Hópuppsagnir - frįbošan

 

94  Uppskot til  lųgtingslóg um frįbošan ķ sambandi viš hópuppsagnir

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Nevndarskjųl
D. Įlit
E. 2. višgerš

Įr 2000, 4. mars, legši Hans Pauli Strųm, lųgtingsmašur, vegna Javnašarflokkin fram soljóšandi

 

Uppskot

til

lųgtingslóg um frįbošan ķ sambandi viš hópuppsagnir

 

Kapittul 1
Ųki lógarinnar

§ 1. Lógin er galdandi ķ sambandi viš uppsagnir, sum arbeišsgevari hevur ętlanir um at fremja av einari ella fleiri orsųkum, sum lųntakarin ikki hevur įbyrgdina av, tį tališ į teimum, sum ętlanin er at siga upp innan fyri eitt tķšarskeiš sum er 30 dagar ella minni, er:

  1. minst 8 fólk ķ virkjum, har vanliga eru starvssett millum 20 og 50 fólk,
  2. minst 12 fólk ķ virkjum, har vanliga eru starvssett millum 50 og 100 fólk,
  3. minst 16 fólk ķ virkjum, har vanliga eru starvssett meira enn 100 fólk.

Stk. 2. Lógin er galdandi uttan mun til, um avgeršin um uppsagnir er tikin av arbeišsgevaranum sjįlvum ella av einum virki viš avgerandi įvirkan, sum arbeišsgevarin er ein partur av.
Stk. 3. Lógin er ikki galdandi fyri:

  1. uppsagnir, sum verša gjųrdar innan karmarnar av avtalum um arbeiši, sum eru gjųrd fyri įvķst tķšarskeiš ella fyri įvķsa arbeišsuppgįvu, um hesar uppsagnir ikki verša gjųrdar, įšrenn hesar avtalur eru śti ella eru loknar,
  2. uppsagnir av sjómonnum į havgangandi skipum.

Stk. 4. Lógin er ikki galdandi ķ teimum fųrum, har arbeišsgevarin sambęrt hųvušssįttmįla hevur samsvarandi skyldur, sum eftir §§ 6, 7 og 9.
Stk. 5. §§ 7 og 9 eru ikki galdandi fyri uppsagnir, sum verša įvirkašar av, at virkiš stešgar virksemi sķnum grundaš į ręttarśrskurš.
Stk. 6. Įsetingarnar ķ § 5, stk. 2, og § 6 um skyldu at geva felųgunum frįbošan um ętlašar uppsagnir eru ikki galdandi fyri uppsagnir, sum verša įvirkašar av, at virkiš stešgar virksemi sķnum grundaš į ręttarśrskurš.

§ 2. Lógin ger ongar broytingar ķ teimum įsetingum um uppsagnarfreistir, sum įsettar eru ķ lóg, hųvušssįttmįla ella setanaravtalu.
Stk. 2. Lógin višvķkir ikki teimum arbeišsręttarligu reglum, sum galdandi eru ķ sambandi viš faklig tiltųk į arbeišsmarknašinum.

§ 3. Landsstżrismašurin kann įseta nęrri reglur fyri uppgeršini av talinum į lųntakarum sambęrt § 1, stk. 1, og fyri tey atlit, sum skulu takast ķ sambandi viš avgeršina, um talan er um eitt virki sambęrt hesari lóg.

Kapittul 2
Samrįšingarskylda

§ 4. Um arbeišsgevari hevur ętlanir um at fremja uppsagnir, sum fevndar eru av § 1, skal arbeišsgevarin so skjótt sum gjųrligt taka upp samrįšingar viš lųntakararnar į virkinum ella įlitisfólkini, um so er, at slķk įlitisfólk eru vald į arbeišsplįssinum. Lųntakarin ella įlitisfólkini kunnu undir samrįšingunum hava umboš fyri avvaršandi fakfelag ella fólk viš serligum sakkunnleika viš sęr til samrįšingarnar.
Stk. 2. Endamįliš viš samrįšingunum er at fįa ķ lag avtalu um at sleppa undan ella avmarka tęr ętlašu uppsagnirnar og bųta um fylgjurnar av hesum uppsagnum viš at fįa til vega onnur stųrv ella endurśtbśgving til teir lųntakarar, sum verša uppsagdir.

