65  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið riggar ikki)
C. Álit
D. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
E. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 28. februar, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um uppihald á stovni o.l.

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 108 frá 22. desember 1999 um uppihald á stovni o.l., sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 9. mai 2005, verða gjørdar hesar broytingar:

 

1) Í § 9, stk. 1 verður eftir “á einum ellis- og røktarheimi” sett: “, á stovni innan serforsorgina”. 

 

2) § 9, stk. 3 verður orðað soleiðis:

Stk. 3. Stovnar sambært § 9, stk. 1 skulu boða Almannastovuni frá, tá ein pensjónistur fer til umlætting”.

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Kap 1. Almennar viðmerkingar

 

Endamálið við lógarbroytingini er, at arbeiðið við at javnseta gjaldið fyri umlætting eisini kemur at umfata stovnar innan serforsorgina.

 

Í sambandi við at landsstýrismaðurin ynskti at javnseta gjaldið fyri umlætting soleiðis, at ikki munur er á, hvørt umlætting fer fram á einum sambýli ella á einum ellis- og røktarheimi, varð løgtingslóg nr. 108 frá 22. desember 1999 um uppihald á stovni broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 9. mai 2005. Avleiðingin av lógarbroytingini varð, at gjaldið fyri umlætting varð javnsett soleiðis, at rindast skal fyri umlætting á ellis- og røktarheimum frá 1. degi, eins og er galdandi fyri eldrasambýli. Frammanundan rindaðu brúkarar á eldrasambýlunum fyri umlætting frá 1. degi, meðan brúkarar av umlætting á ellis- og røktarheimum rindaðu fyri umlætting frá 43. degi.

 

Endamálið við hesum uppskoti er, at gjaldið fyri umlætting, ið verður ásett frá 1. degi, eisini kemur at verða galdandi fyri stovnar innan serforsorgina.

 

Tað má metast at vera rættvíst, at somu treytir eru fyri brúkarar av umlætting, uttan mun til um talan er um eldraøkið ella serforsorgarøkið.  

 

Kap 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Uppskotið um, at stovnar innan serforsorgina eisini skulu verða fevndir av lógini um uppihald á stovni, merkir, at gjald fyri umlætting á hesum stovnum eisini verður at rokna frá 1. degi. Fylgjurnar av hesum verða, at landskassin fær eina hægri inntøku fyri umlætting á stovnum innan serforsorgina.

 

Mett verður, at samlaða inntøkan fyri umlætting innan serforsorgina fer at liggja um 200.000 kr. Stórur partur av hesi upphædd verður at rokna sum meirinntøka við tað, at fáir brúkarar gjalda sum er til skipanina.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Tá brúkarar av umlætting innan serforsorgina skulu rinda fyri umlætting frá 1. degi, hevur uppskotið við sær eina ávísa, men tó avmarkaða meirumsiting fyri umlættingarheimini og/ella Meginskrivstovuna hjá Heimarøktini og Serforsorgini.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki umhvørvisligar avleiðingar.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ikki avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur. 

 

Sosialar avleiðingar

Uppskotið fær ongar avleiðingar fyri brúkarar undir 18 ár við tað, at lógin um uppihald á stovni o.l. er galdandi fyri pensjónistar. Uppskotið fær avleiðingar fyri tann bólkin av pensjónistum, sum er til umlætting á stovnum innan serforsorgina, tí hesi skulu nú gjalda fyri umlætting frá fyrsta degi.

 

Viðmerkjast skal, at hesir brúkarar hava hægstu fyritíðarpensjón og hava tí møguleika fyri at gjalda fyri umlætting, eins og fólkapensjónistar gera.

 

Tað má eisini metast at vera rætt, at eins treytir eru fyri fyritíðarpensjónistar sum fólkapensjónistar. 

 

Yvirlit yvir avleiðingar

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Ja

Nei

Umsitingarligar
avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

  

Ummæli

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá:

 

Svar er komið frá Meginskrivstovuni hjá Heimarøktini og Serforsorgini, Almannastovuni, MBF og Javna. Ummælini eru hjáløgd sum fylgiskjøl.

