ST-havręttarsįttmįli

 

88  Uppskot til  samtyktar um góškenning av sįttmįla um at seta ķ verk įsetingarnar ķ havręttarsįttmįla Sameindu Tjóša frį 10. desember 1982 um varšveiting og umsiting av millumųkja fiskastovnum og vķšferšandi fiskastovnum

A. Upprunauppskot
B. 1. višgerš
C. Nevndarskjųl
D. Įlit
E. 2. višgerš

Įr 2000,  4. mars, legši Anfinn Kallsberg, lųgmašur, vegna landsstżriš fram soljóšandi

 

Uppskot

til

samtyktar

um góškenning av sįttmįla um at seta ķ verk įsetingarnar ķ havręttarsįttmįla Sameindu Tjóša frį 10. desember 1982 um varšveiting og umsiting av millumųkja fiskastovnum og vķšferšandi fiskastovnum

Lųgtingiš góškennir hjįlagda sįttmįla um at seta ķ verk įsetingarnar ķ havręttarsįttmįla Sameindu tjóša frį 10. desember 1982 um varšveiting og umsiting av millumųkja fiskastovnum og vķšferšandi fiskastovnum. 

Višmerkingar

Havręttarrįšstevna Sameindu tjóša (UNCLOS) fųrdi til ein havręttarsįttmįla, sum varš undirritašur ķ 1982. Hann fekk formligt gildi, tį iš seksti lond hųvdu stašfest hann ķ november 1994. Danmark hevur ikki stašfest sįttmįlan enn, og er sįttmįlin heldur ikki lagdur fyri Fųroyar.

Seinast ķ sekstiįrunum og fyrst ķ sjeytiįrunum var greitt, at veišitrżstiš į flestu fiskastovnum ķ Noršuratlantshavi var ov stórt. Ųkisbundnu fiskiveišinevndirnar ķ Noršuratlantshavi, NEAFC og ICNAF (seinni NAFO), fóru tķ ķ 1972-73 at įseta MLV og kvotur fyri allar tżšandi stovnar. Hetta tóktist tó ikki at tįlma veišitrżstinum, og ónųgd viš at leggja skynsama fiskiveiši til ręttis ķ ųkisbundnu nevndunum fųrdi til, at flestu lond fluttu fiskimųrk sķni śt į 200 fjóršingar ķ 1976 og 1977. Įbyrgdin av at umsita eitt stórt tal av stovnum fór viš hesum yvir til eitt ella fleiri lond. Ųkisbundnu nevndirnar skuldu tó framvegis taka sęr av stovnum, sum vóru į altjóša ųki, og um strandalondini og londini ķ nevndunum annars kundu semjast um taš, av stovnum, sum vóru bęši innan og uttan fyri fiskimųrk.

Hųvušstrupulleikin uttan fyri 200 fjóršingar hevur veriš eftirlitiš viš fiskiskapinum hjį limalondum; og fiskiskapurin hjį londum, sum ikki eru limir ķ ųkisbundnu felagsskapunum. Ašrir trupulleikar hava veriš at semjast um sonevndar straddling stocks, stovnar sum feršast um fiskimųrkini.

Eftir at havręttarsįttmįlin varš samtyktur ķ 1982 hevur veriš virkaš fyri at ųkja um mųguleikarnar at fįa skipaš višurskifti uttan fyri 200 fjóršingar Taš hevur gingiš fyri seg ķ ųkisbundnum nevndum fyri fiskiveiši, sum NAFO og NEAFC. Laksur, hvalur og kópur hava eina serstųšu ķ UNCLOS. Umsitingina av hesum tilfeingi hava felagsskapir sum NASCO og NAMMCO.

NAFO, sum hevur įbyrgdina av śtnyšringspartinum av Atlantshavi, er komiš ręttiliga langt viš at seta reglur fyri fiskiskapi uttan fyri 200 fjóršingar, men vįnaliga stųšan hjį fiskastovnunum vestanfyri hevur gjųrt arbeišiš ķ hesum felagsskapi truplari. NEAFC, sum hevur įbyrgdina av landnyršingspartinum av Atlantshavi, er eisini komin ręttiliga langt.