§ 5. Arbeišsgevarin skal ķ sambandi viš samrįšingarnar eftir § 4 geva lųntakarunum į virkinum ella įlitisfólkunum allar upplżsingar, sum kunnu hava tżdning fyri mįliš, og ķ minsta lagi geva skrivliga frįbošan um:

  1. grundirnar til ętlašu uppsagnirnar,
  2. tališ į lųntakarunum, sum eftir ętlan skulu verša sagdir upp, hvųrt arbeišsųki hesir hoyra til, og taš tķšarskeiš, sum uppsųgnin ętlandi skal fara fram,
  3. tališ į lųntakarum, sum vanliga arbeiša į virkinum, og hvųnn starvsbólk hesi hoyra til,
  4. hvųrt metingarstųši, ętlanin er at brśka ķ sambandi viš, at arbeišsgevarin skal velja śt teir lųntakarar, sum eftir ętlan skulu sigast upp, um arbeišsgevarin ikki sambęrt lóg ella sišvenju hevur ręttindini til at velja metingarstųšiš ķ sambandi viš uppsųgn,
  5. um einstakir av teimum lųntakarum, sum eftir ętlan skulu sigast upp, hava rętt til serligar samsżningar ķ sambandi viš uppsųgn eftir hųvušssįttmįla ella setanarskrivi, og hvussu hendan samsżning veršur gjųrd upp.

Stk. 2. Arbeišsgevarin skal samstundis, sum tann ķ stk. 1 nevnda frįbošan veršur latin, senda avrit til avvaršandi fakfelųg og Arbeišsloysisskipanina.

Kapittul 3
Frįbošan um uppsųgn

§ 6. Um arbeišsgevarin, eftir at hava samrįšst sambęrt reglunum ķ § 4 og 5, framhaldandi hevur ętlanir um at fremja uppsagnirnar, sum fevndar eru av § 1, skal arbeišsgevarin senda avvaršandi fakfelag og Arbeišsloysisskipanini frįbošan um hesar ętlašu uppsagnir. Slķk frįbošan skal sendast ķ fyrsta lagi 21 dagar eftir, at samrįšingar eru tiknar upp sambęrt § 4, um annaš ikki er nevnt ķ hųvušssįttmįla.
Stk. 2. Frįbošan sambęrt stk. 1 skal hava allar upplżsingar, sum hava tżdning fyri višgeršina av mįlinum um ętlašu uppsagnirnar, og um tęr ķ § 4 nevndu samrįšingar, serliga orsųkirnar til uppsagnirnar, tališ į lųntakarum, sum vanliga arbeiša į virkinum, og taš tķšarskeiš, sum uppsagnirnar ętlandi skulu fara fram.
Stk. 3. Arbeišsgevarin skal skjótast tilber og ķ seinasta lagi 10 dagar eftir, at frįbošanin sambęrt stk. 1 er send, geva avvaršandi fakfelag og Arbeišsloysisskipanini frįbošan um, hvųrji verša uppsųgd. Hesi fólk skulu ķ seinasta lagi samstundis hava frįbošan um uppsagnirnar.
Stk. 4. Arbeišsgevarin skal skjótast tilber geva avvaršandi fakfelag frįbošan um endaliga śrslitiš av samrįšingunum, sum nevndar eru ķ § 4.
Stk. 5. Arbeišsgevarin skal samstundis viš frįbošanini sambęrt stk. 1 og stk. 4 senda avrit til allar lųntakararnar į virkinum ella įlitisfólki teirra, um so er, at slķkt įlitisfólk er valt.
Stk. 6. Hesi starvsfólk kunnu senda mųguligar višmerkingar til avvaršandi fakfelag. Avrit av hesari frįbošan til fakfelagiš veršur sent arbeišsgevaranum.

