116 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2007, 24. apríl, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 9. mai 2005, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      § 1 verður orðað soleiðis:

§ 1. Fólkaskúlin er tann almenni skúlin, sum býður undirvísing eftir hesi lóg.”

 

2)      § 4, stk. 3 og 4 verða orðað soleiðis:

Stk. 3. Sernámsfrøðilig ráðgeving verður veitt skúlum, foreldrum og øðrum, ið varða av næmingum í fólkaskúlanum. Næmingar, ið hava tørv á serligum tiltøkum, ella sum ikki fáa nøktandi úrslit í vanliga undirvísingartilboði skúlans, fáa serundirvísing og/ella sernáms-frøðiligan stuðul.

 

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann veita børnum, ið enn ikki hava byrjað skúlagongdina, sernáms-frøðiligan stuðul. Somuleiðis verður sernámsfrøðilig ráðgeving veitt foreldrum og øðrum, ið varða av hesum børnum.“

 

3)      Í § 9, stk. 2 verður „8. – 10. flokki“ broytt til „7. – 10. flokki”.

 

4)      § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis:

”Í forskúlaflokki skulu børnini verða kunnað um dagliga lívið í skúlanum, læra at vera í skúla og at vera trygg við undirvísingarstøðuna, har tað fer fram eitt samspæl millum læring og leik.”

 

5)      Í § 10 verða aftan á stk. 1 sum nýggj stk. 2 og 3 sett inn:

Stk. 2. Børnini skulu læra grundstøðið undir lesing, skriving og rokning, læra at nýta bókasøvn, handaligt virksemi, tónleik, rørslu, at lurta og verða aktivur luttakari í undirvísingarstøðuni og í tí sosiala samverupartinum.

Stk. 3. Skipað samstarv skal verða millum lærarar og pedagogar í forskúla, byrjanarundirvísing og frítíðarskúla.”

 

6)      § 11, stk. 1 verður orðað soleiðis:

”Landsstýrismaðurin ásetur reglur um endamálið í undirvísingini og um høvuðs kunnleika- og fimisøki (endalig mál) í lærugreinum og kravdum undirvísingarevnum eftir §§ 5 – 9. Landsstýrismaðurin ásetur harumframt reglur um mál í lærugreinum og evnum ávís skúlaár (ávegis mál), undantikið í teimum lærugreinum, sum fata um undirvísing í eitt ella tvey skúlaár.“

 

7)      Í § 11 verða aftan á stk. 1 sum nýggj stk. 2 – 5 sett:

Stk. 2. Endalig mál og ávegis mál eru felags mál fyri allar skúlar og skulu vísa kunnleika og fimi, sum næmingarnir skulu hava ognað sær í lærugreinum og evnum,  tá ið undirvísingin endar og við skúlaárslok ávís skúlaár.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger lesiætlanir, sum lýsa innihaldið í lærugreinum og evnum, og endalig mál og ávegis mál, sum skulu verða rokkin, tá ið undirvísingin endar og ávís skúlaár.

Stk. 4.  Undirvísingin í lærugreinum og evnum, í tvørgangandi evnum og spurdómsvendari undirvísing, sbr. § 5, stk. 1, skal stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu og persónligu menningini, sbr. § 2, stk. 1.

Stk. 5.  Landsstýrismaðurin kann gera leiðbeinandi tilfar um undirvísing í einstøku lærugreinunum, sum stuðlar næmingunum í teirra fjølbroyttu og persónligu menning, um undirvísing í tvørgangandi evnum og spurdómsvendari undirvísing, umframt vegleiðandi uppgávur, dømi um tímatalvur o.a.”

 

8)      § 12, stk. 2 verður orðað soleiðis:

Stk. 2. Serundirvísing og sernámsfrøðiligur stuðul, sbrt. § 4, stk. 4, ið ikki er fyribils, skal verða grundað á eina námsfrøðiliga/ sálarfrøðiliga kanning, og skal fara fram í samráð við næmingin og foreldrini. Um foreldrini nokta fyri hesum, skal skúlin kunna barnaverndina um avgerðina hjá foreldrunum.”

 

9)      § 13, stk. 2 - 4 verða orðað soleiðis:

Stk. 2. Tann einstaki skúlin skal vera floksbýttur eftir hesum meginreglum:

1)      Skúli, ið hevur millum 1 og 14 næmingar, er 1-flokkaður,

2)      skúli, ið hevur millum 15 og 30 næmingar, er 2-flokkaður,

3)      skúli, ið hevur millum 31 og 48 næmingar, er 3-flokkaður,

4)      skúli, ið hevur millum 49 og 68 næmingar, er 4-flokkaður,

5)      skúli, ið hevur millum 69 og 90 næmingar, er 5-flokkaður,

6)      skúli, ið hevur millum 91 og 114 næmingar, er 6-flokkaður, og

7)      skúli, ið hevur 115 næmingar og fleiri, er 7-flokkaður og ársbýttur.

Stk. 3. Hóast skúli er ársbýttur, kann undirvísing fara fram tvørtur um floksbýtið, sbrt. § 30, stk. 4.

Stk. 4. Undirvísingin kann eisini verða skipað í bólkum í hvørjum flokki og millum flokkar og floksstig. Henda skipan kann verða sett í verk av praktiskum ella námsfrøðiligum orsøkum. Eftirmetingin av úrtøku næmingsins, sbrt. § 14, stk. 1, kann vera partur av grundarlagnum fyri námsfrøðiligu bólkaskipanini.”

 

10)  Í § 13 verður aftaná stk. 4 sum nýggj stk. 5 og 6 sett:

Stk. 5. Næmingarnir skulu á øllum floksstigum verða undirvístir í sínum flokki størsta partin av undirvísingartíðini og kunnu í mesta lagi helvtina av samlaðu undirvísingartíðini verða undirvístir í skipaðum bólkum uttan fyri flokkin.

Stk. 6. Landsstýrismanninum verður heimilað í serstøkum førum at gera frávik frá meginreglunum í stk. 2. Landsstýrismaðurin eigur tó at gera frávik, tá ið óvanliga nógvir næmingar eru í einum árgangi.”

 

11)  § 14, stk. 1 – 6 verða orðað soleiðis:

”§ 14. Úrtøkan hjá næmingunum skal javnan verða eftirmett, herímillum kunnleiki og fimi, sum næmingarnir hava ognað sær í lærugreinum og -evnum í mun til endalig og ávegis mál, sbrt. § 11. Henda eftirmeting, ið er sameindur partur av undirvísingini, skal vera støðið undir teirri leiðbeining, tann einstaki næmingurin fær, og undir ráðleggingini av komandi undirvísing. Eftirmetingin skal eisini vera støðið undir kunningini til foreldrini um úrtøkuna hjá næminginum av skúlagongdini.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin skipar fyri støðuroyndum í lesing og støddfrøði á 1. og 2. floksstig

Stk. 3. Landsstýrismaðurin skipar fyri støðuroyndum í ávísum lærugreinum á 3., 5., og 7. floksstigi.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um, í  hvørjum lærugreinum støðu-royndir skulu vera, hvussu tær skulu fremjast, støðuroyndir til næmingar við serligum tørvi og frítøku fyri næmingar vegna serligar umstøður. 

