82 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 2. mars, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 134 frá 9. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)   Í § 39, stk. 3 verður stk. 1, nr. 3, 4 og 5 broytt til: “stk. 1, nr. 5 og stk. 2”.

2)   Í § 64 verður aftaná stk. 1 sum nýtt stk. sett:

Stk. 2. Avgerðir um uppalingarískoyti sambært §§ 70 og 71 eru ikki fevndar av stk. 1 og kunnu kærast sambært § 65.”

Stk. 2 - 7 verða hereftir stk. 3 - 8.

3)   Í § 70 verður sum stk. 5 sett:

Stk. 5. Uppalingarískoyti kann innheintast eftir reglunum í lóg um innheinting av uppihaldsgjøldum við fylgjandi broytingum:

1)   Toll- og Skattstova Føroya fremur panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum og avgjøldum.

2)   Lønarafturhald fer fram á sama hátt sum lønarafturhald eftir § 136, stk. 1 í skattalógini.”

4)   Aftaná § 70 verður sett:

§ 70 a.  Tá barn verður innskrivað á dagstovn hjá landinum, kann avvarðandi barnaverndarøki avgera, at foreldrini skulu rinda eitt foreldragjald, ið svarar til foreldragjaldið fyri dagstovnapláss í avvarðandi kommunu.

Stk. 2. Fíggjarligt frípláss, antin fult ella partvíst, kann veitast foreldrum, ið ikki sjálvi megna at rinda foreldragjaldið, svarandi til fíggjarligt frípláss sambært kunngerð um fíggjarligt frípláss.

Stk. 3. Foreldragjald sbrt. stk. 1 kann ikki áleggjast, um barn verður innskrivað:

1)   til umlætting ella

2)   sbrt. § 15, nr. 4.”

5)   Í § 71 verður sum stk. 4 sett:

Stk. 4. Uppalingarískoyti kann innheintast eftir reglunum í § 70, stk. 5.”

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2007 og hevur virknað fyri avgerðir, tiknar frá og við hesum degi.


 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Í sambandi við, at kunngerðir eru gjørdar til barnaverndarlógina, løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 134 frá 9. desember 2005, hava ymiskir trupulleikar stungið seg upp, ið gera tað ynskiligt at broyta lógina.

 

Endamálið við broytingunum sum heild er at gera rættingar og fáa lógina at virka betur.

 

Í sambandi við, at kunngerðin um valdsnýtslu á stovnum hjá landinum varð tilevnað, kom fram, at heimildin til kunngerðina er ivasom orsakað av, at orðingin í stk. 3 í § 39 ikki samsvarar við restina av greinini. Stk. 3 áleggur landsstýrismanninum at áseta “nærri reglur um valdsnýtslu á stovnum, herundir um nágreining av undantøkunum í stk. 1, nr. 3, 4 og 5”. Soleiðis sum § 39 er orðað, eru eingi undantøk í stk. 1, nr. 3 og 4. Undantøkini eru nevnd í stk. 1, nr. 5 og stk. 2. Tá kunngerðin um valdsnýtslu varð tilevnað, varð mett, at kunngerðin mátti gerast við verandi heimild. Kunngerðin um valdsnýtslu er lýst og komin í gildi.

 

Endamálið við broyting 1 er at orða stk. 3 soleiðis, at orðingin svarar til § 39 sum heild.

 

§ 64 í barnaverndarlógini ásetir, at avgerðir hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini skulu kærast beinleiðis til Føroya Rætt. Hetta er í samsvari við, at Høvuðsbarnaverndarnevndin tekur avgerð í málum, har samtykki ikki er fingið, og málum um umsorganaryvirtøku, tí hesi mál gera stórt inntriv í familjuna.  Eisini tekur Høvuðsbarnaverndarnevndin avgerð í málum um familjuviðgerð og dagstovnatilboð hjá landinum. Orsøkin til hetta er, at tað er landið, ið heldur útreiðslurnar av hesum tilboðunum.

