75  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gransking

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 2. mars, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um gransking

 

§ 1.

 

Í løgtingslóg nr. 85 frá 15. mai 2001 um gransking verða gjørdar hesar broytingar:

 

1) § 2, stk. 2, 2. pkt. verður strikað.

 

2) Sett verður inn sum nýggj áseting eftir § 2:

 

”Føroya Vísindaráð

§ 2a. Føroya Vísindaráð orðar yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.
Stk. 2.
Í vísindaráðnum eru: løgmaður, landsstýrismenninir í ávíkavist granskingarmálum, vinnumálum, innlendismálum, fíggjarmálum, fiskivinnumálum og heilsumálum, tvey umboð tilnevnd av Føroya Arbeiðsgevarafelag, eitt umboð tilnevnt av Fróðskaparsetri Føroya og tvey umboð fyri sektorgranskingarstovnar. Harumframt kann løgmaður tilnevna upp til 2 ráðslimir.
Stk. 3. Løgmaður er formaður, og landsstýrismaðurin í granskingarmálum er næstformaður. Formaðurin í Granskingarnevndini hevur møtiskyldu í Vísindaráðnum, tó uttan at hava atkvøðurætt.

Stjórin fyri Granskingargrunnin er skrivari hjá vísindaráðnum.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin í granskingarmálum ásetur nærri reglur fyri vali av umboðunum fyri sektorgranskingarstovnarnar.

Stk. 5. Vísindaráðið ger egna starvsskipan fyri ráðið.”

 

3) Yvirskriftin ”Granskingarráðið” verður broytt til: ”Granskingarnevndin”.

 

4) § 3 verður orðað soleiðis:

 

§ 3. Grunnurin verður stjórnaður av granskingarnevnd við 7 limum. Landsstýrismenninir í ávikavist granskingarmálum, heilsumálum, vinnumálum og fiskivinnumálum tilnevna hvør sín lim, meðan Føroya Arbeiðsgevarafelag tilnevnir 2 limir. Harumframt tilnevnir landsstýrismaðurin í granskingarmálum ein lim, sum eisini er formaður í nevndini.

Stk. 2. Limirnir í nevndini verða tilnevndir fyri 3 ár og kunnu ikki sita í nevndini longur enn 2 fylgjandi skeið.

Stk. 3. Nevndarlimirnir skulu hava skil fyri strategiska týdninginum, sum gransking hevur fyri samfelagið, ella hava granskingarførleika.

Stk. 4. Nevndin velur ein næstformann.”

 

5) Í § 4, § 5, § 6, § 8, § 9, stk. 1-2, § 12, stk. 3, § 13, stk. 1, § 14, stk. 1 og stk. 3-4, § 16, stk. 1-2, § 17, stk. 4  verður ”Granskingarráðið” broytt til: ”Granskingarnevndin”.

 

6) Í § 6 verður sum nr. 6 sett:

 

“6) ráðgeva og verða Føroya Vísindaráði til hjálpar í arbeiðnum at orða yvirskipaða granskingarpolitikkin.”

 

7) Í § 7, § 8, § 10 verður ”Granskingarráðnum” broytt til: ”Granskingarnevndini”.

 

8) Í § 9, stk. 3-4 verður ”ráðnum” broytt til ”nevndini”.

 

9) Í § 13, stk. 2 verður ”Stýrið” broytt til ”Nevndin”.

 

10) Í § 16, stk. 1 verður ”ráðið” broytt til ”nevndina”. 

 

§ 2.

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Lógarviðmerkingar

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

Í 1996 samtykti Løgtingið løgtingslóg um granskingarráð, sum var sett í gildi sum løgtingslóg nr. 56 frá 20. mai 1996. Henda skipanin virkaði í umleið fimm ár, og við støði í teimum royndum, sum tá vóru gjørdar, legði landsstýrismaðurin í mentamálum lógaruppskot fyri tingið, har størri broytingar vórðu gjørdar, fyri at fremja neyðugar tillagingar.

Við løgtingslógini frá 2001 var Granskingarráð Føroya skipað sum sjálvstøðugt ráð undir táverandi Mentamálastýrinum. Granskingarráðið skal millum annað ráðgeva landsstýri og Løgtingi í granskingarpolitiskum spurningum, fylgja við menningini innan føroyska og millumtjóða gransking, ráðgeva í spurningum um, hvussu granskingin kann gerast gagnlig fyri samfelagið - bæði á almenna og privata økinum - viðgera umsóknir um granskingarstuðul og geva landsstýrinum tilmæli um, hvørji granskingarøki stuðul eigur at verða latin til av tí peningi, ið settur er av til endamálið á løgtingsfíggjarlógini.

