74 Uppskot til  løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. Frávik frá tíðarfreist
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 2. mars, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv 

 

§ 1. Henda lóg skal leggja lunnar undir føroyska luttøku í altjóða samfelagnum at minka um búskaparliga ójavnan í heimi.

Stk. 2. Landsstýrið skal virka fyri hesum við at vera við í sjálvberandi menningarsamstarvi til frama fyri menningarlond, smbr. stk. 3. Samstarvið kann vera form ligt sum óformligt.

Stk. 3. Í hesi lóg verða menningarlond skilmarkað á sama hátt sum hjá OECD.

 

§ 2. Landsstýrið kann hava menningarsamstarv við stjórnir í menningarlondum, stjórnir í øðrum londum, altjóða stjórnarfelagsskapir og aðrar felagsskapir, teirra millum føroyskar.

Stk. 2. Samstarvið kann fevna um fakliga ráðgeving og fíggjarligan stuðul til lutvísa fígging av verkætlanum í menningarlandi, har ætlanin er:

 

1)      at skipa haldgóða fyrisiting,

2)      at fáa búskaparvøkstur og

3)      at tryggja sosial framstig

 

Stk. 3. Tá ið til ber, eiga føroysk vitan og føroyskur serkunnleiki at verða gagnnýtt og ment í sambandi við slíkar verkætlanir.

 

§ 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð neyvari treytir og reglur fyri, hvør kann fáa stuðul, og nær og hvussu stuðul verður játtaður. Her eru at nevna krøv til fíggjarætlan, eftirlit, upplýsingarskyldu, roknskap og grannskoðan hjá stuðulsmóttakara og afturrindan av stuðli.

 

§ 4. Nevnd fyri menningarsamstarv skal geva landsstýrismanninum ráð til at fremja hesa lóg í verki.

Stk. 2. Nevndin hevur formann og fýra limir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir at sita í fýra ára skeið.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger fyriskipan fyri virksemi nevndarinnar.

 

§ 5. Henda løgtingslóg fær gildi 30. juli 2007

 

Kap. 1.  Almennar viðmerkingar

 

Av tí at verandi lóg um altjóða menningarsamstarv hevði tíðaravmarkað gildi, varð valt at gera uppskot um nýggja lóg heldur enn at broyta ta verandi. Uttanlandsnevndin heitti í áliti sínum á løgmann um at áseta neyvari treytir við lóg, og landsstýrið hevur eisini fingið viðmerkingar frá landsgrannskoðaranum um, at gjølligari reglur eiga at vera fyri, hvussu stuðul verður latin. Í hesum lógaruppskoti verður roynt at eftirlíka hesum ynskjum, og hildið verður, at hetta lógaruppskot lýkur tær treytir, ið settar hava verið.

 

- - -

 

Búskaparligi ójavnin í heimi er stórur. Summi lond eru ovurrík - onnur ørfátæk, og tí hevur landsstýrið nýliga sett sær fyri at gera sítt til at bøta um hesi viðurskifti. Hetta er gjørt út frá teirri hugsan, at rík lond hava skyldu at stuðla fátækum at koma fyri seg, bæði so at fólk fáa eitt betri lív, men eisini tí at tað gagnar framkomnum londum, at fátæk fáa betri kor og betri møguleikar at mennast.

 

Javnstøða, umhvørvi og mannarættindi

Týdningarmesta málið við føroyskum menningarpolitikki er at virka fyri at minka um búskaparliga ójavnan í heimi við sjálvberandi menningarsamstarvi. Harumframt er umráðandi, at Føroyar taka undir við ásetingunum hjá ST um, hvørjar grundarsteinar ein skal byggja á í arbeiði sínum. Í hesum sambandi hevur ST ásett, at tá ið ræður um menning, er rætt at byggja á javnstøðu, umhvørvi og fólkaræði.

 

1. Javnstøða:   Umráðandi er, at bæði kvinnur og menn fáa høvi at vera við í menningini.

2. Umhvørvi:  Væl skal verða farið um umhvørvið, serliga tá ið ræður um menning.

3. Fólkaræði:  Umráðandi er at lata fólk vera við í arbeiðinum, styrkja um fólkaræðið, virða mannarættindi og at hava góða stjórnarførslu.

