Mentanargrunnur Lųgtingsins

 

69  Uppskot til  lųgtingslóg um Mentanargrunn Lųgtingsins

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Nevndarskjųl
D. Įlit
E. 2. višgerš
F. 3. višgerš

Įr 2000, 4. mars, legši Signar į Brśnni, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

 

Uppskot

til

lųgtingslóg um Mentanargrunn Lųgtingsins

§ 1. Endamįl grunsins er at styšja starv fyri fųroyskum mįli, bókmentum, list, vķsindum og ųšrum mentanarmįlum.
Stk. 2. Grunnurin skal serliga stušla tiltųkum og verkętlanum, sum kveikja og menna fųroyska myndlist, tónlist, bókmentir, sjónleik og ašra list, sum kann javnmetast viš hesar listagreinir.

§ 2. Stovnsfę grunsins er taš sama, sum stovnsfęiš hjį Mentunargrunni Fųroya Lųgtings, sum varš stovnsettur 6. mai 1946 į fųšingardegi Jóannesar Paturssonar.
Stk. 2. Inntųkur grunsins eru avkast av stovnsfęnum og studningur yvir fķggjarlųgtingslógina.

§ 3. Grunnurin veršur stjórnašur av fimm manna nevnd, sum landsstżrismašurin ķ mentamįlum setir. Nevndin veršur sett fyri 4 įr ķ senn. Eingin kann sita meira enn tvey nevndarskeiš. Landsstżrismašurin tilnevnir formann og nęstformann.
Stk. 2. Landsstżrismašurin skipar fyri fyrisiting grunsins.

§ 4. Landsstżrismašurin įsetir nęrri reglur fyri virksemi grunsins.

§ 5. Nevndin hevur heimild at jįtta lįn til bóka- og flųguśtgįvu viš upp til 30% av śtgįvukostnašinum.
Stk. 2. Nevndin kann ķ serstųkum fųri eftir umsókn, tį fķggjarliga śrslitiš av śtgįvuni talar fyri tķ, heilt ella lutvķst strika lįniskuld.

§ 6. Ognir, ręttindi og skyldur, sum Mentunargrunnur Fųroya Lųgtings hevur sambęrt reglugerš nr. 61 frį 29. mai 1991 fyri Mentanargrunn Fųroya Lųgtings verša fluttar til Mentanargrunn Lųgtingsins sambęrt hesi lóg.

§ 7. Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd, og samstundis fer śr gildi reglugerš nr. 61 frį 29. mai 1991 fyri Mentunargrunn Fųroya Lųgtings.

Višmerkingar

Almennar višmerkingar:
Mentanargrunnur Fųroya Lųgtings varš settur į stovn 6. mai 1946 į 80 įra fųšingardegi Jóannesar Paturssonar sum stovningardegi. Grunnurin hevur ta tķš, hann hevur virkaš, havt sera stóran tżdning fyri fųroyskt mentanarlķv. Grunnurin hevur serstakliga stušlaš fųroyskum yrkjarum og rithųvundum at skriva og geva śt bųkur. Tey seinnu įrini hevur grunnurin eisini stušlaš ųšrum listagreinum og latiš stušul til eitt nś śtgįvu av flųgum. Śtgįvuvirksemi er tungt at fįast viš og bert hendingaferš kemur taš fyri, at ein śtgįva av fųgrum bókmentum gevur avlop til śtgevaran, iš ofta er hųvundin sjįlvur. Marknašurin er so mikiš avmarkašur, at hann bert ķ einstųkum fųrum megnar at fķggja rithųvund og śtgevara. Soleišis hevur taš veriš, og soleišis fer taš ivaleyst at verša ķ framtķšini. Skal bókmentaligt og listarligt starv uppihaldast ķ Fųroyum – taš ynskja ivaleyst allir fųroyingar, so mį samfelagiš, taš almenna, stušla. Hetta skiltu teir, iš undan gingu her į Lųgtingi, og tķ stovnašu teir Mentanargrunnin. Hesum sjónarmiši munnu flest ųll taka undir viš enn ķ dag.

Ķ sambandi viš at arbeitt veršur ķ Undirvķsingar- og Mentamįlastżrinum viš eini mentanarpolitiskari ętlan fyri skapandi og śtinnandi list, ętlar landsstżrismašurin ķ mentamįlum at skipa Mentanargrunnin viš lóg. Endamįliš viš ętlanini er, at taš skal bera til at gera eina virkisętlan fyri skeišiš 2000-2005, har įsett veršur, hvųrji ųki eiga at verša rašfest ķ tķšarskeišnum. Ętlanin er at leggja dent į skapandi og śtinnandi list, at ųkja um mųguleikarnar, sum longu nś eru, og at jįtta starvslųnir. Taš hevur vķst seg, at skipanin viš starvslųnum hevur havt stóran tżdning fyri eitt nś yrkjarar og rithųvundar. Viš ųktu mųguleikunum veršur nś bųtt munandi um hesar mųguleikar, og veršur viš hesum gingiš einum sterkum ynski frį listafólkum į mųti.

