120 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð
I. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2007, 24. apríl, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1) § 7 verður orðað soleiðis:

“§ 7. Vinnuligur fiskiskapur sambært hesi lóg kann bert fara fram við fiskiførum, sum sambært ognarviðurskiftunum til eina og hvørja tíð eru heimahoyrandi í Føroyum og hava veiðiloyvi eftir § 5, stk. 3, fiskiloyvi eftir § 5, stk. 4, 2. pkt., ella hvørs eigarar hava fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4, 3. pkt. Fyri at eiga fiskifar undir føroyskum flaggi krevst, at eigararnir eru:

1)

Einkultpersónar, einkultpersónar í felagsskapi, sum hefta persónligt, solidariskt og beinleiðis, og sum lúka treytirnar í stk. 2, ella

2)

feløg, sum lúka treytirnar í stk. 3.

Stk. 2. Eigararnir sbrt. stk. 1, nr. 1 skulu hava fast tilknýti til Føroyar, allir skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini, og allir skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum.
Stk. 3. Um eigararnir eru skipaðir í felagi, skal felagið lúka fylgjandi treytir:

1)

Felagið skal vera partafelag, smáparta-felag, lutafelag ella partsreiðarí og skal hava fast tilknýti til Føroyar. Er talan um partafelag ella smápartafelag, skulu partabrøvini vera navnapartabrøv.

2)

Eigararnir av í minsta lagi 2/3 av eginpeninginum, herundir parta-peninginum, umframt ábyrgdar-peninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, skulu lúka treytirnar í stk. 2. Føroyska nevndarumboðanin skal í minsta lagi vera 2/3 av nevndini og lúka treytirnar í stk. 2. Skal felagið luta út vinningsbýti, skal føroyski parturin í minsta lagi fáa útlutað 2/3.

3)

Eiga útlendingar í fiskifari, heima-hoyrandi í Føroyum, skal hetta góðkennast av landsstýrismanninum. Fara broytingar fram í ognar-viðurskiftunum, herundir parta-peninginum, umframt ábyrgdar­peninginum, atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, skal hetta fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar fara fram, og landsstýrismaðurin skal góðkenna slíkar broytingar. Broytast ognarviðurskiftini soleiðis, at lutfallið 1/3 og 2/3 broytist, og útlendski parturin harvið gerst størri enn 1/3, fellur veiðiloyvið burtur.

Stk. 4. Í sambandi við viðgerð av málum, sum metast at koma undir treytirnar í stk. 3, nr. 2 og 3 í hesi grein, kann landsstýrismaðurin krevja upplýsingar og váttanir frá nevndarlimum, stjórn, eigarum, ráðgevum, fíggingarstovnum v.m. Landsstýrismaðurin kann krevja góðkenda føroyska týðing av hesum skjølum.

Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann gera undantak viðvíkjandi treytunum til ognarviðurskiftini fyri fiskifør til royndarveiðu ella undirvísingar- og menningarætlanir. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis gera tíðaravmarkað undantak til treytirnar um ognarviðurskiftini, tá tað snýr seg um at geva loyvi til fiskifar, sum skal nýtast fyri fiskifar, sum hevur veiði- og fiskiloyvi, men orsakað av bráfeingis óhappi ikki kann fara til fiskiskap.

Stk. 6. Persónar og feløg, sum hava rikið fiskifør í 1996 og áðrenn, kunnu halda áfram við virksemi sínum, hóast ásetingarnar í stk. 1-3, treytað av, at tey fiskifør, tey hava rikið, hava fingið veiðiloyvi frá landsstýrinum fyri árið 1996.

Stk. 7. Feløg, sum reka fiskifør, sum hava fingið veiðiloyvi/fiskiloyvi fyri árið 2007, og sum ikki lúka treytina í stk. 3 um nevndarumboðan, skulu fremja hesa á fyrstkomandi aðalfundi. Feløg, sum reka fiskifør, sum hava fingið veiðiloyvi/ fiskiloyvi fyri árið 2007, og sum ikki lúka treytina um vinningsbýti í stk. 3, skulu fremja broytingar í ásetingunum um vinningsbýti innan 3 ár.

Stk. 8. Eru treytirnar í hesi grein ikki loknar, kann landsstýrismaðurin nokta innflutnings-loyvi, at veiðiloyvi/fiskiloyvi verður flutt til annað fiskifar, ella krevja, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist.” 

2) Aftaná § 7 verður sett:

§ 7 b. Veiðiloyvi, latin sbrt. hesi lóg, hava gildi til 1. januar 2018.

Stk. 2. Tá veiðiloyvi fer úr gildi sbrt. hesi lóg, fella samstundis øll fiskirættindi burtur, herundir fiskidagar, egnir kvotupartar, egnar hjáveiðikvotur og onnur fiskirættindi, ið latin eru sbrt. lógini.

Stk. 3. Hóast  stk. 1 fær eigari av fiskifari, ið hevur fingið avmarkað fiskirættindi sambært § 7, stk. 5, bert tey í fiskiloyvinum fyribils ella avmarkaðu rættindini tað ávísa fiskiárið. 

Stk. 4. Fiskiloyvi, latin í bólki 5, hava gildi til 1. januar 2018.

Stk. 5. Veiðiloyvi og fiskiloyvi kunnu ikki setast í veð.

 

§ 7 c. Hóast ásetingarnar í § 7 b verður veiðiloyvi endurnýggjað, um loyvishavari framhaldandi lýkur treytirnar sambært hesi lóg og treytum, ið settar eru í veiðiloyvi og fiskiloyvi. Landstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um mannagongd og fyrisiting í sambandi við endurnýggjan av veiðiloyvi.

Stk. 2. Veiðiloyvi, ið verða endurnýggjað, hava gildi í 5 ár. Onnur veiðiloyvi, ið verða latin eftir 1. januar 2018, hava gildi í 5 ár.

Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru eisini galdandi fyri endurnýggjan av fiskiloyvum til bólk 5, sbr. § 5, stk. 4 og § 7 b.” 

 

3) § 13 verður orðað soleiðis:

§ 13. Fyri eigarar av fiskiførum við veiðiloyvi sbrt. § 5, stk. 3 og § 7 b hevur rætturin til fiskidagar, egnan kvotupart og egna hjáveiðikvotu somu gildistíð, sum veiðiloyvi sbrt. hesi lóg. Tá veiðiloyvi verða endurnýggjað sbrt. hesi lóg, verður rætturin til fiskidagar, egnan kvotupart og egna hjáveiðikvotu somuleiðis endurnýggjaður.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at rættur til egna hjáveiðikvotu kann verða latin fiskiførum í høvuðsbólki 1 og 6, sbr. § 28, stk. 1, við somu gildistíð, sum veiðiloyvi sbrt. hesi lóg.