 

Hesir tríggir grundarsteinar verða nevndir tey trý tvørgangandi atlitini og eru týðandi lutir í arbeiðinum at basa fátækradømi. At lata kvinnur verða fyri vanbýti, at fara illa við umhvørvinum og at seta fólkaræðið til viks eru alt viðurskifti, sum vaksa um fátækradømi og skerja møguleikarnar at vinna á tí.

 

Eins og ST setti hesi viðurskifti á skrá, tá ið stovnurin orðaði framtíðar menningarmál síni í 2000,[1] so hava grannalond okkara øll gjørt tað sama í endamálsorðingum sínum fyri menningarsamstarvi. Hetta eiga Føroyar eisini at gera. Í fyrsta lagi eiga vit at leggja upp fyri hesum viðurskiftum, tá ið vit ætla at taka upp samstarv við menningarland, og í øðrum lagi eiga vit at ávirka tað til at fremja hesi viðurskifti - tó sjálvandi við hógv og virðing fyri viðkomandi landi. Avgerandi er tó ikki, at eitt menningarland hevur øll hesi viðurskifti í lagi, men at tað sýnir vilja til at gera ábøtur.

 

Altjóða samstarv kann vera fløkt og torskilt, og serliga í menningarsamstarvi kunnu vera nógvar tvístøður, tá ið ein velur samstarvslond. Velja vit einans tey, sum hava somu grundsjónarmið sum vit sjálvi, so verður skjótt uppi við møguleikum, tí vantandi fólkaræði, løgfrøði og búskaparmenning eru ofta eyðkenni fyri menningarlond og mangan orsøk til vánaligu støðu teirra. Tí mugu vit ikki vera ov bláoygd, um vit skulu framat í slíkum starvi, men skulu duga at taka dagar ímillum, hvørji mál, ið hava prinsipiellan og altjóða týdning, og hvørji eru ov lítil til at lata seg ørkymla av.

 

Tá ið farið varð undir altjóða menningarsamstarv, varð hildið, at rætt var at velja lond við nógvari fiskivinnu, sum tó ikki vóru so framkomin. Tí varð eitt skifti samstarvað nógv við Peru, ið er ein av heimsins størstu fiskivinnutjóðum, men tó sera tilafturskomið. Verkætlanin varð av ongum, men landsstýrið ognaði sær umráðandi vitan og royndir, ið gagna væl, nú neyvari reglur skulu gerast fyri altjóða menningarsamstarv. Nú verður ikki arbeitt í Peru, men vit hava fingið eina grundleggjandi vitan um landið og knýtt mong týdningarmikil sambond. Sostatt er enn hugsandi, at landsstýrið verður við í menningarsamstarvi við Peru í framtíðini.

 

Um hvussu onnur  lond skipa menningarsamstarv sítt

Løgmansskrivstovan hevur arbeitt við menningarsamstarvi sum málsøki í umleið 1½ ár og hevur hesa tíðina kunnað seg um, hvussu onnur lond skipa hetta arbeiði sítt, umframt at Løgmansskrivstovan sjálv hevur fingið ávísar royndir.

 

Stóru gevaralondini, serliga tey skandinavisku, umframt Holland og Sveis, lata um 0,8% av bruttotjóðarúrtøku síni til menningarsamstarv. Øll lond luta menningarsamstarv í tveir partar – fleirtjóðasamstarv og tvítjóðasamstarv. Ymiskt er, hvussu nógv verður latið til hvønn partin, men vanliga fer um helvtin til fleirtjóðasamstarv, oftast til ST-stovnar, Heimsbankan og onnur, ið nýta stuðulin til arbeiði sítt at basa fátækradømi. Hin helvtin fer til tvítjóðasamstarv, sum eru beinleiðis samstarvsavtalur millum gevaraland og úrvald móttakaralond. Danmark hevur t.d. um 15 menningarsamstarvslond, og danska stjórnin velur saman við stjórnini í hvørjum einstøkum landi 3-4 øki burturúr, ið tørvur er á at menna. Dømi um slík øki eru heilsa, landbúnaðar og útbúgving. Nógv av peninginum fer inn á fíggjarlógina hjá menningarlandinum, tí mett verður, at besta úrslitið fæst við at lata landið hava sum mest av ábyrgdini av at umsita stuðulin og at skipa síni viðurskifti. Danmark arbeiðir síðan saman við stjórnini í menningarlandinum at orða politikkin á teimum stuðlaðu økjunum og setir krøv um, at stjórnin skal halda ásetingar um mannarættindi, góða stjórnarskipan, fólkaræði o.s.fr. Stóru gevaralondini samskipa eisini stuðulsveitingina sínámillum, so at umsitingin í einhvørjum menningarlandi ikki verður ovbyrjað av at samstarva við fleiri veitarar, ið allir hava sína hugsan um, hvussu stuðulin skal verða umsitin.

