Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2006

87.  fundur

 

Ár 2007, fríggjadagin 27. apríl, kl. 13.30, varð tingfundur settur.

 

Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, og Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vóru ikki á fundi.
 

Til viðgerðar:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 71/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (rættarreglur)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0.
Málið avgreitt.

 

2.      3. viðgerð av tingmáli nr. 75/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um mál, ið hoyra undir fasta gerðarrættin
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-9.
Málið avgreitt.
 

3.      3. viðgerð av tingmáli nr. 82/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd (foreldragjald)
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0.
Málið avgreitt.

 

4.      3. viðgerð av tingmáli nr. 91/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broyting í “lov for Færøerne om rettens pleje”
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-9.
Málið avgreitt.
 

5.      3. viðgerð av tingmáli nr. 110/2006: Uppskot til løgtingslóg um kapping
Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0.
Málið avgreitt.
 

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 56/2006: Uppskot til samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar
Uppskot til samtyktar fall 8-0-17. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-13/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2007
Uppskotið samtykt 27-0-1. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

8.      1. viðgerð av tingmáli nr. 114/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum (Yvirtøka av málsøkjunum fólkakirkja og tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg)
Málið beint í uttanlandsnevndina
 

9.      1. viðgerð av tingmáli nr. 115/2006: Uppskot til samtyktar um at seta stjórnarskipanarnevnd (seinna stjórnarskipanarnevndin)
Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.
 

10.  Framløga
Formaðurin boðaði frá, fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 1-8/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-1, at vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 61/2006: Uppskot
til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”, nr. 62/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om aktieselskaber”, nr. 63/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om anpartsselskaber”, nr. 64/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om erhversdrivende fonde”, nr. 65/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse  erhversdrivende virksomheder”, nr. 79/2006: Uppskot til samtyktar um at fyrireika fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy, at mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 70/2006: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða fólkaskúlalógina,  nr. 93/2006: Uppskot til samtyktar um alment listakeyp, nr. 108/2006: Uppskot til løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung, nr. 81/2006: Uppskot til samtykar um Týðaragrunn Landsins, nr. 106/2006: Uppskot til løgtingslóg um lestrarstuðul, og nr. 112/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn, at rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum og nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit, at trivnaðarnevndina hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 94/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum og nr. 76/2006: Uppskot til løgtingslóg um keyp av nýggjari kt-heildarskipan til Almannastovuna, at uttanlandsnevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 86/2006: Uppskot til samtyktar um at taka fult ræði á umsiting av loftrúminum, og at § 25 nevndin at viðgera løgtingsmál nr. 92/2006 Uppskot til broyting  í tingskipan Føroya Løgtings hevur lagt fram álit í málinum.


Formaðurin setti næsta fund at verða mánadagin, 30. apríl 2007, kl.

9.30, við hesi dagsskrá:
 

1.      3. viðgerð av tingmáli nr. 1-13/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2007

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-8/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-1

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-10/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-3

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 1-11/2006: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri mars 2007-4

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 61/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”årsregnskabsloven”

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 62/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om aktieselskaber”

7.      2. viðgerð av tingmáli nr. 63/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om anpartsselskaber”

8.      2. viðgerð av tingmáli nr. 64/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om erhversdrivende fonde”

9.      2. viðgerð av tingmáli nr. 65/2006: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse  erhversdrivende virksomheder”

10.  2. viðgerð av tingmáli nr. 79/2006: Uppskot til samtyktar um at fyrireika fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy

11.  2. viðgerð av tingmáli nr. 70/2006: Uppskot til samtyktar um at seta nevnd at endurskoða fólkaskúlalógina

12.  2. viðgerð av tingmáli nr. 93/2006: Uppskot til samtyktar um alment listakeyp

13.  2. viðgerð av tingmáli nr. 108/2006: Uppskot til løgtingslóg um miðlaráð til verju fyri børn og ung

14.  2. viðgerð av tingmáli nr. 81/2006: Uppskot til samtykar um Týðaragrunn Landsins

15.  2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2006: Uppskot til løgtingslóg um lestrarstuðul

16.  2. viðgerð av tingmáli nr. 112/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn

17.  2. viðgerð av tingmáli nr. 59/2006: Uppskot til samtyktar um inntøkujavningarskipan millum kommunurnar í Føroyum

18.  2. viðgerð av tingmáli nr. 98/2006: Uppskot til løgtingslóg um fólkayvirlit

19.  2. viðgerð av tingmáli nr. 94/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum

20.  2. viðgerð av tingmáli nr. 86/2006: Uppskot til samtyktar um at taka fult ræði á umsiting av loftrúminum

21.  2. viðgerð av tingmáli nr. 92/2006: Uppskot til broyting  í tingskipan Føroya Løgtings

22.  1. viðgerð av tingmáli nr. 117/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtinglóg um meirvirðisgjald

23.  1. viðgerð av tingmáli nr. 118/2006: Uppskot til løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði

24.  1. viðgerð av tingmáli nr. 119/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Tingmálini nr. 117/2006, nr. 118/2006 og nr. 119/2006 verða viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina

25.  1. viðgerð av tingmáli nr. 116/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
Málið verður beint í mentanarnevndina

26.  1. viðgerð av tingmáli nr. 120/2006: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Málið verður beint í vinnunevndina

27.  Framløga 

 

Fundur lokin kl. 18.05 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari