115 Uppskot til  samtyktar um at seta stjórnarskipanarnevnd (seinna stjórnarskipanarnevndin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð
E. Orðaskifti við 2. viðgerð
F. Val av nevnd

Ár 2007, 24. apríl, legði Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til 

samtyktar um at seta stjórnarskipanarnevnd (seinna stjórnarskipanarnevndin)

Løgtingið samtykkir at seta nevnd sbr. § 25 í Tingskipan Føroya Løgtings at gera uppskot til Stjórnarskipan Føroya við støði í áliti um Stjórnarskipan Føroya, sum varð handað løgmanni hin 18. desember 2006 av fyrru stjórnarskipanarnevndini.

Í nevndina verða valdir tíggju tingmenn. Tveir tingmenn, umboðandi hvønn av teimum fýra stóru flokkunum, og ein tingmaður, umboðandi hvønn av teimum báðum smáu flokkunum. 

Viðmerkingar
Við álitinum um Stjórnarskipan Føroya hava vit fingið eitt gott grundarlag fyri einum uppskoti til Stjórnarskipan Føroya.

Til tess at tryggja, at uppskotið til Stjórnarskipan Føroya í nevnda áliti verður nóg greitt at leggja fyri Løgtingið, verður skotið upp, at meirviðgera tað í serligari tingnevnd.

Av tí, at nevndin verður sett sbr. tingskipanini § 25, fellur heimild hennara burtur á ólavsøku. Er hon ikki liðug við arbeiði sítt tá, ber altíð til hjá nevndarlimunum at skjóta upp fyri Løgtinginum at endurvelja nevndina. Hon kann tá halda á við arbeiði sínum við endurnýggjaðari heimild í komandi tingsetu. 

Skjalayvirlit: 
Skjal 1:
 Álit um Stjórnarskipan Føroya, sum varð handað løgmanni 18. desember 2006.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Óli Breckmann Sverre Midjord Vilhelm Johannesen
Johan Dahl Poul Michelsen John Johannessen
Kaj Leo Johannesen Lisbeth L. Petersen Marjus Dam
Kjartan Joensen Andrias Petersen Jógvan við Keldu
Olav Enomoto Henrik Old Gerhard Lognberg
Kristian Magnussen Jørgen Niclasen  

1. viðgerð 27. apríl 2007. Málið beint beinleiðis til 2. viðgerð.

2. viðgerð 1. mai 2007. Uppskot til samtyktar samtykt 25-3-0.

Á tingfundi 7. mai 2007 vórðu hesi vald í nevndina:
Lisbeth L. Petersen, Marjus Dam, Kristian Magnussen, John Johannessen, Høgni Hoydal, Finnur Helmsdal, Anfinn Kallsberg, Poul Michelsen, Jenis av Rana og Kári P. Højgaard
Málið avgreitt.