76 Uppskot til  løgtingslóg um keyp av nýggjari kt-heildarskipan til Almannastovuna

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 2. mars, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um keyp av nýggjari kt-heildarskipan til Almannastovuna


 

§ 1. Landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum verður heimilað at gera avtalur um keyp av nýggjari kt-heildarkipan til Almannastovuna.

Stk. 2. Útreiðslurnar til fyrra partin av kt-heildarskipanini og verkætlanarleiðslu kunnu í mesta lagi vera 18 mió. kr.

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. desember 2009.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Orsøkin til løgtingslógaruppskotið

Kunningartøkniliga støðan hjá Almannastovuni er í løtuni ikki nøktandi. Bæði í mun til at samskifta við búskaparskipanir landsins, at veita politisku myndugleikunum hagtøl og harvið betri avgerðargrundarlag, at lúka krøv til kt-trygd, og ikki minst í mun til at veita borgaranum eina betri og meira tíðarhóskandi tænastu, er Almannastovan kunningartøkniliga eftirbátur. Tørvurin at fáa betra um hesi viðurskifti er tí stórur.

 

Orsøkin til lógaruppskotið er tí í fyrsta umfari at fáa bøtt um hesa støðu. Haraftrat hevur  Løgtingið eftirlýst eina samlaða ætlan fyri kt-virksemi hjá Almannastovuni.

 

Endamálið við lógini

Endamálið við lógini er at tryggja, at málið fær eina nøktandi politiska viðgerð.

 

Harnæst er henda lóg í samsvari við játtanarskipanina, har meginreglan er, at størri íløgur, ið fevna um meira enn eitt fíggjarár, skulu leggjast fyri Løgtingið sum uppskot til verklagslóg.

 

Í niðanfyristandandi viðmerkingum til lógaruppskotið verður ætlan landsstýrismansins við verkætlanini lýst nærri.

 

Stutt innlit í málið

Verandi viðskiftafólkaskipan (VFS) á Almannastovuni er ment í tíðarskeiðnum 1998-2000, og var upprunaliga ætlað at vera ein heildaravgreiðsluskipan, sum skuldi avgreiða tær veitingar, sum Almannastovan umsitur.

 

Viðskiftafólkaskipanin varð tó ongantíð liðug, tí at eingin játtan var til menningina av øllum tættunum í skipanini. Viðskiftafólkaskipanin er sett saman av eini journal- og málsviðgerarskipan og eini útgjaldsskipan fyri umsiting av fólka- og fyritíðarpensjónum, meðan umsitingin av dagpengum og barnapengum ikki er partur av hesi skipan. Umsitingin av dag- og barnapengum verður í staðin umsitin í einari skipan, ið upprunaliga varð ment í 1986, og sum á ongan hátt livir upp til krøvini í ár 2007. Forsorg og stuðul til uppihaldspengar verða í dag partvíst umsitin í viðskiftafólkaskipanini. Umsitingin av krøvunum til arbeiðsgevararnar fyri 1. og 2. sjúkrafráverudag er ikki partur av nakrari skipan í dag.

 

Á heysti 2004 varð aftur roynt at fáa gongd á at liðugtgera viðskiftafólkaskipanina. Í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2005 vórðu 2 mió. kr. settar av til at víðka skipanina til eisini at fevna um dag- og barnapening. Mett varð, at nevnda upphæddin rakk til fyrsta stigið, og at tað tí fór at verða neyðugt við meirjáttan til endamálið tey næstu árini.

 

Peningurin varð tó ikki játtaður. Løgtingið ynskti at fáa eina heildarætlan fyri samlaða kt-kervið hjá Almannastovuni. Á vári 2005 samtykti Løgtingið at játta 800.000 kr. í eykajáttan til Almannastovuna, ið skuldu nýtast til at gera eina forkanning; eina tørvsmeting og kravfesting av eini heildarskipan fyri alt virksemið hjá Almannastovuni. Forkanningin skuldi síðani nýtast til at gera uppskot til eina verklagslóg.

