80 Uppskot til  løgtingslóg um at taka fult ræði á útlendingamálum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 2. mars, løgdu Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmenn, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um at taka fult ræði á útlendingamálum

 


 

§ 1. Føroyskir myndugleikar taka á seg allan myndugleika og fyrisiting av útlendingamálum í Føroyum.

 

§ 2. Tær lógir, kunngerðir og reglur, sum eru í gildi á útlendingaøkinum, verða galdandi við tilvísing til javnbæran føroyskan myndugleika og føroyskan ráðharra.

 

§ 3.  Henda lóg kemur í gildi 1. januar 2008.

 

Almennar viðmerkingar

Útlendingamál hava nú verið ein politisk, fyrisitingarlig og rættarlig fløkja í fleiri ár.

 

Hóast tosað hevur verið seinastu 3 árini um at gera smávegis broytingar í donskum kunngerðum og reglum, so tykist semja vera um millum tey, ið hava royndir og innlit á útlendingaøkinum, at neyðugt er at fastleggja politisku og fyrisitingarliga ábyrgdina á einum staði.

 

Endamálið við hesum uppskoti er at taka alla ábyrgd og myndugleika á økinum til Føroya.

 

Málið klárt at taka undir føroyska ábyrgd

Í andsøgn til tað, sum annars er komið fram fyri almenningin um útlendingamál, so vóru samráðingarnar og fyrireikingarnar til at taka útlendingøkið undir føroyska ábyrgd lidnar á embætismannastigi í desember 2003, tá val varð skrivað út í úrtíð.

 

Sostatt varð politisk semja gjørd millum donsku stjórnina og landsstýrið um, at útlendingamálini skuldu á føroyskar hendur, og føroysk og donsk embætisfólk høvdu samráðst í eitt ár og gjørt drúgva frágreiðing, ið bert restaði rættlesturin, áðrenn hon varð handað landsstýrinum.

 

Í frágreiðingini verður alt útlendingaøkið lýst niður í smálutir, og skotið verður upp, hvussu málið verður skipað undir føroyskan myndugleika. Eisini er mett um fyrisitingarligu orkuna og kostnaðin av økinum.

 

Frágreiðingin er umvegis alment innlit útvegað frá Innlendismálaráðnum, og er løgd við hesum uppskoti sum fylgiskjal.

 

Víst verður til upplýsingarnar og tilmælini í frágreiðingini sum grundarlag fyri lógaruppskotinum.

 

Støðan á útlendingaøkinum seinastu árini

Eingin man ivast í, at støðan á útlendingaøkinum, hevur verið út av lagi vánalig seinastu árini.

Fyri tann einstaka umsøkjaran og avvarðandi hevur verið talan um persónligar og familjuligar sorgarleikir við bivan, ótta og vantandi møguleikum at virka sum vanligur samfelagsborgari.

 

Óteljandi eru dømini um, at umsøkjarar hava bíðað í mánaðir og ár. Og óteljandi eru dømini um, at teir myndugleikar, ið hava ein leiklut í viðgerðini av umsóknum um uppihald, arbeiðsloyvi og familjusameining, siga seg bíða hvør eftir øðrum. Talan er um danska “Udlændingeservice” og danska ráðharran, ið hava formligu ábyrgdina, Landfútan í Føroyum, ið vegna danskar myndugleikar hevur við umsóknir at gera, og Innlendismálaráðið, ið gevur hoyringssvar um umsóknir. Kunningin til borgaran um mannagongdir og rættindi er nærum ikki til, hóast myndugleikarnir hvør í sínum lagi royna at upplýsa fólk um mannagongdirnar og viðgerðina í einum máli.

 

Løgtingsins Umboðsmaður gjørdi á heysti m.a. hesar niðurstøður um viðgerðina av einum útlendingamáli, ið varð kært: Eg skal í hesum sambandi eisini minna á, at so leingi mál ikki verða avgreidd, livir borgarin í einum løgfrøðiligum ongamannalandi, har hesin er meira ella minni “rættarleysur”. (...) Og: ”Eitt er, at eitt mál til fyrimuns fyri borgaran verður útsett, meðan arbeitt verður við einari “politiskari loysn”, men tá tað framvegis ikki er greitt 2 ár seinni, hvønn og hvat henda loysnin fevnir um, haldi eg ikki, at hetta kann nýtast sum undanførsla longur. (sí www.lum.fo )

 

Fyri vinnu, stovnar, ítróttarfeløg og onnur hevur verið talan um ætlanir og avtalur, ið brádliga seinkast ella kollrennast av vantandi ella skiftandi avgerðum í útlendingamálum.