Stk. 3. Øll fiskirættindi fella burtur, herundir fiskidagar, egnir kvotupartar, egnar hjáveiðikvotur og onnur fiskirættindi, ið latin eru sbrt. lógini, tá veiðiloyvi fer úr gildi sbrt. hesi lóg. “

 

4)  § 16 verður strikað.  

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Endamálið við uppskotinum

Málið er at hava eina lóg, sum setir greiðar karmar um, hvussu høvuðsvinna og høvðustilfeingi okkara verður skipað og umsitið.

 

Støði er tikið í, at livandi tilfeingið í føroyskum sjógvi, og tey rættindi, sum Føroyar við samráðingum hava rokkið, ella eftir altjóða rætti eiga uttan fyri føroyskan sjógv, er ogn Føroya fólks.

 

Dentur er lagdur á at varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt, lívfrøðiliga og búskaparliga, við virðing fyri sambandinum millum ymisku djóra- og plantustovnarnar í havinum og meingi teirra, til tess at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni.

 

Samandráttur av nýskipanini við uppskotinum

 

Uppskot til broytingar í mun til verandi lóggávu:

 

  1. Ognarviðurskifti. Reglan um, at útlendingar kunnu eiga 1/3 av partapeningi í føroyskum skipum.
  2. Loyvistíðarskeið. “Rullandi” 10-ára skipanin verður broytt.

 

Ad. 1. Ognarviðurskifti

Galdandi ásetingar í § 7 í lógini um vinnuligan fiskiskap verða mettar at vera ov ógreiðar og harvið ikki egnaðar at røkka endamálinum við ásetingunum, nevnliga at tryggja, at fiskirættindini eru undir føroyskum ræði.

 

Í § 7, stk. 6 í galdandi lóg er heimilað landsstýrismanninum í kunngerð at áseta treytir viðvíkjandi eginpeningi, parta- og ábyrgdarpeningi, herundir støddina av hesum í mun til íløguna, og íløguførleikan hjá eigara av fiskifari. Ásetingin hevur verið til umrøðu bæði í nevndini, sum endurskoðar lógina um vinnuligan fiskiskap, og innanhýsis í Fiskimálaráðnum. Niðurstøðan er, at heimildin eigur at verða strikað, bæði tí at hon gevur landsstýrismanninum víðar materiellar heimildir, sum verður hildið at vera óheppið, tí tær kunnu stríða ímóti lógini, og tí at Fiskimálaráðið, sambært heimildini, kann gera metingar av íløguførleika.

 

Mett verður ikki, at tað er rætt, at Fiskimálaráðið ger metingar av íløguførleikanum hjá íleggjarum í sambandi við verkætlanir. Hetta er meting, sum lánsveitarin ger, og av røttum eigur at gera. Mett verður ikki, at tað er rætt, at Fiskimálaráðið steðgar eini ætlan, um so er, at lánsveitari metir ætlanina burðardygga. Tað eru marknaðartreytirnar, metingar um framtíðar fiskiskap, fiskaprísir og støðan í samfelagnum annars, sum skulu avgera, um ein ætlan kann setast í verk. Ikki reglur, sum tað almenna setir um íløguførleika. Mett verður eisini, at eitt mark fyri, hvussu stóran eginpening eigarin skal hava í mun til íløguna, lættliga fer at kunna umgangast. Hetta hava vit fyrr sæð í sambandi við skipabyggingar í Føroyum. Tí verður heimildin til at áseta nærri reglur um eginpening og íløguførleika strikað.

 

Fyri at tryggja, at fiskirættindini framhaldandi verða undir føroyskum ræði, er hinvegin heldur neyðugt at herða treytirnar í sjálvari lógini um vinnuligan fiskiskap til føroyska og útlendska partin við ásetingini um kravda nevndarumboðan og áseting um vinningsbýti.

 

Tað, sum Fiskimálaráðið skal tryggja, er, at minst 2/3 av áhugamálunum, sum standa fyri eini ætlan, eru føroysk, og at føroyski eigarin veruliga hevur 2/3 av avgerðarrættinum í felagnum. Tí verður sett krav um, at minst 2/3 av nevndarumboðunum skulu vera føroysk, og at føroysku eigararnir skulu fáa minst 2/3 av útlutaðum vinningsbýti. Nevndarumboðan og útlutan av vinningsbýti vísa eina rættari mynd av, hvør hevur avgerðarrættin í felagnum, og tí verða hesar treytir mettar rættari sum amboð til at tryggja, at fiskirættindini eru og verða undir føroyskum ræði.

 

Ad. 2. Loyvistíðarskeið:

10 ára skipanin í fiskivinnulóggávuni hevur verið tulkað sum rullandi í 10 ár, so hvørt sum fiskiloyvini verða endurnýggjað. Uppskotið setir hesa skipan úr gildi, og verður beinleiðis staðfest, at onki fiskiloyvi hevur gildi longri enn til 1. januar 2018. Til samanberingar kann nevnast, at tá oljuloyvi verða latin, verða tey latin tíðaravmarkað. Sama ger seg galdandi innan lóggávu, sum viðvíkur øðrum tilfeingisvinnum í Føroyum. Nevnast kunnu aliloyvi, smoltaliloyvi og festijørð. Hetta verður gjørt millum annað fyri at staðfesta ognarrætt og ræðisrætt hjá tí almenna yvir undirgrund, havi, firðum, sundum, fiski og jørð.

 

Lógarbroytingarnar, sum nú verða gjørdar, skulu eftir ætlan leggja virkiskarmarnar hjá vinnuni og umsitingarkarmarnar hjá myndugleikanum í eina trygga legu frameftir, eisini eftir 1. januar 2018. Tá er ætlanin at endurnýggja loyvini 5. hvørt ár, um loyvishavarin framhaldandi lýkur treytirnar í lógini og treytir, sum eru settar í veiðiloyvi og fiskiloyvi.

 

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá Fiskivinnuráðnum. Fiskivinnuráðið hevur á 2 fundum viðgjørt fleiri broytingar í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap. Bert tær viðmerkingar, sum viðvíkja broytingunum í hesum lógaruppskoti, verða endurgivnar her:

 

§ 7. Ognarviðurskifti o.a.

