Fyribyrgingarrįš

 

12  Uppskot til  lųgtingslóg um fyribyrgingarrįš

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Įlit
D. 2. višgerš
E. 3. višgerš

Įr 2000,4. mars, legši Helena Dam į Neystabų, landsstżrismašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

 

Uppskot

til

lųgtingslóg um  fyribyrgingarrįš

 

§ 1. Fyribyrgingarrįšiš er rįš undir landsstżrismanninum og hevur sum uppgįvu at styrkja tiltųk fyri heilsufremjing, sjśku- og vanlukkufyribyrging, bęši ķ almanna- og heilsuverkinum. Heruppiķ liggur į rįšnum:

  1. at rįšgeva lands- og kommunalum myndugleikum ķ sambandi viš heilsufremjandi og sjśku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltųk,
  2. at styrkja heilsufremjandi, sjśku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltųk viš rįšgeving og stušuli til royndar- og menningararbeiši kring landiš,
  3. at taka stig til kanningar og śtgreišingar, sum eiga at verša framdar sum lišur ķ einum heildarfyribyrgingartiltaki, ella sum lišur ķ eini meting av verandi heilsufremjandi og sjśku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltųkum,
  4. at stimbra gransking og royndum į fyribyrgingarųkinum.

§ 2. Ķ fyribyrgingarrįšnum sita 7 limir, tilnevndir av landsstżrismanninum fyri 4 įr ķ senn. Ein limur umbošar undirvķsingarverkiš, ein limur umbošar almannaverkiš og fżra limir eru heilsustarvsfólk. Landsstżrismašurin velur sjeynda limin, sum eisini skal hava serligt innlit ķ almanna- og heilsuvišurskifti. Landsstżrismašurin velur formann og nęstformann millum limirnar ķ rįšnum.

§ 3. Landsstżrismašurin kann seta ašrar sakkųnar nevndir til stušuls ķ sambandi viš uppgįvur rįšsins. Limir ķ slķkum nevndum kunnu veljast millum fólk og felųg, iš ikki eru limir ķ rįšnum.

§ 4. Landsstżrismašurin įsetir starvsskipan rįšsins eftir tilmęli frį rįšnum.

§ 5. Landskassin rindar śtreišslurnar av virkseminum hjį fyribyrgingarrįšnum og hjį mųguligum ųšrum sakkųnum nevndum. Stk 2. Landskassin rindar limunum ķ rįšnum eina samsżning eftir almennum reglum.

§ 6. Landsstżrismašurin skipar fyri, at rįšiš fęr neyšuga skrivarahjįlp og avger, um sjįlvstųšug skrivstova skal setast į stovn.

§ 7. Fyribyrgingarrįšiš almannakunnger minst annaš hvųrt įr frįgreišing um virksemi rįšsins.

§ 8. Henda lųgtingslóg kemur ķ gildi 1. januar 2000.

Almennar višmerkingar

Seinnu įrini hevur stųšugt veriš lagdur stųrri dentur į, at tiltųk ķ sambandi viš fyribyrging av sjśkum og skašum eiga at verša framd ķ stųrri mun enn higartil. Bęši alheims heilsustovnurin WHO og heilsumyndugleikar annars hava gjųrt vart viš hetta.

Vit vita, at hend eru ovurstór lęknalig framstig ķ hesi ųld į nógvum ųkjum. Nógvar sjśkur, hvųrs uppruni var heilt ókendur, hava vit funniš orsųkina til ķ hesi ųld. Somuleišis – og lutvķst tķ vit hava funniš sjśkraorsųkirnar – eru višgeršarmųguleikarnir munandi bųttir į mongum ųkjum. Viš heilivįgi kunnu vit, ofta nś ķ mun til įšur, lekja nógvar smittandi sjśkur, eitt nś tuberklar, lungnabruna, meningitis o.s.fr. Trotsjśkur kunnu vit fyribyrgja viš rųttum vitaminum og ųšrum. Ķ mongum fųrum kunnu vit ķ dag gera fólk frķsk aftur, sum įšur vegna ringar lųstir antin doyšu ella gjųrdust avlamin restina av lķvinum. Eisini eru nógvar įšur hęttisligar sjśkur, iš vit ķ dag kunnu basa viš skuršvišgerš.

