110  Uppskot til  samtyktar um at heimila Fíggingargrunninum frá 1992 at selja partabrøv í P/F Føroya Banka

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 24. mars, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar 

 

Løgtingið tekur undir við, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heimilar Fíggingargrunninum frá 1992:

 

 

Almennar viðmerkingar

Við hesum uppskotinum til samtyktar tekur Løgtingið undir við, at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum heimilar Fíggingargrunninum frá 1992 at selja síni partabrøv í P/F Føroya Banka.

 

Einskiljingin av P/F Føroya Banka er í samsvari við einskiljingarætlanirnar hjá samgonguni, men ognarviðurskiftini í P/F Føroya Banka gera einskiljingarmannagongdina og leiklutin hjá politiska myndugleikanum nakað øðrvísi, enn tá aðrar fyritøkur hjá landinum verða einskildar sambært einskiljingarleistinum hjá politiska myndugleikanum.

 

Fíggingargrunnurin frá 1992 eigur mestsum allan partapeningin (99,4%) í P/F Føroya Banka. Fíggingargrunnurin er skrásettur hjá grunsmyndugleikunum sum vinnurekandi grunnur og er í so máta uttan fyri ræðisrættin hjá politiska myndugleikanum, men tað serliga við Fíggingargrunninum frá 1992 er, at í serligari fólkatingslóg og í ríkislógartilmæli frá 1996 er ásett, at grunnurin kann luta út ogn til Føroya Landsstýri. Hetta er eisini ásett í viðtøkunum fyri grunnin, eins og tað er ásett, at landsstýrismaðurin skal góðkenna sølu av partabrøvum í P/F Føroya Banka. Somuleiðis er ásett, at verður grunnurin tikin av, kann ognin fara í landskassan.

 

Fíggingargrunnurin hevur latið gjørt eina nágreiniliga og umfatandi frágreiðing, ið lýsir ymiskar einskiljingarhættir. Grannskoðaravirkini SPEKT og Rasmussen & Weihe og ráðgevafyritøkan Alfred Berg ABN AMRO hava gjørt frágreiðingina um einskiljingarhættir, og framløga av frágreiðingini hevur verið fyri løgtingi og landsstýri. Henda løgtingssamtyktin tekur støði í frágreiðingini, og frágreiðingin er tí løgd við sum fylgiskjal.

 

Fíggingargrunnurin frá 1992 hevur tí gjørt umfatandi fyrireikingararbeiði í sambandi við einskiljingina av P/F Føroya Banka. Nú er tað politiski myndugleikin, ið skal góðkenna einskiljingina av P/F Føroya Banka.

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum vil hava so breiða politiska undirtøku sum gjørligt, áðrenn Fíggingargrunnurin frá 1992 fær heimild at selja partabrøvini í P/F Føroya Banka. Landsstýrismaðurin hevur tí havt nakrar fundir við umboð úr øllum politisku flokkunum um einskiljingartilgongdina av P/F Føroya Banka.

 

Tað vísti seg at vera serliga tveir alternativir einskiljingarhættir úr omanfyri nevndu frágreiðing, ið høvdu áhuga.   

 

Annar einskiljingarhátturin er at selja partabrøvini í P/F Føroya Banka til strategiskan íleggjara. Hetta alternativið verður mett at geva hægsta søluvirði, m.a. tí at søla til strategiskan íleggjara er uttan treytir og bindingar frá seljaranum. Strategiski íleggjarin hevur vanliga eina ávísa ætlan við íløguni og vil tí hava alt valdið og alla stýringina við bankanum. Hesin einskiljingarhátturin er umrøddur nærri undir punkt 8.1 í frágreiðingini um einskiljingarhættir.  

 

Hin einskiljingarhátturin er ein samanseting, har bankin verður skrásettur á virðisbrævamarknaði, samstundis sum ein partur av partabrøvunum verður seldur bólki/bólkum av fíggjarligum íleggjarum. Hetta alternativið er í samsvari við einskiljingarháttin, sum er umrøddur undir punkt 8.5 í frágreiðingini um einskiljingarhættir.  

 

Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur eftir fundirnar við floksumboðini fingið ta fatan, at alternativið við samansettari sølu, har bankin verður skrásettur á virðisbrævamarknaði, samstundis sum ein partur av partabrøvunum verður seldur bólki av fíggjarligum íleggjarum, er loysnin, sum flestu løgtingslimir kunnu taka undir við.

