112  Uppskot til  løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
H. Orðaskifti við 3. viðgerð

Ár 2006, 4. apríl, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

løgtingslóg um at veita stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán til at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn

 

§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at veita stuðul, sum rentu- og avdráttarfrítt lán við veð í nýggja bygninginum, til at byggja nýggjan miðnámsskúla í  Marknagili í Tórshavn.

Stk. 2. Lánið fellur til gjaldingar, um so er, at virksemið sambært viðtøkunum heldur uppat, ella um bygningurin verður seldur.

Stk. 3. Stuðulin kann í mesta lagi verða 150 mió. kr.

Stk. 4. Stuðulin er treytaður av:

  1. at verandi bygningar hjá Tekniska skúla í Tórshavn í Smiðjugerði verða seldir fyri umleið 20 mió. kr. og at hesin peningur verður partur av fíggingini av nýggjum miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn.

  2. at Landsverk fær eftirlit við, at útbyggingin verður framd sambært hesi lóg.

 

§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og fer úr gildi 1. januar 2012.

 

Kap. 1 Almennar viðmerkingar

 

Endamálið við uppskotinum

Endamálið við uppskotinum er at heimila landsstýrismanninum at veita stuðul til at byggja nýggjan miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn innan ásettan fíggjarkarm. Miðnámsskúlin skal fata um virksemi hjá Tekniska Skúla í Tórshavn og Føroya Handilsskúla í Tórshavn og geva møguleika fyri øðrum útbúgvingum í framtíðini, soleiðis at skúlarnir fáa góðar og tíðarhóskandi karmar um virkið hjá skúlunum. Skúlarnir, ið er ein sjálvsognarstovnur, er skipaður sambært løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar. Sambært § 11, stk. 3 í lógini um yrkisskúlar, kann landsstýrismaðurin útvega góðkendum sjálvsognarstovni stuðul til ný- ella umbygging av skúla. Sambært ásetingum í játtanarskipan landsins skal serstakt lógaruppskot verða lagt fyri Løgtingið um íløgur, ið fevna yvir fleiri fíggjarár.

 

Stuðulin frá landskassanum í sambandi við bygging av nýggjum miðnámsskúla í Marknagili er ásettur við støði í metingum, sum eru gjørdar í 2006, og kann í mesta lagi verða 150 mió. kr. Harumframt er byggingin treytað av, at verandi bygningar hjá Tekniska skúla í Tórshavn í Smiðjugerði verða seldir fyri umleið 20 mió. kr., og at hesin peningur verður partur av fíggingini av nýggjum miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn.

 

Við støði í hesi lóg verður farið undir at gera byggimálslýsing, har ítøkiligi tørvurin verður staðfestur við atliti at krøvum og ynskjum hjá skúlunum í mun til virksemi.

 

Stutt lýsing av málinum

Skúlarnir hava leingi havt trongar og ótíðarhóskandi hølisumstøður, og tey seinnu árini hevur verið arbeitt við fleiri ymiskum uppskotum til at bøta um viðurskiftini hjá skúlunum. Í 1998 kom landsstýrismaðurin til tað niðurstøðu, at byggiætlanirnar áttu at verið samskipaðar í ein felags skúladepil, sum skuldi fata um virksemi hjá Føroya Studentaskúla og HF-skeiði, Tekniska Skúla í Tórshavn og Føroya Handilsskúla í Tórshavn, og á heysti í 1999 varð útskrivað hugskotskapping um tílíka bygging við Marknagilsvegin í Tórshavn.

 

Fyrireikingarnar steðgaðu í eina tíð, men á løgtingslógini fyri 2003 vórðu settar av 500 tús. kr. til tað framhaldandi arbeiðið við skúladeplinum, og landsstýrismaðurin setti síðani bygginevnd við umboðum fyri teir tríggjar skúlarnar við tí arbeiðssetningi at leggja til rættis yvirskipaðu karmarnar fyri skúladeplinum og hava eftirlit við prosjektering og bygging. Bygginevndin hevur tann 28. nov. 2003 latið úr hondum frágreiðing við tilmæli og niðurstøðum. Saman við frágreiðingini er uppskot til skipanarverkætlan.