Ųll hesi višurskifti eru bųtt her um okkara leišir orsakaš av lęknaliga framburšinum, saman viš ųktu fķggjarveitingunum til heilsuverkiš – kanska serliga sjśkrahśsverkiš. Vit kunnu siga, at vit ķ dag hava eitt ręttiliga vęl śtbygt sjśkrahśsverk ķ mun til įšur, hóast okkurt enn liggur į lįni.

Vit vita, at ķ teimum sonevndu tilafturskomnu londunum eru hųvušsatvoldirnar til sjśku og deyša smittandi sjśkur og trotsjśkur. Ķ hesum fįtęku londum eru nevndu sjśkurnar ofta deyšiligar, serliga millum bųrn, og er mišallivialdurin av hesi orsųk lįgur, ofta eini fjųruti įr.

Hyggja vit eftir egna landi okkara og grannalondum - sonevndum vęlferšasamfelųgum - so er at siga, at her eru nevndu sjśkur nś minni vanligar og įlvarsamar, serliga trotsjśkurnar, og koma tęr fyri, so verša tęr aloftast lętt bastar av heilivįgi, sum vęlśtbygda heilsuverk okkara veitir teimum sjśku.

Ķ stašin fyri hava onnur įlvarsom sjśkumynstur tikiš seg upp her hjį okkum og eru voršin tey vanligu. Her snżr taš seg serliga um hjarta- og ęšrasjśkur, krabbamein, sįlarligar sjśkur og vanlukkutilburšir – eisini nevndar vęlferšarsjśkur.

Tey rķku londini, teirra millum okkara, hava mųtt hesi skeivu gongd viš eini risaųking av višgeršarroyndum innan heilsuverkiš, men tķverri mugu vit fyri ein part įsanna, at śrslitiš av hesi ųking seinastu įrini ikki hevur stašiš mįt viš tęr vónir um bata, iš hava veriš. Samanumtikiš kunnu vit ķ ein vissan mun siga, at hin ovurstóri lęknaligi framburšur, iš er hendur ķ hesi ųld, serliga hevur giviš okkum mųguleika at basa teimum slųgum av sjśkum, iš eru vanligar ķ tilafturskomnu londunum, mešan višgeršarmųguleikarnir móti teimum įšurnevndu vęlferšarsjśkunum ikki eru batnašir ķ sama mun.

Dentur mį tķ ķ nógv stųrri mun enn higartil verša lagdur į at mótvirka teimum orsųkum, iš finnast ķ samfelag okkara, sum elva til vęlferšarsjśkurnar, soleišis at fingin veršur til vega ein betri javnvįg millum okkum menniskju og umhvųrviš. Ķ hesum sambandi veršur višvķkjandi umhvųrvi serliga hugsaš um luftina, vit anda, feršsluhęttir okkara, matin vit eta og stųšu okkara ķ mun til familju og arbeiši okkara. Fingu vit eitt gott umhvųrvi ķ mun til taš, iš vit nś hava, vildi hetta óivaš ķ stóran mun minka um teir nógvu tilburšir av hjarta- og ęšrasjśku, krabbameini, feršsluvanlukkum og sįlarligum sjśkum. Hesar sjśkur eru sum nevnt tęr altvaldandi ķ samfelagi okkara ķ dag.

Heilsuverkiš er ķ stóran mun hjįlparleyst, tį iš talan er um at grųša hesar vęlferšarsjśkur, eru tęr fyrst komnar.

Rętta leišin ķ hesum stóra vandamįli er ikki bert at ųkja um sjśkrahśsśtreišslurnar, tķ hetta fer ikki at geva nakran avgeršandi bata longur. Heldur mugu vit ķ nógv stųrri mun enn higartil ųkja um og leggja til ręttis landsfevnandi, įhaldandi fyribyrgjandi virksemi. Vit eiga ķ nógv stųrri mun enn ķ dag at seta pening av til fyribyrgjandi upplżsingararbeiši, bęši ķ skślum, śtvarpi, blųšum eins og innan taš almenna yvirhųvur og ķ ymsum privatum felųgum. Taš er pśra greitt, at torfųrt er at broyta livivanarnar hjį fólki, men hetta er neyšugt, skal avgerandi bati koma.