Stk. 5. Landsstýrismaðurin skipar, eftir nærri ásettum reglum, fyri landsroynd í føroyskum, støddfrøði og náttúrulærugreinunum á 4. og 6. floksstigi.

Stk. 6. Støðuroyndir og landsroyndir, sbr. stk. 2, 3 og 5, skulu vera ein liður í arbeiði skúlans at eftirmeta undirvísingina, sbrt. stk. 1.”

 

12)  Í § 14 verða aftaná stk. 6 sum nýggj stk. 7 - 12 sett:

Stk. 7. Áðrenn støðuroynd verður tikin í nýtslu, ella tá ið partar av støðuroynd skulu endurnýggjast, kann landsstýrismaðurin velja út ein umboðandi bólk av næmingum at royna líknandi støðuroynd ella royndarpart til tess at tryggja, at royndin/royndarpartarnir eru viðkomandi og á einum hóskandi fakligum stigi.   

Stk. 8. Næmingar og foreldur, sbr. § 65, skulu regluliga fáa at vita skúlans áskoðan um, hvat næmingarnir fáa burtur úr skúlagongdini. Foreldrini skulu verða kunnað um úrslitini av lands- og støðuroyndum, sbrt. stk. 2, 3 og  5.

Stk. 9. Hjá næmingum, sum eru á 8. - 10. floksstigi, verður støða teirra í royndarlærugreinunum, sbr. § 16, stk. 1 - 6 lýst við talmetum (støðutalmetum). Sama er galdandi fyri næmingar, sum fara úr skúlanum eftir 7. floksstig, sbr. § 15.

Stk. 10. Á 8. - 10. floksstigi verða støðumet givin í minsta lagi 2 ferðir um árið. Síðstu støðumetini, ið lýsa fakligu heildarstøðu næmingsins, skulu verða givin beint fyri tær skrivligu royndirnar.

Stk. 11. Á 9. og 10. floksstigi gera næmingarnir eina kravda verkætlanaruppgávu, ið verður mett við skrivligum ummæli, sbr. tó § 67, stk. 4. Uppgávan kann eisini verða talmett, um næmingurin ynskir tað. Landsstýrismaðurin ásetur somuleiðis karmar, meginreglur o.a. verkætlanaruppgávuni viðvíkjandi.

Stk. 12. Á 9. og 10. floksstigi kunnu næmingarnir harumframt gera eina fría, sjálvvalda uppgávu. Henda uppgáva kann, um næmingurin ynskir tað, verða mett við skrivligum ummæli og/ella talmeti.”

 

13)  § 16, stk. 1-3 verða orðað soleiðis:

”Tá ið undirvísingin í 9. flokki endar, verður próvtøka í hesum lærugreinum: kristnikunnleika, føroyskum skrivligum og munnligum, donskum skrivligum og munnligum, enskum skrivligum og munnligum, týskum munnligum, støddfrøði skrivligum og alis-/evnafrøði munnligum.

Stk. 2. Tá ið undirvísingin í 10. flokki endar, verður próvtøka í hesum lærugreinum: føroyskum skrivligum og munnligum,  donskum skrivligum og munnligum, enskum skrivligum og munnligum, týskum munnligum, støddfrøði skrivligum og munnligum og alisfrøði og evnafrøði munnligum.

Stk. 3. Tá ið undirvísingin í 10. flokki endar, kunnu næmingarnir, í staðin fyri at fara til 10. floks próvtøku eftir stk. 2, fara til 9. floks próvtøku eftir stk. 1.”

 

14)  § 16, stk. 6 verður orðað soleiðis:

Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann gera av, at eingin próvtøka verður í ávísum lærugreinum og/ella lærugreinapørtum hvørt próvtøkuskeiðið, sbrt. stk. 1, 2 og 9. Síðsta støðumet í viðkomandi lærugreinum/lærugreinapørtum telur tá sum próvtøkumet.”

 

15)  § 16, stk. 9 verður orðað soleiðis:

Stk. 9. Næmingur, ið  hevur fylgt undirvísingini í einari lærugrein, skal til próvtøku í lærugreinini.”

 

16)  § 18, stk. 3 verður orðað soleiðis:

Stk. 3. Dagliga undirvísingartíð næminga má í mesta lagi vera:

1)      Í forskúlaflokki, 1., 2., 3. og 4. floksstigi, 6 tímar,

2)      á 5., 6. og 7. floksstigi, 7 tímar, og

3)      á 8., 9. og 10. floksstigi, 8 tímar.”

 

17)  § 19, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis:

”Í ársbýttum skúla eigur vikutímatal næminganna tey 7 fyrstu skúlaárini at vera í minsta lagi 201 undirvísingartímar, og 257 undirvísingartímar, um skúlin harumframt hevur 8. og 9. flokk.

Stk. 2. Undirvísingartímatal næminganna um vikuna í hvørjum flokki eigur frá 1. august 2007 í minsta lagi at vera:

1)                  Í 1. flokki, 21 tímar,

2)                  í 2. flokki, 23 tímar,

3)                  í 3. flokki, 26 tímar,

4)                  í 4. flokki, 30 tímar,

5)                  í 5. flokki, 31 tímar,

6)                  í 6. flokki, 31 tímar,

7)                  í 7. flokki, 31 tímar,

8)                  í 8. flokki, 28 tímar og

9)                  í 9. flokki, 28 tímar.

 

Undirvísingartímatal næminganna um vikuna í hvørjum flokki eigur frá 1. august 2008 í minsta lagi at vera:

1)      Í 1. flokki, 24 tímar,

2)      í 2. flokki, 26 tímar,

3)      í 3. flokki, 28 tímar,

4)   í 4. flokki, 30 tímar,

5)   í 5. flokki, 31 tímar,

6)   í 6. flokki, 31 tímar,

7)   í 7. flokki, 31 tímar,

8)   í 8. flokki, 28 tímar og

9)   í 9. flokki, 28 tímar.”

 

18)  § 19, stk. 5 verður orðað soleiðis:

Stk. 5. Í skúlum, sum ikki eru ársbýttir, og sum kunnu hava næmingar fyrstu 7 skúlaárini, eigur vikutímatal næminganna í tí einstaka skúlanum at verða lagað eftir næmingatali og aldursbýti næminga, og skal tað í minsta lagi vera:

1)      Í 1-flokkaðum skúla, 20 tímar,

2)      í 2-flokkaðum skúla, 45 tímar,

3)      í 3-flokkaðum skúla, 75 tímar,

4)      í 4-flokkaðum skúla, 105 tímar,

5)      í 5-flokkaðum skúla, 125 tímar og

6)      í 6-flokkaðum skúla, 150 tímar.”

 

19)  § 21, stk. 1 verður orðað soleiðis:

“Ráðleggingin av undirvísingini, herímillum valið av undirvísingarhættum, undirvísingarmiðlum og evnum, skal megna tað, sum ásett er í endamálsgrein fólkaskúlans, og vera lagað til tørv og fortreytir hjá tí einstaka næminginum og samsvarandi ásettum málum.”

 

20)  Í § 45 verða aftaná stk. 2 sum nýggj stk. 3 – 6 sett:

Stk. 3. Um so er, at næmingur ikki heldur skúlans reglur, skal skúlaleiðarin seta tiltøk í verk.