 

Meginskrivstovan hjá Heimarøktini og Serforsorgini leggur í ummælinum dent á, at tryggjað verður, at øktu útreiðslurnar til umsiting hjá serforsorgini samsvara við meirinntøkuna frá brúkaragjaldinum. Við tað at talan er um avmarkaða meirumsiting orsakað av uppskotinum, verður hetta ikki mett at verða nakar trupulleiki. Umframt hesa viðmerking verður dentur lagdur á, at brúkarar av umlætting á stovnum innan serforsorgina verða kunnaðir í góðari tíð, áðrenn lógin kemur í gildi. Almanna- og heilsumálaráðið skilir týdningin av, at brúkarar verða kunnaðir skjótast gjørligt. Í hesum sambandi hevur Almanna- og heilsumálaráðið ábyrgd av at kunna Meginskrivstovuna hjá Heimarøktini og Serforsorgini, sum síðani hevur ábyrgdina av at kunna bæði stovnar og brúkarar av tilboðum hjá hesum stovnum.

 

Almannastovan hevur onga viðmerking til uppskotið, men vísir á, at § 9, stk. 3 eisini eigur at verða broytt soleiðis, at Almannastovan eisini fær fráboðan, tá ið pensjónistur fer til umlætting á stovnum innan serforsorgina. § 9, stk. 3 er broytt í samsvari við áheitanina frá Almannastovuni.

 

MBF hevur onga viðmerking til uppskotið, men vísir á, at rættast er, at somu treytir galda fyri allar stovnar, ið kunnu sammetast.

 

Javni hevur onga viðmerking til uppskotið.

 

Kap 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1: 

Til nr. 1

Greinin hevur til endamáls, at arbeiðið við at javnseta gjaldið fyri umlætting eisini kemur at umfata stovnar innan serforsorgina. Við hesi grein verða brúkarar av umlætting á stovnum innan serforsorgina at gjalda fyri umlætting frá 1. degi, eins og er galdandi fyri umlætting á ellis- og røktarheimum ella á øðrum varandi staði, ið kann sammetast við eitt ellis- og røktarheim. Fyritíðarpensjónistar koma sostatt eins og fólkapensjónistar at gjalda fyri umlætting frá 1. degi.  Umlættingarheimini og/ella Meginskrivstovan hjá Serforsorgini og Heimarøktini umsita gjaldið, og upphæddin er ásett í serligari lóg.

 

Til nr. 2:

Við hesi broyting skulu eisini stovnar innan serforsorgina boða Almannastovuni frá, tá ið pensjónistur fer til umlætting.

 

Til § 2:

Gildiskomuregla.

 

Hjáløgd skjøl: 

Skjal 1: Ummæli frá Almannastovuni

Skjal 2: Ummæli frá MBF

Skjal 3: Ummæli frá Meginskrivstovuni hjá Heimarøktini og Serforsorgini

Skjal 4: Ummæli frá Javna

 

 1. viðgerð 7. mars 2006. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 4. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 28. februar 2006, og eftir 1. viðgerð  7. mars 2006 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann   28. og 29. mars, og 3. apríl   2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrimanninum í almanna- og heilsumálum Hans Paula Strøm.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Jørgen Niclasen,  Finnur Helmsdal, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Annita á Fríðriksmørk) tekur undir við uppskotinum um at javnseta gjaldið fyri umlætting soleiðis, at hetta eisini kemur at umfata stovnar innan serforsorgina. Meirilutin heldur tó, at uppskotið ikki eigur at fáa gildi, fyrr enn møguleiki hevur verið at kunna brúkararnar, og setir tí fram soljóðandi broytingaruppskot:

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

§ 2 verður orðað soleiðis: "Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. september. 2006”

 

 

Við hesi broyting mælir meirilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin (Bill Justinussen) tekur ikki undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

 

 2. viðgerð 19. apríl 2006. Broytingaruppskot frá meirilutanum í trivnaðarnevndini, Jørgen Niclasen, Finni Helmsdal, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl og Annitu á Fríðriksmørk, til § 2 samtykt 29-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-2. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 21. apríl 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-2. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 35 frá 09.05.2006