108 Uppskot til  løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. Broytingaruppskot
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2007, 2. mars, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung 


 

Endamál

§ 1. Endamálið við lógini er at kunna og leiðbeina almenningin um filmar og telduspøl og vandamál innan miðlar annars fyri harvið at verja børn og ung.

 

Allýsingar

§ 2. Við film er at skilja livandi myndir av einum og hvørjum slagi, uttan mun til upptøku- ella sýningarhátt.

Stk. 2. Við telduspæl er at skilja teldustýrt elektroniskt spæl, har spælarin samvirkar við lutir/eindir, ið verða sýnd á einum skýggja, við endamálinum at verða undirhildin. Hetta uttan mun til, um talan er um spæl, ið verður spælt á eginteldu, á stýristøð ella á almennum spælimaskinum.

Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta í kunngerð nærri greining av, hvat hugtøkini filmur og telduspæl fevna um.

 

Sakliga virkisøkið

§ 3. Lógin fevnir um:

1)      vinnuliga sølu, útleigan og almenna framvísing av filmi, umframt útlán av filmi hjá bókasøvnum,

2)      vinnuliga sølu, útleigan ella nýtslu mótvegis gjaldi av telduspølum, umframt útlán av telduspølum hjá bókasøvnum,

3)      leiðbeining og kunning hjá Miðlaráðnum um filmar, telduspøl, internet v.m.

 

Virkisøkið

§ 4. Lógin er galdandi á føroyskum landøki og fyri føroyskt skrásett skip og flogfør.

 

Miðlaráðið

§ 5. Landsstýrismaðurin tilnevnir Miðlaráðið fyri børn og ung.

Stk. 2. Miðlaráðið verður tilnevnt fyri eitt 5 ára skeið. Í Miðlaráðnum kunnu vera 3-5 limir við hvør sínum tiltakslimi. Ráðið skipar seg sjálvt og velur formann. Ráðið skal hava serkunnleika innan sálarfrøði, samfelagsviðurskifti, barna- og ungdómsviðurskifti og miðlaviðurskifti, til dømis samskifti, tøkni, miðlarætt ella brúkaraáhugamál o.a.
Stk. 3.
Sami persónur kann í mesta lagi verða tilnevndur fyri tvey skeið á rað.
 

§ 6. Miðlaráðið leiðbeinir og kunnar um góðan sið og vandamál innan filmar, telduspøl, alnót, herundir kjatt, blogg, fartelefon  v.m.

Stk. 2. Miðaráðið ásetir meginreglur fyri flokking av filmum og telduspølum og flokkar hesi í samsvari við meginreglurnar, ið eru ásettar í kunngerð sbrt. § 10, stk. 4 í hesi lóg.

Stk. 3. Miðlaráðið hevur eftirlit við, hvørt filmar og telduspøl koma á marknaðin, ella filmar vera sendir í kringvørpum, ið kunna vera brot á § 234 í revsilógini

Stk.4. Landsstýrismaðurin á í reglugerð nærri reglur um virksemi ráðsins.

 

 Filmar

§ 7. Fyri at filmur kann vísast alment móti gjaldi í kykmyndahøll ella verða seldur, útleigaður í vinnuligum høpi ella verða útlæntur av bókasøvnum, antin á fysiskum miðli ella umvegis fjarskiftiskervið, skal filmurin vera flokkaður á ein av niðanfyri standandi háttum:

1) vera aldursflokkaður í einum av teimum londunum, ið eru nærri tilskilað í kunngerð sambært hesi lóg, og skal hava áprentað, tilskilað v.m. til hvønn aldursbólk, filmurin er mettur hóskandi,

2) vera aldursflokkaður av Miðlaráðnum samsvarandi meginreglunum í § 9 og flokkingini í § 10.

 

Telduspøl

§ 8. Fyri at telduspæl móti gjaldi verður tøkt at spæla hjá almenninginum ella verður selt, útleigað í vinnuligum høpi ella verður útlænt av bókasøvnum, antin á fysiskum miðli ella umvegis fjarskiftiskervið, skal spælið vera flokkað á ein av fylgjandi háttum:

1) aldursflokkað í einum av teimum londunum ella av flokkingarskipan, ið er neyvari tilskilað í kunngerð smbrt. § 10, stk.4 í hesi lóg, og skal hava áprentað, tilskilað v.m. til hvønn aldursbólk, telduspælið er mett hóskandi, umframt møguligan evnisflokk,

2) aldurs- og evnisflokkað av Miðlaráðnum samsvarandi meginreglunum í § 9 og flokkingini í § 11.

