Nįttśrugripasavn

 

87  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um Fųroya Nįttśrugripasavn

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš
E. 3. višgerš

Įr 2000,  4. mars, legši Signar į Brśnni, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

 

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um Fųroya Nįttśrugripasavn

§ 1

Ķ lųgtingslóg nr. 26 frį 17. august 1955 um Fųroya Nįttśrugripasavn, sum broytt viš lųgtingslóg nr. 69 frį 5. juni 1986, verša gjųrdar hesar broytingar:

  1. § 1 veršur oršaš soleišis:
    "§ 1. Stovnaš veršur Fųroya Nįttśrugripasavn. Savniš er ogn landsins.
    Inn ķ savniš gongur taš djórasavn, sum H.A. Djurhuus og Niels į Botni hava fingiš til vega, og plantusavniš hjį Rasmus Rasmussen (Herbarium Fęroense), sum hann letur til endamįliš."
  2. § 3 veršur oršaš soleišis:
    "§ 3. Savniš veršur ķ 2 deildum:
    1) Djórasavniš,
    2) Plantusavniš,
    undir leišslu hvųrt av sķnum deildarleišara, sum landsstżriš setir."

§ 2

Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin eftir, at hon er kunngjųrd.

Višmerkingar

Almennar višmerkingar

Tį Fųroya Nįttśrugripasavn varš sett į stovn ķ 1955, gjųrdist Jaršfrųšisavniš, iš upprunaliga varš skipaš ķ 1951, ein av trimum deildum į Nįttśrugripasavninum, sum ķ dag stendur landsstżrismanninum ķ undirvķsingar- og mentamįlum til svars.

Tį fariš varš undir at gera fyrireikingar til oljuleitingar, og Oljufyrisitingin (nś Oljumįlastżriš) varš sett į stovn ķ november 1993, varš hon upprunaliga lųgd ķ tųttum samstarvi viš Jaršfrųšisavniš. Hetta varš gjųrt įsannandi, at hornarsteinurin ķ umsitingini av oljumįlum er ein ongantķš ov neyvur kunnleiki um jaršfrųšiligu višurskiftini ķ undirgrundini.

Samstundis viš višfevnda fyrireikingararbeišinum fram ķmóti oljuleitingum eru uppgįvurnar į Jaršfrųšisavninum fleirfaldašar tey seinastu įrini, og har starvast ķ dag 11 fólk, samstundis sum savniš, hóast hetta, mį keypa sęr holla sakkųna hjįlp uttaneftir til at loysa stųrra partin av teimum dagligu oljujaršfrųšiligu uppgįvunum.

Ętlanin er nś at skipa Fųroya Jaršfrųšisavn sum sjįlvstųšugan kanningarstovn, iš skal standa landsstżrismanninum ķ oljumįlum til svars. Fyrimunirnir viš hesum verša lżstir ķ hjįlagda tilmęli, sum varš handaš landsstżrismanninum ķ undirvķsingar- og mentamįlum, hin 10. august 1999. Viš taš at Jaršfrųšisavniš er lógarfestur partur av Nįttśrugripasavninum, veršur neyšugt viš hesum uppskoti um broyting ķ lųgtingslógini um Fųroya Nįttśrugripasavn.

Tilmęliš frį nevndini, iš latiš varš landsstżrismanninum tann 10. august 1999, fevndi m.a. um:

Uppskot eru somuleišis ķ tilmęlinum um reglugerš fyri Jaršfrųšisavniš og um samstarvsavtalu millum Jaršfrųšisavniš og (vķškašu) Nįttśruvķsindadeildina višvķkjandi jaršfrųšiligari undirvķsing og gransking og jaršfrųšiligum framsżningum, eins og m.a. ķtųkilig tilmęli eru viš atliti at menning av jaršfrųšiligari undirvķsing og gransking į Fróšskaparsetrinum.

Ein samanlegging av Nįttśrugripasavninum, Biofar og Nįttśruvķsindadeildini į Fróšskaparsetrinum letur seg tó ikki gera fyrr enn seinni, mųguliga um eitt įr ella so. Hildiš veršur tó, at tųrvurin į eini nżskipan av Jaršfrųšisavninum er so mikiš įtroškandi, at henda eigur at verša framd sum skjótast, so at hesi višurskifti koma ķ ręttlag, įšrenn taš komandi vįr veršur fariš undir taš vęntandi stóra takiš at višgera umsóknir frį oljufelųgum um oljuleitingarloyvi v.m.

Lógaruppskotiš ber viš sęr, at lógin um Fųroya Nįttśrugripasavn ķ framtķšini ikki skal fevna um Jaršfrųšisavniš, men at virksemiš og skipanin annars į Nįttśrugripasavninum veršur óbroytt į hesum sinni.

Įsannandi at hųvušsuppgįvan hjį Fųroya Jaršfrųšisavni komandi įrini veršur knżtt at arbeišnum hjį Oljumįlastżrinum, er ętlanin, at Fųroya Jaršfrųšisavn skal standa landsstżrismanninum ķ oljumįlum til svars - eins og Fiskirannsóknarstovan stendur landsstżrismanninum ķ fiskivinnumįlum til svars. Į henda hįtt veršur lęttari at samskipa oljujaršfrųšiliga kanningararbeišiš viš arbeišiš hjį Oljumįlastżrinum.

Višmerkingar til einstųku greinirnar

Broytingin ķ § 1 er, at litra a er tikiš burturśr. Litra a, sum sigur "taš tilfar, sum nś er į Fųroya jaršfrųšissavni", veršur sostatt sambęrt hesum uppskoti strikaš, samstundis sum litra b og c verša til litra a og b. Annars er oršingin óbroytt. Sķ annars almennu višmerkingarnar.

Ķ § 3, veršur "Savniš veršur ķ 3 deildum: a Jaršfrųšisavniš, b Djórasavniš, c Plantusavniš, undir leišslu hvųrt av sķnum deildarleišarar, sum landstżriš setir." broytt til: "Savniš veršur ķ 2 deildum: 1. Djórasavniš, 2. Plantusavniš, undir leišslu hvųrt av sķnum deildarleišara, sum landsstżriš setir." Viš hesi broyting er litra a Jaršfrųšisavniš strikaš (sķ almennu višmerkingarnar), samstundis sum litra b og c verša til nr. 1 og 2. Annars er oršingin óbroytt.

1. višgerš 22. mars 2000. Mįliš beint ķ mentanarnevndina, sum tann 7. aprķl 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. višgerš tann 22. mars 2000 er taš beint mentanarnevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundi tann 29. mars 2000.

Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum og męlir tinginum til at samtykkja uppskot landsstżrisins.

2. višgerš 12. aprķl 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 26-0-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 26. aprķl 2000. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 31-0-0. Mįliš avgreitt.

Lms.j.nr. 523-0008/2000
Umms.j.nr. 84410 9800552/39/JB
Ll.nr. 66 frį 10.05.00