Kostnašur
Ikki ber til at siga viš vissu, hvussu stórur kostnašurin av virki fyribyrgingarrįšsins veršur, fyrrenn rįšiš er valt og hevur gjųrt sęr arbeišsętlan. Jįttanin eftir galdandi skipan til tey trż verandi rįšini er 1,258 mió. kr. Nakaš kann sparast viš at leggja rįšini saman, men havast skal ķ huga, at jįttanin ikki eigur at verša skerd, tķ at virksemiš hjį fyribyrgingarrįšnum fevnir um alt almanna- og heilsuųkiš, og ikki bert um įvķsar sjśkur, soleišis sum nśverandi skipan ger.

Endamįl
Endamįliš viš einum fyribyrgingarrįši er at halda fast viš fyribyrgingarperspektivi. Ķ tķ dagliga er taš višgerš sum vinnur frama, tķ at śrslitiš sęst her og nś, mešan fyribyrging ikki er nakaš, sum gevur śrslit fyrr enn um nųkur/nógv įr.

Fyribyrgingarrįšiš skal hava til uppgįvu ķ serligan mun at tryggja eitt fyribyrgjandi arbeiši viš śtliti til įgóša av arbeišinum nógv įr seinni. Fyribyrgingarrįšiš skal tķ mannast viš fólki, sum ikki bert fara eftir tķ, sum er uppi ķ tķšini, men heldur teimum veruligu trupulleikunum, t.d. tubbaksroyking og fita. T.d. kann nevnast, at kanningar gjųgnum nógv įr millum nęmingar ķ 9. flokki ķ fleiri europeiskum londum vķsa, at fųroyskir nęmingar roykja óhugnaliga nógv samanboriš viš nęmingar ķ hinum londunum. Somuleišis skal fyribyrgingarrįšiš finna śtav, hvat skal fyribyrgjast og gera prioriteringar av tķ, sum kann dokumenterast kann fyribyrgjast.

Uppgįvan hjį rįšnum er eisini, at fįa tey fyribyrgjandi tiltųkini at virka ķ okkara samfelag.

Neyšugu fortreytirnar hjį einum fyribyrgingarrįši eru:

Rįšiš skal samansetast av fólki viš teoretiskum innliti ķ fyribyrgjandi arbeiši, men eisini av fólki sum kunnu tryggja, at umsitingar/stovnar uttanfyri Almanna- og heilsumįlastżriš og ašrir įhugabólkar koma at virka viš ķ fyribyrgingararbeišinum.

Skrivstovan
Neyšugt er at hava skrivstovuhjįlp, sum er knżtt at rįšnum. Henda skrivstova skal bęši vera vanlig skrivstova og ta śtinnandi yrkisgagni hjį rįšnum, tvs. at hon eisini skal taka sęr av at fremja ķ verki tęr upplżsingarskipanir o.s.v., sum rįšiš tekur stig til. Hvųrt taš er neyšugt at seta eina sjįlvstųšuga skrivstovu į stovn til hetta endamįl, ella tęnastan kann veitast sum skrivstovuhjįlp gjųgnum ašra skrivstovu er ilt at meta um, fyrr enn rįšiš er fariš til verka.

Galdandi skipan og nżskapanin viš hesum lógaruppskotinum
Taš finnast ķ dag trż ymisk fyribyrgingarrįš fyri įvķs heilsuųkir, nevniliga Rśsdrekka- og narkotikarįšiš, Tubbaksrįšiš og Aidsrįšiš. Hesi rįš taka sęr av hvųr sķnum ųki. Ętlanin viš hesum lógaruppskoti er, at skipa eitt fyribyrgingarrįš, sum skal koma ķ stašin fyri hini trż rįšini, men sum eisini skal taka sęr av ųšrum heilsutrupulleikum. Her veršur t.d. hugsaš um trupulleikar, sum standast av skeivum kostvanum, vantandi likamsvenjing o.s.fr. Fyribyrgingarrįšiš skal sostatt vera eitt altfevnandi rįš, sum tekur sęr av ųllum teimum heilsutrupulleikum, sum koma fyri dagin.