 

Flokking og merking av filmum og telduspølum

§ 9. Í sambandi við flokking av filmum og telduspølum skal Miðlaráðið taka hædd fyri, um hesi verða mett at vera óhóskandi fyri børn og ung í viðkomandi aldursbólki.

Stk. 2. Flokking av filmum og telduspølum skal týðiliga tilskilast í sambandi við allar lýsingar um filmar og telduspøl, umframt í uppsløgum, skráum í bløðum, kringvørpum, á heimasíðum, alnót á fartelefonum o.l.

 

§ 10. Filmar verða flokkaðir í hesar flokkar:

1) loyvdur øllum,

2) loyvdur øllum, men fráráddur børnum undir 7 ár,

3) loyvdur børnum yvir 11 ár,

4) loyvdur ungum yvir 15 ár.

Stk. 2. Er filmurin flokkaður ymiskt av londum, hvørs flokkingar lógin viðurkennir, jbr. § 7, stk. 1, nr. 1, skal filmurin fylgja flokkingini í tí landinum, haðani filmurin verður innfluttur. Er talan um film, ið verður seldur ella útleigaður á diskli, bandi v.m., skal tó hægsta áprentaða flokkingin vera galdandi.

Stk. 3. Eru børn ella ung í fylgi við einum vaksnum, er teimum loyvt at koma í kykmyndahøll til aldurstig ella bólk oman fyri tann, tey hoyra til.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin á í kunngerð nærri reglur um flokking og merking av filmum.

 

§ 11. Telduspøl verða flokkað í hesar aldursflokkar:

1)      3 ár og eldri,

2)      7 ár og eldri,

3)      12 ár og eldri,

4)      16 ár og eldri,

5)      18 ár og eldri.

Skt. 2. Harumframt verða telduspøl eisini flokkað eftir evnum:

1)      Óvandaligur málburður,

2)      diskriminasjón,

3)      rúsevni,

4)      ræðsla,

5)      spæl við peningi,

6)      kynslív,

7)      harðskapur.

Stk. 3. Er spælið flokkað ymiskt av londum ella felagsskapum, sum lógin viðurkennir, jbr. § 8, litra a, skal telduspælið fylgja flokkingini í tí landinum, haðani telduspælið verður innflutt. Er talan um spæl, ið verður selt ella útleigað á miðli (diskli, bandi v.m.), skal tó hægsta áprentaða flokkingin vera galdandi.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin á í kunngerð nærri reglur um flokking og merking av telduspølum.

 

Aðrar ásetingar fyri kringvørp v.m.

§ 12. Beinleiðis endurvarping av útlendskum filmi frá kelduni kemur ikki undir reglurnar í §§ 9-10.

Stk. 2. Filmur, ið verður sendur í føroyskum kringvarpi við sendiloyvi, og sum ikki er beinleiðis endurvarping, skal fylgja aldursflokkingini í § 7, stk. 1, nr. 1 og 2.

Stk. 3. Filmur, ið er flokkaður til børn yvir 11 ár, og sum kemur undir § 10, stk. 2, kann ikki verða sýndur í sjónvarpi áðrenn kl. 20.00 á kvøldi, og filmur til børn yvir 15 ár ikki áðrenn kl. 22.00 á kvøldi.

 

Eftirlit og revsing

§ 13. Umboð fyri Miðlaráðið kunnu við at vísa starvssamleikaprógv fremja ófráboðað eftirlit á staðnum uttan rættarúrskurð.

Stk. 2. Eftirlitið fevnir um at gera seg kunnugan við og avrita allar upplýsingar, sum hava týdning fyri eftirlitið við lógini, so sum roknskapir, bøkur v.m.

Stk. 3. Løgreglan veitir í hesum sambandi neyðuga hjálp.

 

§ 14. Uttan so, at harðari revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður við bót revsaður tann, sum við vilja ella við ósketni:

1) ikki heldur § 7, § 8, § 9, stk. 2, § 12, stk. 2 og stk. 3,

2) gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar til Miðlaráðið.

Stk. 2. Feløg v.m. kunnu revsast sbrt. reglunum í kap. 5 í revsilógini.

Stk. 3. Mál, fevnd av hesi lóg, hava 5 ára fyrningarfreist.

 

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 15. Lógin kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi ll. nr. 92 frá 4. oktober 1984 um filmseftirlit.