Sambęrt grein 4 ķ lógaruppskotinum fęr landsstżrismašurin ķ mentamįlum heimild at įseta nęrri reglur fyri grunnin. Ętlanin er, at meira av jįttanini skal fara til skapandi og śtinnandi listafólk. Men taš er tó ikki ętlanin at sleppa sišvenjuni at jįtta pening til forlųg, tó so, at dentur veršur lagdur į at jįtta til śtgįvu av eitt nś dygdargóšum handritum, sum, nevndin metir, eiga at verša givin śt, men sum kanska ikki koma at bera seg fķggjarliga. Mentanargrunnurin skal framvegis lata stušul til ymiskar verkętlanir, framfųrslur og framsżningar.

Meginreglan fyri umsitingini av Mentanargrunni Lųgtingsins og jįttanum śr grunninum veršur frameftir tann sama, sum hevur veriš galdandi, sķšan grunnurin varš stovnašur, nevniliga, at hóast nevndin veršur vald av politiskum myndugleika (landsstżrismanninum), so hevur nevndin allan myndugleikan at jįtta pening eftir umsókn og sambęrt tķ reglugerš, iš landsstżrismašurin ger viš stųši ķ lógini. Henda skipan, at politiski myndugleikin als ikki leggur seg śt ķ mįlsvišgeršina av umsóknum og avgeršir um jįttan, er ein vanlig galdandi meginregla ķ Noršurlondum, tį talan er um stušul til mentanarlķviš. Ętlanin er at fylgja hesi meginreglu viš tķ kunngerš, iš kemur ķ sambandi viš lógina.

Jįttanin į fķggjarlųgtingslógini fyri 2000 til Mentanargrunn Fųroya Lųgtings er kr. 2.500.000,-

Uppskotiš hevur ongar fķggjarligar avleišingar viš sęr.

Višmerkingar til einstųku greinirnar

Ad. § 1.
Jįttanin til Mentanargrunn Lųgtingsins veršur at nżta til stušul innan tęr ķ grein 1 nevndu listagreinar.

Ad. § 2.
Ętlan landsstżrismansins er at hękka jįttanina til mentanargrunnin komandi įrini.

Ad. § 3.
Ętlanin er at manna nevndina soleišis, at umboš fyri brśkararnar fįa įvirkan į nevndarsamansetingina.

Ad. § 4.
Reglugeršin veršur oršaš sambęrt teimum meginreglum, iš eru nevndar undir almennu višmerkingunum. Taš er ętlanin, at reglugeršin skal oršast eftir rįšlegging viš umboš fyri tey felųg, hvųrs limir vanliga sųkja um stušul til verkętlanir, bókaśtgįvur o.a. Stušulsmųguleikar eiga at fevna um starvslųnir, ķverksetanarstušul, stušul til ymiskar verkętlanir sum vķsindaligt arbeiši, framfųrslur, framsżningar o.l. og stušul til bókaśtgįvu upp til 30% av śtgįvukostnašinum.

Ad. § 5.
Taš er eitt ynski frį brśkarunum, at mųguleiki aftur veršur fyri at taka lįn śr grunninum, serstakliga til at fķggja bóka- og flųguśtgįvu. Ętlanin er at gera serstaka reglugerš fyri lįnsveiting, afturgjalding v.m.
Stk. 2. Um nevndin kemur eftir, at studningur įtti at veriš veittur ķstašin fyri lįn, skal nevndin hava heimild at strika skuld og soleišis broyta lįniš til studning.

Ad. § 6.
Grunnurin hevur higartil bert virkaš eftir reglugerš, men veršur nś bųtt um hetta viš taš, at virksemi grunsins veršur lógfest.

1. višgerš 22. mars 2000. Mįliš beint ķ mentanarnevndina, sum tann 3. mai 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t 

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. višgerš tann 22. mars 2000 er taš beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 29. mars, 5., 12., 18 og 27 aprķl, 2. og 3. mai 2000.

Nevndin hevur undir višgeršini havt fund viš Mentanargrunnin, sum var umbošašur av Hanusi undir Leitinum, formanni, og Paulivar Andreasen, skrivara, LISA, umbošaš av Jóruni ķ Dali, formanni, Maluni Johannesen og Sharon Weiss og Hųgna Hoydal, landsstżrismann ķ mentamįlum.