Strandalondini hava havt serligan ampa av straddling stocks, stovnar sum feršast um fiskimųrk. Tess vegna hava strandalondini tikiš seg saman og gjųrt skipanir arrangements fyri at verja fiskastovnar sum sild og makrel. Eftir er so svartkjafturin. Sķšani hava felagsskapir sum NEAFC įsett reglur fyri fiskiskapi ķ altjóša ųki, eftir at strandalondini eru samd um heildarveišina.

ST-ašalfundurin var eisini farin undir at arbeiša viš hesum ķ 1989. Ašalfundurin samtykti eisini yvirlżsingar um fiskiskap viš gųrnum ķ 1989, 1990 og 1991.

FAO hevur ķ sķni fiskiveišinevnd, COFI, roynt at finna loysnir, og her er at nevna CANCUN-yvirlżsingin um fiskiskap undir įbyrgd.

Eisini rįšstevna Sameindu tjóša ķ Rio de Janeiro ķ 1992 setti betri umsiting av nįttśrutilfeingi į dagsskrį herķmillum livandi tilfeingi ķ havinum. Fiskivinnuparturin ķ sonevndu agenda 21 (skrįin fyri 21. ųld) byggir nógv į CANCUN-yvirlżsingina.

FAO hevur arbeitt vķšari viš hesum og gjųrt uppskot um leišbeinandi reglugerš fyri, hvussu fariš veršur fram ķ fiskiskapi undir įbyrgd Code of conduct of responsible fisheries. Hesar almennu reglur, sum lond skulu taka upp ķ sķna egnu lóggįvu, hava gildi fyri allan fiskiskap bęši innan fyri og uttan fyri fiskimųrk. Hetta arbeišiš heldur įfram.

Ein avleišing av RIO rįšstevnuni var rįšstevna Sameindu tjóša um feršandi fiskastovnar. Henda rįšstevna višgjųrdi, hvussu stovnar, sum feršast um fiskimųrk ella um ógvuliga vķšar havleišir, skuldu umsitast. Rįšstevnan hevur havt seks fundir og semja varš funnin į sętta fundi, iš fór fram frį 24. juli til 4. august ķ New York. Semjan er ein konsensus avgerš hjį 112 londum, t.e. atkvųtt varš ikki, men londini kundu gera višmerkingar. Hetta gjųrdu m.a. ES og Noregi, sum gjųrdu vart viš, at ivamįl vóru viš at lata onnur lond enn flagglond nżta vald į vķšum havi.

Innihaldiš ķ sįttmįlanum um varšveiting og umsiting av millumųkja fiskastovnum og vķšferšandi fiskastovnum

Sum nevnt varš semja um ein sįttmįlatekst į fundinum ķ New York. Sįttmįlin setir ķ verk įsetingarnar ķ havręttarsįttmįlanum um varšveiting og umsiting av feršandi fiskastovnum og vķšferšandi fiskastovnum. Ķ sįttmįlanum er įsett, at hann kann nżtast beinanvegin ķ 12 mįnašir frį 4. desember 1995, tį hann er opin fyri undirskriving. ST-rįšstevnan heitir ķ serstakari samtykt į partarnar um at nżta įsetingarnar ķ avtaluni fyribils, til avtalan er ratifiseraš. Av londunum ķ ES eru taš fleiri limalond, sum ikki enn hava endaliga góškent avtaluna. Grųnland hevur góškent avtaluna ķ 1999, og Danmark og Fųroyar hava avtalaš, at avtalan veršur lųgd fyri Lųgtingiš og Fólkatingiš innan endan av mars 2000. Ętlanin er sķšani aftanį góškenning at boša ST frį hesum.

