Trivnašar- og heilsurįš

 

67  Uppskot til  samtyktar um lųgtingslóg um setan av einum trivnašar og heilsurįši

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Nevndarskjųl
D. Įlit
E. 2. višgerš

Įr 2000, 4. mars, lųgdu tingmenninir Pįll į Reynatśgvu,  Finnur Helmsdal, Tórbjųrn Jacobsen, Jóanis Nielsen, Rśna Sivertsen og Jenis av Rana fram soljóšandi

 

Uppskot

til

samtyktar

um lųgtingslóg um setan av einum trivnašar- og heilsurįši

Heitt veršur į landsstżrismannin ķ almanna- og heilsumįlum um, ķ seinasta lagi ķ ólavsųkutingsetuni 2000 at leggja lógaruppskot fyri tingiš um setan av einum trivnašar- og heilsurįši.

Rįšiš skal gera eina śtgreining av fųroyska almanna- og heilsuverkinum og gera uppskot til eina langtķšarętlan viš tķ endamįli at tryggja eitt hųgt og nųktandi stųši į almennu, fųroysku vęlferšartęnastunum. Endamįliš skal vera at hava einfaldar og gjųgnumskygdar skipanir, iš kunnu umsitast ręttartrygt so nęr borgarunum sum gjųrligt.

Heitt veršur į landsstżrismannin um ķ lógaruppskotinum at skjóta upp tal og samanseting av nevndarlimum og at gera śtgreinašan arbeišssetning fyri rįšiš, iš tó ikki skal fevna um bygnašin ķ heilsuverkinum.

Višmerkingar

Seinastu įrini er hópur av frįgreišingum og įlitum komin į tingborš, sum višgera grundarlagiš fyri einum sjįlvstųšugum fųroyskum vęlferšarsamfelag. Ķ hesi tingsetuni hava vit m.a. višgjųrt Hvķtubók, frįgreišingina frį śtbśgvingarnevndini og seinast Caragata-įlitiš.

Men tųrvur er į at fįa eina gjųlliga politiska višgerš av almanna- og heilsuųkinum, sum hevur so alstóran tżdning fyri trygdina og trivnašin hjį ųllum landsins ķbśgvum.

Bęši almanna- og heilsmįl vóršu ķ 1979 yvirtikin eftir § 9 ķ heimastżrislógini, sum hevši viš sęr, at umsitingin fór fram hjį fųroyskum myndugleikum, mešan danski statskassin endurrindaši śtreišslurnar.

Mįlsųkiš og fķggjarliga įbyrgdin eru formliga enn hjį donskum myndugleikum, men Lųgtingiš kann gera lógir viš heimild ķ donskum rammulógum, iš eru samtyktar į Fólkatingi. Ķ veruleikanum hava mįlsųkini veriš umsitin ķ Fųroyum eftir danskari lóggįvu, sum hevur veriš ķ gildi ella er sett ķ gildi ķ fųroyskum lķki. Eingin grundleggjandi višgerš hevur tķ veriš av ųkinum ķ sķni heild.

Ķ 1988 vóršu heilsumįlini saman viš skślamįlum ein partur av umleggingini til blokkstušulsskipan, mešan almannamįl ikki fyrrenn ķ 1993 - eftir stórum trżsti frį donsku stjórnini - eisini vóršu fevnd av blokkstušulsskipanini. Tį varš samstundis gjųrt greitt frį donsku stjórnini, at hóast formliga įbyrgdin er ķ Danmark, mugu lųgting og landsstżri sjįlvi taka įbyrgdina av fųroysku vęlferšartęnastunum.

Nógvir fųroyingar tykjast enn halda, at danski statskassin rindar beinleišis fyri almanna- og heilsuųkiš. Men, sum m.a. veršur vķst į ķ Hvķtubók, er einki beinleišis samband millum blokkstušulin (heildarveitingina) og hesi ųki. Heildarveitingin veršur ikki reguleraš eftir nųkrum stašfestum tųrvi ķ fųroyska almanna-, heilsu- ella skślaverkinum, men er hinvegin ein inntųkupostur į fķggjarlųgtingslógini saman viš skattum, avgjųldum o.ų. Sostatt mugu fųroyskir politikarar rašfesta almanna- og heilsumįl į fķggjarlógini saman viš ųllum ųšrum jįttanum.

Į fķggjarlógini fyri įr 2000 er blokkstušulin settur į eina grein fyri seg og rašfestur soleišis, at bara góšar 300 milliónir av heildarveitingini verša brśktar til rakstur, sambęrt fķggjarlógini. Jįttanirnar til almanna- og heilsumįl eru langt sķšani - viš ųšrum inntųkum hjį landskassanum - vaksnar langt upp um taš, iš į sinni varš roknaš ķ blokkstušuli.