Gransking hevur vaksandi týdning sum strategiskt amboð í samfelagsmenningini. Í hesum sambandi er neyðugt at gera bygnaðarligar broytingar á granskingarøkinum. Við uppskotinum er málið sostatt at skapa ein nýggjan bygnað fyri granskingarøkið. Visjónin er, at nýggi bygnaðurin verður høvuðsamboðið í framtíðar strategiska granskingarpolitikkinum og harvið almennu stuðulsveitingunum til gransking, menning og nýskapan.

 

Tað er av stórum týdningi, at granskingin í Føroyum verður samskipað, og tað hevur týdning at byrja eina tilgongd fram ímóti einum felags granskingarumhvørvi, har vísindi og vinnuáhugamál skapa nýggj virði, og at játtanirnar til gransking verða samskipaðar. Eitt annað endamál við uppskotinum er at tryggja sambandið millum yvirskipaðu granskingarpolitisku strategiirnar, verkligu útinnanina av granskingarpolitikkinum og dagligu umsitingina av stuðulsskipanunum.

 

Høvuðsbroytingin snýr seg um, at skipað verður eitt Føroya Vísindaráð, ið skal orða tann yvirskipaða strategiska granskingarpolitikkin, sum við felags hugsjón eigur at fevna um gransking, menning og nýskapan í Føroyum. Dentur verður lagdur á, at tann yvirskipaði granskingarpolitikkurin ikki fer í smálutir, men er ein karmur, har serlig høvuðsøki verða raðfest fyri ávíst tíðarskeið, samstundis sum fíggjarligu íløgurnar fylgja við. Til tess at leggja dent á og tryggja hesi fyrilit, verður í uppskotinum mælt til, at Vísindaráðið verður mannað við løgmanni og teimum landsstýrismonnum, ið varða av teimum fyrisitingarøkjum, ið hava við gransking at gera. Harafturat eru umboð fyri Fróðskaparsetrið og vísindaliga umhvørvið í Vísindaráðnum. Tað er umráðandi, at samband er millum vinnulívið og yvirskipaða granskingarpolitikkin. Tí verður vinnan eisini umboðað í Vísindaráðnum.

 

Uppskotið annars broytir einki grundleggjandi í galdandi lóg, uttan tað at Granskingargrunnurin fær loyvi, at taka ímóti eksternum peningi uttan treytir. Granskingarráðið broytir heiti til ”Granskingarnevndin” og varðveitir sum heild verandi myndugleika. Limir í Granskingarnevndini fyri grunnin verða viðkomandi umboð fyri stjórnarráðini, vinnuna og granskingina. Henda nevnd stjórnar Granskingargrunnin. Sambært uppskotinum verður tað  møguligt, um politiskt ynski er um hetta, at leggja umsitingina av øllum granskingarstuðli heilt ella lutvíst til hesa nevnd at umsita, og harvið tryggja eina hóskandi samskipan av føroyskari gransking. Nevndin skal ráðgeva landsstýri, Vísindaráði og vinnu, og skal m.a. hava hesar uppgávur:

 

Ætlanin er, at formansskapurin í nevndini fyri Granskingargrunnin saman við umsitingini verður bindiliðið í nýggja bygnaðinum. Formaðurin í Granskingarnevndini hevur møtiskyldu í Føroya Vísindaráði, tó uttan at hava atkvøðurætt, og stjórin fyri Granskingargrunnin er skrivari í Føroya Vísindaráði.

 

Umsitingin hjá Granskingarnevndini hevur m.a. hesar uppgávur:

 

Ætlanin at samskipa almennu íløgurnar í gransking hongur neyvt saman við strategi landsstýrisins fyri framtíð Føroya 2015. Samskipanin hevur eisini støði í teimum ætlanum, sum Mentamálaráðið arbeiðir við at samskipa hægru útbúgvingarnar í Føroyum. Lógaruppskotið skal stuðla uppundir hesa tilgongd.

 

Uppskotið er ein fylgja av, at landsstýrið hevur ásannað, at neyðugt er at skifta fokus, og at fáa lyft føroyskan granskingarpolitikk uppá eitt hægri strategiskt støði. Við miðvísum politiskum raðfestingum, ið politisku, vinnuligu og granskingarligu landssløgini kenna felags ábyrgd av at fáa útint, fæst meira burtur úr verandi tilfeingi, og fíggjarligu íløgurnar verða meira málrættaðar. Tað verða við øðrum orðum fyrst og fremst samfelagsligar raðfestingar, ið mynda støðið undir granskingarpolitikkinum og teimum játtanum, ið skulu fíggja henda politikk. Ein fortreyt er tó, at føroyskari gransking eisini verður tryggjað fígging frá vinnuni eins væl og frá útlendskum fíggingarkeldum. Her verður hugsað um norðurlendskt granskingarsamstarv, ES samstarv og annað altjóða samstarv. Sum kunnugt verður arbeitt við at fáa Føroyar upp í 7. granskingarprogrammið hjá ES. Hetta er eisini ein orsøk til at broyta verandi bygnað.