 

§ 16. Filmar, ið áður eru flokkaðir av Filmseftirlitinum, og sum bera merkið hjá Filmseftirlitinum, kunnu antin verða flokkaðir av nýggjum ella fylgja verandi flokking.

Stk. 2. Telduspøl, ið eru innflutt áðrenn 31. desember 2007, kunnu verða seld uttan mun til krøvini í hesi lóg. Sjónbandaspøl til almenningin skulu innan 31. desember 2009 fylgja krøvunum í hesi lóg.

 

Kap. 1 - Almennar viðmerkingar

 

Í farnu øld vóru filmseftirlitini víða hvar ein almennur dóms-og kanningarliður til tess at verja almenningin, serliga børn og ung, ímóti skaðiligari ávirkan av filmstilfari (livandi myndum). Sjónvarpstilfar var tó undantikið filmseftirlitum, tó tað ikki skuldi ganga ímóti ásetingum Filmseftirlitsins.

 

Gongdin seinru árini hevur tó alsamt førkað seg frá almennum banni og skerjingum til at leiðbeina brúkaran til eitt skynsamt val av filmstilfari og sostatt at leggja størri eginábyrgd á brúkaran sjálvan. Ítøkiliga liggja nú eisini flestu filmseftirlitini/miðlaráðini ikki longur undir løgmálaráðum, men mentamálaráðum.

 

Tískil er heldur ikki tað føroyska Filmseftirlitið frá 1976/84 í verandi líki nóg viðkomandi longur, og tað lekur millum teori og praksis, serliga síðani útboðið av tøkum filmstilfari á fløgum, bondum og gjøgnum luftina er vorðið so ómetaliga stórt og fjøltáttað í mun til biograffilmar, sum Filmseftirlitið upprunaliga var ætlað til.

 

Neyðugt hevur leingi verið at endurskoða skipanina, og tí varð ein arbeiðsbólkur settur á vári 2006 at gera hesa endurskoðan. Arbeiðsbólkurin handaði landsstýrismanninum álitið á heysti 2006.

 

Niðurstøðan, sum arbeiðsbólkurin kom fram til, er, at verandi Filmseftirlit frá 1976/1984 kann ikki halda fram óbroytt, tí umstøðurnar eru so nógv broyttar. Tó verður mælt frá at strika verandi Filmseftirliti og einki betri og meira viðkomandi at seta ístaðin.

 

Tískil mælti arbeiðsbólkurin í álitinum landsstýrismanninum til sum mest at varðveita verandi tilfeingi Filmseftirlitsins (databanka- / upplýsingartilfar, starvsfólkaførleika og samskifti bæði í norðurlanda- og alheimshøpi og annars virkisroyndir seinastu 30 árini), men møguliga broyta verandi Filmseftirlit, sum er grundað á eina forboðslóggávu, til eitt komandi nógv meira útvent og viðkomandi leiðbeinandi Miðlaráð. Hetta er eisini í samsvari við gongdina í okkara grannalondum og tí vaksandi alheimsgerðini her á landi.

 

Hugsanin er, at Miðlaráðið í stóran mun í framtíðini heldur skal leggja seg upp at filmsásetingum í okkara grannalondum, men Miðlaráðið má í ávísum førum sjálvt taka fakliga støðu til filmstilfar, sum ongar ásetingar hevur, umframt at handhevja (í summum førum herða) aldursmark.

 

Ætlanin er, at virksemi Miðlaráðsins verður í høvuðsheitum leiðbeining til brúkarar, ikki minst foreldur, og er hetta ein partur av einum samlaðum lógapakka, ið inniheldur barnaverndarlógina og kringvarpslógina. Eisini er lógaruppskotið í samsvari við ST-sáttmálan viðvíkjandi vernd av børnum og við virksemið hjá øðrum virdum stovnum við umsorgan fyri børnum.

 

Havast skal eisini í huga, at tað ikki er av tilvild, at filmseftirlitsvirksemið nú er undir málsøkinum hjá Mentamálaráðnum, meðan tað áður var undir málsøkinum hjá Løgmálaráðum.

 

Broyting í mun til galdandi lóg

Sum áður nevnt, er størsta broytingin í framlagda lógaruppskoti tann, at nógv størri dentur verður lagdur á leiðbeining og upplýsing, men at tað framvegis er neyðugt við ávísum eftirliti á økinum. Hetta sæst m.a. í, at tað ikki longur er neyðugt við skrásetingarskyldu í § 6, og broytingar eru eisini gjørdar í reklamufilmum í § 3, stk. 3 í galdandi lóg. Harumframt er nýtt, at lógin eisini á krav um flokking av telduspølum. 

