1-10 Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-3

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 2. mars, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Tórbjørn Jacobsen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

 til

eykajáttanarløgtingslóg

fyri mars 2007-3 

 

                                                § 15.  Innlendismál

 

                                                             A. Yvirlit

  Játtanar yvirlit

  Tús. kr.                                                            Netto                       Útreiðslur               Inntøkur

  Útreiðsluætlan                                                         1.000                          1.000                         -

  Løgu ætlan                                                                    -                                -                          -

  Umhvørvi                                                                                              1.000                          -

    15.30.1.  Umhvørvi                                                                                  1.000                          -

 

  

                                                           B. Játtanir

                                                                                                                     Útr.            Innt.

                                                                                                                           - Tús. kr. -

  15.30.1.  Umhvørvi

       30.1.98.  Lívfrøðiligt margfeldi (Rakstrarj.)                                          J:                  -                   -  

                                                                                                      EYJ:        1.000                  -  

 

 

Viðmerkingar:

(Játtanin skal nýtast til at løna tveimum lívfrøðingum til at fylgja sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi og lýsa margfelda lívið í føroysku náttúruni.)

 

Ein samd rættarnevnd tók undir við uppskoti Tjóðveldisfloksins um at fylgja altjóða sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi, og samtykti Løgtingið við 26-3-2 atkvøðum tað við eini minni broyting við 2. viðgerð tann 14. november 2006.

 

Rættarnevndin viðgjørdi málið á fundum tann 2. og 23. oktober og 6. november 2006.

 

Undir viðgerðini hevði nevndin fundir við Fuglafrøðifelagið, landsstýrismannin í mentamálum saman við Biofar og landsstýrismannin í innlendismálum saman við Føroya Náttúrugripasavni.

 

Undir viðgerðini varð ført fram, at tað hevði sett ferð á arbeiðið við at lýsa margfelda lívið í føroysku náttúruni, at fáa styrkt Føroya Náttúrugripasavn við tveimum biologum.                                                                                                                  

 

Eisini varð víst á, at tað bar ikki til at fáa lýst marfelda lívið í føroysku náttúruni til fulnar fyri 2010, sum sáttmálin legði upp til, men at fáa sett 2 biologar at taka sær av hesum hevði verið ein munagóð byrjan.                                               

 

Nevndin var av teirri fatan, at tað var ógvuliga týdningarmikið at fáa lýst fjølbroytnið í føroysku náttúruni soleiðis, at skipast kundi fyri dyggari náttúruvernd í framtíðini, men ásannaði, at trupult varð at náa hesum innan fyri ta tíðarfreistina, sum sáttmálin legði upp til.               

 

Hóast málið varð samtykt tann 14. november 2006, hevur landsstýrismaðurin í innlendismálum kortini ikki fylgt tingsins samtykt og einki stig tikið til nakra játtan til endamálið.

 

Tá meiriluti var fyri hesum máli, verður enn eina ferð skotið upp at játta neyðuga peningin til endamálið.

 

Víst verður annars til viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 8/2006.                                                                         

1. viðgerð 21. mars 2007. Løgtingsmálini 1-8, 1-9, 1-10 og 1-11/2007 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 26. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu hava vegna Tjóðveldisflokkin lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð 21. mars 2007 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17., 19. og 24. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Náttúrugripasavnið og landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen) heldur, at rættast er, at umbønin eigur at koma frá landsstýrismanninum fyri at verða í tráð við tær ætlanir, sum hann hevur. Meirlutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað. 

 

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen og Kári P. Højgaard) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 30. apríl 2007. Málið fall 10-0-18. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.