Samlašu śtreišslurnar į lųgtingsfķggjarlógini fyri įr 2000 eru kr. 2.834.798. Av hesum eru ķ alt kr. 1.399.723 jįttašar til trivnašarmįl, harav kr. 1.023.841 til almannamįl.

Hóast hesar alstóru og grundleggjandi broytingar er almanna- og heilsuųkiš ongantķš višgjųrt og nįgreiniliga lżst.

Samgongan hevur sett sęr fyri at skipa Fųroyar sum fullveldisrķki, har fųroyingar taka fulla įbyrgd og ręši į ųllum mįlsųkjum. Skal vęlferšin tryggjast ķ einum sjįlvstųšugum og sjįlvfķggjandi Fųroyum, er neyšugt, at vit hava so greišar śtgreiningar av trivnašarųkinum sum mųguligt, soleišis at fųroyska almanna- og heilsuverkiš kann mennast - į minst sama stigi sum ķ hinum Noršanlondunum.

Ųll lond, sum vit vanliga samanbera okkum viš, eru farin ķ holt viš at endurskoša sķnar vęlferšarskipanir til tess at skapa trygd og ręttvķsar skipanir fyri framtķšina.

Fųroyar hava allar fortreytir fyri at lęra av royndum hjį ųšrum og seta skjųtil į sķni egnu boš upp į framtķšar vęlferšarsamfelagiš - iš mųguliga eisini onnur lond kunnu lęra av.

Neyšugt er tķ at seta eitt trivnašar- og heilsurįš at arbeiša burturav viš hesi avbjóšing. Rįšiš eigur at gera eina gjųgnumgangandi lżsing og višgerš av almannaųkinum og tķ partinum av

heilsuverkinum, iš ikki hevur viš sjįlvan bygnašin at gera.

Serligur dentur skal leggjast į, hvussu almannaverkiš kann skipast eftir fųroyskum fortreytum, og hvussu taš kann skipast ķ nęrumhvųrvinum hjį borgarunum.

Ašaltįtturin ķ śtgreiningararbeišinum mį vera, at almannaverkiš skal kjųlfestast ķ tķ samhaldsfesti,

iš framvegis er ķ fųroyska samfelagnum, og at almannaveitingarnar koma teimum til góšar, iš hava stųrsta tųrvin į teimum.

Rįšiš skal ikki višgera sjįlvan bygnašin ķ heilsuverkinum, men taš skal śtgreina, hvųrjar uppgįvur heilsuverkiš skal rųkja. Somuleišis skal višgerast, hvussu heilsuverkiš umframt sjśkrarųktina eisini kann rųkja fyribyrgjandi uppgįvur.

Rįšiš eigur at mannast viš fólki, iš hevur ymiskan fųrleika og royndir į ųkinum, umframt viš fólki, iš hevur royndir og ķblįstur frį ųšrum samfelųgum.

Męlt veršur til, at rįšiš skal arbeiša skjótt soleišis, at taš kann lata frįgreišing sķna, śr hendi ķ seinasta lagi 31. desember 2001. Neyšuga jįttanin veršur somuleišis at fylgja viš lógaruppskotinum.

Viš hesum veršur mįliš lagt fyri Lųgtingiš.

1. višgerš 22. mars 2000. Mįliš beint ķ trivnašarnevndina, sum tann 7. aprķl 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t 

Tingmenninir Pįll į Reynatśgvu, Finnur Helmsdal, Tórbjųrn Jacobsen, Jóanis Nielsen, Rśna Sivertsen og Jenis av Rana hava lagt uppskotiš fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. višgerš tann 22. mars 2000 er taš beint trivnašarnevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundi tann 27. mars og 4. aprķl 2000. Undir višgeršini hevur nevndin fingiš skriv frį felagnum Sinnisbata.

Ein meiriluti ķ nevndini (Pįll į Reynatśgvu, Finnur Helmsdal, Rśna Sivertsen og Jóanis Nielsen) męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš. Tó višmerkir Finnur Helmsdal, at arbeišssetningurin hjį rįšnum er ov breišur, og męlir hann til, at eitt rįš veršur valt til at lżsa almannaųkiš og eitt til heilsuųkiš.

Ein minniluti (Hans Pauli Strųm og Kristian Magnussen) tekur ikki undir viš uppskotinum og hevur hesar višmerkingar.

