83 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 2. mars, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 11 frá 13. desember 2006, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)   § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:

”Í býarskipanarnevndini sita 5 limir, valdir soleiðis: Landsstýrismaðurin velur 3 limir í nevndina, harímillum formannin, sum skal vera løgfrøðingur. 2 limir skulu vera byggikønir, harav Føroya Kommunufelag velur 1 og Kommunusamskipan Føroya 1.”

 

2)   Í § 2 verður sum stk. 2 sett:

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann biðja býarskipanarnevndina um ummæli í sambandi við viðgerðina av uppskotum til  býarskipanir og byggisamtyktir og broytingar í hesum. Landsstýrismaðurin ger starvsskipan fyri býarskipanarnevndina, har m.a. starvsøkið hjá nevndini verður nágreinað.”

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Býarskipanarlógin hevur mong ár á baki, og ásannast má, at tørvur er á at endurskoða lógarøkið í síni heild. Ein slík endurskoðan er tó eitt størri arbeiði, ið krevur nógva arbeiðsorku og drúgva fyrireiking. Ætlanin er at fara undir hesa endurskoðan í næstum og at tengja arbeiðið saman við arbeiðnum at gera eina lendislóg, sum ætlanin er at byrja at fyrireika í ár.

 

Ætlaðu broytingarnar í hesum uppskoti snúgva seg sostatt bara um býarskipanarnevndina. Hesar broytingarnar hava verið eftirlýstar leingi og eru einfaldar og av tekniskum slag.

 

Sambært býarskipanarlógini er sett ein býarskipanarnevnd. Nevndin er ein faklig nevnd, sum m.a. skal góðkenna, um landsstýrismaðurin ætlar at áleggja eini kommunu at útvega byggisamtykt fyri kommununa ella part av henni ella at gera broytingar í byggisamtyktini. Týdningarmiklasta uppgávan hjá nevndini, ið er at ummæla uppskot til býarskipanir og byggisamtyktir, sæst tó ikki av lógini.

 

Býarskipanarnevndin er mannað við 7 limum, sum eru valdir soleiðis: Landsstýrismaðurin í innlendismálum velur 4, harímillum formannin, sum skal vera løgfrøðingur. 3 limir skulu vera byggikønir, harav Føroya Kommunufelag velur 2 og Tórshavnar kommuna 1.

 

Kommunusamskipan Føroya, ið er felagið hjá Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Fuglafjarðar, Tvøroyrar og Vágs kommunum, og sum umboðar flestu íbúgvarnar í landinum, hevur einki umboð í býarskipanarnevndini.

 

Ætlanin er at broyta samansetingina av býarskipanarnevndini á tann hátt, at Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag verða umboðað við hvør sínum limi í býarskipanarnevndini.

 

Býarskipanarnevndin varð seinast vald í juli 2003. Hóast lógarbroytingin væntandi kemur í gildi, áðrenn 4-ára skeiðið er lokið í juli 2007, verður ikki mett, at neyðugt er við eini skiftisreglu, har ásett verður, at sitandi nevnd skal veljast av nýggjum aftan á lógarbroytingina, t.e. áðrenn skeiðið er farið. Broytingin av nevndarsamansetingini  fær sostatt virknað frá komandi skeiði.

 

Samanumtøka

Broytingarnar, ið uppskotið hevur við sær, eru samanumtikið hesar:

 

 

Ítøkiliga uppskotið er grundað á tað broytingaruppskot, ið varð sent til ummælis hjá býarskipanarnevndini og kommunufeløgunum við skrivi frá 11. apríl 2005. Tað uppskotið hevur verið til hoyringar hjá býarskipanarnevndini, Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya, og eru innkomnu viðmerkingarnar viðlagdar sum fylgiskjal 1-3. 

 

Ummæli

Føroya Kommunufelag tók ikki undir við uppskotinum viðvíkjandi umboðan í býarskipanarnevndini, og felagið skjeyt upp, at Tórshavnar kommuna misti sítt umboð, tí tað átti at verið nóg mikið, um kommunan varð umboðað av tí kommunufelagsskapi, kommunan er limur í.

 

Kommunusamskipan Føroya tók sum heild undir við uppskotinum, tí broytingarnar vórðu mettar at vera skilagóðar og tiltrongdar. Felagið mælti harumframt til, at revsireglurnar í lógini verða broyttar og nágreinaðar.

 

Býarskipanarnevndin vísti m.a. á, at tørvur er á starvsskipan fyri arbeiðið hjá nevndini, eins og nevndin vísir á, at normar innan byggi- og planøkið vanta.

 

Viðmerkingarnar frá Føroya Kommunufelag eru lutvíst tiknar til eftirtektar, við tað at kommunufeløgini verða javnsett, og Tórshavnar kommuna ikki verður umboðað serskilt. Hetta er grundað á, at allar kommunur mugu metast at fáa síni áhugamál røkt, hava tey bæði kommunufeløgini javnbjóðis umboðan í nevndini.

