66  Uppskot til  løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
E. 3. viðgerð


Ár 2006, 28. februar, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BT)

 

§ 1. Lógin fevnir um bjargingarútgerð, sum skal vera umborð á førum.
Stk. 2. Útgerð, sum umframt er kravd av Skipaeftirlitinum, skal eisini vera umborð.

 

§ 2. Á opnum bátum frá áttamannafari (24 fót/7,44m) og uppeftir og deksførum undir 20 tons (BT), skal henda útgerð vera umborð, tá ið lagt verður frá landi:

1)

Kumpass, sum á deksførum skal vera føst uppsett.

2)

Floyta, tó soleiðis, at um báturin er styttri enn 12 m, floyta ella blásilúður.

3)

Mastur, segl, árar og bátshaki, har hetta er verkliga gjørligt.

4)

Eldsløkkjari, 6 kg pulvur.

5)

Minst 2 pøsir.

6)

3 neyðrakettir, 3 neyðbluss og lumma-lykt.

7)

Varp við ílatogi.

8)

Bjargingarbelti, -vestur ella bjargingar-búni til hvønn persón.

9)

Neyðsendari av VHF slagi, ikki berbarur, men fastgjørdur umborð.

10)

Siglingarljós.

11)

Radarreflektor.

12)

Skipsskjøl, vegleiðingar og uppsløg, sum eru kravd. Føroyskur álmanakki og sjókort yvir sigliøki.

13)

Bjargingarkransur við línu, sum er 27,5 m.

 

§ 3. Bátar, minni enn áttamannafar (24 fót/7,44m), men størri enn 20 fót/6,20m, skulu hava hesa útgerð umborð, tá ið lagt verður frá landi:

1)

Kumpass.

2)

Blásilúður ella floytu.

3)

Mastur, segl, árar og bátshaka, har hetta er verkliga gjørligt.

4)

Føroyskan álmanakka.

5)

Pøs.

6)

Bjargingarbelti ella -vest til hvønn persón.

7)

Neyðrakett ella neyðbluss og lummalykt.

8)

Varp við ílatogi.

9)

Radarreflektor.

 

§ 4. Bátar, minni enn 20 fót (6,20 m), skulu hava hesa útgerð umborð, tá lagt verður frá landi:

1)

Bjargingarbelti ella –vest til hvønn    persón.

2)

Árar.

3)

Pøs.

 

§ 5.  Kappróðrarbátar koma ikki undir reglurnar í §§ 2, 3 og 4 í hesi lóg. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um útgerð á kappróðrar-bátum, umframt reglur um nýtslu av útgerðini.

§ 6. Før, sum verða nýtt til ferðafólka-flutning, skulu hava útgerð sum ásett í reglunum hjá Skipaeftirlitinum.

§ 7. Fiskiveiðieftirlitið hevur eftirlit við, at lógin verður hildin og hevur rætt til uttan rættarúrskurð at fara umborð á før at gera neyðugar kanningar.

 

§ 8. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um nýtslu og burturbeining av neyðrakettum og um keyp og sølu av slíkari útgerð.

Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um bjargingarútgerð á førum, sum ikki koma undir reglur, ásettar av Skipaeftirlitinum. 

 

§ 9. Brot á hesa lóg og reglur settar í gildi við heimild í lógini verða revsað við bót.

 

§ 10. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 72 frá 13. mai 1992 um bjargingarútgerð á opnum bátum og førum undir 20 tons (BRT/GT), sum broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 13. november 1998.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Uppskotnu broytingarnar eru í høvuðsheitum, at ein nýggj bólking er gjørd í sambandi við bjargingarútgerð til smábátar, soleiðis at bátar minni enn 20 fót nú eisini sambært lógini skulu hava ávísa bjargingarútgerð umborð.

 

Ein onnur broyting, sum er skotin upp, er, at heimildin hjá landsstýrismanninum til í kunngerð at áseta nærri reglur um útgerð á kappróðrarbátum verður gjørd neyvari. Tað er serliga í sambandi við, at Róðrarsamband Føroya hevur heitt á Fiskimálaráðið at fáa eina greiða heimild til at krevja, at undir venjing skal øll manningin á kappróðrarbáti vera í einum góðkendum bjargingarvesti.

