56  Uppskot til  samtyktar um einsamallar uppihaldarar

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 14. februar, løgdu tingmenninir Finnur Helmsdal, Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Hergeir Nielsen, Tórbjørn Jacobsen, Heidi Petersen og Karsten Hansen vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

samtyktar

Løgtingið heitir á landsstýrið um at greina livikorini og fremja tiltøk at bøta um støðuna hjá familjum við einsamøllum uppihaldarum við:

 

-         beinanvegin at seta í verk eina kanning av livikorunum hjá einsamøllum uppihaldarum í Føroyum – eitt nú tá ræður um fastar útreiðslur, nýtslumøguleikar, útbúgvingarmøguleikar, sosialt netverk, forsyrgjaraskyldur og møguleikar hjá børnunum sum heild, og
 

-         við støði í kanningini at skjóta upp neyðugar lógarbroytingar og tiltøk til tess at bøta um fíggjarligu og sosialu møguleikarnar hjá teimum familjum, ið eru fyri vanbýti  

 

Viðmerkingar

Tjóðveldisflokkurin vil politiskt raðfesta sosialu korini hjá teimum samfelagsbólkum, ið detta burturímíllum í sosial- og fíggjarpolitikki landsins og í samfelagsgongdini sum heild.

 

Talan er um sosialar bólkar, ið fáa øktar fíggjarligar byrður av fíggjar- og búskaparpolitikki landsstýrisins, og ikki eru millum tey, ið kunnu taka lut í nýggjum lánitilboðum, avdráttarskáum, partabrævaíløgum og mongum øðrum tilboðum, sum floyma í almenna miðlaheiminum í løtuni.

 

Nevnast kunnu tildømis:

-         familjur við lágum inntøkum kring landið (ið hava reallønarlækking í løtuni)

-         pensjónistar, ið bert hava fólkapensjónina at dúva uppá

-         fólk við lægstu fyritíðarpensjón

-         fólk við skerdum førleika

-         og familjur og einstaklingar við sosialum trupulleikum sum heild.

 

Ein av hesum gloymdu bólkum, ið er í vanda fyri at gerast enn meira marginaliseraður, er uttan iva einsamallir uppihaldarar.

 

Í desember 2005 legði Tjóðveldisflokkurin fram broytingaruppskot til fíggjarlógina, har skotið varð upp, at einsamallir uppihaldarar fáa dupultan barnafrádrátt í landsskattinum.

 

Uppskotið fall á tingi, men er nú sett fram aftur sum sjálvstøðugt uppskot.

 

Samstundis vil Tjóðveldisflokkurin seta ljóskastaran  á sosialu og fíggjarligu støðuna sum heild hjá einsamøllum uppihaldarum, og heitir tí á landsstýrið um beinanvegin um at gera eina neyva livikorskanning av hesum samfelagsbólki og at skjóta upp ítøkiligar lógarbroytingar og tiltøk, ið kunnu bøta um sosialu og fíggjarligu møguleikarnar

 

Ongi hagtøl um sosialu støðuna

Tey vantandi sosialu hagtølini í Føroyum gera, at tað er nærum ógjørligt at siga nakað greitt um sosialu og fíggjarligu støðuna hjá einsamøllum uppihaldarum.

 

Ein bólkur av lesandi á Roskilde Universtitetscenter hevur sambært Sosialinum 3. februar 2006 gjørt eina sonevnda kvalitativa kanning (gjøgnum samrøður) av støðuni hjá sjey einsamøllum mammum í Tórshavn

 

Teirra niðurstøða er greið: At hesar familju liva undir fátækramarkinum, hava vónleys bústaðarútlit, fáa ónøktandi málsviðgerð frá sosialu myndugleikunum og eru undir sálarligum trýsti, orsakað av sosialu støðuni. Víst verður eisini á, at familjan hjá kvinnunum er sera týdningarmikið sosialt trygdarnet.

 

Eisini er vert at nevna, at ein sjálvboðin arbeiðsbólkur hevur skotið upp at stovna serliga ráðgeving fyri einsamallar uppihaldarar út frá royndum, ið siga, at tørvurin er alstórur.

 

Hvat eigur ein livikorskanning at fevna um?

