56 Uppskot til  samtyktar um at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2007, 23. januar, løgdu tingmenninir Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Løgtingið staðfestir:

-         at livilíkindini í Føroyum meiri enn í flestu øðrum londum eru treytað av eini reinari og óspiltari náttúru

-         at Føroyar eiga at taka egna ábyrgd í altjóða tiltøkum og sáttmálum, ið kunnu byrgja upp fyri dálking og ovurnýtslu av heimsins tilfeingi,

-         at Føroyar eru eftirbátur við egnum tiltøkum og altjóða bindingum, ið kunnu tálma útláti av evnum, sum eru vísindaliga staðfest at elva til veðurlagsbroytingar o.a. 

 

Løgtingið tekur undir við, at landsstýrið beinanvegin tekur øll neyðug stig til at seta Kyoto-frumskjalið í gildi fyri Føroyar, herundir:

-         at samráða seg til eina eginkvotu, ið ásetir, hvussu nógv Føroyar skulu minka um sítt CO2 útlát

-         at leggja samráðingarúrslitið fyri Løgtingið til støðutakan í seinasta lagi á ólavsøku 2007

-         beinanvegin at seta ta neyðugu orkuna av til at kanna, hvørji tiltøk eru neyðug fyri, at Føroyar kunnu minka sítt CO2 útlát nóg mikið til at samsvara við Kyoto-frumskjalið

 

Viðmerkingar

Kyoto-sáttmálin – ella Kyoto-frumskjalið, ið er beinara navnið – hevur higartil fingið størri umrøðu í føroyskum fjølmiðlum umvegis fakfólk og onnur áhugað, enn hann hevur fingið í  Løgtinginum.

 

Tó hevur ávíst orðaskifti verið í sambandi við fyrispurningar á tingi, men enn eru ongi ítøkilig politisk stig tikin til, at Føroyar binda seg til Kyoto-frumskjalið.

Nýliga hevur nógv umrøða verið í fjølmiðlum um tað, at Føroyar hava ikki tikið ábyrgd ella ítøkilig stig, tá ræður um altjóða átøk til tess at tálma útláti av evnum, sum eru vísindaliga staðfest at elva til veðurlagsbroytingar o.a.   

 

Og seinast hevur Sambandsflokkurin gjørt greitt, at hann ynskir Kyoto-frumskjalið sett í gildi í Føroyum. Tað er at fegnast um.

 

Ongin flokkur ella politikari kann renna undan, at Føroyar eru eftirbátur á hesum øki, og at vit alt ov leingi hava skúgvað ábyrgdina frá okkum. 

 

Tí verður hetta uppskot lagt fram við vón um, at tingið stendur samt um at aksla síni skinn av nýggjum.

 

Um vísindaliga støðið undir metingum av veðurlagsbroytingum og møguligu árinini

Okkara landafrøðiliga støða á jarðarknøttinum, har vit so at siga liggja mitt í veðurmeldrinum. Okkara tilknýti og heftni at broyttum náttúruviðurskiftum sum fólk og samfelag. Og tann sannroynd, at vit hava granskarar á altjóða støði innan havgransking og veðurlagsbroytingar. – Alt tað átti at elvt til, at vit í Føroyum gingu undan í politiskari viðgerð og tiltøkum í sambandi við veðurlagsbroytingar.

 

Seinastu mongu árini er í altjóða høpi bara lagst afturat tí vísindaliga støðinum og metingunum um veðurlagsbroytingar – og stjórnir og felagsskapir hava tikið málið í alt størri álvara.

 

Nakrar høvuðsniðurstøður um veðurlagsbroytingar

Veðurlagsbroytingar og árin teirra á náttúru og menniskju fevna um eitt ógvuliga breitt øki, og vísindafólk innan nógv ymisk fakøki mugu til fyri at lýsa spurningin í síni heild. Vísindalig úrslit um hesi viðurskifti verða tí kunngjørd í nógvum ymiskum vísindaligum tíðarritum, og nógvar vísindaligar greinir um evnið koma hvørt ár. Ymsar stjórnir og felagsskapir hava tí sett bólkar av serfrøðingum innan ymisk øki til saman at gera niðurstøður um verandi veðurlag, komandi broytingar og teirra avleiðingar. Fremst av hesum er ”Intergovernmental Panel on Climate Change” (IPCC), ið er stovnað av Heimsveðurstovninum (World Meteorological Organization) og Umhvørvisstovninum undir ST (UNEP).

