Vinnuligur fiskiskapur

 

74  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš
E. 3. višgerš

Įr 2000, 4. mars, legši Jųrgen Niclasen, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

 

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

§ 1

Ķ lųgtingslóg nr. 28 frį 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap viš seinni broytingum verša gjųrdar hesar broytingar:

  1. § 7, stk. 3, nr. 2, veršur oršaš soleišis:
  2. "2) Eigararnir av ķ minsta lagi 2/3 av eginpeninginum herundir partapeninginum, umframt įbyrgdarpeninginum, sum somuleišis eiga ķ minsta lagi 2/3 av atkvųšuręttinum og avgeršarręttinum ķ felagnum, skulu lśka treytirnar ķ stk. 2."

  3. § 7, stk. 3, nr. 3, veršur oršaš soleišis:
  4. "3) Fųroya Landsstżri skal hava upplżsingar, tį śtlendingar eiga uppiķ fiskifari, heimahoyrandi ķ Fųroyum, og tį broyting fer fram ķ bżtinum millum fųroyska partin og śtlendska partin av eginpeninginum, herundir partapeninginum umframt įbyrgdarpeninginum, atkvųšuręttinum og avgeršarręttinum ķ felagnum, og skal góškenna slķkar broytingar.

  5. Ķ § 7 veršur sett sum stk. 6:
  6. "Stk. 6. Landsstżrismašurin kann ķ kunngerš įseta treytir višvķkjandi eginpeningi, parta- og įbyrgdarpeningi, herundir stųddina av hesum ķ mun til ķlųguna, og ķlųgufųrleikan hjį eigara av fiskifari."

  7. Ķ § 35, stk. 1, veršur sett sum 3. pkt.:

"Veršur eigari av fiskifari og/ella skipari į fiskifari dųmdur fyri lógarbrot, grundaš į kanningar, gjųrdar ķ havn, kann eigarin verša dųmdur at rinda Fiskiveišueftirlitinum kostnašin av kanningunum."

§ 2

Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd.

Višmerkingar

Eigaravišurskiftini ķ tķ fųroyska fiskiflotanum hava veriš nógv umrųdd ķ tķ almenna oršaskiftinum seinasta įriš. Tį lógin varš samtykt upprunaliga ķ mars 1994, varš įsett ķ § 7, at um eigararnir av fiskifųrum eru skipašir ķ felag, skal ķ minsta lagi meirilutin lśka treytirnar um at hava fast tilknżti til Fųroyar, verša skrįsettir ķ fólkayvirlitinum seinastu tvey įrini og at vera fult skattskyldugir ķ Fųroyum.

Lųgtingiš samtykti viš lųgtingsmįli nr. 96/1995 at herša įsetingarnar um loyvda luttųku hjį śtlendskum įhugamįlum at vera viš ķ fųroyskum fiskiskipum. Įsett varš, at nś skuldu 2/3 av eigararunum lśka oman fyri nevndu treytir ķmóti helvtin frammanundan. Harumframt varš įsett, at eigararnir av 2/3 av ognarpeninginum eisini skulu lśka somu treytir um tilknżti til Fųroyar. Treytirnar um eigaravišurskifti vóršu aftur broyttar viš lųgtingsmįli nr. 78/1996, tį įsett veršur, at teir fųroysku eigararnir av ognarpeninginum eisini skulu hava 2/3 av atkvųšuręttinum ķ felagnum.

Ķ teimum mįlum, sum Fiskimįlastżriš hevur višgjųrt, har talan hevur veriš um, at śtlendsk įhugamįl hava veriš uppiķ, er komiš fram, at įsetingin um ognarpening er ikki nóg neyv, tķ hetta fevnir ikki um įbyrgdarpening. Harumframt kunnu avgeršir verša tiknar, hóast treytirnar um sjįlvan atkvųšuręttin ķ felagnum verša loknar sambęrt lógini. Tķ veršur skotiš upp, at oršiš "ognarpeningur" veršur strikaš. Ķ stašin veršur įsett, at eigararnir av ķ minsta lagi 2/3 av eginpeninginum, herundir partapeninginum umframt įbyrgdarpeninginum, sum somuleišis eiga ķ minsta lagi 2/3 av atkvųšuręttinum og avgeršarręttinum ķ felagnum, skulu lśka treytirnar ķ stk. 2.