Avtalan fevnir ķ hųvušsheitum um:

Avtalan įsetir reglur fyri altjóšasamstarvi um at umsita fiskiveišina ķ altjóša sjógvi viš tķ endamįli at tryggja samanhangandi og buršardygga umsiting av vķšferšandi stovnum. Dentur veršur lagdur į, at bęši strandalond og fjarfiskilond skulu taka lut og samstarva um umsitingina. Avtalan umfatar allar partar av nśtķmans fiskiveišiumsiting ķ grein 5 m.a.

Ķ grein 6 er įsett, at londini ķ fiskiveišiumsiting sķni skulu nżta fyrivarnismeginregluna "the precautionary approach". Henda mannagongd įsetir, at varisliga skal farast fram, tį upplżsingar um fiskastovnar eru óvissar, óįlķtandi ella ófullfķggjašar. Vantandi vitan skal ikki nżtast sum undanfųrsla fyri ikki at seta reglur og varšveitandi tiltųk ķ verk. Ķ einum skjali, annex II, veršur gjųlla sagt frį, hvussu farast skal fram. Hesar įsetingar kunnu samanfatast viš, at londini ķ umsitingini skulu seta mark fyri veišitrżstinum. Hetta kann gerast sum eitt alment ovasta mark, ella um taš er neyšugt, sum serstųk mųrk. Londini gera reglur fyri tiltųkum, har veišireglur ikki verša hildnar.

Ķ grein 7 eru įsetingar um umsitingina uttan- og innanfyri 200 fj. markiš. Samanhangur skal vera millum umsitingina innan- og uttanfyri fiskimark.

Ķ grein 10 er įsett, hvųnn myndugleika teir regionalu felagsskapirnir hava. Fyrst er at nevna heimild at įseta varšveitingar- og umsitingartiltųk. Felagsskapirnir kunnu įseta tekniskar reguleringar og įseta MLV į fiskastovnarnar og heildarkvotur fyri limalondini. Teir kunnu eisini skipa fyri felags eftirlitsreglum v.m. Dųmi um hetta eru tey umsitingartiltųk, sum NAFO og NEAFC hava sett ķ verk.

Tey ķtųkiligu umsitingartiltųkini og taš eftirlit, sum er bundiš at hesum, skal fara fram ķ regionalum felagsskapum. Um eingin regionalur felagsskapur er, so skulu įhugašir partar stovna tķlķkan. Regionalu felagsskapirnir skulu vera opnir fyri londum, sum hava grundaš "real" fiskiveiši įhugamįl. Lond skulu annašhvųrt gerast limir ķ ella ķ minsta lagi fylgja reglunum, sum regionali felagsskapurin setir fyri at hava mųguleika at fįa fiskiręttindi. (grein 8. 3 og 4.)

Tżdningarmiklar eru reglurnar um fiskiveišueftirlit ķ parti VI, serstakliga grein 21. Flagglandiš fęr stųrri skyldur at hava eftirliti viš sķnum fiskiskipum ķ altjóša sjógvi og at samstarva viš onnur lond um eftirlit viš fiskiskapi. Eftirlit undir egnum flaggi kann latast ųšrum londum, sum eru luttakarar ķ avtaluni. Reglan er, at hevur flagglandiš ikki tikiš stig til at stešga ólógligum fiskiskapi innan stutt tķšarskeiš, so kann annaš land yvirtaka eftirlitiš. Flagglandiš hevur skyldu til innan 3 arbeišsdagar at taka neyšug stig ķ fųrum viš ólógligum fiskiskapi.

Ķ roynd og veru merkir hetta, at eftirlitsreglurnar eru viš at koma į eitt felags stųši, sum hjį flestu strandalondum, og rųkir eitt land ikki skyldur sķnar, so kann annaš land taka yvir. Taš er tó greitt, at ręttarsókn bert kann fyriganga ķ flagglandinum, men įsetingar ķ avtaluni loyva at skip veršur tikiš, fyri at tryggja prógv um ólógliga veiši, og eisini at taš kann fųrast til lands.