 

Samanumtikið er endamálið við lógaruppskotinum at skapa karmarnar og bygnaðin fyri einum politikki, ið skal verða eitt týðandi strategiskt samfelagsmenningaramboð. Visjónin er, at nýggi bygnaðurin verður høvuðsamboðið í framtíðar strategiska granskingarpolitikkinum og harvið almennu stuðulsveitingunum til gransking, menning og nýskapan. Granskingarpolitikkurin skal tryggja eina effektiva íløgu, ið framleiðir hágóðskuvitan á altjóða stigi til gagns fyri samfelagið. Vit eiga at leggja dent á øki, har vit hava serligan førleika og tilfeingi at gera rannsóknir,  og veruliga kunnu gera okkum galdandi á altjóða støði.  

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

 

2.1. Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar

 

Lógaruppskotið hevur í sjálvum sær ongar fíggjarligar avleiðingar, men skal granskingin mennast sambært visjón 2015 hjá landsstýrinum er neyðugt, at játtanin á fíggjarløgtingslógini til Granskingargrunnin verður økt munandi. Kjarnin í uppskotinum er at menna og nýta gransking sum eitt strategiskt amboð, og at granskingin verður ein týðandi partur í samfelagmenningini, og tað ber bert til at røkka hesum máli, um størri játtan verður veitt Granskingargrunninum.

 

Umsitingarligu avleiðingarnar mugu síggjast í mun til, hvat fyri leistur verður valdur. Um eingin broyting verður gjørd í samskipanini av grunnunum, sum í dag játta pening til gransking, verður umsitingin hin sama, tó so at ein størri játtan á fíggjarløgtingslógini eyðsæð krevur størri umsiting, vegna tað at Granskingargrunnurin tá helst kemur at játta stuðul til fleiri granskingarverkætlanir í mun til við verandi játtan og skipan. Um aðrir grunnar verða lagdir saman í Granskingargrunnin, verður nakað av umsitingini spard og løgd undir eina og somu umsiting, men roknast má við einum størri virksemi, sum er meira orkukrevjandi at umsita.

 

2.2.  Talva

 

 

Fyri landið/lands-myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri serstøk
øki í
landinum

Fyri ávísar
samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

Nei 

Nei 

Nei 

Nei

Nei

 

  

Kap. 3. Hoyring

 

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá:

Fiskimálaráðnum

Fíggjarmálaráðnum

Løgmálaráðnum

Vinnumálaráðnum

Almanna- og Heilsumálaráðnum

Føroya Arbeiðsgevarafelag

Fróðskaparsetri Føroya

Fiskirannsóknarstovuni

Heilsufrøðiligu Starvsstovuni

Føroya Landsskjalasavni

Føroya Fornminnissavni

Føroya Náttúrugripasavni

Granskingarráð Føroya

Innlendismálaráðnum

 

Skipað var fyri hoyringarfundi á Mentamálaráðnum 30. januar, har umboð fyri teir flestu hoyringarpartarnar vóru møtt. Uppskotið var viðgjørt grein fyri grein og hevur Mentamálaráðið í stóran mun lagt upp fyri teimum viðmerkingum, ið komu fram á fundinum og broytt upprunaliga uppskotið samsvarandi. Frágreiðing frá hoyringarfundinum er løgd við uppskotinum sum skjal. Hjálagt eru eisini skrivligar viðmerkingar frá Vinnumálaráðnum, móttiknar í Mentamálaráðnum 2. februar. Viðmerkingarnar eru tiknar til eftirtektar í sjálvum uppskotinum og framganga av hjáløgdu fundarfrágreiðing. 

 

Kap. 4. Serligar viðmerkingar 

 

Til § 1.

 

1)      Endamálið við at strika ásetingina um, at stuðul frá øðrum til granskingargrunnin ikki má vera markaður til ávíst endamál ella ávirka yvirskipaðu granskingarætlanirnar, er at økja um áhugan hjá vinnulívinum her heima og uttanlands at gera íløgur í og stuðla føroyska gransking, umframt at økja um møguleikarnar fyri føroyskari luttøku í norðurlendskum granskingarsamstarvi, ES granskingarsamstarvi og øðrum altjóða samstarvi á granskingarøkinum.