§ 7. Uppsagnir, sum frįbošan er givin um smb. § 6, stk. 1, fįa ķ fyrsta lagi gildi 30 dagar eftir, at frįbošan er send avvaršandi fakfelag og Arbeišsloysisskipanini, um lóg ella sįttmįli ikki geva lųntakaranum longri uppsagnarfreist.

Kapittul 4
Tagnarskylda

§ 8. Lųntakararnir į virkinum ella įlitisfólkiš og tey ķ § 4, stk. 1, nevndu umboš fyri fakfelagiš ella fólk viš serligum sakkunnleika, umframt arbeišsgevarin og hansara umboš, hava ikki rętt til at geva vķšari upplżsingar, sum sambęrt lógini eru givnar ķ trśnaši.

Kapittul 5
Endurgjald

§ 9. Arbeišsgevari, sum ķ sambandi viš uppsagnir, sum fevndar eru av § 1, ikki tekur upp samrįšingar viš lųntakaran eftir § 4, ella ikki sendir inn frįbošan til avvaršandi fakfelag og Arbeišsloysisskipanina eftir § 6, skal gjalda viškomandi lųntakara endurgjald. Hetta endurgjald er fyri hvųnn lųntakara ein upphędd, sum svarar til lųn ķ 4 vikur frį uppsagnardegnum at rokna, umframt vanligu uppsagnarlųnina.

Kapittul 6
Revsireglur

§ 10. Hann, sum ger brot į reglurnar ķ § 4, 5 og 6, veršur sektašur viš bót.
Stk. 2. Um lógarbrotiš er framt av einum felag, sjįlvstżrandi stovni ella tķlķkum felagsskapi, kann sektin įleggjast sjįlvum lųgfrųšiliga persóninum. Um ein kommuna ella kommunalt felag hevur framt lógarbrotiš, kann bótin įleggjast kommununi ella kommunala felagnum.

Gildiskoma

§ 11. Lógin kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er lżst, og er galdandi fyri uppsagnir, sum ikki endaliga eru frįbošašar lųntakarunum hendan dag.

Almennar višmerkingar:
Ķ flestu londum, vit annars samanbera okkum viš, eru ymsar lógarįsetingar, sum verja lųntakaran m.a. ķ sambandi viš uppsagnir. Ķ hesum fųri snżr taš seg um lógir, sum fyriskriva mannagongdina, tį talan er um hópuppsagnir.

Slķk lóggįva finst ikki ķ Fųroyum, hóast taš ikki er minni tųrvur į tķ her, og tķ kann ikki drįlast longur viš at fįa hesi višurskifti ķ ręttlag hjį okkum. Tķ er hetta uppskotiš sett fram.

Viš hópuppsagnir skilst her, tį iš fleiri lųntakarar į sama virki ella stovni verša sagdir upp ķ einum. Taš kann verša nišur ķ 8, 12 ella 16 lųntakarar, alt eftir stųddina į virkinum ella stovninum.

Taš var serliga fyrst ķ nķtiįrunum, at lųntakarar ofta komu illa fyri av hópuppsagnum. Og hópuppsagnir koma enn fyri, bęši į privata og į almenna arbeišsmarknašinum. Tęr sera įlvarsligu avleišingar, sum slķkar hópuppsagnir vanliga kunnu hava fyri lųntakarar og familjur teirra, gera taš neyšugt viš lógarįsetingum, sum kunnu verja lųntakarar ķ samband viš slķkar hópuppsagnir.

Endamįliš viš hesum lógaruppskoti, sum er oršaš viš stųši ķ reglum, sum eru galdandi ķ grannalondum okkara, er at įleggja arbeišsgevarum skyldu at boša lųntakarunum, fakfelųgum teirra og Arbeišsloysisskipanini frį ętlašum hópuppsagnum ķ góšari tķš frammanundan, ķ minsta lagi 30 dagar. Samstundis skulu samrįšingar vera tiknar upp millum partarnar į arbeišsplįssinum, um hvussu mųguliga kann sleppast undan uppsagnunum, ella hvussu tęr kunnu avmarkast mest mųguligt, ella hvussu best kann verjast fyri ringu avleišingunum av uppsagnunum.

