72 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um almenna forsorg

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2007, 2. mars, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg

 

 

§ 1

 

Í lov for Færøerne um offentlig forsorg, jfr. lovbekendtgørelse nr. 100 fra 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 101 frá 23. november 2006, verða gjørdar hesar broytingar:

 

Aftaná § 32 d verður í kapittul 3 sett:

 

Serlig bútilboð

§ 32 e. Til persónar við víttfevndum sosialum trupulleikum, sum ikki eru førir fyri at útvega sær ella fasthalda ein varandi bústað, kann landsstýrismaðurin skipa ella góðkenna serlig bútilboð. 

Stk. 2. Serlig bútilboð kunnu skipast í samstarvi við sjálvbodnar felagsskapir.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur um rakstur av serligum bútilboðum, herundir reglur um upptøku og gjald fyri uppihaldi.” 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2008. 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum fekk á sumri 2005 handað eitt umbiðið álit frá einum arbeiðsbólki við umboðum fyri kommunurnar, Almannastovuna og sjálvbodnar felagsskapir.

 

Álitið lýsir bólkin heimleys, lýsir bráðfeingistørvin hjá hesum bólki, viðger trupulleikan viðvíkjandi uppgávu- og ábyrgdarbýtinum á økinum og mælir til loysnir, ið nøkta bráðfeingistørvin, eitt nú við uppskoti til lógarfest rættindi og staðfesting av ábyrgd.

 

Heimleys verða í álitinum lýst soleiðis:

 

Heimleys eru fólk, sum orsakað av víttfevndum sosialum og persónligum trupulleikum ikki hava møguleikan fyri at útvega sær ella fasthalda bústað á vanliga bústaðarmarknaðinum, og tí ongan varandi bústað hava ella bert hava fyribils og tilvildarligan bústað hjá vinum, kenningum ella avvarðandi.

 

Grundað á upplýsingar frá Almannastovuni, sosialu deild hjá Tórshavnar býráð, Bláa Krossi og Frelsunarherinum er komið fram til, at ultimo mai 2005 vóru 20 persónar, sum ongan varandi bústað høvdu, ella bert høvdu fyribils og tilvildarligan bústað hjá vinum, kenningum ella avvarðandi. Av hesum vóru 4 kvinnur og 16 menn. 12 høvdu tørv á (longri) varandi bútilboði við stuðli, umsorgan og virknistilboðum, meðan 8 høvdu tørv á fyribils bústaði, til tey vóru før fyri at finna ein bústað á vanliga bústaðarmarknaðinum. Øll hildu til í Tórshavn. Í hoyringssvari sínum til hetta uppskotið metti Frelsunarherurin, at talið er nakað hækkað síðani mai 2005.

 

Aðrar kommunur hava havt einstøk mál viðvíkjandi heimloysi, og er trupulleikin loystur av viðkomandi kommunu, ofta í samráð við Almannastovuna. Soleiðis hava tær einstøku kommunurnar í roynd og veru kent tað sum sína ábyrgd at hjálpa teimum, sum ongan varandi bústað hava, hóast tær ikki sambært lóg hava skyldu til tað.

 

Sum er, er eingin áseting í forsorgarlógini, ið burturav snýr seg um heimleys og teirra serligu trupulleikar. Sambært § 1 í forsorgarlógini hevur tað almenna skyldu til at hjálpa einumhvørjum, “som ikke er i stand til at skaffe sig og sine det fornødne til livets ophold”.

 

Skyldan at ávísa bústað til fólk, sum eru bústaðarleys, er ikki beinleiðis áløgd nøkrum myndugleika. Ongi almenn tilboð eru til tey heimleysu. Tað hevur verið Sjómannsheimið, Blái Krossur, Frelsunarherurin og onnur sjálvboðin, sum hava veitt heimleysum ta hjálp, tey hava fingið.

 

Frelsunarherurin

Herberg Frelsunarhersins er skipað í trimum pørtum – búfelagsskapur, herbergið og dagsentrið. Búfelagsskapurin hýsir monnum, ið hava rústrupulleikar, og sum ynskja at halda seg frá rúsdrekka. Hølisviðurskiftini eru rímiliga góð, har búfelagskapurin heldur til. Pláss er fyri 7 fólkum. Tey rinda húsaleigu og syrgja sjálvi fyri kosti o.ø. Búfelagsskapurin fær ikki almennan stuðul.

