112 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja  miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2007, 27. mars, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 62 frá 16. mai 2006 um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn verða gjørdar hesar broytingar:

1)             § 1, stk. 3 verður orðað soleiðis:

Stk. 3. Stuðulin kann í mesta lagi verða 150 mió. kr., umframt rentur, við eini afturgjaldstíð, sum er í mesta lagi 20 ár.”

2)             § 1, stk. 4, nr. 1 verður orðað soleiðis:

“1) at verandi bygningar hjá Tekniska skúla í Tórshavn í Smiðjugerði verða lýstir alment til sølu og seldir fyri mest møguligt. Søluinntøkurnar verða at draga frá stuðulsupphæddini sbr. stk. 3.”

3)             Í § 2 verður “2027” broytt til:

“2030”.

  

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Endamálið við uppskotinum er at broyta verandi lóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn, soleiðis at lógin greitt ásetir fíggjarligu heimildina hjá landsstýrismanninum at veita stuðul til avdráttir og rentur av láni, sum sjálvsognarstovnurin Tekniski skúli í Tórshavn tekur í sambandi við bygging av nýggjum miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

a. Fíggjarligar avleiðingar

Byggiútreiðslurnar kunnu í mesta lagi verða 150 mió. kr. Afturat játtanini fyri 2007, ið er 1 mió. kr., sum skal nýtast til forkanningar og byggimálslýsing og fyrireiking av sølu av verandi bygningunum hjá Tekniska Skúla í Tórshavn í Smiðjugerði, verður restin fíggjað við láni, sum sjálvsognarstovnurin fyri Tekniska Skúla í Tórshavn tekur, sbr. løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar við seinni broytingum. Lánið, sum sjálvsognarstovnurin tekur, verður at rinda aftur yvir 20 ár, og letur landskassin stuðul sum rentu og avdráttarfrítt lán til rentur og avdráttir við uppflytandi veði í bygninginum.

Sum eitt dømi kann nevnast, at um verandi bygningar hjá Tekniska skúla í Smiðjugerði verða seldir fyri 20 mió. kr., og restin, íalt 130 mió. kr., verður fíggjað sum eitt annuitetslán yvir 20 ár við 5% rentu, verður útreiðslan til rentur og avdráttir uml. 10,5 mió. kr. árliga.

 

Gjaldið er tengt at tí rentustøði, sum til eina og hvørja tíð er galdandi á økinum. Ein annar møguleiki er at taka lán við fastari rentu.

 

b. Umsitingarligar avleiðingar

Lógaruppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

 

c) Avleiðingar fyri umhvørvið

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið.

 

d) Avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri altjóða sáttmálar.

 

e) Fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri sertøk øki í landinum.

 

f) Avleiðingar fyri ávísar felagsskapir

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri ávísar felagsskapir.

 

g) Fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri vinnuna

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri vinnuna.

 

 

h) Avleiðingarnar í talvu:

 

 

Fyri landsmyndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri øki í landinum

Fyri ávísar bólkar

Fyri vinnuna

Fíggjarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 

Ummæli

Broytingaruppskotið er sent til ummælis hjá stýrinum fyri Tekniska Skúla í Tórshavn, stýrinum fyri Føroya Handilsskúla, Landsverk, Innlendismálaráðnum, Vinnumálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum, Føroya Gjaldstovu og Tórshavnar Kommunu.

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1, nr. 1

Ásett verður, at stuðulin frá landinum til bygging av nýggjum miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn í mesta lagi kann verða 150 mió. kr., umframt rentur av láni, við eini afturgjaldstíð, sum er í mesta lagi 20 ár.

 

Til § 1, nr. 2

Ásett verður, at stuðulin frá landinum er treytaður av, at verandi bygningar hjá Tekniska skúla í Tórshavn í Smiðjugerði verða lýstir alment til sølu, og at inntøkurnar frá søluni verða at draga frá stuðulsupphæddini frá landinum, soleiðis at stuðulin frá landinum til byggingina verður samsvarandi lægri.

 

Til § 1, nr. 3

Ásett verður, at lógin skal fara úr gildi í 2030. Nýggi bygningurin verður væntandi tikin í nýtslu seinast í 2010, og tí verður mett, at seinastu stuðulsútreiðslurnar hjá landinum í hesum sambandi verða í 2030. 

 

Til § 2

Áseting um gildiskomu.   