Vištųkan av avtaluni broytir ikki stórvegis um įsetingarnar ķ lógini um vinnuligan fiskiskap, tķ tey umsitingarligu tiltųkini eru longu til stašar. Soleišis fer avtalan ikki at hava viš sęr stórar umsitingarligar śtreišslur.

Męlt veršur Lųgtinginum til at samtykkja, at landsstżriš męlir rķkisstjórnini til at seta avtaluna ķ gildi fyri Fųroyar.

Višmerkingar til teir ymiskum partarnar ķ avtaluni:

Til I. part: Almennar įsetingar

Grein 1 lżsir innihaldiš av hugtųkunum ķ avtaluni, herundir hvųr er at meta sum luttakari (partur) ķ mun til avtaluna. Umframt at tey einstųku londini kunnu stašfesta avtaluna, kunnu eisini millumlanda felagsskapir, sum av limalondum tess hava fingiš tillutaš mįlsręši (kompetansu) til at verša viš ķ avtaluni (t.d. ES), verša luttakarar, treytaš av, at felagsskapurin sum ein eind stašfestir avtaluna.

Grein 2 vķsir til endamįliš viš avtaluni. Taš er at tryggja langtķšar varšveitslu og buršadygga gagnnżtslu av millumųkja- og vķšferšandi fiskastovnum. Hetta gerst viš at fremja įsetingarnar ķ avtaluni.

Grein 3 vķsir til gildisųkiš hjį avtaluni. Ķ śtgangsstųšinum kann avtalan bert nżtast uttanfyri 200-fjóršinga fiskimark hjį londunum. Tó kann avtalan eisini nżtast ķ sambandi viš tęr meginreglur um umsiting av tilfeinginum, sum eru įsettar ķ grein 5, 6 og 7 ķ avtaluni, til umsiting av teimum ymiskum fiskastovnunum innan fyri fiskimark ķ tann mun, sum hetta hóskar til umsitingina fyri teir įvķsu stovnarnar.

Grein 4 er um višurskiftini til havręttarsįttmįlan frį 1982. Avtalan skal seta ķ verk įsetingarnar ķ havręttarsįttmįlanum og skal tulkast ķ samsvari viš henda. Įsetingarnar ķ avtaluni įvirka ikki ręttindi og skyldur hjį londunum sambęrt havręttarsįttmįlanum.

Til II. Part: Varšveiting og umsiting av millumųkja- og vķšferšandi fiskastovnum

Grein 5 vķsir til tęr meginreglur, sum londini skulu nżta ķ sambandi viš varšveiting og umsiting av millumųkja- og vķšferšandi fiskastovnum. Įsetingin tekur stųši ķ, at strandalond og lond, sum veiša į vķšum havi hava eina skyldu til at samstarva um at varšveita og umsita fiskastovnarnar. Londini hava fyrst og fremst skyldu til seta neyšug tiltųk ķ verk, sum skulu tryggja eina optimala og buršardygga troyting śt ķ framtķšina. Hesi tiltųk skulu byggja į tęr bestu vķsindaligu nišurstųšur, og skulu nżtast til at varšveita ella byggja uppaftur stovnar til eitt stųši, soleišis at teir kunnu toytast best mųguligt. Londini binda seg eisini til at nżta fyrivarnismeginregluna.

Grein 6 įsetir, at fyrivarnismeginreglan skal nżtast ķ breišum hųpi til tess at tryggja taš livandi tilfeingiš ķ havinum, og at trot į haldgóšum vķsindaligum upplżsingum ikki skal nżtast sum grundgeving fyri at lata vera viš at fara undir varšveitingar- og umsitingartiltųk. Luttakaralondini hava skyldu at nżta tęr vegleišingar, sum eru ķ ķskoyti II til avtaluna.