 

Í kjallarahæddini í somu húsum heldur Herbergið til. Hetta tilboðið er ætlað kvinnum og monnum, ið hava rústrupulleikar, og sum ongan bústað hava. Á Herberginum fáa fólk mat, klæði og møguleika fyri at fáa eitt bað, persónliga røkt og eina song at sova í um náttina. Hetta hølið verður eisini nýtt sum hitastova nakrar tímar um dagin. Herbergið hevur, tá á hevur staðið, hýst upp til 10-12 fólkum á eini gólvvídd, sum undir rímiligum og vanligum umstøðum ikki átti at verið nýtt til fleiri enn 4 fólk. Fólk, sum koma á Herbergið, rinda ikki fyri kost og logi.

 

Av teimum tilsamans 54 ymisku fólkunum, sum vitjaðu Herbergið hjá Frelsunarherinum í 2005, vóru sambært ársfrágreiðing teirra 8 kvinnur og 46 menn. Av teimum høvdu 7 egnan bústað í Havn, 6 búðu í búfelagsskapum, 4 hildu til hjá vinum ella á Herberginum, 9 høvdu bert Herbergið at halda seg til, 16 komu av bygd, har tey høvdu bústað. Tríggir brúkarar fluttu av landinum, 7 visti Frelsunarherurin einki um, og 2 vóru deyð. Til samanberingar gistu tilsamans 46 ymisk fólk á Herberginum í 2004, harav 39 menn og 7 kvinnur.

 

Stuðulin úr landskassanum til herbergs/hitastovuvirksemið hjá Frelsunarherinum var í 2006 kr. 850.000. Harumframt fekk Herbergið 300.000 kr. í stuðli til sama endamál frá Tórshavnar kommunu í 2004. Í 2005 varð stuðulin frá Tórshavnar kommunu hækkaður til 350.000 kr.

 

Blái Krossur

Umframt viðgerðarstovn fyri rúsevnismisnýtslu rekur Blái Krossur 3 búfelagsskapir fyri fólk, sum hava verið í viðgerð. Harumframt rekur Blái Krossur Kafé Blákrosstovuna, sum er veristað fyri m.a. fólk við rúsevnistrupulleikum. Búfólkini í búfelagsskapinum rinda húsaleigu.

 

Í búfelagskapunum, sum ikki fáa almennan stuðul, er pláss fyri tilsamans 16 fólkum á trimum ymiskum adressum. Ein av búfelagskapunum verður í løtuni nýttur til annað endamál. Hetta mest tí Blái Krossur ikki hevur nøktandi starvsfólkaorku.

 

Í 2006 fekk Blái Krossur 300.000 kr. í stuðli úr landskassanum til rakstur av Kafé´ini. Frá Tórshavnar kommunu fær Blái Krossur 250.000 kr. til sama endamál.

 

Skipan av serligum bútilboðum til heimleys

Tey heimleysu, sum her verða umrødd, hava ikki bara ein bústaðartrupulleika. Tað eru djúptøknir sosialir og persónligir trupulleikar, sum gera, at tey ikki kunnu fáa ella varðveita ein bústað. Uppgávan at syrgja fyri serligari hjálp, røkt, viðgerð og serligum stuðlandi tiltøkum fyri persónum, sum orsakað av likamligum ella sálarligum avlamni ella varandi sjúku ikki sjálvir megna tað, áliggur í dag, sambært §§ 32, 32a og 32b í forsorgarlógini, landinum – serforsorgar-, røktar-, og tílíkum stovnum, umframt heimatænastuni og stuðulstænastuni. Men tað er ongin líknandi áseting í forsorgarlógini um hjálp til heimleys.

 

Arbeiðsbólkurin viðgjørdi ymiskar møguleikar fyri, hvussu ábyrgdin fyri teimum heimleysu kundi verið skipað, og hvussu sosialu tiltøkini kundu verðið fíggjað.