 

Hóast talan ikki er um nógvar broytingar, verður mett rættast at kunngera alla lógina av nýggjum. 

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Mett verður ikki, at uppskotið hevur fyrisitingarligar ella fíggjarligar avleiðingar fyri land ella kommunur. Tað kann møguliga fáa smávegis fíggjarligar avleiðingar fyri einstakar borgarar ella feløg í samband við, at minni bjargingarútgerð verður kravd fyri ávísar bátar. 

 

 


 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Ja/Nei

 

Ja/Nei

Umsitingarligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Ja

 

Nei

 

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

 

 

Nei

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1. Eingin broyting er gjørd í mun til galdandi lóg.

 

Til § 2. Skotið verður upp at strika verandi § 2, nr. 13, har tað er ásett, at hesir bátar skulu hava neyðugar eykalutir til motorin. Hetta er ein óneyv orðing, tí tað ongastaðni er ásett, hvat neyðugir eykalutir til motorin fevna um. Somuleiðis er tað ivasamt, um ásetingin kann handhevjast í mun til revsiásetingina í § 9. Mælt verður til at strika hesa áseting. § 2, nr. 14) í verandi lóg verður síðani til § 2, nr. 13 í hesum uppskoti.

 

Til § 3. Talan er um eina konsekvensbroyting av, at ein bólkur nú verður undir 20 fót.

 

Til § 4. Skotin er upp ein nýggj bólking í § 4 fyri bátar 20 fót og minni. Fyri hesar bátar verður nú kravt at hava umborð, tá lagt verður frá landi: bjargingarbelti –vest til hvønn persón, árar og pøs. Kappróðrarbátar eru undantiknir hesum kravi um bjargingarútgerð, sum ístaðin er ásett í serligari kunngerð við heimild í hesi lóg. Nýggja § 4 hevur við sær, at restin av greinunum verða forskotnar  í mun til verandi lóg.

 

Til § 5. Í heimildini hjá landsstýrismanninum til í kunngerð at áseta nærri reglur um útgerð á kappróðrarbátum er nú skoytt uppí orðingin ”umframt reglur um nýtslu av útgerðini”. Í verandi kunngerð nr. 19 frá 16. mars 1999 um bjargingarútgerð á kappróðrarbátum er í § 1, stk. 1 ásett, at tá lagt verður frá landi, skal øll manningin á kappróðrarbáti vera í einum góðtiknum bjargingarvesti undir venjing.  Seinni er spurnartekin sett við, um verandi lóg heimilar hesari áseting í nevndu kunngerð. Men ætlanin er framvegis, at hetta skal verða kravt, og verður tí henda broyting skotin upp.

 

Til § 6. Sama áseting sum í galdandi § 5.

 

Til § 7. Í staðin fyri Vaktar- og Bjargingartænastuna er orðið ”Fiskiveiðieftirlitið” sett inn. Deildin í Fiskimálaráðnum hevur í dag heitið Fiskiveiðieftirlitið. Í verandi § 6, stk. 2 er ásett, at Vaktar- og Bjargingartænastan kann í serligum føri loyva frávik frá minstakravinum um bjargingarbelti ella bjargingarvest, tá hetta ikki er til ampa fyri tryggleikan umborð. Skotið verður upp, at henda heimild til at gera undantak verður strikað. Hetta lutvíst av teirri orsøk, at sleppast kann undan trýsti á myndugleikarnar at geva undantak, og lutvíst at sleppa undan at meta um møguligar óhepnar avleiðingar av einum givnum undantaki.

 

Til § 8. Sama áseting sum í galdandi § 7. Tó er orðið ”landsstýrið” í stk. 2 broytt til ”landsstýrismanninum”.

 

Til § 9. Sama áseting sum í galdandi § 8.

 

Til § 10. Ígildissetan og avtøka av verandi løgtingslóg.

 

1. viðgerð 7. mars 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 9. mars 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 28. februar 2006, og eftir 1. viðgerð tann 7. mars 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 9. mars 2006.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 4. apríl 2006. §§ 1 til og við 10 samtyktar 27-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 6. apríl 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 25 frá 12. apríl 2006