 

Landsstýrismaðurin hevur nú tikið avgerð um at leggja uppskot fram um at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn, sum skal fata um virksemi hjá Tekniska skúla í Tórshavn og Føroya Handilsskúla í Tórshavn og geva møguleika fyri øðrum útbúgvingum í framtíðini

 

Verandi hølisumstøður og útbúgvingar á skúlunum

Tey fyrstu hølini, sum Tekniski Skúlin í Tórshavn átti, vóru keypt í 1956. Hetta vóru hølini hjá gamla Føroya Banka í Tórsgøtu 22 í Tórshavn. Tórshavnar Kommuna læt seinni  byggiøki til nýggjan skúla við Marknagilsvegin, men fíggjarligar umstøður gjørdu, at bert fyrsti partur av ætlaðu nýbyggingini, skúlaheimið, sum var liðugt í 1976, gjørdist veruleiki. Í staðin læt kommunan hallirnar í Smiðjugerði byggja sum eina fyribils loysn í 1980. Skúlin hevur ment seg øll árini og húsast í dag undir átta ymiskum lonum. Hølini eru bæði óarbeiðslig og niðurslitin, og hevur skúlin tískil sera vánaligar umstøður at virka undir.

 

Føroya Handilsskúli hevur seinastu árini í fleiri umførum heitt á Mentamálaráðið um at fara undir útbygging av skúlanum í Tórshavn. Hetta fyri at finna eina loysn á hølistrupulleikunum hjá skúlanum, soleiðis at tørvurin hjá skúlanum kann nøktast í mun til undirvísingarendamál.

 

Virksemið á Tekniska Skúla í Tórshavn fevnir um: SIT-, lærlinga-, framleiðslutøkninga- og byggitøkninga útbúgvingar.

 

Virksemið á Føroya Handilsskúla fevnir um: FHS- og HH-útbúgvingar, akademimerkonom, akademidatanom, datanom, teldustøðinga útbúgving og HD-1. part.

 

Um byggingina og tíðarætlan

Bæði Tekniski Skúlin í Tórshavn og Føroya Handilsskúli í Tórshavn hava átrokandi tørv á nýggjum og betri undirvísingarhølum. Í fleiri ár hevur verið neyðugt at avvísa skikkaðar umsøkjarar, orsakað av hølistørvinum hjá skúlunum. Fyrireikandi arbeiði, sum er gjørt frá 1998 til 2003, verður grundarlag undir framhaldandi fyrireiking og prosjektering, og byggir á ætlaða næmingatalið og tann hølistørv, sum skúlarnir hava sett upp hvør sær. Byggingin skal fremjast soleiðis, at tað eftir tørvi verður møguligt at útbyggja miðnámsskúlan í framtíðini.

 

Hølistørvurin er nú so átrokandi, at ætlanin er at fremja prosjekteringina og byggingina yvir komandi 4 árini, soleiðis at nýggi bygningurin verður liðugur í 2010. Bygningurin er ætlaður at hýsa umleið 600 næmingum, og gólvvíddin verður umleið 9.000 fermetrar.

 

Kostnaðarmeting

Samlaði kostnaðurin er mettur til 150 mió. kr. Metingin er gjørd í 2006 við støði í mettum fermetrakostnaði í mun til bygging av hesum slagi. Mett verður, at útreiðslurnar í mió. kr. í sambandi við byggingina fara at falla soleiðis komandi árini:

 

Ár

2006

2007

2008

2009

2010

Útreiðslur

1,5

23,5

50,0

50,0

25,0

 

Kap. 2 Avleiðingar av uppskotinum

 

Fíggjarligar avleiðingar

Afturat játtanini fyri 2006, ið er 4,0 mió. kr., sum skulu nýtast til forkanningar og byggimálslýsing, verður fíggjartørvurin hjá landskassanum umleið 146 mió. kr., sum  verða fíggjaðar við sølu av verandi bygningum hjá Tekniska skúla í Tórshavn í Smiðjugerði fyri umleið 20 mió. kr. og við lántøku á umleið 126 mió. kr. sambært løgtingslóg nr. 106 frá 29. desember 1998 um yrkisskúlar við seinni broytingum. Um lántøkan verður fíggjað sum eitt annuitetslán yvir 20 ár við 4% p.a. í rentu, verður útreiðslan til rentur og avdráttir uml. 9,0 mió. kr. árliga. Gjaldið er tengt at tí rentustøði, sum til eina og hvørja tíð er galdandi á økinum. Ein annar møguleiki er at taka lán við fastari rentu.

