84  Uppskot til  løgtingslóg um veg millum Skála og Strendur

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð (riggar bara partvís)
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð

Ár 2006, 3. mars, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

 

løgtingslóg um veg millum Skála og Strendur

 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri, at vegurin, sum er í gerð millum Skála og Strendur, og sum liggur omanfyri bygdirnar á teininum, verður gjørdur liðugur.

Stk. 2. Byggiútreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi vera 33 mió. kr. frá 1. januar 2006 at rokna.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Viðmerkingar til lógaruppskotið

 

Kap. 1: Almennar viðmerkingar

 

1.      Orsøkin til, at lógaruppskotið verður gjørt, og endamál við lógini

Ásett er í játtanarskipanini, at tá talan er um størri íløgur, ið ofta fevna um fleiri fíggjarár, er meginreglan, at serstakt lógaruppskot verður lagt fyri Løgtingið. Sambært játtanarskipanini er neyðugt við serstakari verklagslóg, um landsstýrismaðurin skal kunna gera avtalur, sum eisini hava við sær útreiðslur í komandi fíggjarárum. Hóast verkætlanin er komin nokk so væl ávegis, verður tað hildið at verða rættast at leggja fram lógaruppskot um verkætlanina.

 

Í lógartekstinum fær landsstýrismaðurin heimild at gera nýggja vegin millum Skála og Strendur lidnan, og kunnu byggiútreiðslurnar í mesta lagi verða 33 mió. kr. í alt. Um samlaði løgukostnaðurin er ásettur í lógini, kann landsstýrismaðurin sambært játtanarskipanini gera avtalur, sum hava við sær útreiðslur í komandi fíggjarárum, um so er, at hetta er neyðugt fyri at gera skilagóðar sáttmálar og treytað av, at samlaði løgukostnaðurin verður hildin.

 

Við øllum verkætlanum er tað tó so, at tá komið er nakað áleiðis við arbeiðinum kann tað av og á vísa seg, at umstøðurnar eru øðrvísi í mun til fortreytirnar fyri sáttmálanum, og tá kann tað henda, at arbeiðið gerst nakað dýrari enn upprunaliga ásett í byggisáttmálanum.

 

Í viðmerkingunum til lógina verður verkætlanin lýst gjøllari, so Løgtingið verður kunnað um, hvør ætlan landsstýrismansins er.

 

2.      Gongdin í málinum

Vegurin millum Skálabotn og Skála varð umbygdur og dagførdur í 1978 – 1981. Landsverk stóð sjálvt fyri arbeiðinum. Komið var tá suður á leið oman fyri Skipasmiðjuna, og endað varð við einum skrávegi oman í bygdavegin. Ætlanin var at halda fram við hesi vegagerð oman fyri Skála bygd og út á Strendur, men hetta kom í drag.

 

Av tí, at verandi vegur millum Skála og Strendur var bæði smalur og ótíðarhóskandi til ta vaksandi ferðsluna, og at tað komu at ganga fleiri ár, til tann nýggi vegurin varð liðugur, vóru í 2000 og 2001 játtaðar tilsamans 2 mió. kr. til ábøtur og breiðking av hesum vegastrekki.

 

Í 2001 varð næsta strekkið suðureftir boðið út, og síðani er allur teinurin út á Strendur útboðin í tilsamans 4 byggistigum. Neyðugt hevur verið at rigga til og av í heilum, orsakað av, at játtanir ikki hava verið hóskandi, og hevur hetta dýrkað nakað um verkætlanina.

 

Í árunum 2001 - 2005 eru brúktar tilsamans 23,6 mió kr. til nýggja vegin.

 

3.      Um verkætlanina

Endamálið við verkætlanini er serliga at tryggja eitt hóskandi samband millum Skálabotn og Strendur. Í ætlaða vegsambandinum er eisini atlit tikið til, at henda farleið í framtíðini kann gerast ein høvuðsferðsluæðr frá Norðureysturoy og einum møguligum tunli úr Gøtudali til ein møguligan undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Tórshavn.