Stk. 4. Næmingar, ið hava atferðar-, tilknýtis- og trivnaðartrupulleikar, kunnu eftir avgerð  skúlaleiðarans verða fluttir í aðrar skúlar í kommununi ella í annað undirvísingartilboð.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um, hvørji tiltøk skúlaleiðarin skal seta í verk sbrt. stk. 3, og hvørji atlit, sum kunnu geva grundarlag fyri avgerð hjá skúlaleiðaranum at flyta næming í aðrar skúlar, sbrt. stk. 4

Stk. 6. Landsstýrismanninum verður heimilað at seta á stovn serligan skúla fyri næmingar við atferðar-, tilknýtis- og trivnaðartrupulleikum, ið ikki á annan hátt kunnu fáa nøktandi undirvísing í fólkaskúlanum.”

 

21)  Aftan á § 55 verður sett:

§ 55a. Treytirnar fyri at røkja starv sum skúlaleiðari eru, at viðkomandi hava fólkaskúlalæraraútbúgving og  antin hava nomið ella nema sær góðkenda leiðsluútbúgving.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um leiðsluútbúgving sbr. stk. 1.”

 

22)  Í § 57 verða aftaná stk. 9 sum nýggj stk. 10 og 11 sett:

Stk. 10. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri royndar- og granskingar­verk­ætlanum til tess at gera námsfrøðiligar og fyrisitingarligar royndi.

Stk. 11. Um so er, at eitt bygdarráð/býráð ikki heldur sínar skyldur sambært fólkaskúlalógini av fíggjarligum slagi, kann landsstýrismaðurin lata neyðug  tiltøk gera fyri kommununnar rokning.”

 

23)  § 58, stk. 5 verður orðað soleiðis:

Stk. 5. Mentamálaráðið er skrivstova ráðsins.”

 

24)  Í § 59 verða aftan á stk. 1 sum nýggj stk. 2 og 3 sett:

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at kærur um sernámsfrøðiliga ráðgeving, stuðul og/ella serundirvísing, sbrt. § 4, stk. 3-5, verða lagdar til kærunevnd, ið tekur endaliga støðu til hesar kærur.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur fyri vali av nevndarumboðum, samanseting av nevnd og kæruviðgerð hjá kærunevndini, sbrt. stk. 2.” 

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Stk. 2. Í § 1 nr. 11 kemur § 14, stk. 5 í gildi 1. august 2007.

Stk. 3. Í § 1 nr. 11 kemur § 14, stk. 2 og 3 í gildi 1. august 2009.

 

 

Kap. 1  Almennar viðmerkingar

 

Undan aðalorðaskiftinum um fólkaskúlan, sum var 6. februar 2007, var frágreiðing latin løgtingslimunum, har landsstýrismaðurin raðfesti tey tiltøk, ið hann metir eiga at verða sett í verk til tess at betra um støðuna í fólkaskúlanum. Breið semja var millum løgtingsfólk úr øllum flokkum um at raðfesta fólkaskúlan hægri.

 

Í frágreiðing landsstýrismansins til aðalorðaskiftið verður m.a. mælt til at styrkja um byrjanarundirvísingina og lesimenningina við at hækka tímatalið í 1.,  2. og 3. flokki stigvíst tvey tey næstu árini, at fáa til vega meira av føroyskum undirvísingartilfari, at bøta um støðuna hjá næmingum við serligum tørvi, at játta pening til øðrvísi undirvísingartilboð til atferðartruplar næmingar, og at nógv størri dentur skal leggjast á fyrireikingina til skúlabyrjan. Neyðugt er, at skúli, barnagarður og frítíðarskúli samstarva.

 

Somuleiðis verður mælt til at seta eftirmetingarskipan í verk við landsroyndum og støðuroyndum í ávísum flokkum, og at tað skal vera eitt krav at fara til próvtøku.

 

Leiðslurnar í skúlunum skulu framvegis fáa møguleika til at taka leiðaraútbúgving. Nýggj lærara- og pedagogútbúgving verður sett í verk frá 1. august 2008, og heimilað verður at fara undir námsfrøðiliga gransking.

 

Somuleiðis er tilmæli um at dagføra og gera nýggjar lesiætlanir í fólkaskúlanum.

 

Ein serfrøðingakanning eigur eisini at verða sett í verk at kanna fólkaskúlan, sum kann vísa á, hvørjir trupulleikarnir eru, og hvat kann verða gjørt fyri at betra um  støðuna.  

 

1. Høvuðsbroytingar í lógaruppskotinum

a)     Tímatal

Ein av høvuðsbroytingunum í lógaruppskotinum snýr seg um at hækka tímatalið í yngru flokkunum í fólkaskúlanum. Verður tímatalið hjá skúlanæmingum í Føroyum borið saman við tímatalið hjá næmingum í grannalondum okkara, serliga í Norðurlondum, so sæst, at hesir hava væl fleiri tímar í yngru flokkunum enn vit. Av tí at hetta hevur týdning, tá ið tað ræður um m.a. lesiførleikan hjá børnunum, so eiga vit at hækka tímatalið í hesum flokkum munandi.

Mælt verður til, at tímatalið í 1. - 3. flokki hækkar soleiðis :

1. august 2007 hækkar tímatalið  3 t/v í hvørjum árgangi í 1. og 2. flokki, og  2 t/v í 3. flokki

1. august 2008 hækkar tímatalið 3 t/v í hvørjum árgangi í 1. og 2. flokki og  2 t/v í 3. flokki

 

Forskúli

Í tráð við omanfyri nevndu broyting eru eisini ásetingar í lógáruppskotinum um innihaldið í forskúlaflokkum. Hetta er gjørt við tí í huga at betra um skiftið úr barnagarði í skúlan. Innihaldið í forskúlaflokki eigur tí at fata um bæði málsliga og sosiala menning, umframt at menna íborin skapandi evni, og at læra barnið at vera í einari undirvísingarstøðu. Dentur verður lagdur á at læra barnið grundstøðið undir lesing, skriving og rokning, soleiðis at barnið lærir bókstavir, at telja o.a.

 

b)     Eftirmeting

Ein onnur høvuðsbroyting snýr seg um eftirmeting. Stórur dentur verður lagdur á, at støðug eftirmeting av undirvísingini skal vera ein natúrligur partur av virkseminum í øllum flokkum og eigur at fata um allar partar av úrtøku næmingsins, bæði fakliga og sosialt. Eftirmeting er ikki í sær sjálvum eitt endamál, men kann, um hon verður nýtt á rættan hátt, vera eitt virðismikið amboð hjá myndugleikum, skúlum, foreldrum og næmingum til at fáa at vita, hvussu støðið er, og samstundis verða nýtt sum amboð hjá skúlum, næmingum og foreldrum at leggja undirvísingina til rættis frameftir. Við broytingini er eisini ásett, at støðuga eftirmetingin av undirvísingini skal verða framd við atliti at ávegis- og endaligum málum, tá ið mett verður um, hvat tann einstaki næmingurin hevur fingið burturúr.