 

Umsitingarligar avleiðingar

Dagliga umsitingin hjá skúlunum skal samskipast í felags umsiting, og fer hetta at hava positivar og samansjóðandi avleiðingar fyri skúlarnar.

 

Umhvørvisligar avleiðingar

Uppskotið hevur lítlar avleiðingar fyri umhvørvið.

 

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Uppskotið hevur ongar avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur.

 

Sosialar avleiðingar

Fyri skúlarnar sum heild má uppskotið væntast at hava positivar og samansjóðandi avleiðingar.

Talva 1. Yvirlit yvir avleiðingar:

 

 

Fyri landið/
landsmyndug-
leikar

Fyri kommunalar myndugleikar

Fyri pláss/øki í landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar

Ja

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Umsitingar-ligar avleiðingar

(Ja)

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvis-ligar avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Sosialar avleiðingar

Nei

Nei

Ja

Nei

Nei

 

Ummæli

Uppskotið er sent til ummælis hjá stýrinum fyri Tekniska Skúla í Tórshavn, stýrinum fyri Føroya Handilsskúla, Landsverki, Innlendismálaráðnum, Vinnumálaráðnum, Fíggjarmálaráðnum og Tórshavnar Kommuna. Stýrini fyri Tekniska Skúla í Tórshavn  og Føroya Handilsskúla taka undir við uppskotinum. Uppskotið er dagført í mun til viðmerkingar frá Landsverki, Innlendismálaráðnum og Fíggjarmálaráðnum.  Vinnumálaráðið og Tórshavnar Kommuna hava ikki gjørt viðmerkingar til uppskotið

Kap. 3: Viðmerkingar til einstøku lógargreinirnar

 

Til § 1:

Í lógargreinini fær landsstýrismaðurin heimild til at útvega stuðul sum rentu- og avdráttarfrítt lán við veð í nýggja bygninginum til at byggja nýggjan miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn. Stuðulin er treytaður av, at landsstýrismaðurin hevur góðkent útbyggingarætlanina.

 

Til stk. 2. Um virksemið á skúlunum sambært viðtøkunum heldur uppat, ella um bygningurin verður seldur, fellur lánið til gjaldingar.

 

Til stk. 3. Landskassastuðulin verður í mesta lagi 150 mió. kr., og landið fær tinglýst veð í bygninginum samsvarandi hesi upphædd.

 

Til stk. 4, nr. 1. Stuðulin er treytaður av, at verandi bygningar hjá Tekniska skúla í Tórshavn í Smiðjugerði verða seldir fyri umleið 20 mió. kr. Inntøkurnar frá søluni av bygningunum hjá Tekniska Skúla í Tórshavn í Smiðjugerði skulu nýtast til fígging av bygging av nýggjum miðnámsskúla í Marknagili, og verður hesin peningur partur av samlaðu fíggingini, sum er 150 mió. kr., sum verða nýttar til at byggja nýggjan miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn.

 

Til stk. 4, nr. 2. Landsverk verður byggiharri í sambandi við útbyggingina. T.v.s., at Landsverk hevur ábyrgdina av, at byggingin verður útint sambært byggiskránni og galdandi lógum og reglum. Somuleiðis hevur Landsverk eftirlit við, at kostnaðurin verður hildin innan tann karm, sum er settur av til endamálið. Landsverk, sum byggiharri, fær disponeringsrættin yvir samanlagt 150 mió. kr.

 

Stýrini fyri Tekniska Skúla í Tórshavn og Føroya Handilsskúla eru byggiánarar

 

Til § 2:

Vanlig áseting um gildiskomu, umframt at lógin fer úr gildi 1. januar 2012. Nýggi bygningurin verður væntandi tikin í nýtslu seinast í 2010, og tí verður mett, at seinastu útreiðslurnar í hesum sambandi verða í 2011. 

Hesir tingmenn viðmæla, sambært § 54, stk. 2 í tingskipanini, at málið kann leggjast fram og fáa viðgerð:

Poul Michelsen Óli Breckmann Jógvan við Keldu
Anfinn Kallsberg Jørgen Niclasen Johan Dahl
Kjartan Joensen Andrias Petersen Heðin Zachariasen
Kristian Magnussen Henrik Old Gerhard Lognberg
Sverre Midjord Alfred Olsen Kaj Leo Johannesen
Marjus Dam John Johannessen Olav Enomoto
Lisbeth Petersen    

1. viðgerð 7. apríl 2006. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 28. apríl 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. apríl 2006, og eftir 1. viðgerð tann 7. apríl 2006 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 18. og 21. apríl 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í mentamálum saman við skúlastjórunum og formonnunum fyri stýrini fyri Tekniska skúla í Tórshavn og Handilsskúlan og landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.

