110 Uppskot til  løgtingslóg um kapping

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 2. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um kapping

Kapittul 1

Endamál og øki lógarinnar

 

§ 1. Endamál lógarinnar er við virknari kapping at fremja eina fulldygga samfelagsliga tilfeingisnýtslu til gagns fyri fyritøkur og brúkarar.

 

§ 2. Lógin fevnir um øll sløg av vinnuvirksemi.

Stk. 2. Reglurnar í 2. og 3. kapitli eru ikki galdandi, um ein kappingaravmarking er ein beinleiðis ella neyðug fylgja av almennari regulering. Ein kappingaravmarking, sum er ásett av einum kommunustýri, er bert ein beinleiðis ella neyðug fylgja av almennari regulering, tá kappingaravmarkingin er neyðug, fyri at kommunustýrið kann útinna tær uppgávur, ið tað hevur fingið álagt sambært lóggávu.

Stk. 3. Avgerðir, tiknar av nevndini í einum kommunalum felagsskapi Kommunustýrislógini verða javnsettar við avgerðir, tiknar av kommunustýrinum, sbr. stk. 2.

Stk. 4. Til tess at avgera um ein kappingaravmarking er fevnd av stk. 2, kann Kappingarráðið seta fram fyrispurning til myndugleikan, ið hevur ásett reguleringina. Er reguleringin ásett í lóg, verður fyrispurningurin settur avvarðandi landsstýrismanni. Setur Kappingarráðið fyrispurning til myndugleika ella landsstýrismann, skal Kappingarráðið hava svar innan 4 vikur. Kappingarráðið kann leingja freistina. 

Stk. 5. Um Kappingarráðið metir, at ein almenn regulering ella stuðulsskipan kann hava skaðilig árin á kappingina ella á annan hátt forðar eini fulldyggari samfelagsligari tilfeingisnýtslu, kann Kappingarráðið lata avvarðandi landsstýrismanni og landsstýrismanninum í kappingarmálum eina frágreiðing, ið vísir á møgulig skaðilig árin á kappingina, og koma við uppskoti um, hvussu kappingin kann fremjast. Avvarðandi landsstýrismaður skal eftir samráðing við landsstýrismannin í kappingarmálum svara  Kappingarráðnum í seinasta lagi 4 mánaðir eftir móttøku av ummæli ráðsins. Kappingarráðið kann leingja freistina.

Stk. 6. Er talan um almenna fyritøku ella fyritøku, sum í ávísan mun arbeiðir í lívd av almennum einkarrætti ella aðrari vernd móti kapping, hevur Kappingarráðið heimild til at geva boð um bókhaldsligan skilnað millum tann partin av rakstrinum hjá fyritøkuni, sum fyritøkan hevur einkarloyvi til ella er vard, og hinumegin tann partin av rakstrinum, sum er í frælsari kapping við aðrar fyritøkur.

 

§ 3. Lógin er ikki galdandi fyri lønar- og arbeiðsviðurskifti. Kappingareftirlitið kann tó í umsitingini av lógini krevja upplýsingar frá feløgum og fyritøkum um lønar- og arbeiðsviðurskifti.

 

§ 4. Ásetingarnar í kapitli 2 eru ikki galdandi fyri avtalur, viðtøkur og samskipaða framferð innanfyri somu fyritøku ella samtøku.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um stk.1., heruppí reglur um, hvat skilst við einari avtalu v.m. innanfyri somu fyritøku ella samtøku.

§ 5. Til tess at skilmarka viðkomandi marknaðir eftir hesi lóg, verður kanning gjørd av eftirspurningar- og útboðsvaraseting (substitusjón) og møguligari kapping. Møgulig kapping skal kannast, tá støðan hjá viðkomandi fyritøkum á marknaðinum er skjalfest, og støðan gevur orsøk til iva, um lógarbrot er framt.

Stk. 2. Kappingarráðið kann taka inn uttanhýsis sakkunnleika til metingina eftir stk. 1.

Kapittul 2

Forboð ímóti kappingaravlagandi avtalum

 

§ 6. Ikki er loyvt fyritøkum v.m. at gera avtalur, ið beinleiðis ella óbeinleiðis hava til endamáls ella sum fylgju at avmarka kappingina.

Stk. 2. Avtalur  eftir stk. 1 kunnu t.d. vera:

1)      at áseta keyps- ella søluprísir ella

aðrar viðskiftatreytir,

2)      at avmarka ella stýra framleiðslu, sølu,    tøkniligari menning ella íløgum,

3)      at býta sundur marknaðir sínámillum ella veitingarkeldur,

4)      at áseta ymiskar treytir fyri veitingum, ið hava sama virði, mótvegis handilsfelagum, sum av tí verða verri fyri í kappingini, ella

5)      at seta sum treyt fyri at gera eina avtalu, at avtaluparturin eisini góðkennir ískoytisveitingar, sum hvørki natúrliga ella sambært  handilssiðvenju hava samband við ætlaða keypið.

6)      At tvær ella fleiri fyritøkur samskipa teirra kappingarligu atferð við at skipa eitt joint venture, ella

7)      at seta bindandi prísir á víðarisølur ella á annan hátt at virka fyri, at ein ella fleiri fyritøkur ikki víkja frá vegleiðandi søluprísum.

Stk. 3. Stk. 1 er eisini galdandi fyri viðtøkur millum samtøk av fyritøkum og samskipaðan atburð millum fyritøkur.

Stk. 4. Kappingarráðið kann geva boð um at steðga brotum á stk. 1. Til tess at ganga ivasemi hjá Kappingarráðnum á møti viðvíkjandi stk. 1., kann ráðið eisini gera tilsøgnir, sum fyritøkur hava latið bindandi sbr. § 23.

Stk. 5. Avtalur og viðtøkur, ið eru bannaðar eftir stk. 1-3, eru ikki galdandi, uttan so, at tær eru frítiknar eftir § 7 ella § 9 ella hava fingið eina váttan eftir § 8.

§ 7. Forboðið eftir § 6 er ikki galdandi fyri fyritøkur, viðtøkur innan fyri eina samskipan av fyritøkum og samskipaða framferð millum fyritøkur, um luttakandi fyritøkurnar hava:

1)      ein samlaðan árligan umsetning, sum er minni enn 6,5 mió. kr., og ein samlaðan marknaðarpart fyri ávísu vøruna ella tænastuveitingina uppá minni enn 10%, samanber tó við stk. 2-4, ella

2)      ein samlaðan árligan umsetning uppá minni enn 1 mió. kr., samanber tó við stk. 2-4.

Stk. 2. Undantøkurnar í stk. 1 eru ikki galdandi í teimum førum, tá:

1)      fyritøkurnar ella ein samskipan av fyritøkum avtala, samskipa ella viðtaka prís, vinning v.m. av sølu ella víðarisølu av vørum ella tænastuveitingum, ella

2)      tvær ella fleiri fyritøkur við avtalu v.m., fremja ella royna at fremja undanfarandi áseting av boðum, áseta ella royna at áseta treytir fyri at opna boð, fremja ella royna at útseta boð, binda seg til undanfarandi fráboðan um boð ella annars binda seg til at samstarva, áðrenn tilboð verða givin.

Stk. 3. Forboðið sambært § 6, stk. 1 er galdandi uttan mun til stk. 1 fyri eina avtalu millum fyritøkur, eina viðtøku innan fyri eina samskipan av fyritøkum og samskipaða framferð millum fyritøkur, um avtalan v.m. saman við líknandi avtalum v.m., avmarkar kappingina.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur, eftir at hava fingið ummæli frá Kappingarráðnum, nærri reglur um útrokning av umsetningi eftir stk. 1., heruppií reglur um, at umsetningsmarkini skulu roknast við støði í øðrum virðum fyri fíggjarligar fyritøkur.

Stk. 5. Undantøkurnar í stk. 1 eru galdandi, sjálvt um fyritøkurnar fara útum nevndu mørk í tvey fylgjandi ár. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um hetta, herundir reglur, tá farið verður nakað útum ásettu mørk.

 

§ 8. Forboðið eftir § 6, stk. 1 er ikki galdandi, um ein avtala millum fyritøkur, ein viðtøka innan fyri eina samskipan millum fyritøkur, ella ein samskipað framferð millum fyritøkur:

1)      fremur fulldygga framleiðslu ella útbreiðslu av vørum ella tænastuveitingum, ella fremur tøkniliga ella búskaparliga menning

2)      tryggjar brúkarunum rímiligan part av tí fyrimuni, sum kappingaravmarkingin hevur við sær

3)      ikki áleggur fyritøkum avmarkingar, sum eru óneyðugar fyri at náa hesum endamálum, og

4)      ikki gevur fyritøkunum møguleikan at forða fyri kapping innan ein týðandi part av ávísu vøruni ella tænastuveitingini.

 

§ 9. Kappingarráðið kann eftir fráboðan frá eini fyritøku ella samtaki av fyritøkum, einari viðtøku innanfyri eina samskipan millum fyritøkur ella einari samskipaðari framferð vátta, at ein avtala, viðtøka ella samskipaður atburður ikki, sambært viðurskiftum, ið Kappingarráðið hevur kunnleika til,  kemur undir forboðið í § 6, stk. 1, og tað tí ikki er orsøk til at geva boð, sbrt. § 6, stk. 4. Kappingarráðið ásetur reglur um fráboðan og um at brúka serstøk fráboðanarskjøl.
Stk. 2.
Avgerðir eftir stk. 1 skulu tilskila, nær avgerðin um frítøku er galdandi. Kappingarráðið kann leggja treytir við frítøkuni. Stk. 3. Eftir fráboðan kann Kappingarráðið leingja frítøkuna, um Kappingarráðið metir, at treytirnar í § 8, stk. 1 framvegis eru loknar.
Stk. 4
. Kappingarráðið kann broyta ella afturkalla eina avgerð eftir stk. 1  um:

1)      viðurskiftini, sum vóru grundarlag undir avgerðini, eru broytt munandi,

2)      luttakararnir í avtaluni v.m. ikki halda tær ásettu treytirnar fyri  frítøkuni, ella

3)      avgerðin er tikin við støði í skeivum ella villleiðandi upplýsingum frá luttakarunum í avtaluni v.m.

 

§ 10. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð og eftir ummæli frá Kappingarráðnum, reglur um almenna frítøku frá forboðnum í § 6, stk. 1 fyri bólkar av avtalum, viðtøkum og samskipaðari framferð, ið lúka treytirnar í § 8, stk. 1. 

Stk. 2. Tá avtalur, viðtøkur innan fyri eitt samtak av fyritøkum ella ein samskipað framferð, sum er fevnd av bólkafrítøkuni, latin sbrt. stk.1 í einum ítøkiligum føri, hevur avleiðingar, sum ikki eru sambærligar við treytirnar í § 8 stk. 1, kann  Kappingaráðið afturkalla eina frítøku eftir stk. 1 fyri tær fyritøkur v.m., sum eru partar í avtaluni v.m.

 

Kapittul 3

 

Misnýtsla av ráðandi støðu

 

§ 11. Ikki er loyvt einum ella fleiri fyritøkum at misnýta eina ráðandi marknaðarstøðu.

Stk. 2. Kappingarráðið skal eftir áheitan vátta, um ein ella fleiri fyritøkur hava eina ráðandi støðu. Boðar Kappingaráðið frá, at ein fyritøka ikki hevur ráðandi støðu, er fráboðanin bindandi, inntil Kappingarráðið afturkallar hesa.

Stk. 3. Misnýtsla eftir stk. 1 kann t.d. vera:

1)      beinleiðis ella óbeinleiðis at noyða órímiligar keyps- ella søluprísir ella aðrar órímiligar handilstreytir á einhvønn,

2)      at avmarka framleiðslu, sølu ella tøknifrøðiliga menning til bága fyri brúkaran,

3)      at áseta ymiskar treytir fyri veitingum, ið hava sama virði mótvegis handilsfelagum, sum av tí verða verri  fyri í kappingini, ella

4)      at krevja, áðrenn sáttmáli kann gerast, at avtaluparturin  góðkennir ískoytisveitingar, sum natúrliga ella eftir handilssiðvenju ikki hava samband við tað, ið avtalan viðvíkur. 

Stk.  4. Kappingarráðið kann krevja, at brot á stk. 1 verða at steðga. Til tess at ganga iva hjá Kappingarráðnum á møti viðvíkjandi stk. 1., kann ráðið eisini gera tilsøgn, sum fyritøkan hevur givið, bindandi.

Stk.  5.  Kappingarráðið kann eftir áheitan frá einum ella fleiri fyritøkum boða frá, at ávísur atburður eftir teimum viðurskiftum, sum eru Kappingarráðnum kunnug, ikki er partur av stk. 1 og at tað ikki er grundarlag fyri at geva boð eftir stk. 4.

Stk. 6. Kappingarráðið kann áseta nærri reglur um tilfar, ið skal vera tøkt, til tess at taka eina avgerð eftir stk. 2 og  5.

 

Kapittul 4

Kappingaravlagandi stuðul

§ 12. Kappingarráðið kann geva boð um, at stuðul til fyrimuns fyri ávíst vinnuvirksemi skal støðga ella afturrindast.

Stk. 2. Boð eftir stk. 1 kunna gevast, tá stuðulin:

1) beinleiðis ella óbeinleiðis hevur til endamáls ella sum avleiðing at avlaga kappingina og

2) ikki er lógligur sambært almennari regulering.

Stk. 3. Avgerð, um veittur stuðul er lógligur sambært almennari regulering, verður tikin av avvarðandi landsstýrismanni, ávikavist av avvarðandi kommunala eftirlitsmyndugleikanum, er annað ikki ásett í aðrari lóggávu. Avgerð, um veittur stuðul er lógligur sambært almennari reulering, skal takast í seinasta lagi 4 vikur frá tí, at áheitan er móttikin frá Kappingarráðnum. Kappingarráðið kann leingja freistina.

Stk. 4. Boð eftir stk. 1 um afturgjald av stuðli kann gevast til privatar vinnufyritøkur, sjálvsognarstovnar og fyritøkur, sum heilt ella lutvíst eru almennar og vera riknar í partafelagsformi. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, at boð eftir stk. 1 um afturgjald av stuðli, eisini kann gevast til ávísar fyritøkur, sum heilt ella partvíst eru almenn ogn, riknar í partafelagsformi.

Stk. 5. Heimildin hjá Kappingarráðnum eftir stk. 1 til at áleggja, at almennur stuðul verður afturgoldin, verður fyrnað 5 ár eftir, at stuðulin er latin. Kappingarráðið ásetur rentur í sambandi við afturgjald sambært Rentulógini. Rentingin kann fara fram frá tí, at kappingaravlagandi stuðulin er latin.

Stk. 6. Kappingarráðið kann eftir fráboðan vátta, at almennur stuðul, sambært teimum viðurskiftum, Kappingarráðið hevur kunnleika um, ikki er fevndur av stk. 2, nr. 1, og at tað tí ikki er grundarlag fyri at geva boð sambært stk. 1. Ráðið kann áseta nærri reglur um fráboðan og um at brúka serligt fráboðanarskjal.

 

 

kapittul 5

Samanleggingareftirlit

§ 13. Í hesi lóg merkir:

Samanlegging:

Tá tvær ella fleiri fyritøkur, sum hava virkað sjálvstøðugt, verða lagdar saman, ella:

1)      tá eigarar, ið hava ræðið á einari ella fleiri fyritøkum ella, sum fáa ræðið beinleiðis ella óbeinleiðis í allari ella í pørtum av einari ella fleiri fyritøkum afturat, ella

2)      stovnan av joint venture, sum á varandi grundarlagi hevur um hendi alt virksemið eins og hjá einari sjálvstøðugari fyritøku,

3)      eftir hesi lóg fæst ræði á einari fyritøku gjøgnum rættindi, avtalur ella uppá aðrar mátar, sum partvíst ella samanlagt geva møguleika fyri at fáa avgerandi ávirkan á raksturin hjá fyritøkuni.

 

§ 14. Samanleggingar v.m. skulu verða fráboðaðar Kappingareftirlitinum.

Stk. 2. Kappingarráðið bólkar fráboðanir um samanleggingar eftir § 13 í tríggjar bólkar:

1)      fráboðanir um samanleggingar, sum Kappingarráðið metir ongan týdning hava fyri marknaðin. Í hesum førinum letur Kappingarráðið eina váttan um, at fráboðanin er móttikin og ikki verður viðgjørd sbrt. stk. 1, nr. 2 og 3,

2)      fráboðanir um samanleggingar, sum kunnu hava týdning fyri marknaðin og tí krevja fleiri upplýsingar og viðgerðin fyri at taka avgerð um tær skulu viðgerast eftir § 15,

3)      fráboðanir um samanleggingar, sum  verða viðgjørdar eftir § 15, av tí at allur umsetningurin tilsamans hjá viðkomandi fyritøkum er 75 mió kr. ella meiri. Uppi í umsetninginum verður roknaður umsetningurin hjá móður- og dótturfeløgum og feløgum innan sama samtak og fyritøkur, sum partarnir í samanleggingini beinleiðis ella óbeinleiðis hava ræðið á. Tó skulu í minsta lagi tvær av fyritøkunum, sum eru partar í samanleggingini, hava í minsta lagi 4 mió. kr. í ársumsetningi, skulu tær koma undir ásetingarnar í stk. 1.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri treytir fyri, nær samanleggingar sbrt. 14, stk. 1, nr. 2 vera viðgjørdar eftir § 15 og um, hvussu umsetningurin verður roknaður eftir stk.1, nr. 3.

 

§ 15. Metir Kappingarráðið smb. § 14, stk. 1, nr. 2 og 3, at ein samanlegging av fyritøkum hindrar virknari kapping við tað, at ein marknaðarráðandi støða, ið ein ella fleiri fyritøkur hava, verður skapt, ella at ein slík støða styrkist, kann ráðið ógilda eina slíka samanlegging, ið longu er farin fram.

Stk. 2. Kappingarráðið kann eisini leggja treytir við slíka samanlegging, ið skulu lúkast innan ásetta tíð.

Stk. 3. Tá ið støða skal takast til, um ein samanlegging er lóglig, skal Kappingarráðið taka atlit til, í hvønn mun altjóða kapping ávirkar kappingarstøðuna hjá tí samanløgdu fyritøkuni. Tá ið støða skal takast til, um ein samanlegging er lóglig, skal atlit eisini takast til, hvørt marknaðurin er opin ella atgongd til hann er hindrað.

 

§ 16. Boðast skal frá til Kappingarráðið um eina samanlegging, sum kemur undir § 13, í seinasta lagi eina viku eftir, at sáttmálin um samanlegging er gjørdur, ella almenn fráboðan er gjørd um samanleggingina, ella at onkur ávísur hevur fingið ræðið á fyritøkuni. Freistin er 1 vika frá tí, at eitt av omanfyrinevndu er farið fram.

Stk. 2. Í fráboðanini skal upplýsast um samanleggingina og um fyritøkurnar, sum verða lagdar saman. Kappingarráðið ger  reglur um, hvørjar upplýsingar, sum skulu vera í fráboðanini, m.a. um marknaðir, sum samanleggingin ávirkar, og um onnur viðkomandi viðurskifti í sambandi við, at kappingarliga ávirkanin skal kannast.

 

§ 17. Kappingarráðið skal innan 30 dagar boða viðkomandi fyritøkum frá, um mett verður, at tað er neyðugt at kanna gjøllari kappingarligu ávirkanina av samanleggingini. Freistin er 30 dagar frá, at  Kappingarráðið fær fráboðan, sum lýkur treytirnar í § 16, stk. 1 og 2, og tær reglur, sum eru  gjørdar sambært hesi áseting.

Stk. 2. Kemur eingin fráboðan frá Kappingarráðnum sbrt. stk. 1 innan ásettu freist, kann Kappingarráðið ikki ógilda samanleggingina.

Stk. 3. Avgerð um at ógilda skal takast í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir, at fráboðanin eftir stk. 1 er send viðkomandi fyritøkum.

 

§ 18. Til tess at tryggja, at ein møgulig avgerð eftir § 15 kann verða framd fult og heilt, kann Kappingarráðið leggja fyribils uppí eina samanlegging. Uppíleggingin kann vera, at forboð verður sett ímóti, at samanleggingin verður framd fyribils, ella inntil Kappingarráðið er liðugt at kanna málið.

Stk. 2. Ger Kappingarráðið av at ógilda eina samanlegging, kann ráðið samstundis, sum tað tekur avgerð við grundarlagi í § 15, ella við serstakari avgerð geva boð um, at ein fyritøka ella ognir, ið eru samanlagdar, verða skildar sundur aftur, ella at felags leiðsla verður avtikin ella at onnur hóskandi tiltøk verða sett í verk til av nýggjum at skapa fyritreytir fyri virknari kapping. 

 

Kapittul 6

 

Innlit v.m.

 

§ 19. Lóg um innlit í fyrisitingina er ikki galdandi fyri mál eftir hesi lóg, uttan so at talan er um mál eftir § 6, stk. 2, nr. 2, § 8, § 9, § 10, stk. 6, § 20, stk. 4 og § 26, stk. 3. Tó verða § 4, stk. 2 og § 6 í lóg um innlit í fyrisitingina at nýta í málum eftir hesi lóg. Hetta er eisini galdandi, tá upplýsingar, ið eru fingnar til vega eftir hesi lóg, eru latnar øðrum fyrisitingarmyndugleika. 

Stk. 2. Avgerðir hjá viðkomandi myndugleikum sambært § 2, stk. 4, nr. 1 og § 12, stk. 3, 1. pkt.,  frágreiðingar og svar frá landsstýrismonnum sbrt. § 2, stk. 5 og avgerðir hjá Kappingarráðnum, tiknar eftir hesi lóg, skulu almannakunngerast. Eisini avgerður, sum Kappingareftirlitið hevur tikið vegna Kappingarráðið skulu almannakunngerast, uttan so, at avgerðin hvørki hevur týdning fyri virki lógarinnar ella hevur týdning annars fyri almenningin. Í málum, har víst verður til § 23 og har tað verður sektað ella tikið við bót, skal dómurin almannakunngerast, bótviðtøkan ella ein samandráttur av hesum.

Stk. 3. Kappingareftirlitið kann almannakunngera upplýsingar um virksemi kappingarmyndugleikans.

Stk. 4. Almannakunngerð eftir stk. 2 og 3 fevnir ikki um upplýsingar um teknisk viðurskifti, heruppií gransking, framleiðsluhættir og vørur, umframt rakstrar- og handilsloyndir, tá talan er um upplýsingar av serligum búskaparligum týdningi fyri persónin ella fyri fyritøkuna, sum upplýsingarnar viðvíkja. Harumframt kunna upplýsingar um viðurskifti hjá einstøkum viðskiftafólkum í mun til fyritøkur undir eftirliti av Fíggjareftirlitinum ikki almannakunngerast.

Stk. 5. Tann, ið letur Kappingarráðnum upplýsingar, kann biðja um, at upplýsingar, sum sambært stk. 4 ikki mugu útflýggjast ella almannakunngerast, heldur ikki verða latnar limum Kappingarráðsins. Formaður Kappingarráðsins tekur endaliga avgerð, um upplýsingar kunnu latast limum Kappingarráðsins.   

 

Kapittul 7

Kappingarmyndugleikin. Bygnaður og heimildir

 

§ 20. Kappingarráðið hevur eftirlit við lógini og reglunum, ásettar sambært lógini. Kappingarmyndugleikin kann taka upp mál av egnum ávum eftir fráboðan, eftir kæru ella eftir áheitan frá øðrum kappingar-myndugleikum, sbrt. § 26 um útflýggjan av upplýsingum til onnur lond.

Kappingarráðið ger av, um tað er grundarlag fyri at kanna ella at taka avgerð í einum máli, og um málsviðgerð fyribils ella endaliga skal steðga. Harumframt kann Kappingarráðið taka avgerð um at lata vera við at viðgera eitt mál, har fyritøkur áður hava givið tilsøgn sbrt. § 23.

Stk. 2. Kappingareftirlitið er skrivstova hjá  Kappingarráðnum í málum sbrt. hesi lóg og hevur vegna Kappingarráðið dagligu umsitingina av lógini.

Stk. 3. Kappingarráðið hevur ein formann og 4 limir. Formaðurin og limirnir verða tilnevndir av landsstýrismanninum fyri eitt fýra ára skeið. Fyri formannin og hvønn av limunum verða tilnevnd varafólk. Ráðið skal hava kunnleika til alment og privat vinnuvirksemi, løgfrøði, búskaparfrøði, fíggjarlig viðurskifti og viðurskifti brúkaranna.  Formaðurin og 2 av limum ráðsins skulu vera óheftir av vinnuligum áhugamálum og brúkaraáhugamálum.

