1-11 Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-4
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
Ár 2007, 2. mars, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Tórbjørn Jacobsen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi
til
eykajáttanarløgtingslóg
fyri mars 2007-4
§ 6. Vinnumál
A. Yvirlit
Játtanar yvirlit
Tús. kr. Netto Útreiðslur Inntøkur
Útreiðsluætlan - - -
Løgu ætlan 2.000 2.000 -
Samferðsla og samskifti 2.000 -
6.38.1. Vegir og havnir 2.000 -
B. Játtanir
Útr. Innt.
- Tús. kr. -
6.38.1. Vegir og havnir
38.1.07. Nýggir landsvegir (Løguj.) J: 130.200 100
EYJ: 2.000 -
Viðmerkingar:
(Játtanin er til prosjektering av nýggjum tunli við tilhoyrandi vegaføring úr Trongisvági og út aftur vestan fyri Nes í Hvalba.)
Landsverk er komið fram til mest hóskandi linjuføringina, og upphæddin skal nýtast til prosjektering av hesi ætlan.
Breið semja er á tingi og í landsins stýri um, at Suðuroyggin er
vorðin eftirbátur í teirri stóru samfelagsmenningini, men kortini er eingin
nýggj íløga løgd hagar hetta samgonguskeiðið.
Ein av virknastu bygdunum í landinum verður darvað, og fær hvørki virkað ella
ment seg víðari, fyrr enn almennu Føroyar veita sóknini líkinda ferðasamband.
Hvalbiar sókn er kend fyri sítt avbera dugnaliga trolarafólk og hevur tríggjar
trolarar og eitt trolvirki. Harafturat er farið undir toskaaling, og eisini eru
áralongu fyrireikingarnar um Eftirskúlan í Hvalba komnar undir land.
Men tíverri er ikki komandi til bygdar við framkomnum flutningstólum. Bergholið
hagar er skjótt hálvthundrað ára gamalt og lýkur á ongan hátt tíðarinnar krøv.
Rokna vit kost/nyttu útrokningar fyri Hvalbiar sókn, koma vit skjótt eftir, at
almennu Føroyar hava eina upplagda skyldu at fara undir bergholið hagar
beinanvegin.
Ein munandi menning fer tá at taka seg upp, og íløgan fer at rinda seg aftur
eftir fáum árum til almikið gagn fyri virksemið í Hvalbiar sókn og í Suðuroynni
sum heild.
Vinnulívið í Suðuroynni verður tá fyri stórum frambrotum.
Bøtt verður munandi um umstøðurnar at virka og flyta aldan tosk virkjanna millum, fisk og fiskaúrdráttir til avskipingar og trol og reiðskap millum trol- og lemmavirkini í oynni.
Ivaleyst fær kolanámvsvinnan, har nýggj ætlan er í umbúna,
eisini almikið gagn av hesum framtaki.
Fyrsti føroyski eftirskúlin, sum skal leggjast í Hvalba, fær sjálvandi eisini
sera stóra nyttu av betri ferðasambandið hendan vegin.
Lestrarumhvørvið, næmingar og lærarar fáa aðrar og bøttar møguleikar.
Familjulívið, ítrótturin, frítíðin, ja, snøgt sagt allur
trivnaður í sóknini og oynni sum heild, kemur tá í annað ljós.
Visjónin hjá landsstýrinum um at leggja hesa tunnilsgerð á ís, aftan á allar
aðrar, ein hálvan mansaldur frammi í tíðini, er eitt politiskt mistak av teimum
heilt stóru, og fer at níva Hvalbiar sókn niður á knøini, gerst visjónin
veruleiki.
Mælt verður tí til beinanvegin at fara undir at byggja land saman við vinnuliga framsóknum fjøltáttaðum bygdaløgum, og so heldur leggja almenna stovuprátið á hotellunum í høvuðsstaðnum á hillina ein mansaldur ella so.
1. viðgerð 21. mars 2007. Løgtingsmálini 1-8, 1-9, 1-10 og 1-11/2007 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 26. apríl 2007 legði fram soljóðandi
Tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu hava vegna Tjóðveldisflokkin lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð 21. mars 2007 er tað beint fíggjarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17. og 19. apríl 2007.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.
Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Kári P. Højgaard) heldur tað ikki vera rætt at byrja løguna sum eykajáttan mitt í einum fíggjarári. Ein so stór íløga eigur at byrja við, at ein verklagslóg verður løgd fyri Løgtingið.
Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.
Minnilutin (Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.
2. viðgerð 30. apríl 2007. Uppskotið fall 8-0-19. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.