 

c)      Lands- og støðuroyndir

Ein partur av eftirmetingini eru lands- og støðuroyndir. Landsroyndirnar verða fyriskipaðar í  lærugreinunum føroyskum, støddfrøði og náttúrulærugreinunum á 4. og 6. floksstigi í øllum skúlum. Umframt landsroyndirnar verða eisini støðuroyndir í ávísum lærugreinum í 3., 5. og 7. flokki. Endamálið við at hava lands- og støðuroyndir er at tryggja skúlum, foreldrum, næmingum, lærarum og myndugleikum innlit í tað fakliga støðið í fólkaskúlanum og at geva lærarum og skúlaleiðslu eitt amboð, sum, umframt at meta um fakliga støðið hjá næminginum, eisini  skal nýtast til at laga og málrætta undirvísingina til tørv og fortreytir hjá tí einstaka næminginum. Saman við hinum pørtunum av eftirmetingarskipan skúlans skulu støðuroyndirnar verða grundar­lagið undir næmingavegleiðing, fyrireiking av undirvísing og kunning til foreldur við tí endamáli at skipa eina undirvísing og eitt foreldrasamstarv, sum í mest møguligan mun kemur tí einstaka næminginum til gagns. Úrslitini frá landsroyndum verða almannakunnagjørd.

 

d)     Kravdar próvtøku

Ásetingin í verandi lóg um, at næmingurin saman við foreldrunum sjálvur ger av, um hann stillar seg inn til próvtøku í 9. og 10. flokki, verður nú strikað. Henda broyting hevur við sær, at tá ið ein næmingur hevur fylgt undirvísingini í einari lærugrein, so skal hann til próvtøku, tá ið undirvísingin er liðug.

 

e)      Kærunevnd í málum um sernámsfrøðiligan stuðul

Ein áseting er sett í lógina um, at landsstýrismaðurin kann skipa eina kærunevnd at taka avgerðir í kærumálum um sernámsfrøðiligan stuðul. Hetta er gjørt við støði í teirri sannroynd, at kærur um mál av sernámsfrøðiligum slagi eru vorðnar nógv fleiri seinastu árini. Av tí at tað ikki verður mett at vera røtt fyrisitingarlig mannagongd, at játtandi myndugleikin viðger kærur um avgerðir hjá sær sjálvum, fær landsstýrismaðurin heimild til at seta eina uttanveltaða kærunevnd at taka avgerð í slíkum málum.  

 

f)       Námsfrøðilig gransking

Landsstýrismaðurin fær í lógini heimild til at skipa fyri serligum verkætlanum til tess at gera námsfrøðiligar og fyrisitingarligar royndir. Hetta merkir, at skjøtil nú kann setast á veruliga námsfrøðiliga gransking. Tað er ein sannroynd, at vegna vantandi vitan hjá okkum sjálvum, so verða broytingar í skúlaskapi okkara sum oftast grundaðar á vitan og kanningar, sum eru gjørdar aðrastaðni. Við hesari heimildini fer at bera til at bøta um hetta.

 

g)     Lesiætlanir

Í § 14, stk. 1 er ásett, at úrtøka næmingsins skal javnan verða eftirmett, og at henda eftirmeting skal verða framd við atliti at ávegis- og endaligum málum, tá ið mett verður um, hvat tann einstaki næmingurin hevur fingið burturúr. Treytin fyri, at hesar eftirmetingar verða settar í verk, er, at lesiætlanirnar verða dagførdar við atliti at  endaligum málum og ávegis málum, og at nýggjar lesiætlanir verða gjørdar í teimum lærugreinum, har ongar lesiætlanir eru, ella tær ikki eru í samsvari við dagligu krøvini.

 

Kap. 2  Fíggjarligar avleiðingar

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan

Um økta tímatalið í 1., 2. og 3. flokki verður sett í verk, verður eykakostnaðurin fíggjarárið 2007 umleið 2,2 mió. kr., og eykakostnaðurin fíggjarárið 2008 umleið 7,4 mió. kr.

 

Umframt hetta  koma útreiðslur til serfrøðingakanning og lesiætlanarnevnd, ið verða mettar at verða umleið 2 mió. kr.

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar

Kommunur fáa eyka útreiðslur av at útvega fólkaskúlanum nýtt undirvísingartilfar í sambandi við økt tímatal í byrjanarundirvísingini og møguliga til  øktan hølistørv.

 

Umsitingarligar avleiðingar fyri landsmyndugleikar

Uppskotið inniber økta umsiting í Mentamálaráðnum

 

Fyri landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri øki í landinum

Fyri ávísar bólkar

Fyri vinnuna

Fíggjarligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

Hoyring

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá:

Kommunusamskipan Føroya

Føroya Kommunufelag

Føroya Lærarafelag

Føroya Pedagogfelag

Foreldrafelagnum Heim og Skúli

Føroya Skúlabókagrunni, og

Landsmiðstøðini 

 

Kap. 3  Serligar viðmerkingar

 

Til § 1, nr. 1

§ 1

Broytingin í § 1 er ein fylgja av, at lóg nr. 51 frá 14. februar 1979 “for Færøerne om folkeskolen” er sett úr gildi sbrt. § 2, stk. 2, nr. 1 í løgtingslóg nr. 130 frá 8. oktober 2001 um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í Heimastýrislógini (yvirtøkulógin).  

 

Til § 1, nr. 2

§ 4, stk. 3

Hetta er ein víðkað ráðgeving, har foreldur at børnum og onnur, ið varða av børnum í fólkaskúlanum bæði í og undir skúlaaldri, verða tikin við í sambandi við sernámsfrøðiliga ráðgeving, og at næmingar, ið hava tørv á serligari hjálp, fáa serundirvísing ella sernámsfrøðiligan stuðul.

 

Stk. 4

Broytingin er,  at sernámsfrøðilig hjálp er broytt til sernámsfrøðiligan stuðul

 

Til § 1, nr. 3

§ 9, stk. 2

Broytingin gevur heimild til, at øðrvísi undirvísingartilboð eisini kunnu verða skipað fyri næmingar í 7. flokki. Tað kann koma fyri, at næmingur í 7. flokki kemur í ta støðu, at tað ikki verður hildið skilagott, at hann skal halda fram vanligu skúlagongd sína. Í tílíkum føri kann henda áseting koma væl við, av tí at her eru møguleikar fyri at seta saman eitt øðrvísi tillagað undirvísingartilboð til næmingin, ið bæði kann vera verkligt og ástøðiligt, og sum bæði kann fara fram í skúlanum og uttan fyri skúlan.

 

Til § 1, nr. 4

§ 10, stk. 1

Børnini skulu læra at vera í skúla, vera trygg við undirvísingarstøðuna, har tað fer fram eitt samspæl millum læring og leik. Øll børn eiga at læra skúla og flokslærara at kenna, áðrenn tey koma í 1. fokk. 

 

Til § 1, nr. 5

§ 10, stk. 2 og 3

Dentur verður lagdur á at læra barnið grundstøðið undir lesing, skriving og rokning, soleiðis at barnið lærir bókstavir, at telja o.a.

Tilgongdin at gera børn skúlabúgvin má byrja fyrr, antin við at kommunur, sambært § 4, stk. 2 í fólkaskúlalógini, seta á stovn forskúla til endamálið, ella við samstarvi millum skúla og barnagarð um tey 5 - 6 ára gomlu børnini.

