Gerðabók
Føroya Løgtings fyri tingsetuna 1999 |
61. fundur |
Leygardagur 4. mars 2000 |
kl. 13.30 |
Ár 2000, leygardagin 4. mars, kl. 13.30, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Jógvan við Keldu, Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard, Flemming
Mikkelsen. Jákup Sverri Kass, Sámal Petur í Grund, Páll á Reynatúgvu, Heini O.
Heinesen og Finnur Helmsdal, landsstýrismenninir Høgni Hoydal, Karsten Hansen, Jørgen
Niclasen, Signar á Brúnni, Finnbogi Arge og Helena Dam á Neystabø vóru ikki á fundi.
Til viðgerðar:
- Framløga.
Formaðurin boðaði frá, at Edmund Joensen, løgtingsmaður, vegna
Sambandsflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 96/1999:
Uppskot til samtyktar um at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot um
bygnaðarbroytingar og privatiseringar/útlisiteringar á Landsverkfrøðingsstovninum og
Strandfaraskipum Landsins, at Alfred Olsen, løgtingsmaður, vegna Sambandsflokkin,
hevur lagt fram tingmál nr.
99/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í ríkislógartilmæli um
fjølmiðlaábyrgdarlóg, at Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, vegna
Javnaðarflokkin, hevur lagt fram tingmál nr. 94/1999:
Uppskot til løgtingslóg um fráboðan í sambandi
við hópuppsagnir, at Henrik Old, løgtingsmaður, vegna Javnaðarflokkin,
hevur lagt fram tingmál nr. 95/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av
fiski, at Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, vegna seg sjálvan og tingmenninar
Finn Helmsdal, Tórbjørn Jacobsen, Jóanis Nielsen, Rúnu Sivertsen, Jákup Sverra Kass
og Jenis av Rana, hevur lagt fram tingmál nr. 67/1999:
Uppskot til samtyktar um løgtingslóg um setan av einum trivnaðar- og heilsuráði, at Løgmaður,
vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 81/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almannamálum,
nr. 82/1999:
Uppskot til løgtingslóg um kommunustýri, nr. 88/1999:
Uppskot til samtyktar um góðkenning av sáttmála um at seta í verk ásetingarnar í
havrættarsáttmála Sameindu Tjóða frá 10. desember 1982 um varðveiting og umsiting
av millumøkja fiskastovnum og víðferðandi fiskastovnum, nr. 90/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning og eftirløn
landsstýrismanna v.m. og nr. 98/1999:
Uppskot til samtyktar um ískoytissáttmála til kvinnusáttmála Sameindu Tjóða, at
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini
nr.
63/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í
tinglýsingini) og nr. 89/1999:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "Anordning om
ikrafttræden for Færøerne af udlændingeloven", at Helena Dam á Neystabø,
landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 12/1999:
Uppskot til løgtingslóg um fyribyrgingarráð og nr. 64/1999: Uppskot
til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um samsýning fyri at ansa eldri og
óhjálpnum heima, at Eyðun Elttør, landsstýrismaður, vegna landsstýrið,
hevur lagt fram tingmál nr. 19/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tiltøk at minka um
tubbaksnýtsluna, at Finnbogi Arge, landsstýrismaður, vegna landsstýrið, hevur
lagt fram tingmálini nr. 65/1999:
Uppskot til løgtingslóg um Menningarstovu, nr. 68/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av
rúsdrekka, nr. 80/1999:
Uppskot til løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi og nr.
83/1999: Uppskot til ríkislógartilmæli um "lov om registrering af rettigheder
over luftfartøjer", at Signar á Brúnni, landsstýrismaður, vegna
landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 69/1999:
Uppskot til løgtingslóg um Mentanargrunn Løgtingsins, nr. 70/1999:
Uppskot til løgtingslóg um eftirskúlar, nr.
72/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya Yrkisskúla
fyri fiskiídnað og havbúnað, nr.
86/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
og nr.
87/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Føroya
Náttúrugripasavn, at Karsten Hansen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið,
hevur lagt fram tingmálini nr. 1-8/1999:
Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2000, nr.
71/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti,
nr. 73/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á
brenniolju, nr. 77/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
(vegskattalógin), nr. 84/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um Landsbanka Føroya, nr. 85/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti, nr. 91/1999:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en
garantifond for indskydere og investorer", nr. 92/1999:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar lóg um íløgufeløg
og serfeløg og nr. 93/1999:
Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om
fondsmæglerselskaber" og at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, vegna
landsstýrið, hevur lagt fram tingmálini nr. 74/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap, nr. 75/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til flutning av
fiski, nr. 76/1999:
Uppskot til løgtingslóg um fiskivinnuráð, nr. 78/1999:
Uppskot til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av makrelstovninum í
landnyrðingspartinum av Atlantshavinum í 2000 og nr. 79/1999: Uppskot
til samtyktar um góðkenning av avtalu um fyrisiting av várgýtandi norðhavssild.
Formaðurin fráboðaði fyrispurningi nr. 100-27/1999
til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi skattligu viðurskiftunum hjá sjómonnum við útlendskum skipum.
Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin 7. mars 2000, kl. 13.30, við hesi
dagsskrá:
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-26/1999
til Finnboga Arge, landsstýrismann, frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, um innflutning
av neytakjøti, og um tiltøk móti rilluskriða.
- Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-27/1999
til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Katrin Dahl Jakobsen, løgtingsmanni,
viðvíkjandi skattligu viðurskiftunum hjá sjómonnum við útlendskum skipum.
- 3. viðgerð av tingmáli nr. 39/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tær kommunalu
fíggjarætlanirnar, ásetan av kommunuskattaprosentinum og kommunalan veðhaldsgrunn v.m.
- 3. viðgerð av tingmáli nr.
40/1999: Uppskot til løgtingslóg um kommunalan láns- og veðhaldsgrunn v.m.
- 2. viðgerð av tingmáli nr.
53-5/1999: Grannskoðan av almennum roknskapum: Postverk Føroya fíggjarárið
1998.
- 2. viðgerð av tingmáli nr. 53-7/1999:
Grannskoðan av almennum roknskapum: Grunnurin fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu
fíggjarárið 1998.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
61/1999: Uppskot til løgtingslóg um endurgjald til kommunur í sambandi við, at
sjóvegis farleiðir hjá Strandfaraskipum Landsins verða lagdar niður.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 53-6/1999:
Grannskoðan av almennum roknskapum: Føroya Jarðargrunnur fíggjarárið 1998.
- 1. viðgerð av tingmáli nr. 58/1999:
Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar
pensjónistar v.fl.
- 1. viðgerð av tingmáli nr.
59/1999: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning
av almannaveitingum.
Málini nr. 58 og nr. 59 verða viðgjørd undir einum.
- Svar uppá fyrispurning nr. 100-21/1999
til Signar á Brúnni, landsstýrismann, frá Jógvan á Lakjuni, løgtingsmanni,
viðvíkjandi summarfrítíðini hjá miðnámsskúlunum.
- Framløga.
Fundur lokin kl. 13.50.
Finnbogi Ísakson
løgtingsformaður
/Marius Rein
skrivar