 

Kap. 2 - Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Umsitingin av lógini um filmseftirlit kostaði í 2006 350.000. kr.

 

Í broytingarskeiðnum verður uttan iva talan um ávísar nýíløgur í útbúnaði, forritum, starvsfólkamenning o.a.  Henda nýíløga verður mett at kosta uml. kr. 150.000.

 

Harumframt verður mett, at neyðugt verður at áseta á Fíggjarlóg Landsins fyri 2007 eina samlaða upphædd á uml. kr. 500.000 til umsiting, rakstur og lógarfest virksemi.

 

Útgreiningin av hesi upphædd kann lýsast soleiðis:

100.000 kr. til Miðlaráðið (fundarpeningur/samsýning í samb. við flokkingararbeiði og leiðbeiningararbeiði)

200.000 kr. til lønir.

200.000 kr. til lýsingar, rakstur, viðlíkahald og dagføring av heimasíðu v.m.

 

Ein av uppgávunum hjá Miðlaráðnum verður at røkja eina miðsavnaða heimasíða, sum alla tíðina verður dagførd

 

Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Virksemið hjá Miðlaráðnum verður nakað broytt í mun til virksemið hjá Filmseftirlitinum, av tí at talan fyrst og fremst er um kunning, leiðbeining, eftirlit og ikki stórvegis góðkenning av filmum. Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri kommunur.

 

Uppskotið lættir um hjá teimum, ið selja, leiga út ella sýna filmar, tí um filmarnir eru flokkaðir í góðkendum londum, so er ikki neyðugt eins og undir galdandi lóg at fáa hesar flokkaðar av nýggjum.

 

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið, fyri serstøk øki í landinum, og ei heldur nakrar sosialar avleiðingar.

 

Við hesi lóg taka Føroyar eitt dagført stig til at fremja skylduna í altjóða barnaverndarsáttmálanum hjá ST um at verja børn móti ágangi frá miðlum.

 

Einstakligar fáa ikki álagt skyldur sambært hesi lóg. Ongar heimildir verða latnar til annan landsstýrismann ella kommunur.

 

 

 

Fyri landið/lands-myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri serstøk
øki í
landinum

Fyri ávísar
samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinn-una

Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

Hoyring

Hoyringarfundur hevur verið um lógaruppskotið. Niðanfyri standandi partar vóru bodnir til fundar í Menamálaráðnum:

 

Barnabati

Barnaverndarstova Føroya

Føroya Lærarafelag

Felagið Heim og Skúli

Føroya Pedagogfelag

Føroya Landfúti

Fyribyrgingarráðið

Fíggjarmálaráðið

Filmseftirlitið

Havnar Bio

Atlantis Bio

Advokatfelag Føroya

Listasamband Føroya

Kristiliga Hyggjara- og lurtarafelagið

Vinnuhúsið

P/F Smyril Line

Norðurlandahúsið

Kringvarp Føroya

Sp/f Rás 2

Kristiliga Kringvarpið Lindin

Felagið fyri Føroyskar Sálarfrøðingar

Fjarskiftiseftirlitið

Kappingarráðið

Eigarafelagið Millum Gilja

Eigarafelagið í Tórsbyrgi

Eigarafelagið Lítla Gil

Eigarafelagið Eystan Gil

Televarpið

Sp/f Triang TV-Network

Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya

Føroya Keypmannafelag

 

Hjálagt er frágreiðing frá hoyringarfundi tann 5. desember 2006, skjal 1 og hoyringarskriv frá Kringvarpinum, skjal 2.

 

Kap. 3 - Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Lýsir endamálið við lógini.

 

Til § 2

Henda allýsing fevnir tó ikki um dokumentarsendingar, barnasendingar, lýsingar, tíðindasendingar, ítróttasendingar, náttúrufrøðiligar sendingar og líknandi, ið eyðsýniliga ikki er filmur, og atlit annars ikki er at taka til, hvørt innihaldið kann vera óhóskandi fyri børn og ung. Markið millum, hvat er filmur og ikki, kann vera ógreitt og broytast við tíðini, eitt nú sjónvarpsraðsendingar, og verður heimild tí givin til at gera kunngerð, ið kann greiða viðurskiftini.

