77 Uppskot til  samtyktar um berghol millum bygdirnar Funning og Gjógv

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 2. mars, legði Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Løgtingið heitir á landsstýrismannin í vinnumálum (í undirstøðikervismálum) at skipa so fyri, at veruligar fyrireikingar verða gjørdar soleiðis, at farast kann undir at gera berghol ímillum bygdirnar Funning og Gjógv í Eysturoy. Í fyrstu atløgu ræður um, at sett verður av fíggjarorka á fíggjarlógini 2008, ella í eykajáttanarlóg fyri tað soleiðis, at neyðugar kjarnuboringar kunna gerast í økinum, har ætlaða linjuføringin er. Á heysti 2004 varð mett, at tørvur var á umleið 300.000 krónum til hetta fyrireikingararbeiðið. Bergholið sjálvt varð annars mett at kosta á leið 90-110 milliónir krónur.

 

Viðmerkingar:

Allir føroyingar, sum lurta eftir útvarpinum í vetrarhálvuni, eiga at vita um trupulleikarnar, sum fólkið norðuri við Gjógv búleikast undir, tá ið tað ræður um flutning til og frá bygdini. Ávaring er um ring, vandamikil ella eingi koyrilíkindi næstan hvønn dag í hálendinum har norðuri.

 

Á vári 2002 samtykti Løgtingið at gera forkanningar til bergholsgerð ímillum Funning og Gjógv og ímillum Øravík og Fámjin. Hálv millión varð sett av, men sambært roknskapi landsins fyri 2002 vóru bara brúktar kr. 211.000 til endamálið.

 

Gjáar Kommuna (sum tá var sjálvstøðug kommuna) var á fundi við Landsverk á sumri 2003, har løgd varð fram ein fyribils ætlan og útkast til tunnilsføring ímillum grannabygdirnar báðar, Funning og Gjógv. Landsverk gjørdi á fundinum vart við, at nærri kanningar máttu gerast av lendinum, og hetta skuldi gerast við trimum kjarnuboringum, ið skuldu vísa dygdina í tilfarinum, har ætlanin var, at bergholið skuldi vera.

 

Umboðini fyri táverandi Gjáar kommunu tóku fult undir við hesum, og avtalað varð síðani, at Landsverk skuldi heita á játtandi myndugleikarnar, at fáa neyðuga peningin (umleið kr. 300.000) settan av á fíggjarlógini til endamálið.

 

Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2004 varð einki sett av til endamálið, og í 2005 varð heldur einki sett av. Hartil er at siga, at andstøðutinglimir fleiri ferðir hava roynt at sett málið á skrá, eisini í fíggjarlógarhøpi, men higartil er tað fallið hvørja ferð. Tó við vaksandi undirtøku. Seinast, fyri jól 2006, fall tað knípið, við atkvøðunum 14-18.

 

Hendan verkætlanin má og skal raðfestast. Hon er alneyðug, skal Gjáar bygd verða lív lagað. Ferðsluviðurskiftini eru ótolandi ein alt ov stóran part av árinum. Bygdin er annars, sum tey flestu vita, eitt støðugt vaksandi ferðamannamál, bæði fyri føroyingar og útlendingar, í so máta ein perla, bæði á sumri og vetri. Vandin og óttin, sum er um hesa farleið á vetrardegi, eru ikki hóskandi í nútíðarsamfelagnum, og ger tað næstan ómøguligt, at reka skipað vinnulív í bygdini, soleiðis sum gjáarfólk annars hava roynt tað á ymsum vinnumótum.

 

Í skrivi til Gjáar kommunu skrivar Oyvindur Brimnes hin 15. desember 2004, at peningurin, sum varð ætlaður til forkanningarnar í 2002, ikki varð nýttur, harvið fall hann inn aftur í landskassan, tvs. at fyri hesa verkætlanina var hann burtur. Annars boðar hann í sama skrivi frá, at soleiðis sum hendan samgongan tá raðfesti, so vóru eingi útlit fyri nøkrum tey næstu 5 árini. Hvaðani hann hevur hesa raðfestingina, vita vit ikki, men hann staðfestir í hvussu er, at sambært hesi raðfesting verða ongar kanningar gjørdar í bergholslinjuni ímillum Funning og Gjógv.

 

Sambært skitsuprosjektinum, sum gjørt er um sambandið ímillum grannabygdirnar, snýr verkætlanin seg um 960 metrar av vegi í Funningi, 1800 metrar av bergholi og 1150 metrar av vegi Heimi í Dal, gjáarmegin. Ætlanin er, at tunnilin verður tvísporaður, tað er einasta rætta loysnin í dag, og fyribilsmetingin um kostnað er umleið 90 – 110 milliónir krónur. Tá er hædd tikin fyri øllum galdandi trygdarkrøvum.