Grein 7 stašfestir, at taš skal vera sambęri millum varšveingar- og umsitingartiltųkini innan og uttanfyri fiskimark, og at strandalond og fjarfiskilond hava eina skyldu til at samstarva viš hesum fyri eyga. Tį stųša skal takast til sambęriš millum umsitingartiltųkini, skal fyrilit takast til tey tiltųk, sum strandalond hava tikiš fyri įvķsar stovnar innan fyri fiskimark, og at fiskiveiša į vķšum havi ikki mįar undan ta įvirkan, sum hesi tiltųk hava fyri somu stovnar. Londini skulu harumframt taka uppķ tey umsitingartiltųk, sum longu eru framd, taš landafrųšiliga bżtiš av stovnunum og veišuna ķ ųkinum umframt tey lķvfrųšiligu eyškenni hjį stovnunum og ķ hvųnn mun standalond ųšrumegin og londini, sum veiša į vķšum havi, eru bundin at fiskiskapinum av viškomandi stovnum.

Til III. part: Skipan av altjóša samstarvi um millumųkja- og vķšferšandi fiskastovnar

Grein 8 įsetir, at strandalond og lond, sum veiša į vķšum havi, skulu samstarva til tess at tryggja eina munagóša varšveiting og umsiting av millumųkja- og vķšferšandi fiskastovnum. Slķkt samstarv kann fara fram beinleišis millum lond ella gjųgnum regionalar felagsskapir ella skipanir. Vištųkurnar ķ slķkum regionalum felagsskapum skulu ikki forša londum viš veruligum įhugamįlum ķ fiskiskapinum ķ at luttaka ķ samstarvinum, og skal heldur ikki nżtast til at gera mismun yvirfyri hesum londum. Bert lond, sum luttaka ķ slķkum samstarvi, ella sum seta ķ gongd varšveitingar- og umsitingartiltųk innanfyri regionalu felagsskapirnar, skulu kunna luttaka ķ fiskiskapinum eftir teimum įvķsu stovnunum.

Grein 9 višgerš stovnsetan av regionalum og smęrri umsitingarfelagsskapum innan fiskivinnu. Ķ sambandi viš stovnsetan av slķkum felagsskapum skulu londini m.a. semjast um, hvųrjar fiskastovnar umsitingartiltųkini skulu galda fyri og ķ hvųrjum ųkjum tiltųkini skulu galda fyri.

Grein 10 įsetir uppgįvurnar hjį regionalu og teimum smęrru umsitingarfelagsskapunum. Londini skulu verša samd um at halda tey varšveitingar- og umsitingartiltųk, sum tryggjar buršardyggleikan hjį stovnunum. Londini skulu m.a. semjast um ręttindini hjį londunum so sum mest loyvdu veišu og bżtiš millum londini. Harumframt skulu londini semjast um at savna nįgreiniligt hagfrųšiligt tilfar til at tryggja, at bestu vķsindaligu śrslitini eru tųk og at fįa ķ lag hóskandi samstarvsskipanir ķ sambandi viš munadygt eftirlit.

Grein 11 įsetir kriteriini fyri upptųku av nżggjum limum ella luttakarum ķ regionalum felagsskapum ella avtalum, harav eitt er, at atlit skal takast til tųrvin hjį strandalondum, um bśskapur teirra ķ stóran mun hvķlir į gagnnżting av tķ livandi tilfeinginum ķ havinum.

Grein 12 įsetir, at londini skulu bera so ķ bandi, at gjųgnumskygni er ķ regionalum og smęrri felagsskapum innan fiskivinnu. Hetta skal m.a. gerast viš, at tį avgeršir verša tiknar, skulu mannagongdirnar verša ųllum greišar eins og annaš virksemi viš. Harumframt kunnu umboš fyri ašrar millumlandafelagsskapir og umboš fyri ašrar sjįlvbodnar felagsskapir taka lut į fundum, um hetta ikki strķšir ķmóti reglunum hjį felagsskapinum. Reglur hesum višvķkjandi eiga ikki at verša óneyšuga strangar.

Grein 13 stašfestir, at lond skulu samstarva til tess at stimba teir felagsskapir, sum frammanundan eru til tess at tryggja eina meiri munagóša varšveiting og umsiting av millumųkja- og vķšferšandi fiskastovnum.