 

IPCC (http://www.ipcc.ch) ger eina heildarmeting umleið fimta hvørt ár. Tann seinasta kom í 2001, og millum niðurstøðurnar kann nevnast:

 

Síðan seinastu metingina frá IPCC í 2001 eru nógv nýggj úrslit komin, og IPCC er í ferð við at leggja seinastu hond á næstu heildarmetingina, sum helst kemur á vári 2007. Sum skilst, verða niðurstøðurnar í komandi meting herdar í mun til ta seinastu. Tað tykist eisini greitt, at vandin fyri ógvisligum (extreme) veðri fer at økjast. Her verður hugsað um hitabylgjur, sum tann í 2003, ið kravdi meiri enn 30.000 mannalív í Evropa, um skerping í ávísum økjum, har longu framman undan er turt, um økjandi avfall og økjandi vanda fyri vatnflóð aðrastaðni, um harðari ódnir, o.s.fr.

 

Nógvar aðrar frágreiðingar um veðurlagsbroytingar eru gjørdar, m.a. ”Arctic Climate Impact Assessment” (ACIA), sum kom í 2004 og 2005. ACIA (http://www.acia.uaf.edu) viðger arktiska økið og vísir m.a., at broytingarnar fara at verða størri har enn flestu aðra staðni á jørðini, og at stórar avleiðingar kunnu væntast á arktiskar vistskipanir og samfeløg.

 

Royndir at meta um avleiðingar

At spáa um komandi veðurlag er torført; men nógv truplari er at spáa um avleiðingarnar á plantur, djór, fólk, búskap og samfelagsviðurskifti. Hesi seinnu árini eru tó komnar nakrar frágreiðingar, sum royna at meta um allar avleiðingarnar, eisini tær fíggjarligu. Tann mest umrødda av hesum er óivað ”Stern frágreiðingin”, sum ein fyrrverandi leiðandi búskaparfrøðingur við Heimsbankan hevur gjørt fyri bretsku stjórnina. Stern frágreiðingin (http://www.hm-treasury.gov.uk/independ­ent_reviews/stern_review_economics_climate_change/stern_review_report.cfm) hevur m.a. hesar niðurstøður:

 

Føroyar og árinini av veðurlagsbroytingum

Føroyar fara eisini at merkja tær globalu veðurlagsbroytingarnar á ymsan hátt. Fløðandi hav fer, sum tíðin líður, at nerva verandi havnaløg og aðra bygging nær sjóvarmálanum. Eisini er trúligt, at vit fara at fáa meiri avfall, harðari óðnir og hægri aldur. Tey størstu vandamálini liggja tó helst í møguligum broytingum á okkara havleiðum. Veðurlagið í Føroyum er óvanliga heitt, tá vit samanbera við flestu onnur øki um sama breiddarstig. Fyri ein part stavar hetta frá lýggjum vindi; men streymurin, sum førir heitan sjógv fram við okkum, eigur eisini sín stóra lut í hesum, og vandi er fyri, at hesin streymur fer at vikna. Enn ber ikki til at siga, um hetta fer at henda, ella hvussu stórar møguligar broytingar verða; men sjálvt ein lítil minking í streyminum kann gera, at kaldur sjógvur lættari kemur inn á Landgrunnin, og tað kann fáa ógvisligar avleiðingar.

 

Eitt annað vandamál hjá okkum er gróðurin í sjónum. Alt tað, sum livir á Landgrunninum, livir í seinasta enda av gróðrinum, og kanningar hjá Fiskirannsóknarstovuni vísa, at stórur munur er frá einum ári til annað. Hetta sæst eisini aftur í fiskinum, serliga toski og hýsu. Tey árini, tá nógvur gróður er, kemur meiri av toski og hýsu undan, og tey veksa eisini nógv skjótari. Enn er ikki greitt, hví gróðurin er so ymiskur tey ymsu árini; men alt bendir á, at tað er munur í veðurlagi, sum ger hetta. Um illa vil til, kunnu veðurlagsbroytingarnar tí fara at órógva gróðurin og harvið líkindini fyri fiskiskapi á Landgrunninum.