Uttan iva er skeivt at tosa um ein einsháttaðan sosialan bólk. Inntøkugrundarlagið er sjálvsagt ymiskt eins og aldur, útbúgvingarstøða, netverk, barnatal, bústaðarmøguleikar, bústaður í landinum og sosial støða annars.

 

Enn er ongin “kvantitativ” kanning gjørd av støðuni hjá einsamøllum uppihaldarum í Føroyum, og tí eigur ein livikorskannning í minsta lagi at fevna um hesar spurningar:

-         Hvussu nógv fólk er talan um?

-         Hvat er aldurs- og kynsbýtið?

-         Hvar búgva tey í landinum?

-         Hvussu kunnu tey bólkast sosialt – t.e.hvørji støðu eru tey í fíggjarliga, og hvussu eru tey býtt á inntøkubólkar?

-         Hvat er eftir at liva fyri hjá familjunum hjá einsamøllum uppihaldarum í ymsum inntøkubólkum, tá fastar og neyðturviligar útreiðslur eru goldnar?

-         Hvørji tilboð og rættindi fáa tey frá almennum skipanum?

 

Politiskar metingar – ein bólkur fyri stórum vanbýti

Meðan bíðað verður eftir úrslitunum av eini livikorskanning, ber til at gera sær nakrar politiskar og samfelagsligar metingar um støðuna hjá einsamøllum uppihaldarum:

 

Dagsins samfelag byggir í nærum øllum lutum á kjarnufamiljuna (við tveimum foreldrum, børnum og stórum familjunetverki) sum karmurin um inntøku, bústað, sosiala støðu, trivnað, samleika og menning hins einstaka.

 

Allir møguleikar í samfelagnum tykjast vera beinleiðis samanskrúvaðir til familjur við tveimum uppihaldarum og fleiri inntøkum.

 

-         Møguleikarnir at fíggja egnan bústað og fáa lagaliga fígging frá peningastovnunum eru aloftast treytaðir av tveimum inntøkum

-         Møguleikarnir at átaka sær eyka arbeiði ella at útbúgva seg/eftirutbúgva seg eru treytaðir av at fleiri uppihaldarar eru hjá børnunum

-         Møguleikarnir at tak lut í sosialum lívi og mentanartilboðum í gerandisdegnum eru treytaðir av at fleiri eru um børnini

 

Kortini eru krøvini til familjur við einsamøllum uppihaldarum nett tey somu, sum til kjarnufamiljuna. Eitt nú:

- at skapa eitt heim og tryggleika til børnini

- at uppala børnini

- at taka lut og stuðla í skúlalívi og frítíðarlívi barnanna

- at útvega børnunum mat, klæði og materiellar hentleikar

- at fíggja frítíðarlív og framtíðarmøguleikar hjá sær sjálvum og børnum

 

Umframt at sosiallóggávan í Føroyum ongantíð hevur fingið veruliga politiska raðfesting, kann staðfestast, at familjurættarliga lóggávan í Føroyum er vónleyst afturúrsigld. Ásetingar um barnapening, uppihaldspening og rættindi hjá børnunum til bæði foreldur eru mál, sum eru danskt málsøki og tykjast vera heilt fremmandur lutur í føroyskum politikki.

 

Við hesum metingum sum grundarlagi kann neyvan ivi vera um, at einsamallir uppihaldarar er ein bólkur, ið er fyri stórum vanbýti í føroyska samfelagnum.

 

Vónandi kann hetta uppskot gerast eitt av íkastunum til at skipa ein veruligan sosialpolitikk í Føroyum – í eini tíð, har teir veikastu bólkarnir eru í stórum vanda fyri at glíða enn longur niður á sosialu rókunum. 

1. viðgerð 23. februar 2006. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 4. apríl 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Tjóðveldisflokkurin hevur lagt málið fram tann 14. februar 2006, og eftir 1. viðgerð  23. februar 2006 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 28. og 29. mars og 3. apríl  2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Hermann Oskarsson, stjóra á Hagstovuni, og við Hans Paula Strøm, landsstýrismann í almanna- og heilsumálum.

 

 

Nevndin staðfestir, at við verandi hagtalsundirstøðukervi er nærum ógjørligt at gera kanningar av slíkum slagi, sum uppskotið leggur upp til. Nevndin heldur, at tað er sera óheppið, at Føroyar skulu vera so illa fyri á hesum økinum, soleiðis at møguleikin fyri at fáa eina mynd av sosialu støðuni er sera ringur, og at tað er uppaftur verri at gera metingar av, hvørjar avleiðingar ymisk tiltøk hava.