Fyribyrgingarrįšiš veršur ikki bundiš at nųkrum įvķsum uppgįvum, men rįšiš skal hinvegin kunna rašfesta sķnar uppgįvur alt eftir, hvar tųrvurin į hesum veršur mettur at vera stųrstur. Soleišis kann rįšiš leggja dent į ymisk heilsuųkir frį einum įri til annaš.

Rįšiš er sett saman av fakfólki, fyri at rįšiš ķ stųrst mųguligan mun skal kunna vera fųrt fyri at taka sęr av teimum uppgįvum, sum veruliga krevja, at nakaš veršur gjųrt, heldur enn at valt veršur at leggja dent į minni įlvarsligar uppgįvur, sum eru uppi ķ tķšini, men sum ikki eru heilt so vandamiklar fyri fólkaheilsuna sum heild. T.d. kann nevnast Aids, sum tķbetur hevur vķst seg ikki at vera nęr so vandamikiš, sum stśrt var fyri. Tķlķkar sjśkur skulu sjįlvsagt ikki gloymast, men taš eru fleiri ašrir vansar, sum eru munandi įlvarsligari fyri almennu heilsustųšuna. Eisini hevur veriš havt ķ huga, at įvaringar frį fakfólki helst fara at viga tyngri ķ huganum hjį móttakaranum, enn įvaringar frį leikfólki.

Kravdar lógarbroytingar
Nś tį ętlanin er at leggja tey trż verandi fyribyrgjandi rįšini saman ķ hesum nżggja fyribyrgingarrįšnum, gerst taš neyšugt at fremja nakrar smęrri lógarbroytingar, sum višvķkja teimum rįšum, sum nś verša avloyst.

Ķ Tubbakslógini, lųgtingslóg nr. 94 frį 4. oktober 1984 veršur neyšugt at tillaga § 5, stk. 2 soleišis, at henda grein ikki vķsir til Tubbaksrįšiš, men hinvegin til Fyribyrgingarrįšiš. Neyšugt veršur eisini at strika § 6. Um so er, at hesar broytingar ikki verša framdar, kann Fyribyrgingarrįšiš ikki koma ķ stašin fyri Tubbaksrįšiš.

Lógaruppskotiš leggur upp til, at tį nżggja Fyribyrgingarrįšiš veršur sett į stovn, veršur m.a. Rśsdrekka- og Narkotikarįšiš avtikiš. Ķ rśsdrekkalógini eru nakrar uppgįvur tillagdar Rśsdrekka- og Narkotikarįšnum ķ § 4, stk. 2, § 8, stk. 2 og § 13. Nakrar av hesum uppgįvum kunnu mųguliga flytast yvir til Fyribyrgingarrįšiš, men hetta lógarųkiš hoyrir undir annan landsstżrismann, og kunnu broytingarnar tķskil ikki fremjast av Almanna- og heilsumįlastżrinum. Rśsdrekka- og narkotikarįšiš er sett į stovn viš einari kunngerš, og hetta rįšiš kann tķskil eisini takast av aftur viš kunngerš, tį lógin veršur samtykt.

Višvķkjandi Aids-rįšnum er eingin trupulleiki, tķ hetta rįšiš byggir bert į eina reglugerš, sum kann broytast fyrisitingarliga.

Višmerkingar til tęr einstųku greinarnar

Ad: § 1
Dentur veršur lagdur į at styrkja lokal sjśku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltųk ymsa stašni ķ landinum viš samarbeiši, rįšgeving og stušuli til fyribyrgjandi arbeiši kring landiš.

Rįšiš skal veita politiskum myndugleikum, fólki innan fakrųrsluna og embętisfólkum upplżsingar um fyribyrgingararbeiši. Ķ samstarvi viš ašrar myndugleikar, felagsskapir o.s.fr. kann rįšiš fara ķ holt viš breišari upplżsingartiltųk, eitt nś ķ sambandi viš at fremja uppskot, iš rįšiš sjįlvt hevur boriš fram.

Viš rįšgeving veršur her lutvķst hugsaš um tey stig, iš Fyribyrgingarrįšiš sjįlvt tekur mótvegis lands- og kommunalum myndugleikum, lutvķst rįšgeving orsakaš av, at myndugleikar, persónar ella felagskapir venda sęr til rįšiš višvķkjandi heilsufremjandi, sjśku- og vanlukkufyribyrgjandi tiltųkum.