 

Semja millum serfrøðingar

Samanumtikið eru serfrøðingar í ógvuliga stóran mun samdir um, at mannaelvdar veðurlagsbroytingar longu eru farnar í gongd, og at tær fara at versna tey komandi 100 árini og eftir tað alt eftir, hvussu stórt útlátið av CO2 og øðrum skaðiligum evnum verður. Fyri at minka um avleiðingarnar er neyðugt, at útlátini verða tálmað, og tó at hetta kostar nakað í fyrsta umfari, so fer tað í longdini helst at loysa seg eisini fíggjarliga.

 

ST-veðurlagssáttmálin og Kyoto-frumskjalið

Um ársskiftið 2002-2003 læt Heilsufrøðiliga Starvsstovan (Lena Lastein) úr hondum frágreiðing til landsstýrismannin í umhvørvismálum, Eyðun Elttør, við kanningum og uppgerð um CO2 útlátið hjá føroyingum.

 

Frágreiðingin staðfesti, at føroyingar í mun til íbúgvatalið hava millum størstu CO2 útlát í heiminum (hóast fyrivarni eigur at takast fyri samanberingum við onnur lond, tí uppgerðarhættirnir kunnu vera ymiskir).

 

Frágreiðingin var partur av tilgongdini at lýsa føroyska lutin í útláti av vakstrarhúsgassum, ið er ein skylda sambært ST-veðurlagssáttmálanum.

 

Løgtingið samtykti í 1993, at ST-veðurlagssáttmálin varð settur at galda fyri Føroyar, og sambært honum verður álagt at kanna, lýsa og senda fram tøl um útlátið hjá hvørjum einstøkum landi. Føroyar eru tó ikki sjálvtsøðugur sáttmálapartur, so lutur Føroya í at halda sáttmálan gongur umvegis Danmark.

 

Kyoto-frumskjalið er ein avleiðing og uppfylging til ST-veðurslags-sáttmálan.

 

Skyldur og bindingar

Við at staðfesta og seta í verk Kyoto-frumskjalið binda ídnaðarlondini seg til at minka um CO2 útlátið við ávísum prosenttølum (í meðal 5,3%) í tíðarskeiðnum 2008 til 2012 – men málið er seinni at røkka fram ímóti helvtarniðurskurði . Minkingin skal gerast í mun til tølini fyri útlát í 1990.

 

Tá Danmark bant seg til at seta Kyoto-frumskjalið í gildi, var økisfyrivarni tikið fyri Føroyar og Grønland.

 

Danmark hevur bundið seg til niðurskurðir umvegis ES, ið hevur samstarvað um at staðfesta skyldurnar í Kyoto-frumskjalinum. ES-londini hava sum heild átikið sær at minka útlátið við 8% frá 2008 til 2012, men í innanhýsis telving millum ES-londini skulu summi skerja meira og onnur minni til tess at røkka samlaða niðurskurðinum. Danmark hevur tí bundið seg at minka sítt útlát við 21%.

 

Danmark hevur síðani gjørt avtalu við Grønland um at lýsa frumskjalið fyri Grønland. Eftir samráðingar varð semja gjørd um, at Grønland skal minka sítt útlát við 8% í mun til útlátið í 1990, men at nýggjar samráðingar skulu vera, um fortreytirnar broytast munandi í Grønlandi – eitt nú um námsvinna, oljuvinna ella onnur orkubrennandi vinna tekur seg upp, sum sjálvsagt økir útlátið almikið.

 

Ísland og Noreg hava sum sjálvstøðugir sáttmálapartar samráðst seg til teirra egnu kvotur í Kyoto-frumskjalinum, ið hava fyrivarni fyri broyttum vinnuligum fortreytum í londunum. Ísland hevur t.d. treytað sær rætt at vaksa um sítt útlát heilt upp í 10% í mun til tølini fyri 1990-útlátið.