Grein 14 er um innsavnan og śtbreišslu av tilfari og samstarv um vķsundaligar kanningar. Londini skulu tryggja, at tey fiskiskip, sum sigla undir teirra flaggi, skulu lata frį sęr upplżsingar, sum eru neyšugar til at rųkja sķnar skyldur sambęrt hesari avtalu, jvb. I. ķskoyti. Her veršur t.d. hugsaš um at savna saman og skifta sķnįmillum vķsundaligt og hagfrųšiligt tilfar um fiskiskapin eftir millumųkja- og vķšferšandi fiskastovnum.

Grein 15 er um, hvussu avtalan skal setast ķ verk į umgyrdum og hįlvumgyrdum hųvum. Tį skal atlit takast til nįttśrserkenni tess og skal gerast ķ samsvari viš IX. part ķ havręttarsįttmįlanum.

Grein 16 višvķkjur leišum į vķšum havi, sum allar vegir eru umgyrdar av sjóųki, iš er innan fyri lųgręši hjį einum landi.

Til IV. part: lond, sum ikki eru limir ķ umsitingarfelagsskapum ella ikki eru luttakarar ķ umsitingaravtalum

Grein 17 stašfestir, at lond, sum ikki eru limir ķ umsitingarfelagsskapum, ella ikki eru luttakarar ķ umsitingaravtalum, ikki skulu sleppa undan skylduni til at samstarva um umsiting av varšveitingar og veišiumsiting av viškomandi millumųkja- og vķšferšandi fiskastovnum. Lond, sum eru limir ķ slķkum felagsskapum, skulu seta tiltųk ķ verk ķ samsvari viš hesa avtalu og fólkaręttin til at forša fyri, at virksemiš hjį skipum, heimahoyrandi ķ londum, sum ikki eru limir ķ felagsskapum ella luttakarar ķ avtalum, sleppa at mįa stųšiš undan varšveitingartiltųkum.

Til V. part: skyldur hjį flagglandinum

Grein 18 įsetir, hvųrjar skyldur flagglandiš hevur ķ mun til fiskiskapin į vķšum havi hjį skipum, sum sigla undir flaggi tess. Flagglandiš hevur skyldu til at ansa eftir, at tess skip virša varšveitingar- og umsitingartiltųk fyri įvķs ųki, og ansa eftir, at hesi skip ikki havast viš virksemi, sum mįar stųšiš undan tķ įvirkan, sum tiltųkini hava. Flagglandiš įtekur sęr harumframt fleiri eftiransingar- og eftirlitsuppgįvur umframt frįbošanskyldur, sum hava viš fiskiskapin hjį skipunum at gera. Tęr flestu skyldur, sum her verša įlagdar flagglandinum, eru eftirlits- og regulerings tiltųk, sum Fiskimįlastżriš longu nżtir yvirfyri skipum, sum veiša ķ fųroyskum sjógvi.

Til VI. part: lżdni og śtinning hjį flagglandinum

Grein 19 snżr seg um skyldurnar hjį flagglandinum at halda og handhevja įsett reguleringstiltųk. Tį mett veršur, at brot ķmóti tiltųkum fer fram, hevur flagglandiš skyldu til at kanna skip, sum sigla undir flaggi tess, og er landiš sannfųrt um, at fullgóš prógv eru fyri, at brot er fariš fram, skal taš beinanvegin lata mįliš til myndugleikar sķnar viš tķ fyri eyga at fremja ręttarsųkn ķmóti viškomandi skipi. Flagglandiš skal ansa eftir, at skip, sum hava veriš uppi ķ einum įlvarsligum broti ķ sambandi viš slķk tiltųk, ikki fįa loyvi at fara til fiskiskap aftur į vķšum havi, fyrr enn ųll revsitiltųk, sum flagglandiš įleggur, eru sett ķ verk. Harumframt veršur įsett, at tey tiltųk, sum kunnu brśkast ķmóti skiparanum og ųšrum yvirmonnum į fiskiskipum, skulu hava įsetingar, iš heimilaš, at ręttindini til at starvast sum skipari ella yvirmašur į hesum skipum kunnu havnast, ógildast ella takast aftur fyribils.

