78  Uppskot til  løgtingslóg um at høvuðsumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 3. mars, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um at høvuðsumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið

 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at gera avtalur um, at Landssjúkrahúsið verður høvuðsumvælt og nútíðargjørt. Útreiðslurnar fyri verkætlanina kunnu í mesta lagi verða 105 mió. kr.

 § 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 31. desember 2008.

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Endamálið við lógini

Endamálið við lógini er at tryggja eina nøktandi politiska viðgerð av høvuðsumvæling og nútíðargerð av Landssjúkrahúsinum, við støði í støðufrágreiðingini um verandi bygningar frá 1999, og endurskoðaðu byggiætlanini frá 2005 (tann seinna er hjáløgd í fylgiskjali 1).Tann endurskoðaða byggiætlanin frá 2005 dagførir nøkur øki í mun til støðufrágreiðingina frá 1999, men kortini innan fyri upprunaligu karmarnar. Eitt nú rehabiliteringsøkið og psykiatriska økið verða dagførd, og viðmælt verður at ríva niður og byggja av nýggjum í nøkrum førum, heldur enn at umvæla. 

 

Harnæst er henda lóg í samsvari við játtanarskipanina, har meginreglan er, at fyri størri íløgur, ið fevna um meira enn eitt fíggjarár, skulu lógaruppskot leggjast fyri Løgtingið.

 

Talan er um eina ætlan í fleiri stigum, ið yvir eitt 10 ára skeið verður mett at kosta einar 350 mió.kr. í nútíðar krónum.

 

Hetta lógaruppskotið fevnir um fyrsta stigið. Tað verður tí í viðmerkingunum greitt frá allari ætlanini, tó við neyvari lýsing av fyrsta stigi. Viðmerkjast skal, at tað er umráðandi, at ætlanin verður sæð sum ein heildarætlan. Hóast tað fyrsta stigið, árini 2006-2008, fevnir um meira ítøkiligar ætlanir, so eru hesar ætlanir hugsaðar í eini heildarætlan. Hesar ætlanir kunnu ikki standa einsamallar, eftir at hetta tíðarskeiðið er liðugt, og arbeiðið er útint. Tað er  neyðugt at  halda á fram eftir hetta fyrsta stigið, so rokkið verður á mál sambært tí, ið er greitt frá og nærri útgreinað í endurskoðaðu byggiætlanini frá 2005, sambært  fylgiskjali 1.

 

Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum fer tí møguliga longu í 2007, og í seinasta lagi í 2008 at leggja fram uppskot um næsta stig í hesi heildarætlan um at høvðusumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið, sum samlað í nútíðar krónum verður mett til at kosta einar 350 mió. kr.   

 

Stutt innlit í málið

Arbeiðið við at útbyggja Landssjúkrahúsið varð tikið upp aftur í 1998, tá ið landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum avgjørdi, at farast skuldi undir eina útbygging av Landssjúkrahúsinum, ið hevði sín uppruna í eini størri ætlan frá 1991, men sum steðgaði orsakað av kreppuni í nítiárunum. Síðani hevur verið arbeitt framhaldandi við verkætlanini, sum er komin so langt ávegis, at flutt var inn í nýggja bygningin (G-bygningin) hjá Landssjúkrahúsinum á heysti í 2004.

 

Í tíðarskeiðinum frá 1999 til 2004 fór nærum øll orkan til nýggja bygningin, sum hevði við sær, at rúmd var ikki fyri grundleggjandi høvuðsumvæling og nútíðargerð av gomlu bygningunum. Eftir stendur, at framhaldandi høvuðsumvæling av gomlu bygningunum er meira átrokandi enn nakrantíð.

 

Talan er um, at meginparturin av verandi bygningum skal eftir høvuðsumvæling virka sum partar av framtíðar Landssjúkrahúsinum. Kortini verða tveir bygningar mettir sum óegnaðir til at verða nýttir til sjúkrahúsendamál í fleiri ár afturat. Talan er um barakkina (E-bygningin) og tann bygningin (C-bygningin), sum vendir niðan móti J. C. Svabosgøtu.  