 

Føroyska støðan mótvegis Kyoto-frumskjalinum

Í 2005 læt Vilhjálmur Nielsen eina frágreiðing til Innlendismálaráðið um støðu Føroya í mun til Kyoto-frumskjalið. Frágreiðingin lýsir neyvt bæði í orðum og tølum, hvat krevst, um Føroyar skulu átaka sær skyldurnar í frumskjalinum.

 

Serligur dentur verður lagdur á møguleikarnar at gera sum Grønland og samráðast við donsku stjórnina um eina avtalu fyri Føroyar. Eftir hesum leisti verða skyldurnar hjá Føroyum bert ein skylda mótvegis Danmark og ikki ein skylda mótvegis altjóða samfelagnum.

 

Men frágreiðingin nevnir eisini møguleikan, at Føroyar gerast sjálvstøðugur sáttmálapartur, so at vit eins og Ísland og Noreg sjálvi kunnu samráða okkum til eina kvotu og til bindingar beinleiðis mótvegis frumskjalinum og hinum sáttmálapørtunum.

 

Uppskotsstillararnir mæla til, at landsstýrið tekur upp samráðingar beinleiðis á millumtjóðastøði til tess at áseta egna kvotu og binda okkum beinleiðis mótvegis altjóða stovnum.

 

Krøv og møguleikar at halda skyldurnar

Sambært frágreiðingini hjá Vilhjálmi Nielsen so krevjast sjálvsagt bæði neyvt kanningararbeiði og verulig átøk og at átaka sær skyldurnar í Kyoto-frumskjalinum.

 

Í fyrsta lagi skal haldast fram við teimum kanningum, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur gjørt um útlátið av veðurlagsgassi, og hetta verður mett at krevja eitt fulltíðarstarv á starvsstovuni og at kosta uml. Kr. 600.000 árliga. Harafturat skal neyvt hagtalsarbeiði gerast um framtíðar útlát. Vilhjálmur Nielsen metir, at verður hugt at Grønlandi, fer hagtalsarbeiðið at kosta 500.000 kr. um árið.

 

Men stóra takið er sjálvsagt at fremja tiltøkini til tess at minka útlátið og halda skyldurnar. Um hetta sigur frágreiðingin:

 

“(...)útlátið av veðurlagsgassi skal minkast – í Føroyum helst við 8% í meðal í 2008-2012 í mun til 1990. Mesta útlátið av veðurlagsgassi kemur av orkunýtslu, ið er neyvt knýtt at búskapargongdini í samfelagnum. Ein høvuðsuppgáva við komandi orkupolitikkinum eigur tí at vera at minka um útlátið av veðurlagsgassi við einum vaksandi búskapi – tvs. at bróta sambandið millum búskap og útlát, ið nú er.

 

Við arbeiðinum skal serligt atlit havast at tíðini eftir 2012, tá størri krøv verða sett til minking av útlátinum, og eigur at verða lagt upp fyri knappligum broytingum – td. frá oljuleitingum.”

(...)

“Lítið hevur verið gjørt fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassi ella minka um orkunýtsluna í Føroyum – mest tí tað ikki hevur verið neyðugt, sjálvt um fyrimunir kundu verið við tí. Tað merkir, at nógvir ótroyttir møguleikar eru fyri at minka um útlátið, ið kunnu gerast við beinleiðis vinningi – tvs. við lítlari ella ongari afturgjaldingartíð av íløguni. Hetta merkir tó ikki, at tað er ókeypis at minka um útlátið, við tað at um ikki annað so upplýsingar- og umsitingararbeiði skal til fyri at gera vart við, at tær eru har. Upplýsingar- og umsitingarútreiðslur eru fyri tað mesta almennar útreisðslur, meðan tað eru orkunýtararnir, ið fáa ágóðan av sparingunum, ið stava frá minkaðu orkunýtsluni, og tí eisini í ein stóran mun eiga at gjalda fyri íløgurnar – tó møguliga við stuðuli fíggjaðan av einum umhvørvisavgjaldi á orkunýtsluna.