Fylgiskjøl:
Skjal 1: Hoyringssvar frá Stýrinum fyri Tekniska skúla í Tórshavn
Skjal 2: Hoyringssvar frá Fíggjarmálaráðnum
Skjal 3: Hoyringssvar frá Føroya Gjaldstovu

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Óli Breckmann Sverre Midjord Jógvan við Keldu
Johan Dahl Poul Michelsen John Johannessen
Kaj Leo Johannesen Lisbeth L. Petersen Heðin Zachariasen
Kjartan Joensen Andrias Petersen Anfinn Kallsberg
Alfred Olsen Henrik Old Marjus Dam
Olav Enomoto Kristian Magnussen Gerhard Lognberg
    Jørgen Niclasen

1. viðgerð 30. mars 2007. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 27. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann  26. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann  30. mars 2007 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 17. og 24. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum saman við umboðum fyri Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla í Tórshavn og landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Landsstýrismaðurin í mentamálum hevur greitt nevndini frá, at Mentamálaráðið er komið eftir, at heimildin í § 1, stk. 3 í galdandi lóg ikki nóg greitt ásetir, at stuðul kann veitast til renturnar av byggiláninum. Sambært verandi lóg kann stuðulin til byggingina vera í mesta lagi 150 mió. kr. Sambært lógaruppskotinum kann stuðulin í mesta lagi vera 150 mió. kr. umframt rentur.

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur greitt nevndini frá, at fíggingarhátturin við hesum uppskotinum ikki verður broyttur í mun til galdandi lóg. Hann vísti somuleiðis á, at uppskotið byggir ikki á útgangsstøðið, um fíggarlógin skal endurspegla almenna virksemið, men at hesin fíggingarháttur eisini er nýttur í øðrum verkætlanum sum t.d. undirsjóvartunlunum, umframt at Føroya Handilsskúli hevur verið fíggjaður á henda hátt.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin í nevndini (Andrias Petersen, Óli Breckmann, Marjus Dam, John Johannessen og Olav Enomoto) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin í nevndini (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) tekur heilt og fult undir við, at farið verður undir at smíða Skúladepilin í Marknagili. Tjóðveldisflokkurin hevur í fleiri umførum lagt uppskot fyri tingið um hetta, har Studentaskúlin eisini hevur verið partur av verkætlanini.

 

Hetta løgtingsmál snýr seg ikki um byggingina av skúla/unum. Uppskotið snýr seg bara um at gera eina broyting í lógarkarminum (løgtingslóg nr. 62 frá 16. mai 2006), sum hevur við sjálva fíggingina av verkætlanini at gera.

 

Minnilutin er als ikki samdur við meirilutanum og samgonguni um fíggingarmynstrið, ið ætlast at verða nýtt í hesum prosjektinum. Sambært uppskotinum verður skotið upp, at landskassin stuðlar sjálvsognarstovnunum við 150 milliónum krónum og harumframt stuðlar gjaldi av rentum við eini afturgjaldstíð, sum í mesta lagi verður 20 ár. Við eini meðalrentu á 5 % verður samlaða upphæddin, sum uppskotið samtykt útloysir, á leið 210 milliónir krónur. Hetta verður staðfest í viðmerkingunum. Tó skal sigast, at søluupphæddin, ið fæst fyri gomlu skúlabygningarnar hjá Tekniska Skúla, skal dragast frá samlaðu stuðulsupphæddini. Hetta verður orðað greitt í § 1, stk. 4, nr. 1.

 

Minnilutin kann í fyrsta lagi vísa til viðmerkingarnar, sum vit fyrr hava havt í áliti í sama máli. Tó er tað nýggja hent síðani seinast, at embætisverkið í uppritum, sum eru løgd við málinum, gevur rættiliga ilt av sær, um háttin ein nú er farin undir at brúka, tá ið man fíggjar almennar bygningar. Rokningar verða nú skrivaðar út til teirra, sum skula mynda framtíðina og harumframt skula skapa sær eina samtíðartilveru.

 

Ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum skrivar í skjali, at Fíggjarmálaráðið enn einaferð harðliga átalar, at lógaruppskot verða tilevnað, sum ganga ímóti meginregluni um, at útreiðslurnar av løguarbeiðum, sum landið fíggjar antin beinleiðis ella sum stuðul, skulu takast við í fíggjarlóg samsvarandi byggigongdini. Sami ráðgevi mælir til, soleiðis sum fíggjarligu viðurskiftini eru vorðin ímillum hitt almenna og sjálvsognarstovnarnar, at hesir seinnu verða avtiknir. Landið stendur við endan undir øllum umstøðum. Trupulleikin er eftirhondini vorðin hann, at fíggjarligu og verkligu ábyrgdirnar ikki fylgjast í prosjektunum. Í endanum verður hartil sagt, at tað slepst ikki undan varhuganum av, at hesin leisturin, sum er ætlaður at brúka í hesum málinum, er ein roynd at sníkja útreiðslur av fíggjarlógini, óivað tí hesar høvdu havt við sær trengri rásarúm í løgukarminum, og at hetta helst hevði havt verri úrslit við sær á sjálvari botnlinjuni á fíggjarlógini. Endasalutturin er ikki fyri sartar sálir: ”Hetta kann ikki tulkast annað enn sera vánaligt arbeiðslag og dára hugburður.”

