1-9 Uppskot til  eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-2

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 2. mars, løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Hergeir Nielsen, Páll á Reynatúgvu, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Tórbjørn Jacobsen, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

 til

eykajáttanarløgtingslóg

fyri mars 2007-2 

 

 

                               § 8.  Almanna- og heilsumál o.a.

 

                                                             A. Yvirlit

  Játtanar yvirlit

  Tús. kr.                                                            Netto                       Útreiðslur               Inntøkur

  Útreiðsluætlan                                                         8.000                          8.000                         -

  Løgu ætlan                                                                    -                                -                          -

  Almannamál                                                                                          8.000                          -

     8.21.6.  Eldri og brekað                                                                           8.000                          -

 

 

                                                           B. Játtanir

                                                                                                                     Útr.            Innt.

                                                                                                                           - Tús. kr. -

    8.21.6.  Eldri og brekað

       21.6.07.  Bjálvingarstuðul, hús hjá pensjónistum                                 J:                  -                   -  

                                                                                                      EYJ:        8.000                  -  

 

Viðmerkingar:

Húsalánsgrunnurin um- og fyrisitur eisini Bjálvingarstuðulslánsgrunnin, Íbúðagrunnin og skipanina við rentustudningi til samansparing til sethúsabygging.
 

Skiftandi landsstýrismenn hava seinastu 6-8 árini boðað frá umskipan av hesum grunnum, men enn røkist einki fyri nakrari loysn.

 

Samstundis er sera stórur tørvur á, at Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fær virkað eftir sínum endamáli, men tað ber ikki til, tí seinasta játtanin, grunnurin fekk, var  2,5 mió.kr. í 2000.

 

Bjálvingarstuðulslánsgrunnurin fekk millum 100 og 120 umsóknir árliga, men

stórt tal av fólki letur nú vera við at søkja, aftan á at tey eru kunnað um, at eingin peningur er tøkur, meðan einar hálvthundrað umsóknir liggja á láni og verða ikki avgreiddar av somu orsøk.

 

Veittar eru hvørjum umsøkjara 80.000 kr. í bjálvingarstuðli til bjálving og tetting, tað veri seg at umvæla og ella skifta vindeygu, úthurð, klædning, tak v.m. íroknað mvg og 30.000 kr. sum orkusparandi tiltøk til endurnýgging av oljufýri, ketli, tanga v.m., íroknað mvg.

 

Vísandi til hækkaða kostnaðarstøðið áttu lánsupphæddirnar at verðið øktar munandi.

 

Umframt at hjálpa veikum inntøkubólkum við at bjálva sær húsini, er sostatt eisini talan um hjálp til orkusparandi tiltøk, sum samfelag okkara so harðliga hevur brúk fyri á fleiri økjum.

 

Lógin um Bjálvingarstuðulslánsgrunnin er partur av lógini um Húsalánsgrunn oa. nr. 118 frá 18. juni 1997. Til ber at játta Bjálvingarstuðulslánsgrunninum eina árliga upphædd, sum so grunnurin umsitur eftir reglunum í lógini.

 

Endamál grunsins er at veita stuðulslán til bjálving og orkusparandi tiltøk til njótandi avlamis-, einkjufólka- og fólkapensjónistar, sum búgva í egnum húsum ella íbúð, og eru hesi at skilja sum hús ella íbúð, ið bara viðkomandi pensjónistur og/ella hjúnafelagi er eigari av.


Bjálvingarstuðulslán eru avdráttar- og rentufrí, eisini um pensjónistur doyr, og einkjan ella einkjumaðurin situr í óskiftum búgvi, sjálvt um viðkomandi ikki er pensjónistur.


Tá ið pensionistur, sum hevur fingið játtað/veitt bjálvingarstuðulslán, doyr, kunnu børn og barnabørn hansara yvirtaka lánið og rinda tað aftur sambært galdandi reglum.

 

Um onnur enn børn og barnabørn hjá pensjónisti yvirtaka hús ella íbúð, sum bjálvingarstuðulslán er játtað/veitt til, skal lánið alt rindast aftur í einum.


Um tann, ið yvirtekur húsini ella íbúðina er pensjónistur, kann loyvi verða givið til, at avdráttar- og rentufrítøka heldur fram.


Tá ið pensjónistur fær varandi uppihald á einum eldrasambýli ella ellis- og røktarheimi, og húsini ella íbúðin hjá viðkomandi verða nýtt av øðrum enn hjúnafelagnum, heldur avdráttar- og rentufrítøkan uppat.

 

Um pensionistur og møguligur hjúnafelagi flyta úr viðkomandi húsum ella íbúð, kann støða takast til, um avdráttar- og rentufrítøkan skal halda uppat.

 

Allar afturgjaldingar, renta og avdráttur, fara beinleiðis í Bjálvingarstuðulslánsgrunnin.

 

Bjálvingarstuðulslán verða tryggjað við upprykkjandi tinglýstum veðrætti í viðkomandi føstu ogn.

Áðrenn umsókn um bjálvingarstuðulslán verður játtað, verða húsini ella íbúðin kannað av metingarfólki Húsalánsgrunsins, sum gera meting um tørvin á bjálvingartiltøkum, uppsett í raðfylgju eftir tørvinum, saman við kostnaðarætlan fyri hvørt einstakt tiltak.

Tað er ein treyt fyri gjalding av bjálvingarstuðulsláni, at metingarfólkini hava váttað, at bjálvingin er gjørd samsvarandi fyriskrivaðum reglum, sum stýrið hevur staðfest í tekniskari reglugerð.

1. viðgerð 21. mars 2007. Løgtingsmálini 1-8, 1-9, 1-10 og 1-11/2007 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 20. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Tingmenninir Høgni Hoydal, Annita á Fríðriksmørk, Tórbjørn Jacobsen, Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Finnur Helmsdal og Páll á Reynatúgvu hava vegna Tjóðveldisflokkin lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð 21. mars 2007 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17. og 19. apríl 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen og Lisbeth L. Petersen)

vísir á, at í sambandi við, at Húsalánsgrunnurin verður niðurlagdur, verður ein triðingur av ognini latin í grunn til alternativa íbúðabygging/bjálvingarstuðul. Meirilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

 

 

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu, Karsten Hansen og Kári P. Højgaard) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

2. viðgerð 24. apríl 2007. Uppskotið fall 8-0-16. Málið sostatt fallið. Málið avgreitt.