 

Tíðarætlan

Íløguætlanin umfatar samlaðu útinningina av endurskoðaðu byggiætlanini hjá Landssjúkrahúsinum í tíðarskeiðinum frá 2006 til 2015.

 

Høvuðsumvæling av íbúðabygningunum er ikki tikin við í ætlanina. Arbeitt verður við at selja nakrar av bygningunum.

 

Fyrsta stig í ætlanini

Talan er um eina yvirskipaða raðfesting, har tað er størri vissa um ætlaða virksemið í 2006-2008. Íløguætlanin verður endurskoðað árliga, og tað kann hugsast, at raðfestingarnar verða nakað øðrvísi, sum tíðin gongur. 

 

Raðfestingar í 2006-2008

 

  1. Gera eitt kirurgiskt ambulatorium og skopi á gomlu skurðgongini.
  2. Ein sterilsentralur skal byggjast.
  3. Høvuðsumvæla og umbyggja psykiatrisku bygningarnar.
  4. Ávegis umvælingar og flytingar av verandi funksjónum í høvuðsbygninginum (B bygninginum).
  5. Gera klimaskerm til høvuðsbygningin (B-bygningin).
  6. Byrja at umvæla tænastubygningarnar (køkur, vaskarí, goymsla, teknikkur, fyrisiting).
  7. Høvuðsumvæla A-bygningin, ið er har, sum millum annað føðideildin er í dag.

 

Samanumtikið kann sigast um hesar raðfestingar.

 

1. Gera eitt kirurgiskt ambulatorium og skopi á gomlu skurðgongini

Skurðdepilin skal hava karmar fyri einum kirurgiskum ambutalorii, sum lýkur krøvini til nútímans ambulantar kanningar og viðgerðir, og sum gevur sergreinunum møguleikar fyri at reka og menna teirra virksemi á ein fakliga nøktandi hátt. Talan er um eitt øki, sum er í menning og tískil er lagt upp fyri øktum virksemi í komandi árum.

 

2. Ein sterilsentralur skal byggjast

Umstøðurnar at reingera og sterilisera tól hava leingi verið sera óarbeiðsligar á Landssjúkrahúsinum og lúka ikki krøvini, sum nú vera sett til hesar mannagongdir. Nú nýggj skurðgongd er tikin í nýtslu, hevur verið neyðugt at gera ávísar tillagingar á verandi sterilsentrali, men tað ber ikki til at halda fram við hesi skipan, um krøvini til reinføri, arbeiðsheilsu, skjalprógv og rasjonelt arbeiði skulu lúkast. Vaksandi virksemið á sjúkrahúsinum hevur eisini økt um trýstið á hesa funksjón.

 

Um kravda støðið skal haldast, er bæði neyðugt við nøktandi hølisumstøðum og skjalprógvaðari

tilgongd, men eisini at starvsfólkaførleikin verður mentur og hildin viðlíka. Tí skal roknast við eini miðsavnaðari eind, ið eisini veitir tænastur til aðrar deildir á sjúkrahúsinum og møguliga uttan fyri sjúkrahúsið.  

 

3. Høvuðsumvæla og umbyggja psykiatrisku bygningarnar

Í álitinum um heildarpsykiatri frá 2002 er víst á tørvin á at dagføra hølini til sjúkrahúspsykiatri.

 

Miðað verður ímóti, at øll innløgd skulu hava egið kamar, við bað/wc (nakað sum á einum nútíðar gistingarhúsi). Hølisumstøðurnar hava týdning fyri tann fakliga kvalitetin, soleiðis at tann innlagdi kennir seg væl og ikki gerst óvirkin av stovnsdámi. Á øllum deildum er tørvur á undirvísingar- og kanningarrúmi. Ambulanta virksemið krevur serstøk kanningar- og viðgerarrúm. Skermaða (afturlatna) deildin er tann einasta, sum skal tryggjast. Har skal tað sleppast út í tún til væl innrættað fríøki, eins og allar deildir eiga at hava fríøki til uppihald og rørslu. Uppvenjingin skal skipast við uppvenjingarmøguleikum á øllum deildum og einari felags uppvenjingardeild. Uppvenjing er liður í heildarviðgerðini. Depilin veitir nógva ambulanta viðgerð, sum er vaksandi.

