118 Uppskot til  løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D1. Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 24. apríl, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

til løgtingslóg um stuðul til bygging og umvæling av egnum bústaði

 

§ 1. Persónur, sum byggir ella umvælir egnan bústað, hevur rætt til stuðul eftir hesi lóg.

Stk. 2. Stuðul verður veittur fyri meirvirðisgjald av arbeiðsløn við í mesta lagi kr. 150.000 pr. matr. nr.

Stk. 3. Er lutfallið millum løn og tilfar soleiðis, at lønarparturin er størri enn tilfarsparturin, verður stuðul veittur við í mesta lagi helvtini av meirvirðisgjaldinum av arbeiðsløn og tilfari samanlagt.

 

§ 2. Stuðul verður einans veittur eftir umsókn.

Stk. 2. Rætturin til stuðul eftir hesi lóg fyrnast eftir 5 árum.

Stk.3. Saman við umsóknini skal umsøkjarin lata Toll- og Skattstovu Føroya skeytið yvir ognina, umframt fakturar og kvittanir fyri lønir og tilfar, sum hava samband við byggingina ella umvælingina av egnum bústaði.

   

§ 3. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann í kunngerð áseta nærri reglur um útgjalding av stuðli fyri meirvirðisgjald. 

§ 4. Avgerðir, tiknar eftir hesi løgtingslóg, kunnu innan 4 vikur kærast til kommunalu skattakærunevndina. Kæran skal vera skrivlig, og grundgeving fyri kæruni skal vera við.
Stk. 2. Avgerðin hjá kommunalu skattakærunevndini kann innan 4 vikur kærast til Skatta- og Avgjaldskærunevndina.
Stk. 3. Freistin í stk. 1 og 2 verður roknað frá tí degi, tá kærarin fekk boð um avgerðina.

 

§ 5. Renta verður roknað av ov nógv útgoldnum stuðli við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað frá útgjaldingardegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.

Stk. 2.  Ov nógv útgoldin stuðul við afturatkomnum eykagjøldum, rentum v.m. verður afturhildin í A-inntøku skuldarans eftir reglunum í skattalógini, eins og panting kann fremjast eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum og avgjøldum.

 

§ 6. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2007.

 

Kapittul 1. Almennar viðmerkingar

 

Arbeiðsløn til bygging og umvæling av egnum bústaði:

Frá 1. januar 1998 at rokna varð mvg-lógin broytt soleiðis, at arbeiðsløn til bygging og umvæling av egnum bústaði varð frítikin fyri mvg. Endamálið við lógarbroytingini var, at mvg'ið á tænastuvinnuni og smáídnaðinum skuldi lækka, og hetta skuldi “lækka kostnaðarstøðið sum heild, fáa lønsemi aftur í vinnuna, skapa nýggj arbeiðspláss og bøta um trupulleikarnar hjá sethúsaeigarunum”, sum sagt var í viðmerkingunum til lógaruppskotið.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag og annars øll vinnufeløg mæltu frá, at henda lógarbroyting varð gjørd - og serliga á henda hátt. Feløgini sóu frammanundan, at henda lógarbroyting fór at geva stórar umsitingarligar trupulleikar, og at skipanin kom í ósamsvar við meginreglurnar í mvg-skipanini um neutralitet í mun til uttanríkishandil, vinnustruktur og nýtsluval.

 

Eisini umsitingin var ímóti við á leið somu grundgevingum sum vinnufeløgini. Harafturat vísti umsitingin á, at lógarbroytingin fór at hava við sær fløktari umsiting og meira eftirlit.

 

Hetta uppskot er ein roynd at bøta um nakrar av teimum skeivleikum, ið standast av nevnda mvg-undantaki.

 

Mvg-undantakið verður nú tikið burtur úr mvg-lógini, og harvið fáa vit eina reinari mvg-lóg. Stuðulin, sum higartil hevur verið fjaldur í mvg-skipanini, verður við hesum lógaruppskoti avmarkaður nakað og gjørdur sjónligur. Eisini verður eftirlitið styrkt og harvið møguleikar fyri misbrúki minkaðir.