 

Ein meiriluti í nevndini (Andrias Petersen, Heðin Zachariasen, Rósa Samuelsen, John Johannessen og Olav Enomoto) vísir til lógina um yrkisskúlar, har tað er ásett, at landsstýrismaðurin kann útvega góðkendum sjálvsognarstovni stuðul til ný- ella umbygging av skúla. Víst verður eisini til, at fíggingarmynstrið, sum skotið verður upp at nýta, hevur verið nýtt fyrr, t.d. tá Handilsskúlin í Tórshavn, næmingaheimið hjá Tekniska Skúla í Tórshavn og Handilsskúlin á Kambsdali vórðu bygd.

 

Meirilutin leggur dent á, at hóast tað, at Landsverk verður byggiharri, so eiga stýrini fyri skúlarnar at fáa ávirkan á arbeiðið at byggja miðnámsskúlan í Marknagili.

 

Samlaða prosjektið er mett at kosta 150 mió. kr., og stuðulin er treytaður av, at verandi bygningar hjá Tekniska skúla í Tórshavn í Smiðjugerði verða seldir fyri uml. 20 mió. kr. Henda upphædd verður partur av fíggingini, tískil skjýtur meirilutin upp, at stuðulin, sum landsstýrismaðurin kann veita í mesta lagi, verður 130 mió. kr. Eisini skjýtur meirilutin upp, at dagfestingin fyri, nær lógin fer úr gildi, verður 1. januar 2027, tí at stuðulin verður veittur yvir 20 ár.  

 

Samsvarandi hesum setir meirilutin fram soljóðandi 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Í § 1, stk. 3 verður “150” broytt til: “130”

2) Í § 2 verður ”2012” broytt til: ”2027”

 

Við hesum viðmerkingum mælir meirilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

Ein minniluti í nevndini (Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen) tekur fult undir við, at miðnámsskúli verður bygdur í Markanagili í Tórshavn.

 

Tá hetta er sagt, ger minnilutin vart við, at hann á ongan hátt tekur undir við fyriliggjandi uppskoti um fígging av nevnda skúla, eisini vil minnulutin upp á tað harðasta mæla tinginum frá at samtykkja slíkan “alternativan” hátt at fíggja útreiðslur landskassans uppá.

 

Grundirnar eru fleiri, men serliga tað óheppna og ódámliga í tí prinsippinum, at Løgtingið bindur seg til útreiðslur, uttan tað verður gjøgnumskygt á fíggjarlógini, útreiðslur til eftirkomararnar at rinda 20 ár inn í framtíðina. Her ger man eitt álvarsligt brot á ta siðvenju, ið roynt hevur verið at upparbeitt, at útreiðsluprofilurin á fíggjarlógini, fylgir byggiprofilinum í tí prosjekti, játtað verður til. Hetta brot vísti landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eisini á undir nevndarviðgerðini, og váttar hann, at hesin fíggingarháttur minkar um gjøgnumskygni á fíggjarlógini.

 

Eitt annað, sum er sera ræðandi og ótespiligt í hesum máli, er, at sambært uppskoti til nýggja játtanarskipan, sum liggur í tinginum í løtuni, fer hesin fíggingarháttur als ikki at bera til í framtíðini við teirri grundgeving, at tað, sum tingið játtar, til eina og hvørja tíð skal síggjast aftur á fíggjarlógini, hettta fyri at varðveita gjøgnumskygni og fyri at tryggja, at ikki skal bera til hjá einum Løgtingi at játtað seg um rygg til eftirkomararnar at gjalda soleiðis, sum vit sóu tað í 80´unum.

 

Tað vil við øðrum orðum siga, at um løtingsmál nr. 81/2005, sum í løtuni liggur í § 25 nevndini, varð samtykt av Løgtinginum, varð hetta lógaruppskotið ólógligt. Har stendur nevniliga í § 24:

“Stk. 3. Sama um gjald heilt ella fyri ein part verður goldið í einum seinni fíggjarári, so verða tilsagnir um stuðul og lán útreiðsluførdar í tí fíggjarári, tá ið bindandi tilsøgn er givin. Tilsagnarupphæddir, ið ikki eru útgoldnar við ársenda, verða fluttar til fíggjarstøðuna, har tær standa støðlaðar, til tilsøgnin endaliga verður avgreidd.”