 

Til § 1, nr. 6

§ 11, stk. 1

Til tess at skúlarnir skulu hava greið mál at leggja undirvísingina til rættis eftir og at eftirmeta undirvísingina, ásetur landsstýrismaðurin reglur um endamálið í undirvísingini í øllum lærugreinum og í kravdum undirvísingarevnum. Eisini ásetur landsstýrismaðurin reglur um endamálið í høvuðs kunnleika- og fimisøkjunum í øllum lærugreinum og kravdum undirvísingarevnum.

 

Til § 1, nr. 7

§ 11, stk. 2 – 5

Umframt endalig mál ásetur landsstýrismaðurin ávegis mál í lærugreinum og evnum  ávís skúlaár, so skúlarnir hava fasta skipan at halda seg til, hvat skal verða nátt einstøk skúlaár í øllum lærugreinum og evnum, har undirvísingin fatar um meira enn eitt skúlaár.

Samsvarandi ásetingunum um endalig mál og ávegis mál verða allar lesiætlanir endurskoðaðar og nýggjar lesiætlanir gjørdar í lærugreinum og evnum, har verandi lesiætlanir ikki eru nøktandi.

Tað er umráðandi, at í allari undirvísing fólkaskúlans verður dentur lagdur á at lúka endamál fólkaskúlans sambært § 2, um at alt virksemi skúlans bæði læring og arbeiðhættir skulu stuðla tí einstaka næminginum í hansara fjølbroyttu, persónligu menning. Neyðugt er, at hetta verður partur av lesiætlanum, so at skúlarnir hava ítøkiligt tilfar at miða seg eftir í arbeiðinum, so at  bæði undirvísing og námshættir sum verkætlanar- og verkstaðararbeiði leggja áherðslu á at stuðla og menna fjølbroyttu evni næmingsins.

Í sambandi við lesiætlanararbeiðið kann landsstýrismaðurin gera vegleiðandi tilfar og dømi um undirvísingargongdir, sum verða latin skúlunum. Eisini kann landsstýrismaðurin gera annað vegleiðandi tilfar sum t.d. undirvísingargongdir í tvørgangandi evnum og vegleiðandi uppgávur. 

 

Til § 1, nr. 8

§ 12 stk. 2

Tað kann koma fyri, at foreldrini ikki duga at meta um undirvísingarliga  tørvin hjá barninum. Um so er, at foreldrini nokta fyri, at ein námsfrøðilig/sálarfrøðilig kanning verður gjørd, so er vandi fyri, at rættindini hjá barninum  verða sett til síðis. Lærarar hava sambært § 14 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, við seinni broytingum, fráboðanarskyldu, tí eigur skúlin at boða barnaverndini frá avgerðini hjá foreldrunum.

 

Til § 1, nr. 9
§ 13, stk. 2 - 3

Broytingin hevur ikki innihaldsligan týdning,  men er bara av tekniskum slagi, tí hildið verður, at lógartekniskt hongur tað betur saman, at stk. 2 verður sett sum stk. 3 og stk. 3 verður so stk. 2.

 

Stk. 4

Henda lógarbroyting gevur skúlunum møguleika at skipa bólkar, so næmingar kunnu fáa hóskandi undirvísingarligar avbjóðingar. Hetta kunnu vera næmingar, sum eru á sama fakliga stigi, ið kunnu stimbrast fakliga í einum øðrvísi námsliga samansettum bólki, enn flokkurin er. Tað er ofta komið fram - og seinast í PISA-niðurstøðuni - at bæði teir fakliga veiku og teir fakliga sterku næmingarnir í einum flokki fáa ov lítlar avbjóðingar. Hetta hevur við sær, at teir fakliga dugnaligu næmingarnir fáa ikki nóg stórar avbjóðingar, so teir kunnu menna seg mest møguligt, og teir næmingar, ið hava fyri neyðini at fáa eina gjølligari undirvísing, detta burtur ímillum og fáa ov lítið burtur úr undirvísingini.

 

Til § 1, nr. 10

§ 13, stk. 5

Avmarkingar eru ásettar í lógini, so at næmingar í mesta lagi helvtina av undirvísingartíðini kunnu fáa undirvísing í bólkum uttan fyri flokkin.

 

Stk. 6

Heimilað verður eisini landsstýrismanninum at gera frávik í serligum føri.

 

Til § 1, nr. 11

§ 14, stk. 1 - 6

Sambært § 14, stk. 1 skal úrtøka næminganna javnan verða eftirmett. Støðug eftirmeting av undirvísingini eigur at vera ein natúrligur partur av virkseminum í øllum flokkum og eigur at fata um allar partar av úrtøku næmingsins, bæði fakliga og sosialt. Eftirmeting er ikki í sær sjálvum eitt endamál, men kann, um hon verður nýtt á rættan hátt, vera eitt virðismikið amboð hjá myndugleikum, skúlum, foreldrum og næmingum til at fáa at vita, hvussu støðið er, og samstundis verða nýtt sum amboð at leggja undirvísingina til rættis frameftir.

 

Við broytingini í § 14, stk. 1 verður dentur lagdur á, at støðuga eftirmetingin av undirvísingini eisini skal verða framd við atliti at ávegis- og endaligum málum sbrt. § 11, tá ið mett verður um, hvat tann einstaki næmingurin hevur fingið burturúr.

 

Stk. 2

Í seinnu helvt í 1. og 2. flokki fara næmingarnir til eina støðuroynd í lesing og rokning. Skúlin skipar í samráð við serlærara fyri royndunum, sum hava til endamáls at veita næmingum, ið ikki fáa nóg mikið burtur úr dagligu undirvísingini, serliga hjálp í lesing og rokning.

 

Stk. 3

Landsstýrismaðurin skipar fyri støðuroyndum í 3., 5. og 7. árgangi. Eins og landsroyndirnar eru støðuroyndirnar ein partur av eftirmetingarskipan skúlans.

Ætlanin við støðuroyndum í ávísum lærugreinum er at geva  lærarum og skúlaleiðslu eitt amboð, sum umframt at meta um fakliga støðið hjá næminginum, eisini  skal nýtast til at laga og málrætta undirvísingina til tørv og fortreytir hjá tí einstaka næminginum. Saman við hinum pørtunum av eftirmetingarskipan skúlans skulu støðuroyndirnar verða grundarlagið undir næmingavegleiðing, at fyrireika undirvísing og at kunna foreldur við tí endamáli at skipa eina undirvísing og eitt foreldrasamstarv, sum í mest møguligan mun kemur tí einstaka næminginum til gagns.  

 

Stk. 4

Landsstýrismaðurin fær við uppskotinum heimild til at áseta reglur um, í  hvørjum lærugreinum støðuroyndir skulu vera, hvussu tær skulu fremjast, støðuroyndir til næmingar við serligum tørvi og  frítøku fyri næmingar vegna serligar umstøður.

Tal av royndum,  og í hvørjum árgangi royndin verður hildin, kann verða broytt eftir tørvi.