 

Henda forkanning er nú tøk, og er grundarlagið fyri einari samlaðari ætlan fyri einari heildarætlan fyri Almannastovuna, har hetta lógaruppskotið fevnir um 1. part av hesi ætlan.

 

Yvirskipaða ætlanin við tí samlaðu kt-heildarskipanini er at geva øllum viðskiftabólkum hjá Almannastovuni – borgarum, øðrum almennum stovnum og politikarum – eina betri, tryggari og meiri tíðarhóskandi tænastu, sum livir upp til tey krøv, ið verða sett til stovnin. Men eisini fer Almannastovan við einari kt-heildarskipan at fáa eina munabetri og einsháttaða fyrisiting. Ætlanin er tískil eisini í samsvari við Visjón 2015 ætlanina hjá landsstýrinum, har málið er miðvíst at talgilda almennu fyrisitingina, soleiðis at borgarin avgreiðir øll síni viðurskifti við tað almenna talgilt. Somuleiðis fer kt-heildarskipanin at hava við sær, at Føroyar kunnu fáa almannahagtøl, ið eru sambærilig við evropeisk og norðurlendsk hagtøl, og í øllum lutum liva upp til ESSPROS-standardin, ið er tann hagtalsstandardur, ið verður nýttur í ES-londum og Norðurlondum. 

 

Nýggja kt-heildarskipanin hjá Almannastovuni er stórætlað og framskygd í øllum lutum. Hon er ein strategisk íløga í almannaverkið og verður eitt høvuðsamboð í øllum almannapolitikkinum frameftir.

 

Fyri innanhýsis fyrisitingina á Almannastovuni kunnu av ítøkiligum fyrimunum nevnast, at flest allar mannagongdir gerast sjálvvirkandi, at størri nytta fæst burtur úr starvsfólkatilfeinginum, at umsitingarligu kjarnuøkini hjá Almannastovuni verða styrkt, og at málsviðgerðin gerst einsháttað. Tilsamans fer hetta at geva eina munabetri og tænastuliga fjølbroyttari Almannastovu.

 

Fyri borgaran er tann fyrimunur, at málsviðgerðin fer at verða upplivað eins, uttan mun til hvørja tænastu tørvur er á. Harumframt verða allar upplýsingar tøkar á einum staði, og borgarin fer tískil at uppliva Almannastovuna sum eina heild við einum minni, og fer í nógv størri mun sjálvur at kunna avgreiða og fáa innlit í egin persónlig mál. Tilsamans fer hetta at geva eina skjótari, betri og fjølbroyttari tænastu.

 

Fyri miðfyrisitingina og politiska myndugleikan kunnu av ítøkiligum fyrimunum nevnast, at øll týðandi viðurskifti á almannaøkinum verða skrásett í talgildum formi, og at alt skrásett tilfar verður viðgjørt við atliti til at lúka hagtalslig krøv, og at skipanin – við sínum simuleringum, prognosum og hagtølum – verður ein avgerandi kelda til løgtingsfíggjarlógararbeiðið á almannaøkinum. Harumframt verður skipanin – í samskifti við aðrar talgildar skipanir hjá landinum – grundarlagið undir einari leiðslukunningarskipan fyri almannaverkið. Harvið kann politiska viðgerðin og støðutakanin kjølfestast á einum haldgóðum og veruligum dátugrundarlagi.

 

Av tí at nýggja KT-heildarskipanin verður rættiliga víðtøkin, verður miðað ímóti at 1. partur av kt-heildarskipanini, sum henda verklagslóg fevnir um, nøktar tann tørv, sum er neyðugur í løtuni. Tað snýr seg um at liva upp til krøvini í persónsdátulógini, roknskaparreglugerðini, og viðmerkingunum frá landsgrannskoðaranum. Haraftrat snýr hesin partur seg um fáa eitt einsháttað kt-umhvørvi, har allir brúkarar arbeiða í eini og somu skipan, og sum hevur tey neyðugu markamótini við aðrar skipanir hjá tí almenna, harav serliga búskaparskipanir landsins[1]. Hesin partur nøktar serliga innanhýsis tørvin, tvs. Tað, sum fyrisitingin á Almannastovuni serliga fær ágóðan av.