 

Stk. 3, 2: Spurt varð, hvussu tað verður at umsita og hava eftirlit við ognarviðurskiftum o.ø. í feløgunum, um tey verða skrásett á virðisbrævamarknaði. Í hesum sambandi varð eisini ført fram, at tað neyvan er meiningin við uppskotinum at forða fyri, at fiskiveiðifeløg kunnu skráseta seg á virðisbrævamarknaði; lóggávan eigur ikki at forða fyri, at fiskivinnan fær møguleika at menna seg við at skráseta seg á virðisbrævamarknaði og á tann hátt t.d. útvega sær fígging.

 

Stk. 3, 3: Ráðið hevur onga viðmerking, men loyvir sær at vísa á, at tilvísingin á s.10 skal helst vera “stk. 8” og ikki “stk. 9”.

 

Stk. 4: Formaðurin vísti til § 7, stk. 4, har tað er ásett, at landsstýrismaðurin kann biðja um upplýsingar frá persónum og feløgum, men tað verður ikki sagt, um persónar og feløg hava skyldu at útflýggja slíkar upplýsingar. Hetta eigur eitt nú at samskipast við rættargangslógini og reglurnar um vitnisfrágreiðing fyri advokatar.

 

Stk. 5: Eingin viðmerking.

 

Stk. 6: Eingin viðmerking.

 

Stk. 7: Ráðið heldur, at tað kann vera óheppið ikki at loyva útlendskum nevndarlimum, eitt nú fólki við servitan. Hesi nýtast ikki at eiga í felagnum. Annars eiga freistirnar at tilskila, nær talan er um álmanakkaár og fiskiár.

Stk. 8:  Eingin viðmerking. Víst varð tó á, at stk. 6 og 7 eru skiftisreglur, meðan stk. 8 ikki er tað, men kortini eru ongar serligar viðmerkingar til stk. 8.

 

§ 7 b, c. Gildistíð, endurnýgging av veiðiloyvum o.a.

Reiðarafelagið og Ráfiskaseljarafelagið eru ímóti, at veiðiloyvini yvirhøvur ganga út. Meginfelag Útróðrarmanna er fyri broytingunum.

 

Í viðmerkingunum verður heitið “ogn landsins” nýtt. Lógin nýtir heitið “ogn Føroya fólks”. Fiskivinnuráðið mælir til, at sama heiti verður nýtt í lógini og í viðmerkingunum til lógina.

 

Spurt varð, um fíggingarstovnar eru hoyrdir í sambandi við uppskotið um gildistíðina fyri veiðiloyvi. Ráðið heldur, at tað er umráðandi, at sjónarmiðini hjá fíggingarstovnum koma fram, serliga í spurninginum um, hvørt tað kann fáa avleiðingar fyri møguleikarnar at fíggja virksemið í vinnuni í framtíðini.

 

Umboðini fyri Reiðarafelagið og Ráfiskaseljarafelagið mæla harðliga frá, at uppskotið verður sett í verk soleiðis, at veiðiloyvini ganga út. Hetta er eitt rák, sum er komið upp seinastu árini, nú flotin klárar seg, og tað gongur betur, og í kjalarvørrinum av teimum stóru skipasølunum. Er eisini grundað á, at aðrir eiga at sleppa framat. Ført var fram, at tað er heilt skeivt at seta áramál á veiðiloyvi. Í staðin eigur eitt skip, sum hevur fingið loyvi, at hava loyvið so leingi, skipið er til. Umboðini fyri Reiðarafelagið og Ráfiskaseljarafelagið halda, at um uppskotið verður samtykt, fara ongar íløgur at verða gjørdar í vinnuna. Skip, ið ikki fáa loyvini endurnýggjað, koma at liggja við bryggju og hava einki virði. Harafturat kann tað í sjálvum sær fara at verða trupult at fáa fígging, um loyvini eru tíðaravmarkað.

 

Umboðið fyri Skipara og Navigatør-, Maskinmeistara- og Motorpassarafelagið heldur, at tað er rætt, at tíðaravmarking er á loyvunum serliga tí, at sum er, sleppur eingin nýggjur framat. Hann heldur, at reglurnar um endurnýggjan eru eitt framstig og kann t.d. leggja minni trýst á skiparar.

 

Ráðið heldur yvirhøvur, at viðmerkingarnar til § 7b eiga at útgreinast við atliti at avleiðingum av uppskotinum.

 

§ 13.

Eingin viðmerking. Ráðið fatar hesa broyting sum eina avleiðing av øðrum broytingum í uppskotinum.

 

Fiskimálaráðið hevur broytt orðingina í § 7, stk. 4 soleiðis, at tað nú stendur, at landsstýrismaðurin kann krevja upplýsingar. Eisini eru viðmerkingarnar til lógaruppskotið broyttar soleiðis, at heitið ogn Føroya fólks verður nýtt í staðin fyri “ogn landsins”, og soleiðis er samsvar millum viðmerkingar og lógina.

 

Harafturat hava vinnufeløgini Føroya Reiðarafelag, Føroya Ráfiskakeyparafelag og Meginfelag Útróðrarmanna verið á fundi og viðgjørt uppskotið. Feløgini eru ímóti, at rætturin til veiðiloyvi verður tíðaravmarkaður, tá ið ein ikki veit, hvat hendir eftir, at gildistíðin er farin. Staðfesting av, hvat skal henda, tá ið gildistíðin er útrunnin, er eitt sera avgerandi mál hjá vinnufeløgunum. Tað má vera heilt greitt, hvørjar treytir verða settar til endurnýggjan av loyvunum.

 

Fiskimálaráðið hevur broytt orðingarnar í uppskotinum soleiðis, at tað nú heilt greitt framgongur av lógaruppskotinum, at veiðiloyvi verða endurnýggjað, um loyvishavarin lýkur tær treytir, sum lógin um vinnuligan fiskiskap setir, umframt treytir, settar í veiðiloyvi og fiskiloyvi.  

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Mett verður ikki, at uppskotið hevur fíggjarligar avleiðingar fyri land og kommunur.

 

Umsitingarligar avleiðingar fyri land og kommunur

Uppskotið fær umsitingarligar avleiðingar fyri landið, tí at arbeiðið við at eftirkanna § 7 verður hert. Harumframt verður meirumsiting av at endunýggja loyvini 5. hvørt ár.

 

Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna

Uppskotið kann fáa bæði fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar fyri vinnuna, tá tað nú verða settar nýggjar treytir til nevndarumboðan og vinningsbýti.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki við sær umhvørvisligar avleiðingar.

 

Serligar fíggarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ikki við sær serligar fíggjarligar, umsitingarligar ella umhvørvisligar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Sosialar avleiðingar fyri ávísar samfelagsbólkar ella felagsskapir

Uppskotið hevur ikki sosialar avleiðingar við sær.