 

Stjórin á Gjaldstovuni er lítið mjúkari í sínum uppriti. Hann sigur beinleiðis, at lánið eigur at verða tikið við í fíggjarlógini í takt við, hvussu skyldan uppstendur. Hartil sigur hann, at roknskapurin skal geva eina rættgevandi mynd og at spjaða eina skyldu, sum er 100% vís, yvir 20 ár er tað sama sum ikki at vilja síggja veruleikan í eyguni. Hann endar við at siga, at roknskapur og fíggjarlóg eiga sjálvandi at ganga hond í hond! Tí eigur øll skyldan at verða tikin við, tá ið henda er uppstaðin.

 

Teir báðir, ið verða endurgivnir omanfyri, møttu á fundi í mentanarnevndini saman við landsstýrimanninum í fíggjarmálum, og teir vóru ikki mjúkari at strúka, tá ið teir vórðu bidnir um at siga sína hugsan um hendan fíggingarháttin í almennum byggjaríi.

 

Sum skilst, er málið harvið ein reinur politiskur rossahandil. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum helt fast við uppkotna leistin á fundinum, og harvið má staðfestast, at landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, mega hava gjørt ein politiskan handil, sum samgongan er sinnað at bera ígjøgnum tingviðgerðina.

 

Samgongan hevur áður roynt at søkt at vanliga fíggingarmynstrinum, sum er, at bygging og útreiðslur fylgjast at. Hetta fyri at fult gjøgnumskygni skal vera í almennum fíggjarviðurskiftum. Í verkætlanini um tunnilin millum Øravík og Hov varð sama royndin gjørd. Tá eydnaðist tað Tjóðveldisflokkinum at leggja so hart trýst á samgonguna, at Sambandsflokkurin til endans boygnaði og kravdi, at íløgan varð goldin sum aðrar almennar íløgur – ígjøgnum landsins fíggjarlóg. Hetta málið prógvar so til fulnar, at teir endaliga hava givið skarvin yvir.

 

Búskaparpolitikkurin hjá landsstýrinum gevur helst ongar aðrar møguleikar. Tað hevur ongantíð verið lætt at blást, samstundis sum ein hevur mjøl í munninum. Nú ræður um at skriva rokningar út til komandi ættarliðini, ígjøgnum fíggjarligar fylgisveinar í ringrás kring almennu fíggjarlógina, og endin er givin frammanundan. Kaos, tí eingin hevur tamarhald á støðuni til endans. Hvussu skal tað enda øðrvísi, sum gjaldstovustjórin sigur í skrivligu viðmerkingini, tá ið politiska valdið ikki vil síggja veruleikan í eyguni.

 

Minnilutin mælir til, at farið verður í gongd við at byggja skúladepilin í Marknagili sum skjótast, og at útreiðslurnar verða avhildnar samsvarandi, sum byggjaríið líður frá. Í einum broytingaruppskoti til 3. viðgerð, tá ið málið var til viðgerðar seinast, settu vit soljóðandi uppskot fram sum § 1, stk. 2:

 

Játtanin til verkætlanina verður ásett á fíggjarlóg soleiðis:

 

*                    kr.     1,5 mió.   í   2006

 

*                    kr.   23,5 mió.  í    2007

 

*                    kr.   50,0 mió.  í    2008

 

*                    kr.   50,0 mió.  í    2009

 

*                    kr.   25,0 mió.   í   2010

 

Hesi tølini mega tó dagførast av tí orsøk, at byggimálið er komið í drag, og kunnu hóskandi verið flutt eitt ár fram í hvørjum einstøkum føri. Minnilutin heitir til endans staðiliga á meirilutan og samgonguna um at saðla um í málinum soleiðis, at byggingin verður fíggjað, sum siðvenja er, har íløgan verður goldin av fíggjarlógini, so hvørt sum hon verður framd í verki.

 

2. viðgerð 30. apríl 2007. §§ 1 og 2 samtyktar 16-1-6. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 2. mai 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-2-9. Málið avgreitt.

Ll.nr. 37 frá 03.05.2007