106 Uppskot til  løgtingslóg um lestrarstuðul

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 2. mars, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um lestrarstuðul

 

Endamál

§ 1. Endamálið við lestrarstuðlinum sambært hesi lóg er at gera tað fíggjarliga lættari at nema sær útbúgving.

 

Rætt til stuðul

§ 2. Stuðul til lestur í Føroyum verður eftir umsókn veittur teimum, ið eru lestrarvirkin og hava:

1)      danskan ríkisborgararætt og eru búsitandi í Føroyum, ella

2)      útlendskan ríkisborgararætt, lógliga uppihalda seg í Føroyum og ikki fáa stuðul úr heimlandinum, men:

a)   áðrenn tey eru fylt 20 ár, hava tikið fastan bústað saman við foreldrum í Føroyum,

b)   eftir at hava fylt 20 ár, hava havt fastan bústað í Føroyum í minsta lagi tvey samanhangandi ár, áðrenn farið verður undir útbúgving, ella

c)   hava fastan bústað í Føroyum og hava verið gift við donskum ríkisborgara í minst tvey ár.

Stk. 2. Stuðul til lestur uttan fyri Føroyar verður eftir umsókn veittur teimum, ið eru lestrarvirkin og lúka treytirnar í stk. 1 í hesi grein, og hava búð í Føroyum í minsta lagi:

1)      tvey av teimum seinastu trimum árunum beint undan lestrarbyrjan, ella

2)      helvtina av lívinum áðrenn lestrarbyrjan.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann víkja frá ásetingunum í hesi grein, um umsøkjarin verður mettur at hava serligt tilknýti til Føroya, sambært nærri ásettum reglum í kunngerð.

 

 

§ 3. Lesandi er lestrarvirkin, um hann ikki er meira enn eitt ár afturúr í lesnaðinum í mun til ásettu lestrartíðina. Harafturat skal tann lesandi møta til frálæruna, lata inn kravdar uppgávur og fara til próvtøkurnar eftir teimum reglum, sum eru galdandi á útbúgvingarstovninum.

Stk. 2. Frávik í ásetingini um lestravirkni verður gjørt í sambandi við barnsburð og ættleiðing.

 

Útbúgvingar, ið lógin fevnir um

§ 4. Ein útbúgving er stuðulsheimilað, tá hon er skipað sum heiltíðarlestur, er minst 3 fylgjandi mánaðir til longdar, er ólønt og endar við próvtøku.

Stk. 2. Talan kann vera um hægri útbúgvingar, styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar, miðnámsútbúgvingar, partar av miðnámsútbúgvingum ella útbúgvingar á framhaldsdeildarstigi fyri umsøkjarar, ið eru eldri enn 18 ár.

Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um, hvørjar útbúgvingar í Føroyum verða góðkendar, hvussu tær verða bólkaðar og um, hvørji undantøk kunnu gerast.

 

§ 5. Ein útbúgving uttan fyri Føroyar er stuðulsheimilað, um hon, umframt treytirnar í § 4, er:

1)      hægri útbúgving, góðkend av SU,

2)      hægri útbúgving, góðkend av Stuðulsstovninum,

3)      skiftislestur á hægri útbúgving,

4)      serligur støðislestur eftir miðnámsútbúgving, tá hesin er ein fortreyt fyri upptøku á hægri útbúgving, ella

5)      málsligt fyrireikingarskeið til hægri útbúgving í ikki enskt talandi londum.

Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um nevndu útbúgvingarbólkar, slag av lestrarstuðli, lestrarstuðulslongd og um víkjast kann frá kravinum um heiltíðarlestur í § 4.

 

Lestrarstuðlar og stuðulsupphæddir

§ 6. Lestrarstuðul verður eftir umsókn veittur sum studningur og/ella lán.

 Stk. 2. Í Føroyum fevnir stuðulin um:

1) studning til livikostnað, her verður skilt millum tann hægra studningin og tann lægra studningin,

2) lán ella endalán til livikostnað,

3) ferðastudning innanoyggja,

4) bókastudning,

5) vistarhaldsstudning,

6) barnsburðarfarloyvisstudning,

7) barnastudning,

8) ferðastudning millum lond, og

9) verkætlanarstudning.

Stk. 3. Uttan fyri Føroyar fevnir stuðulin um:

1)      studning til livikostnað,

2)      lán ella endalán til livikostnað,

3)      studning og/ella lán til skúlagjald,

4)      barnsburðarfarloyvisstudning,

5)      barnastudning,

6)      ferðastudning millum lond, og

7)      verkætlanarstudning.

Stk. 4. Í tíðarskeiðum, tá umsøkjari hevur rætt til samsvarandi stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum lestrarstuðulsskipanum, fæst ikki stuðul frá Stuðulsstovninum.

 

§ 7. Studningur til livikostnað kann veitast umsøkjara, ið er fyltur 18 ár. Tann mánaðarligi hægri studningurin er kr. 3.553, og tann mánaðarligi lægri studningurin er kr. 2.369.

Stk. 2. Umsøkjari kann fáa hægra studningin, um hann tekur hægri útbúgving ella styttri vinnuførleikagevandi útbúgving, um hann er forsyrgjari, ella um hann kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði.

Stk. 3. Allir aðrir umsøkjarar fáa lægra studningin.

Stk. 4. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um skjalprógvan av nevndu útreiðslum í stk. 2 og at áseta treytir í sambandi við leigu av bústaði.

 

 § 8.  Lestrarlán til livikostnað kann veitast umsøkjara, ið er fyltur 18 ár. Lánsupphæddin kann í mesta lagi vera kr. 2.253 um mánaðin.

Stk. 2. Endalán kann veitast umsøkjara, ið eftir vanligu reglunum í § 18, stk. 2 hevur fingið tann stuðul, sum honum er heimilað at fáa frá Stuðulsstovninum. Lánsupphæddin er í mesta lagi tann mánaðarliga hægra studningsupphæddin og lánsupphæddin tilsamans. Endalán fæst í upp til 11 mánaðir.

Stk. 3. Treytin fyri at fáa endalán er, at tann lesandi tekur eina hægri útbúgving, er lestrarvirkin, og at avvarðandi lærustovnur kann vátta, at tann lesandi er førur fyri at gera útbúgvingina lidna innan eitt lestrarár.