 

Avleiðingar í mun til millumtjóða ella altjóða avtalur og reglur

Uppskotið er ikki tengt at millumtjóða ella altjóða avtalum ella reglum.

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

 

Kap. 3 Serligar viðmerkingar

 

Til nr. 1 (§ 7)

Greinin er í stóran mun framhald av galdandi reglum í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Dentur verður lagdur á, at livandi tilfeingið er ogn Føroya fólks. Tað verður tí kravt, at eigarar av fiskiførum, sum eru teir, sum kunnu hava fiskirættindi, hava mest møguligt tilknýti til Føroyar. Tó verður í greinini givin møguleiki fyri, at útlendskir íleggjarar koma inn í føroysku fiskivinnuna. Sum so má tað metast postivit, at gjørligt er hjá útlendskum kapitali at koma inn í føroysku fiskivinnuna, men vansin er, at tilfeingið, sum vinnan er grundað á, endar á útlendskum hondum. Við ásetingini í § 7 verður hædd  tikin fyri hesum báðum viðurskiftum, og verður mett, at reglurnar eru nøktandi fyri at tryggja, at rættindini framhaldandi eru undir føroyskum ræði.

 

Stk. 2

Ásetingin í stk. 2 er galdandi fyri allar likamligar persónar, sum koma undir reglurnar í hesi grein. Hesir persónar skulu vera skrásettir í landsfólkayvirlitinum seinastu 2 árini og skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum, og vera hesi viðurskifti at rokna frá tí, at málsviðgerðin í slíkum máli byrjar. Harumframt er krav um fast tilknýti til Føroyar. Hugtakið fast tilknýti er tengt at, um viðkomandi persónur má metast at hava høvðusáhugamál síni í Føroyum. T.d. um hann búleikast í Føroyum, um hansara inntøkugrundarlag stavar úr Føroyum, og um húski hansara búleikast í Føroyum. Fasta tilknýtið kemur til sjóndar við ymsum gerðum, ið benda á, at ætlanin er at hava heimstað í Føroyum, t.d. við at seta búgv við familju og keypa hús ella onnur tiltøk, ið greitt geva ábending um, at ætlanin er at fáa fast tilknýti til Føroyar.

 

Stk. 3

Feløg, sum reka vinnuligan fiskiskap, skulu hava fast tilknýti til Føroyar, og eigararnir av í minsta lagi 2/3 av eginpeninginum, herundir partapeninginum, umframt ábyrgdarpeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, skulu lúka treytirnar, lýstar omanfyri. Í avtalum partanna millum í slíkum málum kunnu vera treytir, har meting má gerast um kravið, ið lógin setir, er uppfylt. Serliga um 2/3 av avgerðarrættinum eru hjá eigarum, sum uppfylla treytirnar í stk. 2. Hugsast kunnu støður, har eitt nú ásetingar í slíkum avtalum í praksis skúgva til viks virknaðin av ásetingini um býtið  2/3 og 1/3. Í slíkum førum má ein meting gerast, um treytir í slíkum avtalum endurspegla eigara- og avgerðarættin í felagnum.

 

Er talan um fleiri feløg, sum eiga annað felag, sum so eigur fiskifar við veiði- og fiskiloyvi, er neyðugt at hyggja eftir øllum eigaraskaranum, og um hesin lýkur treytirnar í stk. 2. Tað er ikki nóg mikið bert at hyggja eftir, um felagið, sum beinleiðis stendur sum eigari, lýkur treytirnar, men er neyðugt at leita aftur til teir likamligu persónarnar, sum eru við í slíkum felagsligum bygnaði (selskabs konstruktion), og um myndin er tann, at treytirnar í stk. 2 eru loknar.

 

Um stovnar, grunnar, feløg ella vinnufeløg eru luttakarar í partsreiðaríi ella í øðrum vinnufeløgum, má hvør einstakur luttakari lúka treytirnar fyri at vera mettur sum føroyskur eigari. Fyri at hava møguleika at fylgja við, hvør eigur skipini, sum hava veiði- og fiskiloyvi, gerst hetta best við, at partabrøvini eru navnapartabrøv og at krevja, at broytingar í ognarviðurskiftunum skulu fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn slíkar broytingar fara fram. Um lutfallið millum føroyingar og útlendingar broytist, soleiðis at útlendski parturin gerst størri enn 1/3, fellur veiðiloyvið burtur, sbr. tó stk. 8.

 

Stk. 4

Til viðgerð av ognarviðurskiftunum eigur umsitingin at fáa hesi skjøl til vega:

 

Váttan um ongar aðrar avtalur kann serliga verða kravd frá eigara (partaeigarum/smápartaeigarum), advokati, fíggingarstovni og grannskoðara, men eisini aðrir ráðgevar kunnu hugsast at sita inni við vitan, sum Fiskimálaráðið ynskir innlit í.

 

Øll skjøl kunnu krevjast í góðkendari týðing. Umsøkjari ber útreiðslurnar av hesi týðing. 

 

Stk. 5

Landsstýrismaðurin hevur heimild til at gera undantøk frá treytunum um ognarviðurskiftini, um talan er um royndarveiðu ella undirvísingar- og menningarætlanir. Talan kann eitt nú vera um at leiguskráseta skip til slík endamál. Undir vanligum umstøðum kann eitt leiguskrásett fiskifar ikki reka vinnuligan fiskiskap, tí tað ikki lýkur kravið um at vera heimahoyrandi í Føroyum til eina og hvørja tíð. Ásetingin kann nýtast til t.d. útlendingar, sum hava áhuga at royna eftir fiskasløgum ella á leiðum, sum føroyska fiskivinnan ikki hevur áhuga í ella kunnleika til, men sum hóast hetta má metast at fáa týdning fyri føroysku fiskivinnuna seinni. Ásetingin kann eisini verða nýtt, um parturin millum útlendskar eigarar og føroyskar eigarar er øðrvísi, enn ásett í stk, 3, nr. 2, tá talan er um royndarveiðu ella undirvísingar- og menningarætlanir.

 

Undantak verður eisini veitt, um fiskifar til fiskiskap er fyri bráfeingisóhappi, t.d. størri eldskaða ella størri maskinbreki. Í slíkum førum kann landsstýrismaðurin geva undantak, soleiðis at annað skip kann verða nýtt í fiskiskapinum, til upprunaliga skipið aftur er siglingarklárt.

 

Tá avgerð skal takast um loyvir til royndarveiðu, undirvísingar- ella menningarætlanir, skal tilmæli frá Fiskirannsóknarstovuni fyriliggja í málinum.