 

Fyri tann partin av útlátsminkingunum, ið ikki røkkast innan 2008-2012, skulu útlátsloyvi keypast uttaneftir. Hetta kann henda antin beinleiðis við at keypa loyvi frá londum, ið hava minkað meira um útlátið, enn tey eru bundin til, ella frá ítøkiligum verkætlanum, ið minka um útlátið. Hetta kann t.d. vera í Peru ella øðrum menningarlondum, har Føroyar hava tøkniliga vitan, ið munandi kann minka um orkunýtsluna í mun til, hvat annars hevði verið nýtt.

 

Metingar hava verið gjørdar um kostnaðin av CO2-útlátsloyvum á altjóða marknaðinum, og eru tær stutt samanfataðar niðanfyri í 2000-krónum.

 

 

Um einki verður gjørt fyri at minka um útlátið í tíðarskeiðinum til 2008-2012, og útlátsloyvi tí skulu keypast til tey 180 til 260 tús. tonsini, ið so kunnu væntast at útlátið er ov høgt, kemur tað at kosta millum 9 og 26 mió kr. um árið hesi árini.

 

Roknast kann við, at somu nøgdir kunnu sparast innlendis við tiltøkum, ið eru lønsom í sær sjálvum, men at tað kostar at gera vart við møguleikarnar. Tí skulu pengar setast av til hesi tiltøk, ið tó vinnast aftur sum sparingar í samfelagnum til orkuútreiðslur seinni. Skjótari tiltøk verða sett í verk, bíligari verður tað eisini, við tað at orkusparandi tiltøk kunnu samhugsast í íløgur, ið kortini skulu fremjast.

 

Roknast kann við, at innlendis sparingarnar tó ikki kunnu gerast fyri minni enn 30 kr fyri tonsið ella 5-8 mió kr fyri hvørt árið í 2008-2012. Íløgurnar til at fremja minkingarnar í CO2-útlátinum skulu tó gerast komandi árini, fyri at tey skulu hava ávirkan í 2008-2012.

Um oljuframleiðsla byrjar á føroyskum øki fer útlátið at vaksa munandi, men best er at halda henda partin uttan fyri roknskapin, tí møguleiki er fyri, at oljufeløgini gjalda fyri útlátsrætt til henda partin, uttan at hetta ávirkar teirra áhuga í føroyska økinum.”

 

Niðurstøða

Á hesum grundarlagi verður mælt til at samtykkja uppskotið, so møguleiki verður beinanvegin at seta pening av til víðari kanningar og hagtalsarbeiði og at samráðast til egna kvotu, áðrenn fyrsta skyldu-tíðarskeiðið í Kyoto-frumskjalinum byrjar.

1. viðgerð 1. februar 2007. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 24. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk hava vegna Tjóðveldisflokkin lagt málið fram tann 23. januar 2007, og eftir 1. viðgerð tann 1. februar 2007 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 12., 19. og 26. februar og 5., 12., 19., 26. og 29. mars 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Føroya Náttúruverndarfelag, Kommunusamskipan Føroya og Føroya Kommunufelag saman við umboðum fyri Bennistøðina í Tórshavn og IRF, Vilhjálm Nielsen, sivilverkfrøðing og Ph.D., SEV, Sp/f Røkt, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Boga Hansen, professara, landsstýrismannin í fíggjarmálum, landsstýrismannin í vinnumálum, landsstýrismannin í innlendismálum og løgmann.

 

Frá umboði fyri Brennistøðina í Havn hevur nevndin fingið avrit av grein úr Ren Viden, frá Vilhjálmi Nielsen hevur nevndin fingið avrit av framløgu fyri rættarnevndini um Føroyar og Kyoto og skrivligar viðmerkingar til orðaskiftið við 1. viðgerð, og frá Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur nevndin fingið skriv viðvíkjandi Føroyum og Kyoto.

