Løgtingsins gerðabók fyri tingsetuna 2005

81. fundur

 

Ár 2006, týsdagin 4. apríl, kl. 13.30 varð tingfundur settur.

 

Løgtingsmenninir Finnur Helmsdal og Vilhelm Johannesen, Jóannes Eidesgaard, løgmaður, og Søren Christensen, ríkisumboðsmaður,  vóru ikki á fundi.


Formaðurin boðaði frá, at seinasta freist at fráboða skrivligar fyrispurningar í hesi tingsetu er fríggjadagin 7. apríl 2006.
 

Til viðgerðar:

 

1.      2. viðgerð av tingmáli nr. 55/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti
§§ 1 og 2 fullu 9-0-19. Uppskotið sostatt fallið.
Málið avgreitt.
 

2.      2. viðgerð av tingmáli nr. 66/2005: Uppskot til løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT)
§§ 1 til og við 10 samtyktar 27-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 84/2005: Uppskot til løgtingslóg um veg millum Skála og Strendur
§§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 89/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum
§§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
 

5.      1. viðgerð av tingmáli nr. 110/2005: Uppskot til samtyktar um at heimila Fíggingargrunninum frá 1992 at selja partabrøv í P/F Føroya Banka
Málið beint í fíggjarnevndina.
 

6.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at
- Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 111/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð.
Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:  Kaj Leo Johannesen, Óli Breckmann, Johan Dahl, Jørgen Niclasen, John Johannessen, Tummas í Garði, Gerhard Lognberg, Heðin Zachariasen, Jenis av Rana, Sverre Midjord, Henrik Old, Anfinn Kallsberg, Bill Justinussen, Lisbeth L. Petersen, Marjus Dam, Vilhelm Johannesen og Kristian Magnussen.

- Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 1-13/2005: Uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri apríl 2006. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Kaj Leo Johannesen, Marjus Dam, Lisbeth L. Petersen, Alfred Olsen, Olav Enomoto, Anfinn Kallsberg, Heðin Zachariasen, Kjartan Joensen, Jógvan við Keldu, Poul Michelsen, Jørgen Niclasen, Kristian Magnussen, John Johannessen, Henrik Old, Andrias Petersen, Gerhard Lognberg og Sverre Midjord.

- Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 107/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til útbygging av Tekniska Skúlanum í Klaksvík. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2, í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Jógvan við Keldu, Poul Michelsen, Jørgen Niclasen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariasen, Henrik Old, Alfred Olsen, Marjus Dam, Olav Enomoto, Lisbeth L. Petersen, Óli Breckmann, Anfinn Kallsberg, Johan Dahl, Andrias Petersen, Kristian Magnussen, Gerhard Lognberg, Sverre Midjord, Kaj Leo Johannesen og John Johannessen.

- Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið hevur lagt fram tingmál nr. 112/2005: Uppskot til løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn. Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð: Poul Michelsen, Jógvan við Keldu, Jørgen Niclasen, Kjartan Joensen, Heðin Zachariasen, Henrik Old, Alfred Olsen, Marjus Dam, Olav Enomoto, Óli Breckmann, Anfinn Kallsberg, Johan Dahl, Andrias Petersen, Kristian Magnussen, Gerhard Lognberg, Sverre Midjord, Kaj Leo Johannesen, John Johannessen og  Lisbeth L. Petersen,
.
vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 77/2005: Uppskot til samtyktar um samferðsluætlan fyri suðurøki
– mentanarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 59/2005: Uppskot til samtyktar um sjóvinnuútbúgvingarmiðdepil, nr. 75/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gransking, og nr. 98/2005: Uppskot til samtyktar um fólkaskúlalógina
– rættarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 88/2005: Uppskot til løgtingsóg um broyting í løgtingslóg um flaggið, og nr. 95/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om adoption"
- trivnaðarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 56/2005: Uppskot til samtyktar um einsamallar uppihaldarar, nr. 65/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l., nr. 74/2005: Uppskot til løgtingslóg um dagføring av heilivágsframleiðsluni hjá Apoteksverkinum, og nr. 78/2005: Uppskot til løgtingslóg um at høvuðsumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið

 

Formaðurin fráboðaði fyrispurning nr. 100-46/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi helvtar bummgjøldum, dupultum bilatali, somu inntøkum og fleirfaldum landsgagni.

 

Formaðurin setti næsta fund at verða mikudagin, 5. apríl 2006, kl. 13.30 við hesi dagsskrá:

 

1.      Munnligir fyrispurningar

2.      Atkvøðugreiðsla um fyrispurning nr. 100-46/2005 til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, frá Óla Breckmann, løgtingsmanni, viðvíkjandi helvtar bummgjøldum, dupultum bilatali, somu inntøkum og fleirfaldum landsgagni

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 94/2005: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om ændring af søloven”

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 106/2005: Uppskot til løgtingslóg um mál, ið hoyra undir fasta gerðarrættin

5.      2. viðgerð av tingmáli nr. 85/2005: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

6.      2. viðgerð av tingmáli nr. 73/2005: Uppskot til samtyktar um broyting í løgtingslógini um ferðslu

7.      Framløga 


                                                 

Fundur lokin kl. 18.28 

 

Edmund Joensen

løgtingsformaður

/Marius Rein
skrivari