 

Samlaða verkætlanin fevnir um 2000 metrar av vegakassa, sum eftir er at gera millum Skála og Strendur, og liðugtgerð av øllum vegateininum millum Skála og Strendur, sum er um 4300 metrar. Harafturat er ætlanin at gera 2400 metrar av nýggjum vegi frá dagførda vegnum sunnanfyri bygdina í Skálabotni, omanfyri bygdina í Skálabotni, við brúgv um Fjarðará til íbinding í landsvegin uml. 150 metrar norðanfyri verandi íbinding í Skálabotni. Vegurin er ein 7 metrar breiður tvísporaður vegur við 1,5 metrar breiðari vegøksl í báðum síðum. Dentur er lagdur á at hava so fáar íbindingar sum gjørligt fyri at tryggja framkomuleikan og ferðslutrygdina. Íbindingar verða tó við bygdina í Skálabotni, á Skála og á Strondum. Ætlanin er, at gamli landsvegurin á teininum verður ogn hjá kommununum.

 

Henda verklagslógin fevnir tó bert um tann fyrsta partin av verkætlanini, t.e. vegurin millum Skála og Strendur. Tá hesin parturin av verkætlanini er liðugur, kann verklagslóg verða gjørd fyri restina av verkætlanini, t.e. vegurin í Skálabotni.

 

Smávegis broytingar kunnu verða gjørdar í mun til tað, sum her er lýst, um tað vísir seg at vera neyðugt ella skilagott.

 

4.      Tíðarætlan

Vegurin millum Skála og Strendur verður ætlandi liðugur í 2008/2009, meðan vegurin í Skálabotni kann verða liðugur í 2012/2013.

 

5.      Ummæli

Uppskotið hevur ikki verið til ummælis, men er gjørt í samstarvi við Landsverk. 

 

Kap. 2: Avleiðingar av uppskotinum

 

1.      Fíggjarligar avleiðingar

 

A. Fyri landið 

Íløgukostnaður:

Í verklagslógini er ásett, at samlaðu byggiútreiðslurnar til verkætlanina í mesta lagi kunnu vera 33 mió. kr. umframt forkanningar og prosjektering, og verður hetta roknað frá 1. januar 2006. Samlaðu byggiútreiðslurnar eru tengdar at, hvussu skjótt arbeitt verður komandi árini, og er í hesari kostnaðarmetingini roknað við, at játtanin komandi árini verður uml. 10-12 mió. kr. árliga.

 

Rakstrarkostnaður:

Bruttoraksturin av nýggja vegnum er uml. 1 mió. kr., men av tí, at nýggi vegurin kemur í staðin fyri verandi landsvegir, sum verða kommunalir, verður netto rakstrarkostnaðurin av nýggja vegnum millum Skála og Strendur uml. 500 tús. kr. eyka í mun til í dag.

 

B. Fyri kommunurnar

Uppskotið hevur smávegis umsitingarligar og fíggjarligar avleiðingar fyri kommunurnar, av tí at tær skulu yvirtaka og reka gomlu landsvegirnar í økinum.

 

C. Fyri vinnuna

Uppskotið hevur positivar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.

 

2.      Umsitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur smávegis umsitingarligar avleiðingar, tí Landsverk skal útbjóða og hava eftirlit við arbeiðinum. Harafturat skal Landsverk standi fyri rakstri og viðlíkahaldi.

 

3.      Umhvørvisavleiðingar

Við atliti til útsjónd er vegurin lagdur soleiðis, at hann er so lítið sjónligur sum gjørligt og fellur væl inn í landslagið. Av tí, at vegurin er rættiliga slættur og at hann liggur lutfalsliga langt frá húsum, fær óljóð frá vegnum minst møguliga ávirkan.

 

4.      Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

5.      Sosialar avleiðingar

Uppskotið hevur ongar sosialar avleiðingar.

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

Fyri landið/

landsmyndug-leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Ja

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Ja

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Nei

Ja

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

 

 

Nei

Nei

 

 

 

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinarnar

 

Til § 1: 

Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at skipa fyri, at vegurin, sum er í gerð millum Skála og Strendur, og sum liggur omanfyri bygdirnar á teininum, verður gjørdur liðugur. Í lógargreinini er ásett, at byggiútreiðslurnar til verkætlanina í mesta lagi kunnu vera 33 mió. kr., roknað frá 1. januar 2006. Við byggiútreiðslur er at skilja tær samlaðu ódiskonteraðu útreiðslurnar til arbeiðið, t.v.s. sáttmálakostnaður, eftirlit v.m. Útreiðslurnar til forkanningar og prosjektering eru ikki partur av byggiútreiðslunum.

 

Til § 2:

Ongar viðmerkingar.

 

Hjáløgd skjøl:

Kort yvir verkætlanina.

1. viðgerð 16. mars 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 20. mars 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 20. mars 2006.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

 

2. viðgerð 4. apríl 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 6. apríl 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 24-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 22 frá 11. apríl 2006