Rįšgeving kann fevna um at senda śt tilfar viš heilsufremjandi og fyribyrgjandi innihaldi, telefonvegis leišbeining, fundir og skeišvirksemi. Eisini kann rįšiš skipa fyri, at settar verša ķ verk rįšgevaraskipanir.

Rįšgeving ķ hesum sambandi merkir ein breiš rįšgeving, og kann hendan verša framd bęši viš uppskotum til heilsufremjandi, vanlukku- og sjśkufyribyrgjandi tiltųk og viš teimum dagligu sambondunum millum skrivstovuna hjį fyribyringarrįšnum og kommunalu myndugleikarnar ella einstaklingar višvķkjandi lokalum tiltųkum.

Fyribyrgingarrįšiš eigur at stušla mųguligari stovnseting av fyribyrginarfelųgum kring landiš.

Ad § 2
Rįšiš veršur sett av landsstżrismanninum ķ almanna- og heilsumįlum, og er umbošaš sum nevnt ķ greinini. Rįšiš skal vera eitt fakrįš burturav, fyri at hesi į best mųguligan hįtt skulu vera fųr fyri at leggja til merkis og fyribyrgja teimum vansum, sum hómast fyri framman. At rįšiš skal vera eitt fakrįš burturav, er grundaš į, at tųrvur er į, at rįšiš kann seta seg inn ķ heilsuvišurskiftir og meta um, hvar tųrvur gerst į fyribyrging, og hvussu henda fyribyrging skal skipast. Rįšiš mį tķskil hava eitt serligt innlit į ųkinum.

Umbošiš fyri undirvķsingarverkiš eigur at vera ein, sum fęst viš ungdóm til dagligt, og sum harviš hevur innlit ķ, hvat fyrigongur millum ung fólk. Umbošiš fyri almannaverkiš eigur at vera ein, sum hevur skil fyri tķ sosiala ųkinum, t.d. ein sosialrįšgevi. Tey fżra heilsustarvsfólkini kundu t.d. veriš ein sjśkrahśslękni, ein kommunulękni, ein heilsusystur og ein kostrįšgevi. Haraftrat velur landsstżrismašurin ein lim, sum hevur serligt innlit į ųkinum. Viš einari tķlķkari samanseting vil rįšiš kunna breiša seg śt yvir flest ųll umrįšir. Tį nevndir eru ein sjśkrahśslękni og ein kommunulękni, er orsųkin tann, at mešan sjśkrahśslęknin arbeišir viš trupulleikunum, sum standast av vantandi fyribyrging, so virkar kommunulęknin śti millum borgararnar ķ samfelagnum, og at hann harviš hevur lęttari viš at fylgja viš ķ teimum broytingunum, sum sķggjast ķ fólkaheilsuni. Kommunulęknin kann tķskil ręttuliga tķšliga gera vart viš tey įvaringartekin, sum hann leggur til merkis.

Ad § 3
Ein tżšandi tįttur ķ arbeišinum hjį einum fyribyrgingarrįši er at kunna meta um, hvųrja įvirkan tęr skipanir og atgeršir, iš higartil eru framdar, hava havt. Tķskil kundi veriš ynskiligt at sett eina nevnd at kanna hetta, og at gjųrt eitt tilmęli um, hvussu fyribyrgjandi rįšgeving best kann veitast. Annars kann į įvķsum ųkjum verša ynskiligt at seta serligar nevndir, til at taka sęr av serligum uppgįvum.

Ad § 4
Neyšugt er viš einari greišari starvsskipan, soleišis at eingin ivi er um, hvat rįšiš skal fįast viš, og hvussu farast skal fram ķ teimum einstųku fųrunum. Hetta vil gera uppgįvuna hjį rįšnum munandi lęttari.

Ad § 5
Tann fķggjarliga jįttanin, sum veršur veitt rįšnum, eigur ikki at vera oyramerkt til serlig ųki, men heldur at vera ein blokkur, sum rįšiš kann nżta, har tųrvurin er stųrstur. Į hendan hįtt vil rįšiš betur kunna leggja virksemi sķtt til ręttis.