 

Í seinra partinum av verkætlanini, ið ætlanin er at fáa játtan til við nýggjari verklagslóg, tá 1. partur er liðugur, er ætlanin at menna tann partin av skipanini, sum gevur viðskiftafólkum talgildar tænastur umvegis alnetið, sum gevur politikarum, hagtalsgranskarum og øðrum áhugaðum eina beinleiðis atgongd til hagtøl til stóran part av almannaverkinum, og sum eisini gevur fyrisitingini hjá Almannastovuni talgildar verkgongdir. Hesin partur nøktar serliga uttanhýsis tørvin, tvs. tørvin sum uttanhýsis áhugað hava til skipanina.

 

Tíðarætlan

Verður lógaruppskotið samtykt, er ætlanin at fara undir útboð av skipanini beinanvegin við tí fyri eyga at fáa í lag eina avtalu við veitara í 2007. Væntandi tekur tað 3 ár at menna og seta í verk 1. part av verkætlanini, soleiðis at hesin partur verður liðugur við ársenda 2009. Ætlanin er, at annar partur av verkætlanini skal taka 2 til 3 ár at gera lidnan.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Endaligar samráðingar hava ikki verið við nakran veitara um eina kt-heildarskipan til Almannastovuna, men út frá eini kanning av undanførleika (prekvalifikasjón) á marknaðinum, samantvinnað við eini meting av innanhýsis verkætlanarkostnaðinum, fer verkætlanin í síni heild at kosta 36 mió. kr. Peningur er ikki játtaður til endamálið á fíggjarlógini fyri 2007, og tískil verður neyðugt við eini eykajáttan til hesa verkætlan.

 

Inniverandi verklagslóg er tó einans fyrri partur av verkætlanini og fer at kosta 18 mió. kr. – íroknað innanhýsis verkætlanarkostnað. Av útreiðslunum til fyrru helvt av verkætlanini fella 6 mió. kr. til gjaldingar í 2007, 6 mió. kr. í 2008 og 6 mió. kr. í 2009. Í verkætlanum sum hesari verður ein gjaldsætlan fastløgd í sáttmálanum, sum endurspeglar ætlaðu tíðirnar fyri, nær veitingarnar skulu vera veittar. Um so er, at veitarin ikki yvirheldur avtalaða framdráttin, verður peningur afturhildin, til arbeiðið er veitt.

 

Í talvuni niðanfyri eru útreiðslurnar býttar á mótulir fyri ávikavist fyrra og annan part.

 

Mótul, fyrri partur

18.000.000

 

Mótul, annar partur

18.000.000

Fáa alt virksemið í somu skipan

Rammuskipan/portalur

Nøkta øll trygdarkrøv

Veitingar/útgjaldsskipanir

Journalskipan

Útbúgving

 

 

CRM-skipan

Dátuvøruhús

On-line borgaratænastur

Talgildar verkgongdir

 

 

Mótulini eru nærri útgreinað í fylgiskjali 1.

 

Íroknað ta samlaðu upphæddina er eisini innanhýsis verkætlanarkostnaður, t.e. tær innanhýsis útreiðslurnar, sum eru við at stýra einari tílíkari verkætlan. Tað ber ikki til at útgreina neyvt, hvussu stórur partur verður innanhýsis verkætlanarkostnaður, av tí at tað valdast, hvussu uppbýtið av uppgávunum millum veitara og Almannastovuna verður. Vanligt er tó, at henda upphædd liggur um 10-15% av tí samlaðu upphæddini.

 

Árligu rakstrarútreiðslurnar verða, tá skipanin verður tikin í nýtslu, eftir at 1. partur er liðugur við ársenda 2009, 3,5 mió. kr. til starvsfólk, uppstigingar, viðlíkahald og víðarimenning. Av tí at nýggja kt-heildarskipanin avloysir aðrar skipanir, sum í dag verða víðlíkahildnar og umsitnar á Almannastovuni, er her talan um rakstrarútreiðslur, sum koma í staðin fyri tær útreiðslur, sum í dag verða brúktar til at viðlíkahalda og umsita núverandi skipanir.