 

§ 9.  Ferðastudningur innanoyggja kann veitast umsøkjara, ið hevur fyri neyðini at nýta alment ferðasamband til og frá útbúgvingarstaðnum.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger neyvari reglur um skipanina í kunngerð og kann í ávísum førum gera undantak fyri lesandi, ið ikki lúka treytirnar í § 2, stk. 1, nr. 2 í hesi lóg.

 

§ 10. Bókastudningur verður veittur umsøkjara, ið er undir 18 ár við byrjan av stuðulsárinum. Bókastudningurin er kr. 3.382 og verður útgoldin í byrjanini av stuðulsárinum.

 

§ 11. Vistarhaldsstudningur kann veitast umsøkjara, ið er undir 18 ár og noyðist at flyta nærri útbúgvingarstaðnum og hevur skjalprógvaðar útreiðslur av hesum. Vistarhaldsstudningurin er tann sami sum tann mánaðarligi lægri studningurin til livikostnað.

 

§ 12. Barnsburðarfarloyvisstudningur kann veitast umsøkjara í sambandi við barnsburð og ættleiðing í mesta lagi í 11 mánaðir. Studningsupphæddin er tann hægri studningurin sbr. § 7, stk. 1.

Stk. 2. Barnastudningur verður veittur umsøkjara, ið eigur barn/børn ella hevur forsyrgjaraskyldur av barni/børnum í lestrartíðini. Barnastudningurin er mánaðarliga kr. 500 fyri hvørt barn undir 18 ár.

Stk. 3. Treytin fyri at fáa studning eftir hesi grein er, at umsøkjarin býr saman við barninum. Bert annað foreldrið kann fáa studning úr skipanini í senn.

Stk. 4. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um, hvussu barnsburðafarloyvisstudningur eftir stk.1 í hesi grein skal umsitast í mun til aðrar stuðulsskipanir, tá skift verður til aðra útbúgving, um barnið doyr, tá barnsburður ella ættleiðing er farin fram, áðrenn útbúgvingin byrjar, umframt umsitingarligar mannagongdir, leiðreglur v.m.

 

§ 13. Studningur til skúlagjald kann veitast umsøkjara, ið er fyltur 18 ár, og sum fer undir hægri lestur uttan fyri Norðurlond. Stuðulsstovnurin rindar skúlagjaldið sambært rokning frá útbúgvingarstaðnum, tó í mesta lagi kr. 120.000 um árið.

Stk. 2.  Stuðulsstovnurin kann veita lesandi lán til írestandi skúlagjald, tó í mesta lagi kr. 80.000 um árið.

Stk. 3. Í serstøkum førum sbrt. § 5, stk. 1, nr. 2 kann Stuðulsstovnurin veita skúlagjald í Norðurlondum eftir reglunum í hesi grein.

 

§ 14. Ferðastudningur millum lond kann veitast umsøkjara, ið lesur uttanlands. Studningurin kann eisini veitast børnum hjá umsøkjara, tá tann lesandi og børnini búgva uttanlands.

Stk. 2. Treytin fyri at fáa ferðastudningin er, at umsøkjarin gongur á eini góðkendari fulltíðarútbúgving uttan fyri Føroyar, ið er eitt lestrarár ella longri.

Stk. 3. Upphæddin fyri ferðastudningin til lesandi, búsitandi í Danmark, og børn teirra verður ásett av Stuðulsstovninum við støði í prísleguni fyri lesandi á flogleiðini millum Keypmannahavn og Vágar aftur og fram.

Stk. 4. Upphæddirnar fyri ferðastudning til lesandi og børnini hjá lesandi, búsitandi uttan fyri Danmark, verða ásettar av Stuðulsstovninum, tó í mesta lagi kr. 7.000 fyri hvønn lesandi.

 

§ 15. Verkætlanarstudningur fevnir um ferðing millum lond og kann veitast umsøkjara á hægri útbúgving, ið skrivar størri uppgávu í sambandi við lesnað, er í starvsvenjing ella uppiheldur seg á øðrum lærustovni sum part av útbúgvingini.

Stk. 2. Treytin fyri at fáa verkætlanarstudningin er, at umsøkjarin gongur á eini góðkendari hægri heiltíðarútbúgving, ið er 2 lestrarár ella longri.

Stk. 3. Upphæddirnar fyri verkætlanarstudningin verða ásettar av Stuðulsstovninum, eftir somu meginreglu sum upphæddirnar fyri ferðastudningin uttanlands í § 14, tó í mesta lagi kr. 7.000 fyri hvønn lesandi.

 

§ 16. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um lestrarstuðlarnar, stuðulstíðarskeið og stuðulsupphæddir, um treytir, undantøk, um hvussu ofta stuðulin verður veittur, umsitingarligar mannagongdir og leiðreglur í sambandi við útrokningar, skjalprógv, freistir, v.m. fevnt av §§ 6 - 15.

 

Stuðulstíðin

§ 17. Stuðulsárið er frá 1. august til 30. juni árið eftir. Stuðulsárið er sostatt 11 mánaðir.

Stk. 2. Stuðul fæst frá tí lestrarhálvuni, tá ið søkt verður. Lestrarhálvurnar eftir hesi lóg eru at skilja sum galdandi frá 1. august til 31. desember og frá 1. januar til 30. juni.

 

§ 18. Umsøkjarar á miðnámsútbúgvingum, pørtum á miðnámsútbúgvingum, vinnuførleikagevandi útbúgvingum ella á útbúgvingum á framhaldsdeildarstigi fáa í mesta lagi lestrarstuðul upp til eitt ár, eftir at ásetta lestrartíðin er lokin, tó ongantíð longri enn tvífaldað ásettu útbúgvingartíðina.
Stk. 2. Umsøkjarar á hægri útbúgvingum fáa í mesta lagi lestrarstuðul upp til eitt ár, eftir at ásetta lestrartíðin er lokin. Upp í lestrartíðina verða roknaðar áður loknar ella steðgaðar hægri útbúgvingar, har umsøkjarin hevur fingið vanligan mánaðarligan lestrarstuðul frá Stuðulsstovninum ella frá Statens Uddannelsesstøtte. Stuðul verður í mesta lagi latin í 6 ár til hægri útbúgvingar.
Stk. 3. Undantak frá teimum 6 árunum í stk. 2  kann tó gerast um ásetta lestrartíðin er longri enn 5 ár fyri eina útbúgving.