 

4. Ávegis umvælingar og flytingar av verandi funksjónum í høvuðsbygninginum (B-bygningurin)

Meðan høvuðsumvælingin og nútíðargerðin verður framd á Landssjúkrahúsinum, verður tørvur á at gera fleiri ávegis flytingar og ávegis umvælingar fyri, at virksemið á sjúkrahúsinum kann halda áfram undir byggingini. Eitt av hesum økjunum er seingjadeildirnar í B-bygninginum, har umstøðurnar í fleiri ár hava verið sera vánaligar.

 

Røntgenøkið fer at verða víðkað til nærum tað dupulta av tí, ið tað er í dag. Røntgendeildin hevur, burtursæð frá smærri tillagingum, somu innrætting sum fyri 40 árum síðani.

 

5. Gera klimaskerm til høvuðsbygningin (B-bygningin)

Talan verður um at umvæla ella klæða B-bygningin, umframt at tetta hann. Eisini skulu vindeyguni skiftast.

 

6. Byrja at umvæla tænastubygningarnar, (køkur, vaskarí, goymsla, teknikkur, fyrisiting)

Hesar funksjónir og bygningar krevja nógvar ábøtur. Nevnast kann, at køkurin eigur at verða dagførdur, so raksturin verður meira rasjonellur. Goymsluhølini eru vánalig og illa plaserað. Tað er við verandi skipan ringt at skilja sterilar vørur frá ósterilum vørum. Útgerðin hjá vaskarínum er í høvuðsheitinum í lagi, men tørvur er á at betra um inniklimaðið. Eisini er atkomuvegurin vánaligur, og eigur annar atkomuvegur at verða umhugsaður. 

 

7. Høvuðsumvæla A-bygningin, ið er har, sum millum annað føðideildin er í dag

Ætlanin er frameftir at samla alla fyrisitingina, ið er knýtt at dagligu sjúklingaviðgerðini. Hetta er milum annað lækna- og læknaskrivaraskrivstovur í A-bygninginum, har millum annað føðideildin er í dag. Henda fyrisiting húsast í dag partvís í vánaligum umstøðum í bygninginum niðan móti J.C. Svabos gøtu (C-bygningurin). Partvís er henda fyrisiting spjødd á sjúkrahúsinum. Henda loysn fer at skapa betri møguleikar hjá starvsfólki at halda sína vitan við líka, og fáa nýggja vitan við millum annað, at økt verður um tey undirvísingarhøli, ið Landssjúkrahúsið í dag hevur stóran tørv á. 

 

Næstu stigini í ætlanini

Ætlanin umfatar fleiri byggistig.  Hetta lógaruppskotið umfatar fyrsta stigið, og verður talan um eitt annað og møguliga eitt triðja stig í ætlanini. Niðanfyri er henda ætlanin lýst undir einum, og endalig støða er ikki tikin til hvørjar raðfestingar eru umfataðar av øðrum og møguliga triðja stigi. Sum áður nevnt skulu raðfestingarnar síggjast sum partur av eini heildarætlan, og eru tengdar at hvørjum øðrum í sín heild. 

 

Raðfestingar í 2009-2015

 

  1. Høvuðsumvæla og umbyggja tænastubygningar (køkur, vaskarí, goymsla, teknikkur, fyrisiting).
  2. Partvís uppíbygging til gamla seingjarbygningin.
  3. C-bygningurin takast niður.
  4. Høvuðsumvælingar og umbyggingar í B-bygninginum.
  5. Barakkin takast niður.
  6. Uttandura arbeiði.