 Stk.4. Landstýrismaðurin í kappingarmálum ger fundarskipan til Kappingarráðið og ásetur nærri reglur fyri virkseminum hjá kappingareftirlitinum.

 

§ 21. Landsstýrismaðurin í kappingarmálum kann gera reglur um at nýta elektróniskt samskifti til og frá Kappingarráðnum, Kappingareftirlitinum og kærunevndini í kappingarmálum og í hesum sambandi reglur um elektróniska undirskrift. 

 

§  22. Tey boð, sum Kappingarráðið kann geva eftir § 6, stk. 4 og § 11, stk. 4 við tí endamáli at steðga skaðiligu árinunum frá kappingaravmarkingum, kunnu t.d. vera:

1)      at avtalur, samtyktir, handilstreytir v.m. fult ella lutvíst verða settar úr gildi,

2)      at farast kann ikki upp um tilskilaðar prísir ella vinningar, ella at ávísir útrokningarhættir skulu nýtast, tá prísir ella vinningar verða roknaðir út,

3)      at áleggja einum ella fleiri av viðkomandi fyritøkunum at selja til tilskilaðar keyparar við teimum treytum, sum fyritøkan vanliga setir fyri samsvarandi sølu. Fyritøkan kann tó altíð krevja, at goldið verður kontant, ella krevja nóg góða trygd,

4)      at geva atgongd til ein fasilitet í einum undirstøðukervi, ið er neyðugur, til tess at kunna bjóða út eina vøru ella tænastuveiting,

 

§ 23. Tilsøgn, veitt av fyritøku, og sum gongur ivasemi á møti, sum Kappingarráðið hevur viðvíkjandi § 6, stk. 1 og § 11, stk. 1, kann gerast bindandi fyri fyritøkurnar. Ein tilsøgn kann gerast tíðaravmarkað.

Stk. 2. Eftir at tilsøgn er gjørd bindandi sbr. stk. 1, kann Kappingarráðið geva boð, sum er neyðugt fyri at tryggja, at boðini verða fylgd til fulnar og innan ásettu tíð.

Kappingarráðið kann afturkalla eina avgerð sbrt. stk.1um:

1)      tey veruligu viðurskiftini eru broytt sum hava týdning í samband við avgerðina,

2)      avtalupartarnir v.m. handla í stríð við givin boð ella,

3)      avgerðin er tikin við støði í órøttum ella villleiðandi upplýsingum frá avtalupørtunum v.m.

 

§ 24. Kappingarráðið  kann krevja allar upplýsingar, eisini elektroniskt goymdar upplýsingar, sum Kappingarráðið metir vera neyðugar fyri virksemi sítt ella fyri at gera av, um ávís viðurskifti eru partur av øki lógarinnar. Kravdu upplýsingarnar kunnu eitt nú vera roknskapir og roknskapartilfar, úrrit úr bókum og øðrum handilsskjølum.
Stk. 2.
Kappingarráðið kann í arbeiði sínum krevja at fáa upplýsingar og skjøl frá øðrum myndugleikum, m.a. skattamyndugleikunum og tollmyndugleikunum, óheft av tagnarskyldu teirra.

 

§ 25. Kappingareftirlitið kann í sambandi við virksemið hjá Kappingarráðnum gera eftirlitskanningar, ið hava við sær, at Kappingareftirlitið fær atgongd til høli og flutningsamboð hjá fyritøkum ella samtaki av fyritøkum. Kappingareftirlitið kann gera seg kunnugt við og taka avrit av øllum upplýsingum, sum hava týdning fyri at fremja eftirlit sambært lógini. Upplýsingarnar kunnu eitt nú vera roknskapir og roknskapartilfar, úrrit úr bókum og øðrum handilsskjølum, óansæð upplýsingarmiðil.

Stk. 2. Í sambandi við eftirlitskanningar, kann Kappingarráðið eisini krevja munnligar frágreiðingar og krevja, at persónar, fevndir av eftirlitskanningini, vísa fram innihaldið í teirra lummum, taskum v.m. við tí endamáli, at Kappingareftirlitið kann gera seg kunnugt við, og møguliga taka avrit av hesum.

Stk. 3. Tá upplýsingar hjá fyritøkum eru í varðveitslu uttanhýsis ella verða viðgjørdar uttanhýsis, hevur Kappingareftirlitið somu atgongd sum eftir stk. 1 til varðveitslustaðið. Heimildin er treytað av, at ikki er gjørligt at útvega upplýsingarnar beinleiðis frá fyritøkuni ella fyritøkusamtakinum, ið verður kannað.

Stk. 4. Eftirlitskanningin kann bert fara fram eftir rættarúrskurði og ímóti at vísa samleikaprógv.

Stk. 5. Kappingareftirlitið kann taka elektrónisk avrit av dáta á elektróniskum miðlum, sum eru fevndir av eftirlitskanningini, og kann taka við sær avritaða tilfarið við tí endamáli, at kanna tilfarið. Speglaða tilfarið skal innsiglast, tá eftirlitið fer úr hølunum hjá fyritøkuni. Tann, sum kannaður verður, kann krevja, at viðkomandi ella eitt umboð, sum viðkomandi hevur valt, kann vera til staðar, tá innsiglingin verður brotin og tá eftirlitið gjøgnumgongur speglaða tilfarið.

Stk. 6. Kappingareftirlitið hevur skyldu til í seinasta lagi 25 yrkadagar eftir, at eftirlitiskanningin er gjørd, at lata eitt avrit av upplýsingunum, eftirlitið hevur tikið í sambandi við speglaða tilfarið, til viðkomandi, sum verður kannaður.  Tá tilfarið er kannað, skal tað speglaða tilfarið varðveitast innsiglað. Speglaða tilfarið skal burturbeinast ella latast aftur, um eftirlitið metir, at málið ikki inniheldur prógv fyri brot á kappingarlógina. Ger Kappingareftirlitið av at fara víðari við málinum, skal speglaða tilfarið beinast burtur, tá málið er endaliga avgreitt.

Stk. 7.  Um viðurskifti hjá fyritøkuni ella samtak av fyritøkum hevur við sær, at tað ikki ber til hjá Kappingareftirlitinum sama dag, eftirlitskanningin verður gjørd, at fáa atgongd til ella at taka avrit av upplýsingunum, smb. stk. 1 og 2, kann eftirlitið innsigla viðkomandi fyritøkuhølir og upplýsingar í 3 yrkadagar eftir hetta, at kanningin er gjørd.

Stk. 8. Undir somu treytum, sum í stk. 5 kann kappingareftirlitið taka upplýsingar við ella tann miðilin, har upplýsingarnar eru á, við tí endamáli  at avrita upplýsingarnar. Tilfarið, sum Kappingareftirlitið hevur tikið við sær við tí endamáli at avrita, skal saman við avriti av upplýsingunum, sum eftirlitið hevur tikið til at brúka til gjøllari kanning, latast aftur til fyritøkuna ella samtakið av fyritøkum í seinasta lagi 3 yrkadagar aftaná eftirlitskanningina.

Stk. 9. Tíðarfreistirnar í stk. 4, 5 og 6 kunna leingjast í serligum førum.

Stk. 10. Løgreglan veitir hjálp við útinning av heimildum eftir stk. 1, 2 og 4-6. Landsstýrismaðurin kann eftir avtalu við avvarðandi løgreglumyndugleika gera reglur í hesum sambandi. 

 

§ 26. Kappingareftirlitið kann lata kappingarmyndugleikum í øðrum londum upplýsingar, ið koma undir tagnarskyldu kappingarmyndugleikans, um hesar eru neyðugar til tess at fremja handhevjanina av kappingarlóggávuni í hesum londum. Tað er ein treyt, at fyrivarni verður tikið fyri, at upplýsingar skulu latast báðar vegir.

Stk. 2. Tá upplýsingar verða latnar eftir stk. 1, skal Kappingareftirlitið seta sum treyt, at upplýsingarnar:

1)      vera undir samsvarandi tagnarskyldu hjá móttakaranum,

2)      einans verða nýttar til tað endamál, sum er ásett í sínámillum avtalum við eitt ella fleiri lond, um so er, at umbýtið fer fram sambært avtaluni, og

3)      einans kunnu latast víðari við greiðum samtykki frá Kappingareftirlitinum og einans til tað endamál, sum samtykkið fevnir um.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvussu upplýsingar, ið eru fevndar av tagnarskyldu kappingarmyndugleikans, kunnu latast øðrum kappingarmyndugleikum. 

 

Kapittul 8

 

Kærur

 

§ 27. Avgerðir, tiknar av Kappingarráðnum eftir § 2, stk. 1, § 3, 1. nr.., § 4, § 6 stk. og 4,  § 7, stk. 1 til 3, § 8, stk. 2 og stk. 3 – 5, § 9, §10, stk. 2, § 11, stk. 1, 2 og 5, § 14, § 15, § 19, stk. 4, § 22 og § 32, stk. 3 í hesi lóg, kunnu kærast til Kærunevndina fyri kappingarmál.

Stk. 2. Kæra kann bert verða latin inn av

1)      tí, sum avgerðin viðvíkur, og

2)      tí, sum annars hevur individuellan og týðandi áhuga í málinum.

Hetta er tó ikki galdandi fyri avgerðir hjá Kappingarráðnum eftir § 14, § 15 og § 23.

Stk. 3. Avgerð eftir 20, stk. 1 kann ikki kærast til kærunevndina.

Stk. 4. Kæra um avgerð eftir § 19, stk. 4 hevur steðgandi virknað. Kappingarráðið ella Kærunevndin kann avgera, at kærur um aðrar avgerðir hava steðgandi virknað.

Stk. 5. Kærunevndin skal taka avgerð í málinum í seinasta lagi seks vikur eftir, at málið er lagt fyri hana.

 

§ 28. Avgerðir, tiknar av Kappingarráðnum eftir hesi lóg, kunnu ikki leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika enn Kærunevndina og kunnu ikki leggjast fyri rættin, fyrr enn úrskurður frá Kærunevndini er til skjals.

Stk. 2. Kæra um avgerð kann verða skotin inn fyri Kærunevndina innan 4 vikur frá tí, at avgerðin er kunngjørd tí, sum hon viðvíkur. Tá serligar orsøkir tala fyri, kann kærunevndin víkja frá kærufreistini.

Stk. 3. Avgerð, tikin av Kærunevndini, kann leggjast fyri Føroya Rætt í seinasta lagi 8 vikur frá tí, at avgerðin er kunngjørd tí, sum hon viðvíkur. Verður ikki kært innan ásettu tíðarfreistina, er avgerð kærunevndarinnar endalig.   

 

§ 29. Landsstýrismaðurin tilnevnir tríggjar limir og fyri hvønn av hesum ein varalim í Kærunevndina fyri kappingarmál. Formaðurin skal vera løgfrøðingur. Limir og varalimir skulu vera óheftir av vinnuligum áhugamálum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um virksemi nevndarinnar, reglur um møguligt gjald fyri at kæra, starvstíð hjá kærunevndini v.m. 

 

Kapittul 9

Revsing og gildiskoma

 

§ 30. Tann, ið ikki letur Kappingarráðnum upplýsingar, sum Kappingarráðið kann krevja eftir hesi lóg, ella sum ikki heldur treytir ella ger eftir boðum, givin eftir hesi lóg, ella fylgir tilsøgn, sum er bindandi sbrt. § 23, stk. 1,  kann Kappingarráðið áleggja

dagliga ella vikuliga sekt.

Stk. 2. Sekt áløgd eftir stk. 1. kann verða innheintað við panting saman við innkrevjingarkostnaði. Toll- og Skattstova Føroya fremur pantingina sambært stk. 2 eftir reglunum í skattalógini fyri innkrevjing av skattum.

 

§ 31. Um ikki harðari revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður revsaður við bót tann, sum tilvitað ella av grovum ósketni

1)      brýtur forboðið í § 6, stk. 1,

2)      brýtur ella ikki heldur eina treyt, sum er áløgd eftir § 9, stk. 2, pkt. 2 og stk. 3,

3)      brýtur forboðið í § 11, stk. 1,

4)      brýtur ella ikki fylgir boðum eftir § 12, stk. 1,

5)      brýtur fráboðanarskylduna í § 14, stk 1,

6)      brýtur ella letur vera við at fylgja treyt ella boðum sbrt. § 15, fremur eina samanlegging, áðrenn henda er góðkend sbrt. § 17,

7)      brýtur ella ikki heldur eina treyt eftir § 23,

8)      brýtur ella letur vera við at fylgja einari tilsøgn, sum er gjørd bindandi eftir § 23, stk. 1,

9)      brýtur ella letur vera við at fylgja boðum eftir § 22, stk. 2,

10)  letur vera við at fylgja krøvum eftir § 24,

11)  gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar til Kappingareftirlitið, Kappingarráðið ella Kærunevndina í Kappingarmálum ella heldur aftur týðandi upplýsingum.

Stk. 2. Stk. 1, nr. 1 verður ikki at nýta frá tí, at ein avtala er fráboðað Kappingarráðnum, sambært § 9, stk. 1, og til Kappingarráðið hevur kunngjørt sína avgerð eftir § 9, stk. 1 ella stk. 3.

Stk. 3. Revsiábyrgd kann áleggjast feløgum v.m. (løgfrøðiligir persónar) eftir reglunum í 5. kapitli í revsilógini. 

Stk. 4. Er fíggjarligur vinningur fingin við brot á stk. 1 og 2, skal hald leggjast á vinningin eftir reglunum í kapitli 9 í revsilógini. Ber ikki til at leggja hald á vinningin, skal við áseting av revsing takast serligt fyrilit fyri støddini á einum náddum ella ætlaðum fíggjarligum fyrimuni.  

Stk. 5. Fyrningarfreistin fyri revsiábyrgd er 5 ár.

 

§ 32. Løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2008.

Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping.

Stk. 3. Kappingaravmarkandi avtalur, viðtøkur og samskipaður atburður, sum eru á marknaðinum, tá lógin kemur í gildi, og sum eru bannaðar sambært § 6, stk. 1, kunnu, um tey verða fráboðaðar við frítøku fyri eyga eftir § 8 innan 1. juni 2008, halda fram 3 mánaðir eftir, at Kappingarráðið hevur tikið avgerð í málinum, og eisini um Kappingarráðið ikki gevur frávik eftir § 8. Kappingarráðið kann leingja freistina.
Stk. 4.
Mál eftir kappingarlógini, smb. løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 3. desember 1998, ið ikki eru liðugt viðgjørd, tá lógin kemur í gildi, detta burtur. Hetta er ikki galdandi fyri mál, løgd fyri Kærunevndina í kappingarmálum.

Stk. 5. Tær kunngerðir, reglugerðir og reglur, sum eru settar í gildi við heimild í løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping, eru í gildi, til tær verða settar úr gildi, ella til aðrar verða settar í staðin.

 

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

1. Endamálið við lógini

Ætlanin við lógaruppskotinum hevur eisini verið at laga føroyska kappingarlógarverkið til ES-kappingarreglurnar og tær kappingarlógir, ið eru galdandi í hinum Norðurlondunum. Tað er neyðugt at hava eitt vælvirkandi kappingarráð, eisini og serstakliga í tilgongdini til fríari marknaðir eitt nú í sambandi við umskipan og einskiljing av almennum virksemi. Ivasamt er, hvat samfelagsliga gagnið er av at fara frá einum almennum til eitt einskilt einkarfelag. Fyri at fáa kappingina á hesum marknaðum so virkna, sum til ber, krevjast reglur og umsiting, sum kunnu tryggja atlit til m.a., at kappingin ikki minkar ella hvørvur, av tí at einskildu almennu fyritøkurnar verða lagdar saman við fyritøkunum á marknaðinum, og at forðingar vera á marknaðinum fyri, at nýggjar fyritøkur sleppa inn á marknaðin. Í Løgtingslóg nr. 66 frá 18. mai 2006 um at seta í gildi Hoyvíkssáttmálan er ásett í § 5, pkt. F viðvíkjandi kapping, at til tess at tryggja frælsan handil og jøvn kappingarkor á tí búskaparøki, sum stovnað er við hesum sáttmála, skulu kappingarmyndugleikarnir hjá sáttmálapørtunum samstarva, flýggja hvørjum øðrum upplýsingar og ráðføra seg hvør við annan um eftirlit sum heild, og krevst tað í einstøkum málum. Við nýggju kappingarlógini verður heimild fingin til vega fyri samstarvi millum kappingarmyndugleikarnar í øðrum londum.

 

Endamálið við lógini er at tryggja, at karmar eru, sum fremja virkna kapping, sum skal vera til gagns fyri fyritøkur og brúkarar. Virkin kapping er avgerandi fyri búskaparligan vøkstur og fyri at tryggja, at samfelagsliga tilfeingið verður gagnnýtt á bestan hátt. At samfelagsliga tilfeingið verður gagnnýtt á bestan hátt hevur við sær partvís, at vørur og tænastur vera framleiddar og útbreiddar til lægst møguligan kostnað, partvís, at útboðið av vørum og tænastum fer fram í einari mongd og samanseting, sum samsvara við ynski og tørv hjá brúkaranum. Virkin kapping verður mett at vera tað besta amboðið at tryggja, at útboðið av vørum og tænastum best myndar tørvin hjá brúkarunum bæði við atliti til góðsku og prís. Atlit til brúkaran verður røkt upp á fleiri mátar, m.a. við einum hægri tænastu- og góðskustøði, betringar í útbreiðsluni, kostnaðarlækking og einum meiri fjølbroyttum útboði av vørum og tænastum, burðardyggari framleiðslu og øktari nýskapan.

 

Væl skipaðir marknaðir loyva fólki at brúka síni evni og sítt tilfeingi at fáast við vinnuligt virksemi og harvið skapa vinning og virðir. Kapping á vinnuliga marknaðinum er grundleggjandi drívmegin aftan fyri framhaldandi hækkandi framleiðslumegi og harvið framhaldandi hækkandi inntøkustøði.  

 

Høvuðsbroytingarnar í mun til galdandi kappingarlóg eru, at farið verður frá sonevndu eftirlitsmeginregluni til forboðsmeginregluna, sum hevur við sær greiðari reglur fyri vinnuna og betri amboð hjá kappingarmyndugleikanum at tryggja kapping. Við lógini verður samanleggingareftirlit (fusjónskontroll) eisini skipað.

Tað eru millum 10 og 15 ár liðin, síðani at farið varð frá eftirlitslóggávu til forboðslóggávu, og at samanleggingareftirlit varð skipað í danska og íslendska kappingarlóggávu. Nærum øll lond í vesturheiminum hava ásetingar í kappingarreglum sínum, sum geva heimild til uppíblanding í samanleggingarmálum. Tað er bert í teimum førum, tá vansarnir eru størri enn fyrimunirnir, at samanleggingar verða steðgaðar, ella loyvi til samanlegging verður givið við treytum

 

Kappingarlógin skal hava atlit til, at kappingarmyndugleikin hevur neyðugu amboðini til at tryggja kapping, samstundis sum at einstaklingar og virkir hava frælsi til vinnuliga virksemið og til at vaksa í vavi og at skapa vøkstur.

 

Vanligasta forðingin fyri kapping á einum marknaði er, at ein ella tvær fyritøkur hava ráðandi marknaðarstøðu á marknaðinum. Møguleikarnir fyri at forða øðrum atgongd til marknaðin finnast serliga, har marknaðirnir eru smáir, og har tað eru stórrakstrarfyrimunir í framleiðsluni. Føroyski heimamarknaðurin er lítil í mun til støddina av optimalum framleiðslueindum (stórrakstrarfyrimunir), og tí kann tað ofta vera trupult at fáa virkna kapping á teim einstøku marknaðunum, serliga tá talan er um framleiðsluvinnu eyðkend við stórrakstrarfyrimunum. Nógvir stakmarknaðir í føroysku heimavinnuni eru eyðkendir av monopolum og duopolum.

 

Sum heild kann sigast, at kappingareglurnar í londum í vesturheiminum eru skiftar sundur í tveir meginbólkar. Øðrumegin eru reglur, sum miða ímóti at hindra, at fyritøkur avlaga kappingina við atburði sínum á marknaðinum og hinumegin reglur, sum miða ímóti, at fyritøkur broyta marknaðarbygnaðin og minka um kappingina við samanleggingum og yvirtøkum. Samanleggingarreglur eru tí ein av hornasteinunum í kappingarrættinum og hava ein týðandi leiklut í royndunum at forða kappingarliga bygnaðinum hjá marknaðinum í at broytast við samanleggingum og yvirtøkum, soleiðis at kappingin hvørvur ella minkar munavert.

 

Havast skal í huganum, at lógaruppskotið ikki broytir tey viðurskiftini, at tað eru serlógir á vinnuligum økjum, har kapppingarlógin ikki í sama mun hevur gildi eitt nú innan post-, fjarskiftis- og apoteksvirksemi og flogferðslu. Treyðugt so metir Kappingarráðið, at ein almenn regulering ella stuðulsskipan kann hava skaðilig árin á kappingina ella á annan hátt forðar eini fulldyggari samfelagsligari tilfeingisnýtslu, kann Kappingarráðið gera eina frágreiðing, har víst verður á møgulig skaðilig árin á kappingina, og koma við uppskoti um, hvussu kappingin kann fremjast. Avvarðandi landsstýrismaður skal eftir samráðing við landsstýrismannin í kappingarmálum svara  innan ávísa tíð. Harumframt er við lógaruppskotinum ásett, at Kappingarráðið kann seta fram krav um roknskaparligan sundurskilnað millum einkarrættarvirksemi og virksemi í frælsari kapping.

 

a. Alment

Danska kappingarlógin (LBK nr. 785 af 8. august 2005 om konkurrenceloven) hevur í stóran mun verið grundarlag undir hesum lógaruppskoti. Danska kappingarlógin er viðgjørd og kannað gjølla, og eru ymsar broytingar gjørdar til tess at laga uppskotið til føroysk viðurskifti. Íslendska kappingarlógin er eisini nýtt sum grundarlag í einstøkum førum. Tey serligu viðurskifti, ið gera seg galdandi, eru fyrst og fremst støddin á marknaðinum. Danska Búskapar- og Vinnumálaráðið arbeiðir í løtuni við lógaruppskoti um at broyta donsku kappingarlógina. Endamálið við lógaruppskotinum er at styrkja avdúkingar av brotum á kappingarlógina serliga í sambandi við kartellir, og í aðrar mátar at styrkja heimildirnar at handhevja kappingarmyndugleikan. Uppskotið er eisini ætlað at virka til at betra um kappingina í sambandi við uppgávur hjá tí almenna. Í fyriliggjandi lógaruppskoti eru ásetingar úr danska lógaruppskotinum tiknar við, tá tað ræður um heimild at fáa atgongd til upplýsingar í sambandi við eftirlitskanningar. Galdandi danska lógin hevur á hesum øki ikki somu møguleikar, sum í meginpartinum av ES-londunum. Mett verður, at tað hevur týdning, at myndugleikin hevur neyðugu amboðini til at fáa upplýsingar í sambandi við at kanna og at fyribyrgja brot á kappingarlógina.

 

Lógaruppskotið er evnað til við tí endamáli, at ein kappingarlóg sum mest skal tryggja eina fría og virkna kapping. Til tess betur at røkka endamálinum við lógini, verður farið burtur frá eftirlitsmeginregluni og til eina forboðsmeginreglu. Høvuðsorsøkin til, at farið verður frá eini eftirlitslóg og til eina forboðslóg, er fyrst og fremst, at kappingarlóggávan verður greiðari. Í eini forboðslóg av hesum slagi verður tað lættari at skyna á, hvørjar avtalur og hvør atburður ikki er loyvdur.

 

Ein forboðslóg fer í størri mun enn ein eftirlitslóg at fremja kappingina. Hetta serliga tí, at fyritøkur skulu søkja um loyvi til avtalur v.m., ið avmarka ella avlaga kappingina. Eftir galdandi eftirlitslóg er bert neyðugt at boða Kappingarráðnum frá, at ávísar avtalur hava týðandi árin á marknaðin. Síðani kann fyritøkan halda fram við virksemi sínum, til Kappingarráðið hevur tikið støðu til avtaluna v.m. Sambært lógaruppskotinum, skal ein fyritøka steðga við framferð síni, til Kappingarráðið er komið til niðurstøðu sína.

 

Lógin, eins og galdandi lóg, er ikki galdandi fyri lønar- og arbeiðsviðurskifti.