Nevndin er samd um, at taš er rętt, at lóg veršur gjųrd fyri Mentanargrunnin, og tekur sum heild undir viš uppskoti landsstżrisins. Nevndin hevur hesar višmerkingar til nakrar av įsetingunum ķ uppskotinum.

Ķ lógaruppskotinum veršur skotiš upp, at grunnurin framhaldandi ber heitiš Mentanargrunnur Lųgtingsins. Lųgtingiš hevur eftir uppskotinum onga įvirkan į grunnin, og er taš tķ neyvan rętt, at hetta heitiš veršur varšveitt. Nevndin heldur, at Mentanargrunnur Landsins er eitt hóskiligari navn.

Mentanargrunnurin hevur ķ virksemi sķnum higartil bęši stušlaš leikum og lęrdum innan tęr ymsu menta- og listagreinarnar. Nevndin heldur vķsandi til taš, sum lógaruppskotiš leggur upp til og sum serliga kemur fram ķ tķ, sum veršur sagt ķ vanligu višmerkingunum til § 4, og ķ tķ, sum er komiš fram undir nevndarvišgeršini, at taš er ein įvķsur vandi fyri, at taš frameftir veršur tyngri hjį leikfólki at fįa stušul śr grunninum. Nevndin hevur ta įskošan, at Mentanargrunnurin eins og higartil eigur at lata stušul til allar partar innan fųroyska mentanarlķviš.Til tess at tryggja hetta veršur skotiš upp, at taš ķ endamįlsoršingini veršur stašfest, at grunnurin er til fyri allar partar innan mentanarlķviš.

Somuleišis hevur nevndin umrųtt, hvussu nevndin ķ grunninum veršur vald frameftir. Landsstżrismašurin hevur į fundi ķ nevndini upplżst, at ętlanin er, at LISA skal tilmęla tveir limir ķ nevndina, og at landstżrismašurin skal velja hinar trķggjar. Nevndin heldur, at samfelagiš sum heild, bęši mentanarliga og landafrųšiliga, eigur at verša umbošaš ķ nevndini og, at brśkararnir fįa įvķsa, men ikki avgerandi įvirkan ķ nevndini. Umbošini fyri brśkararnar eiga at umboša bęši leik og lęrd.

Nevndin hevur eisini gjųlliga višgjųrt spurningin um, hvųrt heimild eigur at verša fyri at veita lįn śr grunninum ella ikki. Grunnurin veitti lįn fram til 1992. Brśkararnir av grunninum eru ikki į einum mįli, um mųguleiki eigur at vera fyri lįni ella ikki. Ķ mentanarįlitinum "Avmarkašur marknašur" veršur męlt til, at mųguleiki veršur fyri lįni, og serliga tey listafólk, sum fįast viš at geva flųgur śt, męla eisini til hetta, tķ taš er torfųrt at fįa sjįlva śtgįvuna fķggjaša į annan hįtt. Hinvegin er taš torfųrt at fįa trygd fyri lįnum, og hevur taš ķ einstųkum fųrum vķst seg trupult at fįa lįnini innaftur. Somuleišis skulu lįniupphęddirnar gjaldast śr sjįlvum grunninum, og minkar hetta um samlašu upphęddina, sum veitast kann sum stušul. Ein samd nevnd tekur ikki undir viš, at mųguleiki skal vera fyri at veita lįn, og męlir til at strika hesa grein. Um so er, at landsstżrismašurin heldur, at lįnimųguleikar eiga at verša fingir til vega, kann hann skjóta upp at seta lįnigrunn į stovn.

Vķsandi til omanfyristandandi višmerkingar setir ein samd nevnd fram soljóšandi

B r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Ķ lógarheitinum veršur oršiš " Lųgtingsins" strikaš og ķstašin sett " Landsins"
  2. Ķ § 1 , stk. 1, veršur skoytt upp ķ endan: "bęši hjį leikum og lęrdum".
  3. Ķ § 3 veršur sett nżtt 2. pkt., sum er soljóšandi "Nevndin skal hava breiša samfelagsliga og mentanarliga umbošan"
  4. § 5 veršur strikaš. § 6 og § 7 verša hereftir § 5 og § 6

2. višgerš 5. mai 2000. Broytingaruppskot til §§ 1, 3 og 5 samtykt 27-2-0. Uppskotiš soleišis broytt samtykt 29-0-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 9. mai 2000. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 32-0-0. Mįliš avgreitt.

Lms.j.nr. 523-0009/2000
Umms.j.nr. 81451 9800994/11/SE
Ll.nr. 84 frį 17.05.2000