 

Stk. 6-7

Skiftisreglur, ið loyva virksemi at halda fram eitt ávíst tíðarskeið, innan treytirnar skulu vera loknar. Skiftisreglan verður roknað frá gildiskomu lógarinnar. 

 

Stk. 8

Staðfest verður, at landsstýrismaðurin kann krevja, at viðurskiftini sbrt. § 7 koma í rættlag innan ávísa freist. Tað kann t.d. vera ein partaeigari, sum hevur selt síni partabrøv, og at treytirnar um eigaraviðurskiftini í § 7 harvið ikki eru loknar. Koma viðurskiftini ikki í rættlag, fellur veiðiloyvið burtur.

 

Til nr. 2

§ 7 b

Ásett verður gildistíð fyri veiðiloyvi og fiskiloyvi til bólk 5. Av tí, at bólkur 5 ikki er skipaður við veiðiloyvi, men at fiskiloyvi samstundis virkar sum veiðiloyvi, er ásett fyri henda bólk, at hesi loyvi hava somu gildistíð, soleiðis at gildistíðin fyri allar bólkar verður hin sama. Loyvini eru í gildi til 1. januar 2018. Tíðaravmarkingin hongur saman við § 7 c um endurnýggjan av loyvum og § 13 um gildistíð á rættindum. Endamálið er at gera upp við spurningin um gildistíð á loyvum og um, hvør hevur rætt til at fáa hesi loyvi endurnýggjað.

 

Broyting við einari nýggjari § 7 a er til viðgerðar í Løgtinginum. § 7 a er tó ikki komin í gildi. Tað ber bert til at gera broytingar í mun til verandi lóggávu, og tí verður henda broyting sett inn eftir § 7 og ikki eftir § 7 a.

 

§ 7 c

Greinin ásetir treytirnar fyri at fáa veiðiloyvi endurnýggjað eftir 1. januar 2018 og skal tryggja greiðar karmar og spælireglur fyri vinnuna.

 

Um loyvishavari framhaldandi lýkur allar treytir sambært hesi lóg og treytir í veiðiloyvi og fiskiloyvi, hevur hann rætt til at fáa loyvið endurnýggjað 5. hvørt ár.

 

Harumframt gevur greinin heimild til landsstýrismannin at áseta nærri reglur um mannagongd og fyrisiting. Í hesum sambandi verður serliga hugsað um freistir, fyrisitingarligar mannagongdir, upplýsingar, ið skulu fyriliggja, reglur um skjalprógv v.m.

 

Til nr. 3 (§ 13)

Higartil hevur tað verið soleiðis, at fyri fiskifør, 15 tons og størri, hevur játtan um fiskirættindi verið latin 10 ár í senn galdandi frá fiskiársins byrjan. Í fiskiloyvið vóru rættindini fyri inniverandi fiskiár talfest. Árið eftir verða rættindini aftur givin fyri næstu 10 árini, og fiskirættindini tað árið talfest o.s.fr. Hetta merkir, at loyvini eru galdandi í ”rullandi” 10 ár. Um eitt ítøkiligt loyvi skal sigast upp, skal hetta gerast við eini 10 ára freist. Við hesari áseting verður skipanin við rullandi 10 árum avtikin. Staðfest verður, at loyvini hava somu gildistíð, sum veiðiloyvini. Verða veiðiloyvini endurnýggjað sbrt. § 7 c, verður rætturin til fiskidagar, egnan kvotupart og egna hjáveiðikvotu somuleiðis endurnýggjaður.

 

Fyri at ongar misskiljingar skulu vera, er greið áseting um, at rættindi verða lutað fyri sama tíðarskeið, sum veiðiloyvini. Hesi hava ongantíð longri gildistíð enn veiðiloyvið, ið liggur til grundar, hevur. Tað eigur ikki at bera til at liggja á fiskirættindum uttan veiðiloyvi.

 

Til nr. 4. (§ 16)

Ásetingin verður strikað, tí hon einki innihald hevur, eftir at reglurnar um umsetiligheit eru settar í lógina (§ 14-15).

 

Til § 2

Áseting um gildiskomu.

 

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Óli Breckmann Sverre Midjord Vilhelm Johannesen
Johan Dahl Poul Michelsen John Johannessen
Kaj Leo Johannesen Lisbeth L. Petersen Marjus Dam
Kjartan Joensen Andrias Petersen Jógvan við Keldu
Olav Enomoto Henrik Old Gerhard Lognberg
Kristian Magnussen Jørgen Niclasen Alfred Olsen

 

1. viðgerð 3. mai 2007. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 29. mai 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur lagt uppskotið fram 24. apríl 2007, og eftir 1. viðgerð 3. mai 2007 varð tað beint vinnunevndini.

 

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundum 15.,16. og 29. mai  2007.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini  havt fund við umboð fyri   Fiskivinnuráði, Fiskidaganevndina og Samtak.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.

 

Meirilutin (Henrik Old, Johan Dahl, Jørgen Niclasen og Heðin Zachariasen) førir fram, at uppskotið ger upp við tveir týðandi trupulleikar í verandi lóggávu.

 

Útlendingar hava, hóast tær avmarkingar,  sum eru í galdandi lóg, alt meira megnað at keypt seg inn  í føroyska fiskiflotan og hava harvið fingið ræði á  fiskirættindum okkara. Við hesum uppskoti verður gjørd ein roynt at seta greiðar reglur fyri, hvussu stóran part útlendingar kunnu eiga av fiskiførum, heimahoyrandi í Føroyum.

 

Loyvistíðarskeiðið upp á 10 ár kom í lógina á sumri 1998 og hevur verið roknað sum eitt “rullandi” skeið. Farið verður nú aftur frá hesi skipan, soleiðis at øll veiðiloyvi ganga út 31. desember 2017, og at loyvistíðarskeiðið hereftir verður 5 ár. Veiðiloyvi, sum verða útskrivað aftaná 1. januar 2018 verða skrivað út eftir tí lóg, sum tá er í gildi, og Løgtingið hevur í hesum tíðarskeiði møguleika at broyta lógina og seta tær skipanir í verk, sum verða mettar at vera burðardyggar. 

 

Ein minnilutin (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) tekur ikki undir við uppskotinum, sum tað fyriliggur.

 

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, legði 18. apríl 2007 fyri tingið løgtingsmál nr. 120/2006, ið er uppskot um broytingar í lógini, sum vanliga verður rópt grundlógin undir høvuðsvinnu landsins.