 

Bólkurin metti, at tað er ein fyrimunur, at yvirskipaða ábyrgdin verður løgd eitt stað, tí trupulleikarnir við at “sleppa sær undan ábyrgdini” við tilvísing til, at annar myndugleiki eisini hevur ábyrgd, verða avmarkaðir. Bólkurin metti eisini, at kommunurnar hava størri kunnleika til lokalu viðurskiftini, og eru tí betur førar fyri enn landið at finna best hóskandi loysnirnar. Um kommunurnar fingu ábyrgdina, metti bólkurin, fóru tær at geva trupulleikunum størri ans, og trupulleikarnir fóru at verða sjónligari fyri ábyrgdandi  myndugleikan.

 

Hinvegin metti bólkurin, at um fíggarliga ábyrgdin var tvíbýtt, kundi hetta føra við sær, at tey, sum hava ábyrgd og valda, ikki skulu gjalda fult út. Eitt nú kundi ein vansi verið, at kommunur fóru at útskjóta íverksetan av fyriskipanum við tilvísing til, at landið ikki hevði sett nóg mikið av peningi av til endamálið. Hinvegin hevði landsmyndugleikin havt lættari við at spart á einum øki, sum hann ikki hevur ábyrgd av.

 

Eitt lógaruppskot varð eisini gjørt eftir hesum leisti í fjør, har kommunurnar høvdu yvirskipaðu ábyrgdina, meðan landið veitti fíggjarligan stuðul. Tá hetta uppskotið var til ummælis, fekk tað so nógvar atfinningar, serliga frá báðum kommunufeløgunum, at tað ikki varð lagt fram, men avgjørt varð at broyta uppskotið, soleiðis at ummælissvarini vóru tikin til eftirtektar. Tað er tað, sum nú verður gjørt við hesum uppskoti, ið verður lagt fyri Løgtingið.

 

Arbeiðsbólkurin vísti eisini á, at við eini loysn sum hesari, har landið hevur yvirskipaðu ábyrgdina, koma ábyrgd, vald og gjald at fylgjast. Vansarnir, helt bólkurin, kundu ligið í, at landið ikki hevur sama lokalkunnleika og sama lokalt grundaða áhugan í at loysa trupulleikarnar. Somuleiðis avmarkast møguleikarnir fyri samstarvi lokalt millum tey, sum eru við í hjálpartiltøkunum. Hædd er tó tikin fyri hesum trupulleika í lógaruppskotinum við ásetingini um, at serligu bútilboðini til heimleys verða skipað í samstarvi við sjálvbodnu felagsskapirnar.

 

Ummæli

Hetta uppskotið er broytt í mun til fyrra uppskotið, ið varð gjørt eftir tilmælinum hjá arbeiðsbólkinum, har ábyrgdin at veita bútilboð skuldi leggjast til kommunurnar, meðan landið endurrindaði 2/3 av útreiðslunum av hesum tilboðum. Tað uppskotið varð sent til ummælis hjá Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag, Innlendismálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum, Almannastovuni, Bláa Krossi Føroya og Frelsunarherinum. Atfinningarnar vóru so mikið nógvar, at landsstýrismaðurin nú skjýtur upp, at yvirskipaða ábyrgdin verður hjá landinum í samstarvi við sjálvbodnu felagsskapirnar at veita serlig bútilboð til heimleys. Við tað at ummælissvarini eru tikin til eftirtektar, hevur uppskotið ikki verið aftur til hoyringar.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Tað er trupult at gera heilt neyvar kostnaðarmetingar av uppskotinum, tí tað er torført at meta um, hvussu tørvurin er nú í mun til tørvin, tá álitið varð skrivað. Eisini er torført at meta um akkurát, hvat og hvussu nógv verður sett í verk eftir hesi lógargrein. Í álitinum er lagt upp til, at játtaðar verða tilsamans umleið 3,6 mió. kr. fyrsta árið til at seta gongd á hjálpina til tey heimleysu, herundir fyrst og fremst til varandi bústaðir, men eisini fyribils bústaðir, annan stuðul í sambandi við bútilboð, náttarbýli (herberg) og dagtilhald (fyri nærri útgreinan av bútilboðunum og øðrum stuðli, sí serligu viðmerkingarnar til stk. 1).