 

b. Forboð ímóti kappingaravlagandi avtalum

 

Skotið verður upp eitt alment forboð ímóti kappingaravmarkandi og –avlagandi avtalum v.m. Hesar avtalur kunnu eitt nú vera avtalur um prísáseting, avmarkan av framleiðslu, sundurbýti av marknaðum, “tying” (t.e. samantvinnað søla, sum er eitt kappingarrættarligt fyribrigdi, tá ið ein fyritøka, sum hevur eina ráðandi støðu á marknaðinum, nýtir hesa støðu at áleggja keyparum sínum at keypa aðrar vørur ella veitingar), prísmismunur o.a. Ikki øll dømi um kappingaravmarkandi og  -avlagandi avtalur eru nevnd, og er hetta fyri, at kappingarmyndugleikin kann gera inntriv móti avtalum o.ø., ið ikki eru kend í dag. Hetta forboð svarar til tær ásetingar, sum eru galdandi í ES-kappingarrættinum.

 

Forboðið er galdandi fyri bæði loddrættar (vertikalar) og vatnrættar (horisontalar) avtalur (sí niðanfyri). Havast skal tó í huga, at ávikavist loddrættar og vatnrættar avtalur einans eru bannaðar, um avtalurnar hava til endamáls ella sum fylgju at forða ella avmarka kappingina. Somuleiðis skal havast í huga, at selektivar distribusjónsavtalur (úrveljandi útbreiðsluavtalur), hóast tær í ein ávísan mun kunnu avmarka ella minka um kappingina, sum meginregla eru loyvdar. Úrvaldar útbreiðsluavtalur eru avtalur, har framleiðarin av eini vøru tryggjar sær, at seinni sølulið lúka ávís krøv, ið framleiðarin setur. Hetta kunnu eitt nú vera krøv um handilsstað, handilsrúm o.a. Sum dømi um framleiðarar, ið krevja úrvalda útbreiðsluavtalur, kunnu nevnast Kodak, IBM, B & O og YSL perfumes.

 

Loddrættar avtalur

Loddrættar avtalur eru avtalur, ið eru gjørdar millum ymsu (loddrøttu) søluliðini, eitt nú millum framleiðara og seinni sølulið. Loddrættar avtalur kunnu verða gjørdar til tess at tryggja, at prísurin á víðarisølu ella møguligur avsláttur til viðskiftafólk eru ásettir frammanundan ella til tess at tryggja seinni søluliðum ella øðrum landafrøðiliga verju. Loddrættar avtalur av hesum slagi eru í høvuðsheitum ikki loyvdar.

 

Vatnrættar avtalur

Vatnrættar avtalur eru avtalur, ið eru gjørdar millum sølulið á sama (vatnrætta) støði, eitt nú millum framleiðarar ella sølulið, ið eru kappingarneytar á sama øki. Slíkar avtalur kunnu eitt nú verða gjørdar til tess at tryggja, at søluprísurin er hin sami í øllum seinni søluliðum, at kvotur verða ásettar fyri eina framleiðslu av eini vøru ella tænastuveiting, ella at tryggja, at ávísir marknaðir ella veitingarkeldur eru býtt innanhýsis. Vatnrættar avtalur kunnu hava við sær avmarking í kappingini á tann hátt, at trupult kann verða hjá einum nýggjum kappingarneyta at koma inn á marknaðin, av tí at marknaðurin er býttur millum teir luttakarar, ið longu eru á marknaðinum. Marknaðurin kann vera býttur á ymsan hátt, t.d. við landafrøðiligum býti, viðskiftafólkabýti o.tíl. Vatnrættar avtalur av hesum slagi eru í høvuðsheitum ikki loyvdar.

 

c. Forboð móti misnýtslu av ráðandi støðu

 

Somuleiðis verður eitt forboð móti misnýtslu av ráðandi støðu á marknaðinum skotið upp. Henda áseting er nýggj í mun til galdandi kappingarlóg. Eisini henda áseting samsvarar við ásetingar í ES-kappingarrættinum. Um ein fyritøka misnýtir eina ráðandi støðu á marknaðinum, kann kappingarmyndugleikin áleggja fyritøkuni at steðga misnýtsluni.

 

Harumframt er í lógaruppskotinum ein áseting, ið gevur kappingarmyndugleikanum, eftir umsókn frá fyritøkuni, møguleika at vátta, at ein marknaðarstøða ikki verður misnýtt, og at atburðurin hjá fyritøkuni tí ikki er partur av almenna forboðnum ímóti kappingaravmarkandi og –avlagandi avtalum.

 

d.      Samanleggingareftirlit

 

Samanleggingareftirlit hevur ikki til endamáls at steðga samanleggingum, tí samanleggingar kunnu hava gagnlig árin á virkisførið í eini vinnu. Tað er bert í teimum førum, tá vansarnir eru størri enn fyrimunirnir, at samanleggingar verða steðgaðar, ella loyvi til samanlegging verður givið við treytum. Eisini er tað møguligt hjá fyritøkunum at samskifta við Kappingarráðið við tí endamáli at fáa ráðgeving bæði áðrenn eina fráboðan, og meðan ein fráboðan um samanlegging verður viðgjørd.

 

Í 2000 fekk Danmark samanleggingareftirlit. Áðrenn hetta høvdu fyritøkurnar fráboðanarskyldu. Við tað, at ongar royndir eru í Føroyum við fráboðanum um samanleggingar, verður mett, at tað er skilagott at samanseta fraboðanarskyldu við samanleggingareftirliti.

Endamálið við hesi skipan er, at hava vanligt fusjónskontrol eins og í grannalondunum, samstundis sum at møguleikin ikki verður frásagdur at gera inntriv í serligum førum, tá talan er um fusjónir undir ásettu markvirðunum.  Ásannandi, at føroyski marknaðurin er geografiskt avbyrgdur, eginframleiðslan avmarkað og at marknaðurin er sera lítil, og ongar royndir eru við kappingarregulering av samanleggingum, verður mælt til eina samansjóðing av eftirlits- og fusjónskontrollóggávu, sum tekur atlit til serligu føroysku umstøðurnar. 

e. Alment og privat vinnuvirksemi verður javnsett

Til tess at tryggja, at alment og privat vinnuvirksemi verður javnsett, eru forboðsásetingarnar í lógini galdandi fyri bæði alment og privat vinnuvirksemi.

 

Forboðsásetingarnar eru tó ikki galdandi, um so er, at kappingaravmarkingin er ein beinleiðis ella neyðug fylgja av almennari regulering. Hetta er galdandi fyri bæði almennar og privatar fyritøkur.

f. Alment innlit

 

Lógaruppskotið hevur við sær, at Løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina ikki er galdandi fyri mál sambært kappingarlógini.

 

Alment innlit er tó galdandi í málum, ið snúgva seg um áseting av reglum eftir kappingarlógini, har landsstýrismaðurin skal biðja kappingarmyndugleikan um ummæli, ella har kappingarmyndugleikin ásetur reglur. Ásetingin hevur eisini við sær, at kappingarmyndugleikin kann almannakunngera avgerðir, tiknar eftir lógini, tó so, at ávísir handilsloynidómar kunnu verða undantiknir.

 

Rættindini hjá pørtunum eru skipað eftir fyrisitingarlógini.  

g. Umsiting

 

Kappingarráðið hevur saman við Kappingaeftirlitinum eftirlit við lógini og reglum sambært lógini. Kappingarráðið er ovasti myndugleiki á økinum. Kappingareftirlitið, sum røkir skrivstovuuppgávuna fyri Kappingarráðið, fyrireikar málini fyri Kappingarráðið og hevur í hesum sambandi sjálvstøðuga heimild at krevja viðkomandi upplýsingar v.m.

 

Lógaruppskotið hevur onga broyting við sær viðvíkjandi talinum av limum í Kappingarráðnum. Kappingarráðið verður framhaldandi sett saman av 1 formanni og 4 limum, ið verða tilnevndir av landsstýrismanninum í vinnumálum. Eins og í galdandi lóg skulu limirnir hava kunnleika til vinnuvirksemi, løgfrøði, búskaparlig viðurskifti og viðurskifti brúkaranna. Formaðurin og 2 av limum ráðsins skulu vera óheftir av vinnuligum áhugamálum.   

h. Kærunevnd í kappingarmálum

 

Sambært lógaruppskotinum verður kærunevndin fyri kappingarmál varðveitt. Einasta broyting í mun til galdandi lóg er, at tað eftir lógaruppskotinum ikki longur er eitt krav, at tað er ikki-fyrisitandi sorinskrivarin, sum er formaður. Talan skal tó framvegis vera um ein løgfrøðing.

 

i. Stuðulsskipanir og kappingaravlagandi stuðul

Mett verður, at almennur stuðul í mongum førum er kappingaravlagandi og tí kann hava stóran týdning fyri kappingina í ávísum vinnugreinum.

Skotið verður upp, at almennur stuðul, ið Kappingarráðið metir vera kappingaravlagandi, verður viðgjørdur á tann hátt, at Kappingarráðið kann lata avvarðandi landsstýrismanni frágreiðing, sum vísir á møgulig skaðilig og kappingaravlagandi árin av stuðlinum, umframt at Kappingarráðið kann koma við uppskoti um, hvussu bøtast kann um hetta. Avvarðandi landsstýrismaður skal síðani eftir samráðing við landsstýrismannin í kappingarmálum svara Kappingarráðnum. Umframt at Kappingarráðið kann krevja roknskaparliga sundurskiljing hjá fyritøkum millum alment einkarvirksemi og virksemi í frælsari kapping.

Í lógaruppskotinum er ásett, at Kappingarráðið kann geva boð um, at stuðul, veittur við almennari fígging til fyrimuns fyri ávíst vinnuvirksemi, skal støðga ella afturrindast.

Atburðurin hjá tí almenna sum keypari hevur eisini týdning fyri kappingina á marknaðinum, og er ES direktiv, ið hevur sum endamál at tryggja ikki-diskriminasjón, gjøgnumskygni og proporsjonalitet í sambandi við alment innkeyp. Hóast lóggávan um alment innkeyp ikki er partur av kappingarlógini, umsitur danska kappingarráðið lóggávu um alment útboð. Arbeiðsbólkurin, settur at orðað nýggja kappingarlóg, mælir til, at reglur verða gjørdar um alment innkeyp, sum tryggja, at veitingar til tað almenna fara fram í fríari kapping.

Sambært frásøgn frá landsstýrisfundi 12. februar 2007 legði landsstýrismaðurin í vinnumálum fram viðmerkingar um nýggja kappingarlóg. Málið var umrøtt við atliti at viðmerkingunum í sambandi við ummæli til lógaruppskotið viðvíkjandi almennum innkeypi. Avtalað varð, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum í samráði við landsstýrismannin í vinnumálum evnar til rundskriv um alment innkeyp, sum verður sent út í seinasta lagi, tá kappingarlógin kemur í gildi.  

Galdandi lóggáva

Galdandi kappingarlóg er løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997 við seinni broytingum. Lógin kom í gildi í staðin fyri lóg nr. 98 frá 29. mars 1924 um uretmæssig konkurrence, sum broytt við lóg nr. 165 frá 13. apríl 1938 og lóg nr. 108 frá 23. mars 1948, og løgtingslóg nr. 25 frá 10. mars 1992 um príseftirlit, sum broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 13. juni 1995. Somuleiðis fór úr gildi løgtingslóg nr. 191 frá 8. desember 1993 um príssteðg.

 

2. Ummæli

Hesir stovnar og fyritøkur hava havt uppskotið til ummælis:

 

Almanna- og heilsumálaráðið, Fiskimálaráðið, Fíggjarmálaráðið, Innlendismálaráðið, Løgmansskrivstovan, Mentamálaráðið og viðkomandi stovnar undir stjórnarráðunum, Advokatfelag Føroya, Brúkarasamtakið, Búskaparráðið, Felgið fyri løggildar grannskoðarar, Felagið fyri skrásettar grannskoðarar, Føroya Kommunufelag, Føroya Reiðarafelag, Kappingarráðið, Kommunusamskipan Føroya, Kærunevndin í kappingarmálum, Landsbanki Føroya, Menningarstovan, Vinnuhúsið og Toll- og skattstova Føroya.

 

Øll hoyringssvarini eru hjáløgd lógaruppskotinum saman við vvirliti yvir ummælini; skipað við ummælispørtunum, sjálvum ummælinum við almennum viðmerkingum og ítøkiligum viðmerkingum ella broytingaruppskoti. Eisini eru viðmerkingar gjørdar til ummælini í yvirlitinum.   

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

1. Fíggjarligar avleiðingar

 

Fyri landið 

Broytingin frá eftirlitslóg til forboðslóg og samanleggingareftirlit aðrastaðni hevur havt við sær størri umsitingarligar byrðar og tískil eisini fíggjarligar byrðar.

 

Grundgevingin fyri, at byrðarnar vera størri í umsitingini, eru m.a., at: 1. Kappingarráðið skal svara umsóknum um frítøku viðvíkjandi kappingaravlagandi avtalum innan ásetta freist, 2. Kappingarráðið skal viðgera allar fráboðaðar samanleggingar og svara innan ásetta freist, 3. Sambært Hoyvíkssáttmálanum skulu kappingarmyndugleikarnir í Islandi og í Føroyum samstarva, flýggja hvørjum øðrum upplýsingar og ráðføra seg hvør við annan um kappingareftirlit sum heild og um einstøk mál. 4. Kappingarráðið hevur eina týðandi uppgávu at kunna fyritøkur, stovnar v.m. um nýggju kappingarlógina og gera kunningartilfar, og at ráðgeva tí almenna viðvíkjandi kappingaratlitum v.m., umframt at ráðgeva í sambandi við aðra lóggávu, og 5. Gerast skulu kunngerðir, reglur og fráboðanarskjøl v.m. í sambandi við nýggju lógina.

 

Viðvíkjandi punkt 1 – 5 verður mett, at tørvur verður á tveimum akademiskum ársverkum afturat til Kappingarráðið. Viðvíkjandi punkt 4 og 5 omanfyri, verður tørvur á játtan til eitt akademiskt ársverk afturat í ráðnum longu í 2007 soleiðis, at nevndu uppgávur kunna røkjast. At neyðuga grundleggjandi tilfeingi er til staðar hevur týdning fyri, at nýggja kappingarlógin verður sett í verk skynsamt og við fyriliti fyri teimum, sum Kappingarlógin fevnir um.

 

Í løtuni starvast á Kappingarráðnum ein fulltíðar ráðsskrivari og ein fulltíðar búskaparfrøðingur, sum, umframt kappingarøkið, eisini røkja uppgávur fyri Fjarskiftis-, Tryggingar- og Posteftirlitið, Skráseting Føroya og aðrar uppgávur, sum er lagdar til felagsstovnin. Eisini verða starvsfólk hjá Fjarskiftiseftirlitinum brúkt í ávísan mun. Hetta gevur samanlagt í mest metta lagi 2 ársverk til kappingarøkið. Viðmerkjast skal, at tey smáu 2 ársverkini, sum í dag umsita kappingarlógina, er ov lítið, um ætlanin er, at umsitingin skal virka sambært lógini, við øðrum orðum hevur Kappingarráðið í dag ikki nøktandi tilfeingi.

 

Talan er um landsbúskaparliga og politiska raðfesting, og verður mett, at kappingarøkið eigur at verða raðfest ovarlaga, sum eitt samfelagsliga og búskaparliga týðandi øki kann ráðið verða styrkt munandi, men 4 akademisk ársverk verða samanumtikið mett sum minstamark fyri at kunna røkja grundleggjandi uppgávurnar sambært nýggju kappingarlógini.

 

Fyri kommunurnar

Ongar fíggjarligar avleiðingar eru fyri kommunurnar.

 

Fyri vinnuna

Økt kapping fremur framleiðslumegi og nýskapan og virkar til at betra kappingarførið hjá fyritøkununum í mun til útlendskar fyritøkur.

 

At Kappingarráðið kann vísa á skaðilig árin av almennari regulering ella stuðulsskipan, hevur við sær eina hægri raðfesting av kappingaravlaging innan alment virksemi. Sjóneykan verður sett á kappingaravmarkingar innan tað almenna og kann fremja møguleikan fyri, at vinnan fær lættari og eins atgongd til ávísar marknaðir. Í ávísum førum fer helst at bera til at gera einfaldar broytingar í reguleringini, sum fremja atlitið til vinnuna og fría kapping, uttan at tað stríðir ímóti teimum atlitunum, sum eru handan reguleringina.

 

Møguleikin hjá fyritøkum at søkja Kappingarráðið um frítøku frá forboðnum ímóti kappingaravlagandi avtalum kann hava við sær umsitingarligar og harvið fíggjarligar avleiðingar, av tí at fyritøkurnar skulu greiða frá málinum og grundgeva fyri frítøkuni. Avleiðingarnar eru ymiskar alt eftir fyritøkuni og ítøkiliga málinum; mett verður, at fyri meginpartin av fyritøkunum eru neiligu avleiðingarnar avmarkaðar.

Allar samanleggingar skulu fráboðast, hóast talan verður um at fylla út ávíst fráboðanarskjal, krevur fráboðanin nakað av umsitingarligari og harvið fíggjarligari orku. Verður fráboðanin viðgjørd eftir reglunum um samanleggingareftirlit, krevst umsitingarlig orka av fyritøkunum at veita kappingarráðnum fleiri upplýsingar at gera uppskot til loysn og orka til møguligar samráðingar við Kappingarráðið. Væntandi verður talan um u.l. 5-10 mál, sum krevja viðgerð eftir samanleggingareftirlitsreglunum um árið.

 

 

2. Umsitingarligar avleiðingar

 

Fyri landið

Mett verður, at lógaruppskotið hevur umsitingarligar avleiðingar við sær fyri landið. Víst verður til tað, sum er greitt frá um fíggjarligar avleiðingar fyri landið.

 

Fyri kommunurnar

Ongar umsitingarligar avleiðingar eru fyri kommunurnar.

 

Fyri vinnuna

Víst verður til tað, sum er greitt frá um fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.  

 

3. Umhvørvisavleiðingar
Uppskotið hevur ongar beinleiðis avleiðingar fyri umhvørvið. Hinvegin er virkin kapping, so hevur brúkarin ávirkan á útboðið av vørum og tænastum og kann seta krav um burðardygd, og harvið verður óbeinleiðis ávirkanin á umhvørvi jalig.

 

4. Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri altjóða avtalur og reglur.

 

5. Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

(Ja)

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

(Ja)

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

(Nei)

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

Kap. 3. Viðmerkingar til einstøku greinarnar

 

Til § 1

Í mun til galdandi kappingarlóg hevur tað verið mett hóskandi at orða endamálsgreinina soleiðis, at dentur verður lagdur á samfelagsbúskaparligt virkni. Virkin kapping verður mett at vera besta amboðið at tryggja fulldygga samfelagsliga tilfeingisnýtslu. 

 

Tað verður mett rætt, at endamálsorðingin í einari nýggjari kappingarlóg verður orðað so einfalt, sum gjørligt við einum hægri endamáli, og tí verður fyrilitið fyri vinnufrælsinum ikki nevnt beinleiðis. Á sama hátt, sum í galdandi kappingarlóg, er vinnufrælsið og atlitið til brúkaran tó eitt av teimum týdningarmestu fyrilitunum.

 

Samfelagsbúskaparliga virknið merkir, at vørur og tænastuveitingar verða framleiddar og útbreiddar til lægst møguligan kostnað, og at útboðið av vørum og tænastuveitingum er í einari mongd og samanseting, sum myndar tørvin hjá brúkaranum.  Støði verður tikið í staðfestingini av, at vælferðin hjá brúkaranum verður hægst, tá tilfeingið í samfelagnum verður gagnnýtt til fulnar.

 

Víst verður annars til almennu viðmerkingarnar.

 

Til § 2

§ 2, stk. 1 avmarkar saman við § 3 nýtsluøki lógarinnar. Við § 2 í lógaruppskotinum verður alment og privat vinnuvirksemi javnsett eins og í galdandi lóg. Sum útgangsstøði er alt vinnuvirksemi sostatt undir lógini. Hugtakið vinnuvirksemi er meginhugtakið í lógaruppskotinum.

 

Hugtakið vinnuvirksemi skal eftir hesi lóg skiljast í víðari merking, soleiðis at eitt og hvørt búskaparligt virksemi, ið fer fram á einum marknaði fyri vørur og tænastur, er partur av lógarøkinum. Tað er einki krav um búskaparligan vinning. Soleiðis kann non-profit virksemi eisini verða partur av hugtakinum vinnuvirksemi. Val av vinnufelagsformi (partafelag, lutafelag, sjálvsognarstovnur v.m.) er ikki avgerandi fyri nýtslu lógarinnar.

 

§ 2, stk. 2

Eftir § 2, stk. 2 eru kappingaravmarkingar, sum eru ein beinleiðis ella neyðug fylgja av almennari regulering v.m., undantiknar frá reglunum í 2. og 3. kapitli, eins og ásett er í galdandi donsku kappingarlógini. Í slíkum førum kann kappingarmyndugleikin lata viðkomandi myndugleika eina almannakunngjørda áheitan og gera vart við møgulig kappingarskaðilig árin.

 

Endamálið við § 2, stk. 2 er at tryggja, at politiskt ásettar reguleringar og avgerðir, tiknar við heimild í lóggávu, her uppi í reglur um ikki-lógarásettar uppgávur hjá kommunum (Kommunufullmaktin), ikki skulu kunna gerast ógyldugar av kappingarmyndugleikanum við tað, at hesar reguleringar og avgerðir kunnu hava onnur samfelagslig atlit enn atlit til kappingina. Avleiðingin av ásetingini í § 2, stk. 2 er, at tess meiri av virkseminum hjá kommunum, sum er og verður regulerað, tess meiri av virkseminum verður undantikið frá reglunum í øðrum og triðja kapitli í kappingarlógini.

 

Almen regulering fevnir m.a. um lóggávu, kunngerðir, almennar fíggjarætlanarreglur, fíggjarnevndarskjøl og avgerðir innan fyri mørkini í kommunalfulltrúini og kommunalum reglugerðum. Tað er eitt krav, at heimildin til at fremja eina almenna skipan er brúkt. At almennir myndugleikar hava heimild til at gera reglur, hevur ikki í sjálvum sær við sær, at kravið um lógarregulering er lokið.

 

§ 2, stk. 3

Avgerðir, tiknar av kommunalum felagsskapum, eru javnsettar við avgerðir, tiknar av kommunustýrum. Orsøkin til hetta er, at heimildir hjá kommunustýrunum eru fluttar til kommunala felagsskapin við avtalu, ið er góðkend eftir § 51 í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri (kommunustýrislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 6. mai 2003.  Kommunali felagsskapurin virkar ikki vegna kommununa eftir delegasjón, men hevur egnar heimildir.

 

Støðan er ein onnur, tá tað í aðrari lóggávu eru ella verða, ásettar reglur fyri at fremja kappingina
á einum marknað, t.d. ásetingar í fjarskiftislóggávuni, ið heimilar beinleiðis inntrivi m.a. um sambinding og samskipan av almennum fjarskiftiskervi og almennari fjarskiftistænastu,  meginreglur fyri prísáseting v.m. Teir inntrivsmøguleikar, ið eru til staðar eftir lóggávuni á einum serøki, jbr. lex specialis meginregluni, eru framvegis galdandi.

 

§ 2, stk. 4

Reglan ásetir, at Kappingarráðið ikki hevur heimild at avgera, um ein regulering er fevnd av stk. 2. Tað er sostatt altíð landsstýrismaðurin við ábyrgd fyri málsøkinum, ið tekur avgerðina.

 

Til tess at tryggja, at Kappingarráðið ikki kann seta til síðis politiskt ásettar reguleringar, sum eru treytaðar av øðrum fyrilitum enn fyrilitinum fyri kappingini, er henda regla ásett.

 

§ 2, stk. 5

§ 2, stk. 5 í lógaruppskotinum gevur Kappingarráðnum heimild at venda sær til ein myndugleika, um so er, at ein kappingaravmarking forðar einari virknari samfelagsligari tilfeingisnýtslu. Hetta er ein broyting í mun til galdandi lóg. Ásetingin fylgir siðvenjuni higartil, men áleggur viðkomandi myndugleika at svara áheitanini innan 4 mánaðir frá móttøkuni. Somuleiðis nágreinar ásetingin høvið hjá Kappingarráðnum í einari slíkari áheitan at skjóta upp, hvussu kappingin á viðkomandi øki kann verða framd. Undan eini slíkari áheitan skulu samráðingar vanliga fara fram millum Kappingarráðið og viðkomandi myndugleika.