 

Allýsingin fyri telduspøl fevnir ikki um teldurit og -amboð, ið hava tilskilað og greitt frálæruendamál, og har tað ikki eru eyðsýnilig atlit at taka til aldurs- og evnisflokking. Havandi menningina á økinum í huga verður heimild givin til at áseta neyvari reglur viðvíkjandi telduspølum.

Í greinini verður tað, ið vit vanliga nevna PC, kalla egintelda, og stýristøð er tað, sum vanliga verður nevnt console. Og almennu spælimaskinurnar, ið eru nevndar í hesi grein, eru tær spælimaskinurnar, sum t.d. eru umborð á Norrønu, hesar ganga eisini undir heitinum Arcade game.

 

Til § 3

Greinin lýsir, hvat slag av virksemi er fevnt av lógini. Serlig broyting í mun til galdandi lóg er, at telduspøl eisini koma undir kravið um flokking, umframt  at lógin eisini fevnir um leiðbeining og kunning um aðrar miðlar enn filmar eitt nú telduspøl og internet

 

Til § 4

Lógin fevnir um alt tað føroyska landøkið umframt føroyskt skrásett skip og flogfør. Dømi er um, at føroyskt ferðamannaskip, t.e. Norrøna, hevur kykmyndahøll, og mett verður hóskandi, at hetta og annað líknandi virksemi kemur undir lógina.

Tó er tað soleiðis, at nógv ferðamannaskip v.m. koma inn á føroyskt sjóøki,- og ætlanin er ikki, at henda lógin skal fevna um hesi.

 

Til § 5

Miðað skal vera ímóti at varðveita ein ávísan kontinuitet í Miðlaráðnum, tó samstundis tryggja, at tað er ein reglulig útskifting av persónum. Miðlaráðið kann hava millum 3-5 limir. Í stk. 2 er nærri greinað, hvørjar førleikar og hvønn kunnleika, nevndarlimirnir skulu hava. Tað er hugsandi, at fólk eru, ið hava fleiri av hesum førleikum, og tí er latið upp fyri, at ein meting kann gerast um, hvørt ráðið verður samansett av færri enn 5 limum, um hetta er ráðiligt, og harvið eisini bíligari.

 

Til § 6

Stk. 1. Greinin útgreinar virksemisøkini hjá Miðlaráðnum. Tað skal viðmerkjast, at listin ikki er fullfíggjaður, og at uppgávan hjá ráðnum at leiðbeina og kunna eisini fevnir um framtíðar líknandi miðlar. 

Stk. 2. Meginreglurnar fyri flokking eru í samsvari við meginreglurnar í Norðanlondum og teimum londum, ið vit innflyta filmar og telduspøl frá, so sum Bretlandi og USA. 

Stk. 4. Talan er um eina kunngerð bæði viðvíkjandi innihaldi í virkseminum, og hvussu ráðið skipar arbeiðið og ásetir starvskipan fyri Miðlaráðið.

 

Til § 7

Greinin staðfestir, at allir filmar, fevndir av lógini, skulu verða flokkaðir antin í góðkendum landi ella av Miðlaráðnum.

 

Til § 8

Greinin staðfestir, at øll telduspøl, fevnd av lógini, skulu verða flokkað antin í góðkendum landi, góðkendum felagsskapi ella av Miðlaráðnum.

 

Til § 9

Stk. 1. Greinin leggur meginreglurnar fyri films- og telduspælsflokking, ið Miðlaráðið ger. Ætlanin er eisini, at Miðlaráðið skal gera innanhýsis leiðreglur, ið ráðið skal brúka í sambandi við flokking. Ráðið skal hava sum meginreglu, at er ivi um, at nakað kann skaða børn ella ung, skal ivin koma teimum til góðar. Man velur at vera fyrivarin. 

Stk. 2. Greinin ger greitt, at flokking av filmi og telduspæli skal vera týðiliga tilskilað, tá ið lýst og upplýst verður um filmar uttan mun til, hvat slag av miðli talan er um.

 

Til § 10

Stk. 1. Greinin lýsir flokkarnar, ið skulu nýtast, tá ið ráðið flokkar filmar. Flokkarnir eru í høvuðsheitum eins og teir norðurlendsku. Ásetingin leggur seg í høvuðsheitum eftir tí donsku flokkingini, tí flestu filmar, ið verða innfluttir til Føroya, koma frá donskum veitarum. 

Stk. 2. Greinin greiðir spurningin, tá ið fleiri flokkingar eru á filminum. 