 

Fyri umsiting og politiskan myndugleika hevur verið talan um ruðuleika, har tilvildarlig politisk upplop og fjølmiðlaviðgerð hava broytt støðuna – uttan at nøkur lóg, kunngerð ella regla er broytt og hevur fingið viðgerð.

 

Fyri Føroyar sum land og samfelag hevur verið talan um skammarkenda støðu, har ómegd og tilvísingar til vantandi ávirkan og ábyrgd, hava gingið aftur.

 

Samaumumtikið tykist eingin grundgeving vera fyri, at danskir myndugleikar skulu gera av, hvør sleppur at fara út og inn úr Føroyum, og hvør hevur loyvi at búseta seg í Føroyum.

 

Útlendingapolitikkur og lógargundarlag

Galdandi útlendingalóggáva í Føroyum er eldri útgáva av donskum lógum. Føroyar eru sum uppihaldsøki skildar frá Danmark. Og eitt loyvi at uppihalda sær í Føroyum hjá útlendingi (t.e. ríkisborgarum úr øðrum londum enn Norðurlond) er ikki galdandi fyri Danmark og Grønland – ella øvugt.

 

Danski ráðharrin og danska umsitingin situr sostatt við ymiskari lóggávu fyri ymisk øki og skal avgreiða umsóknir. Bara hetta elvir til vantandi samsvar millum lóggávu, fyrisitingarábyrgd og eftirlit við umsitingini. Tað verður eisini strikað undir, tá danski ráðharrin við ábyrgd fyri økinum, er spurdur um føroysk útlendingamál, og málið bara verður víst til føroyskar myndugleikar, sum í sínum lagi vísa til danskar myndugleikar.

 

Umsitingarligu krøvini

Í drúgvu frágreiðingini um at taka útlendingamálini á føroyskar hendur, eru fyrisitingarligu krøvini lýst og uppskot til, hvussu alt verður skipað:

 

-         Skotið verður upp, at eitt stýri, ið liggur burtur frá landsstýrismanninum, avgreiðir allar umsóknir um uppihalds-, arbeiðsloyvi og familjusameining, og at kærumyndugleiki verður lagdur til Føroya kærustovn. Mettur kostnaður í 2003: 3,3 mió. kr. árliga (Sí s. 85 í frágreiðingini)

-         Skotið verður upp, hvussu umsóknir um friðskjól kunnu avgreiðast (sí s. 129 í frágreiðingini). Her verður kostnaðurin bara leysliga umrøddur, men umsitingarkostnaðurin kann metast til 1,5 mió. kr. árliga – og síðani eru útreiðslur, um friðskjól verður váttað, og fólki nýtist hjálp.

 

Samanaumtikið er neyvan av leið at meta samlaða kostnaðin av fyrisiting og umsiting til 5 mió. krónur árliga.

 

Viðmerkingar til einstøku greinarnar

 

Til § 1:

Her verður ásett, at alt málsøkið verður tikið á føroyskar hendur.

 

Til § 2:

Her verður staðfest, at tær lógir, kunngerðir og reglur, sum eru í gildi, verða galdandi framvegis, men allir danskir myndugleikar, ið eru nevndir, verða nú teir avvarðandi føroysku myndugleikarnir.

 

Til § 3:

Gildiskoman verður ásett til 1. januar 2008, so eitt skotbrá verður at seta fyrisitingina í verk.  

 

Fylgiskjal: Frágreiðing um samráðingarnar millum føroysk og donsk embætisfólk um at taka útlendingamál á føroyskar hendur.

 

1. viðgerð 29. mars 2007. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 30. apríl 2007 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann  2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann 29. mars 2007 er tað beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann  17., 20. og 24. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Jacob Vestergaard, landsstýrismann í innlendismálum og embætisfólk.

 

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

 

Meirilutin (Johan Dahl, Jógvan við Keldu, Anfinn Kallsberg, Kristian Magnussen og John Johannesen)vísir á, at yvirtøka av útlendingamálum ikki er avtalað í samgongurskjalinum, og vísir somuleiðis á, at landsstýrismaðurin í innlendismálum fyri nevndini hevur upplýst, at ein kunngerð um uppihalds- og arbeiðsloyvir ætlandi verður liðug um ein mánaða. Spurningurin um yvirtøku av øllum útlendingamálinum, herundir málum viðvíkjandi flóttafólkum, er stórur og torgreiður, m.a.orsaka av marknaeftirlitið, visumreglum, Schengensamstarvinum v.m, og metir meirilutin, at tað er ógvuliga umfatandi at yvirtaka málið.

 

Arbeitt  eigur at vera fram ímóti, at málið við tíðini kemur á føroyskar hendur, men her skulu bæði peningur og royndir til.

 

Meirilutin mælir tí Løgtinginum frá at taka undir við málinum.

 

Minnilutin (Hergeir Nielsen) er av tí sannføring, at taka vit ikki fult ræði á útlendingamálinum, so fáa vit hvørki veruligar ella virðiligar loysnir á hesum stóra og torgreiða øki fleiri ár fram í tíðina.

 

Víst varð í uppskotinum á, at útlendingamál hava verið ein politisk, fyrisitingarlig og rættarlig fløkja í fleiri ár.

 

Seinastu trý árini hevur nógv tos verið um at gera smávegis broytingar í donskum kunngerðum og reglum, men er alt hetta til fánýtis so leingi, sum vit ikki síggja okkum før fyri at taka politisku og fyrisitingarliga ábyrgdina á egnar herðar.

 

Samráðingarnar og fyrireikingarnar til at taka útlendingøkið undir føroyska ábyrgd vóru lidnar á embætismannastigi í desember 2003, tá val varð skrivað út í úrtíð.

 

Politisk semja var gjørd millum donsku stjórnina og landsstýrið, og føroysk og donsk embætisfólk høvdu samráðst í eitt ár og gjørt drúgva frágreiðing í hesum máli.

 

Upplýst varð á fundinum tann 20. apríl 2007 við landsstýrismannin í innlendismálum og embætisfólk hansara, at frágreiðingin frá undanfarna landsstýrismanni í lógarmálum var gott, kundi justerast nakað, men annars brúkast sum tað var.

 

Í frágreiðingini verður alt útlendingaøkið lýst niður í smálutir, og skotið verður upp, hvussu málið verður skipað undir føroyskan myndugleika. Eisini er mett um fyrisitingarligu orkuna og kostnaðin av økinum. 

 

Frágreiðingin er umvegis alment innlit útvegað frá Innlendismálaráðnum, og er løgd við hesum uppskoti sum fylgiskjal, og er sostatt Løgtinginum kunnug.

 

Hóast yvirtøka av útlendingamálum ikki er avtalað í samgonguskjalinum, so ber ikki Løgtinginum til at skáka sær undan teimum mongu sorgarleikum, sum vit ferð eftir ferð hoyra um, meðan umberingin hvørja ferð er, at vit bíða eftir einari ella aðrari kunngerð, sum er liðug um ein mánað ella so.

 

Støðan á útlendingaøkinum hevur verið út av lagi vánalig seinastu árini, og óteljandi dømi eru um, at fólk hava bíðað í mánaðir og ár eftir svari upp á arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

 

Løgtingið kann ikki skáka sær undan ábyrgdini av hesum syrgiliga veruleika longur, og eigur tí at samtykkja hjálagda uppskot, sum gevur føroyska samfelagnum virðilig viðurskifti á hesum øki frameftir.

 

Fremmandafólk, sum komin eru til Føroya,  hava ikki takføri á serligu føroysku reglunum, og kunnu slettis ikki skilja, at tey skulu samskifta við og bíða eftir  “Udlændingeservice” og donskum ráðharrum í Danmark, og Landfútanum og Innlendismálaráðnum í Føroyum.

 

Hvussu lítið virðilig støðan er, hevur Løgtingsins Umboðsmaður gjørt greitt í úrskurði, har sagt verður, at hesi fremmandu liva í einum løgfrøðiligum ongamannalandi og eru meira ella minni rættarleys, og at áralangar umberingar frá landsstýrinum um, at arbeitt verður við málinum, ikki kunna nýtast sum undanførslur longur.

 

Vit hava snøgt sagt ruðuleika á økinum, og rætt er, sum sagt verður í uppskotinum, at talan er um eina skammarkenda støðu fyri land okkara, har ómegd og tilvísingar til vantandi ávirkan og ábyrgd, hava gingið aftur.

 

Harafturat tykist eingin grundgeving vera fyri, at danskir myndugleikar skulu gera av, hvør sleppur at fara út og inn úr Føroyum, og hvør hevur loyvi at búseta seg í Føroyum.

Mælt verður tí til at taka undir við málinum.

 

Ein annar minniluti (Jenis av Rana) vísir til, at Miðflokkurin hin 2. mars 2006 legði fyri Løgtingið væl grundgivið uppskot til løgtingslóg ym yvirtøku av málsøkinum útlendingamál og marknaeftirlit. Støða floksins er ikki broytt, og mælir minnilutin tí til at taka undir við fyriliggjandi uppskoti.

 

2. viðgerð 2. mai 2007. §§ 1, 2 og 3 fullu 5-0-13. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.