 

Undir galdandi skipan verða 1,15 mió. kr. latnar sum stuðul úr landskassanum til sjálvbodnu felagsskapirnar, og 600 tkr. verða latnar frá Tórshavnar kommunu, tilsamans 1,75 mió. kr. Mett verður, at tørvur er á tí upphæddini upp á 3,6 mió. kr., sum stendur í álitinum. Tað vil siga, at uppskotið væntandi fer at hava við sær útreiðslur á 2.450 tkr. eyka fyri landskassan.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Arbeiðsbólkurin metti, at møguleikarnir fyri samstarvi lokalt millum tey, sum eru við í hjálpartiltøkunum, avmarkast, um uppgávan verður ein landsuppgáva. Hædd verður kortini tikin fyri hesum trupulleikanum við ásetingini í § 32 e, stk. 2 í uppskotinum, um at: “Serlig bútilboð kunnu skipast í samstarvi við sjálvbodnar felagsskapir”. Endamálið við hesi áseting er at tryggja, at sjálvbodnir felagsskapir framhaldandi koma at spæla ein týðandi leiklut í arbeiðinum at veita bútilboð til heimleys. Sostatt verða møguleikarnir fyri lokalum samstarvi millum tey sjálvbodnu ikki skerdir eftir hesum uppskotinum, har uppgávan at veita serlig bútilboð verður ein landsuppgáva burturav – tvørturímóti.

 

Uppskotið fær ikki aðrar umsitingarligar avleiðingar enn, at Almannastovan, ið varðar av forsorgarlógini, kemur at umsita samstarvið við sjálvbodnu felagsskapirnar um at útvega heimleysum serlig búðtilboð. Almanna- og heilsumálaráðið umsitur í dag ta játtan, ið sjálvbodnu felagsskapirnir fáa, sum við hesum uppskotinum hevur heimild í § 32, stk. 2. Tað eru ongar ítøkiligar ætlanir um at skipa tiltøk, sum skulu rekast av landinum sambært § 32, stk. 1, og tí verður mett, at lógaruppskotið ikki hevur við sær nakra stórvegis umsitingarliga byrðu fyri Almannastovuna.

 
Játtanin á fíggjarlógini verður framvegis stuðulsjáttan (“onnur játtan”), tí ætlanin er, at sjálvbodnu felagsskapirnir skulu reka tað virksemið, ið verður, meðan Almannastovan veitir studningin.
 

Fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar ella umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar.

 

Fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ikki fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Sosialar avleiðingar fyri ávísar bólkar í samfelagnum

Uppskotið er ætlað at loysa trupulleikan hjá heimleysum. Trupulleikin hevur verið vaksandi seinnu árini, einamest í høvuðsstaðnum. Í løtuni er eingin áseting í forsorgarlógini um serlig bútilboð, og verður sosiala avleiðingin av uppskotinum tí, at arbeitt verður miðvíst fram ímóti at loysa trupulleikan hesum viðvíkjandi. 

 

Avleiðingar í mun til millumtjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ikki avleiðingar í mun til millumtjóða avtalur og reglur.

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Ja

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Lýsingin í greinini inniber, at fólk í fyribils akuttari bústaðarneyð ella fólk, sum hava trupult við at finna ein hóskandi bústað, men sum annars ikki hava týðandi trupulleikar, ikki hoyra til bólkin, sum kemur undir ásetingarnar í § 32 e, stk. 1. Heldur ikki koma fólk við likamliga ella sálarliga treytaðum førleika- ella menningartarni, sum bíða eftir tilboðum frá trivnaðartænastuni, psykiatrisku skipanini e.ø., við í bólkin, sum § 32 e, stk. 1 snýr seg um. Trupulleikin hjá bólkinum, sum kemur undir ásetingina í § 32 e, stk. 1, er, at tey ikki klára at útvega ella varðveita ein bústað orsakað av djúptøknum sosialum og persónligum trupulleikum, herundir serliga trupulleikar av rúsevnismisnýtslu, sum gera, at tey ikki fáa nakað at búgva í yvirhøvur, ella ikki klára at verða verandi í einum bústaði.