 

Harafturat eru viðurskiftini millum sjálvsognarstovnar og landskassan/figgjarlóg ógreið, og m.a. tí viðger Løgtingið í løtuni nýggja játtanarskipan, sum skal fáa greiðu á hesum.

 

Tað ótespiliga við fyriliggjandi uppskoti er, at tað gongur beint ímóti tí uppskoti, sum Løgtingið í løtuni viðger í § 25 nevndini, sum hevur til endamáls, at samsvar altíð er ímillum tær úrtreiðslur, sum landskassin veruliga hevur, og tað, sum sæst aftur á fíggjarlógini.

 

Eisini vil minnulutin vísa á, at við hesum uppskoti verður lagt upp til, at landsstýrismaðurin tekur lán, men at ein annar skal fremja lántøkuna. Hesin fær eina trygd, og landskassin rindar rentur og avdrátt uttan mun til, hvussu vánaligar lánitreytirnar eru.

 

Á fíggjarlógini frameftir skal landið næstu 20 árini seta av nógvar mió. kr. yvir raksturin, sjálvt um hetta er ein rein íløga, sum sitandi Løgting bindur øll eftirfylgjandi Løgting fram til 2027.

 

Niðurstøðan hjá minnilutanum er, at hetta einans er ein roynd hjá sitandi samgongur at krógva íløgur hjá landskassanum og lata eftirkomararnar gjalda gildið.  

 

Minnilutin setir tí fram soljóðandi 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

 

1) Heitið á løgtingslógaruppskotinum verður orðað soleiðis: “Uppskot til løgtingslóg um at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn”

 

2) § 1 verður orðað soleiðis:

”§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at byggja nýggjan miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn. Byggiútreiðslurnar í hesum sambandi kunnu í mesta lagi verða 150 mió. kr.

 Stk. 2. Játtanin til verkætlanina verður ásett á fíggjarlóg soleiðis:

 

1) kr. 1,5 mió. í 2006

2) kr. 23,5 mió. í 2007

3) kr. 50,0 mió. í 2008

4) kr. 50,0 mió. í 2009 og

5) kr. 25,0 mió. kr. í 2010”


Við hesum viðmerkingum mælir minnilutin Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

 

2. viðgerð 3. mai 2006. Uppskot frá Páll á Reynatúgvu um at beina málið aftur í nevnd fall 10-1-18. Broytingaruppskot frá minnilutanum í mentanarnevndini, Heidi Petersen og Tórbjørn Jacobsen til heitið og § 1 fall 10-0-19. Broytingaruppskot frá meirilutanum í mentanarnevndini, Andrias Petersen, Heðin Zachariasen, Rósu Samuelsen, John Johannessen og Olav Enomoto til §§ 1 og 2 samtykt 19-0-10. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 19-0-10. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

Á tingfundi 5. mai 2006 løgdu tingmenninir Høgni Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Annita á Fríðriksmørk, Karsten Hansen, Hergeir Nielsen, Heidi Petersen og Finnur Helmsdal fram soljóðandi

Broytingaruppskot 

til 

3. viðgerð

 

1) Heitið á løgtingslógaruppskotinum verður orðað soleiðis: “Uppskot til løgtingslóg um at byggja miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn”

 

2) § 1 verður orðað soleiðis:

”§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at byggja nýggjan miðnámsskúla í Marknagili í Tórshavn. Byggiútreiðslurnar í hesum sambandi kunnu í mesta lagi verða 150 mió. kr.

 Stk. 2. Játtanin til verkætlanina verður ásett á fíggjarlóg soleiðis:

 

1) kr. 1,5 mió. í 2006

2) kr. 23,5 mió. í 2007

3) kr. 50,0 mió. í 2008

4) kr. 50,0 mió. í 2009 og

5) kr. 25,0 mió. kr. í 2010”                                           

 

3. viðgerð 5. mai 2006. Broytingaruppskot frá Høgna Hoydal, Páll á Reynatúgvu, Tórbjørn Jacobsen, Annitu á Fríðriksmørk, Karsten Hansen, Hergeir Nielsen, Heidi Petersen og Finni Helmsdal til heitið á tingmálinum og § 1 fall 11-0-20. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 25-5-1. Málið avgreitt.

Ll.nr. 62 frá 16.05.2006