 

Hetta hevur við sær, at Kappingarráðið kann venda sær til viðkomandi myndugleika í teimum førum, har ein kappingaravmarking ikki kemur undir 2. og 3. kapittul í lógini, men har kappingaravmarkingin kortini stríðir móti endamálsorðing lógarinnar.

 

Ein slík áheitan kann t.d. verða latin avvarðandi landsstýrismanni, tá talan er um eina skipan, ið hevur við sær, at talið á vinnurekandi á einum ávísum marknaði verður avmarkað. Í slíkum føri er hvørki talan um, at fleiri fyritøkur hava gjørt eina kappingaravmarkandi avtalu, ella at ein fyritøka misnýtir eina ráðandi støðu. Forboðsásetingarnar í 2. og 3. kapitli kunnu sostatt ikki nýtast. Kortini verður atgongdin til marknaðin avmarkað, og tað kann vera orsøk til, at Kappingarráðið vendir sær til viðkomandi landsstýrismann og vísir á møguligar trupulleikar.

 

Metir Kappingarráðið, at ein almenn stuðulsskipan hevur kappingaravlagandi ávirkan á marknaðin, kann Kappingarráðið gera eina frágreiðing til avvarðandi landsstýrismann og vísa á møgulig skaðilig árin á kappingina á økinum. Somuleiðis kann Kappingarráðið gera uppskot til, hvussu trupulleikin kann verða loystur. Talan kann tó bert verða um eitt tilmæli frá Kappingarráðnum. Freistin hjá avvarðandi landsstýrismanni at svara Kappingarráðnum er 4 mánaðir frá móttøku av frágreiðing og uppskoti til, hvussu kappingin kann fremjast.

 

Ein áheitan eftir § 2, stk. 5 kann almannakunngerast, eins og svarið frá avvarðandi landsstýrismanni kann almannakunngerast.

 

§ 2, stk. 6

Í greinini er ásett, at Kappingarráðið hevur heimild til at geva boð um bókhaldsligan skilnað av almennum fyritøkum ella fyritøkum, ið arbeiða í lívd av almennum einkarloyvi ella aðrari vernd móti kapping. Kappingarráðið tekur avgerð við støði í meting av, um virksemið hevur skaðilig árin á kappingina ella á annan hátt forðar fyri fulldyggari samfelagsligari tilfeingisnýtslu. Bókhaldsligur skilnaður kann krevjast millum tann partin av rakstrinum hjá viðkomandi fyritøku øðrumegin, ið er vardur, og hinumegin tann partin av rakstrinum, sum er í frælsari kapping.  

 

Til § 3

Ásetingin samsvarar við § 3 í galdandi kappingarlóg.

 

Lógin er ikki galdandi fyri marknaðarøkið hjá arbeiðstakarum og arbeiðsgevarum. Økið verður regulerað við avtalum partanna millum. Kappingareftirlitið kann tó krevja upplýsingar um lønar- og arbeiðsviðurskifti, um hesi hava týdning fyri arbeiði Kappingareftirlitsins. Tað kann eitt nú vera, tá illgruni er um, at lønar- og arbeiðsviðurskifti ikki fylgja avtalum, ið eru gjørdar á arbeiðsmarknaðinum.

 

Til § 4

§ 4 undantekur avtalur, viðtøkur og samskipaða framferð innan fyri somu fyritøku ella samtøku frá forboðsásetingunum í kapitli 2 í lógaruppskotinum.

Hetta merkir, at sambandið millum fyritøkur, sum eru knýttar at somu samtøku sum móður- og dótturfelag ella sum dótturfelag, ikki er ein avtala ella samskipað framferð og kemur harvið ikki undir undantakið. Treytin er, at fyritøkan er ein fíggjarlig eind, og at dótturfelagið ella dótturfeløgini ikki hava nakað veruligt sjálvsræði til at skipa sína ella teirra atferð á marknaðinum. Hugtøkini móður- og dótturfelag treyta, at talan er um samtøkur, har tað sambært fíggjarligum eigararskapi ella atkvøðurætti er ein avgerandi ávirkan.

Samtøkuhugtakið er víðari enn partafelagslóggáva, sum bert fevnir um móður- og dótturfelag. Í mun til vertikalar samtøkur eru horisontalar samtøkur ikki eyðkendar við avgerandi ávirkan gjøgnum fíggjarligan eigaraskap ella atkvøðumeiriluta. Harafturímóti hava tvær ella fleiri fyritøkur - ofta eftir sáttmála, sum eisini kann vera útbygdur við sínámillum partabrævaogn (cross-holding) – felags leiðslu. 

Um ein avtala v.m. ikki er ein avtala v.m. í einari fyritøku ella samtøku, er kapittul 2 galdandi.

§ 4, stk. 2
Av tí at tað kann vera tørvur á at klárgera rættarstøðuna hjá pørtunum á marknaðinum og at áseta greiðari reglur, fær landsstýrismaðurin heimild til, eftir ummæli frá Kappingarráðnum, at áseta nærri reglur um stk. 1.  

§ 5

At skilmarka ávísar marknaðir eftir kappingarlógini byggir á somu viðurskifti. Við atliti til m.a. rættartrygdina hjá fyritøkum er mett, at tørvur er á nágreiniligari heimild um at skilmarka marknaðir. Við hesi áseting verður skotið upp at fáa lógargrundaða trygd fyri, at skilmarkan av ávísa marknaðinum fer fram við støði í eftirspurningar-varaseting (-substitusjón) og útboðs-varaseting (substitusjón).  Ásetingin hevur tó ikki við sær, at tað ikki ber til at brúka onnur metingarstøði enn tey nevndu. Endamálið við at skilamarka marknaðir er at gera greitt, hvørjar kappingaravmarkingar eru, ella v.ø.o. um viðskiftafólkini hava aðrar møguleikar fyri veitingum av vørum og tænastum eisini landafrøðiliga.

 

Ein ávísur vøru- og tænastumarknaður skal skiljast sum ein marknaður, brúkarin metir kann koma ístaðin (substituerbar) orsakað av eginleikunum hjá vørununum og tænastunum, prísi ella nýtsluendamáli.  Viðkomandi geografiski marknaðurin er eitt øki, har luttakandi fyritøkurnar selja ella eftirspyrja vørur og tænastur, sum hava so mikið eins kappingarumstøður, og sum kunna skiljast frá grannaøkjum, av tí at kappingarumstøðurnar har eru munandi øðrvísi.

 

At skilmarka ávísar marknaðir kann hava við sær ymisk úrslit, alt eftir hvør kappingartrupulleikin er, sum skal kannast. Eitt nú tá ein samanlegging verður kannað, er í høvuðsheitum talan um at kanna framtíðar viðurskifti, meðan verður missnýtsla av ráðandi marknaðarstøðu kannað, verður støði tikið í atburði, sum er farin fram. Tá eftirspurningarvaraseting verður kannað, verða vørur og tænastur kannaðar, sum brúkarin metir kunnu koma ístaðin (substituerbare). Sostatt verður kannað, hvussu brúkarin ber seg at, um lutfalsligi prísurin økist á einari vøru ella tænastu. Meiri ítøkiliga kann ein ímynda sær, at prísurin á einari vøru økist varandi við 5-10% hjá A. Fer hesin prísvøksturin at hava við sær, at brúkarin ger av ístaðin at keypa frá B? Um so er, kann vøran hjá B koma ístaðin fyri A (varasetast), og tá viðkomandi marknaður skal skilmarkast, koma vørurnar hjá báðum (A og B) at verða partur av skilmerkta marknaðinum.

 

Fyri at kunna gera av, um fyritøkur kunna roknast sum ein veruligur valmøguleiki fyri brúkaran skal tað eisini kannast, um kundarnir hjá einari fyritøku eru sinnaðir at skifta til veitarar í øðrum økjum uttan munandi meirkostnað.

 

Í førum, har ein avtala bindur kundan í einum, eftir umstøðunum, vanligum tíðarskeiði, eru tað valmøguleikarnir hjá kundanum, sum eru grundarlag undir metingini av eftirspurningarvarasetingini. Landafrøðiligi marknaðurin skal skilmarkast við støði í kappingarumstøðunum uttan mun til landa- og økismark. 

 

Við lógaruppskotinum verður lagt upp til, at útboðsvaraseting eisini skal kannast. Metast skal, um veitarar sum eitt andsvar upp á smáar varandi broytingar í lutfalsligu prísunum innan styttri tíðarskeið kunna umstilla framleiðsluna til viðkomandi vøruna ella tænastuna og marknaðarføra hesar innan styttri tíðarskeið uttan týðandi meirkostnað og vága. Hendan kanningin er serliga viðkomandi í teimum førum, har kanningin av eftirspurningarvarasetingini er endað í, at eingir valmøguleikar eru, av tí at eitt nú talan er um vørur ella tænastur av serligum slagi ella góðsku. Í hesum førinum verða ymsu sløgini og góðskurnar mettar sum partar av einum størri marknaði, treytað av, at ymsu veitararnir kunna bjóða fram og selja ymsu sløgini og ymsu góðskuna beinleiðis og uttan munandi vøkstur í útreiðslunum.

 

Tá viðkomandi marknaður verður skilmarkaður, kann støðan hjá viðkomandi fyritøkum  staðfestast. Um ivi er um støðuna, skal møgulig (potentiel) kapping kannast. Í hesum førinum verða veruligu møguleikarnir hjá kappingarneytum at fáa atgongd kannaðir.

 

Meginreglurnar um útboðsvaraseting og møguliga kapping merkir, at ein vøra ella tænasta, sum bert skilir seg frá við serstøkum designi ella prestisju, ikki er ein serskildur marknaður. Orsøkin er, at slíkir kappingarfyrimunir eru at meta sum møguligir fyri fyritøkur í kapping at vinna á gjøgnum egna designmenning, marknaðarførslu v.m.

 

§ 5,  stk. 2

Við uppskotinum verður nágreinað, at tað skal vera møguligt hjá Kappingarráðnum at kalla inn sakkunleika til kanningar av viðkomandi marknaði og møguligari kapping.

 

Til § 6

Eitt og hvørt slag av kappingaravmarking verður rakt av forboðnum í § 6. Ásetingin fevnir bæði um hindran, avmarking og avlaging av kappingini, eins og hon eisini fevnir um avtalur v.m., ið beinleiðis ella óbeinleiðis hava til endamáls ella sum fylgju at avmarka kappingina. Forboðið fevnir um bæði loddrættar og vatnrættar avtalur.

 

Forboðið rakar bæði avtalur, ið miða ímóti avmarkingum, sjálvt um tær ikki hava hesa avleiðing, og avtalur, har ein ávirkan í roynd og veru er farin fram.

 

Tað verður ikki mett kappingaravmarkandi, um fleiri fyritøkur í sama keypsliði innan fyri eina vinnugrein geva felags boð upp á eina ávísa uppgávu, um eingin av viðkomandi fyritøkum einsamøll megnar uppgávuna (eitt nú vegna krøvini til serkunnleika (knowhow), framleiðsluorku ella fíggjarliga styrki).

 

§ 6, stk. 2, nr. 1-7 nevnir ymisk dømi um kappingaravmarkandi avtalur v.m. 

 

§ 6, stk. 2, nr. 1

§ 6, stk. 2, nr. 1 fevnir m.a. um kartellvirksemi, ið kann skerja kappingina munandi, t.d. tí vanliga prískappingin verður burtur ella munandi avmarkað við avtalu ella samskipaðum atburði millum framleiðarar ella sølulið. Hetta er eisini galdandi, tá prísásetingin fer fram innan fyri eitt vinnugreinafelag, innkeypsfelag ella líknandi, jbr. stk. 3. Somuleiðis fevnir forboðið um avtalur millum framleiðarar, sum kappast sínámillum, um áseting av prísum ella avtalum um avsláttur.

 

Forboðið fevnir t.d. um avtalur millum ein framleiðara og ein seljara um áseting av prísum í sambandi við víðarisølu í seinni keypsliði, eisini avsláttar- og viðbótaravtalur.

 

Aðrar viðskiftatreytir fevna m.a. um felags kappingaravmarkandi sølutreytir, gjaldstreytir, ábyrgdir, avsláttir v.m.

 

§ 6, stk. 2, nr. 2

§ 6, stk. 2, nr. 2 fevnir m.a. um avtalur, ið hava til endamáls at halda uppi einum høgum prísstøði við at avmarka útboðið av eini vøru.

 

Um so er, at avtalan, hóast hon er fevnd av forboðnum í § 6, hevur so mikið góða ávirkan, at hon eigur at verða loyvd, kann undantak verða givið eftir § 8 ella § 9. Slíkar avtalur kunnu eitt nú vera úrvaldar útbreiðsluavtalur (selektivar distribusjónsavtalur), lisensavtalur, avtalur um gransking og menning og avtalur um vitan (knowhow).

 

§ 6, stk. 2, nr. 3

Eftir § 6, stk. 2, nr. 3 er ikki loyvt at býta marknaðin sundur í mun til kappingarneytar, landafrøðilig øki, kvotur og viðskiftabólkar.

 

§ 6, stk. 2, nr. 4

Undir § 6, stk. 2, nr. 4 koma avtalur um t.d. prísmun og avsláttur, ið gera mun á keyparum ella bólkum av keyparum. Atburður hjá einstakari fyritøku, sum hevur við sær mismun, er ikki fevndur av § 6, stk. 2, nr. 4 uttan so, at almennu treytirnar í § 6 eru loknar. Ein slíkur atburður kann tó eftir umstøðunum koma undir forboðið í § 11, stk. 1, um fyritøkan hevur eina ráðandi støðu á marknaðinum.

 

Sum meginregla verða avsláttar- og viðbótarskipanirnar, ið eru kostnaðarliga grundaðar, t.e. hava støðið í spardum útreiðslum hjá seljaranum, ikki mettar at hava við sær skaðiliga ávirkan á kappingina. Tvørturímóti kunnu tær fremja eina fulldygga kapping, um so er, at tær eru grundaðar á objektivar og rímiligar metingar og eru keyparunum kunnugar.

 

Viðvíkjandi avsláttar- og viðbótarskipanum, ið ikki hava við sær lutfalsliga útreiðslusparing hjá seljara, men sum eru liðir í vanliga sølupolitikki seljarans, kann ein røð av avsláttarskipanum ávirka kappingina millum fyritøkur og harvið atgongdina til marknaðin á ein hátt, ið skaðar virkisførið og bygnaðartillagingina. Hetta er serstakliga galdandi fyri avsláttir, ið hava til endamáls at varðveita viðskiftabólkin, sokallaður trúskapartreytaður avsláttur.

 

Noktar ein fyritøka, ið hevur eina ráðandi støðu, at lata vøru ella tænastu, ella ger hon annan mismun, kemur tað ikki undir forboðið í § 6, men skal tá metast sambært ásetingunum í 3. kapitli um misnýtslu av ráðandi støðu.

 

§ 6, stk. 2, nr. 5

§ 6, stk. 2, nr. 5 fevnir m.a. um samantvinnaða søla. Samantvinnað søla merkir, at sett verður sum treyt fyri at gera eina avtalu, at hin parturin átekur sær fleiri skyldur, sum hvørki natúrliga ella sambært handilssiðvenju hava samband við ætlaða keypið.

 

Forboðið fevnir einamest um, tá ein fyritøka hevur eina vøru, sum hon bert vil selja, um keyparin eisini keypir aðrar vørur ella tænastuveitingar frá fyritøkuni. Um slík treytað søla er brot á kappingarlógina, veldst um eina meting av tí vøruni ella tænastuveitingini, sum verður løgd afturat upprunaligu søluni – talan skal vera um tvær sjálvstøðugar vørur ella tænastuveitingar hoyrandi til ymiskar marknaðir.

 

§ 6, stk. 2, nr. 6

Við hesi áseting verður tað nágreinað, at ein avtala um at skipa eitt joint venture er forboðið, um tað við avtaluni verður møguligt, at fyritøkur samskipa teirra kappingarligu atferð.

 

Tað verður tó framhaldandi møguligt eftir § 8 at søkja um og at fáa frítøku fyri avtalu um at skipa joint venture, um mett verður, at avtalurnar lúka treytirnar í lógini.

 

Soleiðis, sum ásetingin er orðað, er tað avgerandi fyri at brúka forboðið, at tað gjøgnum avtalu um at skipa eitt joint venture kann fara fram ein samskipan av kappingarligu atferðini hjá luttakandi fyritøkunum. Endamálið við at skipa eitt joint venture kann vera at samskipa hesa atferðina eitt nú, um fyritøkurnar eru møguligir kappingarneytar, og at joint venture tekur yvir partar av virkseminum, eitt nú framleiðslu ella sølu.

 

§ 6, stk. 2, nr. 7

Eftir § 6, stk 1 er tað bannað, at fyritøkur gera avtalur um keyps- ella sølurprísir, bæði tá tað ræður um horisontalar og vertikalar prísavtalur, og tað er eisini galdandi fyri avtalur um sølu og um avtalur um víðarisølu av vørum og tænastum. Sostatt er ein avtala hjá einari fyritøku við ein keypara um bindandi víðarsølu ella minstaprís fyri víðarisølu, bannað eftir hesi lóg.

 

Við tí endamáli at sleppa undan óætlaðum og skerdum avleiðingum í tulkingini av forboðnum móti bindandi víðarisøluprísum verður við hesum forboðið eftir § 6 nágreinað. Ásetingin hevur við sær, at forboðið er galdandi eisini í teimum førum, har prísstýring er farin fram sum eitt eindømi, og uttan at leiðslan í fyritøkuni hevur havt kunnleika um, at tað er farið fram. Harumframt verður tað nágreinað, at ein veiting, eitt nú ein avsláttur til keyparar, fyri at keypararnir halda seg til fastar prísir, eisini er fevnd av forboðnum.

 

§ 6, stk. 3

Hugtakið viðtøka kann fevna bæði um viðtøkur, avgerðir og fráboðanir. Tað er einki krav, at viðtøkan er løgfrøðiliga bindandi fyri limirnar. Hugtakið samtak av fyritøkum fevnir um øll sløg av vinnugreinafeløgum og samskipaðum samstarvi í einum og hvørjum sniði millum fyritøkur. Sum dømi um viðtøkur kunnu nevnast viðtøkurnar hjá vinnugreinafeløgum, annaðhvørt tær eru bindandi ella vegleiðandi fyri limirnar og viðtøkur, ið eru gjørdar innan fyri eitt samtak av fyritøkum.

 

Samskipað virksemi merkir, at tvær ella fleiri fyritøkur samskipa teirra atburð, uttan tó at hava gjørt eina veruliga avtalu. Slíkur atburður kemur undir forboðið, sbr. § 6. Hetta er tó treytað av, at samband hevur verið millum fyritøkurnar, t.d. fundir o.tíl. Samskipaður atburður fevnir um eitt og hvørt beinleiðis ella óbeinleiðis samband millum fyritøkur, sum hevur til endamáls ella sum fylgju annaðhvørt at ávirka marknaðaratburðin hjá einum møguligum kappingarneyta, ella at upplýsa ein slíkan kappingarneyta um tann marknaðaratburð, sum ein fyritøka fremur ella ætlar at fremja. Fyritøkur, ið hava meinlíkan atburð á marknaðinum, verða ikki raktar av forboðnum uttan so, at talan er um ætlaða tillaging, ið er úrslit av samskipaðum atburði, sí omanfyri.

 

§ 6, stk. 4

Ásetingin gevur Kappingarráðnum heimild til, bæði eftir kæru ella ex officio, at geva boð. Kappingarráðið kann eisini enda eitt mál við at gera tilsøgn, sum fyritøkur hava latið bindandi sbrt. § 23, uttan at Kappingarráðið skal taka avgerð, um brot er framt á § 6, stk. 1.

 

Boð eftir § 6, stk. 4 kunna leggjast fyri Kærunevndina í kappingarmálum.

 

§ 6, stk. 5

Ongar viðmerkingar eru til § 6, stk. 5.

 

Til § 7
Eftir § 7, stk. 1, nr, 1 framgongur, at forboðið í § 6, stk. 1 ikki er galdandi í teimum førum,  tá fyritøkur ella samskipan av fyritøkum hava ein árligan umsetning upp á minni enn 6,5 mió. kr., og samlaði marknaðarparturin fyri ávísu vøruna ella tænastuna hjá avtalupørtunum er minni enn 10%. Um ein avtala skal vera undantikin frá forboðnum í § 6, stk. 1, mugu báðar treytir vera loknar.

Víðari er eitt minstamark ásett í  § 7, stk. 1, nr. 2. Hetta minstamarkið hevur við sær, at er samlaði umsetningurin hjá avtalupørtunum minni enn 1 mió. kr., er forboðið í § 6, stk. 1 ikki galdandi.

Skotið verður upp eitt ovara markvirði upp á 6,5 mió. kr. við einum marknaðarparti upp á 10% og eitt minstamark upp á 1 mió. kr. viðvíkjandi samlaða marknaðarpartinum hjá avtalupørtunum. Hesi markvirðini taka støði í donsku kappingarlógini og eru síðani umroknað í mun til BTÚ hjá Danmark og Føroyum.

Útrokningin av tí samlaða umsetninginum fer fram við støði í samtøkuumsetninginum, um fyritøkan er partur í einari samtøku. Umsetningurin hjá einari samtøku er samlaði árligi umsetningurin við frádrátti av innara umsetninginum millum fyritøkurnar í samtøkuni.

Í teimum førum, har ein fyritøka hevur gjørt fleiri líknandi avtalur við aðrar fyritøkur á marknaðinum, er tað summurin av samlaða umsetninginum hjá teimum luttakandi fyritøkunum, sum roknað verður við støði í.

Umsetningurin hjá vinnugreinafeløgum er samlaði umsetningurin hjá øllum limunum, umframt umsetningurin hjá sjálvum felagnum.

Til tess, at ein fyritøka skal kunna rokna seg fram til, um treytirnar viðvíkjandi marknaðarparti eru loknar, er neyðugt at skilmarka ávísa marknaðin, sum í tí ítøkiliga førinum verður ávirkaður av einari givnari avtalu v.m. Hetta fer fram við at skilmarka marknaðin fyri ávísu vøruna ella tænastuna og tann landafrøðiliga marknaðin.

Vøru- og tænastumarknaðurin viðvíkjandi avtaluni v.m. eru vørurnar ella tænasturnar, sum avtalan fevnir um, og allar vørur og tænastur, sum eru ella verða mettar sum eins góðar og eins av brúkaranum. Vørurnar ella tænasturnar skulu soleiðis kunna varasetast (substituerast). Metingin um varasetingina tekur støði í sjónarhorninum hjá brúkaranum. Ein heildarmeting skal sostatt gerast av, um brúkarin við atliti til prís, funksjón og eginleikar kann varaseta ein vøru ella tænastu fyri eina aðra.

Landafrøðiligi marknaðurin er tað øki í Føroyum, sum avtalan virkar í, og kann sosatt fevna um alt landið ella partar av landinum. Viðurskifti, sum hava týdning, tá marknaðurin verður skilmarkaður, kunnu eitt nú vera útbreiðslumøguleikarnir, hvussu vøran ella tænastan er tengd at flutningsmøguleikanum bæði fysiskt og fíggjarliga, umframt møguleikarnir, keyparin hevur fyri at brúka aðrar veitarar.

Um ein fyritøka ivast í, um ein avtala v.m. lýkur treytirnar um undantøku frá forboðsásetingini í § 6, kann fyritøkan heita á Kappingareftirlitið um at fáa eina óformliga meting.

§ 7, stk. 2, nr.1
Eftir § 7, stk. 2, nr. 1 er tað niðara markvirðið upp á 1,5 mió. kr. ikki galdandi, um kappingin innan ávísu vinnugreinina verður avmarkað av tí samlaðu ávirkanini av avtalum v.m. Hesar avtalur verða sostatt eisini fevndar av forboðnum í § 6. Sum dømi upp á slíkar avtalur v.m. eru lokalar avtalur innan eina vinnugrein. Við hesi áseting verður eitt nú forðað fyri, at til ber at sleppa sær undan forboðnum, við at limur í einum vinnugreinafelag, ístaðin fyri eina landsdekkandi avtalu, ger eina røð av lokalum avtalum v.m.


Niðara markvirðið upp á 1,5 mió. kr. er heldur ikki galdandi eftir § 7, stk. 2, nr. 2 í teimum førum, har fyritøkur v.m. avtala, viðtaka ella á annan hátt geva til kennar, at við víðarisølu skulu ávísir minstaprísir ella vinningur haldast. Slíkar avtalur ella fráboðanir eru fevndar av forboðnum í § 6.

§ 7, stk. 2, nr. 2
Ásetingin í § 7, stk. 2, nr. 2 hevur við sær, at innkeypsfeløg, sum keypa og skipa vørugoymslu og selja víðari til limirnar – við fráboðan um, at við víðarisølu skulu vera ávísir minstaprísir og vinningur, eisini eru fevnd av ásetingini.