Viš frįbošan ķ góšari tķš fįa allir partar betri mųguleikar at royna at loysa teir trupulleikar, iš standast av hópuppsagnum, bęši partarnar į arbeišsplįssinum sjįlvum, felųgini og arbeišsįvķsingin hjį Arbeišsloysisskipanini.

Men ikki minst tżdning hevur taš, at viš lógaruppskotinum fęr eisini tann einstaki lųntakarin betri tķš og mųguleikar at laga seg til broyttu umstųšurnar og įvirka sķna egnu stųšu.

Nś er taš so, at ein stórur partur av lųntakarunum frammanundan ķ avtalum um setanarvišurskiftini hava uppsagnarfreistir śr 1 upp ķ 6 mįnašir og enn tį longur enn taš, t.d. fastlųnt starvsfólk og tęnastumenn. Tķ eru hesir bólkar ikki teir, sum mest hava gagn av hesum lógaruppskoti – sjįlvt um vit seinastu tķšina hava fingiš dųmi um, at heldur ikki her virka frįbošanar- og uppsagnarreglur nóg vęl ķ samband viš ętlašar hópuppsagnir.

Taš er hinvegin tann stųrsti og veikasti bólkurin av lųntakarum į arbeišsmarknašinum, sum ikki eru tryggjaši viš slķkum avtalum um frįbošanar- og uppsagnarreglur, - og her eru taš fyrst og fremst ųll tey tķmalųntu, sum hava stųrst gagn og stųrstan tųrv į at lógarfesta tęr mannagongdir, sum verša įsettar ķ hesum lógaruppskoti.

At enda undir almennu višmerkingunum skal upplżsast, at lógaruppskot lķkt hesum varš lagt fram į Fųroya Lųgting t. 5. mars 1998 av Ingeborg Vinther, lųgtingslimi, vegna Verkamannafylkingina. Eftir 1. višgerš t. 17. mars 1998 varš taš beint ķ Trivnašarnevndina. Mįliš fall burtur sbr. stżrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tķ at lųgtingsval var 30. aprķl 1998, og mįliš ikki var lišugt višgjųrt į tingi fyri vališ.

Fķggjarligar avleišingar av lógaruppskotinum
Lśka landiš og kommunurnar tey krųv til mannagongdir, sum eru sett ķ hesum lógaruppskotinum, – og annaš eiga vit ikki at vęnta, – so standast als ongar fķggjarligar avleišingar fyri taš almenna av hesum lógaruppskotinum.

Serligar fķggjarligar avleišingar fyri vinnuna į privata arbeišsmarknašinum nżtast heldur ikki at vęntast, serstakliga tį iš hesar įsettu mannagongdir skjótt gerast ein vanlig sišvenja fyri allar partar.

Višmerkingar til tęr einstųku lógargreinirnar

Višv. § 1:
Ķ hesari lógargrein veršur įsett, ķ hvųrjum fųri uppsagnir koma undir lógarinnar ųki, har ķ stk. 1. m.a. veršur įsett, hvat skiljast skal viš hópsagnir ķ lógarinnar tżdningi.

Ķ stk. 2 er įsett, at um talan er um dótturfelag, so skal hetta dótturfelag ikki kunna skjóta seg inn undir, at taš er móšurfelagiš, sum hevur įlagt dótturfelagnum at fremja uppsagnirnar, og soleišis sleppa undan at koma inn undir ųki lógarinnar.

Ķ stk. 3 er įsett, at tį talan er um avmarkaša starvssetan ella įvķsa serliga arbeišsuppgįvu, ella tį talan er um sjómenn, so er lógin ikki galdandi. Her skal višmerkjast, at sjómenn koma undir reglurnar ķ sjómanslógini.

