94 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 2. mars, legði Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum


 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 4. apríl 2002, verður gjørd henda broyting:
Í § 3 verður grundupphæddin til viðbót til lægstu fyritíðarpensjón hækkað úr "15.852" til "49.284" fyri støk og úr "12.732" til "45.492" fyri gift hvør, og samstundis verða orðini "Upphæddir fyri ár 2002" broytt til "Burtursæð frá viðbót til lægstu fyritíðarpensjón støk og gift hvør, ið er fyri ár 2007, eru upphæddirnar fyri ár 2002.” 

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Hækkingin í viðbót til lægstu fyritíðarpensjón støk og gift fær tó virknað, sum ásett í § 3.

 

§ 3

Frá og við útgjaldingini av veitingum fyri januar 2007 verður viðbótin til lægstu fyritíðarpensjón:

                     

fyri støk

kr. 49.284

og fyri gift hvør

kr. 45.492

 

 

Viðmerkingar:

Ein av teimum nógvu broytingunum, sum táverandi trivnaðarnevnd Løgtingsins ynskti í sambandi við, at nýggj pensjónslóg varð viðgjørd og samtykt í Løgtinginum í 1999, var at taka av lægstu fyritíðar(avlamis)pensjónina. Hetta, tí mett varð, at lægsta fyritíðarpensjón var - og er framvegis - alt ov lág og í veruleikanum ein meiningsleys veiting. Upprunaliga var lægsta avlamispensjónin - nú fyritíðarpensjónin - mett sum eitt gott ískoyti. Hetta tí pensjónisturin sum oftast hevði møguleikan at finna onkra smávegis hjávinnu, so sum at hjálpa til hjá onkrum, egna e.a. Tá kostaðu føroysku húsarhaldini ikki nær námind av tí, tey gera í dag. Føroyska familjan hevur nógv fleiri og størri fastar útreiðslur nú enn fyrr.

 

Í dag er heldur ikki lætt hjá einum, sum hevur mist helvtina av arbeiðsførleikanum, at fáa okkurt slag av lønandi vinnu. Og er støðan hjá nógvum, ið fáa lægstu fyritíðarpensjón, at tey hava ikki aðra inntøku. Og kunnu vit tí bæði ásanna og staðfesta, at tað hvørki er nøktandi ella virðiligt hjá familjufólki bara at hava eina inntøku, sum samsvarar við lægstu fyritíðarpensjón. Upphæddin er 6.882 krónur um mánaðin, ella 82.284 krónur um árið. Samanbera vit hesa upphæddina við tað, sum ein stakur fólkapensjónistur fær ídag, ið er 113.000 krónur árliga, síggja vit, at lægsta avlamispensjón er umleið 30.000 krónur lægri enn tað, ein stakur fólkapensjónistur fær. Tey, sum eru støk, og fáa meðal fyritíðarpensjón,  fáa áleið tað sama, sum stakir fólkapensjónistar.

 

Hetta er triðju ferð, at undirritaði leggur uppskot fram í hesum valskeiðnum um, at upphæddin til lægstu fyritíðarpensjón verður hækkað. Hini bæði uppskotini eru feld eftir ynski landsstýrismanna, og við hjálp frá meirilutanum í trivnaðarnevndini. Grundgev­ingarnar hava m.a. verið, at landsstýrismaðurin heldur vil royna at fáa fólk, sum fáa lægstu fyritíðarpensjón, út (aftur) á arbeiðsmarknaðin.

 

Uppskotsstillarin heldur, at tað er bæði skilagott og neyðugt at royna at fáa fyritíðar­pensjónistar út (aftur) á arbeiðsmarknaðin. Men støðan er nú eina ferð tann, at ein fittur partur av teimum, sum í dag fáa lægstu fyritíðarpensjón, als ikki eru før fyri at fara út á arbeiðsmarknaðin. Hetta, tí vit tosa um fólk, sum eru niðurslitin av arbeiði sínum sum verkafólk, fiskafólk ella fiskimenn. Tí vit tosa um fólk, sum eru illa fyri, orsakað av sálarligum trupulleikum, um fólk, ið hava psykosomatiskar sjúkur, ið eru torførar at áseta, og fólk, sum eru mest sum oyðiløgd av onkrum misbrúki. Nógv av hesum eru í teirri støðu, at tey sum sagt ikki kunnu fara út á arbeiðsmarknaðin, og at tey tí bert hava 6.882 krónur at liva av um mánaðin. Hesum fólkunum kunnu vit bara hjálpa á ein hátt, og tað er við at hækka verandi veiting so mikið, at tey hava ein møguleika fyri at liva eitt sømiligt lív.

 

Undir viðgerðini av uppskotinum seinast varð heitt á nevndina, um ikki at fremja lógarbroytingar soleiðis, at ásetingarnar av óarbeiðsførinum verða broyttar. Mælt varð til, heldur at áseta, at upphæddin til lægstu fyritíðarpensjón verður hækkað við ávísari upphædd um árið. Hetta hevur man gjørt í Danmark fyri skjótt tveimum árum síðan.