Forboðið fevnir um øll eftirfylgjandi keypslið, sum skulu halda ávísar minstaprísir og ávísan vinning, uttan mun til um fráboðanin fer fram skrivliga, her uppi í príslistar, við at stempla ella átekna pakkitilfarið, í lýsingum, ella munnliga, eisini fráboðanir gjøgnum umboð fyri seljaran ella við veiting av vøruni.

Bæði fráboðanir, sum alment rætta seg ímóti fylgjandi keypsliði, og fráboðanir mótvegis fyritøkum, eru fevnd av forboðnum.

§ 7, stk. 3
Eftir § 7, stk. 3 kann landsstýrismaðurin, eftir at hava fingið ummælið frá Kappingaráðnum, áseta nærri reglur um, hvussu umsetningurin skal roknast eftir stk. 1., her uppi í reglur um, hvussu umsetningsmørkini skulu roknast við støði í virðum fyri fíggjarligar fyritøkur.

Tá tað ræður um fíggjarfyritøkur, ber ikki til, á sama hátt sum fyri aðrar fyritøkur, at rokna ein umsetning, eitt nú við at gera upp søluna fyri veitingar í einum ári.

§ 7, stk. 4.
Eftir § 7, stk. 4 kann landsstýrismaðurin, eftir at hava fingið ummælið frá Kappingarráðnum, áseta nærri reglur um undantøku, tá farið verður nakað út um ásettu mørk viðvíkjandi umsetningi og marknaðarparti.

Undantøkuásetingarnar hava við sær, at fyritøkur, sum hava ligið undir mørkunum, ikki seinni verða fevnd av forboðnum móti kappingaravlagandi avtalum v.m., bert tí at fyritøkurnar tvey fylgjandi ár hava ein umsetning ella ein marknaðarpart, sum í minni mun eru hægri enn ásettu mørk. Við áseting av nærri reglum fyri at brúka undantøkuásetingarnar vil tað vera nágreinað, at ásetingin ikki kann brúkast til at koma sær út um umsetnings- og marknaðarpartmørkini, eitt nú við at størri fyritøkur taka yvir minni fyritøkur, sum hava gjørt kappingaravlagandi avtalur.  

§ 7, stk. 5

Ongin viðmerking er til § 7, stk. 5.

 

Til § 8

Í § 8, stk. 1 eru treytirnar fyri frítøku frá forboðnum í § 6, stk. 1 ásettar. Treytin fyri at veita frítøku eftir § 8, stk. 1 er, at verandi avtala í aðrar mátar hevur so góða ávirkan, at hon eigur at verða loyvd, sjálvt um hon sum kappingaravmarkandi avtala kemur undir forboðið í § 6, stk. 1. Frítøka av avtaluni skal vera í samsvari við almenna endamál lógarinnar um at fremja tað samfelagsbúskaparliga virkisførið.

 

Frítøka eftir § 8, stk. 1 kann, eftir stk. 2, bert verða givin, um partarnir hava fráboðað avtaluna til Kappingarráðið og hava biðið um frítøku.

 

Tað áliggur pørtunum at útvega neyðugar upplýsingar, til tess at Kappingarráðið kann staðfesta, at treytirnar í § 8, stk. 1 eru loknar. Kappingareftirlitið kann eisini ex officio útvega fleiri upplýsingar frá pørtunum.

 

Verður mett, at treytirnar eftir stk. 1 eru loknar, hevur Kappingarráðið skyldu til skrivliga at frítaka avtaluna.

Ein avtala, sum ikki er loyvd eftir § 6, stk. 1, er eftir § 6, stk. 5 ikki galdandi, fyrr enn Kappingarráðið hevur tikið avgerð um frítøku eftir § 8, stk. 1. Avger Kappingarráðið, at avtalan kann verða frítikin, er avtalan galdandi frá fráboðanini.

 

§ 8, stk. 1, nr. 1-4

Fyri at verða frítiknar, skulu kappingaravmarkandi avtalurnar sambært § 8, stk. 1, nr. 1 og 2 hava við sær fyrimunir, annaðhvørt viðvíkjandi framleiðslu og útbreiðslu ella viðvíkjandi fremjan av tøkniligu og búskaparligu menningini, samstundis sum brúkaranum verður tryggjað ein rímiligan part av hesum fyrimunum. Harumframt merkir § 8, stk. 1, nr. 3 og 4, at avtalurnar ikki mugu áleggja avtalupørtunum óneyðugar kappingaravmarkingar, eins og tær ikki mugu geva fyritøkunum møguleika at útihýsa einum munandi parti av viðkomandi vørum ella tænastum.

 

Kappingarráðið skal meta um, hvørt treytirnar í § 8, stk. 1 eru loknar.

 

§ 8, stk. 1, nr. 1

Eftir hesi áseting er tað ein treyt fyri frítøku, at tann kappingaravmarkandi avtalan ætlandi styrkir virkisførið í framleiðsluni ella útbreiðsluni, ella fremur ta tøkniligu ella búskaparligu menningina. Tá mett verður um virkisførið, skal fyrilit havast fyri bæði rakstrarbúskaparligum og samfelagsbúskaparligum virkisføri. Í samsvari við endamálsorðingina í § 1 skal høvuðsdenturin leggjast á tað samfelagsbúskaparliga virkisførið. Tað skal greidliga síggjast í fráboðanini, á hvønn hátt avtalan elvir til eina betri framleiðslu ella útbreiðslu ella tøkniliga ella búskaparliga menning. Talan kann eisini verða um avtalur, ið menna umhvørvið, eitt nú við nýggjari umhvørvistøknifrøði, umhvørvisvarðveitandi tiltøkum o. tíl.

 

Sum dømi um kappingaravmarkandi avtalur, sum kunnu hava við sær eina betri framleiðslu ella útbreiðslu av vørum ella tænastum, kunnu nevnast spesialiseringsavtalur, úrvaldar keypsavtalur, einkarsøluavtalur, avtalur um felagsgransking og –menning, lisensavtalur viðvíkjandi patenti og serkunnleika, og úrvaldar útbreiðsluavtalur.

 

§ 8, stk. 1, nr. 2

Brúkarahugtakið skal skiljast í víðari merking. Umframt endaliga brúkaran verður eisini hugsað um millumlið í útbreiðsluni. Høvuðsendamálið við lógini er við virknari kapping at fáa eina samfelagsliga virkna tilfeingisnýtslu. Hetta fevnir eisini um óbeinleiðis verju av brúkaranum. Í § 8, stk. 1, nr. 2 eru tó fyrimunir brúkarans beinleiðis nevndir sum eitt avgjørt krav fyri, at talan kann verða um at fráboða frítøku. Í ávísum vinnugreinum kunnu tað vera týðandi kappingarligir fyrimunir knýttir at stórum framleiðsluvirkjum, útbreiðsla um alt landið o.tíl. Um tvær ella fleiri smærri fyritøkur ynskja at samstarva fyri at verða ein kappingarførur valmøguleiki mótvegis størri fyritøkum á marknaðinum, og verður kappingin og tí eisini virkisførið í viðkomandi vinnugrein økt av hesum, mugu treytirnar í nr. 1 og 2 vera mettar loknar. Krøvini eftir stk. 1, nr. 3 og 4 mugu tó setast í mun til tey positivu árinini, sum avtalurnar hava fyri menningina av virkisførinum í útbreiðsluni og framleiðsluni og fyrimunum fyri brúkaran.

 

§ 8, stk. 1, nr. 3

Tað eru einans neyðugar kappingaravmarkingar, ið kunnu verða frítiknar eftir § 8, stk. 1. Hetta hevur við sær, at krav verður sett um, at avtalupartarnir ikki kunnu røkka somu málum við minni víðfevndum tiltøkum, t.e. lutfalsmeginreglan. Tað er sostatt ikki nóg mikið, at kappingaravmarkingarnar hava við sær ítøkiligar fyrimunir eftir nr. 1, men avmarkingarnar skulu eisini vera mettar neyðugar, fyri at avtalan kann fáa hesar fyrimunir.

 

§ 8, stk. 1, nr. 4

Eftir nr. 4 verður kravt, at eitt minstamark av kapping er til staðar. Tá mett verður, um avtalan kann forða fyri kappingini, skal fyrilit havast fyri, hvussu nógv kapping er millum avtalupartarnar, og møguleikanum fyri kapping frá øðrum fyritøkum á marknaðinum. Um ein avtala kann hava við sær, at kappingin millum avtalupartarnar so at siga verður burtur, kann frítøka einans verða fráboðað, um eitt munandi kappingartrýst er væntandi frá øðrum fyritøkum á marknaðinum. Um hinvegin ein avtala á einum heilt avmarkaðum øki skerjir kappingina millum avtalupartarnar, fer ein stórur marknaðarpartur ikki í sjálvum sær at forða fyri frítøku av slíkari avtalu. Jú størri part av marknaðinum ein kappingaravmarkandi avtala fevnir um, jú truplari verður tað fyri avtalupartarnar at lúka hesa treyt og sostatt treytirnar fyri frítøku eftir § 6, stk. 1.

 

Til § 9

Greinin gevur fyritøkum v.m. møguleika at venda sær til Kappingarráðið, til tess at fáa eina sokallaða negativ váttan.

 

Ein fyritøka kann heita á Kappingaráðið um at vátta, at ein avtala ikki kemur undir forboðið í § 8, stk. 1. Kappingarráðið kann tá vátta, at ein avtala eftir teimum viðurskiftum, sum Kappingarráðið hevur kunnleika til, ikki kemur undir forboðið í § 6, stk. 1, og at ongin orsøk er at gera inntriv sambært § 6, stk. 4.

 

Váttan eftir § 9 er treytað av, at fyritøkan hevur latið Kappingarráðnum eina áheitan. Hevur ein fyritøka latið inn eina áheitan eftir § 9, skal Kappingarráðið taka avgerð.

 

Ein negativ váttan kann hava avmarkaða ávirkan. Váttanin hevur við sær, at Kappingarráðið við støði í teimum upplýsingum, ið eru til skjals, ikki metir orsøk vera at gera inntriv mótvegis tí fyritøku, sum hevur biðið um negativu váttanina. Avgerðin hjá Kappingarráðnum kann verða endurskoðað, um viðurskiftini verða broytt. Ein negativ váttan er ikki ein undantøka.

 

Ein váttan frá Kappingarráðnum eftir § 9 hevur við sær, at bót ikki kann áleggjast. At áheitan er latin inn merkir ikki, at bót ikki kann áleggjast.

 

Metir Kappingarráðið, at váttan eftir § 9 ikki kann verða givin, merkir hetta, at viðkomandi avtala kemur undir forboðið í § 6. Um fyritøkan ikki letur inn eina umsókn um frítøku eftir § 9, kann bót verða áløgd, eins og avtalan ikki er galdandi. Ein váttan er bindandi fyri Kappingarráðið – tó ikki í tann mun grundarlagið undir avgerðini verður broytt, ella onnur viðurskifti gera seg galdandi, sum Kappingarráðið ikki hevði kunnleika til.

 

Um ein fyritøka letur inn áheitan um váttan eftir § 9, kann Kappingarráðið ikki ex officio kanna, um treytirnar fyri frítøku eftir § 8 eru til staðar.

 

Eisini í galdandi kappingarlóg er í § 5 ein áseting um fráboðan av kappingaravmarkandi avtalum v.m. Fráboðanarskyldan eftir galdandi kappingarlóg hevur tó eitt annað útgangsstøði og tænir einum øðrum endamáli, enn ein fráboðan eftir § 9, stk. 1 í lógaruppskotinum.

 

Eftir galdandi kappingarlóg eru tað einans avtalur við eini ráðandi ávirkan á marknaðarviðurskiftini, ið koma undir fráboðanarskyldu, meðan § 6, stk. 2 í lógaruppskotinum saman við § 4, stk. 1 fevnir um eina og hvørja kappingaravmarkandi avtalu. Eftir § 5 í galdandi kappingarlóg er harumframt talan um eina veruliga fráboðanarskyldu, ið er revsiverd, meðan fráboðan eftir § 6, stk. 2 ikki er ein skylda í sjálvum sær, men ein treyt fyri at fáa einstaka frítøku frá forboðnum ímóti kappingaravmarkandi avtalum í § 4, stk. 1.

 

Kappingarráðið kann áseta nærri reglur um fráboðan, eisini um nýtslu av serligum oyðubløðum.

 

§ 9, stk. 2

Eftir § 9, stk. 2 skal ein frítøka eftir § 9, stk. 1 tilskila, nær frítøkan kemur í gildi, og hvussu leingi frítøkan er galdandi. Vanliga er frítøkan galdandi frá fráboðan. Kappingarráðið kann leggja treytir við eini frítøku eftir § 9, stk. 1. Longdin á frítøkuni er treytað av greiningini av teimum viðurskiftum, ið eru grundarlag undir frítøkuni. 

 

Um so er, at viðurskifti í avtaluni eru broytt eftir fráboðanina, og hesi viðurskifti hava verið avgerandi fyri, at Kappingarráðið gav frítøku, fær (nýggja) frítøkan gildi, tá broytingarnar eru fráboðaðar og góðkendar av Kappingarráðnum.

 

§ 9, stk. 3

Eftir § 9, stk. 3 kann Kappingarráðið eftir áheitan leingja eina frítøku, um so er, at treytirnar í § 9, stk. 1 framhaldandi eru loknar. Kravt verður tó, at avtalan av nýggjum verður fráboðað Kappingarráðnum, so staðfestast kann, um treytirnar í § 9, stk. 1 framvegis eru loknar. Kappingarráðið kann eisini broyta treytirnar, um tørvur er á hesum. Verður frítøka longd eftir § 9, stk. 3, skal tilskilast, nær frítøkan kemur í gildi, og hvussu leingi frítøkan er galdandi.

 

§ 9, stk. 4

§ 9, stk. 4 ásetir reglur fyri afturkalling. Eftir § 9, stk. 4, nr. 1 kann Kappingarráðið afturkalla eina frítøku, um viðurskiftini, ið vóru grundarlag undir avgerðini, eru munandi broytt. Talan er í hesum føri um verulig viðurskifti, sum Kappingarráðið ikki hevði kunnleika til frammanundan.

 

Meginreglan er, at smærri broytingar í veruligu viðurskiftunum ikki kunnu verða grundarlag undir eini afturkalling, serstakliga ikki um frítøkan er givin fyri eitt styttri tíðarskeið. Um frítøkan er givin fyri eitt longri áramál, og broytingar í marknaðarviðurskiftunum hava við sær, at frítøkan skaðar kappingina álvarsamt, kann ein afturkalling vera neyðug. Eftir § 9, stk. 4, nr. 2 kann Kappingarráðið broyta ella afturkalla eina frítøku, um partarnir í avtaluni ikki halda settu treytirnar. Eftir § 9, stk. 4, nr. 3 eru tað einans skeivar ella villleiðandi upplýsingar, sum fyritøkurnar hava latið Kappingareftirlitinum, sum kunnu hava við sær afturkalling av frítøkuni. Um talan er um skeivar ella villleiðandi upplýsingar, sum Kappingareftirlitið sjálvt hevur fingið til vega frá øðrum enn pørtunum, kann frítøkan ikki verða afturkallað eftir nr. 3, men kann verða afturkallað eftir nr. 1.

 

Til § 10

§ 10 ásetir, at landsstýrismaðurin, eftir ummæli frá Kappingarráðnum, hevur heimild til at gera reglur um almenna frítøku frá forboðnum í § 6 fyri bólkar av avtalum, viðtøkum og samskipaðum atburði, sum lúka treytirnar í § 8, stk. 1.

 

Bólkafrítøk eru grundað á, at ávís sløg av kappingaravmarkandi avtalum hava við sær samfelagsbúskaparligar fyrimunir, ið eru størri enn teir vansar, sum kappingaravmarkingin hevur við sær.

 

Bólkafrítøkur av hesum slagi skulu ásetast eftir somu treytum, sum eru galdandi fyri at fáa stakfrítøku eftir ásetingini í § 8, stk. 1. Talan kann í hesum sambandi vera um at áseta mørk, har avtalur v.m. undir eitt ávíst markvirði, kunnu verða undantiknar eftir nærri treytum.

§ 10, stk.2
Kappingarráðið kann broyta ella seta úr gildi eina bólkafrítøku eftir § 10, um so er, at viðurskifti, ið høvdu avgerandi týdning fyri, at bólkafrítøkan varð givin, eru broytt. Í tílíkum førum verður ásett ein tillagingartíð fyri tær avtalur, ið vóru fevndar av upprunaligu bólkafrítøkuni. Við tí endamáli, at sleppast skal undan, at landsstýrismaðurin tekur avgerð í einkultmálum viðvíkjandi ítøkiligum viðurskiftum hjá fyritøkum, verður skotið upp, at Kappingarráðið fær eina sjálvstøðuga heimild til, í ítøkiligum førum, at afturkalla eina bólkafrítøku.

At ein bólkafrítøka verður afturkallað merkir ikki, at avtalur v.m. hjá fyritøkunum verða ólógligar. Spurningurin, um avtala v.m. er ólóglig, veldst um ítøkiliga meting hjá Kappingarráðnum. Kappingarráðið kann taka serskilda avgerð um at afturkalla bólkafrítøku í sambandi við, at ítøkilig støða verður tikin til sameiningina við § 6 og møgulig boð eftir § 22. Avgerð hjá Kappingarráðnum um at afturkalla eina bólkafrítøku og møgulig boð eftir § 22 kunnu leggjast fyri Kærunevndina í kappingarmálum.

 

Til § 11

§ 11, stk. 1

Ongin viðmerking er til § 11, stk. 1.

 

§ 11, stk 2

§ 11 er vend ímóti einum ella fleiri fyritøkum, sum misnýta eina ráðandi støðu á marknaðinum.

 

Er talan um misnýtslu, ið er framd av einari ella fleiri óheftum fyritøkum, og er henda misnýtsla úrslit av einari avtalu ella av samskipaðum atburði millum hesar fyritøkur, skulu hesi viðurskifti avgerast eftir § 6.

 

§ 11 verður eisini at nýta, um so er, at talan er um eina almenna fyritøku, ið misnýtir sína ráðandi støðu á marknaðinum. Hetta er eisini galdandi, um talan er um eina ráðandi støðu, ið er úrslit av almennari regulering, uttan so, at kappingaravmarkingin er ein beinleiðis ella neyðug fylgja av almennari regulering, sbrt. § 2.

 

Er talan um eitt alment ella privat veitingar- ella flutningsvirki við eini ráðandi marknaðarstøðu, ið bjóðar tænastuveitingar á einum marknaði, har tað í løtuni ella í framtíðini eru ein ella fleiri fyritøkur í kapping, er møguleiki fyri misnýtslu av teirri ráðandi støðuni, um so er, at fyritøkan, ið talan er um, ger tað torførari ella ógjørligt fyri aðrar tænastuútbjóðarar at fáa neyðuga atgongd til ta innskipan, ið veitingar- ella flutningsfyritøkurnar hava.

Hugtakið ráðandi støða, skal altíð gerast ítøkilig í mun til ein ávísan marknað – tann ávísa marknaðin. Við støði í avmarkanini av ávísa marknaðinum skal síðani metast um, hvørt ein ella fleiri fyritøkur hava eina ráðandi støðu á viðkomandi marknaði. Marknaðarparturin er eitt týdningarmikið, men ikki altíð nøktandi metingarstøði fyri at meta, um talan er um eina ráðandi støðu.

 

Talan er um eina ráðandi støðu, tá ein fyritøka hevur eina so ráðandi búskaparliga støðu, at fyritøkan hevur møguleika at forða fyri munagóðari kapping á umrødda marknaðinum, av tí at nevnda støða gevur fyritøkuni møguleika fyri óheftum atburði mótvegis kappingarneytum, viðskiftafólki og í síðstu atløgu brúkarunum.

 

Marknaðarparturin er eitt tað týdningarmiklasta metingarstøði, tá støða skal takast til, um talan er um ráðandi støðu. Í teimum førum, har marknaðarparturin einsamallur ikki er nóg mikið til tess at staðfesta ráðandi støðu, mugu onnur metingarstøði takast við í metingina. Serligur dentur verður at leggja á verandi ella komandi kapping á marknaðinum, umframt bygnaðarlig og atburðarlig viðurskifti á umrødda marknaðinum.

 

Er marknaðarparturin 25% ella lægri, er hetta helst ikki nóg mikið í sjálvum sær at staðfesta ráðandi støðu. Við so avmarkaðum marknaðarparti er ein fyritøka sjáldan før fyri at forða munagóðari kapping gjøgnum marknaðarstøðu sína.

 

Marknaðarpartar millum 25% og 40% eru heldur ikki nóg mikið í sjálvum sær til einsamalt at staðfesta ráðandi støðu á ávísa marknaðinum. Saman við øðrum umstøðum, kann ein so stórur marknaðarpartur tó merkja, at talan er um ráðandi støðu. Ein ráðandi støða má tí staðfestast við marknaðarpartinum saman við øðrum metingum.

 

Er marknaðarparturin hægri enn 40%, er hugsandi, at fyritøkan hevur eina ráðandi marknaðarstøðu. Hetta er í øllum førum galdandi, um marknaðarparturin hevur verið hin sami í longri tíð.

 

Ein marknaðarpartur, ið er meiri enn 50%, kann í sjálvum sær prógva, at talan er um ráðandi støðu.

 

Ein ráðandi marknaðarstøða krevur, at marknaðarparturin hevur verið hin sami í longri tíð. Ein fyribils munandi marknaðarpartur er í sjálvum sær ikki nóg mikið at staðfesta ráðandi støðu.

 

Til tess at kanna, um talan er um ráðandi støðu, er neyðugt at avmarka ávísa framleiðslumarknaðin og ávísa landafrøðiliga marknaðin.

 

Framleiðslumarknaðurin er marknaðurin fyri ta framleiðslu og/ella tær tænastuveitingar, ið brúkarin javnmetir vegna teirra slag, kostnað og nýtslu.

 

Ein framleiðslumarknaður kann vera samansettur av ólíkum framleiðslubólkum. Ein framleiðslubólkur er ein framleiðsluvøra ella ein minni bólkur av framleiðsluvørum, sum hava nærum somu alisligu (fysisku) ella tøknifrøðiligu eyðkenni.

 

Landafrøðiligi marknaðurin er tað økið, har tær ítøkiligu fyritøkurnar selja vørur ella tænastur sínar, og sum hava einsháttaðar kappingartreytir, og sum kunnu skiljast burtur frá avmarkaðum økjum, vegna týðandi frávik í kappingartreytunum.

 

Til tess at eyðmerkja landafrøðiliga marknaðin, kunnu nýtast slag og sermerki á vøruni ella tænastuni, møguligar forðingar fyri atgongdini til umrødda marknaðin, nýtsluvanar, stór frávik millum marknaðarpartin hjá virkinum í hesum øki og í grannaøkjum ella stórir prísmunir.

 

Eftir § 11, stk. 2 er tað møguligt hjá einari ella fleiri fyritøkum – eftir áheitan – at fáa eina váttan frá Kappingarráðnum, um fyritøkan ella fyritøkurnar samanlagt hava eina týðandi marknaðarstøðu.  Fráboðanin er bindandi inntil Kappingarráðið afturkallar váttanina.

 

§ 11, stk. 2, nr. 1

§ 11, stk. 2, nr. 1 fevnir m.a. um misnýtslu, ið stendst av at áseta órímiliga høgar prísir til bága fyri tey, ið ynskja vøruna ella veitingina. Eftir praksis krevst nágreiniligt prógv, til tess at staðfesta órímiliga høgar prísir. Hetta kann gerast við eini greining av kostnaðarbygnaðinum við at sammeta søluprísin við framleiðslukostnaðin og soleiðis staðfesta vinningin. Á hesum grundarlagi kann metast um, um tað er órímiligt lutfall millum framleiðslukostnaðin og søluprísin. Í játtandi føri má kannast, um talan er um kostnað, sum í sjálvum sær ella í mun til kostnaðin fyri vørur, ið kappast verður við, er órímiligur.

 

Eisini aðrir hættir kunnu nýtast til tess at staðfesta, um talan er um órímiligan kostnað.

 

Útgangsstøðið í metingini er tó tann kostnaður, ið hevði verið á einum marknaði við fríari kapping.

 

Tá mett verður um, um talan er um órímiligar keyps- ella søluprísir, skal avgerast, um kostnaðurin ella vinningurin greidliga er størri, enn vanligt er á einum marknaði við virknari kapping. Hetta verður gjørt við eini tilhugsaðari meting av tí støðu, sum hevði verið á einum marknaði við virknari kapping.