 

Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin í nevndini (Marjus Dam, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, John Johannessen og Kaj Leo Johannesen) vísir á, at hann tekur undir við, at Kyoto-frumskjalið verður staðfest at galda fyri Føroyar, og at landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur greitt nevndini frá, at hann í næstum fer at taka upp samráðingar við danskar myndugleikar um treytirnar fyri staðfesting av frumskjalinum. Eftir ætlan leggur løgmaður málið um at staðfesta Kyoto-frumskjalið fyri tingið í heyst.

 

Tá greitt er, hvørjar treytirnar verða, kann farast undir samskipandi tiltøk til tess at tálma luftdálkingini, og verður tað lendisumsitingin, sum er undir skipan, sum kemur at standa fyri hesum, og sum eisini er ein neyðug fortreyt fyri at umsita tær skyldur, sum Kyoto-frumskjalið áleggur luttakaralondunum.

 

Meirilutin mælir harumframt til, at lendisumsitingin beinanvegin tekur ítøkilig stig til eina ætlan fyri, hvussu Føroyar kunnu halda tær enn strangari treytirnar í nýggja veðurlagssáttmálanum, ið verður avtalaður longu í 2009. Hetta tí, at meirilutin er av teirri sannføring, at Føroyar hava eina skyldu í heimssamfelagnum at vera við – longu frá byrjanini - til at minka um luftdálkingina og harvið tryggja okkara eftirkom­arum trygg livilíkindini í heiminum. Í hesum sambandi eigur at verða kannað hvørjar avleiðingar komandi veðurlagsbroytingarnar hava fyri Føroyar.

 

Av tí at fyriliggjandi uppskot ikki er ein staðfesting av sjálvum Kyoto-sáttmálanum, men eitt uppskot til samtyktar við eini áheitan á landsstýrið um at fara undir eitt fyrireikingararbeiði, sum longu er farið í gongd, og sum breið politisk semja er aftanfyri, mælir meirilutin Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin í nevndini (Finnur Helmsdal og Bill Justinussen) vísir á, at eins og uppskotsstillararnir mettu, áðrenn uppskotið varð lagt fyri tingið, so hevur viðgerðin í rættarnevndini av málinum víst, at tað áliggur okkum sum skjótast at seta í verk munagóð átøk til tess at minka um CO2  útlátið. Tað áliggur okkum sum tjóð at taka umhvørvislig, menniskjalig atlit og at vísa, at vit eisini taka fulla ábyrgd av, at okkara eftirkomarar fáa møguleikan  at liva eitt liviligt lív.

 

Síðan uppskotið varð lagt fyri tingið, hava fjølmiðlarnir og onnur sett ljóskastaran á CO2 útlát og aðrar avleiðingar av dálking. Lokala eins og globala støðan á økinum er nokk so væl lýst seinastu tíðina, og komið er fram, at ásetingarnar í Kyoto avtaluni ikki longur eru tíðarsvarandi. Millum annað hevur ES orðað nýggja dagsskrá fyri stríðið móti m.ø. CO2 útlátinum, og fara teir so langt sum at siga, at útlátið eigur at verða avmarkað við upp til 30%.

 

Tí mælir hesin minnilutin ikki bert tinginum til at taka undir við uppskotinum, men eisini at landsins myndugleikar fara nakað longur enn bert at staðfesta Kyoto frumskjalið. Minnilutin mælir landsstýrinum til eisini at taka atlit at teimum altjóða yvirlýsingum og avtalum á hesum øki, sum eru komnar - og fara at koma fyri ein dag.

 

Undir viðgerðini er komið fram, at landsstýrið stendur so at siga á berum, tá tað um slík átøk ræður. Einki fyrireikingararbeiði er gjørt í mun til eitt samskipað átak á økinum. Teir ymsu landsstýrismenninir hava onga avtalu gjørt, og eingin ætlan av nøkrum slagi fyriliggur. Hetta heldur minnilutin er bæði átaluvert og óheppið, og verður støðan ikki betri av, at meirilutin ætlar at seinka málinum við ikki at samtykkja tað beinanvegin.

 

Minnilutin vísir herumframt til viðmerkingarnar, sum eru skrivaðar til sjálvt uppskotið. Við hesum viðmerkingum tekur minnilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 27. apríl 2007. Uppskot til samtyktar fall 8-0-17. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt.