Kęrunevnd ķ almannamįlum

 

81  Uppskot til  lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um kęrunevnd ķ almannamįlum

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš
E. 3. višgerš

Įr 2000,  4. mars, legši Anfinn Kallsberg, lųgmašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

 

Uppskot

til

lųgtingslóg um broyting ķ lųgtingslóg um kęrunevnd ķ almannamįlum

 

§ 1

Ķ lųgtingslóg nr. 47 frį 23. mars 1993 um kęrunevnd ķ almannamįlum verša gjųrdar hesar broytingar:

  1. § 1, stk. 1, veršur oršaš soleišis:
  2. "Viš heimild ķ

    1) lov for Fęrųerne om offentlig forsorg, jbr. § 33, stk. 6,

  3. lov for Fęrųerne om dagpenge ved sygdom eller fųdsel, jbr. § 31, stk. 3,
  4. lov for Fęrųerne om bųrneforsorg, jbr. § 7, stk. 5,

veršur heimild landsstżrismansins sum kęrumyndugleiki lagdur til kęrunevndina ķ almannamįlum, sum skal višgera og taka endaliga avgerš ķ kęrumįlum sambęrt teimum ķ nr. 1-3 nevndu lógum."

2) § 1, stk. 2, veršur oršaš soleišis:

"Stk. 2. Herumframt višger kęrunevndin, sambęrt įsetingunum ķ hesi lóg, kęrur um avgeršir, sum tiknar eru sambęrt:

  1. lųgtingslóg um almannapensjónir o.l., jbr. §§ 39 og 40,
  2. lųgtingslóg um samsżning fyri at ansa eldri og óhjįlpnum heima, jbr. § 2, stk. 2,
  3. lųgtingslóg um uppihald į stovni o.l., jbr. 11."

3) Ķ § 2, stk.1, 1. og 3. pkt., § 2, stk. 3, 2. pkt., § 2, stk. 4, § 7, stk. 4, og § 9, stk. 2, veršur ķstašin fyri "Landsstżriš" sett: "Landsstżrismašurin".

  1. § 6, stk. 1, veršur oršaš soleišis:
  2. "Landsstżrismašurin skipar fyri, at nevndin fęr neyšuga skrivarahjįlp. Skrivarahjįlpin skal verša veitt frį einum almennum kęrustovni."

  3. § 6, stk. 2, veršur strikaš og stk. 3 veršur hereftir stk. 2.

§ 2

Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi dagin efttir, at hon er kunngjųrd, og hevur virknaš frį 1. januar 2000.
Stk. 2 Allur tann danski teksturin ķ lógini veršur strikašur.

Višmerkingar
Hetta uppskotiš til broytingar ķ lųgtingslógini um kęrunevnd ķ almannamįlum hevur til endamįls at fremja tęr tekninsku ręttingarnar og tillagingarnar, sum eru neyšugar ķ sambandi viš broytingar ķ ašrari lóggįvu.

Ķ galdandi lóg veršur vķst til heimildir til at leggja kęrumyndugleikan til kęrunevndina. Her er t.d. talan um onkrar heimildarlógir, sum eru settar śr gildi. Somuleišis eru eisini ašrar lógir farnar śr gildi, sum lųgdu uppgįvur til kęrunevndina ķ almannamįlum.

Orsųkin til, at broytingarnar eru neyšugar, eru hesar:
Ein nżggj lóg er samtykt um almannapensjónir, sum kom ķ gildi 1. januar 2000. Ķ nśgaldandi lóg um kęrunevnd ķ almannamįlum veršur vķst til avlamispensjónslógina, fólkapensjónslógina og lųgtingslógina um uppķskoytisveiting til einkjur. Hesar eru allar farnar śr gildi viš lógini um almannapensjónir. Hesar tilvķsingar eiga tķ at verša tiknar śr lógini. Hinvegin veršur kęrumyndugleikin sambęrt lógini um almannapensjónir og lógini um uppihald į stovni o.l. lagdur til kęrunevndina.

Lųgtingslógin um bjįlvingarstušul til pensjónistar er eisini farin śr gildi ķ 1997, tį lógin um Hśsalįnsgrunnin varš samtykt. Bjįlvingarstušul veršur nś veittur sbrt. kap. 2 ķ lógini um Hśsalįnsgrunn o.a. Sostatt er kęrunevndin ikki longur kęrumyndugleiki ķ sambandi viš mįl um bjįlvingarstušul. Tilvķsingin til lógina um bjįlvingarstušul eigur tķ at verša strikaš.

Sķšani upprunalógin varš sett ķ gildi, er ein kęrustovnur, sum m.a. er umsitingin hjį kęrunevndini ķ almannamįlum, settur į stovn. Av teirri orsųk er § 6 ķ lógini broytt, so įsetingin samsvarar viš taš, sum er galdandi ķ dag.

Sambęrt stżrisskipanarlógini hevur hvųr landsstżrismašur įbyrgd av sķnum ųki. Tķ veršur oršiš landsstżriš broytt til landsstżrismašurin.

Somuleišis er tann danski teksturin ķ lógini settur śr gildi.

Av tķ, at talan einans er um tekniskar tillagingar, standast ongar fķggjarligar ella fyrisitingarligar avleišingar av hesum broytingum.

1. višgerš 14. mars 2000. Mįliš beint ķ trivnašarnevndina, sum tann 28. mars 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t 

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. višgerš tann 14. mars 2000 er taš beint trivnašarnevndini.

Uppskotiš er ein teknisk rętting og tillaging, sum er neyšug ķ sambandi viš broytingar ķ ašrari lóggįvu.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundi tann 27. mars 2000.

Ein samd nevnd tekur undir viš mįlinum og męlir tinginum til at samtykkja taš.

2. višgerš 30. mars 2000. §§ 1 og 2 samtyktar 30-0-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 11. aprķl 2000. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 29-0-0. Mįliš avgreitt.

Lms.j.nr. 687-21/99
Ahs.j.nr. 0.23-9901480/5
Ll.nr. 54 frį 10.05.00