 

Stk. 5 og 6

Í §14, stk. 5 verður ásett, at landsroyndir verða fyriskipaðar í lærugreinunum føroyskum, støddfrøði og náttúrulærugreinunum á 4. og 6. floksstigi í øllum skúlum. Í hesum sambandi eigur at verða undirstrikað, at umrøddu royndir eru bert ein partur av eftirmetingarvirksemi skúlans sbrt. § 14, stk. 1 og  kunnu ikki koma ístaðin fyri ta regluligu eftirmetingina, sum skúlarnir skipa fyri øll skúlaárini.

 

Endamálið við at hava landsroyndir er at tryggja myndugleikum, skúlum, foreldrum og næmingum innlit í fakliga støðið í fólkaskúlanum. Við støði í hesum royndum kann tað rættast uppaftur í undirvísingini, sum ber á skeiva borðið. Landsroyndirnar eru ætlaðar sum amboð og ítøkiligt grundarlag hjá myndugleikum, skúlum og foreldrum  at fylgja við og meta um fakliga støðið í teirra egna skúla, umframt at kunna viðgera  úrslitið í mun til fakliga støðið í øðrum skúlum í landinum.

 

Mentamálaráðið skipar fyri landsroyndunum, og skúlarnir fáa at vita miðalúrslitið fyri sínar flokkar, umframt at teir fáa at vita, hvussu hesir liggja í mun til miðalúrslitini fyri hinar skúlarnar og fyri landið alt. Úrslitið hjá einstøku næmingunum verður ikki kunngjørt.

 

Til § 1, nr. 12

§ 14, stk. 7

Fyri at tryggja, at royndirnar eru á hóskandi fakligum og námsfrøðiligum stigi, verður loyvt at velja ein bólk av næmingum at royna líknandi royndartilfar framman undan vanligu royndini.

 

Stk. 8

Næmingar og foreldur skulu regluliga fáa at vita skúlans áskoðan um, hvat næmingarnir fáa burtur úr skúlagongdini. Við broytingini í §14, stk. 8 skulu foreldrini harumframt verða kunnað um úrslitið hjá børnum sínum í lands- og støðuroyndunum.

 

Stk. 9 - 12

Stk. 3 – 6 í verandi lóg verða broytt til stk. 9 – 12 í lógaruppskotinum.

 

Til § 1, nr. 13 

§ 16, stk. 1 - 3
Broytingarnar í stk. 1 og 2 eru nágreiniligari ásetingar um, í hvørjum lærugreina­pørtum næmingarnir skulu til próvtøku, tí próvtøkan í nøkrum lærugreinum er bæði munnlig og skrivlig.

Higartil hevur próvtøkan í enskum í 9. flokki bara verið munnlig. Frameftir verður henda próvtøkan bæði munnlig og skrivlig. Neyðugt er framhaldandi at styrkja um málførleikan í enskum. Sum skipanin er í dag, er próvtøkan í 9. flokki í enskum bert munnlig, men í 10. flokki er próvtøkan munnlig og skrivlig. Næmingar, sum fara í miðnámsskúla aftan á 9. flokk, hava tí ikki havt møguleikan at fara til próvtøku í skrivligum enskum í fólkaskúlanum.  Hetta er óheppið. Og nú  enskt er flutt niður í 4. flokk, er heilt natúrligt, at próvtøkan í 9. flokki eisini verður skrivlig. Kunngerð um fráfaringarroyndir fólkaskúlans verður tí broytt samsvarandi hesum. 

 

Til § 1, nr. 14

§ 16, stk. 6

Tað einasta, sum er broytt í hesum stk., er, at tilvísing til stk. 1, 2 og 9 er sett inn.

 

Til § 1, nr. 15

§ 16, stk. 9

Hetta stk. í verandi lóg hevur heimilað, at næmingarnir í framhaldsdeildini saman við foreldrunum kunnu avgera, um teir stilla seg inn til próvtøku ella ikki. Mælt verður til, at hetta verður broytt soleiðis, at tá ið ein næmingur hevur fingið undirvísing í eini lærugrein, so eigur hann samstundis at vita, at hann skal til próvtøku, tá ið undirvísingin endar. At lata næmingin avgera, um hann fer til próvtøku ella ikki, er tað sama sum frammanundan at leggja eina líkasælu í undirvísingina og arbeiðsorkuna. Virðingin fyri undirvísingini verður burtur, tá ið næmingurin sjálvur kann avgera, um hann vil fara til próvtøku ella ikki.

 

Av tí, at hesar próvtøkur eru í endanum á skúlagongdini hjá næmingum fólkaskúlans, ber tað bert í lítlan mun til hjá skúlunum at nýta próvtøkurnar sum amboð til at eftirmeta úrslitið saman við næmingunum og veita teimum vegleiðing og hjálp at arbeiða við økjum, sum bøtt eigur at verða um. Hesar próvtøkur brúkar næmingurin í høvuðsheitum í sambandi við, at hann søkir inn á miðnámsskúla, søkir lærupláss ella arbeiði.

 

Til § 1, nr. 16

§ 18, stk. 3

Broytingin  er ein avleiðing av øktum tímatali í 1., 2. og 3. flokki.

 

Til § 1, nr. 17

§ 19, stk. 1

Broytingar eru gjørdar í tímatalinum í 1., 2. og 3. flokki. Næstu tvey skúlaárini hækkar tímatalið í hesum flokkum við tilsamans 16 tímum. Sostatt hækkar samlaða tímatalið í 1. - 7. flokki og í 1. - 9. flokki.

 

Stk. 2

Økta tímatalið í 1. – 3. flokki verður sett í gildi soleiðis:

1. august 2007 hækkar tímatalið  3 t/v í hvørjum árgangi í 1. og 2. flokki og  2 t/v í 3. flokki

1. august 2008 hækkar tímatalið 3 t/v í hvørjum árgangi í 1. og 2. flokki og  2 t/v í 3. flokki.

 

Til § 1, nr. 18

§ 19, stk. 5

Tímatalið í ikki ársbýttum skúlum verður hækkað við 5 tímum, sum skulu nýtast á 1., 2. og 3. floksstigi.

 

Til § 1, nr. 19

§ 21, stk. 1

Broytingin er ein avleiðing av ásetingini í § 11 um endalig og ávegis mál.

 

Til § 1, nr. 20

§ 45, stk. 3

Í skúlanum skulu verða skipað viðurskifti, so at allir næmingar skulu trívast og kenna seg tryggar í skúlans arbeiði og umhvørvi. Við støði í reglum sambært § 60 um fyriskipanir til tess at fremja gott skil í skúlunum og umsjón við næmingunum í skúlatíðini ger skúlastýrið ítøkiligar atferðarreglur fyri tann einstaka skúlan og reglur um umsjónina við næmingunum í skúlatíðini.

 

Skúlin skal skipa so fyri, at allir næmingar kenna reglur skúlans viðvíkjandi atferð, atburði og fyriliti fyri øðrum. Eisini verður dentur lagdur á álvaran at halda reglur skúlans, so at allir næmingar virða sosiala felagsskapin í skúlanum. Um næmingur ikki megnar at fylgja reglum skúlans, setur skúlaleiðarin tiltøk í verk.