 

Harafturat tekur Høvuðsbarnaverndarnevndin avgerð í málum um uppalingarískoyti. Í upprunaliga uppskotinum til løgtingslóg um barnavernd, ið varð lagt fyri tingið, var tað Barnaverndarstovan, ið hevði avgerðarmyndugleikan í málum um uppalingarískoyti. Men áðrenn uppskotið varð samtykt, varð eitt broytingaruppskot, ið legði avgerðarmyndugleikan til Høvuðsbarnaverndarnevndina, lagt fyri tingið og samtykt.

 

Mett verður, at tá broytingaruppskotið varð orðað, varð ikki hugsað um, at avgerðir um uppalingarískoyti, sum fylgja av broytingaruppskotinum, skulu kærast til Føroya Rætt.

 

Ein avgerð um uppalingarískoyti ger ikki eitt stórt inntriv í familjuna. Tískil verður mett, at tað ikki er neyðugt, at kærast skal til Føroya Rætt, men at rættartrygdin verður varðveitt, sjálvt um kærumyndugleikin verður broyttur til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum.

 

Endamálið við broyting 2 er at gera tað lættari, skjótari og bíligari hjá uppihaldsskylduga og/ella einum barni, ið er álagt at rinda uppalingarískoyti, at kæra hesa avgerð.

 

Eitt annað uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd er undir viðgerð í løtuni, ið eisini broytir § 64. Mælt verður til, at bæði uppskotini verða viðgjørd saman. Tá báðar broytingarnar eru góðkendar, eigur brotið “stk. 2 – 7 verða hereftir stk. 3 – 8” í hjálagda uppskoti at verða strikað, soleiðis sum skotið er upp í hinum uppskotinum til broyting av § 64.

 

Í §§ 70 og 71 áleggur barnaverndarlógin landsstýrismanninum at áseta reglur um uppalingarískoyti. § 70 gevur heimild at áleggja foreldrum at børnum, ið eru sett heiman, at rinda eitt uppalingarískoyti. § 71 gevur í vissum førum heimild at áleggja børnum yvir 15 ár, ið eru sett heiman, at rinda eitt uppalingarískoyti. Undir arbeiðinum við at tilevna hesa kunngerð hevur tað víst seg, at heimild er ikki fyri at innheinta uppalingarískoyti við tvingsli, t.v.s. afturhalda í lønarinntøku o.l. umvegis Toll- og Skattstovu Føroya. Hetta er sera óheppið. Tá henda heimild ikki er til staðar, krevur tað nógva orku og tíð at fáa tey gjøld inn, ið ikki verða goldin frívilliga, tí neyðugt verður fyrst at fáa kravið staðfest við einum dómi e.l. og síðan gera úttøku fyri kravið, sambært rættargangslógini § 478, stk. 1. Við tað at upphæddin, ið rindast skal í uppalingarískoyti, svarar til eitt ½ barnagjald (sambært uppskoti til kunngerð um uppalingarískoyti), fer tað at kosta meira at fáa kravið staðfest enn sjálv upphæddin, ið skal innheintast – uppalingarískoytið.

 

Við øðrum uppihaldsgjøldum, eitt nú forskotsvíst útgoldin barnapeningur sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar, er heimild at innheinta peningin eftir reglunum í lóg um innheinting av uppihaldsgjøldum.

 

Endamálið við broyting 3 og 5 er at heimila, at uppalingarískoytið kann innheintast eftir reglunum í lóg um innheinting av uppihaldsgjøldum, tó soleiðis, at Toll- og Skattstova Føroya fremur panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum og avgjøldum, og at lønarafturhald fer fram á sama hátt sum lønarafturhald eftir § 136, stk. 1 í skattalógini.

 

Við hesi heimild verður ikki neyðugt fyrst at fáa kravið staðfest, men úttøka kann gerast beinleiðis fyri kravið sambært rættargangslógini § 478, stk. 2.