 

Omanfyri nevnda er í høvuðsheitunum raðfestingin, men sum áður nevnt, er talan um eina yvirskipaða raðfesting. Størri vissa er um raðfestingarnar fyri tíðarskeiðið frá 2006 til 2008 enn fyri tíðarskeiðið frá 2009 til 2015.

 

Hildið verður fram at umvæla og dagføra tænastubygningarnar og tænastueindirnar.

 

Byrjað verður at taka gamlar og ótíðarhóskandi bygningar niður. (barakkin og C-bygningurin) og byggja nýtt upp. Við hesum fæst ein langtíðar loysn á fleiri av virkisøkjunum, sum hava havt vánaligar hølisumstøður.

 

Gynækologi og obstetrikdeildin hevur tørv á ábótum viðvíkjandi hølisumstøðunum í sambandi við barnsburðir og kvinnusjúkur. Talan er bæði um at tryggja heilsufakliga kvalitetin í framtíðini, og at tryggja kvinnum og børnum virðiligar og mennandi karmar.

 

Rehabiliteringsøkið krevur munandi betri umstøður, enn mett varð í 1999. Í framtíðini verður ergo- og fysioterapiøkið skipað sum ein rehabiliteringseind, har arbeitt verður í toymum við ymiskum yrkisligum førleikum. Hetta fyri at samlaða rehabiliteringstilboðið til sjúklingin verður samskipað. Endamálið er eitt betri rehabiliteringstilboð og tættari samstarv millum fakbólkarnar. Uppvenjingin skal fevna um allar sjúklingabólkar (ortopædi, onkologi, gerontologi, kardiologi, rheumatologi, lungnasjúkur, neurologi v.m.). Sjúklingar verða alt styttri innlagdir á sjúkrahúsi, og fleiri ambulantar funksjónir verða. Soleiðis kemur rehabiliteringseindin eisini at hava tørv á betri møguleikum til ambulanta viðgerð.

 

Seingjadeildirnar skulu skipast við rasjonellum rakstri fyri eygað, eisini um kvøldið og á nátt, kortini við atliti til ta einstøku funksjónina.

 

Seinasta hond verður løgd á at gera umvælingar í B-bygninginum, og uttandura arbeiði verður framt. 

 

Samlaða neyðuga gólvvíddin á sjúkrahúsdeildunum er mett til 37.000 m². Barakkin og C-bygningurin eru 2.235 m², sum nýggj gólvvídd skal fáast til vega fyri ístaðin. Harumframt er neyðugt at víðka B-bygningin við áleið 2.-3.000 m² fyri at kunna lúka ásetta tørvin. 

 

Ummæli

Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Innlendismálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Landssjúkrahúsinum. Landssjúkrahúsið hevði ongar viðmerkingar. Innlendismálaráðið og Fíggjarmálaráðið hava mælt til, at verkalagslógin verður avmarkað til skeiðið 2006-2008.  Løgtingsskrivstovan hevur eisini gjørt viðmerkingar til uppskotið um at avmarka tíðarskeiðið til at umfata 2006-2008.  

 

Fíggjarmálaráðið metir millum annað  “at frágreiðingin í viðmerkingunum til lógaruppskotið um ætlaða virksemið í 10 ára skeiðnum 2006-2015 og samlaða kostnaðin av hesum, er nøktandi grundarlag fyri Løgtingið og landsstýrismannin til støðutakan til samlaðu verkætlanina og framtíðarraðfestingar til Landssjúkrahúsið”.

 

Út frá omanfyristandandi viðmerkingum frá Fíggjarmálaráðnum, og viðmerkingunum frá Innlendismálaráðnum og Løgtingsskrivstovuni hevur landsstýrismaðurin valt at gera hetta nýggja uppskotið, har broytingarnar í høvuðsheitinum snúgva seg um at avmarka tíðarskeiðið til at umfata fyrsta byggistig til 3-ára skeiðið 2006-2008. Men tað gongur greitt fram í hesum viðmerkingum til hetta lógaruppskotið, at talan er um eitt fyrsta stig av øðrum komandi, og at talan er um eina heildarætlan í einum 10 ára skeiði, ið samlað verður tikið støða til.