Stk. 4. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá regluni um áramál í stk. 1 og 2, um lestrartíðin er vorðin longd vegna ráðsarbeiði, sjúku, barnsburð, ættleiðing, vísindaligt arbeiði o.a.
Stk. 5. Stuðulsstovnurin kann leingja stuðulstíðina í stk. 2 við tveimum árum, um tann lesandi ikki hevur miðnámsútbúgving.

 

Javning av stuðulsupphæddum

§ 19.   Stuðulsupphæddirnar sbrt. §§ 7 -  12 verða tann 1. august á hvørjum ári javnaðar við prosentvísu broytingini í miðalprístalinum fyri undanfarna ár í mun til miðalprístalið fyri árið undan hesum. Upphæddirnar verða fyrstu ferð javnaðar 1. august 2007.

 

Renta, afturrindan og innheintan av lestrarskuld

§ 20. Lestralán, ið verða veitt við heimild í hesi lóg, verða rentað í útbúgvingartíðini við eini árligari rentu, sum er 2%. Eftir lokna útbúgving rentar upphæddin við 1% oman fyri ta til eina og hvørja tíð galdandi diskontu.

Stk. 2. Renta verður roknað av teirri til eina og hvørja tíð verandi skuld og renta verður tilskrivað mánaðarliga.

Stk. 3. Afturrindan av lestrarskuld skal vanliga byrja 1 ár aftan á, at tað stuðulsárið er endað, har ið útbúgvingin er lokin.

Stk. 4. Um lántakari doyr, áðrenn lánið er afturgoldið, kann Stuðulsstovnurin strika restskuldina.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvussu og nær lestraskuld sbr. stk. 3 skal afturrindast.

Stk. 6. Skuld av lestrarláni kann eftirgevast sambært skuldarumskipanarlógini.

 

§ 21. Um lántakarin ikki lýkur lánitreytirnar ella letur vera við at gjalda falnar rentur og avdráttir, kann skuldin sigast upp til skaðaleysa afturrindan.

Stk. 2. Krøv sbr. stk. 1 kunnu verða innheintað og pantað av Toll- og Skattstovu Føroya.

Stk. 3. Heimilað verður Toll- og Skattstovu Føroya at innkrevja skuld sbr. stk. 1 og 2 við at afturhalda í A-inntøku lántakarans smb. heimildunum hesum viðvíkjandi í Skattalógini.

Stk. 4. Tey krøv sbr. stk. 1, ið ikki verða innheintað av Toll- og Skattstovu Føroya, kunnu innkrevjast av øðrum innkrevjingarstovni.

 

Fyrisiting

§ 22. Stuðulsstovnurin fyrisitur lestrarstuðulin. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um virksemi stovnsins.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir stjóran á Stuðulsstovninum.

Stk. 3. Stjórin á Stuðulsstovninum setir starvsfólkini á stovninum.

Stk. 4. Landsstýrismanninum verður heimilað at seta eina ráðgevandi nevnd fyri Stuðulsstovnin og áseta nærri reglur um virksemi nevndarinnar.

 

Upplýsingarskylda og skjalprógv

§ 23. Stuðulsstovnurin fær heimild til at fáa tær upplýsingar um tann einstaka umsøkjaran frá almennum myndugleikum, ið eru neyðugar fyri at útrokna/játta stuðulin og innkrevja lánini.

Stk. 2. Lesandi skulu upplýsa navn, bústað, persónstal og ætlaðu útbúgving. Lesandi, ið eru forsyrgjarar, skulu eisini upplýsa navn og persónstal á barni í sambandi við at søkt verður um barnastudning. 

 

 Kærumøguleiki o.a.

§ 24. Allar avgerðir, tiknar av Stuðulsstovninum, kunnu kærast til Kærunevndina hjá Stuðulsstovninum, innan 6 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina. Avgerð kærunevndarinnar er endalig innan fyrisitingina.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir kærunevnd við 3 limum og 3 varalimum. Formaðurin skal vera løgfrøðingur.

Stk. 3. Limirnir verða settir fyri 4 ár í senn. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur fyri kærunevndina.

 

Gildiskoma

§ 25. Henda lóg kemur í gildi 1. august 2007, samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan.

Stk. 2. Kunngerð nr. 4 frá 22. januar 2003 um ferðstuðul til lesandi uttanlands, Kunngerð nr. 5 frá 22. januar 2003 um ferðastuðul til verkætlanir, Kunngerð nr. 57 frá 3. september 2004 um útbúgvingarstuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond (ÚSUN-skipanin), Kunngerð nr. 121 frá 21. desember 2006 um útbúgvingarstuðul vera verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi við reglum, ásettar við heimild í hesi lóg.

 

Skiftisreglur

§ 26. § 20. stk. 4 er eisini galdandi fyri lán, har lántakari doyði, áðrenn henda lóg kom í gildi.

Stk. 2. Ásetingarnar í § 21, stk. 1–4, eru eisini galdandi fyri krøv, ið stava frá tíðini, áðrenn henda lóg kom í gildi.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Landstýrismaðurin í mentamálum leggur við hesum fram uppskot til løgtingslóg um lestrarstuðul.

 

Orsøkirnar til, at nýtt lógaruppskot verður lagt fram um lestrarstuðul eru fleiri. Samgongan hevur  í samgonguskjalinum sett sær fyri at “ÚS-stuðulsskipanin til forsyrgjarar verður endurskoðað” og at “Virkað verður fyri, at útbúgvingarmøguleikarnir hjá føroyskum lesandi úti í heimi verða støðugt mentir”. Harumframt er núverandi lóg ikki nøktandi, serstakliga tí hon í høvuðsheitum bert viðger stuðul, ið verður veittur í Føroyum, t.v.s. ÚS-stuðulin. Hinar stuðulsskipanirnar, sum eru ÚSUN-skipanin, ferðastudningurin uttanlands og verkætlanarstudningurin, verða ikki nevndar í lógini, men hava allar heimild í § 12 í núverandi lóg, ið sigur: “Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um annan lestrarstuðul og lán til lesandi, ið ikki koma undir hesa lóg”. Harafturat eru fleiri aðrir veikleikar og tørvir í galdandi lóg, ið komið verður inn á í sambandi við tær serligu viðmerkingarnar.