Til tess at tryggja at eginpeningurin, herundir parta- og įbyrgdarpeningur, aftan fyri ķlųgurnar standa mįt viš ķlųguna veršur skotiš upp, at landsstżrismanninum ķ kunngerš veršur heimilaš at seta treytir fyri eginpeninginum ķ sambandi viš skipaķlųgur; bęši partapeningur og įbyrgdarpeningur skulu verša umfatašir av hesi heimild. Endamįliš er at įseta reglur um, hvussu nógv eginpeningurin, herundir partapeningurin og įbyrgdarpeningurin, lutfalsliga skulu vera av ķlųguni. Hetta lutfalliš eigur at verša įsett grundaš į eitt vinnuligt metingargrundarlag. Ķ hesum sambandi kann hugsast, at Fiskimįlastżriš fer at bišja um vįttan frį t. d. rķkisvišurkendum grannskošara um ķlųgufųrleika hjį umsųkjara/stigtakara.

Fiskimįlastżriš ynskir, at taš veruliga eru fųroysk įhugamįl, sum standa aftan fyri ķlųgur ķ fiskifųr. Ķ tķ sambandi veršur skotiš upp, at treytir kunnu verša settar um ķlųgufųrleika hjį teimum einstųku eigararunum aftanfyri ętlanirnar. Til tess at greina hetta nęrri kann Fiskimįlastżriš bišja um grannskošarakanningar av eigararunum hvųr sęr, til tess at stašfesta teirra ķlųgufųrleika sammett viš teirra lutfalsliga part av ķlųguni.

Samsvarandi § 35 ķ lógini um vinnuligan fiskiskap kann fiskiveišueftirlitiš į sjónum taka skip inn ķ havn til nęrri kanningar av reišskapi og veišu. Slķkar kanningar kunnu kosta nógv, t. d. um ųll veišan skal lossast śr skipinum til tess at stašfesta, hvussu stór mųgulig hjįveiša er. Fiskimįlastżriš metir, at um fiskifariš veršur dųmt fyri lógarbrot, skal fiskifariš eisini kunna verša dųmt at endurrinda fiskiveišueftirlitinum į sjónum fyri tęr śtreišslur, sum kanningarnar ķ havn kostašu eftirlitinum. Ķ hesum sambandi skal tó verša lagt afturat, at hesar śtreišslur hóskandi įttu at veriš roknašar upp ķ upphęddina, tį virši į veišunųgd veršur inndrigiš ķ slķkum fųrum. Men til tess at tryggja lógargrundarlag fyri hesum, veršur skotiš upp, at hetta er beinleišis įsett ķ lógini.

Lógaruppskotiš hevur veriš til ummęlis ķ Fiskivinnu Starvsnevndini. Fiskivinnu Starvsnevndin hevši ongar višmerkingar til fyriliggjandi lógaruppskot.

Mett veršur ikki, at broytingarnar fara at broyta nakaš um kostnašin av at umsita lógina um vinnuligan fiskiskap.

Męlt veršur lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

Višmerkingar til tęr einstųku broytingarnar

ad. 1) Henda broyting ber ķ sęr, at oršiš "ognarpeningur" veršur strikaš. Ķ stašin veršur įsett, at eigararnir av ķ minsta lagi 2/3 av eginpeninginum, herundir partapeninginum umframt 2/3 av įbyrgdarpeninginum. Harumframt veršur įsett, at av avgeršarręttinum og ikki bert atkvųšuręttinum ķ einum felagi, sum rekur fiskifar, skal minst 2/3 verša į fųroyskum hondum.

ad 2) Henda broyting ber ķ sęr, at Fųroya Landsstżri ķ ųllum fųrum skal hava upplżsingar um eigaravišurskiftini, tį śtlendingar eiga uppiķ fiskifari, heimahoyrandi ķ Fųroyum. Restin er ein konsekvensbroyting, orsakaš av ųšrum broytingum.

ad. 3) Henda broyting heimilar landsstżrismanninum ķ kunngerš at seta treytir ķ sambandi viš eigaravišurskiftini fyri fiskifųr.

ad. 4) Henda broyting heimilar, at skip verša dųmd at endurrinda fiskiveišueftirlitinum fyri kanningar av reišskapi og veišu, sum verša gjųrdar ķ havn treytaš av, at skipiš hevur fingiš dóm fyri stašfest lógarbrot.

1. višgerš 21. mars 2000. Mįliš beint ķ vinnunevndina, sum tann 7. april 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. višgerš tann 21. mars 2000 er taš beint vinnunevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 30. mars og 4. aprķl 2000.

Nevndin hevur undir višgeršini havt fund viš landsstżrismannin ķ fiskivinnumįlum.

Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

2. višgerš 12. aprķl 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 26. aprķl 2000. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 31-0-0. Mįliš avgreitt.

J.nr. 522-0007/2000
Ll.nr. 62 frį 10.05.00