 

Útgangsstøðið í metingini eru marknaðarviðurskiftini. Um ein fyritøka við fríari prísáseting og fríari kapping kann varðveita eina ásetta príslegu, kann prísurin ikki vera órímiligur.

 

Lágir prísir eru aloftast, saman við góðsku og viðskiftatænastum, tað kappingarparametur, sum fyritøkurnar nýta til tess at vinna marknaðarpartar.

 

Ein fyritøka kann tó misnýta sína ráðandi støðu, um so er, at fyritøkan nýtir órímiliga lágar prísir – predatory pricing (ránsprísáseting) – í longri tíð til tess at troka teir kappingarneytar av marknaðinum, sum ikki kunnu áseta eins lágar prísir. Treytin fyri, at talan kann vera um órímiligar prísir, er, at lági prísurin ikki er treytaður av stórrakstrarligum virkisføri, men einans er treytaður av størri búskaparligari styrki. Hetta kann benda á, at fyritøkan ætlar at hækka prísirnar beinanvegin, kappingarneytin er trokaður burtur av marknaðinum.

§ 9, stk. 2 nr. 1 fevnir eisini um ta misnýtslu, sum verður framd, tá ein ráðandi fyritøka treytar sær minstaprís ella vinning í sambandi við víðarisølu.

 

Forboðið er galdandi bæði fyri reglur, ið alment venda sær til seinni sølulið, og fyri reglur, ið beinleiðis venda sær til einstakar fyritøkur.

 

§ 11, stk. 2, nr. 2

§ 11, stk. 2, nr. 2 fevnir m.a. um tey føri, har ein fyritøka treyðugt letur vørur ella tænastur til ein keypara, sum ikki lýkur ávísar treytir, ið ráðandi fyritøkan krevur. Talan kann eisini vera um at nokta at selja eykalutir til eina vøru, ið longu er seld.

 

Meginreglan er, at ein fyritøka sjálv avger, hvønn fyritøkan ynskir at handla við. Vinnuligu áhugamál kærarans skulu tí metast í mun til rættin hjá fyritøkuni til sjálv at avgera, hvønn fyritøkan handlar við. Tað er harumframt ein treyt, at ein kappingaravmarking er til staðar, ið hevur ella kann hava við sær skaðiliga ávirkan.

 

Henda meting hevur við sær, at ein fyritøka sum útgangsstøði ikki kann nokta at avgreiða, um so er:

1)      at atgongdin til vøruna ella tænastuna hevur serligan týdning fyri tann, ið ynskir vøruna ella tænastuna,

2)      at fyritøkan hevur eina ráðandi støðu á marknaðinum, og

3)      at fyritøkan ikki hevur givið eina uttanveltaða, sakliga og rímiliga grundgeving fyri at nokta at handla við kæraran.

 

§ 11, stk. 2, nr. 3

§ 11, stk. 2, nr. 3 fevnir um ta misnýtslu, ið stendst av, at eitt virki bjóðar ávísum keyparum av vørum ella tænastum sínum avsláttur ella viðbót, ið ikki verður bjóðað øðrum keyparum, sum undir somu umstøðum keypa somu nøgdir.

 

Meginreglan er, at avsláttir og viðbøtur, ið eru grundað á kostnaðarsparingar, ikki hava við sær skaðiliga ávirkan á prísirnar ella kappingina. Tvørturímóti kunnu hesi fremja munagóða kapping, um so er, at hesi eru grundað á uttanveltað og rímilig metingarstøði, og at keyparin kennir tey.

 

Teir avsláttir og tær viðbøtur, sum hinvegin einans eru grundað á sølulig fyrilit, kunnu ávirka kappingina millum fyritøkurnar og tískil atgongdina til marknaðin á slíkan hátt, at hetta skaðar virkisførið og bygnaðarligu tillaganina. Hetta kann vera úrslitið á marknaðum, har møguleikarnir fyri virknari kapping eru skerdir, m.a. vegna tær fyritøkur, ið hava ráðandi ávirkan á kappingartreytirnar.

 

Serliga kann hetta hava týdning í førum, har ein ”enskur klausulur” er knýttur at avtaluni um avsláttur ella viðbót, soleiðis at ráðandi fyritøkan frá keyparum sínum fær nágreiniligar upplýsingar um mest lagaligu tilboðini frá kappingarneytunum, til tess altíð at kunna bjóða prísir, ið eru lægri enn lægsti prísur hjá kappingarneytunum.

 

Tað verður tó altíð neyðugt í hvørjum einstøkum føri at meta um, hvørt nevndu avsláttir og viðbøtur hava við sær órímilig úrslit, t.d. um avsláttirnir og viðbøturnar verða givnar, til tess at samsvara líknandi avsláttum og viðbótum frá kappingarneytum.

 

§ 11, stk. 2, nr. 4

§ 11, stk. 2, nr. 4 fevnir um samantvinnaða sølu, t.e. at ein fyritøka, ið hevur eina ráðandi støðu á marknaðinum, nýtir hesa støðu til at áleggja keyparum sínum at keypa aðrar vørur ella veitingar.

 

§ 11, stk. 3

Ásetingin í § 11, stk. 3 gevur Kappingarráðnum, eftir kæru ella ex officio, heimild til at geva fyritøkum kravboð um at steðga atburði, ið er fevndur av stk. 1.

 

Í kravboðnum verður staðfest, at talan er um misnýtslu av ráðandi støðu, ið er bannað eftir § 11, stk. 1. Harumframt verður álagt fyritøkuni at steðga framferðini.

 

Eini kravboð kunnu verða givin beinanvegin, Kappingarráðið gerst vart við, at ásetingin í stk. 1 er brotin.

 

Meginreglan er, at ein atburður skal steðga tann dagin, kravboðini verða givin. Í serligum førum kann Kappingarráðið áseta eina freist, tá ólógliga framferðin skal verða steðgað. Metast skal millum praktisku møguleikarnar hjá fyritøkuni, beinleiðis at steðga framferðini øðrumegin og hinumegin fyrilitið fyri, at kappingin verður fingin í rættlag aftur, undir hesum serliga fyrilitið til tær fyritøkur, ið beinleiðis eru raktar av kappingaravmarkingini.

Eini kravboð kunnu hava serligar treytir, eitt nú at fyritøkan skal broyta sínar handilstreytir, at fyritøkan skal lata vørur ella tænastur til eina ávísa fyritøku eftir nærri treytum o.l. Lutfall má vera millum treytirnar, ið settar verða, og slagið á kappingaravmarkingini.

 

Kravboð sambært § 11, stk. 4, ið verða brotin, verða revsað við sekt eftir § 30.

 

§ 11, stk. 5

Eftir § 11, stk. 5 hevur Kappingarráðið heimild til at boða frá, at ávísur atburður ikki er brot á ásetingina í stk. 1. Áheitanin verður latin Kappingarráðnum. Er áheitanin eftir § 11, stk. 5 latin inn, skal Kappingarráðið taka eina avgerð.

 

§ 11, stk. 6

Ongar viðmerkingar eru til § 11, stk. 6.

 

Til § 12

Skotið verður upp eftir § 12, at Kappingarráðið fær heimild til at krevja, at kappingaravlagandi vinnustuðul, sum ikki er lógarheimilaður, skal støðgast og afturrindast. Stuðulin kann vera bæði beinleiðis, eitt nú sum fluttur stuðul, ella sum stuðlað lán, ella óbeinleiðis við eitt nú, at ein partur av útreiðslunum til tað stuðlaðu fyritøkuna, ella tað stuðlaða virksemið er stuðlað, eitt nú húsaleiga, útgerð o.l. 

Boð kunna gevast, um stuðulin beinleiðis ella óbeinleiðis hevur til endamáls, ella sum avleiðing, at avlaga kappingina á føroyska marknaðinum, ella partar av marknaðinum, og ikki er lógligur sambært almennari regulering. Ásetingin í § 12 skal eins og aðrar ásetingar í Kappingarlógini víkja fyri aðrari almennari regulering. Sambært § 50, stk 1 og 2 í Kommunustýrislógini (Ll. nr. 87 frá 17. mai um kommunustýri, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 6. mai 2003) kann kommuna einans taka lut í vinnuligum virksemi, um so er, at virksemið tænir almannagagnligum endamáli og ikki hevur vinning fyri eyga. Víðari er ásett, at kommunan kann seta almenn tiltøk í verk, um so er, at hetta er til frama fyri vinnulívið á staðnum. Stuðul til einstaklingar ella einstakt virksemi má ikki latast, uttan so at serligar orsøkir eru.

 

§ 12, stk. 1

Stuðul fevnir um bæði beinleiðis kontantan stuðul og um óbeinleiðis stuðul. Stuðulin fevnir um bæði fíggjarligar fyrimunir til ávisar vinnufyritøkur í mun til annað vinnuligt virksemi, ella framleiðslu á føroyska marknaðinum. Slíkir fyrimunir kunna eitt nú vera rentulættar, veðhald ella annar stuðul.

 

Krossstuðul frá einum øki til annað í einari fyritøku, ella í einari samtøku, kann vera fevndur av stuðulshugtakinum. Verða útreiðslur hjá einari fyritøku fjaldar til virksemi á einum marknaði við inntøku á øðrum marknaði, er talan um krossstuðul. Krossstuðul merkir ikki í sjálvum sær, at kappingin verður avlagað. Kappingin verður bert avlagað, um eitt øki uttan kapping stuðlar einum øki í kapping á ein slíkan hátt, sum ikki er í samsvari við marknaðabúskaparligar íleggjarameginreglur. Talan er ikki um krossstuðul, um prísásetingin í sambandi við virksemi í kapping fer fram soleiðis, at prísurin dekkar útreiðslurnar, um so var, at virksemið í kapping var sundurskilt frá virkseminum uttan kapping.

 

Kappingarráðið kann geva boð viðvíkjandi stuðli, veittur, tá boðið verður givið og boð viðvíkjandi stuðli, veittur frammanundan.

 

Talan er um veittan stuðul, tá stuðulin er goldin ella verður goldin til eina ella fleiri fyritøkur.

Fyrningarfreistin upp á 5 ár sambært § 12, stk. 5 setir tó mark fyri, hvussu langt farast kann aftur í tíð, tá Kappingarráðið gevur boð eftir stk.1.

 

Fyri at Kappingarráðið kann geva boð eftir  § 12, stk. 1, skal stuðulin vera veittur til fyrimuns fyri ávísar vinnufyritøkur. At ein stuðul er til fyrimuns merkir, at stuðulin skal geva móttakaranum ein fíggjarligan fyrimun, sum móttakarin ikki hevði fingið undir vanligum marknaðarumstøðum.

Stuðulin skal harumframt vera til ávísar vinnufyritøkur, sum merkir, at stuðulin er úrveljandi (selektivur).

 

§ 12, stk. 2, nr. 1

Treytirnar fyri, at Kappingaráðið kann geva boð eftir § 12, stk.1, eru, at stuðulin beinleiðis ella óbeinleiðis hevur til endamáls at avlaga kappingina, og at stuðulin ikki er lógligur sambært almennari regulering. Báðar treytirnar skulu vera loknar.

Kappingarráðið metir um nr. 1, um talan er um kappingaravlagandi almennan stuðul.

Fyrsta treytin fyri, at Kappingarráðið kann geva boð eftir § 12, stk. 1 er, at stuðulin antin beinleiðis ella óbeinleiðis hevur til endamáls at avlaga kappingina á føroyska marknaðinum ella partar av marknaðinum. Hetta hevur við sær, at bæði stuðul, sum veruliga avlagar kappingina og stuðul, sum bert hevur til endamáls at avlaga kappingina, er fevnd. Við øðrum orðum er tað ikki ein treyt, at tað er farin fram kappingaravlaging, orsakað av stuðlinum.

Stuðul verður, sum meginregla, ikki mettur sum kappingaravlagandi, um stuðul er veittur eftir útboði undir alment galdandi, ikki-diskriminerandi og gjøgnumskygdum treytum.

 

§ 12, stk. 2, nr. 2

Metingin eftir nr. 2, um stuðulin er lógligur sambært almennari regulering, verður gjørd av avvarðandi landsstýrismanni ella kommunalum eftirlitsmyndugleika.

 

§ 12, stk. 3

Ásett verður, hvør myndugleiki avger, um stuðulin er lógligur sambært almennari regulering.

Tá talan er um landsmyndugleika, er tað avvarðandi landsstýrismaður, sum ger metingina. Á kommunala økinum er tað kommunali eftirlitsmyndugleikin.

 

§ 12, stk. 4

Kappingarráðið kann geva boð um afturgjald av stuðli til privatar fyritøkur, sjálvsognarstovnar, almennar fyritøkur og stovnar.

 

§ 12, stk. 5

Fyrningartíðin er skotin upp at vera 5 ár, fyri at Kappingarráðið kann geva boð um at afturgjalda  almennan stuðul. Kappingarráðið roknar rentu frá tí, at ólógligi stuðulin var til taks hjá stuðulsmóttakarum, og til stuðulin er afturgoldin. Støddin á rentuni verður ásett sambært Rentulógini (Lov nr. 638 af 21. december 1997 om renter ved forsinket betaling, m.v., som sat i kraft ved anordning nr. 588 af 4. november 1982, og ændret ved anordning nr. 107 af 27. februar 1996).

 

§ 12, stk. 6

Kappingarráðið kann eftir áheitan vátta, at almennur stuðul, eftir teimum umstøðum, Kappingarráðið hevur kunnleika um, ikki er kappingaravlagandi. Almennir myndugleikar kunna lata Kappingarráðnum áheitan, áðrenn møguligur stuðul verður latin.

 

Váttan eftir stk. 6 hevur við sær, at boð ikki kunna verða givin um at støðga og um at afturgjalda stuðulin.

Avleiðingarnar av einari váttan eftir stk. 6 eru, at boð ikki seinni kunna gevast, um Kappingarráðið broytir støðu viðvíkjandi somu viðurskiftum. Treytin er tó, at myndugleikin, tá fráboðað áheitan er latin Kappingarráðnum, ikki hevur latið órættar ella villleiðandi upplýsingar.

 

Til § 13

Samanleggingarhugtakið skal skiljast á sama hátt sum samanleggingarreglurnar í parta- og lutafelagslógunum. Talan kann sostatt verða um annaðhvørt vanligar samanleggingar, har ein ella fleiri fyritøkur verða lagdar saman til eina nýggja fyritøku, ella samanlegging í fluttari merking, har ein ella fleiri fyritøkur verða lagdar inn í eina aðra fyritøku.

 

Eftir hesi lóg er talan um virkisyvirtøku, tá ein avgerandi partur av fænum í eini fyritøku ella ein avgerandi partur av atkvøðunum verður ognaður av øðrum persóni ella aðrari fyritøku soleiðis, at hesin persónur ella henda fyritøka fær avgerandi ávirkanina í umrøddu fyritøkuni.

 

Skotið verður upp, at samanleggingar millum móður- og dótturfyritøkur og samanleggingar millum dótturfyritøkur í somu samtøku verða undantiknar frá ásetingini um samanleggingar. Í slíkum førum verður marknaðarávirkanin ikki meira savnað av samanleggingini, og eru slíkar samanleggingar tí ikki fevndar av fráboðanarskylduni.

 

Til § 14

Eftir hesi áseting verður tað ein skylda at fráboða samanleggingar, virkisyvirtøkur og samanleggingar av fyritøkum til Kappingarráðið. Fráboðanin fer ikki í sjálvum sær at geva høvi til, at kanningar verða gjørdar smb. § 13. Ásetingin um, at allar samanleggingar skulu fráboðast, verður gjørd við støði í, at Kappingarráðið skal verða kunnað, tá størri miðsavnan fer fram í Føroyum.

 

Til 14, stk. 2

Skotið verður upp at skipa samanleggingareftirlit, grundað á bæði eftirlitsmeginregluna við fráboðanarskyldu og forboðsregluna. Endamálið við hesi skipan er, at hava vanligt samanleggingareftirlit eins og í grannalondunum, samstundis sum at møguleikin ikki verður frásagdur at gera inntriv í serligum førum, tá talan er um samanleggingar undir ásettu markvirðunum.  Ásannandi, at føroyski marknaðurin er landafrøðiliga avbyrgdur, eginframleiðslan avmarkað, og at marknaðurin er sera lítil, verður mælt til eina samansjóðing av eftirlits- og forboðslóggávu, sum tekur atlit til serligu føroysku umstøðurnar. 

 

Tá samanlegging er fráboðað Kappingarráðnum, verða hesar bólkaðar í 3 bólkar.

 

§ 14, stk. 2 nr. 1

Kappingarráðið letur tí, sum fráboðar, eina váttan um, at fráboðanin er móttikin, og at  ráðið onga viðmerking hevur til samanleggingina, sum fráboðað. Avgerðin tekur støði í einari yvirskipaðari meting av, um samanleggingin kann hava nakra ávirkan á kappingina á ávísa marknaðinum, fyritøkurnar virka í. Metir Kappingarráðið, at samanleggingin ongan týdning hevur, verður bert váttað fyri móttøku, og er samanleggingin sostatt góðkend av Kappingarráðnum.

 

§ 14, stk. 2 nr. 2

Eftir hesi áseting verða fráboðanir eisini bólkaðar í samanleggingar, sum, Kappingarráðið metir, kunnu hava týdning fyri kappingina á marknaðinum og tí eiga at viðgerast eftir § 15.

 

§ 14, stk. 2 nr. 3

Samanleggingar, har umsetningurin hjá fyritøkunum er 75 mió. kr., og í minsta lagi tvær av fyritøkunum hava í minsta lagi 4 mió. kr. í umsetningi um árið, verða viðgjørdar eftir § 14. Umsetningurin verður roknaður hjá bæði móður- og dótturfeløgum, og feløgum innan sama samtak og fyritøku, sum partarnir í samanleggingini hava beinleiðis ella óbeinleiðis ræði á.

 

§ 14, stk. 3

Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð reglur, sum lýsa, í hvørjum føri samanleggingar verða viðgjørdar eftir § 15, og reglur um, hvussu umsetningurin verður roknaður eftir stk. 1, nr. 3.

 

§ 15

Eftir § 15 skal Kappingarráðið kanna, um samanleggingin hevur við sær, at virkna kappingin á marknaðinum verður skerd.

 

Tað mest avgerandi í metingini av avleiðingunum av einari samanlegging, er marknaðarstyrkin hjá luttakandi fyritøkunum á marknaðinum. At miðsavnan fer fram, er ikki tað avgerandi, men veruligu avleiðingarnar fyri kappingina við at kappingin minkar. Kanningin av marknaðarstyrkini er tó ikki nóg mikið. Eisini má eitt nú tann veruliga ella møguliga kappingin frá fyritøkum, sum eru í ella uttan fyri Føroyar, kannast, marknaðarbygnaðurin, støðan hjá luttakandi fyritøkunum á marknaðinum og teirra fíggjarliga styrki, valmøguleikarnir hjá kundunum og veitarunum til veitingar ella marknaðir, rættiligar ella veruligar forðingar fyri atgongd til marknaðin, menning í útboði og eftirspurningi viðvíkjandi ávísu vøruni ella tænastuni, áhugamálini hjá brúkaranum í millumliðunum og áhugamálini hjá endabrúkaranum, umframt tøknilig og búskaparlig menning, um tað er ein fyrimunur fyri brúkaran, og tað ikki er ein forðing fyri kappingina.

 

Í metingini av miðsavnanini vil ein øking í marknaðapartinum til eitt nú 25% vanliga ikki metast at hindra kappingina. Tá mett verður um marknaðarpart, skal tað kannast, um marknaðarpartarnir hava verið støðugir seinastu árini, og um marknaðarpartarnir kunnu fasthaldast í framtíðini. Atlit má takast til menningina á marknaðinum, eisini um talan er um ein marknað, eyðkendur við skjótari tøkniligari menning.

 

Í metingini av, um ein samanlegging hevur neiliga ávirkan á kappingarstøðuna, kunna fylgjandi spurningar eisini setast: 1) at útlit eru til at fyritøkan, sum verður yvirtikin innan styttri tíðarskeið, verður tvungin út av marknaðinum, um fyritøkan ikki verður yvirtikin, 2) at marknaðarparturin hjá fyritøkuni fer til fyritøkuna, sum tekur yvir og 3) at einki alternativ er til yvirtøkuna, sum virkar minni kappingaravmarkandi.

 

§ 15, stk.

Metir Kappingarráðið, at ein samanlegging av fyritøkum hindrar virknari kapping við tað, at ein marknaðarráðandi støða, ið ein ella fleiri fyritøkur hava, verður skapt, ella at ein slík støða styrkist, kann ráðið ógilda eina slíka samanlegging, ið longu er farin fram. Kappingarráðið kann eisini leggja treytir við slíka samanlegging, ið skulu lúkast innan ásetta tíð.

 

Endamálið við samanleggingareftirliti er ikki at banna samanleggingum, men at gera tað møguligt at leggja treytir við, ella boð um at beina burtur skaðiligar ávirkanir av einari samanlegging.

 

Heitast skal á fyritøkurnar sjálvar at koma við tilsøgnum til Kappingarráðið. Grundgevingin er, at fyritøkurnar sjálvar kunnu metast at vera best førar fyri at meta um, hvørjar tilsagnir fyritøkurnar kunnu samtykkja í, við atliti til at forða kappingartrupulleikum, og harvið fáa samanleggingina góðkenda. Tilsagnirnar skulu latast til Kappingarráðið, sum metir um tilsagnirnar í sambandi við sjálva metingina av samanleggingini, her ímillum um hon kann verða góðkend. Forboð móti einari samanlegging kann soleiðis bert koma fyri, um avleiðingarnar av einari samanlegging, sum eru til ampa fyri kappingina, ikki kunnu bøtast um við at knýta treytir, ella at geva boð í sambandi við samanleggingina.

 

Treytir ella boð verða ásett við støði í einari ítøkiligari meting av samanleggingini. Kappingarráðið skal altíð velja tað minst tyngjandi inntrivið, fyri at bøta um kappingarskaðiliga ávirkan av einari samanlegging.

 

Krav kann setast til luttakararnar í einari samanlegging um at avhenda eina fyritøku, partar av einari fyritøku, virðir ella onnur eigaraáhugamál. Um ein samanlegging hevur við sær, at ráðandi marknaðarstøða verður størri í pørtum av marknaðunum, fevndir av samanleggingini, kann tað vera nóg mikið at gera inntriv mótvegis samanlegging av hesum pørtunum av marknaðunum. Kappingarráðið kann eisini áseta treytir ella boð um, at luttakandi fyritøkurnar gera onnur kappingarfremjandi tiltøk. Tiltøkini kunnu eitt nú vera, at ein fyritøka steðgar samstarvi við ávísar aðrar fyritøkur á ávísu marknaðunum. Eisini kann treytin ella boðið frá Kappingarráðnum vera krøv um triðjapartsatgongd, sum kann vera atgongd til størri ella minni partar av veitingarskipanunum hjá samanløgdu eindini, framleiðsluskipanini ella útbreiðsluskipanini.

 

§ 15, stk. 3

Tá ið støða skal takast til, um ein samanlegging er lóglig, skal Kappingarráðið taka atlit til, í hvønn mun altjóða kapping ávirkar kappingarstøðuna hjá teirri samanløgdu fyritøkuni. Tá ið støða skal takast til, um ein samanlegging er lóglig, skal atlit eisini takast til, hvørt marknaðurin er opin, ella atgongd til hann er hindrað.

 

§ 16, stk. 1

Ein samanlegging, sum er fevnd av lógini, skal fráboðast til Kappingareftirlitið í seinasta lagi 1 viku eftir, at avtalan er gjørd, ella at almenn fráboðan er gjørd um samanleggingina, ella fyritøka  hevur fingið ræðið á fyritøkuni.

 

§ 16, Stk. 2.

Í fráboðanini skal upplýsast um samanleggingina og um fyritøkurnar, sum verða lagdar saman. Kappingarráðið ger reglur um, hvørjar upplýsingar skulu vera í fráboðanini, m.a. um marknaðir, sum samanleggingin ávirkar, og um onnur viðkomandi viðurskifti í sambandi við, at kappingarliga ávirkanin skal kannast. Eisini ger Kappingarráðið reglur um serlig fráboðanarskjøl.

 

§ 17

Ásetingin í § 17 ásetir freistir fyri viðgerð hjá Kappingarráðnum av einari samanlegging.