 

Stk. 4

Næmingur, ið hóast fyrisetta mannagongd og átøk skúlans framhaldandi ikki virðir atferðarreglur skúlans, kann verða fluttur í annan skúla ella í annað undirvísingartilboð. Tað er skúlans leiðsla, sum tekur hesa avgerð.

 

Stk. 5

Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um tey tiltøk, sum skúlaleiðarin setur í verk sbrt. stk. 3., og hvørji viðurskifti kunnu vera grundarlag fyri at flyta næming í annan skúla ella í annað undirvísingartilboð.

 

Stk. 6

Heimilað verður landsstýrismanninum at seta á stovn serligan skúla fyri næmingar, ið hava  atferðar-, tilknýtis- ella trivnaðartrupulleikar.

Undirvísingin verður grundað á bæði fakliga og sosiala menning. Dentur verður lagdur á, at næmingarnir í eitt tíðarskeið frá 3 mánaðum til tvey ár fáa eitt serligt undirvísingartilboð, sum skal gera teir førar fyri aftur at kunna luttaka í undirvísingini í fólkaskúlanum og fylgja  sosialu reglunum í einum vanligum skúlaflokki.

 

Til § 1, nr. 21

§ 55a

Neyðugt er, at skúlaleiðarar hava leiðsluútbúgving fyri at kunna røkja starvið sum skúlaleiðari til lítar. Tí verður neyðugt at skipa fyri leiðaraútbúgving bæði fyri teimum, sum røkja starvið sum skúlaleiðari, og fyri teimum, ið kundu hugsað sær at søkt starv sum skúlaleiðari.

 

Til § 1, nr. 22

§ 57, stk. 10 og 11 

 

Stk. 10

Heimild verður veitt landsstýrismanninum til at seta í verk námsfrøðiliga gransking og ymsar royndarverkætlanir.

 

Stk. 11

Ætlanin er at seta løgtingslóg nr. 58 frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting úr gildi, og verður tí mælt til, at § 36 í  nevndu lóg verður sett í fólkaskúlalógina.   

 

Til § 1, nr. 23

§ 58, stk. 5

Bert málslig dagføring. Mentamálaráðið er sett ístaðin fyri Undirvísingar- og mentamálastýrið.

 

Til § 1, nr. 24

§ 59, stk. 2 og 3

Um heimildin verður løgd til eina kærunevnd, eru avgerðirnar hjá kærunevndini endaligar og kunnu ikki kærast til landsstýrismannin.

 

Til § 2

Stk. 2. Ásetingin í § 14, stk. 5 viðvíkjandi landsroyndum verður sett í gildi 1. august 2007, og ásetingin í § 14, stk. 2 og 3 um støðuroyndir verður sett í gildi  1. august 2009.  

 

+Fylgiskjøl

 

1) Føroya Lærarafelag 1

2) Føroya Lærarafelag 2

3) Føroya Kommunufelag

4) Foreldrafelagið Heim og Skúli

5) Føroya Skúlabókagrunnur

6) Landsmiðstøðin

7) Føroya Pedagogfelag

8) Kommunusamskipan Føroya

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Óli Breckmann Sverre Midjord Vilhelm Johannesen
Johan Dahl Poul Michelsen John Johannessen
Kaj Leo Johannesen Lisbeth L. Petersen Marjus Dam
Kjartan Joensen Andrias Petersen Jógvan við Keldu
Olav Enomoto Henrik Old Gerhard Lognberg
Kristian Magnussen Jørgen Niclasen Alfred Olsen

1. viðgerð 3. mai 2007. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 29. mai 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur lagt málið fram tann 24. apríl 2007, og eftir 1. viðgerð tann 3. mai 2007 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 9., 11. og 22. mai 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarafelagið, Foreldrafelagið Heim og Skúli, Kommunusamskipan Føroya, Føroya Kommunufelag og landsstýrismannin í mentamálum saman við rektaranum á Føroya Læraraskúla. Nevndin hevur eisini fingið skrivligar viðmerkingar til § 13 í uppskotinum.

 

Innkallaðu partarnir hava allir havt sess í PISA-arbeiðsbólkinum, sum 19. oktober 2006 læt landsstýrismanninum álit um at styrkja fakliga førleikan hjá næmingum og at menna fólkaskúlan. Uppskotið hevur sum endamál at fremja nøkur av tilmæltu átøkunum og broytingunum í álitinum, og sum krevja, at lógin verður broytt.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Andrias Petersen, Óli Breckmann, Marjus Dam, John Johannessen og Olav Enomoto) er eins og tey, ið hava verið á fundi við nevndina, samdur um, at neyðugt er við broytingunum, sum uppskotið viðvíkur, at hesar eru eitt stig á røttu leiðini, men at umráðandi er áhaldandi at menna og um neyðugt at gera broytingar. Meirilutin noyðist tó í hesum sambandi at staðfesta, at Fólkaskúlaráðið, sbrt. § 62 í fólkaskúlalógini, ikki hevur virkað seinastu árini. Uppgáva ráðsins er at meta um menningina í fólkaskúlanum og á hesum grundarlagi ráðgeva landsstýrismanninum, og at ummæla mál um fólkaskúlan, sum landsstýrismaðurin leggur fyri tað. Meirilutin heldur, at landsstýrismaðurin eigur at tryggja, at ráðið fæst at virka aftur, so tað verður ein virkin liður í skipanini, sum støðugt eftirmetir og tilmælir neyðugar broytingar.

 

Undir viðgerðini hevur forskúlatilboðið verið gjølliga umrøtt. Sambært uppskotinum skal tilgongdin at gera børn skúlabúgvin byrja fyrr, antin við at kommunurnar seta á stovn forskúla ella við samstarvi millum skúla og barnagarð um tey 5-6 ára gomlu børnini. Meirilutin leggur dent á, at uttan mun til, um forskúlin verður skipaður sum kommunalur ella í samstarvi millum land og kommunur, so mugu avvarðandi myndugleikar tryggja, at øll børn, eisini tey, sum ikki ganga í barnagarði, fáa tilboð um forskúla, soleiðis at øll børn hava møguleika at menna sínar førleikar og at hava somu fortreytir við skúlabyrjan.

 

Á fundi við nevndina hevur Føroya Lærarafelag víst á, at broytingaruppskotið ikki inniheldur nakra heimild til landsstýrismannin at áseta neyvari reglur um innihaldið í forskúlanum. Landsstýrismaðurin hevur undir viðgerðini víst á, at hann longu hevur hesa heimild sambært § 4, stk. 2 í galdandi lóg. Meirilutin vísir í hesum sambandi á serligu viðmerkingarnar til upprunalógina frá 1997, har Ráðleggingarnevnd Fólaskúlans, sum gjørdi álitið um fólkaskúlalógina, legði dent á, at eingin forskúlaflokkur eigur at verða settur á stovn, fyrrenn landsstýrismaðurin hevur sett greiðar reglur um alt virksemi hansara.

 

Meirilutin fegnast um, at lagt verður upp til at linka strongu fakmørkini millum lærarar og pedagogar, nú tað við forskúlaskipanini beinleiðis verður sett sum krav, at skipað samstarv skal verða millum hesar fakbólkar í forskúla, byrjanarundirvísing og frítíðarskúla.