 

§ 69, stk. 1 ásetir m.a., at landið heldur útreiðslurnar fyri stovnsetan og rakstur av dagstovnum hjá landinum sambært § 33, stk. 2. Tó er ásett í stk. 2 í somu grein, at barnaverndarøkini rinda eitt brúkaragjald fyri at seta barn á stovn sambært barnaverndarlógini. Sambært kunngerð um brúkaragjald fyri børn á stovni hjá landinum skulu barnaverndarøkini rinda tað, ið til eina og hvørja tíð svarar til 100% av einum dagstovnaplássi í Tórshavnar kommunu, íroknað foreldragjald. Sostatt fær landið nakað av útreiðslunum endurrindaðar.

 

Sum omanfyri nevnt, eru ásetingar í lógini um uppalingarískoyti sbrt. §§ 70 og 71. Sostatt er heimild at áleggja foreldrum at rinda eitt uppalingarískoyti, tá barn teirra er sett heiman. Eingin líknandi áseting er í barnaverndarlógini, ið gevur heimild at áleggja foreldrum at rinda eitt foreldragjald, tá barn teirra er á dagstovni hjá landinum. Barn á dagstovni hjá landinum er ikki umsorganaryvirtikið og tískil ikki fevnt av ásetingini um uppalingarískoyti. Sostatt eru tað bert foreldur at barni á dagstovni hjá landinum, ið ikki kunnu fáa álagt nakað gjald fyri “brúk” av stovninum.

 

Sambært § 5 í dagstovnalógini hava børn við serligum tørvi rætt til tilboð um pláss á dagstovni og dagrøkt á jøvnum føti við onnur børn, sum búgva í kommununi. Foreldur at hesum børnum rinda eitt foreldragjald fyri stovnsplássið og hava møguleika at søkja um fíggjarligt frípláss, á sama hátt sum onnur foreldur.

 

Dagstovnar hjá landinum eru stovnar, ætlaðir børnum, ið ikki kunnu integrerast á kommunalum dagstovni, sambært § 33, stk. 2. Hesi børn eru sostatt verri fyri enn onnur børn og ganga tískil á serligum dagstovni, men eru ikki umsorganaryvirtikin.

 

Tískil verður mett rættast, at ein áseting verður gjørd í barnaverndarlógini, ið heimilar barnaverndarøkinum at áleggja foreldrum at børnum á dagstovni hjá landinum at rinda sama foreldragjald, sum foreldur at børnum í avvarðandi kommunala dagstovni rinda, við møguleika fyri at søkja um fíggjarligt frípláss.

 

Hóast hesa broyting verður tað framvegis landið, ið rindar fyri tær meirútreiðslur, ið standast av at geva hesum børnum eitt nøktandi ansingartilboð.

 

Avvarðandi barnaverndarøkið rindar útreiðslurnar fyri fíggjarligt frípláss.

 

Endamálið við broyting nr. 4 er at javnseta foreldur at børnum, ið ikki kunnu integrerast á kommunalum dagstovni, við onnur foreldur, soleiðis at tað eisini kann verða álagt hesum at rinda eitt foreldragjald. 

 

Ummæli og viðmerkingar

Broytingaruppskotið varð sent til hoyringar hjá Almannastovuni, Barnaverndarstovu Føroya, Høvuðsbarnaverndarnevndini, Føroya Gjaldstovu, Toll- og Skattstovu Føroya, Kærunevndini í almanna- og heilsumálum og Føroya Rætti.

 

Barnaverndarstovan reisti spurningin, um § 70 a ikki átti at staðið í aðrari lóg, t.d. dagstovnalógini. Mett verður, at rættast er, at § 70 a stendur í barnaverndarlógini, av tí at talan er um ein stovn hjá landinum, stovnaður við heimild í § 33, stk. 2 í barnaverndarlógini. Dagstovnalógin fevnir um kommunalar stovnar.

 

Ongin annar hevði viðmerkingar til uppskotið. Føroya Gjaldstova hevur ikki svarað.

 

Uppskotið hevur ikki verið til ummælis hjá Føroya Kommunufelag og Kommunusamskipan Føroya. Orsøkin er, at einasta broyting, ið hevur týdning fyri kommunurnar, er nýggja § 70 a. Tá henda broyting er til fyrimuns fyri kommunurnar, verður mett, at tað ikki er neyðugt at senda teimum uppskotið til ummælis. Uppskotið er tó sent teimum til kunningar.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum 

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri landið

Broytingin av kærumyndugleika frá Føroya Rætti til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum verður ikki mett at hava fíggjarligar avleiðingar við sær, við tað at talan væntandi verður um eina avmarkaða nøgd av kærum. Tískil skuldi ikki verið neyðugt við eykajáttan.