 

Stk. 2 heimilar, at serlig bútilboð kunnu skipast í samstarvi við sjálvbodnar felagsskapir. Endamálið við lógargreinini er at virka fyri at bøta um treytirnar fyri tí sjálvbodna sosiala arbeiðinum í hesum sambandi. Tað er sera umráðandi at undirstrika, at serligu tilboðini til tey heimleysu í hesum uppskotinum ikki fevna um røkt, viðgerð, serligan námsfrøðiligan stuðul og aðra hjálp, sum longu er lógarfest aðrastaðni í forsorgarlógini ella í aðrari lóggávu, og sum krevur serligan fakligan førleika. Stuðulin í sambandi við serlig bútilboð snýr seg um menniskjansliga kontakt, nærveru, umsorgan og samveru, sum byggir á virðing, lívsroyndir og áhuga hjá teimum, ið veita hjálpina.

 

Sjálvbodnir felagsskapir eru felagsskapir, sum byggja á eitt sjálvboðið grundarlag, t.v.s. eru ikki ásettir í lóggávu. Sjálvbodnir felagsskapir skulu, av sínum eintingum, kunna gevast við teirra virksemi. Teir hava ikki sum fremsta endamál at skapa yvirskot, og eitt møguligt yvirskot má ikki lutast út til limir, nevnd e.l. Sjálvboðin átøk eiga at vera ein týðandi partur av grundarlagnum hjá einum sjálvbodnum felagsskapi. Minstakravið er, at stýrið ella nevndin ger arbeiðið ólønt og sjálvboðið.

 

Sjálvboðið sosialt arbeiði er felagsheiti fyri sjálvboðið tiltak/tilboð, og fyri tað virksemi, sum sjálvbodnir felagsskapir reka, antin tað er við sjálvbodnari arbeiðsmegi ella við løntari arbeiðsmegi.

 

Í stk. 3 verður ásett, at landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um serlig bútilboð við kunngerð.

 

Kunngerðin kemur m.a. at lýsa:

1.      Serlig bútilboð.

2.      Samstarv við sjálvbodnar felagsskapir.

3.      Gjald fyri serlig bútilboð.

 

Til § 2

Gildiskomuregla.

1. viðgerð 14. mars 2007. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 13. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð 14. mars 2007 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 28. mars og 11. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen,  Alfred Olsen og Bill Justinussen) vísir á, at tað nú í fleiri samgonguskeið hevur verið tosað um at betra um búðstaðarviðurskifti hjá heimleysum. Við hesum uppskoti fær landsstýrismaðurin møguleika at hjálpa teimum. Heimildin er til at veita stuðul til tað stóra arbeiðið, sum sjálvbodnir felagsskapir í dag gera fyri tey heimleysu. 

 

Somuleiðis væntar meirilutin, at kommunurnar framhaldandi fara at taka lut í tiltøkum til hjálp fyri tey heimleysu. Ætlanin er soleiðis ikki, at uppskotið skal nýtast til at leggja forðingar fyri arbeiðinum hjá kommunum hesum viðvíkjandi.

 

Meirilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk) fegnast um, at heimild loksins er staðfest til at útvega heimleysum bústað. Tó er minnilutin bæði bilsin og ivasmur um, at kommunurnar ikki eru hugaðar at hava ábyrgdina av bústaðarviðurskiftunum hjá teimum heimleysu. Minnitutin er bangin fyri, at ein avleiðing av hesum uppskotinum kann gerast, at kommunurnar ikki fara at sýna sama áræði og virkisvilja á hesum øki.

 

Minnilutin dugir heldur ikki at síggja, at verandi lógaruppskot á nakran hátt tryggjar teimum heimleysu tann stuðul og ta umsorgan, tey hava tørv á.

 

Minnilutin tekur tó undir við uppskotinum ásannandi týdningin av, at heimildin at útvega heimleysum búðstað verður staðfest.

 

 2. viðgerð 18. apríl 2007. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

 

3. viðgerð 20. apríl 2007. Uppskot frá Finni Helmsdal um at beina málið aftur í nevnd fall 9-0-17. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 31 frá 30.04.2007