Ķ stk. 4 veršur įsett, at um hųvušssįttmįli įleggur arbeišsgevara somu skyldur, sum lógin įsetir, so er lógin ikki galdandi fyri hesi višurskifti.

Ķ stk. 5 og 6 veršur įsett, at um virkiš stešgar virksemi sķnum grundaš į ręttarśrskurš, so skulu įvķsar lógargreinir ikki vera galdandi.

Višv. § 2:
Ķ hesari lógargrein veršur ķ stk. 1 įsett, at lógin ongar broytingar ger ķ teimum uppsagnarfreistum, sum įsettar eru ķ lóg, hųvušssįttmįla ella setanaravtalu.

Ķ stk. 2 er įsett, at lógin ikki skal hava nakra įvirkan į tęr reglur, skrivašar ella óskrivašar, sum annars eru galdandi um faklig tiltųk į arbeišsmarknašinum.

Višv. § 3:
Sambęrt hesari lógargrein skal landsstżrismašurin hava heimild til nęrri at įseta reglur fyri, hvussu tališ į lųntakarum, sum nevndir eru ķ § 1, stk. 1, skal gerast upp, umframt nęrri stašfesting av hugtakinum virki ķ lógarinnar tżdningi.

Višv. § 4:
Sambęrt hesari grein skal arbeišsgevarin hava skyldu til skjótast gjųrligt at taka upp samrįšingar viš lųntakararnar į virkinum ella įlitisfólkini, tį ętlanir eru um at fremja uppsagnir sambęrt § 1, stk. 1, ķ lógaruppskotinum.

Eins og taš er ķ lķknandi lóggįvu ķ grannalondum okkara, veršur eisini her įsett, at lųntakararnir og įlitisfólk teirra skulu hava rętt til at hava umboš fyri fakfelag teirra og fólk viš serligum sakkunnleika, sum t.d. lųgfrųšing ella grannskošara, viš sęr til rįšgeving ķ sambandi viš samrįšingarnar.

Sum lógargreinin sigur, so er endamįliš viš hesum samrįšingum at fįa ķ lag avtalu um at sleppa undan ella avmarka tęr ętlašu uppsagnirnar og bųta um tęr fylgjur, sum hesar uppsagnir koma at hava fyri lųntakaran.

Višv. § 5:
Ķ hesari lógargrein veršur nęrri tilskilaš, hvųrjar upplżsingar arbeišsgevarin hevur skyldu til at lata lųntakarunum og įlitisfólkunum ķ sambandi viš tęr samrįšingar, sum skulu fara fram sambęrt § 4.

Tżdningarmikiš er eisini, at Arbeišsloysisskipanin fęr frįbošan so tķšliga sum mųguligt, so at arbeišsįvķsingin kann fyrireika seg til mųgulig tiltųk.

Ķ stk. 2 veršur įsett, at avvaršandi fakfelag skal hava avrit av teimum upplżsingum, sum lųntakararnir fįa. Hetta er neyšugt, tķ at fakfelagiš, sum skal hava rętt at luttaka ķ samrįšingunum sambęrt § 4, eisini skal hava innlit ķ mįliš į jųvnum fųti viš sjįlvar lųntakararnar.

Višv. § 6:
Ķ § 6 er įsett tann mannagongd, sum skal nżtast, um so er, at arbeišsgevarin kortini ętlar at fremja tęr frįbošašu uppsagnirnar.

Ķ lógargreinini er įsett, at arbeišsgevarin ikki skal hava rętt at senda nevndu frįbošan fyrr enn ķ fyrsta lagi 3 vikur (21 dagar) eftir, at samrįšingarnar eru tiknar upp sambęrt § 4, um annaš ikki er nevnt ķ hųvušssįttmįla. Endamįliš viš hesi įseting er at royna at tryggja, at veruligar samrįšingar fara fram, tį talan er um slķkar uppsagnir, tķ hesar ofta hava stórar menniskjaligar avleišingar viš sęr.