 

Tað eru m.a. atlit at føroyska virðisbrævamarknaðinum og førleikamenning av føroyska fíggjarsektorinum, ið liggja aftanfyri hetta valið. Løgtingslimir síggja eisini ein ávísan vanda í, at serkunnleiki og menning av ymiskum førleikum kann verða flutt av landinum, um ein útlendskur strategiskur íleggjari keypir bankan. Hetta er eitt týdningarmikið atlit, nú stórar broytingar og stór menning fara fram í føroyska fíggjar- og bankasektorinum.

 

Ætlan landsstýrismansins er, at Fíggingargrunnurin frá 1992 fær góðkenning at selja øll síni partabrøv í P/F Føroya Banka. Áðrenn bankin verður lýstur til sølu, skal ein samlað ætlan fyri alla sølutilgongdina fáast til vega, soleiðis at íleggjarar eru fullkomuliga greiðir yvir, hvussu og nær partabrøvini í bankanum verða seld. Ætlanin skal gerast av óheftum fíggjarráðgevum í samráð við grunnin og landsstýrismannin.

 

Atlit skulu takast til kapitalbygnaðin, soleiðis at kapitalbygnaðurin er hóskandi, áðrenn bankin verður lýstur til sølu. Atlit skulu eisini takast at P/F Trygd, her verður serliga hugsað um, at einskiljingin av P/F Føroya Banka ikki skal minka um kappingina á føroyska tryggingarmarknaðinum.

 

Endalig semja er ikki fingin um, hvussu landið skal handfara søluinntøkurnar frá einskiljingunum, men floksumboðini eru samd um, at einskiljingarinntøkurnar ikki skulu inn í vanliga raksturin hjá landskassanum. Einskiljingarinntøkurnar skulu brúkast til at niðurgjalda skuld hjá landinum ella verða settar í ein serligan búskapargrunn. So leingi semja ikki er um annað, verða einskiljingarinntøkurnar av P/F Føroya Banka brúktar til at niðurgjalda landskassaskuld.

 

Í sambandi við einskiljingina av P/F Føroya Banka vil landsstýrismaðurin í fíggjarmálum taka hesi atlit, tá ið bankin verður einskildur:

 

 

 

 

Í samráð við landsstýrismannin í fíggjarmálum fer Fíggingargrunnurin frá 1992:

 

 

 

 

 

 

Eftir hesum leisti verður einskiljingartilgongdin skipað, tá ið P/F Føroya Banki verður einskildur.

 

Skjal: Frágreiðig um einskiljingarhættir 

 

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Finnur Helmsdal Jógvan við Keldu Kári P. Højgaard
Marjus Dam Henrik Old Bill Justinussen
Tummas í Garði Jóanis Nielsen Kristian Magnussen
Anfinn Kallsberg Lisbeth L. Petersen Karsten Hansen
Tórbjørn Jacobsen Heidi Petersen Annita á Fríðriksmørk
Kaj Leo Johannesen Andrias Petersen Olav Enomoto
John Johannessen Óli Breckmann Gerhard Lognberg
Páll á Reynatúgvu Johan Dahl Vilhelm Johannesen
Høgni Hoydal Alfred Olsen Sverre Midjord

1. viðgerð 4. apríl 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 27. apríl 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann  24. mars 2006, og eftir 1. viðgerð 4. apríl er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 18., 20. og 24. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Nevndin tekur undir við at einskilja Føroya Banka, men leggur dent á, at peningurin, ið fæst burtur úr einskiljingini, ikki bara hesari men eisini øðrum einskiljingum landsins, verður nýttur at niðurgjalda skuld landskassans og/ella at seta í ein búskapargrunn.

 

Samlað skuld landskassans er í dag (ultimo mars 2006) kr. 3.574 mió. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur fyri nevndini upplýst, at tað ikki er ætlanin at endurfíggja brævalán, áljóðandi kr. 800 mió., sum fellur til gjaldingar í heyst. Skuld landskassans minkar samsvarandi hesum og verður sostatt kr. 2.774 mió.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

2. viðgerð 2. mai 2006. Uppskot til samtyktar samtykt 26-0-1. Málið avgreitt.