 

Stóru gevaralondini arbeiða tískil minni og minni við ítøkiligum verkætlanum, men lata heldur pening inn á fíggjarlógina og fáa á tann hátt ávirkað politisku skipanina og umsitingina í menningarlandinum. Hartil fer partur av játtanini hjá stóru gevaralondunum til privatar hjálparfelagsskapir,[2] ið standa fyri ítøkiligum verkætlanum so sum at byggja sjúkrahús, skúlar og annað.

 

Ísland letur um 0,2% av bruttotjóðarúrtøku síni til menningarsamstarv og ætlar at lata 0,35% í 2009. Ísland lutar eisini samstarv sítt í tvey og letur meginpartin av játtanini til fleirtjóðasamstarv. Í tvítjóðasamstarvi letur Iceida ikki sektorstuðul eins og Danida og Norad,[3] men virkar meiri sum ein privatur hjálparfelagsskapur. Ísland metir seg nevniliga vera ov lítið til at samstarva beinleiðis við stjórnirnar í menningarlondunum og lata teimum stuðul á fíggjarlógina. Íslendsk lóggáva er eisini soleiðis skipað, at svarast skal fyri hvørt oyra, og tí mugu tey sjálvi standa fyri verkætlanum sínum, úr enda í annan. Nógv kjak er tó í Íslandi um henda arbeiðshátt, og mangur er sannførdur um, at skal játtanin til menningarsamstarv hækka so nógv, sum ætlað er, so verður ógvuliga tvørligt at arbeiða sum higartil, og lagt má tí verða um, so at nakað av játtanini kann latast øðrum at umsita.

 

Skotland hevur sum Føroyar einans 1-2 ára royndir í menningarsamstarvi. Av søguligum og mentanarligum orsøkum hava skotar valt at samstarva burturav við Malavi, ið tískil fær allan tann skotska menningarstuðulin. Skotland letur stuðul til skotskar hjálparfelagsskapir og aðrar hjálparfelagsskapir, ið virka í Malavi.

 

Estland er eisini farið undir eitt slag av menningarsamstarvi og stuðlar londum í gamla Sovjetsamveldinum, sum – eins og Estland – nýliga hava fingið fullveldi. Estland samstarvar tí m.a. við Ukreina um at førleikamenna almennu ukreinsku umsitingina og letur landið fáa lut í royndum, ið Estland hevur gjørt sær av at skipa sítt egna land sum fullveldi.

 

Um at fremja menningarsamstarv

Landsstýrið vil raðfesta á tann hátt, at dentur verður lagdur á at finna samstarvsfelagar, ið hava drúgvar royndir við menningararbeiði. Saman við teimum skal landsstýrið vera við í verkætlanum, sum samstarvsfelagin hevur ábyrgd av, men har Føroyar eiga royndir og førleikar, ið kunnu vera at gagni.

 

Við hesum leisti kann ein samstarva um øll mál allastaðni í heimi, har tørvur er. Dentur skal tó verða lagdur á gott samstarv við felagsskapin, ið varðar av verkætlanini, eins og vit skulu nýta føroyskan førleika, har høvið býðst. Annað endamál við at samstarva við slíkar hjálparfelagsskapir og stovnar er, at vit støðugt styrkja umsitingarliga førleika okkara í menningarsamstarvi.

 

ST mælir ídnaðarlondum til at gjalda 0,7% av bruttotjóðarúrtøku síni til altjóða menningarsamstarv. Í royndum verða bert latin 0,25% í miðal. ST hevur annars samtykt, at í 2015 skulu ríku londini halda síni lyfti og lata 0,5% av bruttotjóðarúrtøku síni til hetta arbeiði.

 

Henda samtyktin hjá ST er einans galdandi fyri sjálvstøðug lond og fevnir tískil ikki um Føroyar, sum hoyra undir altjóða menningarsamstarv hjá dønum. Hóast altjóða samfelagið einki væntar sær av okkum, tykist politisk semja vera um, at Føroyar eiga at seta sær sum mál at lata munandi meiri av bruttotjóðarúrtøku síni til arbeiðið. Sum nú er, lata vit 3,5 mió. kr., sum í 2006 vóru um 0,035% av bruttotjóðarúrtøku okkara. Hóskandi kundu vit sett okkum fyri at latið 0,25% innan 2015. Við dagsins tølum verða hetta um 25 mió kr. um árið.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Hetta uppskotið hevur ikki aðrar avleiðingar við sær, enn galdandi lóg hevur – um sæð verður burtur frá, at galdandi lóg fer úr gildi 30. juli 2007.

 

Í viðmerkingunum um avleiðingar av uppskotinum til galdandi lóg (Løgtingsmál nr. 60/2005), varð m.a. skrivað soleiðis:

 

“Fíggjarligu avleiðingarnar av uppskotinum eru tær, ið Løgtingið ásetir í fíggjarløgtingslóg á hvørjum ári.

 

Umsitingarliga hevur lógaruppskotið við sær, at eitt fólk burturav er sett at taka sær av at gera mannagongdir og reglugerðir fyri at útinna politikkin á økinum. “

 

 

 

Fyri

land/lands­myndugleikar

Fyri

kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri

samfelagsbólk/

felagsskapir

Fyri vinnu

Fíggjarligar/

búskaparligar

avleiðingar

(Nei)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar

(Nei)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar fyri altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3.  Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Stk. 1: Endamálsgrein

 

Stk. 2: Hugtakið “menningarsamstarv” er nýtt hugtak og kemst av, at hugsanin um økið er broytt. Til fyri stuttum varð tosað um menningarhjálp, og at tey ríku lótu teimum fátæku pening. Nú verður hetta kallað sjálvberandi menningarsamstarv, av tí at tað snýr seg meiri um samstarv enn at geva pening. Samstarv millum stjórnir, økismyndugleikar, altjóða og einskildar stovnar og einstaklingar.

 

Í stk. 2 verður eisini ásett, at samstarvað kann verða bæði formliga og óformliga. Óformligt samstarv er t.d. at byggja upp sambond og netverk, at fáa lut í royndum hjá øðrum og at fáa føroyingar í starv hjá tílíkum stovnum. Harumframt kunnu vit gera formligar sáttmálar um ítøkiligar menningarverkætlanir.

 

Stk. 3: OECD[4] hevur eina deild, nevnd DAC, ið ger hagtøl og greiningar um lond, ið lata og fáa menningarstuðul. Deildin ger eisini regluligar bólkingar av, hvørji lond kunnu skilmarkast sum menningarlond, mett eftir BTÚ fyri hvønn íbúgva. Flestøll ídnaðarlond ganga eftir hesi bólking. OECD lutar menningarlond í fýra bólkar: 1) Least developed countries, 2) Other low income countries, 3) Lower middle income countries and territories, og 4) Upper middle income countries and territories. Ásetingarnar fevna um allar fýra bólkar.

 

Til § 2

Stk. 1: Her verður ásett, at Føroyar kunnu hava beinleiðis samstarv við stjórn í menningarlandi ella við stovn, ið hoyrir undir stjórnina. Samstarvað kann eisini verða við stjórnir og stjórnarstovnar í øðrum londum, t.d. Iceida, Sida, Finida, Danida, Norad og aðrar slíkar stovnar. Harumframt kann verða samstarvað við altjóða stjórnarfelagsskapir sum t.d. WFP og Heimsbankan, umframt við felagsskapir sum Mercy Corps, Care, Reyða Kross og Barnabata.

 

Stk 2: Landsstýrið kann samstarva um menning við at lata fakliga ráðgeving úr Føroyum og við at lata beinleiðis fíggjarstuðul. Verkætlanir, ið verða stuðlaðar, skulu snúgva seg um at styrkja menningarlandið fyrisitingarliga, skapa høvi fyri betri vælferð ella tryggja sosialan framburð.

 

Stk. 3: Tá ið til ber, skal menningarsamstarvið geva føroyingum høvi at luttaka. Eitt endamál við menningarsamstarvi landsstýrisins er sostatt eisini at skapa landsstýrinum, føroyingum og føroyska samfelagnum royndir, kunnleika og áhuga fyri triðja heiminum og altjóða viðurskiftum sum heild.