 

Endamálið við uppskotinum er sostatt, at fáa eina meira fullfíggjaða og greiðari lóg, sum fevnir um alt lestrarstuðulsøkið. Harumframt er endamálið at bøta um stuðulsskipanirnar soleiðis, at lógin røkkur teimum málum, samgongan hevur sett sær.

 

Í heysttingsetuni var lógaruppskot um barnsburðarfarloyvisskipan lagt fyri tingið og samtykt. Sostatt var fyrsta stigið tikið fyri at bøta um korini hjá lesandi forsyrgjarum. Í hesum lógaruppskotinum verða stig nú tikin til at bøta enn meira um støðuna hjá forsyrgjarum, soleiðis at lesandi fáa kr. 500 um mánaðin fyri hvørt barnið, tey eiga, sum er undir 18 ár. Hetta er tann størsta og kostnaðarmiklasta broytingin í hesum lógaruppskotinum.

 

Sambært lógaruppskotinum verður tað harumframt í ávísum førum møguligt at veita studning til livikostnað til lesandi í Norðurlondum. Hetta verður tó bert møguligt í sambandi við hægri heiltíðarlestur, og tá SU ikki veitir stuðulin. Eisini verður í serligum førum møguligt at veita stuðul til skúlagjald í Norðurlondum til hægri heiltíðarlestur. Møguleiki verður eisini hjá landsstýrismanninum í kunngerð at gera reglur soleiðis, at lesandi, ið eru búsitandi í Føroyum og lesa uttanlands, kunnu fáa ferðastudning til lestrarlandið. Harafturat verður rentan á lestrarlánum lækkað úr 4% niður í 2% í lestrartíðini og endalánsupphæddin meira enn tvífaldað. Eisini er ætlanin frameftir bert at veita heilar bókastudningar og at hækka vistarhaldsstudningin til teirra, sum eru undir 18 ár.

 

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Almanna- og Heilsumálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum, Kærustovninum, Almannastovuni, Arbeiðsloysisskipanini, Lestrarvegleiðarafelaganum, Meginfelag Føroyskra Studenta, Landsfelag Føroyinga undir Útbúgving, Fróðskaparsetri Føroya, Føroya Læraraskúla, Vinnuháskúlanum, Sjúkrarøktarfrøðisskúla Føroya, Heilsuskúla Føroya, Klaksvíkar Sjómansskúla, Føroya Handilsskúla, Handilsskúlanum á Kambsdali, Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, Eysturoya Studentaskúla og HF-skeiði, Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, Miðnámsskúlanum  í Vági, Klaksvíkar HF-skeiði, Alv-skúlanum og Vinnuhúsinum.

 

Hoyringsfundur var 22. februar 2007, og vóru umboð fyri Føroya Læraraskúla, Føroya Kærustovn, Barsilsskipanina, MFS og Fróðskaparsetur Føroya møtt til fundin. Viðløgd er fundarfrágreiðing frá fundinum. Harafurat komu skrivligarar viðmerkingar frá MFS og Fróðskaparsetrinum, ið eisini eru viðlagdar.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

Tær fíggjarligu avleiðingarnar av lógaruppskotinum verða mettar at verða umleið 4,6 mió. kr. árliga í mun til fíggjartørvin eftir galdandi lóg og kunngerðir á lestrarstuðulsøkinum. Størsta einstaka útreiðslan er barnastudningurin, ið er ein ískoytisstudningur til forsyrgjarar við børnum. Henda útreiðsla verður mett til at verða 3,3 mió. kr. Mett verður, at hinar broytingarnar, ið eru nevndar í almennu viðmerkingunum og sum økja um útreiðslurnar, koma at kosta umleið 1,3 mió. kr. tilsamans. T.v.s. at samlaða útreiðsluøkingin verður umleið 4,6 mió. kr.

 

Í inniverandi fíggjarári verður mett, at samlaða útreiðslan verður umleið 2,3 mió. kr. Í 2008 verður mett, at útreiðslan verður umleið 4,6 mió. kr. Ætlanin er at fíggja útreiðslurnar av lógarbroytingini við eini eykajáttanarlóg í inniverandi ári og frameftr á løgtingsfíggjarlógini.

 

Umsitingarligu avleiðingarnar fyri Stuðulsstovnin í inniverandi fíggjarári verða mettar at verða umleið kr. 140.000. Helvtin er til útreiðslur av at tillaga telduskipanina á stovninum til nevndu broytingar. Hin helvtin er til at løna einum hálvum skrivstovufólki í seinnu helvt av 2007. Frameftir verður tørvur á kr. 140.000 árliga til at løna einum hálvum skrivstovufólki.

 

Mett verður ikki, at lógaruppskotið fær avleiðingar fyri umhvørvið ella í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Mett verður, at uppskotið hevur við sær sosialar avleiðingar. Serliga hava broytingarnar í lógaruppskotinum positivar avleiðingar fyri lesandi forsyrgjarar, við tað at tey fáa eitt mánaðarligt ískoyti fyri hvørt barnið. Hinar broytingarnar hava eisini positivar, sosialar avleiðingar.

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri øki í landinum

Fyri ávísar bólkar

Fyri vinnuna

Fíggjarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

-

-

-

Ja

-

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Í galdandi lóg stendur “borgarum í Føroyum”, men er hetta misvísandi og avmarkandi í mun til, hvønn lógin fevnir um.

 

Til § 2

Ásetingin er broytt í mun til galdandi lóg. Aldursmarkið fyri tey, ið flyta til landið saman við foreldrunum, verður hækkað úr 18 ár til 20 ár. Meginreglan í hinum norðurlondunum er 20 ára aldursmark, og tí verður tað mett hóskandi, at Føroyar brúka somu áseting um aldursmark. Útlendskur  ríkisborgari, ið hevur verið giftur við donskum ríkisborgara í minst tvey ár, er eisini fevndur av lógini.  

Harumframt er kravið um at uppihalda seg lógliga í Føroyum tikið við í hesum lógaruppskoti. Hetta merkir, at umsøkjari skal hava uppihaldsloyvi sambært galdandi lóggávu í Føroyum, um hann ikki er norðurlendskur ríkisborgari. 

