94  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af søloven"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 3. mars, legði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om ændring af søloven”

 

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1): “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af søloven”. 

 

Viðmerkingar

 

Við løgtingsmáli nr. 141/1996 samtykti Løgtingið ávísar broytingar í sjólógini, soleiðis at Føroyar eisini vórðu fevndar av teimum sokallaðu 1992-Grunssáttmálanum (Fondskonventionen) og 1992-Ábyrgdarsáttmálanum (Ansvarskonventionen). Hesir sáttmálar gera tað møguligt at rinda endurgjald í sambandi við oljudálkingar.

 

Tann 16. mai 2003 varð innan virkisøkið hjá IMO samtykt eitt ískoyti (protokol) til nevndu sáttmálar, soleiðis at endurgjaldsupphæddirnar fyri oljudálkingar hækkaðu. Ábyrgdar- og endurgjaldskarmarnir í grunnunum eru umleið 200 mió. SDR, ið svarar til umleið 1,8 mia. kr. Í ískoytissáttmálanum, sum fekk gildi 3. mars 2005 er endurgjaldskarmurin 750 mió. SDR, ið svarar til umleið 6,7 mia. kr.

 

Í  løgtingsmáli nr. 74/2004: Uppskot til samtyktar um frumskjal frá 2003 til altjóða sáttmála um at seta á stovn altjóða grunn viðvíkjandi endurgjaldi fyri oljudálkingarskaðar frá 1992 samtykti Løgtingið, at Føroyar skuldu gerast partur av ískoytissáttmálanum. Í viðmerkingunum til uppskotið verður m.a. sagt, at samsvarandi § 52 í stýrisskipanarlógini skal landsstýrið boða frá, at samtykt sáttmálans hevur við sær neyðugar broytingar í sjólógini. Tí verður hetta uppskot nú lagt fram.

 

Danska Sjóferðslustýrið og Løgmansskrivstovan mæla til, at uppskotið verður lagt fram í hesari tingsetuni, soleiðis at broytingarnar í sjólógini koma í gildi 1. mai 2006.

 

Víst verður annars til viðmerkingarnar í løgtingsmáli nr. 74/2004, sí skjal 4, umframt til almennu og serligu viðmerkingarnar hjá danska Búskapar- og vinnumálráðnum í “Forslag til lov om ændring af søloven (Oprettelse af Den Supplerende Fond for Olieskadeerstatning)”, sí skjal 3. 

 

Hjáløgd skjøl:

 

Skjal 1: Uppskot til kongaliga fyriskipan: “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af søloven (Oprettelse af Den Supplerende Fond for Olieskadeerstatning).

 

Skjal 2: Skriv frá danska Sjóferðslustýrinum viðvíkjandi uppskoti til kongaliga fyriskipan um at seta í gildi uppskotnu broytingarnar í sjólógini.

 

Skjal 3: Uppskot og viðmerkingar til “Forslag til Lov om ændring af søloven”, sum varð lagt fram av danska Búskapar- og vinnumálaráðharranum á Fólkatingi 8. oktober 2003. Uppskotið er einsljóðandi við uppskotið til kongaliga fyriskipan.

 

Skjal 4: Løgtingsmál nr. 74/2004: Uppskot til samtyktar um frumskjal frá 2003 til altjóða sáttmála um at seta á stovn altjóða grunn viðvíkjandi endurgjaldi fyri oljudálkingarskaðar frá 1992.

 

1. viðgerð 22. mars 2006. Málið beint í vinnunevndina, sum tann 23. mars 2006 legði fram soljóðandi 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 3. mars 2006, og eftir 1. viðgerð tann 22. mars 2006 er tað beint vinnunevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 23. mars 2006.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum, og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 5. apríl 2006. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 22-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 7. apríl 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 19-0-0.  Málið avgreitt.