 

Undir nevndarviðgerðini hevur í sambandi við § 12, stk. 2 verið víst á, at eingin serundirvísing ella sernámsfrøðiligur stuðul eigur at vera fyribils soleiðis, sum ásetingin er orðað, tí øll undirvísing ella stuðul eigur altíð at vera fyrireikað og gjørd í samráð við foreldrini. Landsstýrismaðurin hevur greitt nevndini frá, at orðingin er júst tann sama sum í galdandi lóg, og at fyribils í hesum føri merkir, at undirvísing ella stuðul verður veittur til t.d. at styrkja lesiførleikan í eitt styttri tíðarskeið, men sum í mun til aðra undirvísing og stuðul ikki krevur, at ein námsfrøðilig/sálarfrøðilig kanning verður gjørd frammanundan.

 

Broytingin í § 13 netir við grundleggjandi virðir í skúlanum og við fatanina av flokkinum og skúlanum sum eina eind. Meirilutin ger vart við, at tað framhaldandi er okkara fatan, at fólkaskúlin er ein eindarskúli, har allir næmingarnir fylgjast upp í gjøgnum floksstigini. Heimildin at taka næmingar burturfrá í serligar bólkar skal tí fatast sum ein møguleiki, ið verður nýttur í avmarkaðum førum. Henda heimild eigur ikki at verða nýtt til at kollvelta skúlaskipanina, soleiðis at flokssamanhaldið hvørvur. Meirilutin sær framhaldandi flokkin sum grundeind fyri at skapa trivnað, tryggleika og fatan fyri tí einstaka í felagsskapinum.

 

Landsstýrismaðurin hevur víst nevndini á, at orðingin í heimildini sambært § 45, stk. 6 um at stovnseta serligan skúla ikki er fullfíggjað, og at heimildin eisini átti at fevnt um at stovnsett  serligt undirvísingartilboð. Talan er tó ikki um nakra innihaldsliga broyting. Herumframt er neyðugt at gera tvær tekniskar og málsligar broytingar.

 

Meirilutin setir tískil fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í § 1, nr. 6 verður eftir orðini “í undirvísingini og” sett: “reglur”

2) Í § 1, nr. 15 verður eftir “lærugreinini” sett: “, sbr. tó stk. 6”

3) Í § 1, nr. 20 verður í stk. 6 eftir “serligan skúla” sett: “ella undirvísingartilboð”.

 

Soleiðis broytt tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) vísir til, at Tjóðveldisflokkurin gjøgnum alt valskeiðið hevur roynt at vísa á, at neyðugt er við grundleggjandi gjøgnumgongd og eftirmeting av fólkaskúlalógini.

 

Hoyringarnar í nevndini hava fyrr víst, at skulu vit veruliga flyta mørk viðvíkjandi fólkaskúla okkara, verður neyðugt við eini neyvari endurskoðan av allari lógini, og hareftir eini støðugari eftirmeting í eini standandi kommissjón, fyri harvið at geva møguleika fyri veruliga at seta orð á eitt felags virðisgrundarlag hjá føroyska samfelagnum.

 

Ein sera dugnaligur og áhugaður PISA arbeiðsbólkur legði eitt valaverk fram um átøk til ábøtur í fólkaskúlanum. Hesin bólkur átti at hildið fram sum ein fólkaskúlanevnd, møguliga eisini verið víðkað við limi, sum umboðaði vinnuliga partin av samfelagnum.

 

Við fyriliggjandi uppskotið til broytingar í fólkaskúlalógini er minnilutin sannførdur um, at hetta bara verður ein lappaloysn, har bara verður roynt at pjøssa upp á ein skúla, sum veruliga er í kreppu.

 

Lærarin, sum er týdningarmesti aktørurin í fólkaskúlanum, fær við hesum uppskotinum als ikki betri umstøður at virka í.

 

Næmingarnir verða settir undir støðugt meira eftirlit, ivasamt er hvørjum hetta tænir, og minnilutin vil undirstrikað at vit bara taka undir við, at støðuroyndirnar eru internar og til nýtslu í menningini av undirvísingini til einstaka næmingin, og einans landsroyndirnar eru royndir, sum kunnu fráboðast til Mentamálaráðið.

 

Spurningurin um forskúlan er framvegis ikki loystur, tí ikki er greitt millum landið og kommunurnar, hvør skal gjalda hvat, og á fíggjarlógini eru eingir pengar tøkir at seta á stovn forskúlar.

 

Minnilutin er eftir hoyringarnar fullkomiliga sannførdur um, sum eisini var nevnt í byrjanini, at fyriliggjandi uppskot er ein rein lappaloysn upp á veruligu trupulleikarnar í fókaskúlanum, tí øll, sum hava verið til hoyringar í nevndini hava víst á, at atferðartruplir næmingar er størsti vandabólkurin í fólkaskúlanum í dag. Vit hava einki veruligt at bjóða hesum næmingum og foreldrum teirra, og skulu vit gera okkum vónir um at fáa ein fólkaskúla, sum kann vera við at lyfta føroyska samfelagið víðari fram í menningini, eigur og skal trupulleikin við atferðartruplum næmingum loysast.

 

Hetta gerst ikki við fyriliggjandi uppskoti, og als ikki við teimum 500 t. kr., sum ætlanin er at játta til endamálið komandi skúlaár.

 

Umframt hetta tekur minnilutin á ongan hátt undir við uppskotnu broytingunum til § 13 í fólkaskúlalógini, har man heimilar myndugleikunum at býta næmingar frá eftir førleika heilt frá fyrsta flokki av. Hetta kann gerast upp í helvtina av allari skúlatíðini hjá næminginum, og ivast minnilutin í, hvørjum endamáli hetta tænir, og er sannførdur um, at við hesi áseting koma vit í framtíðarskúlanum í Føroyum at flokka børn okkara í A menniskju og B menniskju.

 

Hetta er sera prinsippielt og ger upp við tann eindarskúlan, føroyska skúlaskipanin hevur bygt á seinastu mongu árini, og sera hugstoytt fyri eitt samfelag, sum í allar mátar hevur tørv á øllum tí tilfeingi, vit á nakran hátt kunna menna, tað veri seg á fakliga og á kreativa økinum. Uttan fakliga styrki hava vit lítlan kjans, men uttan kreativitetin doyggja vit.

 

Minnilutin heitir tí inniliga á Løgtingið um ikki at gera fyriliggjandi broytingar í § 13, sum landsstýrismaðurin mælir til, og setir tískil fram soljóðandi 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) § 1, nr. 9 og 10 verða strikað.

 

Soleiðis broytt tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 31. mai 2007. Broytingaruppskot frá minnilutanum í mentanarnevndini, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, til § 1 fall 8-2-18. Broytingaruppskot frá meirilutanum í mentanarnevndini, Andrias Petersen, Óla Breckmann, Marjus Dam, John Johannessen og Olav Enomoto, til § 1 samtykt 26-0-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 26-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 1. juni 2007. Broytingaruppskot frá Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen, Annitu á Fríðriksmørk og Hergeir Nielsen til § 1 fall 8-0-18. Broytingaruppskot frá Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen og Tórbjørn Jacobsen til § 1 fall 10-0-17. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Ll.nr. 64 frá 07.06.2007