95 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 2. mars, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Tórbjørn Jacobsen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógina)

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 28. desember 2006 verður gjørd henda broyting:

 

1)      Í § 1, stk. 1, nr. 1 verður orðingin “til 31. desember 2007” strikað.

2)      Í § 1, stk. 1, verður nr. 2 strikað.  

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon verður kunngjørd.

 

Almennar viðmerkingar
Ávaringarnar um sosialu, fíggjarligu og búskaparligu avleiðingarnar av skattalættanum hjá landsstýrinum hava ikki trotið.

 

Ikki bert andstøða og fakfeløg hava mótmælt, men bæði Búskaparráðið og aðrir búskaparfrøðingar hava víst á, at skattalættin hjá samgonguni hitar búskapin óneyðuga, og at sosiala byrðan í skatta- og avgjaldspolitikkinum verður løgd frá teimum sterkaru herðunum til tær veikaru – t.e. at progressiva skattaskipanin gerst meira proporsjonal.

 

Samgonguflokkarnir hava á Løgtingi samtykt skattalætta eisini fyri árið 2008, tá hetta Løgtingið leggur frá sær.

 

Hesin skattalættin fer at geva hægri inntøkunum áleið 10.000 kr. árliga í lætta, meðan ein verkamannainntøka fer at fáa áleið ein túsundkrónuseðil í lætta um árið sambært tølunum frá landsstýrismanninum.

 

Fyri 2008 verða inntøkurnar  72 mió. kr. minni og kommunurnar missa 13 mió. kr., sambært landsstýrisins útrokningum.

 

Tjóðveldisflokkurin heldur, at skattapolitikkurin hjá landsstýrinum rætt og slætt er ábyrgdarleysur:

 

-         Hann er sosialt órættvísur og veksur um stættarmunin.

-         Hann útholar samhaldsføstu hugsjónina um, at tann, ið hevur ráð, letur lutfalsiga meira til felagsskapin.

-         Hann elvir til yvirhiting av búskapinum, hækkað kostnaðarstøði, inflasjón, versnandi handils- og gjaldsjavna og versnandi kappingarføri.

-         Hann undirgrevur eina trygga og samhaldsfasta fígging av vælferðartænastum hjá landi og kommunum, tí landskassin dúvar í størri mun upp á mvg- og avgjaldsinntøkur av privatum forbrúki – og tá forbrúkið stendur í stað ella minkar, er eingin fígging til vælferðartænastur.

-         Hann hevur elvt til, at vit ikki hava gjørt okkum leys av donsku heildarveitingini, ið nú hevði verið ein viðfáningur, um politikkur til frama fyri ein sjálvberandi búskap hevði verið førdur, heldur enn skattapolitisk eksperiment til frama fyri tey fáu.

 

Tí verður skotið upp at strika tann skattalættan, ið er samtyktur at koma í gildi 1. januar 2008.

 

Hetta kann bøta eitt sindur av skaðanum, ið longu er hendur – og hetta fer í minsta lagi:

 

-         at spara landskassanum 72 mió. kr. og  kommununum 13 mió. kr. árliga,

-         at taka eitt sindur av ferðini av einum búskapi, ið er á veg móti heilt álvarsligum trupulleikum,

-         at minka eitt sindur um sosialu gjónna,

-         at bøta um grundarlagið fyri haldgóðum vælferðartænastum. 

 

Mettar avleiðingar:

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Ja

Nei

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

Viðmerkingar til einstøku greinarnar

 

Til § 1: 

Skattalættin, ið skuldi koma í gildi í 2008,  verður strikaður  

 

Til § 2

Gildiskoman verður sett at verða beinanvegin.

 

1. viðgerð 22. mars 2007. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 13. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Tórbjørn Jacobsen hava lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð 22. mars 2007 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. mars og 12. apríl 2007

 

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen) vísir á, at skattalættin, sum varð samtyktur í fjør, var ein liður í bæði at lækka skattatrýstið og at hækka gjaldið til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin.

 

Verandi uppskot avtekur bert skattalættan, men ger onki við tað hækkaða gjaldið til arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin. Verður uppskotið samtykt, fáa lønmóttakarar sostatt  eina lægri tøka inntøkuna.

 

Meirilutin heldur tað vera skeivt, tá tað í uppskotinum stendur, at skattalættin er sosialt órættvísur og veksur um stættarmunin.

Við skattalættanum hjá samgonguni fingu tær lægru lønirnar munandi meira í skattalætta enn tær hægru. Ein ársløn upp á 100.000 kr. hevur fingið minkað skattin frá 2004 til 2008 við 12,1%, meðan tann, sum hevur eina ársløn upp á 1.000.000 kr., bert hevur fingið minkað skattin við 4,5%.