 

2)      Føroya Vísindaráð verður sett á stovn fyri at tryggja eina samskipan av granskingini, soleiðis at ein miðvísur felags granskingarpolitikkur kann verða settur í verk, og at gransking verður nýtt sum eitt strategiskt amboð, ið skal virka fyri at stuðla upp undir ætlan landsstýrisins fyri framtíð Føroya 2015, tá ið talan er um gransking, menning og nýskapan.

 

Ráðið verður mannað við umboðum bæði úr landsstýri, vinnulívi og granskingarumhvørvinum, soleiðis at politiski myndugleikin saman við vinnulívinum og granskingarumhvørvinum kunnu orða ein yvirskipaðan granskingarpolitikk og raðfesta, hvørji yvirskipaði granskingarøki, ið ráðið metir, eiga at verða stuðlað.

Formaðurin í Granskingarnevndini hevur møtiskyldu á fundum í Vísindaráðnum og leggur fram uppskot frá Granskingarnevndini til granskingarpolitikk fyri ráðið, umframt aðrar viðkomandi ætlanir hjá Granskingarnevndini.

 

Í §2a, stk. 2 er ásett, at sektorgranskingarstovnar hava íalt tvey umboð í Føroya Vísindaráði. Teir sektorgranskingarstovnar, ið sipað verður til í hesum sambandi, eru í løtuni: Heilsufrøðiliga Starvsstovan, Fiskirannsóknarstovan, Jarðfeingi, P/F Fiskaaling, Føroya Náttúrugripasavn, Føroya Fornminnissavn, og Føroya Landsskjalasavn.

 

Heimilað verður landsstýrismanninum í granskingarmálum, at áseta nærri reglur fyri hvussu umboðini fyri sektorgranskingarstovnarnar verða tilnevnd. Ætlanin er at sektorgranskingarstovnarnir í felag tilnevna tvey umboð til Føroya Vísindaráð, men um eingin semja verður funnin hesum viðvíkjandi, so er ætlanin at landsstýrismaðurin í granskingarmálum tilnevnir umboðini.

 

3)      Granskingarnevnd verður sett í staðin fyri Granskingarráðið, og verður yvirskriftin tí broytt samsvarandi hesum.

 

4)      Innihaldsliga er broytingin, at ein Granskingarnevnd verður sett í staðin fyri Granskingarráðið, og at greinin annars verður sett upp øðrvísi við einum nýggjum stk. 2.

 

5)      Málsligar broytingar vegna tað at Granskingarnevnd verður sett í staðin fyri Granskingarráðið.

 

6)      Við hesari broytingini verður nærri ásett, at Granskingarnevndin skal veita stuðul og ráðgeving til Føroya Vísindaráð í arbeiðnum at orða ein yvirskipaðan føroyskan granskingarpolitikk v.m.

 

7-10) Talan er um málsligar broytingar í lógartekstinum sum avleiðing av, at ein

        Granskingarnevnd verður sett í staðin fyri Granskingarráðið.

 

 

Til § 2.

 

Greinin ásetur lógarinnar gildiskomu. 

 

Hjáløgd fylgiskjøl:

 

1. viðgerð 23. mars 2006. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 4. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 2. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 23. mars 2006 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 28. mars og 4. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Granskingarráðið og landsstýrismannin í mentamálum. Frá Granskingarráðnum fekk nevndin nøkur hagtøl um gransking.

 

Fyri at bæði arbeiðsgevarar og løntakarar skulu verða umboðað í Føroya Vísindaráð og Granskingarnevndini, skjýtur mentanarnevndin upp eina broyting í uppskotinum. Í staðin fyri at Føroya Arbeiðsgevarafelag tilnevnir 2 limir í Vísindaráðið og Granskingarnevndina, skal Føroya Arbeiðsgevarafelag tilnevna 1 lim og løntakarafeløgini tilnevna 1 lim.

 

Samsvarandi hesum setir nevndin fram soljóðandi

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í § 1, nr. 2 verður orðingin í § 2a, stk. 2 “tvey umboð tilnevnd av Føroya Arbeiðsgevarafelag” broytt til: “eitt umboð tilnevnt av Føroya Arbeiðsgevarafelag, eitt umboð tilnevnt av løntakarafeløgunum”

 

2) Í § 1, nr. 4 verður orðingin í § 3, stk. 1 “meðan Føroya Arbeiðsgevarafelag tilnevnir 2 limir” broytt til: “Føroya Arbeiðsgevarafelag tilnevnir 1 lim, og umboð fyri løntakarafeløgini tilnevna 1 lim”

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

2. viðgerð 19. apríl 2006. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 1 samtykt 28-0-2. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 28-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 21. apríl 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-0-2. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 33 frá 04.05.2006