 

Skipanin kemur at fremja ein skynsamari rakstur. Í 1. parti av verkætlanini fer hetta at síggjast við, at allar upplýsingar eru tøkar á einum staði, og at málsviðgerðin verður einsháttað. Tá 2. partur er settur í verk, fer hetta at síggjast við, at borgarin sjálvur skal taka sær av ávísum tænastum. Sjálvvirkandi sjálvavgreiðsluskipanir og talgilt dátuflutningssamskifti við skipanir hjá triðjapørtum fara at gera eina slíka effektivisering gjørliga.

 

Løgtingslógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunur, vinnu ella serstøk økir í landinum.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Umsitingarliga fer lógin at gera tað møguligt at gera bindandi avtalur tvørtur um fíggjarár, har krøvini til játtan eru kend frammanundan, soleiðis at trygd er fyri, at arbeiðið við framhaldandi talgilding av almannaverkinum kann byrja og ikki steðgar upp.

 

Tá 1. partur av skipanini er farin at virka, og flest allar upplýsingar úr almannaverkinum eru tøkar á einum staði, lýkur Almannastovan øll myndugleikakrøv til kt, og hevur eina og somu skipan til alt virksemið hjá stovninum.

 

Tá øll skipanin er tikin í nýtslu, tvs. tá 2. partur eisini er í rakstri, verða møguleikar hjá avvarðandi myndugleikum at hava yvirlit yvir virksemið og støðuna í almannaverkinum, t.d. hvussu útreiðslurnar til ávísar veitingar eru í einum ávísum tíðarskeiði. Eisini verður møguligt hjá borgarum at avgreiða egnar tænastur umvegis alnetið, og fer hetta at kunna frígeva orku í umsitingini á Almannastovuni  til at veita eina enn betri tænastu til almenningin. Haraftrat fara talgildar verkgongdir at standardisera og skunda undir málsviðgerðina á stovninum.

 

Løgtingslógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar fyri  vinnu, serstøk økir í landinum ella borgaran.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar avleiðingar.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.
 

Sosialar avleiðingar

Tá skipanin er farin at virka, hevur hon jaligar sosialar avleiðingar fyri borgarar í síni heild, av tí at uppskotið hevur við sær, at góðskan á tænastuni, sum borgarin fær frá almannaverkinum, verður betri og meiri tíðarhóskandi.

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

 

Fyri landið/ landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri
pláss/øki í landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

(Ja)

 

 

Ummæli

Uppskotið hevur verið til løgfrøðiliga eftirkannan í Innlendismálaráðnum. Innlendismálaráðið hevði hesa rætting:

 

Sambært viðmerkingunum er ætlanin at nýta 6 mió. kr. í 2007, 6 mió. kr. í 2008 og 6 mió. kr. í 2009. Hetta eigur at framganga  av lógartekstinum í uppskotinum.

 

Hetta er ikki tikið til eftirtektar.

 

Lógaruppskotið hevur annars verið til hoyringar hjá Vinnumálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Almannastovuni.

 

Hoyringssvar kom frá Almannastovuni og seinni eisini Fíggjarmálaráðnum.

 

Almannastovan hevði hetta ískoytið til viðmerkingarnar undir umsitingarligum avleiðingum: ”…og fer hetta at kunna frígeva stóra orku í umsitingini á Almannastovuni”.

 

Hetta ískoytið er tikið til eftirtektar í lógaruppskotinum.

