mettur til uml. 180-200 mió. kr.
Ætlanin er eisini at leggja vegin út um bygt øki í Skálabotni, men hetta hevði verið gjørt undir øllum umstøðum og verður tí væntandi ikki ávirkað av komandi fasta sambandinum.
Umframt hesar vegagerðir, so er nýggjur innkoyringarvegur til Tórshavnar týdningarmikil fyri verkætlanina, og er hesin í gerð.
3. Møguleikar at skipa verkætlanina
Fleiri ymiskir møguleikar eru at skipa verkætlanina. Skal tað almenna standa fyri arbeiðinum, eru tveir høvuðsmøguleikar:
a) Alment partafelag
b) Játtan á fíggjarlógini
Skal tað privata standa fyri arbeiðinum, eru aftur tveir høvuðsmøguleikar:
c) Konsessjónin verður bjóðað út millum privat feløg
d) Konsessjónin verður latin ávísum privatum felagi
Til a) Alment partafelag
Hesin leisturin er kendur frá Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Einasti munurin er, at í hesum føri hevði tað borið til at fíggja alla verkætlanina við inntøkunum frá nýtslugjøldum. Hinvegin krevja lángevarar ofta nakað av trygd fyri lántøkum, t.d. sum eginpeningur.
Ein háttur at sloppið undan at játta pening á fíggjarlógini til eginpening kundi verið at lagt bæði tunnilsfeløgini saman í eitt felag, og so latið samanlagda felagið staðið fyri arbeiðinum at gjørt nýggju undirsjóvartunlarnar. Lánveitarar kundu so fingið trygd í eginpeninginum í samanlagda tunnilsfelagnum saman við tí “fría” cash-flowinum í felagnum. Hetta merkir ikki, at inntøkur frá Vága- og Norðoyatunlinum skulu nýtast til at gjalda fasta sambandið undir Tangafirði, bert at lánveitarar fáa trygd fyri lántøkuni í samanlagda felagnum. Hesin møguleiki má tó kannast nærri, áðrenn tað ber til at siga við vissu, um lángevari hevði kunnað góðtikið hesa trygdina.
Til b) Játtan á fíggjarlógini
Hetta er vanligi hátturin at skipa verkætlanir innan vega- og havnaøkið. Peningurin verður játtaður beinleiðis á fíggjarlógini, og Landsverk skipar fyri at bjóða verkætlanina út millum privatar arbeiðstakarar. Tunnilin verður ókeypis at nýta hjá teimum ferðandi.
Til c) Konsessjón, bjóðað út millum privat feløg
Í hesum myndli verður konsessjónin bjóðað út millum áhugað feløg, og síðani verður farið í samráðingar um at gera sáttmála um verkætlanina við tann, sum samanlagt hevur besta tilboðið.
Kappingin um konsessjónina tryggjar m.a., at forrentingin av eginpeninginum ikki er óneyðuga høg. Hesin myndil kann eins og myndil d) skipast á ymiskan hátt, eitt nú við einum Build-Own-Operate-Transfer modelli (BOOT) (sí eisini hjálagda notat frá Sund & Bælt Partners).
Til d) Konsessjón verður latin ávísum felagi
Í hesum myndli verður farið í samráðingar við eitt ávíst felag um, hvørjar konsessjónstreytirnar skulu vera. Um nøktandi úrslit spyrst burturúr samráðingunum, verður sáttmáli gjørdur um verkætlanina, tá Løgtingið hevur givið sítt samtykki.
4. Meting um loysnirnar
Fyrimunir og vansar eru við øllum nevndu loysnunum.
Fyrimunurin við at fíggja verkætlanina við játtan á fíggjarlógini er, at samfelagsbúskaparliga úrslitið av verkætlanini verður betri, tí fasta sambandið verður nýtt meira, um einki nýtslugjald er. Hinvegin fer hetta at krevja eina stóra játtan á fíggjarlógini í fleiri fylgjandi ár, og sera avmarkað rúm verður til at fremja aðrar íløgur. Tað er tí ivasamt, um politisk undirtøka hevði verið fyri einari slíkari loysn.
Ein meira sannlíkur møguleiki er at lata alment partafelag standa fyri verkætlanini. Fyrimunurin við hesum modelli í mun til eina privata loysn er, at nýtslugjaldið kann vera lægri, enn um privat felag stendur fyri verkætlanini, tí tað almenna skal ikki forrenta eginpeningin á sama hátt, sum ein privatur íleggjari. (Sí eisini fíggjarligu avleiðingarnar í kap. 2). Harumframt er tað ein fyrimunur, at tað er lættari at gera broytingar í verkætlanini, um tørvur er á hesum í framtíðini, og harumframt hevði tað sannlíkt ikki verið neyðugt við játtan á fíggjarlógini. Hetta seinasta mugu nærri kanningar tó staðfesta.
Vansin við at lata alment partafelag standa fyri hesari loysnini er, at tað við undirsjóvartunlinum altíð er ein vandi fyri, at arbeiðið ikki gongst sum ætlað, t.d. orsakað av óvæntaðum jarðfrøðiligum trupulleikum. Um tað ringasta skuldi hent, at arbeiðið ikki kann halda fram, skal byggilánið tó framvegis gjaldast aftur til lánveitararnar. Um almenna felagið ikki klárar at fíggja hetta, kann tað føra við sær, at landskassin noyðist at gjalda, hóast lánveitarin einki formligt krav hevur mótvegis landskassanum. Vandin fyri, at arbeiðið steðgar upp, er tó rættiliga lítil, um forkanningarnar eru gjørdar til lítar. Um stórir óvæntaðir trupulleikar stinga seg upp, hevur hetta sum oftast ta avleiðing, at útreiðslurnar verða nakað hægri, enn ásett í fíggjarætlanini. Harumframt er eisini tann váðin, at ferðslan gjøgnum tunnilin ikki verður so nógv, sum væntað varð áðrenn. Skuldi tað víst seg, at verkætlanin verður dýrari enn ætlað, ella at ferðslan verður minni enn væntað, hevði tað tó borið til hjá einum almennum felagi at hækka bummpengaprísin, fyri at fáa neyðugu inntøkurnar til vega. Tað er tó sjálvandi eitt ovara mark fyri, hvussu nógv tað ber til at hækka nýtslugjaldið, áðrenn bilførarar heldur høvdu valt sambandið um brúnna um Streymin.
Fyrimunurin við at bjóða verklagið út millum privat feløg er, sum nevnt omanfyri, at tað almenna sleppur undan at taka upp á seg váðan fyri, at verkætlanin ikki kann gjøgnumførast sum ætlað, og kappingin millum feløgini um konsessjónina tryggjar, at kravda forrentingin verður so lág, sum til ber. Henda fyrimunin fær landið tó ikki ókeypis. Eitt privat felag fer at krevja eina hægri forrenting fyri at taka henda váðan upp á seg, og førir hetta til eitt hægri nýtslugjald. Hóast váðin við verkætlanini helst er lítil, skal nýtslugjaldið eisini bera eina forrenting av eginpeninginum.
Tað má tó roknast við, at eitt privat felag má gjalda nakað meira í rentu enn eitt alment felag, og førir hetta saman við forrentingskravinum sannlíkt til hægri bummpengaprísir, enn um alment felag stóð fyri verkætlanini.
Fyrimunurin við at fara í samráðingar við eitt ávíst privat felag uttan kapping er, at felagið í hesum føri hevur gjørt forkanningar, og tí kann fara í gongd eitt sindur skjótari, enn um samráðingar fyrst skulu verða um keyp av forkanningartilfari, og verkætlanin so skal bjóðast út. Vansin við samráðingarloysnini uttan kapping er, at tað ikki ber til at siga, um eitt annað felag hevði verið til reiðar at framt verkætlanina við einari lægri forrenting, og harvið lægri nýtslugjaldi. Tá eingin kapping er um konsessjónina, er sannlíkt, at kravda forrentingin er hægri, enn um kapping hevði verið um konsessjónina.
Í talvuni niðanfyri verður tikið samanum metingina av loysnunum í mun til ymisk metingarstøði.
|
Fíggjarlóg |
Alment P/F |
Privat - útbjóðing |
Privat - samráðing |
Samfelagsbúskaparligt úrslit |
●●●●● |
●●●● |
●●● |
●●(●) |
Lágt nýtslugjald |
●●●●● |
●●●● |
●●● |
●●(●) |
Lítil játtan á fíggjarlógini |
● |
●●●● |
●●●● |
●●●● |
Tað almenna sleppa undan váða |
●●● |
●●●● |
●●●●● |
●●●●● |
Lætt at gera broytingar eftir tørvi |
●●●●● |
●●●● |
●● |
●● |
Skjótt at fremja verkætlanina |
●●● |
●●●● |
●●●● |
●●●●● |
5. Konsessjónstreytir
Verður avgerð tikin um at lata konsessjónina til privat felag, mugu serligar konsessjónstreytir setast. Tær treytir, sum vanliga verða settar í konsessjónsavtaluni, eru hesar:
Aðrar treytir kunnu setast, um tað er viðkomandi.
6. Ummæli
Uppskotið hevur ikki verið til ummælis.
Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum
Fíggjarligar avleiðingar
A. Fyri landið
Hetta uppskotið hevur bert smávegis fíggjarligar avleiðingar við sær fyri landsmyndugleikarnar. Hesar útreiðslur eru tengdar at ráðgevatænastum, serliga í sambandi við konsessjónstreytirnar, sum skulu setast.
Seinni kunnu tó verða týðandi útreiðslur, tí íløgur í infrakervið mugu framskundast, sí 2. petti í kap. 1 í almennu viðmerkingunum. Kostnaðurin av hesum verður uml. 180 mió. kr. Harafturat má væntast, at bensin- og dieselnýtslan minkar, og landið fær tí færri inntøkur frá hesum gjøldum. Hinvegin fær landið væntandi inntøkur frá partafelagsskatti, sum felagið skal gjalda.
Samfelagsbúskaparligu avleiðingarnar av at lata eitt privat felag standa fyri verkætlanini eru tó sannlíkt negativar í mun til støðuna, har eitt alment partafelag stendur fyri verkætlanini. Eitt privat felag krevur eina forrenting av eginpeninginum, sum væntandi er uml. 15% p.a., og í øllum førum ikki minni enn 10%. Hetta er peningur, sum kundi verið nýttur til at fíggja avleiddar íløgur við, ella til at lækka bummpengaprísin, um tað var eitt alment felag, sum stóð fyri verkætlanini. Skoytast kann uppí, at ráðgevingarfyritøkan Sund & Bælt Partners rokna við einum forrentingskravi uppá 15-18% p.a. fyri slíkar íløgur, skal privat felag taka váðan uppá seg (sí eisini hjálagt skjal).
Hinvegin verður ofta hildið, at eitt privat felag kann vera meira effektivt enn eitt alment felag, og privata felagið tekur harafturat ein ávísan váða upp á seg, sum tað almenna sleppur undan. At sleppa undan hesum váða hjá tí almenna, er tó ikki ókeypis, tí felagið, sum sagt, skal hava uml. 15% forrenting av eginpeninginum, sum væntandi er uml. 200 mió. kr. í útgangsstøðinum.
B. Fyri kommunurnar
Hetta uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar. Um Løgtingið seinni samtykkir, at farast skal undir verkætlanina, verða væntandi positivar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar, bæði tí meira virksemi verður, meðan tunnilin er í gerð, og tí meira dynamikkur verður í økinum, tá fasta sambandið er liðugt.
C. Fyri vinnuna
Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna. Um Løgtingið seinni samtykkir, at farast skal undir verkætlanina, verða væntandi positivar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna, serliga byggivinnuna. Tá tunnilin er liðugur, verða eisini positivar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna sum heild, bæði tí meira dynamikkur verður í økjunum, og tí tíð og brennievni verða spard í mun til í dag.
Umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur við sær, at Vinnumálaráðið og Landsverk mugu brúka umsitingarliga orku uppá at samráðast við privat felag um konsessjónstreytir.
Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar. Samtykkir Løgtingið seinni at fara undir verkætlanina, hevur verkætlanin væntandi positivar umhvørvisavleiðingar, tí farleiðin millum Suðurstreymoy og Skálafjørðin, eins og millum eystara og vestara arm á fjørðinum, verður munandi stytt.
Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum
Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum. Samtykkir Løgtingið seinni at fara undir verkætlanina, hevur hon positivar avleiðingar fyri alt landið, men kanska serliga fyri Skálafjørðin og Tórshavn.
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur
Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.
Sosialar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.
Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar
|
Fyri landið/ landsmyndug-leikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar |
|
|
|
Nei |
|
Hjáløgd skjøl:
Notat og fíggjarligar útrokningar frá Sund & Bælt Partner.
1. viðgerð 23. mars 2007. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 27. apríl 2007 legði fram soljóðandi
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt uppskotið fram 2. mars 2007. Eftir 1. viðgerð 23. mars er tað beint í vinnunevndina.
Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundum 12., 18., 19. og 26. apríl 2007. Nevndin hevur havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum og embætisfólk, umboð fyri Eik, umboð fyri Føroya Banka, umboð fyri TF-Holding, umboð fyri Kaupting Banka, umboð fyri P/F Skálafjarðartunnilin, Malenu Thomsen, bygdarráðsformann á Strondum, Rodmund Nielsen og Regin Jacobsen.
Ein meiriluti í nevndini er av tí áskoðan, at rættast er, at landsstýrismaðurin fyrst tekur upp samráðingar við stigtakarnar til verkætlanina um Skálafjarðartunnilin.
Stigtakararnir til verkætlanina er privat felag, og tí leggur meirilutin dent á, at landskassin er leysur av øllum váða, sum stendst av verkætlanini. Tí sum øllum kunnugt, so fer landskassin framhaldandi at bera kostnaðin av verandi vegakervi millum Suðurstreymoy og Skálafjørðin.
Í hesum sambandi leggur meirilutin dent á, at felagið sjálvt stendur fyri og ber kostnaðin av tí íbinding í landsvegakervið, sum neyðugt er at gera.
Bera samráðingar við stigtakararnar ikki á mál, má landsstýrismaðurin aftur til Løgtingið fyri at fáa fíggjarliga heimild til gera útbjóðingartilfar klárt til útbjóðing av konsessjónini. Kostnaður av at fyrireika útbjóðingartilfar skal leggjast afturat verkætlanini.
Út frá omanfyri standandi viðmerkingum setir meirilutin (Henrik Old, Johan Dahl, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) fram soljóðandi:
b r o y t i n g a r u p p s k o t
Samtyktin verður orðað soleiðis:
“Løgtingið tekur undir við, at landsstýrismaðurin í vinnumálum fer undir samráðingar við privat felag um at gera fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy og fast samband um Skálafjørðin og samsvarandi hesum leggur fram løgtingslógaruppskot, sum neyvari ásetir treytirnar.”
Minnilutin (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) mælir Løgtinginum til at taka undir við uppskotinum, tó við tí broyting í sjálvari samtyktini, at valmøguleikin ímillum felag ella feløg verður broytt. Okkara tilmæli er, at samtyktin verður soljóðandi: “Løgtingið tekur undir við, at landsstýrismaðurin í vinnumálum fer undir samráðingar við privat feløg, um at gera fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy og fast samband um Skálafjørðin, og samsvarandi hesum leggur fram løgtingslógaruppskot, sum neyvari ásetir treytirnar.”
Hugskotið um at gera undirsjóvartunnil undir Tangafirði er gamalt. Tó hevur eingin gjørt nakað við tað, fyrrenn fyrireikingarbólkurin, sum er upprunin til, at málið nú er komið í tingið, fór undir at gera málið meira ítøkiligt. Bólkurin hevur gjørt eitt stórt og gott arbeiði, og er í heila taki atvoldin til, at politiska skipanin nú kann taka støðu til málið yvirhøvur. Hvørki Landsverk ella landsstýrismaðurin eiga minsta lutin í hesi verkætlan higartil. Landsverk hevur tó gjørt okkurt hissini ummæli av verkætlanini, har stovnurin m.a. hevur tilmælt eina brúgv um Saltnesgrynnuna og staðfest, at rundkoyring ikki skal vera møgulig í einum undirsjóvartunli. Nú er tað ikki okkara leiklutur at geva ráð, góð ella verri, tað røkkur kompetansan als ikki til, men hesi ráðini frá Landsverki kunna í hvussu er ikki brúkast til nakað sum helst. Brúgvin skilir borgararnar í norðara endanum av verkætlanini meira, enn hon sameinir, og er tað á nakran hátt praktiskt møguligt, er rundkoyringin undir havsins botni besta loysnin fyri allar partar
Hví, landsstýrismaðurin í vinnumálum leggur málið fyri tingið, er ikki greitt. Helst er ætlan hansara at leggja alla ábyrgd frá sær í málinum, og tað er eingin ivingur um, at samgongan, sum nú situr, fer at geva honum hendan blanko kekkin, samstundis sum hon frátekur honum ábyrgdina, bara soleiðis kunnu signalini frá nevndarviðgerðini skiljast.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur tó, sum skrivað, einki annað havt við hetta málið at gera enn tað, at Pf. Skálafjarðartunnilin í januar mánaði 2007 hevur søkt Vinnumálaráðið um konsessjón til at gera fast samband millum Suðurstreymoy og Tórshavn og tvørtur um Skálafjørðin.
Upprunaligi fyrireikingarbólkurin er ikki partur av málinum longur. Fíggjarstovnarnir Kaupthing og Føroya Lívstrygging eiga allan partapeningin í Pf. Skálafjarðartunlinum, sum nú er. Felagið ætlar, at almenni myndugleikin, sum onkursvegna varðar av allari gerð av undirstøðukervi í landinum, letur teimum konsessjónina, og má hetta metast sum, at felagið heldur, at best er, um alt kappingarelement og allar marknaðarmekanismur skula suspenderast í hesum eina førinum. Í Føroya størstu íløgu nakrantíð.
Aðrir áhugaðir partar hava verið í nevndini til hoyringar. Eitt samtak av føroysku fíggjarfeløgunum, Føroya Banki, TF Holding og Eik Banki, gjørdi nevndini greitt, at samtakið var áhugað at vera við í kappbjóðing, um hetta gjørdist møguligt. Sum skilst høvdu teir verið inni í myndini, tá ið málið varð sett á lunnar, men av ymsum orsøkum, kendum og ókendum, høvdu teir tikið seg úr aftur málinum í fyrstu syftu.
Fýra møguleikar verða nevndir í viðmerkingunum til uppskotið. A) alment partafelag, b) játtan á fíggjarlógini, c) konsessjónin verður bjóðað út millum privat feløg og d) konsessjónin verður latin ávísum privatum felagi.
Soleiðis, sum raðfestingarnar eftir øllum at døma verða frameftir í menning av føroyskum undirstøðukervi, er lítið væntandi, at hendan farleiðin verður veruleiki tey næstu tjúgu árini, um so er, at fasthildið verður, at hon er partur av almennari raðfesting, har ið alment fæ skal nýtast til at gjalda íløguna við. Tí eru møguleikarnir a) og b) ikki serliga realistiskir í núverandi støðu. Politiska skipanin verður ikki gearað til hesa avgerðina tey nógvu næstu árini, hóast hetta hevði verið skilabesta loysnin, eisini fíggjar- & búskaparliga.
