89 Uppskot til  løgtingslóg um at taka fult ræði á uttanríkis-, trygdar- og verjumálum

A. Upprunauppskot
B. Burturvísn

Ár 2007, 2. mars, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Tórbjørn Jacobsen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um at taka fult ræði á uttanríkis-, trygdar- og verjumálum

 

§ 1. Føroya landsstýri tekur beinavegin stig til at fráboða altjóða samfelagnum (Sameindu Tjóðum) støðu føroyinga sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti sambært altjóða rætti, so sum samtykt av Føroya Løgtingi 20. apríl 2001 (løgtingsmál nr. 114/2000), og staðfest í yvirlýsing av Føroya Landsstýri og Danmarkar stjórn 4. apríl 2005.

 

§ 2. Við støði í rættindum føroyinga sum tjóð við sjálvsavgerðarrætti taka føroyskir myndugleikar á seg at gera allar altjóðarættarligar sáttmálar fyri Føroyar, herundir í uttanríkis-, trygdar- og verjumálum.

 

§ 3.  Henda lóg kemur í gildi 29. juli 2007, og samstundis fara úr gildi lóg nr. 80 frá 14. mai 2005 um altjóðarættarligar sáttmálar Føroya Landsstýris at gera og lóg nr 79 frá 12. mai 2005 um málsøki at yvirtaka (yvirtøkulógin).

 

Almennar viðmerkingar

Samstundis sum altjóðagerðin fer um heimin, og landamørkini verða løgd niður, verða garðar laðaðir upp um okkara leiðir, sum forða okkara kappingarføri og okkara menning sum tjóð úteftir.

 

Øllum man standa greitt í dag, at tær nýggju donsku lóggávurnar, ið settar eru í verk fyri Føroyar, hava bundið enn meira fyri møguleikunum hjá føroyingum at virka millum onnur fólk í heiminum.

 

Avmarkingarnar í nýggju lógunum

Tá sonevnda “uttanríkispolitska heimildarlógin” og sonevnda “yvirtøkulógin” vórðu lagdar fram á ting og síðani samtykar av einum meiriluta, skortaði ikki við ávaringum um, at hetta fór at verða afturstig fyri føroysku tjóðina og fyri føroyskar myndugleikar. Tí nú varð fyri fyrstu ferð samtykt ein donsk fatan av einum donskum eindarríki, har Føroyar bert eru samrunnin lutur, og har føroyingar bara eru fulltrúar vegna Danmark á altjóða pallinum. Best er hetta lýst í heitinum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”, sum er tann formligi samleiki, ið vit nú skulu virka undir.

 

Ført varð fram ímóti hesum, at eisini Heimastýrislógin er og var ein stór avmarking – og hesum kunnu sjálvsagt øll taka undir við. Men sjálvt undir heimastýrinum hava føroyskir myndugleikar ongantíð góðtikið avoldaðu fatanina av einum donskum eindarríki, og tískil hava føroyskir myndugleikar javnan sprongt ella sett hol á trongu karmarnar – eitt nú við at samráðast beinleiðis við onnur lond um fiskivinnu- og handilsavtalur og við at stovna NAMMCO, ið er einasti altjóða felagsskapur, har Føroyar eisini í ST eru viðurkendar sum sjálvstøðugur sáttmálapartur.

 

Eingin ivast í dag um, at endamálið hjá donsku stjórnini við nýggju lógunum var at støðga hesi gongd, har ein meiriluti av føroyingum hevur viljað tikið seinastu restirnar av heimastýrisgørðunum niður og traðka út í heim sum eitt sjálvstøðugt land. Tí hava nýggju lógirnar stikað av av nýggjum og sett mørk upp, sum í veruleikanum vóru brotin niður – alt í eini roynd at halda saman upp á onkra ímynd av einum “moderniseraðum heimastýri”.

 

Grundgevingar hava verið skeivar

Tá førdi landsstýrið somuleiðis fram, at vit við nýggju lógunum fóru:

 

-         at kunna skriva undir nýggjan fríhandilssáttmála við Ísland í egnum navni

-         at kunna gerast fullgildugur limur í norðurlendska samstarvinum

-         at kunna gerast limur í EFTA

-         at Føroyar kundu gera seg betur galdandi á altjóða pallinum

-         at vit skuldu fáa veruliga ávirkan og innlit í allar uttanríkispolitiskar avgerðir, ið hava týdning fyri Føroyar.

 

Men nú skjótt tvey ár eru liðin, kann staðfestast, at ávaringarnar vóru rættar, og at talan hevur verið um júst øvugta gongd:

 

-         Fríhandilssáttmálin við Ísland kundi ikki gerast við heimild í nýggju lógunum, men undantak mátti fáast til at venda aftur til gomlu skipanina. Neyvan er nakar ivi um, at sáttmálin við Ísland hevði ongantíð kunnað verðið gjørdur, um hann ikki var liðugur, áðrenn nýggju lógirnar komu í gildi.

-         Tað er staðfest, at serfrøðingar nú sláa fast, at uttanríkispolitiska heimildarlógin beinleiðis forðar fyri, at Føroyar gerast fullgildugur limur í norðurlendska ráðharraráðnum

-         Alt bendir á, at Føroyar kunnu ikki gerast limur í EFTA, men at tað hinvegin bara er “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”, ið kann gerast limur – og tað ber ikki til at gerast partur av EBS-samstarvinum, sum annars hevði verið fremsti vinningur við EFTA-limaskapi.

