88  Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um flaggið

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð

Ár 2006, 3. mars, løgdu tingmenninir Bill Justinussen og Jenis av Rana, vegna Miðflokkin fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um flaggið


 

§ 1

Í løgtingslóg nr. 42 frá 17. juli 1959 um flaggið, sum broytt við løgtingslóg nr. 109 frá 29. desember 1998, verður gjørd hendan broyting: 

 

1) § 8, stk. 1 verður soljóðandi:

§ 8. Ongin má vanvirða flaggið hvørki í orðum ella gerðum. Ikki er loyvt at gera nýtslu av flagginum sum merki hjá einstøkum persónum, feløgum ella stovnum ella sum eyðkenni á atgongumerkjum ella á annan tílíkan hátt. Ikki er loyvt at knýta niðrandi, vanvirðandi ella háðandi tekst, orð, merki ella annað líknandi at flagginum, ella at brenna flaggið sum tekin um vanvirðing ella háðan. Ikki er loyvt at nýta flaggið sum merki fyri at vanvirða ella háða føroyingar.

 

§ 2

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

 

Viðmerkingar

Orsøkin til uppskotið er, at ivi hevur tikið seg upp um, í hvønn mun verandi lóggáva tryggjar, at flagg okkara, Merkið, ikki verður vanvirt í orðum ella gerðum, og somuleiðis at føroyingar og føroyskur samleiki ikki verður vanvirdur við misnýtslu av Merkinum.

 

Fyri tjóð okkara, fólkið og samleikan hevur tað alstóran týdning, at vit standa saman um at halda uppi virðingina fyri Merkinum. Flaggið er felags eyðkennið fyri allar føroyingar, uttan mun til umstøður annars, og tí eigur ongin at kunna nýta ella misnýta flaggið sum merki til at niðra, háða ella vanvirða føroyingar og tjóðina. Flest okkara eru samd um, at flaggið eigur at nýtast við virðing. Flaggið verður nýtt í sambandi við merkisdagar og við serlig høvi, bæði til álvara og gaman, men tó altíð við virðing. Hendan virðingin fyri Merkinum eigur altíð at verða hildin uppi. Ongantíð eigur flaggið at kunna gerast amboð í niðrandi átøkum, sum onkursvegna gera seg inn á føroyingar og føroyskan samleika. Virðing hevur í sær avmarking, og tí eiga øll, sum nýta flaggið, at halda seg til ta avmarking, sum virðingin ásetir. Virðingin fevnir um øll økir, sum nýta flaggið og tess merki á ein og annan hátt, nevnast kunnu reklamuvirksemi, vinnuvirksemi, ítróttarvirksemi, listin, frítíðarfelagsskapir, almennir stovnar og privatpersónar.

 

Seinastu tíðina hevur í fleiri londum tikið seg upp nógv orðaskifti um skrivi- og talufrælsi. Eisini her heima er hetta kjakið viðkomandi. Eitt sjónarmið er, at øll eiga at hava rætt til at bera fram sína meining í orðum og gerðum til ytstu mørk, so leingi hetta ikki avmarkar persónliga frælsið hjá øðrum. Onnur halda, at hesin rættur eigur at umsitast við størsta varsemi og ábyrgd, og at júst hetta er ein avmarking í sjálvum sær. Uppskotssetararnir halda, at markið fyri skrivi- og talufrælsinum gongur júst har, sum einstaklingurin ikki á nakran hátt kann sigast at vera fyri ágangi orsakað av tí, sum annar ger ella sigur. Tá hetta frælsið verður sett í mun til virðingina fyri okkara tjóðareyðkenni, Merkinum, er ongin ivi um, at markið er á mótinum millum virðing og vanvirðing. Tá einstaklingur, felagsskapur ella føroyingurin sum heild kennir seg gingnan ov nær, orsakað av ivasamari nýtslu (misnýtslu) av flaggi okkara, er markið nátt fyri skrivi- og talufrælsinum í hesum spurningi. Trupult er við lógarteksti at orða hesi viðurskifti út í æsir, og tí er uppskotið ein nágreining av verandi lóg, so tað enn týðiligari kemur fram í sjálvari lógini, hvussu farast kann um okkara felags tjóðareyðkenni, Merkið.

 

Uppskotssetararnir vóna, at hendan lógarbroyting hevur við sær, at ongin kann órevsaður misnýta flaggið til at háða føroyingar.

 

1. viðgerð 17. mars 2006. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 4. apríl 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Miðflokkurin hevur lagt málið fram tann 3. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 17. mars 2006 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 27. mars og 3. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við fútan og landsstýrismannin í innlendismálum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Ein meiriluti í nevndini (Alfred Olsen, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, John Johannessen, Marjus Dam og Finnur Helmsdal) er sannførdur um, at tær broytingar, sum verða skotnar upp í § 8, stk. 1, eru umfataðar av núverandi orðing og mælir tí Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti í nevndini (Bill Justinussen) tekur undir við uppskotinum vísandi til viðmerkingarnar til lógaruppskotið og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 20. apríl 2006. §§ 1 og 2 fullu 2-1-27. Málið avgreitt.