Stk. 2. Henda ásetingin er ein allýsing av føroyingum uttanlands, ið eru fevndir av lógini. Henda allýsing er ásett í galdandi kunngerðum, ið heimila stuðul til føroyingar uttanlands. Fyri at fáa stuðul til lestur uttanlands verða krøvini skerpað til umsøkjara viðvíkjandi tilknýtinum til Føroya. 

Stk. 3. Í flestu lestrarstuðulskipanum í okkara grannalondum er møguleiki at víkja frá meginreglunum um tilknýti til heimlandið. Hetta er, tá ið talan er um børn hjá sendimonnum, trúboðarum og menningarhjálpsarbeiðarum o.l. Harumframt verður hugsað um børn hjá føroyingum, har foreldrini hava verið uttanlands í útbúgvingarørindum í drúgva tíð.

 

Til § 3

Kravið til lestravirknið er í galdandi lóg, men allýsingin er ásett í galdandi kunngerðum. Mett verður, at hugtakið er so grundleggjandi, at tað skal takast við í lógina. Allýsingin er hin sama, sum hevur verið galdandi síðstu nógvu árini.

Stk. 2. Frávikið í ásetingini kom inn við lógarbroytingini í desember 2006 fyri at stuðul kann latast teimum lesandi, ið eru í barnsburðarfarloyvi. Hetta merkir, at lesandi, ið fer í barnsburðafarloyvi, er at meta sum lestrarvirkin í hesum tíðarskeiði, hóast treytirnar í stk. 1 í hesi áseting ikki eru loknar.

 

Til § 4

Kravið um, at útbúgvingin skal vera skipað sum heiltíðarlestur og vera ólønt, er ásett í galdandi kunngerð, men verður við hesum uppskotið ásett beinleiðis í lógini, saman við kravinum um, at útbúgvingin ikki skal vera styttri enn 3 mánaðir, og at hon skal enda við próvtøku. 

Stk. 2. Í hesum stk. eru  útbúgvingarbólkarnir, ið Stuðulsstovnurin veitir lestrarstuðul til, nevndir. Hesir eru teir somu, sum eru stuðulsheimilaðir eftir galdandi reglum í dag.  

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð góðkenna, hvørjar útbúgvingar verða stuðulsheimilaðar, og í hvønn bólk av útbúgvingum í stk. 2 talan er um. Harafturat verður landsstýrismanninum heimilað at gera undantøk til stk. 1, t.d. at veita stuðul til partvís løntar útbúgvingar í tí ólønta tíðarskeiðinum, ella tá ið talan er um útbúgving, ið ikki endar við próvtøku.

 

Til § 5

Henda áseting er í høvuðsheitum hin sama sum í núverandi ÚSUN-kunngerðini. Talan er framvegis bert um hægri lestur uttan fyri Føroyar.

 

Broytingin í mun til galdandi lóg er, at nú fevnir ásetingin um útbúgvingar uttan fyri Føroyar, har hon áður bert var galdandi fyri útbúgvingar uttan fyri Norðurlond.

 

Royndirnar seinastu árini, hava víst, at núverandi lestrarstuðulsskipan í ávísum førum ger mismun á teimum, ið taka eina útbúgving í Norðurlondum, í mun til tey, ið taka somu útbúgving uttan fyri Norðurlond. Besta dømi um hetta er flogskiparaútbúgvingin, har skúlagjald verður veitt upp til kr. 120.000, um útbúgvingin verður tikin uttan fyri Norðurlond, meðan einki skúlagjald verður veitt fyri somu útbúgving í Norðurlondum.

 

Sum meginreglu nýtir Stuðulsstovnurin SU-góðkenning av útbúgvingum, tá stuðul verður veittur eftir núverandi ÚSUN-skipan. Ætlanin er at halda fram við hesi mannagongd.

 

Í hesum uppskotið verður heimilað Stuðulsstovninum at víkja frá ásetingini um SU-góðkenning. Hetta kann verða gjørt, tá ið talan er um eina hægri útbúgving, ið er viðurkend/góðkend sum stuðulsheimilað av hinum Norðurlondunum, og aftan á ráðføring við Ráðgevandi nevndina fyri Stuðulsstovnin, sum er nevnd í § 22, stk. 4. 

 

Skiftislestur er stuðulsheimilaður eftir galdandi reglum, og treytin er, at lesnaðurin verður góðskrivaður í útbúgvingini á uppruna lestrarstaðnum.

 

Stuðul verður veittur til serligan støðislestur (foundation studies) – eftir miðnámútbúgving, tá ið hesin er ein fyritreyt fyri upptøku á hægri útbúgving. Hesin stuðul verður í mesta lagi veittur í upp til eitt ár.

 

Í sambandi við málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgving í ikki enskt talandi londum, kann  stuðul verða veittur í upp til ½ ár. Er talan um heilt fremmand mál, kann stuðul veitast í upp til 1 ár. Tó verður stuðul ikki veittur til fyrireikingarskeið í málum, har mett verður, at føroyingar vanliga  klára seg málsliga væl, so sum donskum, norskum og svenskum.

 

Stk. 2. Heimilað verður landsstýrismanninum at áseta nærri reglar um, hvussu stuðul til útbúgvingar eftir hesi grein skulu fyriskipast, t.v.s. hvat slag av lestrarstuðli kann verða veitt, og hvussu leingi stuðulin verður veittur.

 

Í sambandi við at landsstýrismanninum verður heimilað at víkja frá kravinum um heiltíðarlestur, verður í høvuðsheitum hugsað um, at heimild kann verða givin, soleiðis at ferðastudningur kann latast teimum, sum lesa fjarlestur og sostatt hava tørv á at ferðast til útbúgvingarstaðið uttanlands. Harumframt kann undantakið lata upp fyri, at t.d. stuðul til skúlagjald í sambandi við fjarlestur eisini kann veitast til góðkendar útbúgvingar.

 

Til § 6

Stk. 1. Lestarastuðul verður veittur sum studningur og/ella lán. Hugtakið lestrarstuðul í hesi lóg fevnir sostatt bæði um studning og lán. 

