85  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 3. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

 

§ 1

 

Í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 17. mai 2005, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1)      Í § 1 verður sett sum stk. 2:

Stk. 2.  Endamálið við ferðslulógini er, at eingin skal doyggja ella fáa álvarsligt mein av ferðsluvanlukku í vegaflutnings-skipanini.”

 

2)      Í undiryvirskriftini til kap. I verður aftaná orðið “Lógarumráðið” sett: “og endamál

 

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

 

Orsøkin til, at lógaruppskotið verður gjørt

13. apríl 2004 var aðalorðaskifti í Løgtinginum um nullhugsjónina, t.e. at eingin skal doyggja ella vera álvarsliga skaddur í ferðsluni. Breið undirtøka var fyri hesari hugsjón, men  aðalorðaskifti á Løgtingi enda ikki við einari formligari støðutakan. Av somu orsøk hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd ynskt, at tað onkursvegna varð staðfest við einari atkvøðugreiðslu, hvør støðan hjá Løgtingum var til henda spurning.

 

Skotið verður tí upp at seta nullhugsjónina inn sum endamálsorðing í ferðslulógini, sum eitt stavnhald fyri ferðslutrygdararbeiðið framyvir.

 

Til tess at nærkast málinum um, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni, verður neyðugt at gera eitt miðvíst arbeiði á hesum økjum:

 

 

 

 

 

 

Ætlanin er eisini at leggja uppskot fyri Løgtingið um broytingar í ferðmarkinum hjá prutlum, samsvarandi samtykt í Løgtinginum, men bólkurin, sum viðger henda spurning, ynskti at fáa betri tíð at gjøgnumarbeiða uppskotið, og tí verður hetta lógaruppskotið ikki lagt fyri Løgtingið fyrr enn fyrst í komandi tingsetu.

 

Ummæli

Uppskotið hevur ikki verið til ummælis.

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

 

A. Fyri landið

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landið.

 

B. Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar.

 

C. Fyri vinnuna

Uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar umsitingarligar avleiðingar.

 

Umhvørvisavleiðingar

Uppskotið hevur ongar umhvørvisavleiðingar.

 

Avleiðingar fyri serstøk øki í landinum

Uppskotið hevur ongar avleiðingar fyri serstøk øki í landinum.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1: 

Skotið verður upp, at endamálið við ferðslulógini skal vera at røkka nullhugsjónini um, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni.

 

Til § 2

Ongar viðmerkingar.

 

1. viðgerð 15. mars 2006. Tingmálini nr. 85 og 73/2005 vórðu viðgjørd undir einum og beind í vinnunevndina, sum tann 21. mars 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 15. mars 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 21. mars 2006.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

 

2. viðgerð 5. apríl 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 23-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 7. apríl 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0.  Málið avgreitt.

Ll.nr. 23 frá 11. apríl 2006