 

Tí verður skotið upp, at lógin um almennar pensjónir verður broytt soleiðis, at fólk við lægstu fyritíðarpensjón fáa 30.000 krónur meira útgoldið árliga soleiðis, at tey fáa somu upphædd sum tey, ið fáa meðal fyritíðarpensjón.  Upphæddin verður sjálvsagt mótroknað eftir teimum reglum, sum lógin ásetur. Tað áliggur landsstýrismanninum at skjóta upp, hvussu stórar pensjónsupphæddirnar annars skulu vera eftir broytingina.

 

Tað ber ikki til í skrivandi stund at siga við vissu, hvat uppskotið fer at kosta lands­kassanum. Tað eru umleið 530, ið fáa lægstu avlamispensjón í dag, men er ymist, hvussu umstøður teirra eru. Um øll 530 fáa útgoldið 30.000 krónur oman á verandi upphædd, fer uppskotið at kosta umleið 16.000.000 krónur. Men tað verða langt frá øll, sum fáa allar 30.000 krónurnar útgoldnar, og fleiri fara einki at fáa. Men ber ikki til at áseta kostnaðin við vissu vegna vantandi hagtøl.

 

Fíggingin kann fáast til vega við at raðfesta inntøkur landskassans soleiðis, at tey lægstløntu eisini fáa part í hesum. Tí eiga allar útreiðslur, sum standast av at seta hetta uppskot í verk, at fíggjast beinleiðis úr landskassanum.

 

Viðmerkingar til einstøku greinarnar:

Ad § 1) Viðbótin til lægstu fyritíðarpesjón hækkar, bæði fyri støk og fyri hjún.

 

Galdandi áseting um, at upphæddirnar í § 3 eru fyri ár 2002, verður sostatt ikki longur galdandi fyri viðbótina til lægstu fyritíðarpensjón, men verður ikki strikað, tá hon gevur upplýsing um støddina á upprunaligu upphæddunum, og frá nær hesar vóru galdandi. Soleiðis ber til at rokna seg fram til, hvussu ofta upphæddirnar eru javnaðar.

Ásetingin verður tí bara broytt soleiðis, at hon ger undantak frá viðbótini til lægstu fyritíðarpensjón.

 

Ad. §§ 2 og 3) Hóast lógin kemur í gildi, tá hon er kunngjørd, so fáa hækkingarnar í viðbótini virknað fyri útgjaldingina av veitingum fyri 1. januar 2007.

 

1. viðgerð 21. mars 2007. Málið beingt í trivnaðarnevndina, sum tann 27. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Finnur Helmsdal hevur vegna Tjóðveldisflokkin hevur lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð 21. mars 2007 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 28. mars og 11., 18, og 27. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen og Alfred Olsen) ásannar, at neyðugt er við munagóðum tiltøkum til tess at betra um umstøðurnar hjá fólki við skerdum arbeiðsførleika, tá tað snýr seg um arbeiðsmøguleikar og inntøkuviðurskifti. Serliga er hetta átrokandi fyri fyritíðarpensjónistar við lægstu pensjónsveiting.

 

Landsstýrismaðurin hevur boðað nevdini frá, at landsstýrið arbeiðir við eini ætlan, sum við proaktivum tiltøkum skal skapa betri arbeiðs- og inntøkumøguleikar fyri fólk við skerdum arbeiðsførleika. Hesum tekur meirilutin undir við.

 

Hetta kundi verið gjørt við at raðfesta, so at arbeiðsmarknaðardeildin á Almannastovuni verður styrkt við øktari arbeiðsorku.

 

Meirilutin heldur eisini, at landsstýrið átti at álagt almennum stovnum at verið virknir á hesum øki við m.a. at ásett, at almennir stovnar yvir eina ávísa stødd áttu at sett í starv eitt ávíst tal av starvfólkum við skerdum arbeiðsførleika.

 

Samstundis heldur meirilutin, at landstýrið eigur at taka starvsfólk við skerdum arbeiðsførleika við í almenna setanar- og uppsagnarpolitikkin, soleiðis at serlig atlit verða tikin til hesi starvsfólk í almenna starvsfólkapolitikkinum.

 

Eisini kundu broytingar verðið gjørdar í almannapensjónslógini, so at fyritíðarpensjónistar við lægstu pensjónsveiting kunnu fáa meira burturúr lønandi vinnu, við at inntøkumarkið verður hækkað og mótrokningin í pensjónini av aðrari inntøku verður minkað úr 60 niður í 30%.

 

Landsstýrismaðurin hevur boðað frá, at hann arbeiðir við einari ætlan at finna rúm fyri at hækka gjaldið til lægstu fyritíðapensjónistar yvir 2 ár, so tað kemur á sama støðið sum miðal avlamispensjónin.