Stk. 2. Her verða tey sløg av lestrarstuðli nevnd, ið heimild er fyri at veita lesandi í Føroyum, og eru hesi tey somu, sum heimild er fyri eftir galdandi reglum. Sum nakað nýtt verður tó skotið upp, at heimilað verður at veita barnastudning, sbr. § 12, stk. 2 í hesum uppskoti. 

Stk. 3.  Her eru tey sløg av lestrarstuðli nevnd, ið heimild er fyri at veita lesandi uttan fyri Føroyar. Eisini her er talan um stuðul, ið heimild er fyri at veita eftir galdandi reglum. Tó er skotið upp, at heimilað verður at veita barnastudning, sbr. § 12, stk. 2 í hesum uppskoti.  

Stk. 4. Henda áseting er samsvarandi núgaldandi ÚSUN-kunngerðini. Av tí at tað sambært hesum uppskoti skal vera heimilað at veita stuðul til lesandi í Norðurlondum, er tað týdningarmikið, at ásett er við lóg, at Stuðulsstovnurin ikki veitur stuðul, tá ið SU ella aðrar stuðulsskipanir veita samsvarandi stuðul. Dømi um lestrarstuðulsskipanirnar í Norðurlondum eru Nordplus og líknandi skipanir.

 

Hetta hevur sostatt við sær, at umsøkjarin fyrst skal kanna, um møguleiki er fyri at fáa játtaðan stuðul frá SU, áðrenn umsókn verður send Stuðulsstovninum.

 

Í §§ 7-15 verða sløgini av lestrarstuðli meira útgreinað, umframt at stuðulsupphæddirnar verða nevndar.

 

Til § 7

Líknandi áseting stendur í núverandi ÚS-kunngerð, og upphæddirnar eru tær núgaldandi.

Stk 2 og 3. Ásetingin er í samsvari við galdandi praksis. Við egnan bústað verður skilt egin hús ella leigan av bústaði.

Stk. 4. Í sambandi við at tað verður heimilað landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um skjalprógvan, verður hugsað um reglur viðvíkjandi leiguváttan, leiguupphædd, peningaflyting v.m. í samband við leigu. Harafturat hevur landsstýrismaðurin møguleika fyri at áseta aðrar treytir í sambandi við leigu av bústaði. Í hesum sambandi verður t.d. hugsað um møguleikan fyri at skerpa treytirnar hjá teimum, ið búgva til leigu og ganga á miðnámsskúla. Royndir vísa, at í ávísum førum verða treytirnar fyri at fáa tann hægra studningin ikki hildnar.

 

Viðmerkjast skal, at skattur skal ikki rindast av stuðli eftir hesi lóg sbrt. § 29, stk. 12 í Skattalógini.

 

Til § 8

Ásetingin um lestrarlán, aldursmark og upphædd er hin sama sum í galdandi lóggávu.

Stk. 2. Endalánið hevur í mesta lagi verið vanliga lánsupphæddin í 11 mánaðir. Nú verður skotið upp, at lánsupphæddin í mesta lagi verður vanliga lánsupphæddin og studningsupphæddin tilsamans, t.v.s. at endalánið fer úr kr. 2.253 um mánaðin til kr. 5.806 um mánaðin. Grundin til broytingina er, at lesandi, ið er um at verða liðugur við útbúgvingina, ikki skal verða verri fyri í teimum síðstu mánaðunum av lestrartíðini.

Stk. 3. Treytirnar fyri endaláni eru tær somu sum í galdandi kunngerð.

 

Til § 9

Meginreglan í núverandi skipan er, at øll lesandi, ið nýta Strandfaraskip Landsins ella tyrlutænastuna, gjalda sama gjald fyri at koma í skúla, uttan mun til fjarstøðu frá skúlanum.

 

Ásett er, at fyri hvørja endurnýggjan/áfylling, t.v.s. fyri 20 túrar aftur og fram millum heimabústaðin/útbúgvingarbústaðin og skúlan, skal lesandi gjalda kr. 100. Lesandi fær útflýggjað eitt elektroniskt kort, sum bert kann nýtast á eini farleið, og bert eina ferð um dagin aftur og fram í skúla.

 

Ásett er, at lesandi skal hava fyri neyðini at nýta alment ferðasamband. Við hetta er at skilja, at fjarðstøðan millum heim og útbúgvingarstað er tíðarkrevjandi og kostnaðarmikil, og tí verður ein studningur veittur, soleiðis at tey ikki eru verri fyri enn tey lesandi, ið búgva nærri útbúgvingarstaðnum.

 

Heimilað verður landsstýrismanninum at gera nærri reglur um, hvussu skipanin skal fyriskipast. Ferðastudningur kann eisini latast lesandi, sum eru í starvsvening í longri tíðarskeið, ella útlendskum lesandi, ið ikki vanliga koma undir okkara skipanir, so sum AFS-næmingum og øðrum skiftislesandi.

 

Til § 10

Í núverandi kunngerð fáa tey lesandi, ið fylla 18 ár innan 1. januar  í stuðulsárinum, bert hálvan bókastudning. Broytingin førir við sær, at øll, ið eru undir 18 ár við byrjan av stuðulsárinum, fáa fullan bókastudning.

 

Til § 11

Ætlanin er at hækka vistarhaldsstudningin til teirra, sum eru undir 18 ár, úr kr. 1.776 til kr. 2.253, sum samsvarar við lægru studningsupphæddina til livikostnað.

Skipanin er í dag soleiðis, at vistarhaldsstudningur verður veittur, tá sjóvegis farleið er millum heimabústað og útbúgvingarstað, ella um ferðasambandið er longri enn 50 km sbrt. almennu ásetingunum hjá Landsverki um vegalongdir millum bygdir/býir. Harumframt verður studningur veittur, um ferðasambandið er vánaligt til onkrar smærri bygdir, t.d. Tjørnuvík og Skæling.  Ætlanin er, at henda skipan í høvuðsheitum heldur fram eftir somu fortreytum.

 

Til § 12

Henda áseting er hin sama sum í núverandi lóg og kom inn í lógina í desember 2006. 

Stk. 2. Henda áseting er nýggj. Orsøkin til broytingina er, at mett verður, at stuðulin til lesandi forsyrgjarar er ov lágur. Eftir kanning hevur Stuðulsstovnurin staðfest, at tey lesandi í Føroyum eiga umleið 600 børn. Hetta merkir, at árliga útreiðslan av hesum studningi verður umleið 3,3 mió. kr. 