 

Løgtingsskrivstovan ger eisini vart við “at ongar ásetingar eru í lógini um, hvat ætlanin er at brúka hvørt árið”. Hetta er somuleiðis tikið til eftirtektar. Undir serligum viðmerkingum til §1. er sett inn, at fíggjarligi tørvurin verður áleið tann sami í hvørjum av hesum fíggjarárum.   

 

Viðmerkingarnar,  eru sostatt í høvuðsheitinum tiknar til eftirtektar.

 

Viðmerkingarnar eru hjálagdar sum fylgiskjøl 2-4. 

 

 

Kap. 2. Avleiðingarnar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri alt tíðarskeiðið

Talan er um eitt sera umfatandi arbeiði, sum er bæði kompliserað, og í hátøkniligum umhvørvi. Torført er at fara í smálutir, og verða verkætlanirnar lagdar til rættis og prosjekteraðar so hvørt. Eisini er talan um at arbeiða á øki, har sjúkrahúsvirksemið skal kunna fara fram, meðan umvælingar verða framdar.   

 

Ein íløguætlan er gjørd, ið tekur støði í, at einar 35 mió. kr. skulu nýtast til endamálið tey næstu 10 árini.  Í alt 350 mió. kr.

 

Fýggjarliga avleiðingar fyri fyrsta stig í ætlanini 2006-2008

Í tíðarskeiðinum frá 2006 til 2008 er ætlanin at nýta einar 105 mió. kr., í alt. 29 mió. kr. til at byggja ein nýggjan sterilsentral og eitt kirurgiskt ambulatorium í gamla høvuðsbygninginum (B-bygningurin), umframt einar 12 mió. kr. til ein klimaskerm til B-bygningin (klædningur, skifta vindeygu v.m.). Einar 10 mió. kr. til umvælingar av seingjardeildum  og øðrum deildum  í høvuðsbygninginum (B-bygningurin) og 5 mió. kr. til gamla bygningin, har føðideildin er í dag, (A-bygningurin). Umframt hetta er ætlanin at nýta einar 36 mió. kr. at umvæla og dagføra tær psykiatrisku deildirnar. Tænastubygningarnir (køkur, goymsla, vaskarí, tekniska deild og fyrisiting) skulu í alt umvælast fyri einar 77 mió. kr. í hesum 10 ára tíðarskeiði, harav einar 7 mió. kr. skulu nýtast til endamálið í hesum tíðarskeiði. Ætlanin er at nýta einar 5 mió. kr. síðst í hesum tíðarskeiði, at fáa sett skjøtil á at ríva niður teir bygningar, ið ætlanin ikki er at umvæla, tí ætlanin er at byggja nýggjar bygningar ístaðin.

 

Fíggjarligar avleiðingar fyri næstu stigini í ætlanini 2009-2015

Í tíðarskeiðinum 2009 til 2015 ætlanin at nýta einar 245 mió. kr. í alt. Tey fyrstu árini fer meginparturin av peninginum til at byggja ein nýggjan bygning fyri gamla og niðurrivna C-bygningin og barakkina. Mett verður, at hetta kemur at kosta í alt 134 mió. kr., men at tað í hesum tíðarskeiði skulu nýtast 131 mió. kr. til endamálið. Einar 70 mió. kr. skulu nýtast til dagføring av tænastubygningunum. Síðst í tíðarskeiðinum er ætlanin at nýta einar 29 mió. kr. til endaligu dagføringina av deildunum í B-bygninginum og 15 mió. kr. til uttandura parkeringsviðurskifti og fríðkan.

 

Sum omanfyri nevnt er talan um eina umfatandi verkætlan, og neyðugt er at arbeiða við fleiri verkætlanum um somu tíð, og eiga fyrireikingarnar tí at verða skipaðar eftir hesum.   