 

Til § 3

Við heimild í hesi grein ásetir landsstýrismaðurin neyvari reglur fyri, hvussu stuðul verður latin. Her kann m.a. verða talan um vegleiðing um, hvørjar upplýsingar skulu vera við í verkætlanarlýsing, ásetingar um, at landsstýrið skal hava regluligar frágreiðingar um verkætlan, eftir at stuðul er latin, umframt endaliga frágreiðing og grannskoðaðan roknskap, tá verkætlan verður hildin at vera liðug.

 

Til § 4

Umframt formannin verða fýra fólk í ráðgevandi nevndini. Landsstýrismaðurin tilnevnir øll fimm.

 

Stk 2. Nevndarlimirnir kunnu t.d. hava fakligan førleika frá vinnu, fakligum stovni, almennum granskingarstovni og frá hjálparfelagsskapi.

 

Stk 3. Landsstýrismaðurin fær heimild at gera reglur fyri virksemið hjá ráðgevandi nevndini, eitt nú fundarskipan og neyvari reglur um, hvussu samstarvið millum landsstýrismann og nevndina verður skipað.

 

Til § 5

Í hesi grein er ásett, nær lógin fær gildi.

 

[1] Hesi mál stovnsins verða stytt MDG (Millenium Development Goals)

[2] Slíkir felagsskapir verða ofta nevndir NGO, sum er ensk stytting fyri non-governmental organizations

[3] Iceida, Danida og Norad eru styttingar fyri Icelandic International Development Agency, Danish International Development Agency og Norwegian Agency for Development Co-operation

[4] OECD er stytting fyri Organisation for Economic Co-operation and Development

1. viðgerð 14. mars 2007. Málið beint í uttanlandsnevndina, sum tann 2. mai 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Løgmaður hevur lagt málið fram tann  2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann  14. mars 2007 er tað beint uttanlandsnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 28. mars og 17., 20. og 24. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við løgmann og embætisfólk.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Johan Dahl, Jógvan við Keldu. Kristian Magnussen, John Johannessen, Anfinn Kallsberg og Tórbjørn Jacobsen) tekur undir við málinum, men hevur undir viðgerðini umhugsað, um reglan í § 1, stk. 3 um, at menningarlond skulu skilmarkast á sama hátt sum hjá OECD, er ov avmarkandi. Meirilutin er tó komin til ta niðurstøðu, at tað er av týdningi, at Føroyar arbeiða eftir sama leisti sum tey lond, vit fegin vilja sammeta okkum við. Er tørvur á bráðfeingis hjálp, kann peningur játtast av neyðhjálpskontuni.

 

Við hesum viðmerkingum mælir meirilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Jenis av Rana) harmast um ta óhepnu orðing í uppskotinum, sum útilokar nógvar av teimum føroyingum, sum dagliga gera eitt megnar- og sjálvuppofrandi hjálpararbeiði millum illakomin kring allan heim. Við at teingja hjálpina, føroyingurin gjøgnum landskassan kann veita, at OECD klassifikasjónum fyri fátøk lond, útilokar man bæði hjálpandi føroyingar og

neyðstødd í ávísum londum.

 

Tessvegna sær undirritaði seg tíverri ikki føran fyri at mæla Løgtinginum til at atkvøða fyri einum annars skilagóðum uppskoti.

2. viðgerð 7. mai 2007. §§ 1 til og við 5 samtyktar 24-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

Á tingfundi 8. mai 2007 boðaði formaðurin frá, at tingmenninir Marjus Dam, Johan Dahl, Gerhard Lognberg, Kaj Leo Johannesen, John JohannessenJørgen Niclasen, Heðin Zachariasen, Kjartan Joensen, Jógvan við Keldu, Poul Michelsen, Bill Justinussen, Lisbeth L. Petersen, Karsten Hansen, Olav Enomoto, Andrias Petersen, Vilhelm Johannesen, Alfred Olsen og Óli Breckmann heita á Løgtingið um at gera frávik í tíðarfreistini, sambært § 85 í tingskipanini, millum 2.  og 3. viðgerð av hesum løgtingsmálunum:
nr. 74/2006: Uppskot til løgtingslóg um altjóða menningarsamstarv,
nr. 84/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um íløt til øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir. og
nr. 107/2006: Uppskot til løgtingslóg um landsjørð

soleiðis at øll málini verða endaliga avgreidd frá tinginum týsdagin 8. mai 2007. Samtykt 19-0-8.

3. viðgerð 8. mai 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 44 frá 14.05.2007