Grein 20 er um altjóša samstarv ķ sambandi viš at handhevja įsetingarnar ķ avtaluni annašhvųrt beinleišis ella ķgjųgnum umsitingarfelagsskapir ella sambęrt umsitingaravtalum. Eitt land, sum kannar eitt sagt brot, kann bišja onnur lond ella felagsskapir um hjįlp til kanningararbeišiš. Um eitt fiskifar, sum veišir į vķšum havi, hevur framt brot innanfyri fiskimark hjį einum ųšrum strandalandi, skal flagglandiš eftir įheitan frį strandalandinum kanna mįliš. Undir kanningararbeišinum skal flagglandiš samstarva viš strandalandiš og kann loyva strandalandinum at kanna fiskifariš į vķšum havi. Lond, sum eru partar ķ regionalum ella smęrri felagsskapum, kunnu, til flagglandiš sjįlvt hevur ķverksett hóskandi tiltųk og ķ tann mun fólkarętturin loyvir hesum, seta tiltųk ķ verk fyri at forša fyri vķšari fiskiskapi hjį fiskfari, sum hevur framt brot ķmóti vištiknum reguleringum innan fyri slķkt samstarv.

Grein 21 stašfestir, at ųll limalond ķ einum regionalum felagsskapi, sum umbošar eitt įvķst ųki į vķšum havi, kunnu fara umborš og gera kanningar umborš į skipum frį ųllum londum, sum eru viš ķ hesari avtalu uttan mun til um viškomandi land eisini er limur ķ tķ regionala felagsskapinum ella ikki. Įšur kundi ķ śtgangsstųšini bert flagglandiš fara umborš og gera kanningar į tess egnu skipum. Endamįliš viš eftirlitinum er at tryggja, at gjųrt veršur eftir teimum varšveitingar- og umsitingartiltųkum, sum įsett eru fyri ųkiš. Londini skulu innan regionalu felagsskapirnar ella avtalurnar įseta nęrri mannagongdir til tess at kunna handhevja grein 21. Grein 21 įsetir annars śt ķ ęsir reglur fyri samspęlinum millum handhevjing av flagglandinum og handhevjing av tķ landi, sum ger eftirlit og kanningar. Śtgangsstųšiš er her, at um ikki flagglandiš yvirheldur sķnar skyldur višvķkjandi eftirliti, kann annaš land fremja eftirlit og kanningar. Endamįliš er, at įsetingar undir ųllum umstųšum skulu handhevjast.

Grein 22 įsetir grundreglur fyri uppgongu į skip og kanning sambęrt § 21 bęši fyri taš land, sum ger eftirlit og flagglandiš. Hųvušsreglan er, at uppgonga į skip og kanning skal fara hóvliga fram og gerast į ein tryggan hįtt. Nżtsla av valdi skal royna at sleppast undan uttan, tį taš er neyšugt fyri tryggleikanum hjį eftirlitsfólkunum og tį eftirlitsfólk verša foršaš ķ at gera teirra arbeiši.

Grein 23 er višvķkjandi tiltųkum, sum eitt havnaland setir ķ verk.

Til VII part: tųrvurin hjį menningarlondum

Grein 24-26 snżr seg serliga um tųrvin hjį menningarlondum, og um hvųrja hjįlp tey kunnu fįa til tess at seta ķ verk hesa avtalu.

Til VIII. part: frišsama loysn av trętumįlum

Greinirnar 27-32 snśgva seg um, at lond hava skyldu til at loysa trętumįl sķnįmillum viš tingingum, kanningum, millumgongu, semju, geršarręttarśrskurši ella dómi. Endamįliš er at finna frišsamar loysnir av trętumįlum. Grein 30 ķ avtaluni setir fram mannagongdir til loysn av ósemjum.