Uppskotiš er tikiš śr leysum lofti og og ikki sęšst, hvat mišaš veršur eftir. Einki veršur sagt um, hvųrjum sosial- og heilsupolitiskum meginreglum setast skal śt ķ kortiš eftir. Hetta veršur alt latiš upp ķ hendurnar į landsstżrismanninum ķ almanna- og heilsumįlum, iš eftir minnilutans tykki ikki hevur neyšugu hugsjónirnar, skal nakaš munagott spyrjast burtur śr einum slķkum rįš. Ikki kann sigast, at verandi samgonga umsitur almanna- og heilsųkiš viš hepnari hond.

Minnilutin skilir ikki, hvussu tęr ber til, at samgongumeirilutin heldur seg hava fķggjarliga orku, uml.1 til 2 mió kr., at nżta til hetta rįš, tį eingin vilji og fķggjarlig orka tykist vera til at fįa verandi almanna- og heilsuskipanir at virka til fulnar. Harumframt kann stašfestast, at taš lóggįvuarbeišiš, iš verandi samgonga hevur boršreitt viš, er ónųktandi og ógjųgnumhugsaš. Pensjónslógin er eitt gott dųmi um lóggįvu, iš skuldi eitast at vera einfųld, men endaši sum ein hurlivasi. Uppskotiš um dagstovnar og dagrųkt er annaš dųmiš.

Į heilsuųkinum tykist eingin vilji til bata. Sjśkrahśsini fįa ikki neyšuga fķggjarliga orku til raksturin, og Landssjśkrahśsinum tųrvar eina ½ mia. kr til śtbżgging, umbygging og višlķkahald, uttan at samgongan letst um vón, men boršreišir viš ašaloršaskiftum og rįšum av ymsum slagi.

Skal eitt slķkt rįš setast į stovn, eigur minsta kraviš til uppskotsstillararnar at verša, at hesir settu śt ķ kortiš, hvat mišaš er eftir, og hvųrjum hugsjónarligum leisti vęlferšarskipanir okkara skulu virka eftir, bęši ķ dag og frameftir.

Minnilutin męlir tķ Lųgtinginum frį at samtykkja uppskotiš.

Ein minniluti (Marjus Dam) vķsir į, at ķ uppskotinum veršur nevnt, at endamįliš skal sķggjast ķ ljósinum av, at Fųroyar skulu skipast sum fullveldi.

Einki veršur nevnt um, hvųrjar fķggjarligar karmar okkara heilsa og trivnašur skal arbeiša undir ķ einum komandi fullveldi. Uppskotsstillararnir velja at lata vera viš at koma viš nųkrum boši upp į taš, sjįlvt um hesi višurskiftir eru nęrum altavgerandi fyri stųšiš innan heilsu og trivna.

Sambandsflokkurin vil vķsa į, at eftir at seinastu upplżsingarnar ķ fullveldismįlinum eru kunngjųrdar, er greitt komiš fram, at skiftistķšin veršur stutt, umframt at gjaldast skal fyri tęnastur veittar uttanlanda. Einki er at ivast ķ, at taš fer at hava įlvarsligar avleišingar, nevniliga fyri heilsu og trivna fųroyinga, tķ vandi er fyri, at heilsu- og almannaverk okkara veršur dyggiliga rakt orsakaš av fķggjarligum nišurskurši.

Einki er heldur at ivast ķ, at eitt slķkt rįš t.d. eigur at taka stųšu til at lata aftur eitt ella tvey av teimum trimum sjśkrahśsunum her į landi, um fullveldi gerst veruleiki.

Sambandsflokkurin metir als ikki, at nakaš munadygt fer at spyrjast burturśr, um ikki fķggjarliga sķšan veršur tikin viš ķ metingina hjį rįšnum. Tķ annars fara bara at koma nakrar tómar endamįlsoršingar śr hesum. Helst oršingar, iš seta upp dygg endamįl, iš fķggjarligur mųguleiki ikki veršur fyri at gjųgnumfųra ķ fullveldinum.

Sambandsflokkurin metir, at rķkisręttarliga stųšan eigur at greišast ķ fyrstu atlųgu. Sķšan er betri mųguleiki at meta um, hvųr ķtųkiliga uppgįvan veršur hjį einum heilsu- og trivnašarrįši. Um stųšiš kann hękkast, ella um taš skal lękkast.

Sambandsflokkurin tekur tķ ķ lųtuni ikki undir viš uppskotinum um at seta į stovn eitt heilsu- og trivnašarrįš og męlir Lųtinginum frį at samtykkja taš.

2. višgerš 12. aprķl 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 15-2-12.