 

Viðgerðin er býtt upp í tvey stig:

Fyrsta stigið kann í mesta lagi vera 4 vikur frá tí, at Kappingarráðið hevur móttikið eina fullfíggjaða fráboðan. Næsta stigið er í mesta lagi 3 mánaðir frá tí, at Kappingarráðið hevur móttikið eina fullfíggjaða fráboðan.

 

At viðgerðin er uppbýtt í stigum, ger tað møguligt skjótt at góðkenna eina samanlegging v.m., sum kappingarrættarliga er uttan trupulleikar, og at ein nærri kanning av einari fráboðaðari samanlegging, sum ivi er um, kann verða góðkend. Freistirnar hava eisini við sær, at fyritøkurnar, sum frammanundan luttaka í einari samanlegging, kunnu meta um, nær viðgerðin av einari samanlegging verður liðug.

 

Viðvíkjandi spurninginum, nær ein fráboðan er fulfíggjað, verður víst til § 15, stk. 1, har tað er ásett, at Kappingarráðið ger reglur um fráboðanir og um serlig fráboðanarskjøl í hesum sambandi.

 

Kappingarráðið skal, innan 30 dagar, boða viðkomandi fyritøkum frá, um mett verður, at tað er neyðugt at kanna gjøllari kappingarligu ávirkanina av samanleggingini. Freistin er 30 dagar frá tí degi, Kappingarráðið fær fráboðan, sum lýkur treytirnar í § 13, stk. 1, nr. 1 og 2 og § 14 og tær reglur, sum eru gjørdar sambært hesi áseting.

 

§ 17, stk. 2

Kemur eingin fráboðan frá Kappingarráðnum, sbrt. stk. 1 innan ásettu freist, kann Kappingarráðið ikki ógilda samanleggingina.

 

§ 17, stk. 3

Avgerð um at ógilda skal takast í seinasta lagi tríggjar mánaðir eftir, at fráboðanin eftir stk. 1 er send viðkomandi fyritøkum.

 

§ 18, stk. 1

Eftir § 18, stk. 1 kann Kappingarráðið leggja fyribils upp í eina samanlegging, til tess at tryggja, at ein møgulig avgerð eftir § 15 kann verða framd til fulnar. Uppíleggingin kann antin vera, at forboð verður sett ímóti, at samanleggingin verður framd fyribils, ella inntil Kappingarráðið er liðugt at kanna málið.

 

§ 18, stk. 2.

Ger Kappingarráðið av at ógilda eina samanlegging, kann ráðið, samstundis sum tað tekur avgerð við grundarlagi í § 14 ella við serstakari avgerð, geva boð um, at ein fyritøka ella ognir, ið eru samanlagdar, verða skildar sundur aftur, at felags leiðsla verður avtikin, ella at onnur hóskandi tiltøk verða sett í verk við atliti til av nýggjum at skapa fyritreytir fyri virknari kapping.

 

Til § 19

Í galdandi kappingarlóg eru alment innlit og gjøgnumskygni meginreglan.

 

Rættindini hjá pørtunum eru skipað í fyrisitingarlógini og verða ikki ávirkað av lógaruppskotinum.

 

Lógaruppskotið hevur við sær, at reglan um gjøgnumskygni, sum er galdandi í verandi kappingarlóg, verður avtikin. Framhaldandi er tó neyðugt at hava gjøgnumskygni fyri brúkaran, eitt nú upplýsingar um prís- ella avsláttarviðurskifti og handilstreytir í eini vinnu, fakturering ella aðrar reglur fyri prísroknan v.m. Gjøgnumskygni fyri brúkaran, í mun til kappingarligt gjøgnumskygni, er øðrvísi á tann hátt, at gjøgnumskygnið er avmarkað til viðurskifti viðvíkjandi marknaðarføring, ið hava týdning fyri avgerðir í brúkaraviðurskiftum, meðan kappingarligt gjøgnumskygni eisini fevnir um innanhýsis handilsviðurskifti hjá eini fyritøku.

 

Mett verður, at neyðugt er at hava almenna heimild við, til tess at Kappingarráðið kann almannakunngera upplýsingar, og eisini hevur skyldu til at upplýsa um virksemið.

 

§ 19, stk. 1

Skotið verður upp í stk. 1, at mál eftir kappingarlógini verða undantikin frá almennum innliti. Tó skal alment innlit vera í málum, har Kappingarráðið í kunngerð kann áseta reglur, annaðhvørt av egnum ávum ella í teimum førum, har landsstýrismaðurin hevur biðið Kappingarráðið um eitt ummæli. Eftir hesi áseting kann lóg um alment innlit bert nýtast í sambandi við tey mál, ið snúgva seg um ásetingar av reglum eftir kappingarlógini.

 

§ 19, stk. 2

Skotið verður í stk. 2 upp, at fyrispurningar frá Kappingareftirlitinum, saman við svari frá viðkomandi myndugleika, eftir § 2, stk. 4 og avgerð eftir § 12, stk. 3, 1. pkt., og frágreiðingar og svar frá avvarðandi landsstýrismonnum eftir § 2, stk. 5, umframt avgerðir, tiknar eftir lógini, skulu almannakunngerast. Mett verður, at tað hevur týdning fyri fyritøkurnar og almenningin annars at kenna avgerðir og fráboðanir og sostatt praksis á økinum. Um so er, at mett verður, at avgerðin hvørki hevur týdning fyri forstáilsi fyri, hvussu kappingarlógin skal virka ella hava almennan áhuga, kann Kappingareftirlitið lata vera við at almannakunngera avgerðir v.m., sum Kappingareftirlitið hevur tikið.

 

Grundarlagið fyri uppskotinum er, at Kappingarráðið tekur avgerðir í prinsipiellum málum og í málum, sum eru av serliga stórum týdningi, og lógaruppskotið hevur við sær, at hesar avgerðir altíð skulu almannakunngerast. Arbeiðsbýtið millum Kappingarráðið og Kappingareftirlitið hevur við sær, at eftirlitið tekur avgerðir í málum, sum ikki hava nakran veruligan týdning fyri forstáilsi fyri kappingarlóggávuni ella fyri kunnleikan til kappingarviðurskifti. Uppskotið hevur á ongan hátt til endamáls av avmarka almannakunngerðina av viðkomandi avgerðum v.m. við heimild í kappingarlógini, men hevur harafturímóti til endamáls, at sleppast skal undan at almannakunngera óviðkomandi upplýsingar.

 

Kunnleiki um upplýsingar um mál, sum eru endað við, at fyritøkur hava tikið við bót, ella eru dømdar at taka við bót frá dómstólunum, ger tað lættari hjá fyritøkum og brúkarum at taka støðu til møguligt endurgjaldskrav. Ásett verður tí, at í málum sbrt. § 31 skal dómurin, bótviðtøkan ella ein samandráttur av hesum almannakunngerast. M.a. verða nøvnini á viðkomandi fyritøkum í málunum eisini nevnd í almannakunngerðini.

 

Er talan um einstaklingsfyritøku, verður tað sum útgangsstøði talan um at almannakunngera navnið á persóninum, sum rekur fyritøkuna og ikki neyðturviliga navnið á eigaranum, sum formliga tekur við bótini. Almannakunngerðingin skal soleiðis fara fram á ein hátt, sum gevur meining fyri umheimin, og kann eisini vera avmarkað til navnið, eind ella líknandi á viðkomandi fyritøku, sum hevur framt brot á Kappingarlógina, og sum m.a. kann vera partur í einari samtøku, kommunu ella líknandi. Kappingarráðið almannakunnger dómin, bótviðtøkurnar ella ein samandrátt av dóminum. Almannakungerðin fer sum útgangsstøði fram á heimasíðuni hjá Kappingarráðnum.

 

§ 19, stk. 3

Stk. 3 í lógaruppskotinum hevur við sær, at Kappingarráðið, eins og aðrir myndugleikar, kann almannakunngera, hvørjum kappingarmyndugleikin arbeiðir við, júst sum Kappingarráðið kann almannakunngera frágreiðingar av meira almennum slagi.

 

Tá upplýsingar verða almannakunngjørdar eftir stk. 3, verður stk. 4 somuleiðis at nýta. Harumframt verða ásetingarnar í fyrisitingarlógini um tagnarskyldu og ásetingarnar um, hvussu upplýsingar skulu gevast víðari, at nýta.

 

§ 19, stk. 4

Eitt undantak frá meginreglunum í stk. 2 og 3 verður skotið upp í stk. 4, har ásett verður, at upplýsingar av tekniskum slagi, umframt rakstrar- og handilsligir loynidómar í tann mun, hesir hava serligan búskaparligan týdning fyri tann persón ella ta fyritøku, sum upplýsingarnar viðkoma, kunnu verða undantiknar frá almannakunngerð.

Endamálið við ásetingini í stk. 4 er at tryggja, at samsvar er millum undantøkini í § 12, stk. 1, nr. 2 í løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina, tó so at orðingin ” rakstrar- og handilsligir loynidómar” er ein trengri orðing. Hetta er orsakað av, at endamálið við almannakunngerð verður burtur, um so er, at øll handilsviðurskifti kunnu verða undantikin frá almannakunngerð. Tað hevur avgerandi týdning til tess at skilja og brúka eina avgerð, at tað, í ein ávísan mun, er gjørligt at vísa á sannroyndar upplýsingar um rakstrar- og handilsviðurskifti.

 

§ 18, stk. 5

Í samsvari við galdandi lóg verður í stk. 5 givið formanni Kappingarráðsins heimild at avgera, um upplýsingar, og –  um so er –  í hvørjum formi, kunnu latast limum Kappingarráðsins. Henda  heimild formansins er eksklusiv og endalig.

 

Til § 20

Kappingarráðið hevur eftirlit við lógini og reglum sambært lógini. Kappingarráðið er eitt sjálvstøðugt kollegialt ráð. Skrivstovuvirksemi Kappingarráðsins verður røkt av Kappingareftirlitinum.

 

Kappingarráðið kann, vísandi til raðfesting av málum, avgera at vísa burtur kærur, ið kappingarráðið metir hava minni týdning. Kappingarráðið skal tó viðgera mál eftir § 8 um frítøku.

 

Avgerðin um, at eitt mál er burturvíst, kann ikki kærast fyrisitingarliga, men kann tó leggjast fyri rættin.

 

Í umsitingini av kappingarlógini eru ávikavist Kappingarráðið og Kappingareftirlitið óheft av landsstýrismanninum. Hetta merkir, at landsstýrismaðurin ikki kann áseta, hvussu mál verða avgjørd. Somuleiðis kann landsstýrismaðurin ikki broyta avgerðir hjá Kappingarráðnum. Ítøkiligar avgerðir kunnu sostatt ikki kærast til landsstýrismannin, men kunnu einans leggjast fyri rættin.

 

§ 20, stk. 2

Ongin viðmerking er til § 20, stk. 2.

 

§ 20, stk. 3

Í Kappingarráðnum skulu vera fimm limir og eins nógvir varalimir. Formaðurin og tveir limir ráðsins skulu vera óheftir av vinnu- og brúkaraáhugamálum. Til tess at røkja uppgávurnar eftir lógini til fulnar, er neyðugt, at ráðið er soleiðis samansett, at ráðið í sínari heild hevur kunnleika til alment og privat vinnuvirksemi, løgfrøði, búskaparfrøði, fíggjarlig viðurskifti og til viðurskifti viðvíkjandi brúkaranum.

Um ein limur er ógegnigur til at viðgera eitt ávíst mál vegna samband við partar í málinum, eigur varalimur hansara at taka sæti fyri hann.

Landsstýrismaðurin setir nærri reglur um virksemi ráðsins. Avgerðir ráðsins kunnu skjótast inn fyri Kærunevndina.

 

§ 20, stk. 4

Við tí endamáli at skipa Kappingarráðið og Kappingareftirlitið best møguligt í mun til endamál lógarinnar og lógina annars ger landsstýrismaðurin reglur um fundarskipan fyri Kappingarráðið og reglur um virksemið hjá Kappingareftirlitinum.

 

Til § 21

Ásetingin hevur sum endamál at gera tað møguligt hjá borgarum og myndugleikum at samskifta talgilt. Landsstýrismaðurin fær heimild til at gera reglur fyri nýtslu av elektróniskari undirskrift til og frá Kappingarráðnum, Kappingareftirlitinum og Kærunevndini í kappingarmálum, og í hvønn mun elektrónsk undirskrift ella annað slag av váttan kann verða brúkt. Við hesi áseting verður tað møguligt at brúka elektróniskt samskifti, sum higartil hevur verið skrivligt pappírsamskifti. Harvið fer at bera til, at avtalur kunnu fráboðast, frítøkur og upplýsingar kunnu sendast við nýtslu av elektróniskum samskifti.

 

Til § 22

Í § 22 verða tilskilaðar tær heimildir, ið m.a. kunnu verða nýttar í sambandi við boð eftir § 6, stk. 4 og § 11, stk. 4. Reglurnar um boð í § 22 eru javnsettar, alternativar heimildir, sum kunnu verða nýttar mótvegis ymiskum sløgum av kappingarskaðiligum tiltøkum. Dømini eru ikki endalig viðvíkjandi møguleika Kappingarráðsins at leggja uppí við boðum.

 

Treytað av, hvussu kappingaravmarkingin er háttað, og hvørja ávirkan hon hevur, má ítøkilig støða takast til, hvussu kappingaravmarkingin hóskandi kann verða steðgað. Í § 21, stk. 1 eru tey vanligastu sløgini av boðum nevnd.

 

Samsvarandi orðingini í § 12, stk.1, l. liði í galdandi kappingarlóg, gevur ásetingin í stk. 1, nr. 1 heimild til at geva boð um, at avtalur, samtyktir ella handilstreytir heilt ella lutvíst skulu setast úr gildi.

 

Heimildin at geva boð um, at ikki kann verða farið upp um ásettar prísir ella vinningar, er givin í stk. 1, nr. 2. Tann gjøllari ásetingin av prísum ella vinningum má fara fram við einari tilhugsaðari meting av viðurskiftunum, sum tey høvdu verið á einum marknaði við kapping. Eitt veruligt prógv fyri, hvussu prísurin ella vinningurin hevði verið, kann sostatt ikki verða kravt, men kravt verður, at hetta verður gjørt sannlíkt.

 

Boð kunnu verða givin soleiðis, at prísir og vinningar verða ásettir, og at ikki kann verða farið upp um hesar, ella at ávísar útrokningarreglur, ið verða nýttar, tá prísir og vinningar verða útroknaðir, verða ásettar. Við hesum verður miðað ímóti størst møguligum smidleika í sambandi við boð viðvíkjandi prísum og vinningum, har prísjavning framhaldandi kann verða gjørd soleiðis, at fyritøkurnar v.m. fáa møguleika til og verða eggjaðar til at betra virkisførið.

 

Eftir stk. 1, nr. 3 kann ein fyritøka fáa boð um at selja til nærri tilskilaðar keyparar við teimum treytum, sum fyritøkan vanliga setir fyri samsvarandi sølu. Fyritøkan kann tó altíð krevja, at goldið verður í reiðum peningi ella krevja samsvarandi trygd.

 

Eftir stk. 1, nr. 4 verður givin heimild til at geva boð um, at triðipartur skal hava atgongd til verandi undirstøðukervi, tá hetta er neyðugt, til tess at kunna bjóða út eina vøru ella tænastuveiting. Talan kann t.d. vera um atgongd til eitt elnet, eina havn ella ein flogvøll. Heimildin at geva boð um at geva triðjaparti atgongd til undirstøðukervið fevnir einans um tey føri, har fyritøkur, ið eru møguligir kappingarneytar, eru forðaðar í sjálvar at byggja upp neyðugu hentleikarnar.

 

Ásetingin í stk. 2 tilskilar, at eini boð eftir stk. 1, nr. 2 kunnu verða ásett fyri í mesta lagi 1 ár í senn.

 

Til § 23

Við ásetingini verður heimild givin til at Kappingarráðið endar eitt mál við at geva tilsøgn, sum fyritøkur hava latið bindandi. Fyrimunurin av at kunna enda mál við samráðing við partarnar er, at tað er smidligt, skjótt og orkusparandi. Tað er ein fyrimunur, at fyritøkurnar luttaka virkið fyri at finna fram til eina loysn á trupulleikunum, sum teirra avtalur ella atburður skapar. Fyritøkurnar hava størri innlit í marknaðarviðurskifti og teirra egnu fíggjarligu støðu, og tí er tað oftani møguligt at finna fram til loysnir, sum betur loysa ítøkiligu ivamálini. At enda eitt mál við tilsøgn er framhugsandi og hevur við sær, at avgerðin ásetir, hvat skal gerast ella ikki gerast frameftir. Kappingarrráðið kann góðtaka tilsagnir, sum steðga kappingarskaðiligum virksemi, og sum skapar ella endurreisir eina virkna kapping, ella á annan hátt røkkur endamálinum við lógini um við virknari kapping at fremja eina fulldygga samfelagsliga tilfeingisnýtslu.

 

§ 23, stk. 2

At kunna enda eitt mál við at gera eina tilsøgn bindandi er hóskandi amboð at tryggja eina virkna og skjóta loysn á kappingartrupulleikum, og tí verður skotið upp, at Kappingarráðið fær hesa heimild. Á hendan hátt verður tað tryggjað, at ein fyritøka ikki kann lata vera við at fylgja einari tilsøgn, latin kappingarmyndugleikunum. Tilsagnir, sum fyritøkur hava givið, kunnu tíðaravmarkast.

 

Brýtur ein fyritøka eina tilsøgn, sum er bindandi, kann fyritøkan verða revsað við bót sbrt. § 31. Um ein fyritøka ikki fylgir einari tilsøgn, sum er bindandi, kunnu áleggjast dagligar ella vikuligar bøtur sbrt. § 31. Hevur ein fyritøka givið tilsøgn, og hevur Kappingarráðið endað sakina við at gera tilsagnirnar bindandi, kann fyritøkan ikki kæra til Kærunevndina í kappingarmálum. Hetta er ein avleiðing av, at fyritøkan við samráðing sjálv hevur funnið fram til eina loysn. Tað fer hvørki at virka orkusparandi ella  fremjandi fyri kappingina, um ein fyritøka fær møguleikan at enda eitt mál við tilsøgn frá einari fyritøku, og um fyritøkan samstundis kann átala hesa avgerð, sum fyritøkan sjálv hevur luttikið í saman við myndugleikunum, og sum er gjørd bindandi fyri fyritøkuna. Tað er bert møguleikin fyri at leggja eitt mál til kærunevndina í kappingarmálum, sum verður avmarkað. Fyritøkan kann framhaldandi royna spurningin um lógarbrotið viðvíkjandi avgerð hjá Kappingarráðnum við dómstólarnar, um fyritøkan ynskir hetta.

 

Eisini verður skotið upp, at Kappingarráðið, um ósemja er viðvíkjandi tulking av einari tilsøgn, fær møguleika til at taka eina avgerð um, at fyritøkan virkar á ávísan hátt og innan eina ávísa freist fyri at tryggja rætta uppfylling av einari tilsøgn, sum fyritøkan áður hevur givið. Eini slík boð kunn eisini gevast, sjálvt um ein møgulig freist at fylgja tilsøgnini ikki er farin.

 

Kappingarráðið skal, um ein kappingarstøða verður broytt, kunna gera eina meting uttan at vera bundin av sínum fyrru avgerðum viðvíkjandi góðkenning av tilsøgnum, givnar av fyritøkunum.  Tekur Kappingarráðið eina avgerð aftur, merkir hetta, at Kappingarráðið má taka málið upp til nýggja viðgerð og møguliga taka avgerð um boð. Ein tílík avgerð er at meta sum ein nýggj og sjálvstøðug avgerð, sum kann verða tikin á einum sjálvstøðugum grundarlagi.

 

Til § 24

Eftir § 24 kann Kappingareftirlitið krevja allar upplýsingar frá fyritøkum v.m. til tess at røkja lógarfestu uppgávurnar. Tað er Kappingareftirlitið, ið avger, hvørjar upplýsingar eru neyðugar til tess at røkja skylduna. Um so er, at talan er um revsiverd viðurskifti, skulu hesi tó meldast til løgregluna, ið síðan hevur kanningarnar um hendi eftir rættargangslógini. Spurningurin, um tær upplýsingar, ið Kappingareftirlitið krevur, eru neyðugar, kann bert leggjast fyri rættin.

 

Kappingareftirlitið kann eftir ásetingini krevja upplýsingar frá almennum og privatum fyritøkum til tess at meta, um talan er um viðurskifti, ið eru fevnd av lógini. Til tess at meta um hesi viðurskifti, kann Kappingareftirlitið eisini seta í verk størri kanningar av kappingarviðurskiftunum á einum marknaði.

 

§ 24, stk. 2

Í lógaruppskotinum er ásett, at Kappingarráðið hevur heimild til at krevja upplýsingar og atgongd til skjøl frá øðrum myndugleikum. Kappingarráðið skal kunna tann, sum kannaður verður, áðrenn upplýsingar og atgongd til skjøl frá øðrum myndugleikum verða kravd.

 

Til § 25

Eftir hesi grein verður heimilað Kappingareftirlitinum at gera eftirlitskanningar, sum hava við sær, at Kappingareftirlitið fær atgongd til høli og flutningsamboð hjá fyritøkum ella samtak av fyritøkum.

 

Í sambandi við eftirlitskanningarnar kann Kappingareftirlitið gera seg kunnugt við og taka avrit av øllum upplýsingum, eisini upplýsingum, ið eru goymdar elektroniskt, viðvíkjandi eitt nú roknskapum, roknskapartilfari, úrritum úr bókum og øðrum handilsskjølum.

 

§ 25, stk. 2

Atgongd til elektroniskt goymdar upplýsingar er ein týðandi táttur í eini eftirlitskanning. Kappingareftirlitið kann krevja allar upplýsingar, sum eru goymdar á teldu ella ambætara v.m.

 

Við uppskotinum verður heimild fyri atgongd til, at Kappingareftirlitið í sambandi við eftirlitskanningar fær møguleikan til at biðja nevndarlimirnar í einari fyritøku, leiðsluna og onnur starvsfólk um at gera Kappingarráðið kunnugt um persónligar lutir, lummar, taskur v.m. Tøkniliga menningin hevur við sær, at tað í dag eru nógvir møguleikar at varðveita upplýsingar elektroniskt. Upplýsingar kunnu eitt nú goymast á geymum, fartelefonum og í elektroniskum kalendarum. Miðlarnir, sum upplýsingar verða goymdir á, verða harumframt minni og minni í stødd. Mælt verður tí til, at Kappingareftirlitið fær heimild til at biðja um, at starvsfólk í fyritøkunum vísa innihaldið í teirra lummum, tasku v.m. Kappingareftirlitið kann kanna møguligar upplýsingar við atliti til at taka avrit, heruppií at taka elektroniskt avrit, og at taka við tilfar, sum er partur av eftirlitskanningini.

 

Nýtslan av ásetingini er ikki avmarkað til í teimum førum, har tað ítøkiliga kann staðfestast, at eitt starvsfólk hevur burturbeint upplýsingar og lagt upplýsingarnar í sínar lummar, taskur v.m. Ásetingini kann eisini brúkast í teimum førum, har mett verður, at tað er neyðugt fyri at náa endamálinum við eftirlitskanningini.

 

Í royndum er mannagongdin tann, at starvsfólk hjá Kappingareftirlitinum, ella umboð fyri eftirlitið, heita á starvsfólkini um at tøma taksur, lummar v.m. Um persónurin, sum verður biðin um at tøma sínar lummar v.m. noktar, kann Kappingareftirlitið ikki tøma lummarnar v.m. hjá viðkomandi., men má heita á løgregluna um at gera rannsakanina. Løgrelan heitir síðani á starvsfólkið um at tøma taskur, lummar v.m., og um starvsfólkið framhaldandi noktar, fremur løgreglan rannasakanina av lummum, taskum v.m. hjá starvsfólkinum.

 

§ 25, stk. 3

Í teimum førum, har fyritøkur hava lagt netumsiting og datuviðgerð til uttanhýsis veitara ella ráðgeva, og tað tí ikki er gjørligt at útvega upplýsingarnar beinleiðis frá fyritøkuni, ið verður kannað, hevur Kappingareftirlitið somu heimild sum eftir stk. 1.

 

§ 25, stk. 4

Atgongdin til upplýsingar, sum eru í varðveitslu uttanhýsis, kann bert fara fram eftir rættarúrskurði og móti at vísa samleikaprógv.