Til IX. part: Lond, sum ikki eru viš ķ hesari avtalu

Grein 33 įsetir, at luttakaralondini ķ hesari avtalu skulu streingja į tey lond, sum ikki eru viš, at fįa tey til at koma uppķ avtaluna, og at gera lógir og fyriskipanir ķ samsvari viš hana. Harumframt veršur įsett, at luttakaralondini skulu seta tiltųk ķ verk ķ samsvari viš hesa avtalu og fólkaręttin til at forša fyri, at skip, sum sigla undir flaggi hjį londum, sum ikki eru viš ķ avtaluni, gera nakaš, sum kann mįa stųši undan tķ, at henda avtalan veršur framd į munagóšan hįtt.

Til X. part: trśnašur og misbrśk av ręttindum

Grein 34 įsetir, at luttakarlondini ķ hesari avtalu skulu halda tęr skyldur, tey hava sambęrt henni, og skulu fara soleišis um tey ręttindi, sum višurkend eru ķ henni, at tey ikki verša misnżtt.

Til XI. part: įbyrgd og endurgjald

Grein 35 įsetir, at luttakaralondini ķ hesari avtalu eru sambęrt fólkaręttinum undir endurgjaldsįbyrgd fyri skaša ella miss, sum tey eru atvoldin til ķ sambandi viš hesa avtalu.

Til XII. part: endurmetingarrįšstevna

Grein 36 stašfestir, at tį iš fżra įr eru lišin frį tķ degi, at henda avtala er komin ķ gildi, skal ST-ašalskrivarin boša til rįšstevnu viš tķ fyri eyga at meta um, hvussu henda avtala hevur roynst til at tryggja varšveiting og umsiting av millumųkja- og vķšferšandi fiskastovnum.

Til XIII. Part: įsetingar at enda

Greinirnar 37-50 snśgva seg um undirskriving av avtaluni, stašfesting, gildiskomu, yvirlżsingar og višmerkingar til avtaluna, mųguligar broytingar ķ avtaluni, uppsųgn av avtaluni og hvųr er varšveitslumyndugleikin.

1. višgerš 22. mars 2000. Mįliš beint ķ uttanlandsnevndina, sum tann 26. aprķl 2000 legši fram soljóšandi

Į l i t

Landsstżriš hevur lagt mįliš fram tann 4. mars 2000, og eftir 1. višgerš tann 22. mars 2000 er taš beint uttanlandsnevndini.

Nevndin hevur višgjųrt mįliš į fundum tann 28. mars og tann 11. og 26. aprķl 2000.

Frį Fųroya Skipara- og Navigatųrfelag (FSN) hevur nevndin eftir įheitan fingiš ummęli ķ mįlinum.

FSN višmerkir m.a. til reglurnar ķ § 19 ķ sįttmįlanum um revsing, at teir ikki taka undir viš, at tey tiltųk, sum kunnu brśkast móti skiparanum og ųšrum yvirmonnum į fiskiskipum, skulu hava įsetingar, iš heimila, at ręttindi til at starvast sum skipari ella yvirmašur į hesum skipum kunnu havnast, ógildast ella takast aftur fyribils, og teir taka als ikki undir viš, at ašrir enn skiparin skulu kunna revsast.

Undir višgeršini hevur nevndin havt fund viš lųgmann.

Lųgmašur upplżsti, at fyri at nżta tey tiltųk, sum § 19 ķ sįttmįlanum heimilar mótvegis skipara og ųšrum yvirmonnum, er taš ein fortreyt, at man fylgir tķ upp ķ nationalari lóggįvu, men eru taš ongar ętlanir um at broyta fųroysku lóggįvuna hesum višvķkjandi.

Ein samd nevnd tekur undir viš uppskotinum og męlir Lųgtinginum til at samtykkja uppskotiš.

2. višgerš 28. aprķl 2000. Uppskot til samtyktar samtykt 24-1-1. Mįliš avgreitt.

J.nr. 449-0001/2000