 

Kapittul 2. Avleiðingar av lógaruppskotinum


Tað ber ikki til, at siga við vissu, hvørjar fíggjarligar avleiðingar uppskotið hevur, men mett verður, at undantakið í mvg-lógini árliga kostar landskassanum 50-60 mió. kr. Hetta talið skal tó takast við stórum fyrivarni.     

 

Umsitingarliga hevur uppskotið við sær, at eyka umsiting fer til eftirlit av stuðulsumsóknum.

 

Kt-kostnaðurin av at seta uppskotið í verk verður mettur at verða kr. 280.000, harumframt verður mett, at umleið 1½ ársverk fer til at umsita skipanina.

 

Lógaruppskotið hevur ongar avleiðingar fyri umhvørvið. Lógaruppskotið hevur heldur ongar sosialar avleiðingar og ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.   

 

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Ja

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Ja

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Nei

 

 

Kapittul 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1

Lógin heimilar, at  persónur fær stuðul fyri part av meirvirðisgjaldinum í samband við bygging og umvæling av egnum bústaði

 

Stuðulin verður veittur fyri meirvirðisgjald av arbeiðsløn við í mesta lagi kr. 150.000 pr. matr. nr.

 

At stuðulin er tengdur at matr. nr. hevur við sær, at tað í mesta lagi verður veittur ein stuðul á kr. 150.000 fyri hvørja fasta ogn. Upphæddin kann antin nýtast fult út í sambandi við bygging ella umvæling av egnum bústaði ella lutvíst í sambandi við bygging og lutvíst í sambandi við umvæling av egnum bústaði.

 

Upphæddin er tengd at matr. nr. Ein upphædd, sum er nýtt í sambandi við bygging og/ella umvæling, fylgir tí ognini í sambandi við eigaraskifti.

 

Eftir uppskotinum er stuðulin maksimeraður til helvtina av meirvirðisgjaldinum av arbeiðsløn og tilfari samanlagt. Er lutfallið millum løn og tilfar soleiðis, at lønarparturin er størri enn tilfarsparturin, verður stuðul veittur við í mesta lagi helvtini av meirvirðisgjaldinum av arbeiðsløn og tilfari samanlagt.

 

Dømi:

 

Tilfar              kr. 2.000 íroknað meirvirðisgjald

Arbeiðsløn     kr. 3.000 íroknað meirvirðisgjald

Samanlagt      kr. 5.000 íroknað meirvirðisgjald

 

Meirvirðisgjald av arbeiðsløn og tilfari samanlagt kr. 1.000.

 

Í døminum verður stuðulin kr. 500. 

 

Til § 2

Stuðul til meirvirðisgjald verður umsitin av Toll- og Skattstova Føroya og verður fíggjaður av landinum.

 

Til § 3

Stuðulin verður einans veittur eftir umsókn.

 

Saman við umsóknini skal umsøkjarin lata Toll- og Skattstovu Føroya skeytið yvir ognina, umframt fakturar og kvittanir fyri lønir og tilfar, sum hava samband við bygging ella umvæling av egnum bústaði.

 

Rætturin til stuðul fyrnast eftir 5 árum, og hevur hetta við sær, at um umsókn um stuðul verður latin Toll- og Skattstovu Føroya meiri enn 5 ár eftir dagfestingina á rokningini, verður eingin stuðul givin.

 

Til § 4

Stuðul til meirvirðisgjald verður latin á konto í peningastovni ella giro.

 

Til § 5

Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta nærri reglur um, hvørji krøv skulu setast til skjalprógv v.m., tá søkt verður um stuðul til meirvirðisgjald.

 

Til § 6

Mvg-stuðulskærur verða viðgjørdar eins og skattakærur eftir reglunum í løgtingslóg um toll- og skattafyrisiting.

 

Til § 7

Renta verður roknað av ov nógv útgoldnum mvg-stuðli við 0,7% fyri hvønn byrjaðan mánað frá útgjaldingardegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.

 

Toll- og Skattstova Føroya kann eftirhalda ov nógv útgoldnan mvg-stuðul við afturatkomnum eykagjøldum, rentum v.m. í A-inntøku skuldarans eftir reglunum í § 136 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, eins og panting kann fremjast fyri ov nógv útgoldnan mvg-stuðul eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum og avgjøldum

 

Til § 8

Lógin fær virknað tann 1. juli 2007, og galdandi reglur um mvg-frítøku verða samstundis settar úr gildi.

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Poul Michelsen Sverre Midjord Vilhelm Johannesen
Kjartan Joensen Gerhard Lognberg Lisbeth L. Petersen
Heðin Zachariassen Henrik Old Alfred Olsen
Anfinn Kallsberg Marjus Dam Kaj Leo Johannessen
Andrias Petersen Olav Enomoto Jørgen Niclasen
Kristian Magnussen Johan Dahl  

1. viðgerð 1. mai 2007. Løgtingsmálini 117, 118 og 119/2006 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 29. mai 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 24. apríl 2007, og eftir 1. viðgerð 1. mai 2007 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 10. og 23. mai 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum og við Føroya Handverksmeistarafelag .

 

Fíggjarmálaráðið hevur strikað tvær greinar í uppskotinum beint áðrenn, tað varð framlagt, men hevur av misgáum gloymt at strika tilsvarandi grein undir serligum viðmerkingum. Av røttum skuldu § 2 og § 4 verið strikaðar undir serligum viðmerkingum, og § 3 skuldi hereftir verið § 2 og §§ 5 - 8 veri𠧧 3 - 6.  

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Kári P. Højgaard) vísir á, at við uppskotinum verður mvg-frítøka av arbeiðsløn til bygging og umvæling av egnum bústaði umløgd til stuðul. Meirilutin heldur, at hetta fer at geva eina greiðari mvg-lóggávu, og verður hereftir møguligi stuðulin uppgjørdur, so at nú verður møguligt at síggja, hvat hann kostar.

 

Fyri at tryggja, at broytingin ikki tekur støði undan teimum sáttmálum, sum eru gjørdir, setir meirilutin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

í  § 6 verður sum nýtt stk. 2 sett: “Stk. 2. Sáttmálar, sum eru fráboðaðir Toll og Skattstova Føroya áðrenn 1. juli 2007, verða viðgjørdir eftir higartil galdandi reglum.”  

 

Meirilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað. 

 

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu og Bill Justinussen) vísir á grundgevingarnar fyri at broyta uppskotið. Har verður sagt, at upprunaliga endamálið við mvg-frítøkuni av arbeiðsløn til bygging og umvæling av egnum bústaði var at ”lækka kostnaðarstøðið sum heild, fáa lønsemi aftur í vinnuna, skapa nýggj arbeiðspláss og bøta um trupulleikarnar hjá sethúsaeigarunum”.  Ongin ivast í, at hetta endamál er burtur í dag, og tí skuldi ein náttúrlig avleiðing verið at vent aftur til meginregluna um ikki at hava undantøk í mvg-lóggávuni. Í dag vanta ikki arbeiðspláss men arbeiðsmegi. Trupulleikarnir hjá sethúsaeigarum sum teir vóru, tá mvg-frítøkan var samtykt, eru ikki longur. Lønsemið í vinnuni hevur sjálvdan verið betri. Kostnaðarstøðið er altíð eitt úrslit av útboði og eftirspurningi og hevur ikki víst seg at verið hildið niðri orsakað av mvg-frítøkuni. Tískil skilir minnilutin ikki, at landsstýrið heldur fast um eina skipan, sum ikki á nøkrum øki tænir sínum upprunaliga endamáli. Sitandi samgonga tykist ikki hava rygg til at fylgja sínum egnu grundgevingum, men velur heldur at seta eina nýggja stuðulsskipan í verk, sum kemur at økja um umsitingina og helst eisini ruðuleikan. Minnilutin metir, at var verandi skipan trupul at umsita, verður nýggja skipanin enn verri at umsita. Minnilutan tekur tí ikki undir við uppskotinum, men mælir heldur landsstýrinum til at koma við nýggjum uppskoti, sum miðar eftir at avtaka verandi skipan yvir eitt hóskandi tíðarskeið. 

 

Minnilutin tekur tí ikki undir við málinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 31. mai 2007. Broytingaruppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini, Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Kára P. Højgaard til § 1 samtykt 25-0-1. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 17-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 1. juni 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 20-0-7. Málið avgreitt.

Ll.nr. 58 frá 07.06.2007