Sum støðan er, eru bara møguleikarnir c) og d) møguligir í løtuni. Tað hevur við sær, at privat felag skal gera íløguna, og til tað krevst ein konsessjón frá almennu myndugleikunum. Sjálvt um vit vita, at intiativið er komið frá lokala høpinum kring Skálafjørðin og nú er kapitaliserað av Lív og Kaupthing í partafelagnum, so eigur politiska skipanin ongantíð at loyva kappingarelementinum og marknaðarmekanismunum at verða slúsað úr eini verkætlan, tað veri seg lítil ella stór. Modernaða samfelagið hongur saman av hesum fyribrigdunum, dynamikki og initiativi, og at gera so trivalig undantøk frá aðalregluni í marknaðarbúskapinum, sum ætlanin nú tykist vera, er ein deyðsynd mótvegis framtíðini - í hesum førinum serliga mótvegis byggivinnuni og fíggjarkervinum.
Umsitingin hjá landsstýrismanninum frámælti við stórum og sera álvarsligum orðum, at farið varð undir at lata einum felag konsessjónina. Hetta var í stríð við alla sømuliga siðvenju og við tær ætlanir, eitt sokallað nýmótans og framkomið samfelag eigur at seta sær í strembanini frameftir.
Menningin av undirstøðukervinum í Føroyum hevur verið ein almenn uppgáva. Hendan verkætlanin er undantakið, sjálvandi, tí hetta er einasta farleiðin, sum kann væntast at hava ein frekvens, ið ger íløguna áhugaverda fyri privatar íleggjarar. Sjálvt um vit helst sóu, at tær almennu Føroyar gjørdu hendan tunnilin/tunlarnar, so ásannar minnilutin, at hetta sambandið er til gagns fyri Føroyar, samstundis sum vit viðurkenna, at politiska skipanin ikki fer at raðfesta hesa íløguna í mong ár frameftir.
Tí tekur minnilutin undir við, at landsstýrimaðurin í vinnumálum fer undir samráðingar við privat feløg um fasta sambandið millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy og tvørtur um Skálafjørðin. Hetta merkir, at konsessjónin skal bjóðast út á fría marknaðinum. At seta tær liberalu kreftirnar út av spælinum í so stórari verkætlan í 2007, og fara aftur til eina reindyrkaða sovjet skipan, eftir tilmæli frá einum fólkaflokslandsstýrismanni, má metast at vera óðamannaverk. Hesa roynd at førka landið aftur í handilsliga miðøld eigur tingið at steðga, tá ið málið kemur til atkvøðugreiðslu. Ein skeiv avgerð í hesum málinum verður ráðandi fyridømi fyri so mangar aðrar verkætlanir í tíðini, sum kemur.
Til endans ger minnilutin vart við, at líkamikið, hvussu leikur fer í hesum máli, so eigur landsstýrismaðurin at tryggja sær, nú valið stendur ímillum møguleikarnar c) og d), at landskassin undir ongum umstøðum gerst fíggjarligur partur av hesi verkætlan, fyrrenn sambandið ímillum Skálafjørðin og høvuðsstaðin verður latin landinum fyri einki, eftir at handilin hjá konsessjónsshavaranum er komin á mál.
Minnilutin setir tí fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
Samtyktin verður orðað soleiðis:
“Løgtingið tekur undir við, at landsstýrismaðurin í vinnumálum fer undir samráðingar við privat feløg um at gera fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy og fast samband um Skálafjørðin og samsvarandi hesum leggur fram løgtingslógaruppskot, sum neyvari ásetir treytirnar.”
2. viðgerð 30. apríl 2007. Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, til uppskot til samtyktar fall 8-0-22. Broytingaruppskot frá meirlutanum í vinnunevndini, Henrik Old, Johan Dahl, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg, til uppskot til samtyktar samtykt 22-8-0. Málið avgreitt.