 

Nevndini hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Jørgen Niclasen, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen og Johan Dahl) heldur, at landsstýrið eigur at raðfesta uppgávuna við at fáa hesar grundleggjandi hagtalsskráir, her verður serliga hugsað um at fá eina neyva adressuskrá, ið verður bundin at fólkayvirlitinum,  prioriteraðar munandi hægri. Hetta fyri at tað skal bera til at gera livikorskanning av øllum føroyingum.

 

Áðrenn hesar skráir eru fingnar til vega, ber ikki til at gera livikorskanning, sum uppskotið leggur upp til.

 

Meirilutin heldur tað ikki undir verandi umstøðum verða gjørligt at kunna taka undir við málinum og  mælir Løgtinginum frá at samtykkja tað.

 

Minnilutin (Bill Justinussen, Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk) heldur tað vera átrokandi neyðugt beinanvegin at fáa greinað livikorini og at fremja tiltøk at bøta um støðuna hjá familjum við einsamøllum uppihaldarum.

 

Minnilutin skilir ikki, hví meirilutin í nevndini er so nógv ímóti at seta í verk eina kanning av livikorunum hjá einsamøllum uppihaldarum. At brúka verandi hagtalsundirstøðukervi sum grundgeving fyri onki at gera vísir einamest, hvørja raðfesting einsmallir uppihaldarar hava.

 

Henda grundgeving hjá meirilutanum kom eisini til sjóndar hjá meirilutanum í fíggjarnevndini í uppskotinum um at geva einsamøllum uppihaldarum dupultan barnafrádrátt. Minnilutin sær ætlanirnar um at útseta bøttar umstøður til m.a. einsamallar uppihaldarar sum umbering fyri onki at gera.

 

Minnilutin heldur tað vera so nógv, sum bendir á, at einsamallir uppihaldarar er tann bólkur í samfelagnum, sum er ringast fyri, og at vánaligu umstøðurnar serliga ganga út yvir børnini.

 

Fyri at fáa henda grundaða illgruna staðfestan ella møguliga avsannaðan er týdningarmikið at seta í verk eina kanning, sum lýsir støðuna hjá einsamøllum uppihaldarum. Tá ið hon er gjørd, er grundarlag fyri at gera neyðugar lógarbroytingar og tiltøk til tess at bøta um fíggjarligu og sosialu møguleikarnar hjá hesum bólki.

 

Tað eru gjørdar kvalitativar kanningar av hesum bólki. Niðurstøðurnar, sum hava verið alment frammi, vísa tá m.a. á, at hesin bólkur liggur á fátækramarkinum.

 

Kortini sigur meirilutin, at orsakað av vantandi hagtalsgrundarlagi, so kann onki gerast. Men tað er júst tað, sum ein kvantitativ kanning m.a. hevði komið fram til. Ein slík kanning, sum uppskotið til samtyktar leggur upp til, eigur at finna fram til hagtøl, sum t.d. siga nakað um føstu útreiðslurnar hjá einligum uppihaldarum, hvørjir nýtslumøguleikar eru, hvørjir útbúgvingarmøguleikar eru, hvussu tað sosiala netverkið er o.s.fr.

 

At tvíhalda um, at ongin hagfrøðingur ella samfelagsfrøðingur er í landinum, sum dugir at gera slíka kanning, tí verandi hagtalsgrundarlag manglar, er at undirmeta hesar útbúgvingar.

 

Minnilutin tekur undir við, at hagtalsgrundarlagið í Føroyum er vánaligt.  Men tað er m.a tí, at tað er neyðugt at seta inn á hetta økið. Manglandi hagtøl leingja sjálvandi um tíðina, tað tekur at gera eina slíka kanning.  Men tá ið hon so er gjørd, so hava vit fyri tað fyrsta fingið eina kanning, sum gevur grundarlag fyri at gera nøktandi lógarbroytingar og tiltøk, og í øðrum lagi hava vit fingið bøtt um hagtalsgrundarlagið í Føroyum.

 

Við hesum viðmerkingum mælir minnilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 20. apríl 2006. Uppskotið til samtyktar fall 10-0-17. Málið avgreitt.