59  Uppskot til  samtyktar um sjóvinnuútbúgvingarmiðdepil

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskifti riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 21. februar, løgdu tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana, vegna Miðflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

 

Heitt verður á landsstýrið um at útgreina, hvussu Føroyar kunnu gerast ein sjóvinnuútbúgvingar­miðdepil soleiðis, at eisini fólk úr øðrum londum kunnu nema sær føroyska sjóvinnuútbúgving á altjóða støði.

 

Viðmerkingar

Tað verður mangan sagt, at føroyingar skulu gera tað, vit eru bestir til, um vit skulu gera vinnulig framtøk. Hóast hetta, royna vit á nógvum mótum vinnuliga at fóta okkum á øðrum beinum enn fiskivinnuni. Mong halda, at gransking er loysunarorðið, uttan at útgreina, hvat granskingin skal fevna um. Onnur nevna KT-menningina sum týdningarmesta vinnuíkastið til búskaparvøkstur. Men tá sagt verður, at vit skulu gera tað, sum vit eru best til, er skjótt at staðfesta, at sjóvinnuútbúgvingar hoyra til hendan bólk. Føroyskir sjómenn eru umborð á skipum um allan heim. Soleiðis manna føroyingar brúgvar og maskinrúm á óteljandi skipum innan allar sjóvinnugreinar. Sum sjómenn – bæði yvirmenn og ikki – hava føroyingar bestu viðmælir allastaðni og eru eitt prýði og ein stoltleiki fyri tjóðina.

 

Tá ið vit sum land við føroyskum útbúgvingum megna at útbúgva sjófólk á altjóða støði, og tá hetta er staðfest at vera partur av tí, sum vit eru best til, eiga vit at umhugsa møguleikan fyri at gera sjóvinnuskúlar til annað enn útbúgvingarstøð fyri føroyingar. Vit eiga at útgreina, um vit kunnu gera Føroyar til eitt sjóvinnuútbúgvingarøki, har fólk úr øðrum londum koma og nema sær útbúgving. Í mun til onnur vinnumenningarøki hevur hetta økið nógvar fyrimunir:

 

 

Uppskotssetararnir meta tað vera sjálvsagt, at vit búskaparliga fáa okkum onnur bein at standa á, sum natúrliga eru partar av føroyska samfelagnum, og sum ikki krevja áralong kanningararbeiðir og tíggjutals ótryggar almennar íløgumilliónir. Um uppskotið verður samtykt, fara útgreiningarnar at lýsa, hvat skal til fyri at gera sjómansskúlan  og aðrar sjóvinnuskúlar til inntøkuskapandi vinnuøkir, har munandi fleiri vælútbúgvin fólk kunnu fáa avbjóðandi háglønt størv í einum altjóða umhvørvi í Føroyum.

1. viðgerð 2. mars 2006. Málið beint í mentanarnevndina, sum tan 4. apríl 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann 21. februar 2006, og eftir 1. viðgerð tann 2. mars 2006 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 14. mars og 4. apríl 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum saman við stjóranum á Føroya Sjómansskúla og Maskinmeistaraskúlanum.

 

Nevndin hevur býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Undir viðgerðini er komið fram, at skeiðvirksemi longu fer fram á altjóða støði á skúlanum, og at ein støðug menningartilgongd fer fram av skeiðs- og útbúgvingarvirkseminum. Ein meiriluti (Andrias Petersen, Heðin Zachariasen, Marjus Dam, John Johannessen, Olav Enomoto og Tórbjørn Jacobsen) í nevndini mælir tí Løgtinginum til at fella uppskotið.

 

Ein minniluti (Heidi Petersen) í nevndini saknar eina samskipan av sjóvinnuútbúgvingunum og mælir tí Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 20. apríl 2006. Uppskot til samtyktar fall 9-1-21. Málið avgreitt.