 

Annars hevur lógaruppskotið ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landið.

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri kommunur/barnaverndarøkir

Heimildin hjá barnaverndarøkjunum at áleggja foreldrum at barni, sett á dagstovn hjá landinum, at gjalda eitt foreldragjald hevur við sær, at barnaverndarøkini fáa endurgoldið nakað av teirra útreiðslum til brúkaragjald til børn á stovni hjá landinum.

 

Landið hevur bert ein dagstovn, og hevur hesin pláss fyri 8 børnum um dagin. Tað er trupult at meta um, hvussu stóra inntøku barnaverndarøkini fáa av hesum – nøkur foreldur fáa kanska frípláss. Harafturat hevur hetta tilboðið virkað í so stutta tíð, at ongar royndir eru av, hvussu leingi børnini er innskrivað v.m.

 

Í sambandi við fíggjarlógina fyri 2006 varð mett, at landið fór at fáa ein inntøku uppá 464 tkr. í sambandi við brúkaragjald fyri nýtslu av dagstovninum. Samstundis varð ein metan gjørd fyri samdøgursstovnarnar, og hevur tað síðani víst seg, at inntøkurnar fyri samdøgursstovnarnar hava verið ov høgt mettar. Tað er tí ikki óhugsandi, at 464 tkr. eisini er í hægra lagi.

 

Foreldragjaldið svarar til 30% av kostnaðinum av einum dagstovnatilboði, men hetta kann vera ymiskt frá kommunu til kommunu. Tí er ikki vist, at gjaldið svarar til 30% av brúkaragjaldinum, ið kommunurnar gjalda til landið. 30% av mettu inntøkunum svarar til knappar 140 tkr., men hetta er sum sagt helst í hægra lagi. Roknað verður tí við, at inntøkurnar hjá barnaverndarøkinum verða umleið 100 tkr.

 

Annars hevur lógaruppskotið ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunur/barnaverndarøki.

 

Umsitingarligar avleiðingar fyri landið

At kærumyndugleiki verður fluttur frá Føroya Rætti til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum hevur við sær, at viðgerðin av kærum verður flutt samsvarandi. Mett verður ikki, at neyðugt verður at víðka Kærustovnin.

 

Heimildin til at innheinta uppalingarískoyti ger tað lættari at innheinta ikki goldin uppalingarískoyti. Neyðugt verður ikki hjá Almannastovuni at fáa kravið staðfest, áðrenn tað verður sent Toll- og Skattstovu Føroya til innheintingar.  

 

Annars hevur lógaruppskotið ongar umsitingarligar avleiðingar fyri landið.

 

Umsitingarligar avleiðingar fyri kommunur/barnaverndarøki

Heimildin hjá barnaverndarøkinum at áleggja foreldrum at rinda foreldragjald, tá barn er sett á dagstovn hjá landinum, er ein heimild, ið barnaverndarøkini sjálvi skulu umsita.

 

Foreldragjaldið fyri barn á stovni hjá landinum samsvarar við foreldragjaldið fyri barn á kommunalum stovni. Tískil verður mett, at ikki er neyðugt at seta á stovn nýggja eind at umsita hetta, men at hetta foreldragjaldið kann umsitast saman við foreldragjaldinum fyri kommunalt stovnspláss. Harafturat verður bert talan um avmarkaða nøgd av børnum, ið verða sett á dagstovn hjá landinum. Sostatt skuldi lógarbroytingin ikki haft týðandi umsitingarligar avleiðingar fyri kommunur/barnaverndarøki.

 

Annars hevur lógaruppskotið ongar umsitingarligar avleiðingar fyri kommunur/barnaverndarøki.

 

Avleiðingar fyri vinnuna

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar við sær.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Eingi øki í landinum fara at kenna avleiðingar av lógaruppskotinum.