 

Leingi hevur ein serfrøðinganevnd sitið undir liðini á landsstýrismanninum hjá sambandinum, og róð hevur verið framundir, serliga tá ið Tjóðveldisflokkurin barslaði við stóra reforminum um Tilfeingisbúðina á ólavsøku í fjør, at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og fylgið vóru farin í holt við at snikka til kollveltandi broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Andstøðan hevur ikki hoyrt eitt kis síðani, hóast hetta varð lovað okkum. Tó vistu vit, at Javnaðarflokkurin sambært valskránni fyri valið seinast miðaði eftir eini liberalisering, sum skuldi enda í onkrum slagi av einum fiskidagabanka, meðan Fólkafloksins sjónarmið í málinum eru alkend, og óneyðugt skuldi verið at nevnt tey, tá ið sterkasta lobby´in til eina og hvørja tíð rættar kumpassina av í so máta. Og tað plagar í øllum málum at røkka langt. Eisini inn í hinar báðar samgonguflokkarnar. Tí bíðaðu vit í størsta spenningi, nú Bjørn Kalsø var ávegis við fráboðaðu byltingini.

 

Í søguligum afturskyni skal staðfestast, at í galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap, løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum, er ásett í § 2, at livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks.

 

Í § 3. stk. 2 í somu lóg er ásett, at fiskirættindi, latin sambært hesi lóg, veita ikki einstøkum bólkum ella einstaklingum ognarrætt. Somuleiðis kunnu rættindi til fiskiskap takast aftur uttan endurgjaldskyldu.

 

Nevndu ásetingar er greið staðfesting av, at alt livandi tilfeingi í sjónum og øll fiskirættindi, sum tær almennu Føroyar varða av, eru almenn ogn, ogn fólksins, og at latin fiskirættindi sambært galdandi lóggávu ikki geva einstaklingum ella feløgum nakran ognarrætt yvirhøvur.

 

Fyri at tað almenna skal hava møguleika fyri, í veruleikanum – reelt, at varðveita lógliga staðfesta ognarrættin til livandi tilfeingi í sjónum, er rætturin hjá einstaklingum og feløgum til at gera nýtslu av hesi almennu ogn í galdandi lóggávu um vinnuligan fiskiskap avmarkaður at galda fyri 10 ár í senn.

 

Í § 13 í somu lóg er nevniliga ásett, at fyri eigarar av fiskiførum við veiðiloyvi sambært § 5, stk. 3 og fiskiførum við fiskiloyvi í bólki 5 sambært § 28, stk. 1 hevur rætturin til fiskidagar, egnan kvotupart og egna hjáveiðikvotu gildi 10 ár í senn, leggi til merkis vendingina “í senn”, smb. tó § 14 og § 15, stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at rættur til egna hjáveiðikvotu kann verða latin fiskiførum í høvuðsbólki 1 og 6 sambært § 28, stk. 1 við gildi í 10 ár í senn.

 

Reglan sigur, sum nú er, at loyvini eru galdandi fyri 10 ár á gangin og kunnu harvið loypandi setast úr gildi við 10 ára freist.

 

Upprunaliga var áramálið ófrávíkiligt – absolut, skilt á tann hátt, at tá ið 10 ár vóru liðin, fóru loyvini av sær sjálvum úr gildi.

 

Seinni varð hetta broytt til at galda fyri 10 ár “í senn”, sum bar í sær, at vit fingu rullandi skipanina, sum hevur havt mikið hóvasták við sær hesi seinnu árini, og sum, eftir at hendan samgongan kom í eygað, hevur verið tulkað sum eitt nærum endaleyst loypandi 10 ára loyvi, ið var galdandi so leingi, hetta ikki var uppsagt av tí almenna myndugleikanum, Fiskimálaráðnum, sum útskrivar loyvini.

 

Farið er longu langt út um hetta 10 ára markið, og Landsstýrið, ella rættari Fiskimálaráðið, hevur enn ikki fingið í lag, at sagt hetta sokallaða ókeypis “brúkslánið” upp við tí úrslitið, at vinnan, av góðum grundum, hevur fingið tað skeivu fatan av støðuni, at loyvini mest sannlíkt eru galdandi í óavmarkaða tíð.

 

Fyri at koma hesum álvarsliga og mikið útbreidda mistaki til lívs, og fyri at staðfesta almenna ognarrættin til livandi tilfeingi í sjónum - sum tað so flott eitur, hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum lagt uppskot fyri tingið um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap hesum viðurskiftum viðvíkjandi.

 

Í feska uppskotinum frá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum er dagfest 18. apríl 2007, verður skotið upp at orða:

 

§ 7 b, stk. 1 soleiðis: Veiðiloyvi, latin sambært hesi lóg, hava gildi til 1. januar 2018.

 

§ 7 b, stk. 2: Tá veiðiloyvi fer úr gildi sambært hesi lóg, fella samstundis øll fiskirættindi burtur, herundir fiskidagar, egnir kvotupartar, egnar hjáveiðikvotur og onnur fiskirættindi, ið latin eru sambært lógini.

 

§ 7 b, stk. 3: Hóast stk. 1 fær eigari av fiskifari, ið hevur fingið avmarkað fiskirættindi sambært § 7, stk. 5 bert tey í fiskiloyvinum fyribils ella avmarkaðu rættindini tað ávísa fiskiárið. 

 

§ 7 b, stk. 4: Fiskiloyvi, latin í bólki 5, hava gildi til 1. januar 2018.

 

§ 7 b, stk. 5: Veiðiloyvi og fiskiloyvi kunnu ikki setast í veð.

 

Sambært § 7 b er greitt, at nú er orðingin “í senn” farin úr gildi, og rullandi skipanin er harvið avtikin. Ístaðin er eitt fast áramál ásett fyri gildistíð, og er hendan galdandi fyri øll fiskirættindi.

 

Innihaldið í § 7 b er í so máta greitt, og er í grundini í samsvari við verandi ásetingar um ognarrættin.

 

Tað, sum hinvegin og í rættiliga álvarsligan mun ørkymlar tann, sum fer í takholt við at nærlesa nýggja lógaruppskotið, ella rættari uppskotnu broytingarnar til verandi lóggávu um vinnuligan fiskiskap, eru ásetingarnar í § 7 c.

 

§ 7 c avtekur nevniliga stórt sæð ætlan og endamál í undanfarnu grein um at avmarka gildistíðina fyri útskrivað fiskirættindi.

 

§ 7 c, stk. 1 er nevniliga orðað soleiðis: Hóast ásetingarnar í § 7 b, verður veiðiloyvi endurnýggjað, um loyvishavari framhaldandi lýkur treytirnar sambært hesi lóg og treytum, ið settar eru í veiðiloyvi og fiskiloyvi. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um mannagongd og fyrisiting í sambandi við endurnýggjan av veiðiloyvi.