Stk. 3. Greinin heimilar, at um børn ella ung eru saman við einum vaksnum (t.e. 18 ár ella eldri), er loyvt at síggja film, ið er flokkaður  ein flokk hægri, enn tey eru í. Hetta er vanligt aðrastaðni og verður mett hóskandi, tí at tann vaksni kann leiðbeina og verja. Við vaksin meina vit persón, sum er 18 ár og eldri og er familja. 

Stk. 4. Landsstýrismaðurin fær heimild at áseta nærri reglar, viðvíkjandi mannagongdum og leiðreglum um, hvussu flokkingar og merking skulu fara fram í mun til støðugu broytingingina/menningina innan øki.

 

Til § 11

Stk. 1. Greinin lýsir flokkarnar, ið skulu nýtast, tá ið Miðlaráðið flokkar telduspøl. Flokkarnir eru eins og aldur- og evnisflokkingarnar hjá evropeiska felagsskapinum Pegi. (www.pegi.info

Stk. 2. Greinin greiðir spurningin, tá ið fleiri flokkingar eru á telduspølum. 

Stk. 4. Landsstýrismaðurin fær heimild at áseta nærri reglur, viðvíkjandi mannagongdum og leiðreglum um, hvussu flokkingar og merking skulu fara fram í mun til støðugu broytingingina/menningina innan øki.

 

Til § 12

Stk. 1. Staðfestir, at endurvarpingarvirksemi av filmi hjá kaðalsjónvarpsnetum og endurvarping hjá t.d. Televarpinum av útlendskum rásum ikki kemur undir skylduna um flokking. Orsøkin til, at hesi eru undantikin, er, at hesi endurvarpa og tí hava avmarkaðan møguleika fyri at sensurera filmarnar, og vil tað hjá Eigarafeløgum vera sera torført at flokka filmar. Tó koma hesi undir kringvarpslógina og eitt nú revsilógina, og tí skulu hesi ansa sær, hvat viðvíkur endurvarping av filmi, ið kann vera í ósamsvari við kringvarpslógina og/ella revsilógina. Dømi um hetta er, at Televarpið sløkkir fyri ávísum rásum ávísar tíðir á samdøgrinum.
Stk. 2. Greinin áleggur sjónvarpi í Føroyum, tá talan ikki er um beinleiðis endurvarping, at upplýsa um flokking av filmi. Hetta er ein broyting í mun til galdandi lóg og verður mett hóskandi fyri at fáa eina neyvari leiðbeining. Vísast skal í hesum sambandi til § 10, stk. 3 til 5, ið samsvarar við ásetingarnar í hesi grein.

Eisini skal nevnast, at ráðið hevur eftirlit við, um nakað er í kringvørpum, sum endurvarpa beinleiðis, ið kann vera brot á revsilógina, sí § 6, stk. 1, litra c. 

Stk. 3. Henda áseting stuðlar upp undir lógina og tær ásetingar, sum eru. Hon hevur eitt gott signalvirði og ger tað lættari hjá foreldrum og øðrum avvarðandi at fyrihalda seg til reglurnar og verja síni børn fyri ágangi, sum kann koma fyri. Almenni myndugleikin og foreldur eiga at hava somu moralkodu.

 

Til § 13

Stk. 1-2. Greinin gevur Miðlaráðnum heimild at fremja eftirlitsvitjanir og tryggja sær neyðugu upplýsingarnar fyri at staðfesta viðurskiftini, og um neyðugt at fáa hjálp frá løgregluni. Hesar heimildir eru neyðugar fyri at kunna tryggja, at lógin verður fylgd.

Eftirlitið fevnir um at gera seg kunnugan við (og avrita) allar upplýsingar, sum hava týdning fyri eftirlitið við lógini, herundir roknskapir, roknskapartilfar, bøkur, onnur handilspappír og elektroniskt goymdar upplýsingar, umframt at fáa atgongd til høli, flutningsamboð og tekniskan útbúnað hjá fyritøkum og samtøkum, v.m.)

 

Til § 14

Ásetingar um revsing fyri brot á lógina. Bót fyri brot á lógina skal vera ímillum 5.000-20.000 kr, tí talan er um vinnuvirksemi. Í sambandi við bótina skal atlit takast fyri støddini á fyritøkuni, og um talan var um fleiri samstundis brot. Feløg, t.v.s. løgfrøðiligir persónar kunna eisini revsast sambært reglunum í kap. 5 í revsilógini.