 

Neyðugt er í fyrstu atløgu, at Løgtingið samtykkir hesa áheitanina á landsstýrismannin, soleiðis at hann fær sett neyðugu játtanina á fíggjarlógaruppskotið fyri 2008, ella fyri tað á eykajáttanarlóg, fyri at neyðugu kanningarnar av jarðfrøðini í økinum kunna gerast, soleiðis at greiði fæst á, hvar kjarnur skula borast. Eftir tað ber til at kortleggja jarðfrøðina neyvari, fyri at endaliga kann farast undir at leggja linjuføringina og gera verkætlanina, sum eigur at fáa fyrstu raðfesting, nú tá ið samferðsluætlan verður gjørd fyri allar Føroyar.

 

Vónandi tekur Løgtingið undir við uppskotinum, sum átti eina játtan inni á fíggjarlógini fyri nógvum árum síðani, men sum ikki varð brúkt, og harvið varð burtur. Nú er tíðin  komin til at endurjátta hesa upphæddina, sum í fyrstu atløgu snýr seg um fyrireikingar til eina verkætlan um tunnilsgerð ímillum bygdirnar Funning og Gjógv í Eysturoy.

 

Annars liggja øll skjølini, sum eru fingin til vega ígjøgnum alment innlit í málið frá Landsverki, við uppskotinum sum fylgiskjøl.

 

Skjøl:

1. Skjalainnlit frá Landsverki

2. Kort

3. Kort

 

1. viðgerð 22. mars 2007. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 30. apríl 2007 legði fram soljóðandi

 

Álit

                                                                               

Tjóðveldisflokkurin  hevur lagt uppskotið fram 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð 22. mars er tað beint vinnunevndini.

 

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundum 12., 19. og 26. apríl 2007. Nevndin hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum og embætisfólk, umboð fyri landsverk og við staðkend fólk frá Gjógv.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Henrik Old, Johan Dahl, Jørgen Niclasen, Heðin Zachariasen og Gerhard Lognberg) ger vart við, at landsstýrið er byrjað upp á fíggjarlógaruppskotið fyri 2008. Í tí sambandi verður peningur avsettur til kjarnuborðingar, sum Landsverk vísir á, til tunnil millum Funning og Gjógv. Tískil sær meirilutin onga meining í at samtykkja fyriliggjandi uppskot.

 

Minnilutin (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) førir fram, at málið snýr seg um, at tingið heitir á landsstýrismannin í vinnumálum um at fara undir fyrireikingar at gera berghol millum bygdirnar Funning og Gjógv. Í fyrstu atløgu snýr tað seg um gerð av kjarnuboringum, sum játtan var til á fíggjarlógini í 2002, men tá ið einki hendi í málinum í játtanarárinum, fall upphæddin inn aftur í landskassan. Hetta uppskotið er eisini ein roynd at fáa neyðugu játtanina til høldar í komandi ári.

 

Meirilutin skjýtir seg undir, at fíggjarlógargerðin fyri komandi ár er so væl á leið komin, at hann longu nú kann staðfesta, at neyðugi peningurin verður settur av til fyrireikingarnar. Um tað er orsakað av hesum uppskotinum ella ikki, er ikki gott at vita, men hetta stendur í grellari andsøgn til viðgerðina av sama máli í fleiri syftum hesi seinastu árini. Har tað ikki hevur verið møguligt at fingið undirtøku fyri eini neyðugari loysn á sambandinum millum Gjáar bygd og restina av landinum. Í dag er bygdin, á vetri í hvussu er, tann bygdin á meginlandinum, sum hevur størstar trupulleikar av sínum vegasambandi.

 

Tá ið meirilutin í álitinum kemur til niðurstøðuna, at hann onga meining sær í at samtykkja uppskotið, orsakað av tí, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2008 longu er komið so langt inn í detailviðgerðina, at gjártunnilin er vorðin nágreinaður partur av hesum, so kann hetta ikki vera annað enn undanstøkkandi skemt. At vera framman fyri sína tíð hevur nú ikki akkurát eyðkent hesa samgonguna, og løgið skuldi tað verið, um landsstýrið liggur inni við einum fíggjarlógaruppskoti longu í apríl mánaði, sum skal galda fyri næstkomandi árið.

 

Minnilutin mælir tinginum til at síggja burtur frá hesi undanførslu og heitir staðiliga á tingfólk um at atkvøða fyri uppskotinum.

 

2. viðgerð 2. mai 2007. Uppskot til samtyktar fall  9-0-11. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.