 

Fíggjarmálaráðið mælti í sínum hoyringsskrivi til, at “dagfestingin fyri at seta lógina úr gildi verður útsett eitt ár til 31. desember 2010, so hædd verður tikin fyri møguligum seinkingum av verkætlanini.” Eisini mælti Fíggjarmálaráðið til “at nevna, at eingin játtan er tøk til endamálið í fíggjarlógini fyri 2007, og at tað tískil verður neyðugt við eykajáttan. Eisini verður mælt til at útgreina, hvussu stórar útreiðslurnar til verkætlanarleiðslu vera mettar til at verða. Viðvíkjandi metingini av árligu rakstrarútreiðslunum vantar at fáa staðfest, um hetta er at rokna sum meirútreiðslur av nýggju kt-heildarskipanini, eftirsum Almannastovan, sum er, hevur starvsfólk og kt-starvsfólk sum arbeiða við verandi kt-skipanum.”

 

Almanna- og heilsumálaráðið hevur tikið tær flestu av hesum viðmerkingum til eftirtektar og útgreinað hetta í lógaruppskotinum. Almanna- og heilsumálaráðið hevur tó valt ikki at taka viðmerkingina viðvíkjandi dagfestingini fyri, nær lógin skal setast úr gildi, til eftirtektar, men hevur í staðin í viðmerkingunum til lógaruppskotið greitt frá, hvussu ein møgulig seinking verður handfarin.

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Stk. 1 í lógargreinini gevur landsstýrismanninum heimild at gera avtalur um keyp av eini kt-heildarskipan til Almannastovuna. Mett verður, at samlaða upphæddin fyri báðar partar av kt-heildarskipanini verður 36 mió. kr., harav 1. partur, sum biðið verður um játtan til í hesari verklagslóg, fevnir um 18 mió. kr.

 

Her verður ásett, at heimildin hjá landsstýrismanninum eisini fevnir um, at útreiðslur til verkætlanarleiðslu verða fíggjaðar sum partur av tí upphædd, sum verður játtað.

 

Í stk. 2 verður ásett, hvussu langt heimildin hjá landsstýrismanninum røkkur, t.v.s. hvussu stórar útreiðslurnar til fyrra part av verkætlanini í mesta lagi kunnu verða. Upphæddin er ikki íroknað MVG. Útreiðslur til kt-heildarskipanina er at skilja sum útreiðslur til ritbúnað, verkætlanarleiðslu og neyðugt undirstøðukervi á Almannastovuni annars. Útreiðslur til verkætlanarleiðslu er at skilja sum løn og aðrar útreiðslur, sum standast av at reka verkætlanina.

 

Til § 2:

Gildiskomuregla. Greinin ásetir eisini, nær lógin fer úr gildi. Tískil er heimildin hjá landsstýrismanninum tíðaravmarkað.

 

Hjáløgd skjøl:

Skjal 1: Forkanning – kt-høvuðsskipan á Almannastovuni.


 

[1] Fyri at tryggja, at val av markamóti til búskaparskipanir landsins er í samsvari við ynskini hjá Fíggjarmálaráðnum, hevur stýrisbólkurin í verkætlanini umframt umboð frá Almannastovuni og Almanna- og heilsumálaráðnum eisini havt umboð frá Gjaldstovuni.

1. viðgerð 22. mars 2007. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 27. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð 22. mars 2007 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann  28. mars, 11., 18. og 27 apríl  2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við KT-felagið, landsstýrismannin í vinnumálum, Olav Enomoto, løgtingsmann,  landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum.  

 

Nevndin hevur undir viðgerðini fingið upplýst, at sera stórur munur er á teimum prísum, sum eru innkomnir í sambandi við prekvalifikatiónina. Nevndin er tí ikki sannførd um, at neyðugt er við øllum teimum kr. 18 mió., sum landsstýrismaðurin hevur biðið um.  Nevndin hevur tí valt bara at taka undir eini verkætlan fyri kr. 15. mió. Eyðnast tað ikki landsstýrismanninum, at fáa eina líkinda skipan fyri hesi upphædd, so má hann leggja eitt væl grundgivið broytingaruppskot fyri tingið.  

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

Í § 1, stk. 2 verður ’’18’’ broytt til "15’’. 

 

Við hesum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 1. mai 2007. Broytingaruppskot frá samdari trivnaðarnevnd til § 1 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 3. mai 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-1-1. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 43 frá 08.05.2007