 

 

Meirilutin tekur ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

 

 

Minnilutin (Karsten Hansen, Páll á Reynatúgvu og Kári P. Højgaard) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Búskaparráðið hevur víst á, at Føroyar í áttatiárunum kundu sloppið undan vanlukkuliga skrædlinum í nítiárunum, um skil hevði verið á búskaparpolitikkinum. Meir enn nakað annað var tað skilaleysur búskaparpolitikkur, sum koyrdi Føroyar á heysin. Teir vísa víðari á, at náttúruna og marknaðin kunnu vit ikki ávirka, men búskaparpolitikkin kunnu vit leggja til rættis eftir umstøðunum. Vit kunnu sostatt hava stabilitet í Føroyum, hóast náttúran og marknaðurin kunnu vera sera óstøðug.

 

Stutt sagt er boðskapurin, at um búskaparpolitikkurin er skilagóður, so kunnu Føroyar

tola stór sveiggj innan fiskivinnuna – og harvið í gjaldoyrainntøkunum, uttan at allur

samfelagsbúskapurin fer á heysin.

 

Landsskatturin er ein progressivur skattur. Skatturin verður roknaður eftir einum progressivum stiga. Í útgangsstøðinum hevur progressjónin við sær, at skatturin økist

meiri enn inntøkan. Grundhugsjónin er, at breiðastu herðarnar skulu bera tyngstu

byrðarnar.

 

Sitandi samgonga hevur marknaðarført skattalættan við grundgevingum, sum byggja á stagnasjón í føroyska búskapinum. Ein ekspansivur búskaparpolitikkur hevur verið slagorðið, men hesar grundgevingar halda ikki í dagsins Føroyum. Føroyski búskapurin er í einum hákonjunkturi. Arbeiðsloysið er í botni, og innan flestu vinnur er torført at fáa fatur á arbeiðsmegi – serstakliga innan byggivinnuna. Hetta hevur við sær eitt vaksandi prís- og kostnaðarstøði og harvið viknandi kappingarføri hjá útflutningsvinnuni.

 

Ein skattalætti í 2007-2008 er eitt konjunkturstimbrandi tiltak og fer tí at vera við til at økja um hákonjunkturin. Tað sær ikki út til at vera nakar tørvur á at styrkja um búskapin við skattalætta, sigur Búskaparráðið í nýggjastu frágreiðing sínari.

 

Minnilutin staðfestir saman við verkamannafeløgunum, at proportionali skattaparturin av búskapinum veksur gjøgnum økt arbeiðsmarknaðargjøld, størri mvg-inntøkur og síðst, men ikki minst, at kommununnar skattapartur, sum er proportionalur, veksur. Samvirkandi gera hesar búskaparligu atgerðir, at ein vaksandi partur av tí samlaða skattinum verður útskrivaður sum proportionalur skattur. Skattaskipanin er tí við at broytast, sigur Búskaparráðið, soleiðis at tær hægru inntøkurnar verða skattaðar lutfalsliga minni, og tær lægru lutfalsliga meira.

 

Í alt størri mun stava inntøkur landskassans frá eini skattan av nýtsluni heldur enn av

inntøkunum. Inntøkan av ymiskum gjøldum verður soleiðis mett at koma at verða 40,2

prosent av samlaðu inntøkum landskassans móti 34,4 prosentum fyri einans 4 árum

síðani.

 

Við øðrum orðum so flytur sitandi samgonga skattatrýstið yvir á tær herðarnar, sum frammanundan hava minst at gjalda við. Lutfalsliga fleiri avgjøld og meira skatt til veikastu inntøkurnar, meðan hægru inntøkurnar sleppa lættari í skatti.

 

Verkamannafeløgini hava víst á, at meðan arbeiðarin fær 290 kr. í skattalætta, so fær millióningurin 3.290 kr. í skattalætta!  

 

Í dagsins Føroyum er tørvur á einum afturhaldandi heldur enn einum neutralum fíggjarpolitikki.

 

Sammett við væntaða roknskapin 2006, fer tað væntandi at verða eitt óbroytt avlop á figgjarlógini fyri 2007. Spurningurin er so, um ikki landsstýrið - sæð í ljósinum av, at vandi er fyri, at búskapurin fer at kóka yvir - átti at havt hildið meiri aftur og tálmað ógvusliga vøkstrinum í eftirspurninginum. Tíðin tykist ikki at vera búgvin til skattalættar sambært Búskaparráðnum, og minnilutin tekur hesi sjónarmið til sín.

 

Minnilutin staðfestir eisini, at einki samstarv er millum kommunur og land um samlaðu skattingina av føroyinginum og búskaparligu stýringina av landinum.

 

Samanumtikið eru ikki búskaparligar fortreytir fyri skattalætta í Føroyum í dag, og fólksligi eftirspurningurin eftir skattalættanum er ikki til. Verkamannafeløgini mæla heldur til at taka búskaparliga ábyrgd av samfelagnum, og tryggja, at progressjónin í føroysku skattaskipanini ikki niðurlagast. Úrslitið kann skjótt gerast eitt verri samfelag, har truplari verður at veita neyðugar tænastur til vanliga føroyingin.

 

Onkur vildi helst sagt, at tað góða samfelagið stóð fyri falli.

2. viðgerð 20. apríl 2007. Uppskot frá Tórbjørn Jacobsen um at beina málið aftur í nevnd fall 11-0-16. §§ 1 og 2 fullu 11-0-16. Málið avgreitt.