 

Til § 15

Greinin á gildiskomu, og at galdandi lóg fer úr gildi.

 

Til § 16

Av tí, at fleiri filmar eru í umfari, ið eru flokkaðir av Filmseftirlitnum, verður mett hóskandi, at hesir ikki skulu flokkast av nýggjum.

 

Fyri at verja handilsrekandi móti tapi í sambandi við spøl, ið eru innflutt, áðrenn lógin kemur í gildi, fáa hesi eitt skotbrá til at fáa viðurskiftini í rættlag. Hvat viðvíkur almennum spælimaskinum, tílíkar, ið eru eitt nú umborð á Norrønu, so fáa hesi eitt skotbrá, ið ikki nervar íløgur, ið eru gjørdar í maskinur. 

 

+Fylgiskjøl: 

Skjal 1: Hoyringarfundur

Skjal 2: Hoyringarskriv frá Kringvarpinum

 

1. viðgerð 21. mars 2007. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 27. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann 21. mars 2007 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. mars og 17. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Filmseftirlitið og landsstýrismannin í mentamálum saman við umboðum fyri arbeiðsbólkin, sum gjørdi álitið um Miðlaráðið.

 

Ein samd nevnd hevur hesar viðmerkingar:

 

Í § 5 í uppskotinum er ásett, at landsstýrismaðurin tilnevnir limirnar í Miðlaráðnum, og at ráðið skal hava serkunnleika innan sálarfrøði, samfelagsviðurskifti, barna- og ungdómsviðurskifti og miðlaviðurskifti, til dømis samskifti, tøkni, miðlarætt ella brúkaraáhugamál o.a. Nevndin heldur, at  3 limir eiga at verða settir eftir tilmæli frá feløgum, sum umboða partar av nevndu serkunnleikunum, meðan landsstýrismaðurin velur 2 limir, harav annar skal vera formaður ráðsins.

 

Nevndin óttast ikki, at Kringvarp Føroya ikki tekur atlit til verju av børnum og ungum ella fylgir ætlanini við innihaldinum um at senda filmar til hóskandi tíðir, og tískil heldur nevndin, at innihaldið í § 12 hóskar seg best í einum komandi public-service sáttmála heldur enn at ásetast í lóg. Aftrat hesum heldur nevndin ikki samsvar vera ímillum at regulera partar av sendiskránni hjá Kringvarpinum við lóg, tá beinleiðis endurvarping av filmi frá kelduni ikki kann regulerast á sama hátt.

 

Sambært § 13 í lógaruppskotinum kann Miðlaráðið uttan rættarúrskurð gera ófráboðað eftirlit á ymsu støðunum, sum sýna filmar, selja filmar og telduspøl v.m., og løgreglan veitir ráðnum hjálp í hesum sambandi. Sambært serligu viðmerkingunum gevur ásetingin atgongd til hølir og tilfar sum t.d. roknskapir og bøkur, men í viðmerkingunum er ikki grundgivið fyri eini so víðfevndari heimild. Landsstýrismaðurin hevur tó greitt nevndini frá, at endamálið við heimildini er skjótt at kunna staðfesta møgulig brot á lógina og steðga t.d. sølu av filmum, sum ikki eru flokkaðir.

 

Um ikki annað er ásett við lóg, kunnu húsarannsóknir sambært grundlógini bara fara fram eftir, at rættarúrskurður er fingin til vega, og í sambandi við lógarsmíð eigur at verða umhugsað, um tílík heimild veruliga er neyðug, og um endamálið kann røkkast við minni víðfevndum tiltøkum. Nevndin metir ásetingina í § 13 vera eitt rættiliga stórt inntriv, og havandi í huga uppgávurnar hjá Miðlaráðnum annars, sum fyrst og fremst eru at kunna og leiðbeina almenningin um filmar og telduspøl og vandamál innan miðlar fyri at verja børn og ung, heldur nevndin ikki, at alneyðugar orsøkir eru til, at Miðlaráðið skal kunna gera slíkar kanningar. Ein slík heimild stendur ikki mát við uppgávurnar hjá Miðlaráðnum, og ivasamt er, um eitt Miðlaráð er egnað ella kann metast at hava neyðugu førleikarnar at gera beinleiðis kanningararbeiði, sum umrøtt í § 13.