Stk. 3. Bæði tann lesandi móðirin og lesandi faðirin kunnu fara í farloyvi, treytað av, at tey ikki eru í barnsburðarfar- loyvisskipanini samstundis. Við øðrum orðum fylgir studningurin barninum uttan mun til, um tað er móðirin ella faðirin, ið velja at fara í farloyvi. Foreldrini avgera sjálvi, hvussu tey býta farloyvið ímillum sín.

Sama meginregla er galdandi fyri barnastudningin, t.v.s., at gjaldið fylgir barninum, og um foreldrini ikki búgva saman, fær bert tað av foreldrunum, sum býr saman við barninum, studning. Tann, ið fær barnastudning skal sostatt bæði vera lesandi og búgva saman við barninum. 

Stk. 4. Nevndu heimildir til landsstýrismannin eru tær somu ásetingarnar, sum komu í gildi í desember 2006 í galdandi lóg.

 

Til § 13

Ásetingin er hin sama, sum er galdandi í ÚSUN-kunngerðini. Núverandi upphæddir hava verið galdandi frá apríl 2002.

Stk. 2. Ásetingin er hin sama, sum er galdandi í ÚSUN-kunngerðini.

Stk. 3. Víst verður til viðmerkingarnar til § 5, stk. 1, har víst verður á, at royndirnar seinastu árini vísa, at núverandi lestrarstuðulsskipan í ávísum førum ger mun á teimum, ið taka eina útbúgving í Norðurlondum, og á teimum, ið taka somu útbúgving uttan fyri Norðurlond.

 

Til § 14

Broytingin í mun til núverandi ferðastuðulskunngerð er, at lesandi, ið eru búsitandi í Føroyum, eisini verða fevnd av hesi áseting. Orsøkin til hetta er, at alsamt fleiri velja at vera búsitandi í Føroyum, í meðan tey lesa á lærustovni uttanlands. Tøkniligu broytingarnar og økta sambandið til útheimin hava gjørt, at hetta er møguligt.

 

Til § 15

Ásetingarnar eru tær somu sum í galdandi kunngerð fyri verkætlanarstuðulin. Verkætlanarstuðulin er ein ferðastudningur, ið verður veittur umsøkjara á hægri útbúgving.

 

Til § 16

Í § 7, stk. 4, § 9, stk. 2 og § 12, stk. 4 er landsstýrismanninum veitt ávísar serstakar heimildir. Í hesi grein verður heimild givin landsstýrismanninum at áseta nærri reglur um tey sløg av lestrarstuðli, ið eru nevnd í §§ 6-15. Í galdandi kunngerðum, Kunngerð nr. 4 frá 22. januar 2003 um ferðstuðul til lesandi uttanlands, Kunngerð nr. 5 frá 22. januar 2003 um ferðastuðul til verkætlanir, Kunngerð nr. 57 frá 3. september 2004 um útbúgvingarstuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond (ÚSUN-skipanin), Kunngerð nr. 121 frá 21. desember 2006 um útbúgvingarstuðul eru núgaldandi reglur ásettar, men neyðugt verður at seta í gildi nýggjar kunngerðir eftir hesum uppskoti, eftir at lógin er komin í gildi.

 

Til § 17

Ásetingin er hin sama sum í galdandi lóg og kunngerðum. Harumframt verða lestrarhálvurnar allýstar.

 

Til § 18

Henda áseting snýr seg um longdina á stuðulstíðini fyri tær ymisku útbúgvingarnar, har høvuðsreglan er, at stuðulstíðin er at rokna sum ásetta lestrartíðin pluss í mesta lagi eitt ár. Viðmerkjast skal, at einasta nýggja í ásetingini er, at um ein lesandi t.d. tekur eina 5 mánaða langa útbúgving, kann hann fáa stuðul í upp til 10 mánaðir, t.e. tvífalt ásettu útbúgvingartíðina.

 

Til § 19

Ásetingin er hin sama sum í galdandi lóg. Upphæddirnar, ið eru nevndar í hesum lógaruppskotinum, verða sostatt prístalsviðgjørdar tann dagin, lógin væntandi kemur í gildi, t.e. 1. august 2007.

 

Til § 20

Ásetingin er hin sama sum í galdandi lóg. Tó verður rentan hjá lesandi í lestrartíðini lækkað úr 4% til 2%. Orsøkin til hetta er lága rentan síðstu nógvu árini. Samlaða skuldin til Stuðulsstovnin er umleið 60 mió. kr.  Skuldin hjá teimum, ið eru undir lestri, er umleið 10 mió. kr. Hetta merkir, at rentulækkingin fer at kosta Stuðulsstovninum kr. 200.000 árliga í mistari inntøku. 

Stk. 2. Henda áseting er í samsvari við siðvenjuna hjá Stuðulsstovninum og samsvarar eisini við vanliga siðvenju hjá lánistovnum.

Stk. 3-5. Ásetingin er hin sama sum í galdandi lóg. 

Stk. 6. Síðani skuldarumskipanarlógin var samtykt í apríl 2005, hevur verið møguligt hjá skuldarum hjá Stuðulsstovninum at søkja um at fáa skuld eftirgivna sambært hesi lóg.

 

Til § 21

Ásetingin er hin sama sum í galdandi lóg, tó er stk. 4 nýtt. Orsøkin til hetta nýggja stk. er, at Toll- og Skattstova Føroya ikki innheintar lestrarskuld uttanlands. Stuðulsstovnurin má tí nýta annan innkrevingarstovn fyri at innkrevja hesa skuld.

 

Til § 22

Ásetingin er hin sama sum í galdandi lóg.

Stk. 2 og stk. 3. Ásetingin er nýggj. Stuðulsstovnurin er sjálvstøðugur stovnur undir Mentamálaráðnum, tekur egnar avgerðir og hevur egna kærunevnd. Gongdin tey síðstu árini hevur eisini verið, at setanarmyndugleikin verður ”útdelegeraður”.