-         Tað er staðfest, at sjálvt mótvegis Íslandi – sum er tað landið, vit altíð hava samstarvað beinleiðis við í egnum navni og uttan um Danmark – skulu Føroyar nú virka undir donskum flaggi og reglum.

-         Tað er staðfest, at eingin verulig ávirkan ella innlit fæst í uttanríkispolitiskar avgerðir, ið hava týdning fyri Føroyar, um hetta stríðir móti donskum áhugamálum. Eitt nú hevur meirilutin á Løgtingi mótmælt krígnum og hertøkuni í Irak, men tað hevur als onga ávirkan á danska uttanríkis- og verjupolitikkin.

 

 Sostatt ber til at sláa fast: Frælsið til at liva og virka kemur undir strangar avmarkingar, og møguleikarnir fyri at røkka altjóða avtalum, sum vit kundu rokkið sum limur í millumtjóða felagsskapum, fara fyri skeytið. Talan er ikki um nakrar “heimildir”, men í nógv størri mun um avmarkingar í frælsinum at reka politikk úteftir og í møguleikum fyri at røkka altjóða avtalum, sum landsstýrið kundi rokkið, ikki minst sum limur í millumtjóða felagsskapum.

 

Sjálvstøða í altjóða samstarvi er lykilin til menning og vælferð

Stór lond og fólkaríkar tjóðir hava fyrr havt tað stevnumið at seta verjugarðar um egnan marknað, egið vinnulív, egna mentan, egnar útbúgvingarskipanir og sosialar skipanir til tess at skapa vælferð fyri borgararnar.

 

Men samstundis hava smátjóðir gjøgnum hálva øld prógvað, at fortreytin fyri at skapa og langtíðartryggja vælferð og menning hjá eini tjóð, er fult altjóða virkisføri. Øll okkara norðurlendsku grannalond eru sum so góð dømir um hetta. Og ikki minst hevur Ísland prógvað – eins og aðrar smátjóðir í heiminum, ið hava tikið fullveldi – at javnstøða í heiminum og førleikin at gera avtalur um øll týdningarmikil mál vegna tjóðina, er fremsta amboðið til at styrkja egnan samleika og mentan og til sosiala, útbúgvingarliga, vinnuliga og búskaparliga menning.

 

Í dag er hendan sannroyndin, sum smátjóðir so leingi hava gjørt sær greitt og virkað eftir, eisini vorðin avbjóðingin hjá teimum stóru og fólkaríku tjóðunum. Sjálvt ikki heimsins stórveldi kunnu í dag halda seg hava nóg mikið í sær sjálvum, men mugu virka á altjóða pallinum gjøgnum avtalur við onnur sjálvstøðug lond til tess at skapa vælferð fyri egnar borgarar.

 

Føroyar lúka longu treytirnar

Føroyar lúka allar treytir til tess at gera altjóða avtalur og at røkja egin áhugamál á altjóða pallinum.

 

Føroyar hava seinastu hálvu øldina nýtt stóra orku at samráðast og samskifta við onnur lond. Ein stórur partur av hesi orku er farin til at samskifta við Danmark um smálutir og óneyðug stríðsmál, og við sjálvstøðu kann hendan orkan leysgevast til veruligt altjóða samskifti og virksemi. 

 

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar

Vit gjalda longu sjálvi fyri alt virksemið, ið hevur við uttanríkisviðurskifti, samráðingar og sendistovuátøk at gera.

 

Neyðugt verður sjálvsagt at skipa eitt veruligt Uttanríkisráð í fyrisitingini, at seta uttanríkisráðharra, og støðugt at seta størri fíggjarligt og starvsligt tilfeingi til at røkja okkara uttanríkis-, verju og trygdarmál.

 

Harumframt eiga fleiri sendistovur at verða settar á stovn. Her kann vísast til tilmælini í Hvítubók um sendistovuvirksemi.

 

Leysliga mett, eigur samlaða játtanin til hesi endamál at økjast við 50-70 milliónum krónum fram til 2012.

 

Men allar royndir siga, at hetta fer at verða vunnið fleirfalt aftur í menningini av okkara vinnuligu, handilsligu og mentanarligu fortreytum.

 

Umframt hetta eiga aðalkonslar at setast í útvaldum londum, sum ongar lønarútreiðslur hava við sær, men bara smávegis útreiðslur til samskifti og skrivstovuhald.

 

Viðmerkingar til einstøku greinarnar

 

Til § 1:

Her verður víst til samtykt Løgtingsins frá 2001 og til yvirlýsing frá donskum og føroyskum myndugleikum um sjálvsavgerðarætt Føroya, og álagt verður, at Føroya Landsstýri fráboðar Sameindu Tjóðum hesa rættarstøðu

 

Til § 2:

Her verður lógarfest, at við støði í sjálvsavgerðarrættinum taka føroyskir myndugleikar sjálvir á seg at gera allar altjóðarættarligar sáttmálar og at hava alt altjóðarættarligt samskifti vegna Føroyar – herundir í uttanríkis-, verju-, og trygdarmálum.

 

Til § 3:

Gildiskoman verður ásett til ólavsøkudag 2007, og samstundis verða lógirnar um altjóðarættarligar sáttmálar og um at taka ræði á málsøkjum settar úr gildi.

 

Á tingfundi 29. mars 2007 setti formaður fram uppskot um at vísa uppskotinum burtur, sambært § 57, stk. 1 í tingskipanini, samtykt 19-0-9. Uppskotið sostatt burturvíst. Málið avgreitt.