 

§ 25, stk. 5

Við lógaruppskotinum fær Kappingareftirlitið heimild til, tá eftirlitskanningin verður framd, at taka eitt samlíkt elektroniskt avrit (eina sonevnda spegling) av dátuinnihaldinum í elektroniskum miðlum, so sum eitt nú harðdiskin í einari teldu.  Kappingareftirlitið kann spegla allar dátur, sum eru á ávísu teldunum o.l., eisini av slettaðum fílum, fjaldum upplýsingum v.m., við atliti til at kanna innihaldið. Við hesum verður tað tryggjað, at eftirlitið fær tíð til at gera kanningar av upplýsingunum, sum vera tiknar við, uttan at kanningin skal fara fram í hølunum hjá fyritøkunum, eisini til ampa fyri fyritøkuna. Speglingin er avmarkað til teldur v.m., sum eru viðkomandi fyri kanningina.

 

Tað speglaða tilfarið verður innsiglað, tá eftirlitið fer frá hølunum hjá fyritøkunum. Innsiglingin verður ikki brotin, fyrr enn tilfarið verður kannað sum framhald av eftirlitskanningini.

 

Tann, sum verður kannaður, kann krevja at vera til staðar ella velja sær umboð at vera til staðar, tá speglaða tilfarið verður kannað. Avleiðingin av hesum er, at tann, sum verður kannaður, er til staðar, eins og um kanningin av tilfarinum fór fram, tá sjálv eftirlitskanningin fer fram á staðnum.

 

§ 25, stk. 6

Eftir lógaruppskotinum kann tann, sum kannaður verður, seta fram krav um, at speglaða tilfarið verður slettað í seinasta lagi 25 dagar aftaná eftirlitskanningina, um Kappingareftirlitið ger av ikki at fara víðari við málinum. Speglaða tilfarið verður varðveitt av tí myndugleikanum, sum viðger málið, og tá málið er liðugt, verður tað innsiglaða speglaða tilfarið slettað.

 

Kappingareftirlitið hevur skyldu til í seinasta lagi 25 dagar aftaná, at eftirlitskanning er gjørd, at geva avrit av tí speglaða tilfarinum til tann, sum verður kannaður. Viðkomandi, sum kannaður verður, kann seta fram áheitan um at fáa avritini í pappírsformi ella í elektroniskum formi.

 

§ 25, stk. 7

Ein eftirlitskanning skal vanliga ganga skjótt og enda sama dag, sum hon er byrjað. Hetta serliga tí at eftirlitskanningar eru tyngjandi og nerva fyritøkuna. Tíðarfreistin at innsigla viðkomandi hølir hjá fyritøkunum og upplýsingar er 3 dagar eftir, at eftirlitskanningin er framd.

 

§ 25, stk. 8

Tað kann tó koma fyri, at tað ikki ber til hjá Kappingareftirlitinum sama dag, sum eftirlitskanningin er framd, at fáa atgongd til ella taka avrit av upplýsingum eftir stk. 1 og 2. Tá kann Kappingareftirlitið við tí endamáli at taka avrit av upplýsingunum eftir stk. 4 taka við sær upplýsingarnar ella tann miðil, har upplýsingarnar eru goymdar. Tað, sum Kappingareftirlitið hevur tikið og avrit av hesum, skal latast fyritøkuni aftur í seinasta lagi 3 yrkadagar aftaná, at eftirlitskanningin er framd. Freistin kann tó verða longd, um tað av tekniskum ávum ikki ber til at fáa atgongd til upplýsingarnar.

 

Kappingareftirlitið skal bjóða fyritøkuni og/ella uttanhýsis dátuviðgerðanum, sum eru fyri eftirlitskanning, at vera til staðar, tá Kappingareftirlitið kannar og tekur avrit av tilfarinum. Tá Kappingareftirlitið ber tilfarið aftur, útflýggjar Kappingareftirlitið fyritøkuni eitt eintak av avritunum og eitt yvirlit yvir tey avrit, sum tikin eru.

 

Um tilfarið verður skatt, ella elektronisk data hvørva, meðan hesi eru í varðveitslu hjá Kappingareftirlitinum, hevur Kappingareftirlitið endurgjaldskyldu eftir vanligu endurgjaldsreglunum.

 

§ 25, stk. 9

Freistirnar í stk. 6, 7 og 8 kunna leingjast í serligum førum. Eitt nú kunnu tøknilig viðurskifti gera tað trupult at kanna speglaða tilfarið innan fyri ásettu freistirnar, ella eitt nú um mongdin av dátu er so mikið umfatandi, at tørvur er á meiri tíð at kanna tilfarið.

 

Til § 26

Eftir § 26 hevur Kappingareftirlitið heimild at lata víðari upplýsingar, sum koma undir tagnarskyldu kappingarmyndugleikans, til kappingarmyndugleikar í øðrum londum. Hetta er treytað av, at upplýsingarnar ganga báðar vegir.

 

Fyritøkurnar hava í støðugt størri mun virksemi, ið røkkur út um landamørkini, og hevur hetta við sær, at neyðugt er við einum virknum eftirliti við kappingaravmarkandi avtalum. Eitt slíkt eftirlit er bert møguligt við øktum samstarvi og skifti av upplýsingum millum kappingarmyndugleikarnar.

 

Til tess at tryggja eina munadygga handhevjan av kappingarreglunum er tað neyðugt at geva Kappingareftirlitinum heimild at útflýggja upplýsingar, ið koma undir tagnarskyldu kappingarmyndugleikans til kappingarmyndugleikar í øðrum londum.

 

§ 26, stk. 1

Sambært ásetingini kann Kappingareftirlitið einans útflýggja upplýsingar, sum koma undir tagnarskylduna, tá hesar eru neyðugar fyri at kunna fremja handhevjanina av kappingarlóggávuni í teimum londum, sum upplýsingar verða útflýggjaðar til. Útflýggjan av upplýsingum til onnur lond kann bert fara fram, um samsvarandi upplýsingar verða útflýggjaðar føroysku kappingarmyndugleikunum.

 

Tagnarskylda kappingarmyndugleikans viðvíkir teimum upplýsingum, sum eru fevndar av fyrisitingarlógini.

 

§ 26, stk. 2.

Reglan ásetir tær treytir, ið skulu vera loknar, tá Kappingareftirlitið útflýggjar upplýsingar til kappingarmyndugleikar í øðrum londum. Tað er ein treyt, at móttakarin av upplýsingunum eisini hevur tagnarskyldu, at upplýsingarnar einans verða nýttar til tað endamál, ið er tilskilað í millumtjóðaavtaluni, og at móttakarin einans kann lata upplýsingarnar víðari við staðiligum samtykki frá Kappingareftirlitinum og einans til tey endamál, ið samtykkið fevnir um.

 

Upplýsingar, ið kunnu verða útflýggjaðar, eru upplýsingar um týðandi handilslig viðurskifti, ið hava týdning fyri kappingina, og har tað er neyðugt, at hesar upplýsingar verða hildnar loyniligar fyri almenninginum.

 

Vilja kappingarmyndugleikarnir í einum øðrum landi lata upplýsingarnar til ein annan myndugleika, kann hetta einans verða gjørt, um samtykki er fingið frá Kappingareftirlitinum og einans til tað endamál, sum samtykkið fevnir um. Hetta hevur við sær, at bert í undantaksføri verður samtykki givið til at útflýggja upplýsingar til onnur enn kappingarmyndugleikan. Hetta er harumframt treytað av, at trúnaðurin verður varðveittur.

 

§ 26, stk. 3

Eftir stk. 3 kann landsstýrismaðurin áseta reglur um, hvussu Kappingareftirlitið skal útflýggja upplýsingar, ið koma undir tagnarskyldu kappingarmyndugleikans.

 

Til § 27

Skotið verður upp, at Kærunevndin fyri kappingarmál verður varðveitt. Avgerðir, sum Kappingarráðið tekur, kunnu sostatt framhaldandi verða kærdar til Kærunevndina fyri kappingarmál. Ein stórur partur av avgerðunum hjá Kappingarráðnum kunnu kærast til kærunevndina eins og eftir galdandi lóg. Eingin broyting er ætlað hesum viðvíkjandi.

 

Tær avgerðir, sum kunnu kærast til Kærunevndina fyri kappingarmál, eru sostatt hesar:

 

Avgerðir eftir § 2, stk. 1 um vinnuvirksemi, § 3, nr. 1 um lønar- og arbeiðsviðurskifti, § 4 um, at ásetingarnar í kapittul 2 ikki eru galdandi fyri avtalur, viðtøkur og samskipaða framferð innan fyri somu fyritøku ella samtøku, § 6 um tey boð, sum Kappingarráðið kann áleggja í sambandi við kappingaravlagandi avtalur, § 7 um í hvørjum føri forboðið eftir § 6 ikki er galdandi, um undantøkur frá hesum og um, at forboðið er galdandi fyri avtalur, samtyktir og samskipaða framferð innan somu fyritøku ella samtøku, § 8, stk. 2 og stk. 3 - 5 um frítøku frá forboðnum móti kappingaravlagandi avtalum v.m., § 9 um váttan frá Kappingarráðnum um, at ein avtala v.m. ikki kemur undir forboðið í § 6, § 10, stk. 2 um bólkafrítøku, § 11, stk. 1, 2 og 5 um forboðið móti misnýtslu av ráðandi støðu, § 15 um fráboðan av samanleggingum, § 20 um innlit, § 22 um boð frá Kappingarráðnum eftir § 6, stk. 4 og § 10, stk. 4 og § 32, stk. 3 um kappingaravlagandi avtalur, viðtøkur og samskipaðan atburð, sum er á marknaðinum, tá lógin kemur í gildi.

 

§ 27, stk. 2

Eftir stk. 2, nr. 2 kann tann, sum hevur serstøk áhugamál í málinum, kæra avgerð Kappingarráðsins til Kærunevndina fyri kappingarmál.

 

§ 27, stk. 3

Eftir stk. 3 kann avgerð eftir  20, stk. 1, har ásett er m.a., at Kappingarráðið ger av, um tað er grundarlag fyri at kanna ella at taka avgerð í einum máli, og um málsviðgerð fyribils ella endaliga skal støðga,  ikki kærast til kærunevndina. Henda avgerð kann tó verða løgd fyri rættin og Løgtingsins umboðsmann.

 

 

§ 27, stk. 4.

Kæra um aðrar avgerðir kunnu fáa steðgandi virknað, bæði frá Kappingarráðnum og Kærunevndini fyri kappingarmál. Um umbøn um steðgandi virknað verður latin Kærunevndini, skal Kappingarráðið bíða eftir avgerð Kærunevndarinnar viðvíkjandi umbønini. Kæra um avgerð eftir § 19, stk. 4 hevur steðgandi virknað.

 

 

§ 27, stk. 5.

Skotið verður upp at seta tíðarfreist á viðgerð av kærumálum við aliti til tann, sum kærir. Kærunevndin skal taka avgerð í málinum í seinasta lagi seks vikur eftir, at málið er lagt fyri hana.

 

 

Til § 28

Avgerðir kunnu ikki leggjast fyri rættin, fyri enn avgerð kærunevndarinnar er til skjals. At Kappingarráðið heitir á ákæruvaldið um at viðgera eitt mál sum løgreglumál, er ikki ein avgerð, og kann hetta sostatt ikki verða kært til kærunevndina.

 

§ 28, stk. 2

Tíðarfreist verður við hesum lógaruppskoti ásett til 4 vikur at skjóta avgerð hjá Kappingarráðnum til kærunevndina frá tí, at avgerðin er kunngjørd. Kærunevndin kann taka avgerð.

 

§ 28, stk. 3

Tíðarfreistin at leggja avgerð hjá Kærunevndini fyri Føroya Rætt er við hesum ásett til 8 vikur. Verður avgerðin ikki løgd fyri Føroya Rætt innan ásettu tíðarfreist, er avgerðin hjá Kærunevndini endalig.

 

Til § 29

Í Kærunevndina fyri kappingarmál tilnevnir landsstýrismaðurin tríggjar limir, og fyri hvønn av hesum ein varalim. Formaður skal vera løgfrøðingur. Limirnir skulu vera óheftir av vinnuligum áhugamálum.

 

§ 29, stk. 2 

Ongin viðmerking er til § 29, stk. 2.

 

Til § 30

Ásetinsamsvarar við § 18 í núgaldandi lóg. Tó er nú eisini sett inn, at um ikki verður gjørt eftir boðum, givin eftir hesi lóg, kunnu tvangsbøtur verða álagdar. Ætlanin við hesum er at fáa virki og onnur at gera eftir boðum, heldur enn hóttanini um at reisa eitt revsimál, ið skal áleggja bót sum revsing.

 

§ 30, stk. 2

Øll krøv, herundir skattur, sektir, rentur, innkrevjingarkostnaður, ið verða reist, ella standast av inntøku, ið er skattskyldug eftir hesi lóg, kunnu innheintast við panting. Toll- og Skattstova Føroya fremur pantingina eftir reglunum í skattalógini fyri innkrevjing av skattum.

 

Til § 31

Sambært § 31 verða brot á tey viðurskifti, nevnd í nr. 1 – 10, sum verða framd tilvitað og við grovum ósketni, revsað.

 

§ 31, stk 1, nr. 1

Fyri at tryggja, at forboðið í § 6, stk. 1 móti kappingaravlagandi avtalum v.m. verður virkið, kann áleggjast sekt fyri tilvitað ella av grovum ósketni at fremja brot á § 6, stk. 1.

 

§ 31, stk. 1, nr. 2

§ 31 í lógaruppskotinum um sekt er høvuðsamboðið at tryggja, at treytir, fráboðaðar eftir § 8, stk. 3, verða fylgdar. Sekt kann eftir hesi áseting áleggjast, til ein treyt er fylgd.

 

Serligar umstøður kunnu gera seg galdandi, sum hava við sær, at ein afturkalling ella broyting av einari avgerð eftir § 8, stk. 5 av einari frítøku saman við sekt er besta amboðið at tryggja kapping á marknaðinum. Við støði í hesum verður skotið upp, at heimild verður fyri at revsa eina fyritøku við sekt, fyri ikki at fylgja áløgdum treytum eftir § 8, stk. 3.

 

§ 31, stk. 1, nr. 3

Við hesi áseting verður heimild til at áleggja einari fyritøku sekt, tá brot verður framt á § 10, stk 1 um, at ikki er loyvt fyritøkum at misnýta eina ráðandi marknaðarstøðu.

 

Prógvast skal, at ein ella fleiri fyritøkur hava eina ráðandi marknaðarstøðu, og at støðan verður misnýtt. Fortreytin fyri at áseta revsing er, at kravið um tilvitað ella av grovum ósketni er lokið í øllum lutum í gerðini.  Prógv skal vera fyri, at fyritøkan var vitandi um – ella átti at vitað – at fyritøkan hevði eina ráðandi marknaðarstøðu, og prógv fyri, at fyritøkan ætlaði at misnýta hesa, ella hevði grovt ósketna framferð. 

 

§ 31, stk. 1, nr. 4

Tá samanleggingareftirlit verður skipað, er neyðugt at tryggja, at samanleggingar verða fráboðaðar eftir § 14, stk. 1. Skotið verður tí upp at seta inn sekt fyri brot á fráboðanarskylduna eftir § 14, stk. 1. Hetta er bæði galdandi í førum við vantandi fráboðan og í førum, har fráboðað verður ov seint.

 

Tá revsing verður ásett fyri vantandi ella ov seina fráboðan, skal støði takast í slagi og grovleika, framt við brotinum. Ikki at fráboða má metast sum álvarsamt brot, av tí at hetta virkar ímóti endamálinum við samanleggingarásetingunum.

 

Við brot á fráboðanarskylduna í § 14, stk. 1 er tað at meta sum ein skerpandi umstøða, um samanleggingin hevur havt skaðiliga ávirkan á kappingina, eins og støddin á fyritøkunum, og hvussu leingi brotið hevur verið framt.

 

§ 31, stk. 1, nr. 5

Skotið verður upp, at møguleiki er fyri at áleggja sekt fyri miðvíst ella grovt tilvitað at fremja eina fráboðaða samanlegging, hóast forboðið ímóti samanlegging eftir § 15, § 17 og § 18, ella at Kappingarráðið hevur sett treytir eftir § 15. Ein treyt fyri virknum samanleggingareftirliti er, at fyritøkur halda forboð, sum Kappingarráðið setir.

 

§ 31, stk. 1, nr. 6

Við atliti til at tryggja, at boð, sum Kappingarráðið gevur sambært lógini, verða fylgd, kunnu sektir verða álagdar fyri, at boð ikki verða fylgd. Talan er um boð um at steðga broti á forboð móti kappingaravlagandi avtalum eftir § 6, stk.1 og stk. 4, og boð um at steðga misnýtslu av ráðandi støðu eftir § 10, stk. 1 og stk. 4.

 

§ 31, stk. 1, nr. 7

Neyðugt er at tryggja, at fyritøkur fylgja tilsøgnum, sum eru bindandi eftir § 23, stk. 1. Heimild verður tí við hesum lógaruppskoti at revsa við bót tann, sum tilvitað ella av grovum ósketni ikki fylgir tilsøgnum. 

 

§ 31, stk. 1, nr. 8

Við tí endamáli at tryggja, at fyritøkur fylgja boðum, sum eru neyðug fyri, at fyritøkurnar fylgja tilsøgnum eftir § 23, stk. 1, verður heimild við hesum lógaruppskoti til at revsa við bót tann, sum tilvitað ella av grovum ósketni ikki fylgir boðum í sambandi við tilsøgn eftir § 23, stk. 1. 

 

§ 31, stk. 1, nr. 9

Ein fortreyt fyri virkseminum hjá Kappingarráðnum eftir lógini er, at Kappingarráðið kann útvega sær neyðugar upplýsingar, eisini tær, sum eru elektroniskt goymdar, tí verður við hesum lógaruppskoti heimild til at revsa fyritøkur, sum forða fyri hesum eftir § 24.

 

§ 31, stk. 1, nr. 10

At enda verður eftir § 31, stk. 1, nr. 10 revsað, at givnar verða skeivar ella villleiðandi upplýsingar til Kappingareftirlitið, ella at týðandi upplýsingar verða hildnar aftur.

 

§ 31, stk. 2

Við hesi áseting verður fyritøka ikki revsað, um so er, at ein avtala er fráboðað Kappingarráðnum sambært § 8, stk. 2 ella stk. 4, og til Kappingarráðið hevur kunngjørt sína avgerð eftir § 8, stk. 2, stk. 4 ella stk. 5, um gerðirnar eru innan fyri tað, sum liggur í fráboðanini.

 

§ 31, stk. 3

Ongin viðmerking er til § 31, stk. 3.

 

§ 31, stk. 4

Sambært stk. 4 skal støddin á bót verða sett eftir, hvussu stóran vinning fyritøkan hevur fingið av lógarbrotinum. Reglurnar í 10. kapitli í revsilógini skulu takast við í viðgerðini.

 

Tá mett verður, hvussu grovt brotið hevur verið, verður hugt at tali og virði á teimum vørum ella tænastum, sum eru fevnd av brotinum, umframt tali og stødd á luttakandi fyritøkunum. Harumframt verður hugt at tí fíggjarligu avleiðing, sum ein kappingaravmarkandi avtala v.m. ella misnýtslan av eini ráðandi støðu hevur havt fyri marknaðin.

 

Haraftrat skal hyggjast eftir, hvussu leingi brotið hevur verið framt, umframt at royndir at loyna eina kappingaravmarkandi avtalu kunnu vera herðandi.

 

Viðvíkjandi forboðnum móti kappingaravmarkandi avtalum v.m. skal hvør einstøk luttakandi fyritøka metast hvør sær. Hugt verður eftir, hvussu stór luttøkan í avtaluni hevur verið og eftir støddini á fyritøkuni, t.e. umsetninginum hjá fyritøkuni, tá bót verður ásett.

 

Av fyribyrgjandi orsøkum eigur tað at verða tryggjað, at hald verður lagt á vinningin við brot á Kappingarlógina eftir reglunum í kapittul 9 í Revsilógini, um brotið hevur havt við sær fíggjarligan vinning. Ber ikki til at leggja hald á vinningin, eitt nú orsakað av trupulleikum við at skjalprógva støddina á fíggjarliga fyrimuninum, skal tað við ásetan av bótini, heruppií eykabót, verða tikin serlig atlit til støddina á einum fingnum ella ætlaðum fíggjarligum vinningi.

 

Ítøkiliga áseta dómstólarnir bótina. Ætlanin við lógaruppskotinum er, at bøturnar skulu vera ein upphædd, sum týðiliga er hægri enn støddin á fíggjarliga fyrimuninum hjá fyritøkunum ella einkultpersónunum við broti á Kappingarlógina. Bøturnar skulu sostatt vera ein slík ásýnilig stødd, at bøturnar eru egnaðar til munadygt at ávirka fyritøkur og einkultpersónar til at fylgja lógini. Hetta fyrilit er eisini týdningarmikið fyri at tryggja, at fyritøkur og einkultpersónar, sum halda lógina, ikki eru minni kappingarfør í mun til fyritøkur og einkultpersónar, sum ikki halda lógina.

 

§ 31, stk. 5

Skotið verður upp, at fyrningarfreistin er 5 ár.

 

Til § 32

§ 32, stk. 1-2

Løgtingslógin kemur í gildi 1. januar 2008. Samstundis fer úr gildi Løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997 um kapping við seinni broytingum.

 

§ 32, stk. 3

Tær kappingaravmarkandi og –avlagandi avtalur v.m., sum eru á marknaðinum, tá lógin kemur í gildi, og sum eru fevndar av forboðnum í § 4, kunnu innan 6 mánaðir frá, at lógin er komin í gildi, verða fráboðaðar Kappingarráðnum við tí endamáli at verða frítiknar eftir § 6.

 

Er ein avtala v.m., sum er fevnd av forboðnum í § 4, fráboðað Kappingarráðnum innan 6 mánaðir eftir, at lógin er komin í gildi, hevur hetta við sær, at avtalan ikki er brot á § 22, stk. 1,  fyri enn 3 mánaðir eftir, at Kappingarráðið hevur tikið avgerð eftir § 4 ella § 6. 

§ 32, stk. 4.
Um so er, at mál smb. løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997, sum broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 3. desember 1998, ikki er liðugt viðgjørt, tá lógin kemur í gildi, detta hesi mál burtur. Hetta er tó ikki galdandi fyri mál, løgd fyri Kærunevndina í kappingarmálum. Kærunevndin kann tó eftir ítøkiligari meting avgera ikki at gera seg lidnan við eitt kærumál í teimum førum, har Kærunevndin metir, at ein avgerð er uttan rættarligan áhuga.

 

§ 32, stk. 5

(Skiftisreglur): Kunngerð nr. 141 frá 19. september 1997 um Kappingarráðið, reglugerð frá 17. februar 1998 um skrivstovuhald hjá Kappingarráðnum, reglugerð frá 15. juni 1999 um fráboðan av avtalum og viðtøkum, (reglur frá 23. apríl 2001 um prísmerking, reglur frá 23. apríl 2001 um mátieindarprísir, reglur frá 21. juni 2001 um prísskelting í sambandi við sølu av brennievni til akfør, reglur frá 2. november 2001 um kunning til brúkarar um rentur og lániútreiðslur og reglur) frá 14. november 2001 fyri virksemi hjá Kappingarskrivstovuni, ið eru givnar við heimild í Løgtingslóg nr. 83 frá 6. juni 1997, eru framvegis í gildi, til tær verða settar úr gildi, ella til nýggjar kunngerðir, reglugerðir og reglur eru settar ístaðin.

 

Viðheft skjøl:

Skjal 1. Yvirlit yvir ummæli og viðmerkingar til ummælini

Skjal 2. Viðm. Frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

Skjal 3. Viðm. Frá Føroya Kommunufelag

Skjal 4. Hoyringssvar frá Kommunusamskipan Føroya

Skjal 5. Hoyringssvar frá Landsbanka Føroya

Skjal 6. Hoyringssvar frá Mentmálaráðnum

Skjal 7. Viðm. Frá SMS

Skjal 8.  Hoyringssvar frá Felagnum Peningastovnar

Skjal 9. Viðmerkingar frá Landssjúkrahúsinum

Skjal 10. Viðmerkingar frá Fíggjarmálaráðnum

Skjal 11. Fiskimálaráðið

Skjal 12. Viðm. Frá Brúkarasamtakinum

Skjal 13. Viðm. Frá Innlendismálaráðnum.

Skjal 14. Løgmansskrivstovan

1. viðgerð 23. mars 2007. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 20. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt uppskotið fram 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann 23. mars 2007 er tað beint vinnunevndini.

 

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 19. apríl 2007. Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismannin og embætisfólk umframt við umboð fyri Kappingarráðið.

 

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 24. apríl 2007. §§ 1 til og við 32 samtyktar 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 27. apríl 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 35 frá 03.05.2007