 

§ 7 c, stk. 2: Veiðiloyvi, ið verða endurnýggjað, hava gildi í 5 ár. Onnur veiðiloyvi, ið verða latin eftir 1. januar 2018, hava gildi í 5 ár.

 

§ 7 c, stk. 3: Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru eisini galdandi fyri endurnýggjan av fiskiloyvum til bólk 5, sambært § 5, stk. 4 og § 7 b.” 

 

Tað gongur týðiliga og greitt fram av hesum, at eru nakrar objektivar treytir loknar og fylgdar samsvarandi galdandi lóg og reglum, so hevur rættindahavarin krav uppá, at loyvið verður endurnýggjað í 5 ár, og ikki bara í 5 ár, men loypandi í 5 ár í tað óendaliga, tá ið einki stendur ella er skilmarkað um, at loyvið gongur út eftir loknu 5 árini. Ístaðin fyri tulkingina um rullandi skipanina í 10 ár hevur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, nú skotið upp, at loyvini rulla inn í ævinleikan. Hetta varð vorið sum reformur. Meira átøkt eini flyting av ognarrættinum. Ei dáni í, at formaðurin í Reiðarafelagnum, ið umboðar verandi loyvishavarar, var so hjartans fegin í útvarpinum sama kvøldið, sum uppskotið var framlagt, nú ognarrætturin lá á Løgtingsins bismara og skuldi flytast frá fólkinum til teirra, sum nú av ymsum orsøkum sita við útskrivaðu loyvunum. Loyvishandlarnir í tí stóra keypsskálanum kunna nú fara í gongd av álvara, tá ið Javnaðar-, Sambands- & Fólkaflokkurin um nakrar fáar dagar hava atkvøtt hendan skeivleikan ígjøgnum tingið.

 

Omanfyristandandi tulking av verandi orðing í lógaruppskotinum verður eisini í stóran mun stuðlað av viðmerkingunum til uppskotið.

 

Har stendur: Um loyvishavari framhaldandi lýkur allar treytir sambært hesi lóg og treytir í veiðiloyvi og fiskiloyvi, hevur hann rætt til at fáa loyvið endurnýggjað 5. hvørt ár.

 

5. hvørt ár í hesum førinum merkir, tá til stykkis kemur, tað átti at verið øllum greitt, at talan er um áhaldandi endurnýgging uttan avmarking.

 

Hetta er eitt greitt og fullkomið brot á ásetingarnar í galdandi lóggávu um ognarrættin til tilfeingið, tá ið hetta ber í sær, at bæði ræðisrættur og nýtslurættur verður latin privatum at umsita uttan nakra veruliga tíðaravmarking.

 

Eitt krav um endurnýggging 5. hvørt ár merkir í veruleikanum, at rættindini endaliga eru latin av hondum, og ikki kunnu sigast upp uttan fulla endurgjaldskyldu úr almenna kassanum.

 

Verandi uppskot er tí eitt álvarsligt afturstig fyri hinar almennu Føroyar og eigaran av livandi tilfeinginum í sjónum  - Føroya fólk.

 

Verandi lóggáva, sum inniheldur eina “rullandi” tíðaravmarking upp á 10 ár, er harvið, av tveimum illum, munandi frægari fyri eigaran, um endamálið veruliga er at røkja almenn áhugamál.

 

Til endans fær ein ikki gjørt annað, enn at skotið upp, at verandi lóggáva verður varðveitt óbroytt, hvat ilt, ið hon annars er, um so er, at meiriluti ikki fæst fyri at broyta orðingina í verandi uppskoti til broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap. Sum broytingin nú fyriliggur, er hon eitt klokkureint rán heldur enn ein reformur. Og hetta varð sveinastykkið hjá Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, og Sambandsflokkinum í hesum umfarinum.

 

Minnilutin heldur, at frægast hevði verið, at landsstýrismaðurin tekur uppskotið aftur. Ger hann ikki tað, skjýtur sami minniluti upp, at lógin verður broytt soleiðis, at eingin útlendskur kapitalur hevur rætt til eigaraskap í føroyskari tilfeingisvinnu yvirhøvur, og at verandi triðingur verður tikin úr lógini, og at hetta verður galdandi frá kunngerðardegnum. Harnæst skjýtur minnilutin upp, at loyvini verða søgd upp at fara úr gildið pr. 31. desember 2017, og at politiski myndugleikin skjótast gjørligt fyrireikar vinnuna til eina umskipan á leið eftir tí leisti, sum Tjóðveldisflokkurin mælti til at gera tað í uppskotinum (løgtingsmál nr. 7/2006), sum varð lagt fram á ólavsøku í fjør. Ein tilfeingisbúð – ein fiskidaga- & kvotumarknaður – sum loysir fastlæstu skipanina uppaftur, sum fult og heilt liberaliserar vinnuna, sum letur marknaðarkreftirnar stjórna viðurskiftunum, sum fremur sjálvreguleringina og sum flytur rættindini aftur til fólkið, har tey hoyra heima samsvarandi lógini um vinnuligan fiskiskap.

 

Uppskot samgongunnar er eitt søguligt paradoks. Ein politiskur meiriluti ætlar í hesum førinum at ræna ognir frá fólkinum, sum hann annars er valdur at verja ognirnar hjá. Eingin hevur sett hetta kravið fram, heldur ikki tey, sum sita við veiðiloyvunum, sum nú fáa tað bláa stemplið sum handilsvøra, eftir at tey verða gjørd æviga galdandi. Upprunaligu ætlanirnar hjá landsstýrismanninum hava fingið eitt somikið avgerandi skot fyri bógvin, at politikkurin hjá honum nú er diametralt hin øvuti av tí, sum hann tóktist ætla fyri kortum. Og hann er í tí ólukkuligu støðu, at hann stendur eftir sum maðurin, ið sementeraði rættin hjá nøkrum fáum til tilfeingið á landgrunninum og yvir tilfeinginum, sum heimastýrismyndugleikin hevur samrátt seg til í millumlanda samstarvi. Flutt ognirnar frá fólkinum til tey, sum tilvildarliga sita við rættinum ígjøgnum nú útskrivaðu loyvini. Eingin skilir, hví uppskotið er íkomið, og eingin uttan fyri breiðu samgonguna, heldur ikki tey, sum sita við loyvunum, hava sett ynski fram um, at viðurskiftini verða broytt soleiðis, at tað, sum hendan samgongan er farin at tulka sum eina rullandi skipan í 10 ár, nú verður ein rullandi skipan í allar ævir ístaðin. 