 

Ásannast má, at revsireglurnar, eins og Kommunusamskipan Føroya vísir á, hava tørv á at verða endurskoðaðar. Hetta er kortini ikki tikið við í sambandi við hesa minnu broytingina viðvíkjandi býarskipanarnevndini, tí hetta meira hóskandi kann verða tikið upp, tá býarskipanarøkið sum heild verður endurskoðað í sambandi við gerð av einari lendislóg.

 

Orsakað av viðmerkingunum frá býarskipanarnevndini er í uppskotinum til § 2, stk. 2 eisini ásett, at starvsskipan verður gjørd fyri nevndina, har m.a. starvsøkið hjá nevndini verður nágreinað. 

 

Í mun til uppskotið, ið hevur verið til hoyringar, er hetta uppskotið sostatt broytt soleiðis, at reglurnar um kærur í byggi- og býarskipanarmálum eru tiknar úr uppskotinum. Ongar kærureglur hava verið í býarskipanarlógini, og uppskotið, ið varð sent til hoyringar 30. mars 2005, ásetti tí reglur um hesi viðurskifti. Av tí at býarskipanarlógin varð broytt við løgtingslóg nr. 111 frá 13. desember 2006 um broyting í ymiskum løgtings- og ríkislógum í sambandi við kærunevndina í lendismálum, og ein § 10a um kærur tá varð sett í lógina, er henda broyting nú óneyðug og tískil strikað. Eisini er uppskotið broytt á tann hátt, at nú verður skotið upp, at býarskipanarnevndin verður ein 5-manna nevnd, har landsstýrismaðurin velur 3 limir og kommunufeløgini velja hvør sín. Eftir hesum uppskotinum verður Tórshavnar kommuna sostatt ikki umboðað serskilt, men óbeinleiðis umvegis sítt kommunufelag. 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Tá lógarbroytingarnar í mesta mun einans snúgva seg um at lógfesta tær mannagongdir, ið hava verið nýttar í áravís, og hóast Tórshavnar kommuna missir sítt umboð, og Føroya Kommunufelag missir annað av umboðum sínum í býarskipanarnevndini, verður mett, at uppskotið ikki hevur stórvegis fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar við sær fyri land ella kommunur. Við tað, at talið av nevndarlimum verður minkað úr 7 niður í 5, kann hetta tó hava við sær ávísa minni sparing í fundarsamsýningum. Lógaruppskotið hevur heldur ikki avleiðingar fyri vinnuna, umhvørvið, samfelagsbólkar, felagsskapir, eins og eingir millumtjóða sáttmálar eru á økinum, sum uppskotið fevnir um, og sum heimastýrið hevur skyldu at fylgja.

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

 

 

Nei

 

 

 

  

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Til nr. 1

Við lógarbroytingini fær Kommunusamskipan Føroya eitt umboð í býarskipanarnevndina, og Tórshavnar kommuna er ikki longur umboðað serskilt, eins og landsstýrismaðurin ikki longur skal velja 4 men 3 limir í nevndina. Føroya Kommunufelag fær 1 lim í mun til verandi 2.

 

Til nr. 2

Við lógarbroytingini verður staðfest, at býarskipanarnevndin hevur sum uppgávu at ummæla uppskot til býarskipanir og byggisamtyktir, sum landsstýrismaðurin viðger sum góðkennandi myndugleiki.

 

Hóast ummælisrætturin verður lógarfestur, so snýr tað seg framvegis um vegleiðandi faklig ummæli, ið landsstýrismaðurin ikki er bundin av.

 

Ásetingin um, at landsstýrismaðurin ger starvsskipan fyri býarskipanarnevndina er, tikin við eftir áheitan frá býarskipanarnevndini, soleiðis at m.a. starvsøkið hjá nevndini kann verða nágreinað og leiklutur nevndarinnar í býarskipanarhøpi gerst greiðari. Her verður serliga hugsað um reglur um, hvat nevndin skal ella ikki skal fáast við, og hvussu langt nevndin skal fara í arbeiði sínum. 

 

Til § 2

 

Einki er ásett um skiftisreglur, tí ætlanin er, at sitandi býarskipanarnevnd ikki skal veljast av nýggjum orsakað av lógarbroytingini. Broytta samansetingin av nevndarlimunum verður tískil ikki aktuell, fyrr enn valskeiðið er farið í juli 2007, tá nevndin skal verða vald av nýggjum. Tá fer valið fram sambært broyttu reglunum. 

 

Hjáløgd skjøl: 

Skjal 1: Viðmerkingar frá Føroya Kommunufelag

Skjal 2: Viðmerkingar frá býarskipanarnevndini

Skjal 3: Viðmerkingar frá Kommunusamskipan Føroya

 

1. viðgerð 16. mars 2007. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 27. mars 2007 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 2007 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 26. mars 2007.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 12. apríl 2007. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

 

3. viðgerð 18. apríl 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 32 frá 30.04.2007