 

Meirilutin er komin eftir, at treytirnar fyri, hvørjum stigi fyritíðarpensjón verður givin, eru ikki eins fyri fólk yvir og undir 60 ár. Hetta heldur meirilutin er óheppið. Meirilutin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at taka hesi viðurskifti upp í sambandi við broytingar í pensjónslóggávuni.

 

Við hesum átøkum heldur meirilutin, at lægsta fyritíðarpensjónin hevði verið eitt gott ískoyti til fólk við skerdum arbeiðsførleika, og tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið. 

 

Minnilutin (Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk og Bill Justinussen) tekur fult undir við tí, sum meirilutin mælir til viðvíkjandi betran av arbeiðs- og inntøkumøguleikunum hjá fólki við skerdum arbeiðsførleika. Minnilutin er eisini samdur við meirilutanum, tá tað ræður um skerdan arbeiðsførleika í mun til almennan starvsfólkapolitikk, eins og minnilutin vil mæla landsstýrismanninum til sum skjótast at broyta lóggávuna soleiðis, at fyritíðarpensjónistar fáa meiri burturúr lønandi vinnu, hetta m.a. við at broyta mótrokningarprosentið úr 60 niður í 30.

 

Hinvegin dugir minnilutin ikki at skilja, at tey átøk, mælt verða til at seta í verk, kunnu nýtast sum umbering fyri at mæla tinginum til ikki at taka undir við málinum. Minnilutin sær als onga forðing fyri, at fólk við lægstu fyritíðarpensjón fáa hægri veiting, sjálvt um landsstýrismaðurin eisini fer at arbeiða við teimum átøkum, sum mælt verða til. Tað ber væl til at styrkja Arbeiðsmarknaðardeildina á Almannastovuni, at áleggja almennum arbeiðsplássum at taka fleiri fólk við skerdum arbeiðsførleika í starv, at menna almenna starvsfólkapolitikkin soleiðis, at hesin í størri mun rúmar tørv og viðkomandi treytir hjá fólki við skerdum arbeiðsførleika.

 

Minnilutin sær tann meginvansan við ætlanunum hjá landsstýrinum í hesum máli, at tær fara ikki at bøta um og merkjast fyrr enn um nøkur ár. So leingi, heldur minnilutin ikki, at tingfólk kunnu lata fólk við lægstu fyritíðarpensjón bíða. Minnilutin heldur, at tey longu hava bíðað nóg leingi.

 

Minnilutin minnir á, at vit hava umleið 530 fólk, sum fáa lægstu fyritíðarpensjón. Tey, sum eru ringast stødd av hesum 530 fólkunum, fara ikki at teljast millum tey lutvíst fáu, sum tað fer at eydnast at fáa út aftur á arbeiðsmarknaðin.

 

Undir viðgerðini av málinum varð mælt nevndini til ikki at fremja broytingar í avlamisstigunum, men heldur velja at hækka upphæddina, sum tey við lægstu fyritíðarpensjón fáa. Upplýst varð, at í Danmark varð henda upphæddin hækkað við 28.000 krónum árliga í 2005. Sjálvsagt verður upphæddin mótroknað, um onnur inntøka er. Tá endamálið við uppskotinum er at hækka upphæddina, sum fólk við lægstu fyritíðarpensjón fáa, kann minnilutin taka fult undir við nevnda tilmæli.

 

Minnilutin loyvir sær at minna á, at bæði landsstýrismaður og ting hava verið væl vitandi um henda trupulleika í longri tíð. Fyrst settu tjóðveldistingfólk landsstýrismanninum fyrispurning um skiftisupphæddina, sum hvarv, hóast hon var játtað sum endurgjald fyri tann órætt, sum fleiri við lægstu fyritíðarpensjón vóru fyri, tá pensjónslógin varð broytt ár 2000, men tað vildi landsstýrismaðurin einki gera við. Síðan legði sama tingfólk fyri tingið lógaruppskot, ið var meinlíkt tí, vit viðgera í dag. Tá feldi tingið uppskotið eftir tilmæli landsstýrismansins, og eisini hesuferð ger tingið landsstýrismanninum eftir vild.

 

Vit í minnilutanum vita, at so at siga alt tingið tekur undir við uppskotinum, men at tað verður felt, tí meginreglan um, at andstøðuuppskot mugu ikki vinna fram, má og skal fylgjast. Minnilutin harmast um, at tingið vil nýta eitt so viðbrekið mál til slíkt. Minnilutin loyvir sær at minna tingið á, at hetta málið snýr seg um teir føroyingar, sum eru allar lægst løntir.

 

Minnilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtingið til at samtykkja tað. 

 

2. viðgerð 30. apríl 2007. §§ 1, 2 og 3 fullu 6-0-15. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.