Ķ longdini vil jįttanin til fyribyrging geva śrslit soleišis, at śtreišslurnar til višgerš minka. Hetta veršur tó ikki sjónligt ķ nęrmastu framtķš, eins og taš ikki er greitt, hvussu nógv kann sparast ķ framtķšini. Men eingin ivi er um, at ein vęlvirkandi fyribyrgingarskipan vil kunna spara samfelagnum nógvan pening.

Ad § 6
Rįšiš fęr skrivstovuhjįlp ella eina sjįlvstųšuga skrivstovu, sum tekur sęr av teimum praktisku višurskiftunum hjį rįšnum. Tvs. at skrivstovan veršur yrkisgagniš hjį rįšnum, hon fremur ķ verki tey tiltųk, sum rįšiš setur ķ gongd. Eisini tekur skrivstovan sęr av samskiftinum viš teir ymisku mįlbólkarnar. Taš er ynskiligt fyri at rįšiš kann virka til fulnar, at skrivstovan er sjįlvstųšug og ikki er bundin at almennu fyrisitingini.

Ad § 7
Rįšiš eigur viš jųvnum millumbili at kunngera virksemi sķtt, til tess at almenningurin fęr innlit ķ virksemi og tżdningin av hesum.

Ad § 8
Męlt veršur til at lógin ikki kemur ķ gildi fyrr enn 1. januar 2000. Hetta kemst av, at neyšugt veršur viš einari rķmiligari skiftistķš til avtųku av hinum rįšunum eins til stovnssetan av nżggja rįšnum. Mett veršur ikki, at mųguligt er at fremja hesa umleggingina skjótari.

Henda lógin krevur, at framdar verša nakrar broytingar ķ lųgtingslóg nr. 94 frį 4. oktober 1984 soleišis, at uppgįvur, sum fyrr lógu hjį Tubbaksrįšnum, nś vera fluttar yvir til Fyribyrgingarrįšiš.

Hoyrdir partar
Uppskotiš hevur veriš til hoyringar hjį teimum bólkunum, sum fįast viš fyribyrgingarvirksemi og/ella sum kunnu vęntast at koma at vera umbošašir ķ rįšnum. Hesir bólkar eru hoyrdir:

Landslęknin
Landslęknin hevur sķšan 1980 viš jųvnum millumbili męlt til at fingin bleiv til vega lóggįva um hetta tżdningarmikla evni. Landslęknin hevur ongar konkretar višmerkingar, men er sera vęl nųgdur viš uppskotiš.

Lęknarįšiš
Lęknarįšiš heldur taš vera skilagott, at sett veršur į stovn eitt fyribyrgingarrįš. Hetta rįšiš kann fįa alstóran tżdning fyri oršaskifti um fyribyrgjandi tiltųk, um taš kemur at virka eftir ętlan. Lęknarįšiš ger vart viš, at vęlferšarsjśkurnar eru sera tyngjandi fyri heilsuverkiš, og at alt sum kann bųta um hetta eigur at vera gjųrt. Annars kundu višmerkingarnar til § 2 veriš heldur neyvari, tį sagt veršur, at ķ rįšnum kundu m.a. siti ein lękni og ein kommunulękni. (Hesar višmerkingarnar eru nś gjųrdar neyvari, soleišis at sagt veršur, hvķ hetta veršur skotiš upp).

Lęknafelag Fųroya kundi hóskandi veriš viš til at valt teir lęknaligu limirnar ķ rįšiš.

Lęknarįšiš męlir annars til, at eitt tķlķkt fyribyrgingarrįš veršur sett į stovn, og at givnar verša rįšnum hóskiligar umstųšur at virka undir. Taš er ikki nokk bert at seta lógina ķ gildi.

Almannastovan
Uppskotiš hevur veriš til hoyringar hjį deildarleišarunum į višskiftaųkinum, men hesir hava ongar višmerkingar til uppskotiš.

Heimarųktin ( Heilsusystratęnastan )
Heilsusystrarnar fegnast um, at sett veršur į stovn eitt fyribyrgingarrįš, tķ at stórur tųrvur er į, at taš fyribyrgjandi virksemi veršur samskipaš og rašfest, og at enn stųrri dentur veršur lagdur į fyribyrgjandi fyriskipanir į serliga barna- og familjuųkinum.

Heilsusystrarnar vķsa į, at tęr hava serśtbśgving innan primera fyribyrging og pędagogik į barna- og familjuųkinum, og at tęr tķ eiga at vera ein sjįlvsagdur partur av hesum rįšnum.