 

Umsitingarligar avleiðingar

Umsitingarliga fer lógin at gera tað møguligt at gera bindandi avtalur tvørtur um fíggjarár, har krøvini til játtan eru kend frammanundan. Tað fæst tískil ein størri trygd fyri, at framhaldandi arbeiðið at høvuðsumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið ikki steðgar upp. 

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Tørvur er á parkeringsøki, umframt at onnur uttandura øki krevja ábøtur. Neyðugt verður at gera nýggjar ferðslukanningar fyri at lýsa viðurskiftini í dag, og annars at taka øll ferðsluviðurskiftini upp av nýggjum, so viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum gerast best møgulig. Tí er rættast at fáa í lag ferðslukanningar í samstarvi við Tórshavnar kommunu skjótast gjørligt, soleiðis at ein heildarætlan kann gerast fyri høvuðsumvælingarnar á Landssjúkrahúsinum í mun til ferðsluviðurskifti. Hetta fer, tá øll umvælingin er liðug, at fríðka um økið uttan um Landssjúkrahúsið til gleði fyri borgarar og starvsfólk, umframt at bøtt verður um ferðsluviðurskiftini.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Sosialar avleiðingar

Tá Landssjúkrahúsið er høvuðsumvælt og nútíðar gjørt, hevur tað væntandi positivar sosialar avleiðingar fyri borgarar í síni heild, av tí at uppskotið hevur við sær, at kanningar/viðgerðatilboðini og trygdin/komfort verður á einum hægri støði. Einum støði javnbjóðis við londini uttan um okkum. Eitt sokallað Norðurlendskt støði.    

 

Talva 1: Yvirlit yvir avleiðingar

 

 

Fyri
landið/lands-
myndugleikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri
pláss/øki í landinum

Fyri
ávísar sam-
felagsbólkar/
felagsskapir

Fyri
vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umsitingarligar avleiðingar

Ja

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar avleiðingar

Nei

Ja

Nei

(Ja)

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar
avleiðingar

 

 

 

(Ja)

 

 

  

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Til § 1:

Í lógargreinini verður heimilað landsstýrismanninum at gera avtalur um at høvuðsumvæla og nútíðar gera Landssjúkrahúsið fyri í mesta lagi 105 mió. kr.

 

Greitt er undir viðmerkingunum frá um ætlanina, at talan er um eitt fyrsta stig av eini heildarætlan, møguliga í trimum stigum. Ætlanin í hesum lógaruppskotinum fevnir um árini 2006-2008,  eitt trý ára skeið, og verður tørvurin á fígging á leið tann sami í hvørjum av hesum fíggjarárum.

 

At høvuðsumvæla og nútíðargera er at skilja sum eisini at ríva niður gamlar bygningar og seta nýtt ístaðin.

 

Til § 2:

Gildiskomuregla.

 

Fylgiskjøl:

Skjal 1: Endurskoðað byggiætlanin fyri Landssjúkrahúsið, frá september 2005

Skjal 2: Hoyringsskriv frá Landssjúkrahúsinum, frá 13. februar 2006

Skjal 3: Hoyringsskriv frá Innlendismálaráðnum, frá 17. februar 2006

Skjal 4: Hoyringsskriv frá Fíggjarmálaráðnum, frá 27. februar 2006

 

1. viðgerð 21. mars 2006. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 4. apríl 2006 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð  21. mars 2006 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann  28. mars og  3. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í almanna- og heilsumálum. 

 

Fyriliggjandi uppskot til verklagslóg er ein ætlan fyri árini 2006-2008, har ætlanin er at nýta kr. 105 mió. til at høvuðsumvæla og nútíðargera Landssjúkrahúsið.

 

Ætlanin er at seta av kr. 35 mió. um árið fyri árini 2007 og 2008.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 19. apríl 2006. §§ 1 og 2 samtyktar 21-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 21. apríl 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.

 

Ll.nr. 40 frá 09.05.2006