 

Hildið verður tó ikki, at hetta minkar um møguleikarnar skjótt at staðfesta, um brot verður framt á lógina, og um filmar verða seldir uttan at vera flokkaðir, so sum lógin ásetir. Í fyrsta lagi er talan um støð sum biografar og handlar, sum øll hava atgongd til, og meirilutin heldur, at Miðlaráðið kann røkja eftirlitsuppgávur ráðsins við vitjanum á hesum støðum við góðum samskifti og samstarvi partanna millum. Í øðrum lagi kunnu brot á lóggávuna revsast við bót, og sambært rættargangslógini kannar løgreglan, um rímilig orsøk er at halda, at brot er framt á lóggávuna, hetta antin av egnum ávum, ella um tað verður meldað.

 

Umframt hesar broytingar metir nevndin tað vera neyðugt við øðrum smærri broytingum av tekniskum og málsligum ávum.

 

Ein samd nevnd setir tískil fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) § 4 verður strikað.

2) § 5 verður orðað soleiðis:

§ 5. Landsstýrismaðurin velur 5 limir í Miðlaráðið. Landsstýrismaðurin velur 2 limir, harav annar er formaður ráðsins. Landsstýrismaðurin setir hinar 3 limirnar eftir tilmæli frá Felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar, Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag í felag og Felagnum Heim og Skúli. Fyri hvønn ráðslim verður tilnevndur ein tiltakslimur. Starvstíðin hjá ráðslimum og tiltakslimum er 5 ár.

3) § 6, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Miðlaráðið hevur eftirlit við, at flokking av filmum og telduspølum fer fram í samsvari við meginreglurnar, ið eru ásettar í kunngerð sbrt. § 10, stk. 4 og § 11, stk. 4.”

4) § 6, stk. 4 verður orðað soleiðis:

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur um virksemi ráðsins og ger starvsskipan fyri ráðið.”

5) Í § 7, stk. 1, nr. 1 verða orðini “hesi lóg” strikað, og í staðin verður sett: “§ 10, stk. 4”

6) Í § 8, nr. 1 verður “§ 10, stk. 4” broytt til: “§ 11, stk. 4”.

7) Í § 11, stk. 3 verður “§ 8, litra a” strikað, og í staðin verður sett: “§ 8, stk. 1, nr. 1”

8) § 12 og § 13 verða strikaðar.

9) § 15 verður orðað soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 92 frá 4. oktober 1984 um filmseftirlit.”

 

Serligar viðmerkingar:

Til nr. 1: Løgtingslóggáva er galdandi á føroyskum landøki, og sambært revsilógini er heimild fyri at revsa brot á lóggávu, um tey eru framd umborð á skipi undir føroyskum flaggi og flogførum. Mett verður tískil, at § 4 um virkisøki er óneyðug.

Til nr. 2: Eingin viðmerking.

Til nr. 3, 4 og 9: Málslig og innihaldslig nágreining.

Til nr. 5, 6 og 7: Tilvísing verður nágreinað/rættað.

Til nr. 8: Ásetingarnar verða strikaðar.

 

Soleiðis broytt tekur nevndin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 30. apríl 2007. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til §§ 4, 5, 6, 7, 8, 11, 12, 13, og 15 samtykt 22-1-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 23-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 2. mai 2007 løgdu tingmenninir Páll á Reynatúgvu, Bill Justinussen, Jenis av Rana og Karsten Hansen fram soljóðandi

Broytingaruppskot 

til 

3. viðgerð

 

§ 5 verður orðað soleiðis:

§ 5. Landsstýrismaðurin tilnevnir Miðlaráðið fyri børn og ung.

Stk. 2. Miðlaráðið verður tilnevnt fyri eitt 5 ára skeið. Í Miðlaráðnum kunnu vera 3-5 limir við hvør sínum tiltakslimi. Ráðið skipar seg sjálvt og velur formann. Ráðið skal hava serkunnleika innan sálarfrøði, samfelagsviðurskifti, barna- og ungdómsviðurskifti og miðlaviðurskifti, til dømis samskifti, tøkni, miðlarætt ella brúkaraáhugamál o.a.

Stk. 3. Sami persónur kann í mesta lagi verða tilnevndur fyri tvey skeið á rað.”

                                

Viðmerkingar:

Skotið verður upp at orða § 5 soleiðis sum hon var orðað í upprunauppskotinum hjá landsstýrismanninum.

3. viðgerð 2. mai 2007. Broytingaruppskot frá tingmonnunum Páll á Reynatúgvu, Bill Justinussen, Jenis av Rana og Karsten Hansen til § 5 fall 7-0-24. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-1-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 42 frá 08.05.2007