Heilsusystrarnar meta, at ov stórur dentur veršur lagdur į višgerš ķ mun til fyribyrging. T.d. veršur oršiš primer profylaksa als ikki nevnt, hvųrki ķ lógaruppskotinum ella ķ almennu višmerkingunum. Heilsusystrarnar meta skrivi at vera sera lęknaligt og sjśkufiksera.

Skotiš veršur upp, at ķ sambandi viš, at ętlanin er at leggja til ręttis eitt landsfevnandi, įhaldandi fyribyrgjandi arbeiši og at seta pening av til fyribyrgjandi upplżsandi arbeiši, at taš ķ hesum sambandi veršur hugsaš um at uppnormera nśverandi heilsusystratęnastuna, tķ hendan er landsfevnandi og fungerar, eins og hon umfatar ųll smįbųrn, allar skślar og allar smįbarnafamiljur.

Heilsusystrarnar meta, at tį višmerkingarnar nevna tubbaksroyking og fita, sum verandi teir veruligu trupulleikarnar, so vendir uppskotiš sęr ķmóti sekunderari profylaksu. Tęr fregnast tķ eftir, hvussu veršur viš fyribyrging av sosialum ójavnum og fylgjunum av hesum.

Heilsusystrarnar meta višmerkingarnar til § 3 vera eitt gott hugskot, men eftirlżsa hvussu hetta skal gerast og viš hvųrjum ambošum? Višvķkjandi § 5 veršur spurt, hvųr iš skal meta um tųrvin į fyribyrging, og hvussu hetta skal gerast? Spurt veršur eisini um talan er um eitt fyribyrgingarrįš ella eitt fyribyrgingar- og granskingarrįš?

Ķ sambandi viš, at fyribyrgingarrįši skal vera rįšgevandi, spyrja heilsusystrarnar hvųrjar heimildir rįšiš hevur, og hvųr hevur įbyrgdina av, at tilmęlir frį rįšnum verša fylgd, eins og hvųr hevur eftirlit viš hesum?

Deildin fyri Arbeišs- og Almannaheilsu
Deildin fyri Arbeišs- og Almannaheilsu tekur undir viš uppskotinum og teimum almennu višmerkingunum. Tó veršur hildiš, at taš įtti at veriš lagt eitt petti aftrat almennu višmerkingunum um stųšuna višvķkjandi tubbaksnżtslu millum ung ķ Fųroyum. (Hetta er nś tikiš til eftirtektar, og višmerkingar eru gjųrdar hesum višvķkjandi).

Rśsdrekka- og Narkotikarįšiš
Rśsdrekka- og Narkotikarįšiš vķsir į, at verandi rįš er eitt myndugleikarįš, sum er mannaš viš sjįlvstųšugum umbošum fyri almennar myndugleikar. Styrkin viš hesari skipanini er, at rįšslimirnir kunnu brśka sķni heimaumhvųrvi til at nema sęr kunning um taš, sum rįšiš višger. Hetta hevur veriš viš til at tryggja rįšnum taš neyšuga kjųlfesti, tį ivi hevur veriš sįddur um tęr nišurstųšurnar, sum rįšiš er komiš til. Ein fyrimunur viš einum rįšiš, sum er sett saman av serkųnum fólki śr ymsum fyrisitingargreinum ķ samfelagnum er, at rįšiš tį ķ sjįlvum sęr situr inni viš stórari servitan til at višgera ivamįl og avgreiša mįl. Hetta ger, at rįšiš ķ stašin fyri at skulla sųkja sęr vitan frį ad-hoc arbeišsbólkum betur er fųrt fyri at stašfesta, hvųrjir trupulleikar ķ heila tiki eru til stašar ķ samfelagnum. Hetta ger, at rįšiš lęttari og skjótari kann fįa eyga į teir trupulleikarnar, sum taka seg upp.

Rśsdrekka- og Narkotikarįšiš metir annars, at arbeišssetningurin hjį fyribyrgingarrįšnum er sera breišur, umfatandi ųll heilsuvišurskifti, sum kunnu fyribyrgjast, men at atgeršarmųguleikarnir eru órķmiliga trongir, tķ at hetta er eitt rįš at siga bert fyri heilsuverkiš.