 

Tí setir minnilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t :

1)  Í § 1, nr. 1 verður  § 7 orðað soleiðis: “ § 7 Vinnuligur fiskiskapur sambært hesi lóg kann bert fara fram við fiskiførum, sum sambært ognarviðurskiftunum til eina og hvørja tíð eru heimahoyrandi í Føroyum og hava veiðiloyvi eftir § 5, stk. 3, fiskiloyvi eftir § 5, stk. 4, 2. pkt., ella hvørs eigarar hava fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4, 3. pkt. Fyri at eiga fiskifar undir føroyskum flaggi krevst, at eigararnir eru:

1) Einkultpersónar, einkultpersónar í felagsskapi, sum hefta peronligt, solidariskt og beinleiðis, og sum lúka treytirnar í stk. 2, ella

2) feløg, sum lúka treytirnar í stk. 3.

Stk. 2. Eigararnir sbrt. stk. 1 skulu hava fast tilknýti til Føroyar, allir skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini, og allir skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum.
Stk. 3. Um eigararnir eru skipaðir í felagi, skal felagið lúka fylgjandi treytir:

1) Felagið skal vera partafelag, smáparta felag, lutafelag ella partsreiðarí og skal hava fast tilknýti til Føroyar. Er talan um partafelag ella smápartafelag, skulu partabrøvini vera navnapartabrøv.

2) Eigararnir av eginpeninginum, herundir partapeninginum, umframt ábyrgdarpeninginum skulu lúka treytirnar í stk. 2.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann gera undantak viðvíkjandi treytunum til ognarviðurskiftini fyri fiskifør til royndarveiðu ella undirvísingar- og menningarætlanir. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis gera tíðaravmarkað undantak til treytirnar um ognarviðurskiftini, tá tað snýr seg um at geva loyvi til fiskifar, sum skal nýtast fyri fiskifar, sum hevur veiði- og fiskiloyvi, men orsakað av bráðfeingis óhappi ikki kann fara til fiskiskap.

Stk.5. Persónar og feløg, sum hava rikið fiskifør í 1996 og áðrenn, kunnu halda áfram við virksemi sínum, hóast ásetingarnar í stk. 1-3, treytað av, at tey fiskifør, tey hava rikið, hava fingið veiðiloyvi frá landsstýrinum fyri árið 1996.

Stk. 6 Eru treytirnar í hesi grein ikki loknar, kann landsstýrismaðurin nokta innflutnings-loyvi, at veiðiloyvi/fiskiloyvi verður flutt til annað fiskifar, ella krevja, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist.” 

 

2) Í § 1, nr. 2 verður § 7 c strikað.

3) Í § 1, nr. 3 verður § 13 orðað soleiðis: ”§ 13. Fyri eigarar av fiskiførum við veiðiloyvi sbrt. § 5, stk. 3 og § 7 b hevur rætturin til fiskidagar, egnan kvotupart og egna hjáveiðikvotu somu gildistíð, sum veiðiloyvi sbrt. hesi lóg.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at rættur til egna hjáveiðikvotu kann verða latin fiskiførum í høvuðsbólki 1 og 6, sbr. § 28, stk. 1 við somu gildistíð, sum veiðiloyvi sbrt. hesi lóg.

Stk. 3. Øll fiskirættindi fella burtur, herundir fiskidagar, egnir kvotupartar, egnar hjáveiðikvotur og onnur fiskirættindi, ið latin eru sbrt. lógini, tá veiðiloyvi fer úr gildi sbrt. hesi lóg. “

 

Ein annar minniluti (Gerhard Lognberg) tekur støðu í tingsalinum

 

Á tingfundi 31. mai 2007 løgdu tingmenninir Henrik Old, Jørgen Niclasen, Johan Dahl og Heðin Zachariasen fram soljóðandi

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

til 

2. viðgerð

 

 

§ 7 c, stk. 1 verður orðað soljóðandi:

 

“Hóast ásetingarnar í § 7 b kann veiðiloyvi verða endurnýggjað, um loyvishavari framhaldandi lýkur treytirnar sambært hesi lóg og treytum, ið settar eru í veiðiloyvið og fiskiloyvið. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um mannagongd og fyrisiting í sambandi við endurnýggjan av veiðiloyvi.”

 

Viðmerkingar

 

Sambært § 7 b fara veiði- og fiskiloyvi úr gildi 31. desember 2017. Sambært uppskotinum til § 7 c er tó ætlanin, at loyvið verður endurnýggjað, um loyvishavari lýkur krøvini sambært lógini og treytum.

 

Ivi hevur tó verið sáddur um avleiðingarnar av uppskotinum til § 7 c soleiðis, sum hetta er orðað í uppskoti landsstýrismansins. Ført hevur verið fram, at loyvini verða endurnýggjað í tað óendaliga, og eisini kann vera ivasamt, um tað stendur Løgtinginum frítt at broyta hesar ásetingarnar, uttan at talan kann gerast um endurgjald til loyvishavarar, sum hava vón um støðuga endurnýgging av loyvinum.   

 

Fyri at rudda henda iva burtur verður við nýggju orðingini staðfest, at loyvishavarar eftir umsókn kunnu fáa veiðiloyvið endurnýggjað, um teir lúka krøvini, ið verða sett í lóg og treytum. Orðið “kann” verður nýtt fyri at gera greitt, at tað er landið, ið framhaldandi hevur ognarrættin til “fólksins ogn”, og tískil landsins myndugleikar, sum kunnu lata veiði- og fiskiloyvi. Eingin samfelagsbólkur hevur støðugt krav um henda rætt.

 

Uppskotið til § 7 c hevur ta greiðu fortreyt, at Løgtingið ikki er avmarkað í sínum lóggávuvaldi, hvat broytingum í framtíðar loyvisveiting viðvíkir.

 

Verður eingin lógarbroyting framd, fer endurnýggingin fram sambært teimum reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð sambært § 7 c, stk. 1, t.e. heimild til landsstýrismannin at áseta nærri reglur um mannagongd og fyrisiting. Í hesum sambandi verður serliga hugsað um freistir, fyrisitingarligar mannagongdir, upplýsingar, ið skulu fyriliggja, reglur um skjalprógv v.m.

 

2. viðgerð 31. mai 2007. Broytingaruppskot frá minnilutanum í vinnunevndini, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen, til § 1 fall 9-1-19. Broytingaruppskot frá Henrik Old, Jørgen Niclasen, Johan Dahl og Heðin Zachariasen til § 1 samtykt 28-1-0. §§ 1 og 2 samtyktar 19-1-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 1. juni 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-1. Málið avgreitt.

Ll.nr. 68 frá 07.06.2007