Stk. 4. Stuðulsstovnurin hevur, síðani ÚSUN-skipanin varð stovnað, havt eina ráðgevandi nevnd, tann sokallaða ÚSUN-nevndin, sum hevur heimild í ÚSUN-kunngerðini. Ætlanin er, at landsstýrismaðurin kann seta eina ráðgevandi nevnd, ið ikki bert verður knýtt at ÚSUN-stuðlinum, men at allari stuðulsskipanini sum heild. Hugsast kann, at tey, ið mynda nevndina, eru umboð fyri áhugabólkar, útbúgvingarstovnar, myndugleikar og vinnulívið v.m.

 

Til § 23

Ásetingin er í høvuðsheitum tann sama sum í galdandi lóg. Av tí at nýggja lógin eisini heimilar barnastudninginum, er neyðugt at fáa heimild til at fáa upplýst navn og persónstal hjá barninum. 

 

Til § 24

Ásetingin er hin sama sum í núgaldandi lóg. Einasta broyting er, at varalimir nú eisini skulu veljast.

 

Til § 25

Stk. 2. Galdandi lóg fer úr gildi, meðan heimilaðu kunngerðirnar framhaldandi vera í gildi í tann mun, tær ikki stríða móti ásetingunum í hesi lóg.

 

Til § 26

Ásetingin er hin sama sum í núgaldandi lóg. 

 

+Fylgiskjøl:

Skjal 1: Fundarfrásøgn frá hoyringarfundi

Skjal 2: Viðmerkingar frá MFS

Skjal 3: Viðmerkingar frá Fróðskaparsetur Føroya

1. viðgerð 14. mars 2007. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 27. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann 14. mars 2007 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. mars og 10. og 17. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin saman við umboði fyri Stuðulsstovnin. Frá Stuðulsstovninum hevur nevndin fingið yvirlit yvir stuðulsupphæddir í Norðurlondum skúlaárið 2005/2006 og yvirlit yvir stuðulsupphæddir til heimabúgvandi miðnámsskúlanæmingar í Norðurlondum.

 

Landsstýrismaðurin hevur á fundi við nevndina víst á, at Fíggjarmálaráðið í hoyringsskrivi mælir til, at stuðulsupphæddirnar í lógaruppskotinum verða ásettar til tær javnaðu upphæddirnar pr. 1. august 2007, og at upphæddirnar verða javnaðar fyrstu ferð 1. august 2008, heldur enn 1. august 2007, tá lógin kemur í gildi. Fíggjarmálaráðið mælir harumframt til at áseta, at landsstýrismaðurin við kunngerð á hvørjum ári ásetir javnaðu stuðulsupphæddirnar.

 

Landsstýrismaðurin hevur harumframt víst á tað óhepna í, at sambært uppskotinum kunnu lesandi á hægri útbúgvingum, har ásetta lestrartíðin er tvey ár ella styttri, fáa skúlagjaldið, sum er kr. 120.000 árliga, goldið í upp til eitt ár eftir, at ásetta lestrartíðin er lokin.

 

Ein samd nevnd viðmerkir, at undir 1. viðgerð kom greitt fram, at allir flokkar á tingi vóru positivt sinnaðir at gera lestrarumstøðurnar hjá lesandi við børnum betri. Nevndin fegnast um barnastudningin, sum er ein byrjan uppá at bøta um umstøðurnar hjá lesandi við børnum, men heldur, at hesin eigur at verða ásettur til kr. 600 um mánaðin, og at miðað eigur at verða eftir, at barnastudningurin hækkar uppaftur meira, soleiðis at barnastuðulin kemur upp á eitt hóskandi støði.

 

Nevndin heldur tað ikki vera rímiligt, at lesandi á hægri útbúgvingum, sum eru ásettar at taka eitt ella tvey ár, skulu kunna fáa skúlagjald goldið í upp til eitt ár eftir, at ásetta lestrartíðin er lokin. Nevndini kunnugt eru tað bara einstakar hægri útbúgvingar, sum eru styttri enn tvey ár, sum skúlagjald verður kravt fyri, herímillum flogskiparaútbúgvingin.

 

Av hesum orsøkum og samsvarandi tí, sum landsstýrismaðurin hevur greitt nevndini frá, setir nevndin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

1) Yvirskriftin til § 6 verður orðað soleiðis: “Lestrarstuðul og stuðulsupphæddir

2) Í § 7, stk. 1 verður “3.553” broytt til: “3.607”, og “2.369” broytt til: “2.405”

3) Í § 8, stk. 1 verður “2.253” broytt til: “2.287”.

4) Í § 10, 2. pkt. verður “3.382” broytt til: “3.433”.

5) § 12, stk. 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis:

“Barnastudningurin er mánaðarliga kr. 600 fyri hvørt barn undir 18 ár.”

6) Í § 18 verður sum nýtt stk. 6 sett:

Stk. 6. Tá talan er um hægri útbúgvingar, har ásetta lestrartíðin er 2 ár ella styttri, veitir Stuðulsstovnurin bara stuðul til skúlagjald sbrt. § 13 til ásettu lestrartíðina.”

7) Í § 19, stk. 1 verður 2. pkt. strikað.

8) Í § 19 verður sum nýtt stk. 2 sett:

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð javnaðu lestrarstuðulsupphæddirnar sbrt. §§ 7 – 10 í seinasta lagi 1. august á hvørjum ári, fyrstu ferð 1. august 2008.

 

Serligar viðmerkingar:

Til nr. 1:

Málslig broyting.

Til nr. 2, 3, 4:

Stuðulsupphæddirnar verða ásettar til tær javnaðu upphæddirnar pr. 1. august 2007.

Til nr. 5:

Barnastudningurin verður hækkaður úr kr. 500 upp í kr. 600.

Til nr. 6:

Sambært hesi áseting, rindar Stuðulsstovnurin bara skúlagjald í ásettu lestrartíðini, tá talan er um styttri hægri útbúgvingar, har ásetta lestrartíðin er tvey ár ella styttri, og ikki upp til eitt ár eftir, at ásetta lestrartíðin er lokin, sum annars er galdandi.

Til nr. 7 og 8:

Eingin viðmerking.

 

Soleiðis broytt tekur nevndin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 30. apríl 2007. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til §§ 6, 7, 8, 10, 12, 18 og 19 samtykt 24-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 2. mai 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 36 frá 03.05.2007