Vķst veršur til endamįlsgreinina ķ § 1 og sagt veršur, at um rįšiš veruliga hevur til uppgįvu bert at fremja fyribyrging innan almanna- og heilsuverkiš, veršur nógv eftir, sum fer at liggja į lįni, tķ at fyribyrging višvķkur ųllum samfelagspųrtum.

Annars vil rįšiš gera vart viš viršismikla leiklutin ķ fyribyrgingararbeišinum, sum rśsevninsrįšgevin hevur havt seinastu įrini. Rįšiš er vęl nųgt viš virksemi hansara og heldur, at hetta virksemi įtti at veriš umrųtt ķ uppskotinum.

Lęknafelag Fųroya
Lęknafelagiš baš um at fįa longt freistina 14 dagar, men einki svar er afturkomiš kortini.

Undirvķsingar- og mentamįlastżriš
Einki svar afturkomiš.

Tubbaksrįšiš
Einki svar afturkomiš.

Aidsrįšiš
Einki svar afturkomiš.

Eingi skjųl eru hjįlųgd hesum lógaruppskoti.

1. višgerš 14. mars 2000. Tingmįlini nr. 12, 19 og 68 višgjųrd undir einum. Mįliš beint ķ trivnašarnevndina, sum tann 7. aprķl 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t 

Uppskotiš er dagfest 28. oktober 1999, men er ikki formliga lagt fram av landsstżrismanninum ķ heilsumįlum fyrr enn tann 4. mars 2000, tķ at neyšugt var at bķša eftir einum fylgibroytingaruppskoti til rśsdrekkalógina, sum varš framlagt av landsstżrismanninum ķ vinnumįlum viš lųgtingsmįli nr. 68/1999. Eftir 1. višgerš tann 14. mars 2000 varš uppskotiš beint ķ trivnašarnevndina.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 27. og 28. mars og 4. aprķl 2000.

Nevndin tekur undir viš sjónarmiši landsstżrisins um, at dentur ķ nógv stųrri mun enn higartil eigur at verša lagdur į at mótvirka teimum orsųkum, iš finnast ķ samfelag okkara, sum elva til vęlferšarsjśkurnar, soleišis at fingin veršur til vega ein betri javnvįg millum okkum menniskju og umhvųrviš. At skipa eitt fyribyrgingarrįš er lišur ķ hesum arbeiši.

Nevndin heldur, at Rśsdrekka- og Narkotikarįšiš hevur gjųrt eitt gott arbeiši og hevur virkaš vęl, og at vandi veršur fyri, at arbeišiš višvķkjandi serliga rśsdrekkatrupulleikum dettur nišurfyri, um rįšiš veršur tikiš av frį degi til dags. Av hesi grund męlir nevndin til, at arbeišiš hjį Rśsdrekka- og Narkotikarįšnum so lķšandi veršur flutt fyribyrgingarrįšnum ķ einum skiftisskeiši.

Av tķ at mįliš varš seinni framlagt enn ętlaš, er neyšugt at broyta gildiskomudagin.

Ein samd nevnd męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskot landsstżrisins viš nevndu broytingum, og setir tķ fram soljóšandi  

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

1) Ķ § 8 veršur "1. januar" broytt til "1. juli"

2) Ķ § 8 veršur sett sum nżtt stk. 2: "Stk. 2. Rśsdrekka- og Narkotikarįšiš virkar framvegis sķšustillaš fyribyrgingarrįšnum fram til 1. januar 2002 sbr. reglunum ķ kunngerš. nr. 133 frį 25.10.1990 um Rśsdrekka- og Narkotikarįš"

2. višgerš 12. aprķl 2000. Broytingaruppskot frį trivnašarnevndini til § 8 samtykt 29-0-0. Uppskotiš soleišis broytt samtykt 28-1-0. Uppskotiš fer soleišis samtykt til 3. višgerš.

3. višgerš 26. aprķl 2000. Uppskotiš, sum samtykt viš 2. višgerš, endaliga samtykt 29-1-0. Mįliš avgreitt.

Lms.j.nr. 687-16/99
Ahs.j.nr. 0.12-9800559/14
Ll.nr. 56 frį 10.05.00