 

Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar og felagsskapir

Lógaruppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar við sær fyri ávísar samfelagsbólkar og felagsskapir.

 

Millumtjóða sáttmálar

Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar í mun til millumtjóða sáttmálar. 

 

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Nei

Ja

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1, pkt. 1

Ásetingin ger, at orðingin í § 39, stk. 3 er í samsvari við orðingina í § 39 sum heild.

 

Til § 1, pkt. 2

Greinin ásetir, at ein avgerð hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini um rindan av uppalingarískoyti kann kærast til Kærunevndina í almanna- og heilsumálum sambært § 65 í barnaverndarlógini.

 

Hetta er eitt undantak frá meginregluni um, at avgerðir hjá Høvuðsbarnaverndarnevndini skulu leggjast fyri Føroya Rætt.

 

Sostatt verður lættari, skjótari og bíligari at kæra eina avgerð um uppalingarískoyti.

 

Til § 1, pkt. 3 og 5

Greinin ásetir, at uppalingarískoyti, ið ikki verður goldið, kann innheintast eftir reglunum um innheinting av uppihaldsgjøldum við teimum broytingum, at Toll- og Skattstova Føroya fremur panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum og avgjøldum, og at lønarafturhald fer fram á sama hátt sum lønarafturhald eftir § 136, stk. 1 í skattalógini.

 

Til § 1, pkt. 4

Stk. 1 ásetir, at um eitt barn verður innskrivað á dagstovn hjá landinum orsakað av, at tað ikki kann integrerast á kommunalum dagstovni, kann tað verða álagt foreldrunum at rinda foreldragjald fyri ansingarplássið á jøvnum føti við foreldur at barni á kommunalum dagstovni.

 

Upphæddin, ið kann verða áløgd at rinda í foreldragjaldi, svarar til ta upphædd, onnur foreldur í somu kommunu rinda í foreldragjaldi fyri ansingarpláss á kommunalum dagstovni.

 

Stk. 2 gevur møguleika fyri at veita foreldrum, sum av fíggjarligum ávum ikki megna at rinda foreldragjaldið, fult ella partvíst fíggjarligt frípláss eftir reglunum um fíggjarligt frípláss á kommunalum dagstovni – kunngerð nr. 72 frá 31. mai 2006 um fíggjarligt frípláss.

 

Avvarðandi barnaverndarøki rindar útreiðslurnar fyri fíggjarligt frípláss. Ásetingin ávirkar soleiðis ikki brúkaragjaldið, ið avvarðandi barnaverndarøki skal rinda sambært § 69, stk. 2.

 

Stk. 3 nágreinar, nær foreldragjald ikki kann áleggjast.

 

Um barn verður innskrivað til umlætting, antin sum dag- ella samdøgursumlætting, kann foreldragjald ikki áleggjast. Hetta kemst av, at tá er talan ikki um eitt ansingarpláss til barnið.

 

Harafturat kann foreldragjald ikki áleggjast, um barnið verður innskrivað til “sosialt frípláss”. Ásetingin í stk. 1 um foreldragjald hevur tískil onga ávirkan á møguleikan fyri sosialum fríplássi. Verður barn sostatt sett á dagstovn hjá landinum eftir § 15, stk. 1, nr. 4 í barnaverndarlógini, skal § 70 a ikki brúkast.

 

Til § 2:

Gildiskomu- og skiftisregla.

 

1. viðgerð 20. mars 2007. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 11. apríl 2007 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð 20. mars 2007 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 28. mars og 11. apríl 2007.

 

Við uppskotinum verður § 64 í løgtinglóg um barnaverd broytt. Henda grein verður eisini broytt við løgtingsmál nr. 71/2006.

Fyri at taka hædd fyri broytingini í løgtingmál í nr. 71/2006 setir ein samd nevnd fram soljóðandi:

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

Í § 1 pkt. 2 verður orðingin “Stk. 2 - 7 verða hereftir stk. 3 - 8.” strikað 

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broyting.

 

2. viðgerð 13. apríl 2007. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 30-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 27. apríl 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 50 frá 08.05.2007