Višv. § 7:
Hildiš veršur, at taš er rętt at įseta eina minstu uppsagnarfreist, tį talan er um slķkar uppsagnir av fleiri fólkum samstundis.

Višv. § 8:
Ķ lógargreinini veršur įsett, at tey fólk, sum luttaka ķ samrįšingunum sambęrt § 5, stk. 1, skulu hava tagnarskyldu višvķkjandi teimum upplżsingum, sum eru givnar ķ trśnaši. Grundgevingin fyri hesari reglu er, at ųll tey, sum luttaka ķ samrįšingunum, skulu kunna tosa frķtt, uttan at vandi er fyri, at nakaš lekur śt um višurskifti, sum viškomandi luttakari hevur gjųrt vart viš, verša fųrd fram ķ trśnaši.

Višv. § 9:
Ķ lógargreinini veršur įsett taš endurgjald, sum lųntakarin skal hava, um so er, at arbeišsgevarin ikki heldur reglurnar, sum įsettar eru ķ lógini.

Višv. § 10:
Revsireglurnar eru įsettar ķ hesari grein, og sum vanligt er ķ slķkum fųrum, veršur brot į nakrar av lógargreinunum sektaš viš bót.

1. višgerš 16. mars 2000. Mįliš beint ķ vinnunevndina, sum tann 26. aprķl 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t

Javnašarflokkurin hevur lagt mįliš fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. višgerš tann 16. mars 2000 er taš beint vinnunevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 6. og 18. aprķl 2000.

Nevndin hevur fingiš ummęli ķ mįlinum frį Fųroya Arbeišsgevarafelag umframt felagsummęli frį Fųroya Arbeišarafelag og Havnar Arbeišskvinnufelag.

Ein meiriluti ķ nevndini (Heini O. Heinesen, Jógvan į Lakjuni, Jįkup Suni Joensen og Jįkup Sverri Kass) tekur ikki undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum frį at samtykkja uppskotiš.

Meirilutin vķsir į, at uppskotiš er ķ stóran mun avskrift av donsku lógini um hópuppsagnir (1994-06-01, nr. 414). Lógin er eitt ES-direktiv, iš varš sett ķ gildi, eftir at innari marknašurin var settur ķ verk. Danska lógin er ķ stóran mun partur av einari heild. Hon er knżtt at almennum arbeišsmarknašarskipanum, iš skulu tryggja arbeišsmarknašar- og śtbśgvingarįtųk. Ķ donsku lógini veršur vķst til kunngeršir um m.a. fķgging av vinnu- og arbeišsfremjandi tiltųkum.

Eitt arbeišsmarknašarrįš hevur eisini tżšandi leiklut ķ donsku lógini. Merilutin tekur undir viš, at skipaši višurskifti skulu rįša į fųroyska arbeišmarknašinum, men heldur ikki, at hetta uppskotiš er hóskandi til fųroysk višurskifti. Taš, sum kann fara at henda, er, at gongdin veršur móti fęrri og stųrri virkjum, sum sķšan hevur viš sęr eina mišsavning av fųroyska vinnulķvinum.

Skal Lųgtingiš til at lógeva um partar av tķ, sum ķ flestu fųrum eigur at standa ķ sįttmįlunum millum partarnar į arbeišsmarknašinum, eigur lógaruppskotiš at verša sent til ummęlis hjį lųntakarafelųgum og arbeišplįssum śti um landiš, so lógin gerst hóskandi til fųroyska arbeišmarknašin.

Meirilutin tekur ikki undir viš uppskotinum ķ verandi lķki og męlir Lųgtinginum frį at samtykja nakaš, sum ikki hevur veriš til hoyringar hjį arbeišsmarknašinum fyrst.

Ein minniluti ķ nevndini (Henrik Old, Dan R. Petersen og Alfred Olsen) tekur undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

2. višgerš 28. aprķl 2000. §§ 1 - 11 fullu 12-0-17. Uppskotiš sostatt falliš. Mįliš avgreitt.